Leygardagur 31.12.2011

Gloyma vit tíðina

 

Við tað at vit ikki líta at hinum sjónliga, men hinum ósjónliga, tí at hitt sjónliga er tímiligt, men hitt ósjónliga ævigt.  (2 Kor 4,18)

 

Dagarnir fara framvið okkum tann eini eftir annan. Vikur blíva til ár, og fyri hvørja stund, ið gongur styttist okkara lívslongd eitt kut. Men hvat fylla vit tíðina  við? Er tað sjónligt ella ósjónligt, tað, ið hoyrir Guds ríkið til, og sum vit fara inn í deyðan til, um vit hava liva í vónini á Jesus, er tað vit eru mest upptikin av?

 

Hugurin hjá børnum at spæla og tá tað er eitt hvørt áhugavert, so gloyma tey tíðina. Men eisini vaksin, írokna kristin, kunnu lættliga gloyma tað dýrabaru tíð, ið er okkum givin. Bíblian er bert ein bók, Lívsins breyð, men hava vit lisið hana? Mong hava ikki ta fatan, at tað er Lívsins breyð, og koma tí, at líða hungur. Við at  lesa Bíbliuna vendast okkara eygu móti tí óforgeingiliga og ósjónliga og búgvast til, tann stóra dag, at flyta frá jarðarlívinum. Tíðin her á jørð er givin okkum sum ein fyrireikingar tíð, fyri at vit kunnu velja at tæna Gudi, og búnast til tað komandi æviga lívið heima í Guds dýrd og gleði.

Søpla vit lív okkara burtur, ella brúka vit tað, sum Guds orð vísir okkum á? Tað er spurningurin ein og hvør má seta sær sjálvum og dagliga kanna. Jesus er vegurin, sannleikin og lívi.

 

Fylgja vit honum, so eru vit á rættari kós móti Himlinum.

 

 

Fríggjadagur 30.12.2011

At trúgva er, at hvíla í hansara fullgjørda verki

Trúgv er, at hava samband við lívsins keldu og eitt hjartaligt samband til frelsunnar Gud, og harvið eitt nýtt lív í Harranum Jesusi Kristi. Trúgv er framhaldandi at broytast til, at vera meira lík Jesusi. Trúgv er at ogna sær Guds opinbering í Jesusi Kristi, og royna at byggja alla tilveruna á Guds heilaga orð og blíva rótfestur í øllum, sum Bíblian hevur til okkum við spekt og prýði. At trúgva er einki minni enn, at hvíla í trúnni á Jesusar fullgjørda verki á Golgata.

Trúgv og lívsáskoðan hava einki við hvørt annað at gera. Lívsáskoðan er nakað, vit kunnu gera, men trúgvin er okkum givin úr erva, og sum einki menniskja kann av sær sjálvum kann skapa. Vísindin kann framleiða eitt fræ, sum fyri okkara eygu líkjast einum vanligum fræ, men sum ikki hava evnini til at spíra og vaksa. Á sama hátt kunnu vit hugsa um eina deyða trúgv, ið ikki er nýtilig til nakað, tí hon kann eingi gera og er og blívur eins og tað menniskja gjørda fræi, deytt. Hava vit eina Guds givna trúgv, so mugu vit fara væl um hana, tí hon er virðismikil, og hon er eitt stórt ríkidømi, og sum heldur áfram, so leingi trúgvin er.

Trúgvin er brúgvin yvir dýpi, sum ber okkum yvir tað djúp, ið syndin skapti. Við trúnni á Gud, bleiv Ábraham roknaður sum rættvísur. Og taka vit í trúgv móti boðskapinum um fyrigeving í Jesusi Kristi, so kallar Gud okkum eisini fyri rættvís. Trúgvin sær ein veg, har tað fyri okkum at síggja, er ongin vegur. Trúgvin er ein gáva frá Gudi. Trúgvin er tær tómu hendur, rættar krossinum ímót! Og um bøn tú honum sendir knøum á við krossins fót, hann tá tekur tínar hendur, førir teg til ljósins strendur. Og í himni fært tú búgv, um tú eigur hesa trúgv. (MS. 493, 3)

 

Hósdagur 29.12.2011

Fyri honum letur duravaktarin upp, og seyðirnir hoyra reyst hansara, og hann kallar seyðir sínar við navni og fer út við teimum. (Jóh 10,3)

Í miðeystri er tað skikkur at geva hvørjum seyði navn, sum tað so aktar. Seyðamaðurin kann kalla tað eina ella alt seyðafylgi til sín, sjálv um tað eru aðrir seyðir í millum, sum ikki hoyra til fylgi. Á sama hátt er tað skikkur, at seyðamaðurin gongur undan fylginum, tí tey kenna hann og vita, at hann bert leiðir tey til góð økir, ið er best fyri tey.

Tað er gott at vita, at Jesus eisini hevur nøvnini á okkum øllum, ið hoyra honum til og hvørs nøvn eru skriva í lívsins bók. Og, at vit ikki bert eru ein stór ópersónlig mannamúgva, men at hann sær okkum sum einkult menniskju, og kennir okkara serliga tørv. Vit eru løn fyri hansara pínu, hansara dýrabara ogn, sum hann er farin heim til, at gera okkum ein nýggjan bústað í himli. Leggja vit okkara trupulleikar fram fyri hann, so hoyrir hann okkum og gevur okkum svar í sínum tíma. Kunnu vit annað enn, at venda okkum til hansara í kærleika og takksemi? Jú meira vit hava samband við okkara Frelsara, tess meira gleði og sæla kemur inn í lív okkara. Og vit sleppa undan nógvum vegum, ið føra til ósigur og sorg, um so er, at vit velja, at vera í tí liði, hann leiðir. “Harrin er hirði mín, ongan sakn eg kenni.” (Sl 23,1) Lat Jesus leiða teg fram á lívsins veg; lat Harran eiga tín hug og allan teg! Í hvørjum verki, í orðum og í gerð Guds bjarta merki við trúgv og treysti ber; tín faðir sterki tá signar tína ferð. (MS. 670)

 

Mikudagur 28.12.2011

 

Eg, eg eina, striki út misgerðir tínar vegna mín sjálvs og minnist ikki syndir tínar.  (Jes 43,25 )

Vit hava einki at vísa fram, ið kann tala fyri okkara umbering tíansheldur okkara fyrimun. Og okkara bønir og tár vika ikki tað sannroynd, at aftanfyri okkum liggur ein rúgva av lógarbrotum av boðum Guds og fyriskipanum. Men fyri sína egnu skuld strikar Gud misgerðir okkara og minnist ikki syndir tínar. “Vegna mín sjálvs!” fjalir yvir tann høga prís, vit máttu endurloysast við Guds soni, Jesusi Kristi, mátti gjøgnum háan og krosfesting bera heimsins synd.

Hvussu stórur Guds kærleiki er, er nokk tað kenda ørindi: “Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.” (Jóh 3,16) Kærleikin aftanfyri skapanina av menniskjanum var sterkur nokk til, at kunna bera okkara uppreistur móti Gudi, har vit knústu hansara ætlan og eydnu tann gamla slangan, ið gjørdi uppreistur móti Gudi, og inn í okkara hjørtu. Men vegna sín sjálvs, fyri kærleikans skuld loysti hann við, at gjalda okkara skuld og fyrigeva so treytaleyst, at hann á ongum sinni vil koma til at minnast tær aftur, ja, ikki til hugs. Vit lata dyrnar til Gud aftur við syndum okkara. Men Gud opnaði dyrnar aftur við semju í Jesusi Kristi, sum er vegurin, sannleikin og lívið. Hvat tað má harma Gud, tá ein ella annar ikki vil taka ímóti hansara kærleika, og dýrt keyptu náðigávu í Jesusi Kristusi!

 

Týsdagur 27.12.2011

Tá spurdi Dávid Harran: Skal eg fara? Og Dávid gjørdi, eins og Harrin hevði sagt, og hann vann sigur... (2 Sám  5, 19 & 25)

Aftur og aftur lesa vit um, at Dávid bað Gud um vegleiðing í øllum førum. Ein mynd uppá okkara viðurskiftir við Gud, er barni, sum í álitið spyr sín faðir ella móðir um allar lutir. At Dávid spurdi Harran um ráð, var fyri at vissa seg um, at hann gjørdi tað, sum rætt var, og at Gud var við honum. Tað fyrstu ferðina, tá tað stendur um hann, at hann ráðførdi seg við Harran, tá svaraði hann, at hann skuldi fara út ímóti filistunum, og at hann vildi vinna sigur. Í øðrum umfari skuldi Dávid bíða, “Tá ið tú tá hoyrir ljóð av fetum uppi í bakarunnunum, tá skalt tú leggja til orrustu, tí at tá er tað Guð, sum gongur undan tær til tess at sláa her Filista.” (1 Krýn 14,15)

Dávid lærdi í sýnum nýggja samfelagi við Harran, at gera nakað, men eisini at bíða, til Guds tími var komin. Hann vildi undir ongum umstøðum verði blivin tann kongur, ið hann bleiv uttan Guds hjálp. Vit blíva heldur ikki góð kristin, ið seta farveg eftir okkum, uttan, at vit hava Gud sum ráðgeva og hava lært at bíða eftir honum, hóast vit mugu bíða, um hann so drálar. Vit eiga, at læra, at hava eitt barna trúarálit, ið tosar við Gud, og biðja um ráð áður enn vit taka eina avgerandi støðu í einum avgerandi máli. Tað er ikki gott nokk, at kunna og at vilja sjálvur. Gud ynskir, at vit lova honum at koma inn í lív okkara, og at deila alt við hann. Gera vit tað, so blíva vit til vælsignilsi, og eru sjálv undir Guds vælsignilsi.

2.Jóladagur 26.12.2011

Jólagleðin skal halda á

Jólini fáa ein enda, men gleðin um, at hon barð okkum boð um, at Frelsarin var okkum føddur. Í dag møta vit tekstinum um Stefanus, sum bleiv steinaður fyri trúgv sína á Jesus, og hvørs andlit skein eins og á eingli, tá hann stóð yvirfyri sínum fíggindum. Gleðin heldur so statt á, og kann fáa okkara andlit at ljóma av friði og gleði hóast mótgongd og deyða. Stefanus stóð yvirfyri einum ræðuligum deyða, men eygu hansar vóru vend móti himli, og hann segði: »Sí, eg síggi himlarnar opnar og menniskjusonin standandi við høgru hond Guðs!« (Áps 7,56)

Stefanus hevði eina sterka trúgv. Og eisini í dag leggur Gud trúnna niður í hjørtu okkara. Men kanska er okkara hugburður ikki tann sami sum tann hjá Stefanus, men kann blíva tað, um so er, at vit lata okkum fylla av tí gávu, sum kom til okkum á jólanátt. Vit møta kanska sjúku, deyða ella trupulleikum, men einki kann skugga yvir boðanina um, at okkara Frelsari bleiv føddur, og vil verða við okkum, eisini gjøgnum tungar og trongar tíðir.

Stefanus var merktur av boðskapinum um Jesus, so tað kundi síggjast og hoyrast. Vit skulu ivaleyst ikki sama veg sum hann, men kanska er okkara vegur hóast tað, vandafullur. Ein fíggindi, sum opinlýst vísir, at hann hevur eitt hvørt móti okkum, hann kunnu vit verja okkum ímóti, men tann fjaldi fíggindin, so sum líkasæla, kann sjálvt vinna á eini hetju, um so er, at vit ikki standa á vakt um okkara trúgv á Jesus. Trúgv, tá ið skýmir umkring teg, sólin er aftan ský; bert lítla løtu – og síðan rísur ein morgun ný. Trúgv, hvat ið so enn tær møtir, heimið so nær nú er. Har skal tú æviga skoða tað, sum tú trúði her! (MS. 228, 3 & 6)

Jóladagur 25.12.2011

Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. (Luk 2,10)

Tann stóra gleðin, sum skuldi verða fyri alt fólkið, var boðanin um, at Gud var blivin menniskja og bleiv okkara bróðir. Skriftin sigur um hetta: “Tí at bæði tann, sum halgar, og teir, sum halgaðir verða, eru allir komnir av einum; tí skammast hann ikki við at kalla teir brøður, tá ið hann sigur: Eg vil boða navn títt fyri brøðrum mínum, á miðjum mannafundi vil eg syngja tær lov.” (Hebr 2,11 - 12) Jesus segði við Mariu Magdalenu: “Far til brøður mínar og sig teimum: Eg fari upp til faðirs míns og faðirs tykkara, til Guðs míns og Guðs tykkara.” (Jóh 20,17)

Hví Jesus átti at vera føddur sum eitt menniskjabarn, tað lýsir Skriftin á hendan hátt: “Av tí at nú børnini eiga lut í holdi og blóði, tá fekk hann eisini á líka hátt lut í tí, fyri at hann við deyðanum skuldi gera tann máttleysan, sum hevur deyðans veldi, tað er djevulin, og fría út øll tey, sum av deyðaræðslu vóru undir trældómi alla lívsævi sína.” (Hebr 2,14 - 15)  Og: “Tess vegna mátti hann í øllum lutum verða brøðrum sínum líkur, fyri at hann kundi verða ein miskunnsamur og trúfastur høvuðsprestur í tænastu fyri Guði til at bøta fyri fólksins syndir.” (Hebr 2,17)

Menniskja skuld mátti gjaldast við menniskja blóði, eitt menniskja mátti bøta fyri, hvat onnur menniskju høvdu framt móti Gudi. Tí var tað kvinnunnar sá, sum skuldi knúsa høvdi á slanguni. Tí mátti Jesus føðast sum menniskja undir tí lóg, ið var givin til menniskjuni. Og tí var tað ein stórur gleðiboðskapur, sum einglarnir komu við, og sum skuldi verða fyri alt fólki - eisini fyri okkum, sum í vantrúgv og fávitsku vóru langt burtur frá Gudi. Ja, gleð teg hvørt Guds barn um jól! Tann stjørnan, ið os lýsir, er sjálvur Jesus, lívsins sól, sum himmalvegin vísir. Í navni hans er frelsa vár; í meira enn nítjan  hundrað ár til Harrans lið at menna tað hevur mikla megi havt og eigur enn ta somu kraft, sum Stefan fekk at kenna. (SB. 133, 4)

 

Jólaaftan 24.12.2011

Men tað hendi í teimum døgum,  at tíðin kom, at hon skuldi eiga barn. (Luk. 2, 1 & 6) 

Vit kundu loyvt okkum at trúð, at tað var keisarans tanki, at hann vildi skriva út manntal, men tann høgt virdi keisarin kom til at fullføra Guds ætlan. Tann salvaði skuldi føðast eins og profetarnir høvdu vitna um í Betlehem. Og tíðin var komin. Fyri at tað kundi ganga út, so mátti Gud fáa Jósef og Mariu til Betlehem, sjálvt um tað fyri Mariu var eitt ólagalig løta. Her síggja vit ein av Guds vegum. Hann setti keisaran, at útinna boðini um, at øll skuldu skrivast í manntal, hvør í sínum heimstaði. So kom tann gamli spádómur, sum reint menniskjaliga kundi síggja torførur út, men sum hóast alt kom til at vera satt. Gud er umhyggin í sínum orði. Tað hann hevur sagt, tað hendir!

Vit trúgva á frásøgnina úr Evangeliinum um Jesu føðing. Men vit undrast mangan, at Kongurin í Guds ríkið, mátti føðast í einum fjósi, tann undran, um tað sum hendi vil til eina og hvørja tíð fylgja okkum. Ella at hann, sum myndaði alt víð sínum skapandi orði, skuldi vera húsvillur millum okkum, sum armóðs sonur her á jørð.

Vilja vit síggja Guds dýrd, so mugu vit boyggja okkum í støvi. Og tað kann ikki sigast betur, enn tað er sagt við hesum fáa orðum: O, leitið at eyðmjúkum støðum, for Jesusi grátið á knøum! Tá fáa tit Jesus í talu; tí rósurnar vaksa í dali. (SB. 130, 6)

Fríggjadagur 23.12.2011

…bert tómleiki er allur hans hávi… (Sl 39,7)

Jesus segði við Martu: ”Tú gert tær ónáðir og stríð av mongum; men eitt er neyðugt.” (Luk 10,41 – 42)

Tíðin er okkara versti fíggindi nú um tíðir, men mitt í okkara rokan gloyma mong, at eitt er neyðugt tann góði luturin er at sita við Jesu føtur, og taka sær tíð til at hoyra hvat hann hevur at siga við okkum. Virðir og pengar er einki vert, tá lívið er við at renna út. Tross tað, at tað eina hevur ævinleika tídning. At liva lívið í samfelagi við Gudi, er eins og Paulus sigur við korintmanna: ”við tað at tit vita, at arbeiði tykkara ikki er burturspilt í Harranum!” (1 Kor 15,58) Tað er nakað at síggja framm ímóti, sum fylgir okkum inn í ævinleikan. Tað er eins og ein óðsjóligur múrur, nøkur arbeiða fyri pengar og frammburð, men tað  gevur bert tómleika, tí tað eru bert deyð ting. Onnur velja tað eina neyðuga, at seta Gud fremst í øllum viðurskiftum, og takka fyri dagligt breyð og alt tað vit hava fyri neyðini í tí dagliga. At vera ríkur er ikki nøkur synd í sær sjálvum, men tað eigur ikki at fáa fyrsta pláss í lívið okkara, tað máa bert hoyra Gudi til.

