Persónligur vitnisburður

 

Eg hevði ein óðvin, sum eg hataði av øllum mínum hjarta. Og sum eg meinti, at hava rætt til, at gera so. Men Gud havi lov, at hann kann broyta sjálvt eitt sjálvrættvíst hjarta eins og mítt. Tá eg vendi um til Harran Jesus Kristus, tá fór eg at biða fyri hesum persóni og familju hansara. Og tað gjørdi eg í nógv á, til eg meinti, at nú mátti verða nokk. Árini gingu og eg hugsaði ikki so nógv um hetta, so eg meinti at hetta mundi verða í lagi. Men ikki var so! Jesus vildi hava tað á annan hátt, hann vildi hava tað uppgjørt her í heiminum.

Í november 2008 fekk eg eina trongd fyri, at fara í Meiniheitshúsi og tað skuldi verða eitt týskvøld, tá tað er bíbiltími. Eg hevði ikki verði í Meiniheitshúsinum í mong ár, so eg helt hetta var bert naka, sum var millum oyruni á mær, so eg fór ikki fyrsta týskvøld. Men gjøgnum alla tað komandi vikuna, so bleiv hetta sterkari og sterkari fyri mær, at eg átti at fara hagar.

So kom týsdagurin og um kvøldi, so fór eg í Meiniheitshúsi. Eg var heldur seinur kl. var farin av 20. Tá eg komi niður har bíbiltímin verður hildin, ja, so var hesin persónurin har, sum eg hevði hata í 32 ár. Nú visti eg hvat Harrin vildi áttin at henda hetta kvøld.

Tá so bíbiltímin og bønarløtan vóru komin at enda, so tosaði eg við onkran har og fór so upp í gongina. Tá eg kom upp, so er persónurin har. Eg segði við Harran, eg veit hvat vilji tín er, so nú mást tú hjálpa mær. Eg fór so yvir til persónin og rætti hondina framm, ja, hvat hendi so, jú, hann leyp um hálsin á mær og vit grótu báðir. So fingu vit orði aftur og fyngu gjørt upp okkara millum.

Tað, sum eg hugsi mangan um, eri eg tilreiðar at fara, fyrigeva og ganga ørindi fyri Jesus. Jesus hevði kalla hendan persón eins og meg uttan at eg visti tað. Jesus hevði vitja hann og meg, so at vit kundu einast meðan enn var tíð til tað.

Tríggja vikur seinri fekk hesin persónur heilabløðing og bleiv lammaður. Tað er hann enn tann dagin í dag. Eg koyri hýruvogn og vit koyra mennisku, sum eru til upptreninga á Lágargaði, har eri eg so komin til at koyra hendan pesón eisini. Eg kenni einki hatur móti honum, men eg kenni í mær sjálvum kærleika eins og tann kærleika, ið Jesus veitt mær, tá hann fór á krossin fyri mína skuld.

Tí haldi eg at hetta stykki hóskar væl til her, um treyteleysa fyrigeving!

Tí at eg skal verða miskunnsamur móti misgerðum teirra, og eg skal ikki longur minnast syndir teirra.   (Hebr 8,12)

Treytaleys fyrigeving! Tá Gud fyrigevur, er tað ein treytaleys fyrigeving, og hann minnist ongantí meira tað fyrigivna. Gud vil at vit fyrigeva á sama hátt. Vit kunnu náa so langt, at vit fyrigeva, men vit gloyma ikki og kunnu enn tá taka tað fyrigivna framm aftur og leggja tað afturat nýggjum misbrotum. Tað eiga vit at stríðast ímóti, tí tað er ikki Kristi hugalag og tí mugu vit gera bart. Tí uttan sanna fyrigeving, so náa vit ikki framm til tann sannan næstakærleikan.

Vit biða ferð eftir ferð: “fyrigev okkum skuldir okkara, so sum vit fyrigeva skuldarum okkara.”(Matt 6,12)   Okkara fyrigeving og Guds er tengd saman. Vit kunnu ikki vísa illvilja, tá vit samstundis trúgva, at vit sjálv kunnu fáa fyrigeving hjá Gudi.

Vit mugu ganga í Guds skúla og alla tíðina læra at sigra á okkara gamla eg, og  eginkærleikanum og sjálvsgleði. Vit eiga at læra, at síggja við nýggjum eygum og fata, at eins og vit hava tørv fyri næstaokkara og hansara góða vilja, har hann/hon hevur brúk fyri okkara. Gud elskar ikki okkum meira enn okkara næsta. Og hann vil, at vit skulu berða byrðanar hvør hjá øðrum, tá teir tungu daganir koma. Gud vil føra okkum frá útbúgvint til útbúgving, men vit eru mangan treyðu og sleppa okkum undan við eitt hvørt høvi. Tað er ikki Gud, vit svíkja, men okkum sjálvi. Skulu vit koma víðari í Guds skúla, so hava vit brúk fyri øllum kunnleika og styrki, sum vit kunnu søkja frá Bíbliuni og bønini.