 Bert sum ein skuggamynd maður gongur, bert tómleiki er allur hans hávi. (Sl 39,7) Ein skuggi setir ikki spor eftir sær. Bert tað eina neyðuga at hoyra Harranum til hevur ævinleika tídning. Tey, sum hoyra Harranum til eru: ”eins og træið, plantað við áarløkir.” (Sl 1,3) Tað vil so siga, at tey á ongum sinni skulu koma at mangla gleði og innihald í lívið teirra. Taka vit okkum tíð til at sita við Jesu føtur, so blívir tað ikki tómleiki í lívið okkara.

 

Hósdagur 22.12.2011

Gleðin um Frelsaran

 

Harrin, Guð tín, man vekja upp av brøðrum tínum profet, tílíkan sum meg; hann skulu tit lýða á. (5 Mós 18,15)

Uttan at vera føddur til, at geva lív sítt til endurloysn fyri mong, so var Jesus eisini profetur, kongur og høvuðsprestur til ævigar tíðir. Frelsarin sjálvur var barn eins og vit, men uttan synd. Men um hann var barn eins og vit, so barð hann tað tungu byrðu, at vita, hvat, ið bíðaði honum. Verðin hevði í øldir rópt eftir einum frelsara. Og í fylling tíðarinnar sendi Gud son sín, Jesus Kristus, til okkum sum Frelsara og fyrigeving, og fyri at geva okkum kunnleika um Gud og um meiningina við lívið okkara.

Tað er tíð til at gera hjarta tilreiðar fyri tí komandi stóru hátíð. Ein syndafull ætt, sum vit eru, so fingu vit ein gest í okkara miðju, ein gest frá tí høga, ið setti seg so lágt, og lat seg føða eins og vit inn undir okkara viðurskifti, fyri at frelsa okkum. Vit vilja biðja hann um at vera í okkara miðju, og vilja tilbiðja, takka, æra og lovprísa honum fyri hansara komu, tí uttan hann er tað eingin frelsa og eingin vón. Mong eru  tey, sum ikki gleðast yvir Jesu komu, men vit vilja vísa okkara gleði við hesum orðum : Tey gleðiboð frá himna høll har einglaskarin vítt um vøll; um náðiborð úr Dávids stað tí syngja vit enn hjartans glað. (MS. 104, 4)

 

 

Mikudagur 21.12.2011

...á kongadømi hansara skal eingin endi verða. (Luk. 1, 33)

Boðanin um Jesu føðing byrjaði longu tá vit lesa í 2. Sám. 7, 12 og 16, har tað stendur: “Tá ið dagar tínir eru at enda, og tú ert farin til hvíldar hjá fedrum tínum, tá man eg reisa ætt tína eftir teg, ið kemur av tær, og grundfesta kongsdømi hansara...og hásæti títt skal ikki vikast um ævir.” Á hesi trónu hava Saul, Dávid o.f. sitið í styttri tíðarskeið, men einaferð skal hon endurreisast til ævigt kongadømi. Og Jesus Guds sonur, er tann ævigi Kongur, sum skal sita á Dávids endurreistu trónu.

Við hesum orðum í minninum blívur tann komandi høgtíðsløtan, har vit minnast Jesu føðing, av serliga stórum týdningi. Tá hann føddist í Betlahem, var hann ikki prýðiligur, sum kundi vera ein boðan um, at tann ævigi kongur var komin til jarðar. Bert einglasongur barð boð um, at nakað stórt var hent.

Ríkisins stórmenn og religiøsu leiðarar vóru ikki hjá, tí teir vistu ikki, at tíðin var komin, at verðsins Frelsari og ævigi kongur skuldi føðast. Bert hirðarnir, ið vóru á náttarvakt hjá seyðafylginum á Betlehems fløtum, fingu tað gleði og æru, at vera vitni til verðsins størsta undur, sum vit so mangan í GT, hava sæð sum tann almáttuga Harra og Gud, og hava avlagt allan sín guddóm, og sum nú lá í eini krubbu. Vit vilja í okkara hugsan fara aftur til Betlahem og saman við hirðunum tilbiðja og æra konganna Konga og harrana Harra. Hann, sum einaferð skal seta seg á Dávids trónu og døma heimin við rættvísi.

 

 

Mánadagur 19.12.2011

Nei, kongur skal vera yvir okkum; tí vit vilja vera eins og allar aðrar tjóðir... (1 Sám 8, 19 - 20)

Tað var eitt syrgiligt svar, sum fólkið gav Sámuel, tá hann ávaraði tey ímóti, at hava ein kong. Higartil hevði Harrin sjálvur veri teirra kongur. Vit hoyra mangan orðini: “Vit vilja vera eins og øll onnur!” Tey “onnur” eru tey vantrúgvandi, tey, sum Bíblian kallar heidningar. Til dømis, tá tann fyrsta sigarettin, narko ella alkohol bleiv bjóða okkum. Sátan er úti eftir, at fáa tað at síggja út sum um, at tað er eitt forboð móti hesum, er ein persónlig uppílegging, ella frælsi hjá hvørjum einstakum. Tá øll onnur fáa - ella taka sær tað frælsi - hví má eg so ikki? Og mong fara ímóti forboðunum fyri at vera eins og onnur. Tað eru kanska tey fáu, sum rópa upp og vilja draga onnur inn í tað evju, tey sjálv eru í. Men tey fáu, ið rópa hart og royna at fáa onnur í hópatali, at blíva trælir av syndini og oyðandi atburði.

Fyri at mótmæla hesum, er tað av stórum týdningi, at vit leiða børn okkara til Gud. Eingin er ov lítil til, at lata Gud koma inn í teirra lív, men mong hava tað fatan, at børn ikki kunnu hava eina sjálvstøðuga trúgv og at tey kunnu kenna sorg yvir syndina. Tvørturímóti eru tað børn, ið hava tað lættast við at taka ímóti Jesusi og søgum frá Bíbliuni. Okkara børn eiga ikki at vera eins og onnur, men lærast frá tí, at tey eru smá, at elska Jesus, men eisini, at tað kann koma at kostar, at hoyra honum til. Tá vilja tey sum størri, hava mót til at siga nei, tá eggjanin kemur til at verða eins og onnur. Tey, sum hoyra Gudi til, eru júst ikki sum onnur, tey eru kalla út úr heiminum, fyri at liva teirra lív í samfelag við Gud

 

Sunnudagur 18.12.2011

Persónlig játtan

 

»Hvør nam við klæði míni?«  (Mark 5,30 )

Ein kvinna, sum hevði verði sjúk í tólv ár hugsaði, at um hon bert kundi koma til at nema við klæðini hjá Jesus, so kundi hon verða grødd.

Og, tað var henni fyri. Hon nam við kappan hjá Jesusi, og var frísk. Tað merkti Jesus, tí tað gekk ein kraft út frá honum, og hann vendi sær á, og spurdi: »Hvør nam við klæði míni?«

Jesus visti hvør tað var í nam við hann. Tað var ikki tí, at hann ikki visti hvørt tað var, ið nam við hann. Tað var fyri kvinnurnar skuld. Hann vildi hava hana fram í ljósi. Øll, ið vóru tilstaðar, skuldu síggja og vit, hvat, ið var hent við hesi kvinnu. Hon skuldi játta sína trúgv og álit á Jesus meðan øll fjøldin hoyrdi.

Um Jesus ikki hevði spurt og ikki hevði rópt hana aftur til sín, so hevði hon óivað verði grødd og fari frá Jesusi. Men nakað meira hevði hon ikki fingið. Nú vildi Jesus, at hon játtaði sína trúgv á hann, og tað hevði við sær, at hon kundi fáa meira enn grøðing. Hann fekk givið henni sjálva frelsuna, og hon kundi fara frá Jesusi bæði frísk og sum eitt nýtt menniskja. Frelst av Jesusi.

Her síggja vit árini av eini persónligari játta, tá eitt menniskja byrjar at trúgva á Jesus. Sjálvt lívið í einum menniskja hjarta, andaliga tala, byrjar við trúnni á Jesus. Men hetta lív má koma til sjóndar yvir fyri øðrum menniskjum. Ger tað ikki tað, so er tað eins og ein spíri undir svørðinum. Hann hevur sjálvsagt lív, men kemur hann ikki upp úr svørðinum og fram í dagsljósi, so følnar hann aftur.

Tað er ikki gjørligt, at halda trúnna á Jesus loyniliga og samstundis áhaldandi at hava eitt lív í Gudi. Trúgvin má gera seg til kennar gjøgnum munnin hjá tí kristna, og á annan hátt í hansara lívið, annars følnar hann vek aftur.

Tað vísir hvussu stóran týdning, tann persónligi vitnisburðurin um Jesus hevur fyri  okkum, ið trúgva á hann. Og á sama hátt, vil tað føra við sær, ein vitnisburð til tey, sum enn ikki eru komin til trúgv á Jesus.

Leygardagur 17.12.2011

Eru vit opin

Vit eiga at vera opin yvir fyri Guds orði, av tí at, “Ein og hvør gudinnblásin skrift er eisini nyttulig til lærdóms, til aganar, til rættleiðingar, til uppvenjingar í rættvísi,  fyri at Guðs-menniskjan kann verða albúgvin, fullfør til eitt og hvørt gott verk.” (2 Tim 3,16 - 17) Jesus segði, at tá hann var farin burtur, so vildi hann senda Ráðgevan, hjálparan, talsmannin og forbiðjara til okkum. Tí er Gud ikki bert í Himlinum, men eisini her á jørð millum okkum. Heilagi Andi er hjá okkum og vil læra okkum Jesus betur at kenna. Og vit vaksa fet fyri fet, um so er, at vit eru opin fyri Guds Heilaga Anda og hvat hann hevur at siga okkum.

“Og gerið ikki Guðs heilaga anda sorg!” (Ef 4,30) Vit gera honum sorg, um so er, at vit ikki taka alla Skriftina til okkum sum hon er, Guds innblásta orð. Vit hava tørv á, at sita á Guds skúlabeinki, so at vit kunnu verða útgjørd til allar góðar gerðir. Gera vit so nakað fyri hendan lærdóm? Mong steðga upp og eru eftir øllum at døma nøgd við tað støði, tey eru komin til. Men  tað er ikki nakað, ið er komi upp í menniskja sinni, men Guds boð, at so leingi vit draga lívsandan og hava okkara skil, so skulu vit hvønn dag vaksa. Og vit eiga at leggja dent á, at vit lata okkum leiða av Heilaga Anda sum Ráðgevan, hjálparan, talsmannin og forbiðjara. Eru vit opin, so lova vit honum inn í lív okkara, og lurta eftir, tá vit verða vegleidd, tá vit lesa Guds innblásta orð.

 

Fríggjadagur 16.12.2011

Mítt hjarta er sviðið sum grasið og følnað, tí eg mist havi hugin at eta mítt breyð.  (Sl 102,5)

Hesi orð frá Sálminum tala um  maktaloysi. Fær likam okkara ikki nokk av føði, so  verða vit maktarleys og eru tí útsett fyri ymiskum hjá sjúkum. Á sama hátt er tað við okkara andaliga mati. Gloyma vit at eta av orðinum, so blíva vit maktarleys kristin. “Gev okkum í dag okkara dagliga breyð!” Vit skulu ikki biðja um breyð fyri eina heila viku í senn, men mugu hvønn dag hava samband við Gud, og biðja um dagligt breyð, bæði til likams og sálar. Tað veit sátan og hann gerð alt fyri, at vit skulu gloyma at eta. Hann er íðin at skunda undir okkum, ja, sjálvt í eini góðari tænastu fyri næstan. Hann veit, at fáa vit ikki stundir til mat, so hevur hann betur møguleikar at sigra á okkum.

Jesus sigur heilt greitt: “Søki fyrst Guds ríkið...!” Fyrst! Íðan! Siga vit kanska, tað kunnu vit ikki, tað er so mangt avgerandi eg skal náa, eg  eri í einum álitisstarvi, sum eg má leggja dent á! Men skulu vit ikki hungra, so okkara hjarta verður eins og følna gras, so eiga vit at eta hvønn dag. Við øðrum orðum, so eiga vit at seta Jesus fyrst í øllum lutum, tí hann segði: “Eg eri lívsins breyð!”

Men tað er gott, um so er, at vit hava nógv at gera í Harrans víngarði, við síðuna av tí arbeiði, sum gevur okkum pengar til likamligan mat og annað vit hava brúk fyri. Men vit mugu ikki harvið gloyma at eta av Guds orði, so andi okkara mettast, so hann ikki hevur trot av góðum lutum, men kann vaksa og blíva styrktur. Gloym ikki at eta!

 

Mikudagur 14.12.2011

...av tí at hjørtu teirra heilagu eru vorðin lívgað av tær... (Filem 1,7)

Tað andaliga ríkidømi, Gud hevur lati okkum fingið sum ogn, er ikki bert til egi brúk. Gud vónar eisini, at tey verða til hjálp og signing fyri onnur. Tað eru mong, ið treingja til at lívgast í teirra sál og anda, men styrkingin kemur ikki fram til tey, hon treingir til, um so er, at tað er ein ella annar, sum tekur tey í hondina og leiðir tey eftir tí rætta vegnum. Spyrja vit okkum sjálvi, nær vit seinast hava veri til styrki fyri nakran, so mugu vit helst vónbrotin svara, at tað er alt ov long tíð gingin síðan seinast.

Kann vera, at vit royna at umbera okkum og siga, at vit hava einki at geva. Men fylgjast vit við Jesusi, og okkara hjørtu brenna fyri Gudi, so hava vit til eina og hvørja tíð okkurt at geva, ið kann geva styrki til onnur trúgvandi. Tað kann vera eitt orð við umsorgan og kærleika til gerandisdagin. Vit vita ikki sjálv, hvussu nógv okkara orð kunnu styrkja og geva mót. Beint øvugt er tankaloysi ella óvinarlig orð, sum gera stóran skaða. Í Kristusi eru vit tí eitt likam og virka saman - ella áttu at gjørt tað. Lívgað vit ikki hvønn annan, tá høvi er til tað, so vil tað koma trot í okkara kristnilív. Tað er brúk fyri øllum í Harrans stóra víngarði, tí má eingin ganga arbeiðsleysur, ella bera seg undan tí, vit kunnu gera fyri Guds ríkis søk. At lívgað tey trúgvandi er av størsta týdningi, og eigur tí ikki at vera gloymt ella vanvirt.

 

Týsdagur 13.12.2011

Verið ikki linir í áhuga tykkara; verið brennandi í andanum; tænið Harranum!  (Róm 12,11)

Hvat vildi Jesus, hava sagt, um so var, at Hann sjónliga var millum okkum kristnu í landi okkara? Kundi hugsast, at Hann kom til at harta mong av okkum og kalla okkum fyri farisearar og navnkristin, tí vit ikki eru brennandi í andanum? Fyri Hann eru øll dýrabar, og Hann rættir armar sínar út til tey, ið treingja til frelsu. Tað eiga vit eisini, at gera! Tað eru fleiri túsund, ið leingjast eftir at møta Jesusi, men tey vit ikki, hvar og á hvønn hátt tey kunnu møta honum. Tey hava roynt við møtum og bøn, og uttan úrslit, at finna Hann. Og tey fóru sorgarbundin víðari í lívinum, og uttan meining við lívinum. Um so er, at vit eru brennandi í andanum, so nýtist okkum ikki at spyrja, hvat vit eiga at siga við tey, tí Andi Guds vil fylla okkum við kunnleika, so sum vit hava brúk fyri.

Hvat vildu allar trúar hetjurnar sagt, um so var, at tær vóru millum okkum í dag? Teir vildu kanska hongt upp eina vísindaliga framborna skrá ella nakað týdningarmikið á okkara samkomu dyr. Tað stíva og formliga, ið bert rúmar tóm orð, tað vildi blivið skift út við lív og anda og frælsi. Ikki frælsi til at synda, men frælsi til at lata okkum leiða av Guds Anda, so vit kunn náa út til tey mongu, sum enn leingjast eftir, at fáa frið við Frelsaran. Mong fjala teirra longsul aftanfyri eitt hart andlit, men saknurin eftir innihaldi í lívinum tyngir tey. Men eru vit brennandi í andanum, og fara sum Jesusar sendiboð til teirra við boðanini um, at Hann livir og er millum okkum við síni kraft og náði og vil geva lívið teirra ævigt innihald.

Sunnudagur 11.12.2011

Eygað er ljós likamsins. Er tí eyga títt frískt, verður alt likam títt ljóst;  men er eyga títt sjúkt, verður alt likam títt myrkt. Um tí ljósið í tær er myrkur, hvør stórt verður tá myrkrið! (Matt 6,22 - 23)

Guds ljós treingir niður í teir fjaldu krókarnar í hjartanum, og sær eisini teir fjaldu lutir, sum vit heldur ikki síggja. Tann heimur, sum vit skulu liva í, er fullur av smáum vandum, og at vit ikki eru før fyri at síggja teir allar. Teir vandabólkar, vit falla í, eru ymiskir  frá tí eina menniskjanum til eitt annan. Men sátan firnast einki, tá tað kemur til, at volda okkum skaða, ið førir til fall, og at fylla okkara sinni við syndanna evju. “Savnið tykkum ikki gripir á foldum, har sum mølur og rustur eta, og har sum tjóvar bróta inn og stjala.” (Matt 6,19)   Tað, at vera ein kristin, er ikki ein makligur, ella taka sær av løttum lívsháttur, men eitt stríð fyri at halda hjarta og sinn reint. Vit eiga ikki at troyttast av, at áhaldandi at eiga eitt reint eyga og eitt reint sinn. Ikki bert hjá okkum sjálvum, men til eina og hvørja tíð, at niðurbróta tað, sum kemur í vegin. Vit hav jú okkara Pápa í Himlinum at fara til, tá á stendur. Vit eiga ikki at standa tigandi, og hyggja at, tá úlvurin tekur smálombini.

Vit eru sum heild óvirkin. Jóhannes Doyparin var ikki bangin fyri at siga við landsins valdsharra, at tað, hann gjørdi, ikki var loyvt. Stríðast vit ikki fyri reinleika fyri eyga og sinn so gott vit nú einaferð kunnu, so vil tað óreina koma til okkum eftir vegum, sum vit minst høvdu vanta tað, og blíva tikin á bóli, av tí skitna, um so er, at vit ikki eru tilreiðar hvørja stund. Tí mugu vit biðja bønina: Reinsa meg frá loyniligum brekum!, so vit blíva síggjandi og bæði kunnu og vilja avvísa tað óreina.

 

 

Leygardagur 10.12.2011

At telja várar dagar tú okkum læri, at vit mega vísdóm í hjartanum fáa! (Sl 90,12)

Vit vit ikki, nær Móses skrivaði sálma 90, men jødiskar bøkur siga frá, at tað var  tá ein drepsótt var, og Aron hevði stilla seg við eldpannuni millum tey livandi og tey deyðu, alt meðan Móses bað. »Tak eldpannuna og lat gløður av altarinum upp í hana, legg roykilsi omaná og far í skundi til savnaðin og veit teimum sáttargerð; tí at vreiði er útgingin frá Harranum, plágan er longu byrjað!« (4 Mós 16,46)

Menniskjalívið er stutt og umskiftandi, men áður enn fjøllini myndaðust og heimurin bleiv til, var Gud ein alvaldandi hátign og ein óvikandi klettur. Menniskjuni eru eins og dust. Um morgunin grógva og blóma vit, og um kvøldi eru vit følna og turr. Okkara lívsdagar eru hálvfjerðs ár og koma tey hægri, móti teimum áttati, sum farast við stríð og strev. Fyri okkum eru roynslu og líðingar tíðirnar mangan langar. Men fyri Harran eru túsund ár bert sum ein dagur.

Læra vit at telja okkara dagar við vísdómi, so síggja vit, at Gud er her niðri hinir ævigu armar. (5 Mós 33,27) Vit stríðast ikki til einkis, tí hóast myrkur, so síggja vit himmalin opnan yvir okkum og Guds dýrd opinbera yvir tænarum hansara. Tí kunnu vit, tá vit biðja og takka syngja av frøi og gleða okkum í Gudi.

Lívið er stutt, og tað hevur skund fyri okkum, at gera okkum tilreiðar, eins og flytifuglarnir, at vera búgvin, tá okkara ferð hiðani frá kemur. Tá er alt stríð at enda komi, og vit fara inn til eitt ævigt summar til ein áhaldandi lívsælu. Hvørt eitt lív er sum grasi, ið følnar, tað um summari stendur so frítt; kinnin reyða so brádliga kølnar, deyðin kemur og krevur skjótt sítt. Blóði, sum allar syndir kann tváa, rann hin dagin á Golgata træ, og tað  er fyri einki at fáa fyri hann, sína syndhevur sæð. (Sigurstónar 69, 2&6)

 

Hósdagur 08.12.2011

Men, meg, sum áður var spottari og forfylgjari og yvirgangsmaður; men mær varð miskunnað, tí at eg gjørdi tað óvitandi, í vantrúgv. (1 Tim 1,13)

Paulus bleiv myndaður í hondum Guds, so hann ikki bert fekk eitt nýtt lyndi og eina nýggja trúgv. Hann bleiv lyftur upp til at fáa innlit í Guds djúpa, higartil fjaldu loynidómar og fekk kærleika til Gud og treystleika lagdan niður í seg. Hann gloymdi á ongum sinni, at hann hevði jagstra Harran Jesus og hansara samkomu. Og sjálvt um hann ikki beinleiðis skrivar nakað um tað, so er tað hóast tað, mangar ábendingar, sum týðiliga vísa, at hansara ungdómsár lógu sum ein tung byrða á honum. 

Í dag er Paulus bæði hataður og elskaður. Hataður av teimum, ið vilja nútímans gera Bíbliuna, so hon kann vera tíðarhóskandi, og at taka nakað burtur, sum hann hevur skriva til samkomunnar. Og elskaður, tí vit í hansara brøvum síggja ein undurfulla greining av teimum vandamálum, sum viðkoma samkomunum um teirra trivna og lív. Og av tí grund, at hann talar líka út, og uttan at koma við uppgjørdum orðsniði , sum hann, tann vællærdi maður hann var, sum hann uttan iva hevði kunnað.

Paulus helt áfram at vera tann eyðmjúkið tænari, og lív hansara eitt lýsandi dømi um, hvat Gud kann, tá hann fær loyvi at ráða. Tað er ein vitnisburður til okkum í dag um “karið”, ið kann blíva til stórt vælsignilsi, tá Gud fær loyvi til at mynda tað. Vit hava kanska lyndi til, at vurdera og seta í bás, men Paulus er ein vitnisburður um, at ein háðari, meinsøkjari og yvirgangsmaður kann blíva eitt nýtuligt amboð í Guds ríkis arbeiði. Hann var ein persónur, sum vit hava nógv at takka og mugu takka Gudi fyri.

 

 

Sunnudagur 04.12.2011

Ein stór bøn

Lat tær nú líka at vælsigna hús tænara tíns, so tað má standa støðugt allar ævir fyri ásjón tíni. (2 Sám  7,29) bað Dávid. Tað skal eitt stórt frímóð, tá ikki bert veru biðji um Guds vælsignilsi fyri sær sjálvum og familju síni, men um eitt vælsignilsi, ið varir um ævir. Og Gud útinti bøn hansara!

Tá vit biðja, eru vit mangan bundin av okkara egnu vánaligu kunnan. Hava vit lagt lív okkara í Guds hendur og eru villig at ganga tann vegin hann vísir okkum á, so hevur hann ikki sett okkum nakað mark, men vil, at vit við frímóð skulu tosa við hann um okkara stóru og smáu trupulleikar. Nakrar av bønum okkara kunnu koma sum av sínum eintingum, meðan aðrar bønir koma spakuliga frá hjarta dýpinum og búnast, so vit ein dag við frímóðið bera tær fram fyri Gud. Vit eiga at læra, at á ongum sinni at skunda okkum, og hugsa tað væl ígjøgnum, hvat tað er, vit biðja hann um. Okkara bønir eiga ikki at vera ein remsa, men hjarta djúpastu hugsanir: “í tolinmóði og troysti skal styrki tykkara vera.” (Jes 30,15) Hava vit tann innara friðin, hava vit styrki í kvirruni. Og í hesum anda føðist tann stóra bønin. Dávidsa bøn kom frá hansara hjarta dýpi. Og Gud útinti hana, tí hann játtaði og angraði sínar syndir. Kunnu vit eins og Dávid biðja: “Til tín, Harri, lyfti eg mína sál, Guð mín, eg líti á teg. Minst ikki ungdómssyndir mínar og míni misbrot, minst til mín eftir náði tíni, fyri góðsku tína, Harri.” (Sl 25, 1 & 7)  Vit eiga at fara við frímóð inn fyri Gud í bøn.

 

Fríggjadagur 02.12.2011

 

Gloyma vit tíðina

 

Við tað at vit ikki líta at hinum sjónliga, men hinum ósjónliga, tí at hitt sjónliga er tímiligt, men hitt ósjónliga ævigt.  (2 Kor 4,18)

Dagarnir fara framvið okkum tann eini eftir annan. Vikur blíva til ár, og fyri hvørja stund, ið gongur styttist okkara lívslongd eitt kut. Men hvat fylla vit tíðina  við? Er tað sjónligt ella ósjónligt, tað, ið hoyrir Guds ríkið til, og sum vit fara inn í deyðan til, um vit hava liva í vónini á Jesus, er tað tað vit eru mest upptikin av?

Hugurin hjá børnum at spæla og tá tað er eitt hvørt áhugavert, so gloyma tey tíðina. Men eisini vaksin, írokna kristin, kunnu lættliga gloyma tað dýrabaru tíð, ið er okkum givin. Bíblian er bert ein bók, Lívsins breyð, men hava vit lisi hana? Mong hava ikki ta fatan, at tað er Lívsins breyð, og koma tí, at líða hungur. Við at  lesa Bíbliuna vendast okkara eygu móti tí óforgongiliga og ósjónliga og búgvast til, tann stóra dag, at flyta frá jarðarlívinum. Tíðin her á jørð er givin okkum sum ein fyrireikingar tíð, fyri at vit kunnu velja at tæna Gudi, og búnast til tað komandi æviga lívið heima í Guds dýrd og gleði.

Søpla vit lív okkara burtur, ella brúka vit tað, sum Guds orð vísir okkum á? Tað er spurningurin ein og hvør má seta sær sjálvum og dagliga kanna. Jesus er vegurin, sannleikin og lívi.

Fylgja vit honum, so eru vit á rættari kós móti Himlinum.

 

Hósdagur 01.12.2011

Fylgja Jesusi

 »Meistari, eg vil fylgja tær, hvar tú so fert.« (Matt 8,19)

Ongantíð hevur Harrin Jesus fjalt fyri, at tað, at fylgja honum, førir við sær kross og pínu. Mong vilja gjarna fylgja Jesusi, men uttan, at tað skal kosta nakað. Tey vilja gjarna hava alt ta vælsignilsi, ið verur nevnt í Bíbliuni, og trúgva, at tey kunnu taka himmalin í einum. Tey vilja hava ríkidømi og góða heilsu, og síggja seg sjálvan sum gudar, sum kunnu bjóða og mynda við at eftirgera Guds myndugleika. Tað er við stórari sorg at síggja slíkt, har Skriftin verður umbroytt, so tey fáa mong at fara frá tí røttu læruni og at fylgja sær.

Mong, ið undan okkum eru farin eftir himmal vegnum, hava sanna, at tað kostar meira, enn ein hevði rokna við av fyrstu tíð, tað, at vera trúgvur í tí, Gud gevur okkum. Sátan  setur alt inn fyri, at leiða Guds børn tann skeiva vegin, burtur frá sáttargerðini á Golgata krossi. Men júst hendan sáttargerðin gevur okkum ein nýggjan samleika sum eitt barn av Gudi. Hvat fyri týdning hevur tað so fyri okkum, at Jesusar sigur bleiv okkara sigur, og tað lív, vit liva, liva vit ikki okkum sjálvum, tí tað er Jesus sum livir í okkum. Jesusar deyði á krossinum var eisini fyri Paulus eitt høvuðsmál. “ Eg eri krossfestur við Kristi; og tað eri ikki longur eg, sum livi, men Kristus livir í mær. Men tað sum eg nú livi í holdinum, tað livi eg í trúnni á Guðs son, sum elskaði meg og gav seg sjálvan upp fyri meg.” (Gal 2,20) Máttu hesi orð eisini verði okkum nokk, og til stóra uggan og signing í lívið okkara.

Mikudagur 30.11.2011

Og skulu teir hava loyndarmál trúarinnar í reinari samvitsku. (1 Tim 3,9)

Trúgvin er so máttmikil, at hon kann yvirvinna heimin, men hon kann bert varðveitast í eini reinari samvitsku. Kann tað greinast, nær trúgvin gerst virkin hjá einum menniskja, so vildu vit fingið svari, at tað er, tá samvitskan ikki er rein. Paulus hevði gjørt sær sínar egnu royndir: “Av teirri grund leggi eg mær sjálvum eina við altíð at hava óskadda samvitsku fyri Guði og monnum.” (Áps 24,16) Á hendan hátt eiga vit at halda neyvt eyga við teimum smáu lutunum, ið kunnu síggja vandaleysir út, men kunnu oyðileggja og máa undan trúarinnar grundvølli. Til eina og hvørja tíð, at hava góða samvitsku, tað er eitt stríð. Hvønn dag freistast vit av einum óteljandi tilburðum, ja, kanska fyri at koma lættari frá einum hvørjum, so fara vit lætt um sannleikan, ella at fjala yvir okkara gerðir yvir fyri øðrum. Men vit eiga at læra, at fyri at hava eina góða samvitsku, so má tílíkt takast upp við rót, og vit eiga hvønn dag, at hava eyga við, at tað ikki aftur festir røtur.

Tað kann eisini vera eitt ella annað eins og ein broddur kann sita og naga, so okkara samvitska og harvið okkara virðismikla trúgv ávirkast. Tað gamla, ivasama, man nú Gud hava sagt?, eigur ikki at fáa innivist í okkara hugsan. Bert tað, at tað byrjar kann vera eitt vandamál. Vit eiga ikki at unna okkum sjálvum hvílu ella frið, til vit hava vunnið ein avgerandi sigur á ivanum. Tí skulu vit liva eitt sigrandi lív í Gudi, so má okkara samvitska og Heilaga Andans vitnisburður hóska saman. Og sum vit lesa: “samvitska mín vitnar tað við mær í heilagum anda.” (Róm 9,1) Tað er neyðugt at hava eina ikki skadda samvitsku. Hon kann taka skaða av, bert einum veti av synd, ið ikki alt fyri eitt verður tikin fram í ljósi, tá vit verða mint á eina slíka.

 

Týsdagur 29.11.2011

Tí ólukkur, ið ikki tal er á, seg rundan um meg ringja, misgerðir mínar hava mær náað, so eg fái ikki hugt, tær fleir eru enn hárini á mínum høvdi, hjarta mítt mær bilar. (Sl 40,13)

At bróta Guds orð gerð okkum blind, og gerð, at vit sum frálíður heldur ikki hoyra Heilaga Andans ávarandi rødd. Brotsroynd móti Guds orði er at synda, og um tað er stór ella smá brot ger ongan mun. Hava vit sæð, at tað vit gera, er synd, og áhaldandi halda fram, so vil syndin fáa okkum aftur, so vit andaliga verða blind. Tann, sum veit at gera rætt, men ikki ger tað, blívur fjøtraður. Tann, sum veit um, at skula fara ímóti falskari læru, men ikki gerð tað vegna avleiðingar, letur angistina ráða, tí hann veit ikki hvat menniskju vilja siga, og har við, skugga fyri angistina fyri at koma undir Guds dóm fyri ólýdni. Tann, ið síni leti grevur talent sína niður, og ikki brúkar hana, ella vit lata børn okkara ganga ógudiligar vegir, uttan at vegleiða tey um Guds beina veg og um vandan, at bróta Guds boð, eru í stórum vanda fyri at blíva innheinta av síni synd, so Guds vegur ikki meir kann síggjast.

Blíva vit tikin aftur av synd okkara og mugu sanna, at vit ikki longur vita, hvønn veg vit skulu ganga, so er ikki annað at gera enn, at fara aftur til Gud og siga honum um synd okkara, og um , at hon hevði blinda okkum og at hann má hjálpa okkum til tað.

Angra vit syndir okkara og biðja Jesus um, at hann má fyrigeva okkum okkara syndir, so vil hann tað, og bjóðar okkum, at byrja av nýggjum eins og leirkerasmiðurin, tá eitt ílat miseydnaðist, ja, so byrjaði hann av nýggjum, at gera eitt nýtt ílat, av sama leirinum.

 

Mánadagur 28.11.2011

Álit

 

»Men Ábraham trúði Guði og tað varð roknað honum til rættvísi.« (Róm 4,3)

Faðir til Ábraham var skurðgudadýrkari, so hann hevði ikki arva gudsóttan frá faðir sínum. Men tað stendur nakað heilt serstakt um hann: Ábraham trúði Guði! Og trúgv hansara var so stór, at hann bleiv nevndur faðir teirra trúgvandi. Um vit spyrja nøkur kristin, hvat tey byggja teirra frelsu á, so vilja vit hoyra nøkur siga, at tey byggja teirra trúgv á barna kunnleikan, ella teirra regluligu kirkjugongd. Onnur líta á teirra góðu gerðir. Men eingin verður rættvísgjørdur av hesum grundum. Øll mugu ganga tann sama vegin sum Ábraham, sum trúði Gudi. Tað varð roknað honum til rættvísi.

Ábraham trúði Gudi, sjálvt tá hann skuldi ofra tann son, sum Gud hevði lova honum, og sum var bundin til eina fyrijáttan. Sum vit kunnu lesa um, í Heb. 11, 8.12. Hvørjari trúgv! Men hon er ikki bert serstøk fyri hann. Vit kunnu byrja á sama vegi sum hann, og vit hava eitt betri útgangsstøði. Í sínum barnaárum kendi hann einki til Gud, men búði millum skurðgudadýrkarar. Hann mátti eftir Guds boðum reisa til eitt fremmant land og ikki vita, hvat bíðaði honum. Hann trúði bert á Gud.

Vit kunnu kanska ikki náa somu trúgv og álit sum Ábraham, men kunnu vit bert seta okkara álit á Gud og akta hann, tá hann bjóðar okkum, at umvenda okkum og trúgva á Jesus Kristus, tá skulu vit blíva rættvísgjørd av hansara náði. Hava vit náað tí málinum, og vit eiga frelsu vissuna, ja, tá er lívsins mál náa. Ger tú, sum Ábraham gjørdi; lít upp í stjørnuhav! Meðan tú stjørnurnar telur, økist tann trúgv, hann tær gav. (MS. 228, 2)

Sunnudagur 27.11.2011

Her ræður um tolmóðina og trúnna hjá hinum heilagu. (Opb 13,10)

Í Bíbliunar seinastu bók er skriva nógv um trúgv, áhaldni og halgan. Og Gud fjalir ikki, at heimsins endi vil blíva ein ónd tíð, har trúgvin á Jesus, og at halda út og halda fast við navn hansara og halgan frá heimsins óndskapi kann fría okkum frá mongum háttum av falsan, sum vit kunnu koma út fyri.

Í hesi tíð, vil alt tað ónda, sum gjøgnum tíðirnar er sáða, vil koma fram í besta blóma. Og um møguligt, so átti eitt hvørt sáð av Gud góða sáð køvast av, tí sátans sáð, sum er tengt at tí yvirnatúrliga og satanismu í øllum hugsandi skapi. Kann Gud ikki grípa inn, fyri at verja sítt fólk? Bíblian svara, at alt skal vaksa til saman til endin kemur. Gud vil geva fólki sínum kraft og vísdóm til at greina ímillum, so tað ónda ikki fær rótfesti hjá okkum, og køva ta góða sáð. Hann vil frelsa sítt fólk sum gjøgnum eld, fyri at vit reinsa av stríði og føstum vilja vísa, at vit fødd úr erva av hansara livandi orði.

Íssrael kundi ikki bera, at hava tað gott, uttan at tey fullu fyri skurðgudadyrkan  og alt slag av synd, sum fekk vreiði Guds, at koma yvir tey. Læra vit av hesum, so mugu vit takka fyri trongdirnar og mótgangin, ið sum sáld vil skilja tað ekta frá tí óektaða. Gud hevur lova at vera við okkum, eins og hann var við Dánial í leyvbløðunum og í eldsovninum. Men hann hevur ikki lova, at vit skulu verða frí frá bølinum og ovninum. Tann tíð, ið liggur fyri framman, kann blíva tung, men við trúgv, áhaldni og halgan skulu vit vinna sigur.

Leygardagur 26.11.2011

Tað lív, Jesus gevur okkum, kann ikki doyggja

 

Hvør tann, sum livir og trýr á meg, skal aldri um ævir doyggja, sigur Jesus. (Jóh 11,26) Gott nokk skal eisini tann kristni doyggja, men deyðin hevur mist sín brodd fyri tey, ið trúgva á Jesus. Tað er bert okkara likam, ið doyr og skal, hóast tað er blivið støv á uppreisnar degnum, so rísa upp óforgeingilig. Okkara innara menniskja fer við deyðanum heim til Gud og bíða til likami rísur upp.

Mong meta deyðan sum ein fígginda. Men Jesus hevur sagt, at vit: “aldri um ævir (skulu) doyggja”. Tí skulu vit ikki vera bangin fyri at doyggja. Hann kann ikki blíva harri yvir okkum, um so er, at vit í hesum lívinum hava tikið ímóti Jesusi sum Harra og Frelsara okkara. Paulus sigur: “Tí at lívið er mær Kristus, og deyðin ein vinningur.” (Fil 1,21) Hansara lív hevði fingið eina meining í Kristusi. Men skuldi hann doyggja, so vildi hann veri enn nærri Kristusi. Hann hevði ringt við at velja. Hann hevði bæði hug til at vera í likaminum, og heima hjá Jesusi, “tí at tað hevði verið ólíka nógv betri”. Og um vit lesa víðari, so sigur hann tað sama her: “Vit hava tí altíð gott treyst og vita, at meðan vit eru heima í likaminum, eru vit burtur frá Harranum; tí at vit ganga í trúgv, ikki í skoðan. Ja, vit hava gott treyst og hava bestan hugin til at fara burtur úr likaminum og vera heima hjá Harranum.” (2 Kor 5,6 - 8) Kann tað sigast betur, enn, at tá likam okkara doyr, so skal okkara innara menniskja fara heim til ævigt lív saman við Jesusi.

 

Fríggjadagur 25.11.2011

Hini gudleysu hava ongan frið, sigur Harrin. (Jes 48,22)

Mong liva eitt vakurt lív, men liva uttan Gud, so er tað at vera ógudiligur. So er tað kanska ein skakandi hugsan, men soleiðis er tað. Antin eru vit rein grunda á, at vit hava tikið ímóti Jesusi sum okkara Frelsara—ella hava vit ikki tikið ímóti honum! Tað er eingin millumvegur. Gud hyggur bert eftir, um vit eru ílatin Jesu rættvísi ella okkara egnu órættvísi. Antin hava vit fingið semju við Gud við Jesusi Kristi, ella hava vit ikki, og tá eru vit uttan Gud, so statt ógudilig. Mong vilja siga: Eg eri veruliga ikki ógudilig! Havi eg ikki gjørt hatta ella hitt, ella givið mangt og mikið? Men Gud hyggur bert eftir, um vit hava lova Jesusi inn í hjørtu okkara sum Frelsara og Harra. Hava vit ikki tað, so eru vit avgjørt uttan Gud, og Hini gudleysu hava ongan frið, sigur Harrin.

Tann, ið ikki hevur uppliva, hvat friður við Gud hevur at siga, fatar ikki, hvat tað ber við sær at, trúgva, tað kann blandast saman við aðrar hættir fyri frið. Men Guds friður og tann friður, ið heimurin ikki kann geva, er líka so misjavnur sum nátt og dagur, ella sum himmalin og helviti. At liva uttan Gud kann týða eitt miseydnað lív. Har er eingin grá leið. Hjá Gudi er tað eitt antin—ella, frelst ella glatað, rættis ella órættvís, í samfelag við Gud, ella uttan Gud. Bert ein vegur til heimlandi gongur, Jesus sjálvur ein dag legði hann, um á leiðini vegur tín trongur, eina Jesus hann hjálpa tær kann.

Hósdagur 24.11.2011

Harri, eg eri í neyðum, gakk í ábyrgd fyri meg. (Jes 38,14)

Tað eru tíðir í lívið okkara, har vit av ymiskum grundum, kenna okkum kroyst, enntá so hart, at vit ikki sjálv eru før fyri at greiða fløkjuna, sum er til hindurs fyri, at kenna okkum frí. Tá treingja vit til troyst frá Harranum, fyri ikki at missa móti, har vit verða last fast í trupulleikum.

Tá mugu vit festa eygu okkara inn móti okkum sjálvum, fyri at síggja, um tað er nakað, vit hava gjørt skeivt, sum Gud vil, at vit skulu broyta. Ella eiga vit at leggja okkara til, at tað, vit hava løsta, kann blíva heilt aftur. Ganga vit av einum erligum hjarta, tann veg, so vil Gud antin geva okkum troysta og frið, ella vísa okkum, hvat vit skulu rætta uppá. Kenna vit okkum uttan skuld í tí, ið tyngir okkum, so mugu vit við frímóðið biðja: “Harri, eg eri í neyðum, gakk í ábyrgd fyri meg.” Bert tað, at sleppa/kunna biðja hesa bøn, gevur styrkið, so vit vita, at vit ikki aleina skulu bera okkara byrðar, men kunnu leggja tær yvir á Gud, sum hevur umsorgan fyri okkum.

Vit kunnu eisini vera ekkamikil fyri eini og hvørjari uppgávu, ið liggur fyri framman, og sum vit eru bangin fyri vit ikki megna, at gera til vildar. Eisini í tí mugu vit biðja til Gud, tí hann hevur megi yvir øllum okkara uppgávum og trongdum. Og vit kunnu koma hartil, at vit í áliti kunnu siga: “Alt eri eg mentur í honum, sum ger meg sterkan!” Tí kunnu vit vera frímóðið á neyðardegi, tí Harrin vil fría okkum og vera ein skansi móti øllum tí, ið vil tyngja okkum niður.

 

Mikudagur 23.11.2011

Áður enn orðið er mær á míni tungu, tú, Harri, tað kennir til fulnar. (Sl 139,4)

Tað er einki, sum Gud ikki veit um okkum. Hann kennir okkara orð áður enn tey eru søgd, og hevur skil á, hvar vit ganga ella liggja. Eisini vegir okkara kennir hann til fulnar. Um vit fara eina ferð hvar tað so er, so veit Gud tað og fylgir við í okkara hugsanum og orðum. Tað er meira enn vit kunnu fata við okkara viti. Bert trúgvin kann fata, at vit hava ein stóran, almátts Gud. Men hvussu mangan gloyma vit tað ikki. Hugsa vit um, at Gud altíð kennir okkara orð og hugsan, so vildu vit skamma okkum og uttan iva hugsa meira um hvat vit siga og gera.

Gud er ikki ein fíggindi, men er hjá okkum og í okkum. Jesus segði: “Elskar nakar meg, tá varðveitir hann orð mítt, og faðir mín skal elska hann, og vit skulu koma til hansara og gera okkum bústað hjá honum.” (Jóh 14,23) Tað átti ikki at veri fremmand tala fyri okkum, men átti at verði ein kelda til gleði og tøkk. Tað er so stórt, at vit ikki eru før fyri at hugsa so langt, at Harrin Guds almáttur, sum himmalsins Himmal ikki kann rúma, vil koma og seta búgv í okkum og fylgja okkum so neyvt, at hann kennir okkara orð, áður enn tey eru søgd. Gud meinar tað, tá hann sigur, at hann elskar okkum við einum hjartaligum kærleika. Kundu vit bert givið honum eitt greitt aftursvar aftur. Tað er tann einasti háttur vit kunnu níta fyri at vísa okkara takksemi uppá. Hann gongur við lið mína, leiðir meg fram, hann verður ei troyttur sum eg. Við deyða á krossi hann lívið mær vann, hann svíkur ei, svíkur ei meg. (MS. 490)

Týsdagur 22.11.2011

Tí at so mong, sum verða leidd av anda Guðs, tey eru Guðs børn. (Róm 8,14)

Eyðkenni, um vit eru børn av Gudi, er aleina, um vit verða leidd av Anda Guðs. Vit blivu Guds børn, tá vit tóku ímóti Jesusi sum okkara Frelsara, men tað er eitt týdningarmikil framhald. Vit skulu leiðast av Anda Guds fyri framvegis at kunna kallast Guds børn! Hugsa tær til, at vera børn hjá tí stóra almáttuga Gudi! Um tað stóð tænarar, so kundu vit betur forstaði tað, men tað stendur børn. Og eru vit børn, so eru vit eisini Guds og Krists samarvingar. Men legg til merkis uppískoyti: “...so framt sum vit líða við honum, til tess at vit eisini skulu verða dýrmett við honum.” v/17. Tá vit eru Guds børn, so kunnu vit ikki framhaldandi synda. Jóhannes sigur, at vit ikki kunnu synda, so satt mugu vit ikki synda við vilja, tá vit eru Guds synir og døtur.

Heimsins andi sigur. Tað skal bara mangla! Tað skal gjaldast aftur! Men Andi Guds talar til okkum um fyrigeving, um ta so verður heili 77 falda. Og hann sigur, at vit skulu verða  full av kærleika, hjálpsom, fyrikomandi, og altíð, at vera tilreiðar, at vera tann fyrsti at rætta hondina fram til semju. Á tann hátt leiðir Guds Andi okkum. Og vit skulu áhaldandi vera undir hesi leiðslu, um so er, at vit vilja vera nevnd sum Guds børn. Tú, sum okkum tók í favn, tú, sum vildi syndir várar bera; okkum skal tín læra vera lívsins ljós til himna havn. (SB. 80, 2)

Mánadagur 21.11.2011

Áminning

 

Sløkkið ikki andan!  (1. Tess. 5, 19)

Tað er so lætt at sløkkja Guds Anda, bæði hjá okkum sjálvum og øðrum. Vit kunnu vera við til at sløkkja Andan, so eitt møti blívur til eitt einki sigandi møti. Og vit kunnu vera atvold til, at mong ikki við frímóð spyrja ella siga nakað, ið veruliga gevur okkum andaliga hjálp. Tað er eins og tað stendur í einum sangi: “Guds halgi andi, kalla tú á okkum øll, styrk vára trú. Sannfør tú oss um tína mynd, um dóm, um rættvísi og synd.” (MS. 194, 2)  Tað krevst vísdómur, og varliga við Heilaga Andans hjálp, at kunna hoyra, hvat Andin sigur kirkjuliðnum.

Tað er ikki nokk, at hava góðar talugávur. Nógv tala uttan at vera andborin av Guds Anda er eitt tóm sáð, ið ikki ber ávøkstur. Men um so er, at lurta verur eftir, hvat Guds Andi hevur at siga, so kann í tíðini framyvir síggjast ein vøkstur bæði hjá tí einkulta og kirkjuliðnum. Alt hongur saman við, um vit ávirkast av Andanum. Við at sløkkja Andan, so blíva eisini Andans gávur óvirknar, sum eingin meinigheit kann verða fyri uttan, um so er, at hon vil kallast ein livandi meinigheit. “Tað er tykkum at gagni, at eg fari burtur. Tí at fari eg ikki burtur, kemur talsmaðurin ikki til tykkara; men fari eg burtur skal eg senda hann til tykkara. Og tá ið hann kemur, skal hann sannføra heimin um synd og um rættvísi og um dóm. Um synd, av tí at teir ikki trúgva á meg; um rættvísi, av tí at eg fari til faðirin, og tit síggja meg ikki longur; men um dóm, av tí at høvdingin í hesum heimi er dømdur.” (Jóh 16,7 – 11)

Sunnudagur 20.11.2011

Hvussu íðin ert tú, tá tú sóknast eftir kunnleika um Gud?

 

Um tú leitar eftir teim sum eftir silvuri, sóknast eftir teim sum eftir fjaldum gripum, tá manst tú skilja, hvat gudsótti er, og kunnskap um Guð manst tú finna . (Orðt. 2, 4 - 5)

Gud leggur ikki føði í munn okkara, nei, vit skulu sjálv finna hann og gera hann tilreiðar at eta. Á sama hátt er tað við okkara andaliga mati. Vit mugu sjálv leita eftir honum og velja ein innihaldsliga ríka andaliga føði. Og vit eiga at sóknast eftir honum við sama ivri, sum vit vildu brúkt, um so var, at vit leitaðu eftir silvuri.

Tann, sum leitar, hann finnur! , so ljóða Guds lyftir til okkara. Og tað er alt arbeiði vert, at sóknast, tí Guds orð eru ómetaligir dýrgripir og dygd bæði fyri hetta lív og tað komandi. Vit finna einki at virðismeta, um so er, at vit bert seta stuttar stundir av til at lesa Bíbliuna. Grava vit ber eitt líti sindur her og har, so finna vit bert vanligar gráar steinar. Tí Gud mælir okkum til áhaldandi at halda fram at sóknast í orðinum, tí tann, ið leitar, hann finnur. Og jú meira og djúpari, vit grava, tess meira virðismikið finna vit, sum gevur okkum eitt andaligt ríkidømi, sum vit ikki kunnu vera fyri uttan, um so er, at vit vilja at seta okkara vón til, at fullføra okkara reisu móti tí himmalska fosturlandið.

At tæna Gudi er yndisligt, og at ganga hansara vegir geva lívinum meining. Tí eiga vit at grava og venja okkum til, at finna tann mest innihaldsríka, andaliga mat, so vit blíva heilsusterk kristin, okkum sjálvum til gagns og Gudi til æru. Lat í halga orðinum meg skoða teg, Guds lamb, og tína krossarmynd, anda tín lat mínum lívi ráða og umbroyt tú, Jesus, alt mítt sinn. (MS. 66, 3)

Leygardagur 19.11.2011

...og bóru fram fyri Harran fremmandan eld... (3 Mós 10,1)

Í eini tíð, har mong, kastast og rekast higar og hagar av hvørjum lærdóms vindi (Ef 4,14)   og tá ið teir ikki skulu tola hina heilnæmu læruna (2 Tim 4,3) , so er ta neyðugt at kanna okkum sjálv, fyri at síggja, um vit eru brennandi í andanum, ella vit bera fram ein fremmandan eld fyri Harranum. Nádab og Ábihu hildu ikki, at tað gjørdi nakað, um teir broyta  hesa skipan, sum Harrin hevði álagt teimum. Men Harrans vreiði sló út frá tí fremmanda eldinum og brendi teir upp. At broyta Bíbliunnar læru og seta menniskja meiningar inn, er at sammeta við fremmandan eld, sum kveikti Harrans vreiði.

Standa vit føst á orðsins grundvølli, ella eru vit í vissum førum blivin rivin við, av einum ella øðrum lærdóms vindi, sum ikki hevur sín uppruna í Skriftini? Vit mugu spyrja okkum sjálv, um vit halda fast um læru ápostlanna. Okkara tíð er fongd av hesi smittu, at vit sjálv vilja avgera, á hvønn hátt Skriftin skal tulkast og um nakað er gamalt og avoldað, so tað er uttan týdning í dag. Hava vit gloymt, at vit eiga at rista og nøtra fyri ikki at rangtulka nøkur av Guds boðum? Vit mugu spyrja okkum sjálv, um tað er Heilaga Andans eldur, sum reinsar út í okkum, ella, um tað er ein fremmandur eldur, sum brennur eftir okkara vilja. Kom, andi Guds, og køv hvønn neista, sum vil til illgerð okkum freista, ger, sorgtyngt hjarta frískt og lætt, stýr okkum, so vit virka rætt. (SB. 232, 2)

 

 

Mikudagur 16.11.2011

...meðan tey eyðmjúk biðja, leiði og føri eg tey... (Jer 31,9)

Tað er ikki tey andaliga sovandi, ella tey, sum hvíli í sær sjálvum, Gud leitar eftir, men tey eyðmjúku biðjandi, sum í áliti leggja dagin og vegin í hansara hendur, tí tey vita, at tey megna tað ikki sjálv. Endamáli við okkara reisu er so vandafull og ógongd, at mong ikki náa fram, tí tey líta á egnan mátt og ikki í eyðmýkt lótu Gud leiða tey. Vit kenn enn ikki tann vegin, sum vit skulu fara í dag, og vit eru umgird av ósjónligari megi, sum vil hindra okkum vegin á ein hvønn hátt. Men Gud vil leiða okkum fet fyri fet, um so er, at vit í eyðmýkt biðja hann um tað.

 Men vit eru eins og smá børn, sum skjótt gloyma tær skeinur, vit fingu av heiminum, og halda avstað út aftur í vandafullar støður, har vit ikki grynna. Tað liggur til okkum, at káva og vingla okkum fram í egnari megi, so vit sjálv kunnu halda okkum á vegnum, ið vit skulu ganga. Men eins og børnini, sum detta og fáa skeinur, so á sama hátt gongst tað okkum. Hvat skuldu vit gjørt, um so var, at Gud lat okkum liggja og ikki reisti okkum uppaftur? Men Gud er eins og  leirkerasmiðurin, sum, tá eitt ílat miseydnaðist, so byrjar hann at elta av nýggjum, og “tá fór hann aftur at gera burtur úr tí annað ker, so sum hann nú vildi hava tað gjørt.” (Jer 18,4) Vit eru mangan miseydnað, so Gud má byrja av nýggjum. Lesa vit í Bíbliuni, og eru tilreiðar, at taka við læru av okkara føllum, so læra vit sum árini ganga, at biðja um Guds leiðslu. At vera undir hansara leiðslu  og sanna hansara góðvild, er okkara lívs størsta lukka.

 

Týsdagur 15.11.2011

Hvat hevur tú gjørt?

 

Ádam svaraði: »Konan, ið tú setti mær við lið, gav mær av trænum, og eg át.« (1 Mós 3,12)

Vit eru vitni til eina ræðandi avdúking av syndanna oyðilegging. Tá Gud kemur á vitja hjá Ádam og kallar á hann, so goymir Ádam seg, heldur enn at skunda sær til Gud, og játta sína synd, so goymir hann seg. Hann goymir seg og gevur beinleiðis sínum nakni skuldina sum um hann vildi siga: “Tú hevur skapt meg naknan, so eg eri noyddur til at fjala meg.”

Hetta er tað fyrsta tekin um synd, sum enn er galdandi. Vit ynskja ikki at játta hana. Vit goyma okkum og umbera okkum, og á tann hátt royna vit -  yvirfyri bæði Gudi og menniskjum – at umgangast uppgerð við tað, vit hava gjørt skeivt.

Tá Gud kortini helt áfram við samtaluni, og setti Ádam hendan beinleiðis spurning: “Mestur hevur tú etið av trænum, sum eg beyð tær ikki at eta av!” (1 Mós 3,11) , so vísir Ádam ikki minsta tekin um syndajáttan ella angur. Heldur roynir hann enn einaferð at umbera seg og koma við undanførslum, um sín skyldugleika. Hann sigur: »Konan, ið tú setti mær við lið, gav mær av trænum, og eg át.« Og tá Gud so vendir sær til konuna og spyr: »Hvat hevur tú gjørt?« So svara hon á sama hátt. Hon gevur slanguni skuldina.

Hetta atburðarmynstri er eyðkent fyri okkara natúr. Vit vilja á ongan hátt viðurkenna okkara skuld, men royna støðugt, at beina skuldina yvir á onnur og harvið gera okkum sjálv skuldar frí. Sjálvt hjá smáum børnum, sum júst eru byrjaði at toasa, so síggja vit sama mynstri, tað er ikki nakað sum ein hevur lært, men viðføtt.

Óndskapurin stingur enn djúpari, tí Ádam var ikki nøgdur bert at geva Evu skylduna, nei, hann ákærdi Gud sjálvan, at hann er blivin ein syndari. Ádam leggur dent á, at tann sum vildi tøla hann var: Konan, ið tú setti mær við lið”. Hesi orð eru full av vreiði og mótvilja móti Gudi. Tað er eins og Ádam vil siga: “Hetta skarn hevur tú sjálvur koyrt á meg!” Um so var, at tú ikki hevði givið mær konuna, so vildi ikki alt hettan komi yvir meg, ta er tín egna skuld, at eg eri ein syndari!

Eva ber seg at á sama hátt, tá hon sendir ábyrgdina víðari til slanguna, sum Gud eisini hevur skapt. So máttmikil er syndin gróðursett í okkum, at vit ikki sjálvt yvirfyri Guds beinleiðis spurningi kunnu viðurkenna, og biðja um fyrigeving, so blíva vit heldur óð og beisk við Gud, og geva til seinast honum skylduna fyri alt, sum vit hava gjørt. Størri kann syndin ikki blíva.

Tann einasti vegur út úr hesum ónda myrkri er at lurta eftir evangeliinum og boðan tess um fyrigeving syndana í Jesusi Kristi, fyrst tá kanst tú fáa álit á Guds náði og miskunn, so tú torir at møta honum í bøn og játtan.

Á Sandi leygardagi 12.11.2011

Fríggjadagur 11.11.2011

Eisini tá ið vit vóru deyðir í misgerðum okkara, gjørt okkum livandi saman við Kristi... (Ef 2, 5)

Paulus skrivar, at eitt menniskja, sum er andaliga deytt, er leidd av hesum heimsins tíðaranda, ið er eins og ein sterkur streymur, sum tekur alt við sær, so langt sum hann fer, og sum er stýrt av heimsins gudum. Tey andaliga deyðu trúgva, at tey sjálv velja og stýra teirra hugsanum, men tað gera tey bert partvís. Tær týdningarmiklu avgerðir leiðir heimsins tíðarandi tey at taka. Og vera tey ikki frígjørd, við at Gud grípur inn, so vil træla tilveran undir sama heimsins tíðaranda halda áfram við tí, sum fylgir við, at Bíblian talar um tað eina neyðuga, at blíva frelst, er óskiljandi tala fyri tey. Jesus hevði hesi orð fyri tí: “Lati tey deyðu jarða tey deyðu!”

Mong trúgva, at tað er talan um oyðing, tá ein kristin doyr. Men Bíblian vísir heilt greitt, at tað er ikki so. Í Bíbilska orðalagnum blívur eitt og hvørt menniskja, ið ikki er føtt av nýggjum, verur umtala sum at vera útistongt frá at fáa lut í tí æviga lívinum í samfelag við Gud. Tá Ádam og Eva lótu seg freista til at bróta boð Guds, tá mistu tey eitt hvørt samband við Gud, tí tey høvdu valt at taka lut saman við lygnaranum sátan, sum fyri ævir vil vera undir Guds dómi og straff.

Vit mugu velja antin at blíva fødd av nýggjum ella áhaldandi verða deyð í andanum. Liva lív okkara víðari antin heima hjá Gudi ella um ævir saman við djevlinum í helviti. Hetta er kanska hørð tala, men eisini ein sannroyndar upplýsingar, sum Gud gjøgnum orð sítt hevur givið okkum, fyri at eingin skal glatast vegna fávitsku.

 

 

Týsdagur 08.11.2011

...á fjallið, ið mær er ov høgt, tú leiði meg upp!... (Sl 61,3)

Tað, ið alt er ógjørligt fyri okkum, kann Gud hjálpa okkum við. Tað er hendan vitanin, sum fær Dávid til at mæla fyri munni: ”Tí við tíni hjálp bróti eg víggarðar niður, við Guðs míns hjálp geri eg álop á virki.” (Sl 18,30) Tað er hendan megi, ið fekk Paulus til at halda út, tá hann fekk písk, fangahús, mótgongd og trot av fatan frá sínum egnu. Og tað er sama megi, sum fær menniskju til at reisa til ókend umráði og liva í sakni fyri at boða Guds orð, og at bøta um líðingar hjá menniskjum.

Tað eru mong meitilberg, sum eru ov høg fyri okkum, at koma uppá, við egnari megi, tí má tað verða okkara áhaldandi bøn til Gud, at hann vil lyfta okkum upp. Dánial og vinir hansara vóru tryggir í eldovninum og leyvuhellinum, tí Gud í teirra vanda lyftu teir uppá trúar helluna. Og í deyða løtuni eru blóðvitnini enntá blivin so sterk, at tey tóktu ikki til at vika í teirra angist.

Gud er í og yvir øllum lutum. Einki er ógjørligt fyri honum! Trúgva vit tí, so skulu vit ikki óttast tað ókenda ella tað meitilberg, ið er ómøguligt at koma uppá, tí Gud er okkara hjálpari og hevur umsorgan fyri okkum. Tá vit eru í neyð, lyftir hann okkara fót, so vit standa á helluni, har eingin stormur kann skaða okkum. Gud, eg tær prísi, tú klettur mín ert, har kann so tryggur eg vera; einki meg sakar, um altíð eg bert alt vil í bøn til tín bera. (MS. 67, 1)

 

Sunnudagur 06.11.2011

Og  eg sá í høgru hond hansara, sum í hásætinum sat, bók... (Opb 5,1)

Ongantíð áður hevur tað verið tósa so nógv um eina nýggja heimsskiðan sum nú. Og mong lata seg lumpa at trúgva, at ein menniskja gjørd nýggj tíð, kann føra nakað gott við sær. Men tey vera vónbrotin! Jóhannes skrivar, at hann “sá í høgru hond hansara, sum í hásætinum sat, bók”, har heilt vist stendur, hvat, ið vil henda við heiminum og menniskjunum í teimum síðstu tíðum, sum jørðin eigur á. Alt er í Guds hondum, og vit kunnu undrast á, hvat hann í sínum ráði hevur avgjørt, skal koma yvir jørðina og oyða alt, ið er smitta við synd. Og tá uppbyggir Harrin sína nýggju heimsskipan, nýggjan himmal og eina nýggja jørð.

Nútíðar, framkomnu menniskju síggja fram ímóti tí nýggju heimsskipan og gloyma tí, at gera seg tilreiðar til tað stund, har Gud sigur steðga. Vit eiga ikki at trúgva, at alt áhaldandi verður eins og áður. Guds orð sigur, at jørðin er í síni síðsta tíðarskeiði. Og tá tann tíðin er at enda komin, so verður ikki meira tíð givin. Tað er tí av størsta týdningi, at vit ikki lata okkum tálma ella seinka í at liva okkara lív í samfelag við Gud. Okkara orð, hugsanir og gerðir mugu vera málrættaðar í trúskapi móti Guds orði, og vit mugu vera ídnir arbeiðarar fyri hansara søk. Tá fáa vit megi til, at standa nútíðar vantrúðar anda ímóti og í trúgv gera okkum tilreiðar. Kanska sigur Gud steðga longu í okkara tíð. Nú syngi eg so væl eg kann og heiðri Jesu navn, men betur songur ljóða skal í himna tryggu havn. (MS. 563, 5)

 

 

Hósdagur 03.11.2011

Harm mín hevur sjálvur tú talt, tár míni eru goymd í tíni skál og bók. (Sl 56,9)

So leingi tað gongur okkum gott, so sigur hetta ørindi okkum ikki nógv. Men ikki øll hava viðburð og eydnu, men kunnu gjøgnum longri tíðir fáa sorg sum gest. Til tey eru hesi orðini av Dávidi søgd. Og mong hava uppliva, at morgun gleði er endaður í kvøldað gráti. Lívs mynstri broytist so skjótt, og mong av okkum hava haft ella fáa tíðir, har vit falla tár.

Tey tár, sum eru skriva í Guds bók, eru ikki hvørji sum helst tár. Vreiði tár mugu vit sjálv halda skil á, harafturímóti er angursins tár yvir syndir okkara dýrmett hjá Gudi, tí tey væta Guds akur, so orð hansara fáa betri gróðrarlíkindi. Lina Sandell hevur skriva hesi vøkru orð í einum av sangum sínum: Hann øll hár á høvdi telur, hann hvørt tár úr eyga fjelur, okkum føðir, okkum gleðir, gleðir, um so sorgin bagir. (MS. 51, 4)   Mitt í mótgongd og sorgar løtum kunnu vit finna troyst hjá Gudi.

Bíblian vísir okkum greitt á, at Gud er nær hjá teimum, sum eru niðurnívd. Vit síggja hansara umsorgan fyri okkum, tá hann sigur: Óttast ikki!, tá vit eru full av angist. Gud hevur umsorgan fyri okkum í tí minsta luti. Okkara hár á høvdinum kennir hann og veit tal á, og tali á okkara tárum standa skriva í hansara bók. Tá hann kennir til so mong viðurskiftir í lívi okkara, so mugu vit trúgva, at tá hann í teimum minstu lutunum kennir til alt, so má hann vita alt annað um lív okkara. Hann, sum vinur ber av øðrum, veit um alt í øllum førum.

 

Mánadagur 31.10.2011

Gleðið tykkum í Harranum altíð! Eg sigi uppaftur: Gleðið tykkum! ( Fil 4,4)

Megintónin hjá  Guds fólki skal verða gleði og aftur gleði. Jesus sigur: “Sæl eru tit!” (Matt 5,11) , og ikki, at vit einaferð blíva sæl. Lívið saman við Jesusi, er sjálvt í tungum tíðum eitt lív í gleði. Men sonn kristin, hava til allar tíðir veri ástoytur fyri heimin. Kenna vit ikki til heimsins mótstøðu, sum eisini kann fevna um forfylging, er tað tí, at vit liva okkara kristna lív fyri okkum sjálv, og ikki fara út í markina fyri Guds ríkis søk. Royna vit at tala ella vitna reint og klárt um okkara Bíbil trúgv, og um okkara kristnu trúgv, ella taka frástøðu frá nøkrum av tí, ið heimurin elskar, tá vilja vit skjótt fáa mótstøðu at kenna. Men sjálvt tá, er gleðin okkum nær, og orðini: “Sæl eru tit, tá ið tey spottreka tykkum og forfylgja tykkum og við lygnarorðum tala alt ilt um tykkum fyri mínar sakir.” (Matt 5,11), fáa ein serstakan týdning. At vera ein kristin, er at seta trúnna á Jesus høgt á eina stong, so øll kunnu síggja tað. Harvið órógva vit samvitskuna hjá teimum vantrúgvandi, og mong fara í mótálop móti okkum.

Víst so, kenna kristin til mótgang og plágur, men gleðin at hoyra Harranum Jesusi til, skuggar yvir plágurnar, tí vit vita, at vit eru ávegis til tað æviga landi, har eingin plága ella sorg er at finna. Sælasta vissa! Jesus er mín! Hann er mín hirði, nevnir meg sín. Sælasta vissa! Bjartasta mál! Jesus meg keypti, likam og sál. Jesus mín gleði, lovsongur mín ljóða skal altíð, altíð til tín. Heima hjá Gudi æviga tíð sál mín skal frøast, fegin og frí. (MS. 438, 1)

 

Sunnudagur 30.10.2011

Føddur av nýggjum

 

»Sanniliga, sanniliga sigi eg tær: Eingin kann síggja Guðs ríki, uttan hann verður føddur av nýggjum.« (Jóh 3,3)

At blíva føddur av nýggjum er eitt so stórt inntriv frá Guds síðu, at tað virkar eina andaliga og siðaliga broyting. Hava vit áður veri tænarar hjá djevlinum og haft okkara gleði í heimsins lættlivandi hugburði, so er tað nú annarleiðis. Nú tæna vit Gudi við gleði, og vit hvørki kunnu ella vilja longur taka lut í, tí, sum heimurin hevur at bjóða av síni gleði. Tað nýggja lyndi Gud leggur niður í okkum, ynskir at liva saman við Gudi, og varðveit tann undurfulla friðin, sum hann gevur, tá vit fylgja honum.

Mong hava hug til at koma við undanførslum, tá tosa verður um tað nýggju føðingina. Men hendan undanførsla kann ikki avnoktað, at vindurin blæsur við nógvari megi, uttan at vit síggja tað. Á sama hátt við Heilaga Anda. Hansara verk kann síggjast og upp livast, men Andin sjálvur kann ikki síggjast. Eins líti, og at vit kunnu avnokta, at vindurin er til, eins líti kunnu vit avnokta, at Heilagi Andi er mentur til at broyta eitt menniskja, so tað blívur eitt fyrr og eitt nú, millum tað gamla og tað nýggja.

Um so var, at eingin hevði haft tað sannroynd, at uppliva megina í vindinum, so kundu tey ikki fata, at nakað, ið ikki kann síggjast, kann hava slíka megi. Tey, sum ikki kenna til Guds skapar megi, sum kann broyt og gera alt nýtt í einum menniskja, kunnu heldur ikki fata, at hetta er gjørligt. Eitt mannavit kann heilt einkult ikki fata tað. Men ein og hvør, ið bjóðar Gudi inn í lív sítt, og er tilreiðar til, at lata hann standa til róðurs, vil uppliva at vera føddur av nýggjum. Og eingin kemur inn um tað gylta portri í Himli, sum ikki er føddur av nýggjum. “Sanniliga, sanniliga sigi eg tær: Eingin kann koma inn í Guðs ríki, uttan hann verður føddur av vatni og anda. Tað, sum er føtt av holdinum, er hold, og tað, sum er føtt av andanum, er andi.” (Jóh 3, 5 - 6) Tú sál, sum mót ævini gongur, á hoyr eitt boð nú frá honum, hvørs orð aldri doyr! Og lat hendan boðskap, til hjarta títt ná: Tú aftur føðast má! (MS. 329, 2)

 

Hósdagur 27.10.2011

So satt sum Guð er trúfastur, so er tala okkara til tykkara ikki bæði ja og nei. (2 Kor 1,18)

Paulus slerdi fast, at tað, vit siga, ikki bæði kann vera ja og nei. Siga vit ikki eitt klárt ja til Gud, so má hann royna okkum, ið kann vísa hvat vit meina. Móses segði við Ísrael: “Og tú skalt hava í huga, hvussu Harrin, Guð tín, í hesi fjøruti árini hevur leitt teg í oyðimørkini, til tess at eyðmýkja teg og royna teg og vita, hvat ið mundi búgva tær í hjarta, hvørt tú vildi halda boðorð hans ella ikki.” (5 Mós 8,2) Lívið er ein avbjóðing, sum krevur svar, og vit kunnu ikki lumpa Gud við at gykla við einum ja og einum nei.

Menniskjuni hava gjøgnum tíðirnar stríðst fyri at halda fast við tað mál tey hava sett sær fyri. Í eini gamlari bók stendur ein tekstur, sum er nógv talandi: “O, Harri, vit biðja um eitt lyndi, sum kann bera vónbrot og eyðmýking!” Og seinri í somu bók: “Vit mugu biðja Gud um, at seta okkum uppá pláss.” Ísraels fólk, tá tey gingu gjøgnum oyðimørkina, har tey upplivdu í øllum førum, at vera tengd at Gudi, og fingu lært, at eitt aðruhvørja ferð tey søgdu ja og nei førdi tey bert longur út í meira eyðmýking.

Vit mugu biðja um eitt lyndi, sum kann bera vónbrot og eyðmýking, annars eru vit ikki før fyri at halda fast við okkara ja til Gud. Vit eiga at kenna okkara pláss sum tænarar, sum sigur ja og gerð tað, sum Harri hansara vil. Kristindómur er ikki annaðhvørt ja ella nei, men at gera eitt valg, tá Gud kallar okkum, og harnæst stríðast av øllum alvi fyri at halda fast við okkara ja til hansara, eisini gjøgnum vónbrot og eyðmýking. Vel í dag, hvønn tú vilt fylgja, Kristus ella myrkurs drott! Vel í dag, um tú vilt stríða, trúnnar reina, góða stríð! (MS. 289, 1 & 2)

Mikudagur 26.10.2011

Konan sigur við hann: »Harri, eg síggi, at tú ert ein profetur. (Jóhs. 4, 19)

Tað má hava verið eitt sjáldsamt møti við Jákupsbrunn í Sykar henda sólríka morgun. Har møttust tey, Jesus og kvinnan, sum livdi eitt syndafult lív. Jesus visti, at hann kendi hana. Hann hevði ikki lisið um hana í bløðunum ella hoyrt nakað frá næstingum. Tey vóru jú av hvør sínum fólkaslagi. Og her kom hann og segði henni frá øllum teimum monnum hon hevði havt í lívi sínum.

Tað má hava verið ræðandi. Men eisini trygt. Tí hon mátti sanna, at hon í veruleikanum hevði møtt einum profeti. Ja, hon sær enn meira: Messias! Tonk – her! Við okkara brunn! Saman við mær!

Jesus er profetur. Hann veit og kennir alt.   “Og eingin skapningur er fjaldur fyri ásjón hansara; men alt er nakið og bert fyri eygum hansara, sum vit standa til svars fyri.” (Heb. 4, 19)

Ræðandi? Ja, men samstundis trygt. Tí Jesus kemur ikki við dómi. Hann kemur við frelsu. Skuldi hann fari frá himlinum til kross og deyða, bert fyri at døma? Nei! Hann kemur við frelsu til øll, sum eru undir Guds dómi fyri teirra syndir.

Tú ert líka so nakin fyri honum eins og kvinnan við brunnin var. Kanska liggur synd tín ikki so tjúkk uttan á tær sum á henni, men Jesus sær inn um húðina, og har eru vit øll eins. Vit eru syndarar.

Okkara einasta bjarging er at verða úrlatin, tí so kann hann lata okkum í nýggj klæðir. Kvinnan við brunnin fekk eitt heilt nýtt lív við at møta Jesusi. Hon játtaði, tá hann avdúkaði syndir hennara. Hon bað um tað livandi vatn til reinsan av syndum sínum. Tú mást eisini geva Jesusi rætt, og lata hann gera sín gerning í tær.

Jesus sær alt. Ikki bert dagin í dag, men eisini dagin í morgin. Tað, sum her og nú kann virka ræðandi, kann blíva mín stóri tryggleiki. Eg eri so óvitandi, lítil og veikur. Men eg eri tryggur hjá honum, sum sær meg og kennir alt.

Nakin kom eg í verðina, og nakin fari eg úr henni aftur. Og nakin standa vit yvir fyri Jesusi. Men hann vil ikki bert avklæða teg. Hann vil geva tær nýggj klæðir. Síni klæðir. Tá ert tú tryggur.

 

 

Mánadagur 24.10.2011

Bert sum ein skuggamynd maður gongur, bert tómleiki er allur hans hávi, hann savnar, men veit ei, hvørjum tað ognast. (Sl 39,7)

Jesus segði við Martu: “Marta, Marta, tú gert tær ónáðir og stríð av mongum; v42 men eitt er neyðugt.” (Luk 10,41—42)   Hóvasták  er eitt eyðkenni fyri tíð okkara, men mitt í hesum hóvastákið gloyma mong, at eitt er neyðugt, tann grundleggjandi parturin, at sita við Jesu føtur og taka sær tíð til at hoyra, hvat hann hevur at siga okkum. Ognir og pengar eru einki verd, tá lívið er við at koma til endans. Harafturímóti hevur tað ein ævinleikans týdning. At liva lívið í samfelag við Gud, er eins og Paulus skrivar tað: “við tað at tit vita, at arbeiði tykkara ikki er burturspilt í Harranum!” (1 Kor 15,58)  Tað er nakað at síggja fram til, sum fylgir okkum inn í ævinleikan. Tað er eitt ósjónligt mark, nøkur arbeiða fyri pengar og eini betri støðu, men tað gevur bert tómleika, tí tað eru bert deyð ting. Onnur velja, tað eina neyðuga, at seta Gud fyrst í øllum, og at takka fyri dagligt breyð og alt, sum vit hava fyri neyðini í daglig degnum. At vera ríkur er ikki í sær sjálvum nøkur synd, men tað eigur ikki at fáa fyrsta pláss í lívið okkara, tað eigur bert Gud at fáa.

Í sálma 39, 7 stendur at lesa: “Bert sum ein skuggamynd maður gongur, bert tómleiki er allur hans hávi...” Ein skuggi setur ikki slóð eftir seg. Bert tað eina neyðuga, tað, at hoyra Harranum til hevur ævinleikans týdning. Tann, sum hoyri Harranum til, “er eins og træið, plantað við áarløkir.” (Sl 1,3) Tað vil so siga, at tað ikki skal tróta gleði og innihald í lívið teirra. Taka vit okkum tíð til, at sita við Jesu føtur, so verður tað ikki tómt í lívið okkara.

Leygardagur 22.10.2011

Tí at tað fær yndi, um einhvør av samviti við Guð tolir tvørleikar og líður sakleysur. (1 Pæt 2,19)

Gud hevur álagt okkum, at vit, hvar tað enn er, vit koma, so eiga vit at seta dáma á við tí sama sinnalag, sum var í Kristi Jesusi. Hann mutaði ikki ímóti, tá hann fekk skeld, men boygdi seg fyri órøttum, djevulin er altíð tilreiðar at gera smámál til stórt stríð og misskiljing til fíggindaskap. Men Gud sigur, at tað eiga vit at finna okkum í. Hava vit hansara náði, eru vit rík nokk til at taka okkum av tí. Tann kristni sigur frá sær, at nýta minni penar hættir, sum tey ikki kristnu kanska nýta. Og tann, sum hevur Jesus í sínum hjarta, eigur altíð at hava fyri eyga, at birta frið og ikki lønar aftur við at koma við meira trupulleikum, ið kunnu skaða bæði ein sjálvan og onnur.

Tað stríði hevur sín prís, tí hondin er longu í gongd við at handla ella muðurin tilreiðar at koma við ljótum orðum, áður enn vit kunnu hugsa okkum um. Kristindómurin er ikki bert vøkur orð, men ein Guds fyriskipaður lívsháttur, ið tekur atlit til onnur og altíð minnist, at vit sjálvi feila, sum onnur skulu bera yvir við. Guds ríkið er uppbygt á fyrigeving, atlit, ærligur og sannleiki. Lygn, illsinni og kávalæti koma frá djevlinum og hevur ongan lut í Guds Ríkið. Tann, sum kann fyrigeva og finnur seg í tvørleikum, sjálvt um tað er av órøttum, upplivir, at Guds sólstrálur eru júst at finna, har hon/hann havur sítt yrki. “Tol tú fyri tín part ilt sum ein góður hermaður Krists Jesu.” (2 Tim 2,3)

Hósdagur 20.10.2011

Ráðgevarin

 

...navn hans skal verða kallað undur, ráðgevi, veldigur Guð, faðir, friðarhøvdingi. (Jes 9, 6)

Vit koma øll í tað støðu, at vit veruliga treingja til ein ráðgeva. Jesus er ráðgevin, sum sær til botns í okkum og okkara trupulleikum, og sum altíð sær ein góðan útveg. Tá vit ikki sum skjótast fara til hansara, er tað tá tí, at okkara trúgv dregur á bæði, tá umræður, sum vit ikki sjálv megna at síggja til botns í? Tað er ikki torført at trúgva, tá tað fevnir um onnur, men meira tungt, tá tað er okkum sjálvi tað geldur, tí eiga vit í trúnaði at uppbyggja okkara álit á Gud í teimum døgum, har tað er kvirt um okkum, og har byrðan er til at bera. Men vit bíða mangan til neyðin bankar á dyrnar, og vit eru ráðleys. Mong eru blivin so knúst undir byrðuni, at tey ikki hava megna at bera hana og í ráðloysi taka sítt egna lív. Men tað er ein íblástur frá djevlinum, tí hann vil, at vit skulu enda í vónloysi og í tí fara inn í deyðan.

Vit fáa eina sanna ráðgeving frá Gudi, við at lata Bíbliuna verða okkara grundvøll, har vit byggja okkara lív á. Tá vil Andi Guds livandi gera orði fyri okkum, og geva okkum ljós á vegin, ið vit skulu ganga. “Við hvørjum skal ungur halda leið sína reina? við at halda seg eftir orði tínum.” Og: “Eg orð tíni goymi í mínum hjarta, fyri at eg ikki skal synda móti tær.” (Sl 119, 9 &11) Kann tað sigast meira greitt og einkult? Jesus er kallaður fyri orði, og hann er at finna í Bíbliunnar orði. Tí fáa vit tann besta ráðgevan, sum finst. Vit kunnu bert rætta hondina út, og taka Bíbliuna fram og taka orði til okkum.

Týsdagur 18.10.2011

 

Stórum eg gleðist í Harranum... (Jes 61,10)

Mangan hoyra vit orðini: “Eg gleði meg!” Og sjálvsagt hava vit loyvi til, at gleða okkum yvir alt tað, ið Gud gevur okkum loyvi at uppliva. Men mangan tørvar tað nakað. Tann gleði, sum fyllir okkum, hevur mangan sína rót í nøkrum, sum er stuttvarandi, sum tað av røttum er sagt í einum sálmi: “Hví skal eg lúta høvur mítt, hví skal eg ikki hyggja frítt, hví skal eg sorgarbundin gá og vita hvørki veg ei ráð, tí hann, sum skapti heimin her, hann góður faðir øllum er.” (SB. 479, 1) Tann gleði, vit hava í Gudi, er ikki skiftandi eins og sólskin og yvir skýggja, tí Guds náðisól ljómar um ævir.

Mín sál skal gleðast, sigur sálmaskaldið, tí hann klæddi meg í frelsu búna, og hevur balla meg í rættvísis skikkju. Hvør kann tá ákæra okkum, tá vit eru umgird av Guds rættvísi, og okkara skitni synda búni, er umskiftur víð frelsu búnan? Eg gleði meg,  yvir Guds mongu tímeligu  vælsignilsir, men mest yvir, at hann klæddi meg í frelsu búnan. O, hvat mín sál tá verður glað, tá Harrin vil mær hýsa í sínum fagra himlastað, har allar sólir lýsa. SB. 492, 4)

 

Sunnudagur 16.10.2011

Naglamerkta hondin

 

Sí, í mína hond havi eg rist teg... (Jes 49,16)

Hesi orð eru ein váttan um, at Harrin hvørki vil ella kann gloyma Zion. Og tað samsvarar við tað vit lesa í SL., har tað stendur: “Teir hava stungið meg gjøgnum hendur og føtur.”  (Sl 22,17) Prísurin fyri at keypa okkum frí stendur sum ævigt tekin í Jesu hondum. Eftir sína uppreisn vísti hann sínar naglamerktu hendur fyri Tummasi, og ivin hvarv og bleiv avloyst av trúgv og tilbiðjan. Tað er eins og Jesus vil siga við okkum: “Óttast ikki!” Átti eg at gloymt teg, so má eg fyrst gloyma mínar hendur! Vit fata ikki tann stóra kærleik, ið Gud elskar okkum við, ella tann høga prísin hann mátti gjalda fyri okkum. Men tað eigur at fáa okkum at lyfta okkara høvd, sjálvt í ringum tíðum, og ikki at gloyma at takka fyri tað Jesus gjørdi og áhaldandi gerð fyri okkum.: “Vit hava ein slíkan høvuðsprest, sum er setstur høgrumegin við hásæti hátignarinnar í himnunum, sum halgitænari í halgidóminum og hini sonnu tjaldbúðini, sum Guð hevur reist og ikki maður.” (Hebr 8,1-2)

Vit eru ikki latin eftir aleina í einum heimi, ið er merktur av synd, men dýrgoldin við Jesu blóði. Tí mugu vit mangan brýnast, so vit kunnu leggja av okkum tað, ið hindrar okkum í at vaksa í kunnleika um Gud, og við størri ágrýtni stremba eftir at liva eitt heilagt lív, so Jesu sáttargerð deyði, ikki var til einkis. Ein blóðig hon nú bankar á tínar hjartadyr, hon bankar í  dag og troyttast ei; hin naglamerkta hondin skal frelsu bera tær; lat upp nú og svara honum ja. (Sigurstónar 158)

Leygardagur 15.10.2011

Matur mín er at gera vilja hansara

 

...Faðir mín arbeiðir til nú...  (Jóh 5,17)

Vit hugsa okkum mangan Faðirin sitandi óvirknan í tí himmalska hásæti við eingla skærum rundan um seg. Men Jesus sigur, at Faðirin arbeiðir, og at hann eisini arbeiðir. Alt tað, hann hevur skapað fær ikki loyvi til at vera uttan eftirlit. Guds skapandi máttur heldur øllum uppi, til hann vil, tað skal falla. Hann fylgir vegi okkara, hann sær hugsanir okkara og gevur okkum mátt, tá vit ferðast eftir ókendum gøtum, sum føra til glatan, og hann fylgir okkum, tá vit ganga tann vegin, sum hann vísir á og vælsignar.

Tann endaligi sigurin yvir mótstøðuni, sátan, kemur ikki av sær sjálvum, men gevur Gudi nógv arbeiði. Hann hevur sagt í sínum orði, at sigurin er hansara, men tað má alla tíðina umskipast, grunda á tað, at sátan voldir bæði Gudi og hansara heilagu ónáðir. At arbeiða fyri Gud, er av so stórum týdningi, at Jesus ikki helt seg aftur fyri, at grøða ein mann um hvíludagin. Í hesum sambandi var tað, at Jesus segði: “Faðir mín arbeiðir til nú; eg arbeiði eisini.”, og vísir til, “at tað, sum hann ger, tað ger eisini sonurin somuleiðis.” (Jóh 5,19) Gud hvílir ikki, áðrenn hansara arbeiði sigrandi er  komi at enda. Á sama hátt setti sonurin alt inn fyri, at gera Guds gerning, og segði: “Matur mín er at gera vilja hansara, sum meg sendi, og at fullføra gerning hansara . (Jóh 4,34)

Vit eru luttakandi í hesum arbeiði, og at tað verður útint. Tað er greitt sagt til okkum, at vit eru sendiboð í Kristi stað, og at vit skulu fara út, og gera øll fólkasløg til lærusveinar hansara. Og tá alt er tilreiðar, tá fara øll Guds fólk til hansara sabbatshvílu. Og sum vit eisini lesa: “Ja, sigur andin, teir skulu fáa hvíld frá møði síni, tí at gerningar teirra fylgja teimum.” (Opb 14,13) Faðirin, Sonurin og Heilagi Andi arbeiða, og vit eru kallaði til, at arbeiða við. Arbeið, tí náttin kemur, arbeið, tá rísur sól, arbeið um middagstíð, arbeið, tá setur sól, arbeið, tá myrkri sígur yvir skýmdan hól. Liva til Harrans æru, nýt hvørja løtu væl, so skal, tá náttin kemur hvíldin vera sæl. (MS. 616)

 

 

 

 

Fríggjadagur 14.10.2011

...at vera eitt prýði fyri læru Guðs, frelsara várs. (Tit 2,10)

Túsundavís av prædikum  kunnu fara eins og vindur yvir høvdinum á okkum, og nema ikki okkara hjarta og bøta einki um tann longsul eftir at vera nær frelsaranum, men ein vitnisburður frá einum menniskja, sum hevur liva mong ár í samfelag við Gud, hevur so stóran týdning, at sjálvt eitt fryst hjarta kann bráðna. Skulu vit verða eitt prýði fyri Guds frelsu, so mugu vit leggja frástøðu frá óvinarlig og særandi orð og tráa eftir, at uppbyggja heim okkara, so tað verður eitt heilagt heim fyri Gudi. Tað er gjøgnum okkara orð og gerningar, vit skulu mála eina mynd av okkara Frelsara. Eins og hendan mynd verður, og á hendan hátt trýr heimurin hvussu Gud er. Vit kunnu, ja, vit eiga at vera eins og ein prýðislutur til Guds æru. Men eru vit tað? Skunda vit fram fyri at náa hesum málinum? Vit hava orsøk til, at biðja Gud reinsa okkum við Anda sínum, so vit veruliga kunnu blíva eitt prýði fyri læruna um hann, sum “dró meg upp úr undirgangsins djúpi, úr tí botnleysa díki; hann setti mínar føtur á klettin og gjørdi føst míni fet.”  (Sl 40,3)

Eitt prýði er nakað, ein hyggur eftir við gleði og er hugtikin av. Tað koma vit ikki sovandi til, men mugu seta alla okkara orku og vilja inn, og at hjálpa hvørjum øðrum at náa málinum. Sátan veit, hvussu vandamikið tað er, um so er, at tvey ella fleiri standa saman um, at fáa tað ónda út úr okkara hjørtum og heimum. Tí leitar hann eftir einum, sum kann hála okkum niður, tá Andi Guds vil lyfta okkum upp. Lat okkum tí stremba eftir, at lyfta hvønn annan upp og verða eitt prýði fyri Jesus.

 

 

Hósdagur 13.10.2011

Um nakar ikki verður verandi í mær, verður hann kastaður út sum ein grein og følnar: tey henta tær saman og kasta tær í eldin, og tær brenna .(Jóh 15,6)

Tað fyrsta, sum hendir, tá sambandi millum menniskju og Jesus ikki er í lagi, er at vit andaliga steðga upp. Um so er, at ein grein er brotin av víntræðnum, so hon ikki meira fær sevju frá bulinum, so vilja bløðini skjótt torna upp, og skjótt doyr øll  greinin. Tað er tað sama, sum hendir við okkum, sigur Jesus. Um so er, at vit ikki eru fast ankraði í honum, so vil tað bert verða turr skróvandi bløð, tá vit ávirkast av Guds Anda.

Mong byrja við grønum bløðum, sum vitna um gott samstarv til træið, Jesus Kristus. Men so sníkti líkasælan seg inn, og uttan at varnast, so byrja bløðini at følna, og tann andaliga trongdin til at vera í samband við Jesus broyttist til holdborna tráðan eftir heimsins tilboðum. Og tey turru bløðini vitna meira og meira um eina grein, sum er brotin av, og ikki longur fær sevju frá trænum. Tað álvarsama er, at tað kemur ein dagur, har urtagarðs maðuri sker hesar følnaðu greinarnar av, sum so verða samlaðar saman fyri at blíva brendar.

Við hesi frásøgn vísir Jesus á, hvussu neyðugt tað er, at vera verandi í honum og súgva megi, so øll okkara bløð kunnu grønkast og at vit bera frukt. Vit eiga tí hvønn dag at hyggja eftir okkara bløðum. Eru tey frísk og grøn, og kunnu tað koma nýggjar fruktir? Vit eiga ongantíð, at taka tað róligt, og siga, at eg hevði gott samband við Jesus. Vit eiga eisini at hava tað í dag, og ikki sláa okkum til tols við, at tað koma følna bløð á greinar okkara.

 

Mánadagur 10.10.2011

Og tá ið eg eri farin burtur og havi tilbúgvið stað fyri tykkum, komi eg aftur og skal taka tykkum til mín, til tess at har sum eg eri, skulu tit eisini vera. (Jóh 14,3)

Hesi orð vísa á, at “Harrin skal stíga niður av himni við kallandi rópi, við høvuðseingils rødd og við Guðs basúnu, og tey, sum eru deyð í Kristi, skulu fyrst rísa upp; síðan skulu vit, sum liva, sum verða eftir, saman við teimum verða rykt burtur á skýggjum til fundar við Harran í luftini; og so skulu vit altíð vera saman við Harranum.” (1 Tess 4,16—17)

Jesus bað: “Faðir, eg vil, at teir, sum tú hevur givið mær, eisini skulu vera hjá mær”.  (Jóh 17,24)   Tann løtan, har tað hendir, kann koma áður enn vit vara  tað. Tað síðsta uppgerðin áðrenn túsundáraríkið nærkast. Og tað sær út sum um Jesus áðrenn hevur heinta øll, sum hava tikið ímóti honum sum frelsara. Vit vildu ikki fingið so mangar áminningar um, at vera tilreiðar, um so var, at tað er ein grund fyri áminning um, at vera vakin.

Vit hava so lætt við, at blíva bundin av ymiskum lutum, men eitt er neyðugt: “At vera tilreiðar, tá Jesus tekur tey, hann kennir sum síni, upp til sín.” Lat heimin verða aleinaðan um í tankaloysi at stuttleika sær, og liva í sús og dús og uttan Jesus. Vit eiga at venja okkum altíð at hava Jesus við og hava hann fyri eyga. Longsulin eftir, at møta Jesusi má økjast frá tíð til tíð. Ein dag kemur hann í himmalsins skíggjum fyri at taka síni heilagu heim. Mong vilja varða latin eftir, tí tey ikki vóru tilreiðar. Máttu vit veri eins og fremmand í eini spiltum heimi og bert hava longsulin eftir tí, sum er í erva, so heimsins tómleiki ikki kann tøla okkum. Tá basúnin ein dag ljóða skal, og tíðin úti er, tá hin fagri morgun rennur upp við frið, tá ið Harrin kemur niður, og øll síni heim hann ber, tá hin frelsti skarin savnast , eri eg við. (MS. 579, 1)

 

Sunnudagur 09.10.2011

Og tá ið eg eri farin burtur og havi tilbúgvið stað fyri tykkum, komi eg aftur og skal taka tykkum til mín, til tess at har sum eg eri, skulu tit eisini vera. (Jóh 14,3)

Hesi orð vísa á, at “Harrin skal stíga niður av himni við kallandi rópi, við høvuðseingils rødd og við Guðs basúnu, og tey, sum eru deyð í Kristi, skulu fyrst rísa upp; síðan skulu vit, sum liva, sum verða eftir, saman við teimum verða rykt burtur á skýggjum til fundar við Harran í luftini; og so skulu vit altíð vera saman við Harranum.” (1 Tess 4,16—17)

Jesus bað: “Faðir, eg vil, at teir, sum tú hevur givið mær, eisini skulu vera hjá mær”.  (Jóh 17,24)   Tann løtan, har tað hendir, kann koma áður enn vit vara  tað. Tað síðsta uppgerðin áðrenn túsundáraríkið nærkast. Og tað sær út sum um Jesus áðrenn hevur heinta øll, sum hava tikið ímóti honum sum frelsara. Vit vildu ikki fingið so mangar áminningar um, at vera tilreiðar, um so var, at tað er ein grund fyri áminning um, at vera vakin.

Vit hava so lætt við, at blíva bundin av ymiskum lutum, men eitt er neyðugt: “At vera tilreiðar, tá Jesus tekur tey, hann kennir sum síni, upp til sín.” Lat heimin verða aleinaðan um í tankaloysi at stuttleika sær, og liva í sús og dús og uttan Jesus. Vit eiga at venja okkum altíð at hava Jesus við og hava hann fyri eyga. Longsulin eftir, at møta Jesusi má økjast frá tíð til tíð. Ein dag kemur hann í himmalsins skíggjum fyri at taka síni heilagu heim. Mong vilja varða latin eftir, tí tey ikki vóru tilreiðar. Máttu vit veri eins og fremmand í eini spiltum heimi og bert hava longsulin eftir tí, sum er í erva, so heimsins tómleiki ikki kann tøla okkum. Tá basúnin ein dag ljóða skal, og tíðin úti er, tá hin fagri morgun rennur upp við frið, tá ið Harrin kemur niður, og øll síni heim hann ber, tá hin frelsti skarin savnast , eri eg við. (MS. 579, 1)

 

 

Mikudagur 05.10.2011

Hvat eru vit leyskeypt frá?

...Hann (Jesus) kundi keypa tey leys... (Gal 4,5)

Bíblian talar um, at vit eru leyskeypt. Hvat er tað vit eru leyskeypt frá? Vit eru leyskeypt frá lógarinnar kravi. Gud kann ikki víkja frá tí minsta prikki í lógini, men tað kravi frá lógini er so stórt, at einki menniskja kann uppfylla hana, tá máttu vit eins og Jesus veri fullkomin. Hann uppfylti lógina, tí hann var uttan synda. Vit lesa tað so gott: “Men tá ið fylling tíðarinnar kom, sendi Guð son sín, føddan av kvinnu, føddan undir lóg, til tess at hann kundi keypa tey leys, sum vóru undir lóg, so at vit kundu fáa sonarættin.” (Gal 4,4 - 5) Øll lógarkrøv og byrðar vóru lagdar á Jesus, og hann uppfylti tey. Paulus sigur, at við trúnni eru vit, blivu krossfest við honum, og risin upp við honum sum nýggj menniskju. Jesus hevur leyskeypt okkum frá lógarinnar banning, við tað at vit við trúnni fáa lut í rættvísini, sum Jesus vann við at uppfylla hana. Tí kann Gud fyrigeva okkum og geva okkum sonarrættin hjá sær. Deyðin er yvir vunnin av tí stóra sigri. Tað bíðar eingin dómur, fyri tey, ið trúgva á Jesus.

Tá vit síggja, hvat vit eru leyskeypt frá, so kemur lovsangurin av sær sjálvum frá okkara innara. Vit hava ein stóran Gud, sum í kærleika tekur sær av okkum. Tað, ið vit ikki megnaðu, tað gjørdi hann við at senda son sín til okkara. Vit vóru øll í Ádami, tá hann fall í synd, og øll í Jesusi, tá hann vann okkum æviga bjarging. Ein gleði boðskapur er tað, at vit eru leyskeypt frá Guds lóg, sum bert kann aga, og á ongum sinni frelsa. Guds orð og lyfti ei kunnu svíkja, nei, fast tey standa, um fjøll enn falla; um aðrir stuðlar enn detta, víkja, Guds lyfti svíkja ei tá. (Sigurstónar 362, 1)

 

Týsdagur 04.10.2011

Teir reypaðu av at vera vísir, men vóru fávitskutir... (Róm 1,22)

Vit vilja gjarna umber okkum fyri at káva út yvir tað, vit eru, ella fjala, hvat vit eru. Men tá tað er Gud tað umræður, tá hava vit onga umbering og kunnu ikki fjala, hvat vit eru aftanfyri eina tilgjørda masku, tí fyri honum er onki fjalt. Vit hava onga umbering fyri, at vit ikki kenna og halda hansara lógir. “Tí at hin ósjónliga veran hansara, bæði hansara ævigi máttur og guddómleiki, er sjónlig frá skapan heimsins...” (Róm 1,20)  Tað hjálpir ongum, at royna at kúga sannleikan, ella at mótprógva Guds tilveru. Eitt russiskt rúmdarfólk meinti, at tá Gud ikki kundi síggjast í alheiminum, so er eingin Gud til. Men Gud er og var og verður, tó um vit bert eru eins og roykur eina stutta stund, og so eru vit vek.

Gud vil, at vit kenna, æra og takka honum sum almáttugur Gud, og taka ímóti hansara kraft, so at vit ikki geva eftir fyri teimum mongu álopum á okkara syndiga lyndi, sum eins og sníkur leypur á, og fær okkum at falla fyri freistingini, at seta okkum í miðjuna heldur enn Gud.

Í hesum parti av Rombr., letur Gud okkum skilja, at vit øll eru uttan umbering, um so er, at vit velja synda vegin. Muður teirra vantrúgvandi skal á dómadegi vera teptur. Allar umberingar fyri, at vit lótu okkum leiða av vantrúgv, hava einki virði. Tað er heldur eingin umbering hjá teimum kristnu fyri teirra líkasælu. Gud hevur ávara okkum um fylgjurnar, tí eiga vit, at vera árvakin og hjálpa hvørjum øðrum til, ikki at fjala okkum aftanfyri umberingar

Sunnudagur 02.10.2011

Men ráð Harrans standa føst allar ævir, hans hjartans hugsan ætt eftir ætt. (Sl 33,11)

Og vit halda fram við at lesa, at“Sæl er tann tjóð, ið hevur Harran til Guð...” (Sl 33,12) Tað visti tann gamli Guds-maðurin um, fyri fleiri túsund árum síðani, men er tað nakað, vit kenna til og sum setur dám á okkara tíð? Fólksins leiðarar og politikarar  síggja seg sjálvar sum tey, sum skulu gera tað slóð, vit øll skulu fylgja og gloyma, at Harrans ráð stendur fast og er óbroytt ætt eftir ætt.

Vit líta at, hvussu skjótt nakað vit hava bygt upp og meina okkum tryggja til komandi tíðir, og sum uttan nakra serliga orsøk fellur. “Men ráð Harrans standa føst allar ævir!” Alt fer at gangast, sum Gud í síni ætlan hevur lagt fast og sum er grunda á rættvísi, tí hann veit frammanundan hvat menniskjan gerð í teirra óndskapi og fráfalli.

Tað er til fánýtis, at vit byggja upp og fasthenta, um so er, at vit halda Gud uttanfyri okkara lógir og avgerðir. Tað kemur ein dagur, tá alt fellur í einum, um so er, at tað er bygt fyri bert at hava hug til, av okkara egnu hugmynd. Gud er Gud, sjálvt um øll standa honum ímóti. Og hann er Harri, hóast vit sjálv vilja verða tað. “Um Harrin ikki húsið byggir, tá til einkis smiðirnir starva; um Harrin ikki staðin varðar, tá til einkis vaktarin vakir.”  (Sl 127,1)  Fær Gud loyvi til, at byggja og ansa í landi okkara og heimum okkara? Tøkk nú havi Drottur tú, sum í nátt meg varðveitt hevur. Byrja vil eg dagsverk nú, men um tú ei signing gevur, lítið batar starv mítt tá. Lat tú verk mítt signing fá! (SB. 553, 2)

 

Leygardagur 01.10.2011

...men nú er hann opinberaður eina ferð með alla við endan á tíðunum til at avtaka syndina við ofri sínum. (Hebr 9,26)

Ádam var atvold til, at syndin kom inn í heimin. Jesus Kristus, sum Bíblian kallar hin annar Ádam, bleiv menniskja og doyði á Golgata krossi fyri at koyra syndina út úr heiminum. Tað grikska orði fyri hesum kann eisini hava hesa merking ógilda. Alt verður tí eins og áðrenn syndafallið millum Gud og tey, sum taka ímóti boðskapinum um, at teirra synd er ógilda. Frá Guds síðu er frelsan ein fullkomin sannroynd, ið røkkur nógv longri enn vit menniskju kunnu hugsa okkum um frelsuna. Gud hevur goldið syndina við Jesu blóði, so vit kundu blíva dýrmett, heilag menniskjur. Síggja vit so okkum sjálv dýrmett og heilag menniskju? Tað eru vit, tá Jesu blóð fær loyvi til, at reinsa okkum frá allari synd okkara. Tá er syndin ógilda, og alt er sum áðrenn syndafallið.

Men mótsett Ádam og Evu, so liva vit ikki í Eden men í heiminum, ið hevur valt sín egna gud, Sátan, ið merkir mótpartur. Hann er fíggindi av Guds arbeiði og roynir at ræna frá Gudi hansara dýrt keyptu sálir. Í hesum kríggj umráði millum Gud og Sátan eru vit. Og vit vóru Sátans trælir, til Jesus keypti okkum leys við sínum blóði, so vit nú hoyra Gudi til. Tí eiga vit at síggja okkum sjálvi sum dýrmæt og heilag og Himmal borgarar. Vit eiga tí at liva og virka í lívi okkara, sum um vit ikki eru heims borgarar í einum heimi, sum er undir einum dómi, men er gróðursett og hevur røtur í tí himmalska. Tað er ein stórur boðskapur, men Bíblian—Guds innblásta orð—sigur okkum, at tað, at taka ímóti Jesusi hevur stóra ávirkan á lív okkara her á jørð, men hevur eisini ævinleikans týdning.

 

 

Fríggjadagur 30.09.2011

Himmalska veitslan

 

Men tey løgdu einki í tað... (Matt 22,5)

Kongurin gjørdi eitt stórt brúdleyp fyri syni sínum, eina veitslu, sum skuldi verða kend í øllum landinum, har einki treyt. Við glaðum andliti fóru hansara tænarar út at bjóða inn. Og so vísti tað seg, at fólk ikki brýggjaðu seg um at koma. Tey høvdu nokk í sínum egna og ikki høvdu hug til at lata seg í veitslu búnan og koma til veitsluna. Er tað so løgi, at kongurin bleiv bæði óður og harmur?

Jesus segði, at á hendan hátt vildi tað verða við Guds ríði. Gud hevur gjørt alt tilreiðar til eina brúdleypsveitslu har øll skuldu koma við. Heldur ikki í dag brýggja fólk seg um at koma, men vilja heldur verða á teirra egnu jørð og pengakassa. Nøkur skelda enntá tænararnar út og royna at taka dirvi frá teimum. Eisini Gud blívur harmur. So nógv hevur hann gjørt fyri, at gera alt tilreiðar, so vilja menniskjur ikki koma til hansara brúdleypsveitslu hjá syni hansara!

Hendan veitslan skal verða, tá Guds heilagu eru heinta heim. Og tá talan er um brúdleyp, er tað tí, at ta er talan um trúfesti millum Gud og menniskju. Vit skulu ikki elska nakran annan enn Jesus, tí hann hevur givið seg sjálvan fyri at keypa okkum leys. Brúdleypsveitslan í Himlinum kann ikki á nakran hátt sammetast um. Tá vilja øll tár og sorgir verða gloymdar, og Gud vil verða alt í øllum. Tí vilja vit, við gleði taka ímóti innbjóðingini til at koma og verða við. Lat okkum vera heilt vís í, at vit við tøkk, hava tikið ímóti innbjóðingini og gjørt okkum tilreiðar at koma.

 

Hósdagur 29.09.2011

...Ver tú trúgvur líka til deyða... (Opb 2,10)

 Men trúfastur er Harrin, hann skal styrkja tykkum og varðveita tykkum frá hinum illa. (2 Tess 3,3)   Skulu vit eftirlíkna Gudi, so eiga vit eisini at vera trúføst, ið tí vit siga og gera. Vit biðja um, at Gud vil verða hjá okkum, men á hvønn hátt kann hann verða tað, um so er, at vit ikki seta alt okkara álit á hann, og at vera trúgv móti hansara orði? Vit freistast til, at velja frá tey støð í Bíbliuni, sum vit ikki tykjast um. Ella vit verða førd hagar av heiminum, sum gevur loyvi til, at hava ávirkan á, hvat Orði hevur at siga og gera ella ikki gera.

Heimurin er ójavnt sintur og óstøðugur og er bert trúgvur, um so er, at tað gagnar egin áhugamál. At vera trúgvur til deyða er straks verri, enn vit vanliga fata hesi orð. Tað kann hava tann týdning, at vit mugu ganga ímóti vanligari fatan. Tá myndugleikin gav Pætur forboð fyri at læra um Jesus, tá svaraði hann og hinir lærusveinarnir: “Man eigur at akta Gud meira enn menniskju.” Taka vit hesi orð fyri áljóðandi, so koma vit at kenna, at tað kann koma at kosta at fylgja Jesusi, og at vera trúgv móti hansara orði. Eru vit tað, so stendur tað so undurfult: “eg skal geva tær lívsins krúnu!” (Opb 2,10)  At vera trúgvur móti Gudi og lívsins krúnu hoyra saman. Hesin boðskapur vísir okkum vegin. Jesus var trúgvur líka til deyðan, og hann segði: “Fylg mær!” Guds orð eg eftir henni læri, at veg til Guds mær Jesus vann. Hon syndarum til Jesu æru til frelsu vísan gera kann. Mær bíbulbókin er so kær, av henni eingin svikin var. (MS. 222, 3)

 

Mikudagur 28.09.2011

”Harrin er ljós mítt og frelsa mín, hvønn skal eg óttast? Harrin er lívs míns vernd, hvønn skal eg ræðast?” (Sálma 27, 1)

 

Hetta er eitt frímóðugt bekennilsi av Dávidi. Hann veit, at Harrin er hansara ljós, frelsa og vernd, og hvat hann annars treingir til. Tí veit hann, at eingin fíggindi kann oyðuleggja hann. Um teir so royna seg, so veit hann, at teir oyðuleggja seg sjálvan. Hann er í Harrans skjóli! Harrin goymir hann í sínum høli á tí ónda degi, fjalir hann í sínum tjaldi.

 

  Alt hetta er umráðandi hjá einum og hvørjum, sum trýr á Jesus. Tú sum hevur Jesus, kann við somu fríðmóð eins og Dávid, vitna um tryggleikan. Tú kann vitna, at tú er í Harrans skjóli líka so sikkurt, sum hann visti tað.

  Men  eg føli tað ikki soleiðis, sigur tú kanska. Eg føli meg alt annað enn tryggan; eg eri fullur av angist og ótta fyri frammtíðini. Eg havi ikki á nakran hátt verisoliðis, at eg veit, um Harrin vilhjálpa mær.

  Tá kann tað vera nittugt at spyrja: Hvussu føldi Dávid tað, tað ferðina hann avlegði hetta frímóðiga bekennilsi?

 

  Tá var hann mitt í einum andaligum myrkri. Hann var júst í tí støðu, at hann føldi seg forkastaðan av Gudi, og merkti tað, sum tað einastu rættvísu fylgju av síni synd og ótrúskapi. Tað síggja vit, tá vit lesa víðari í sálmanum.

Í hesi tungu støðu lyftir hann eyðunum móti Harranum sjálvum og vitnar við frímóð, ikki út frá sínum kenslum, men út frá Harranum sjálvum og hansara trúfesti: ”Harrin er ljós mítt og frelsa mín! Harrin er lívs míns vernd!”

  Fest tú eisini tíni eygu á Jesus!

 

  Títt fríðmóð skal ikki vera í tínum kenslum, og tað sum tú sært hjá tær sjálvum. Men í honum, sum hevur tikið burtur tínar syndir og sum í sannleikanum er títt ljós, tín frelsa og tín vernd.

Mánadagur 26.09.2011

Men tá ið teir venda um til Harrans, verður skýlið tikið burtur. (2. Kor. 3, 16)

Tað skal ein umvending til, fyri at fáa innlit í, hvat Bíblian hevur at siga okkum. Sjálvt um mangt og hvat kemur í ljósmála, so fjalist Guds dýrd fyri vantrúgvandi og fyri navna kristin, og tey fata ikki tann djúpa samanhang. Hann er fjaldur undir einum skýlið.

Paulus visti hvat hann tosaði um. Skýlið hevði fjalt dýrdina í tí nýggja sáttmálanum fyri honum, so hann hevði søkt at teimum kristnu, og hevði veri orsøk til mangar trupulleikar fyri tey. Hann hugdi við gleði at, tá Stefanus bleiv dripin fyri sína trúgv. Fyrst tá Gud tók skýlið frá eygum hansara og vendi um, og tók ímóti Jesusi sum sínum frelsara, tá sá hann dýrdina, sum Skriftin talar um.

Pætur, Jákup og Jóhannes fingu loyvi til, at fylgjast við Jesusi upp á eitt fjall, har hann bleiv umbroyttur fyri eygum teirra, og teir sóu hann í ljóma. Jesus er í dag ikki sjónligur hjá okkum, men vit hava orð hansara, fyri at vit kunnu velja at trúgva á hann og fylgja honum, hóast vit bert síggja tann góða boðskap um hann gjøgnum trúar eyguni.

 Síggja vit ikki Guds dýrd í Bíbliuni, so er tað tí, vit vanta at finna hann har. Og tí, at vit granska Skriftina, so skýlið meira og meira hvørvur. Ynski um, at síggja Jesu dýrd má fylla okkum so nógv, at vit hvønn dag mugu hava orð frá Bíbliuni á sama hátt, sum okkara likam má hava føði. Og her er tað, sum geldur um, at tann, sum søkir, skal finna. Og tann, sum biður um, at skýlið yvir boðskapinum frá Bíbliuni má takast burtur, og blívur bønhoyrt.

 

Sunnudagur 25.09.2011

Sigurin er vunnin

 
»Harri, eru tað fá, ið verða frelst?« (Luk 13,23)

Bíblian sigur, at tað bert er ein lítil flokkur, sum letur seg frelsa. Men eftir ymiskum útsagnum á gravsteinum og boðan av deyða og talum til jarðarferðir, so koma vit til eitt annað úrslit. Har síggja vit mangan orðini: “Tann æviga hvílan!” ella “Farin heim til Gud!” Er tað tí, vit vilja fjala sannleikan, ella vita vit ikki betur? Í báðum førum eru vit vesal, tí vit ikki hava sanna ella kanna sannleikan.

Jesus svarar spurninginum um, tað bert eru  fá, ið blíva frelst, við at siga: “Stríðist fyri at koma inn ígjøgnum hinar trongu dyrnar...” (Luk 13,24) Stríðist, og tað orði hevur at siga okkum, at stríðast, sum um tað galt lívið. Ein rámandi málburður um, ta stríð, vit eru ein partur av, um so er, at vit vilja inn um tær trongu dyrnar. Og vit fáa eisini eina fatan av, at tað eru mætir mótpartar, ið vilja forða okkum at koma inn um hesar dyr. Tær trongu dyrnar merkir umvendingar stríði og ta trupla í, at fáa tað gamla menniskja boygt, so tað í trúgv tekur ímóti Jesusi og harvið fær kraft til, at kvitta við heimsins talu hátt, sum leggur óminni yvir deyðans álvara, við at lata sum um alt er so sum tað skal, sjálvt um tað ikki er so. Tað er bert tann, sum søkir, sum finnur, og bert tann, sum stríðist, ið vinnur. Jesus sigur, at mong vilja royna at koma inn, men ikki megna tað. Tí eiga vit at leggja alla orku í, at stríðast og stríðast, til tann avgerandi sigurin er vunnin. Ger teg til reiðar, kristni alt, lat ljós í staka brenna. Guds kærleika og virki balt lat heimin allan kenna. Tann sterki hevur øllum vent, tín sorg er sløkt, alt ónt er bent, verð ljós og ver til reiðar. (SB. 253, 6)

 

Leygardagur 24.09.2011

Himmalvegurin

 

... søgdu teimum, at vit eiga at ganga inn í Guðs ríki gjøgnum mangar trongdir. (Aps. 14, 22)

Bíblian fjalir ikki fyri okkum, at vegurin, ið førir til Gud, er smalur og við mongum trongdum og trupulleikum. Tað loyvir hann, fyri at vit kunnu blíva herd, og enn meira sannførd um, at vit vilja ganga tann vegin, sum Jesus gekk.

Sátan fær loyvi til at sálda okkum eins og hveiti, fyri at Gud kann síggja, um tað er vilji til, at standa fast við okkara játtan. Dávid og Pætur máttu sáldast og máttu gráta sorgar tár av harmi. Aðrir máttu gjøgnum ólukkur, um enntá ikki so álvarsamar eins og Job. Aðrir hava haft eitt dagligt stríð  við samvitskubit fyri at halda fast við trúnna á Jesus. Ábraham fekk boð um at ofra tann son, sum hann hevði longst eftir í mong ár, og sum Gud hevði knýtt stóra fyrijáttan til. Jákup mátti sakna sín elskaða son Jósef í mong ár, tí hann bleiv seldur av brøðrunum sum trælur. Paulusar lív var fylt av trongdum og trupulleikum. Jóhannes Doyparin mátti sita í Heródesar fangahúsi við stórum samvitskubiti. Og ikki bert hann, men ein stór ókend mongd av menniskjum hava bøtt við lívi teirra grunda á teirra trúgv.

Tað vekir undran: Hví? Elskar Gud okkum ikki? Jú, júst tí! Men hann finnur ongan betri møguleika, at køva tað gamla lyndi í okkum, sum vit hava arva eftir Ádam, enn at føra okkum gjøgnum trongdir. Tí eiga vit at gleða okkum og takka Gudi, at hann virðismetir okkum so høgt, at vit verða roynd, at tað vakra í okkum má verða tikið fram til hansara æru og okkum til signingar. Trúgvir til deyðan, segði mín Harri, stríða og bíða enn eina tíð mega vit; men tað verður sum einki, tá vit gullstaðin trína inn í. (Sigurstónar 361, 2)

Hósdagur 22.09.2011

Trúgvin

Trúgv er ein sannføring um frelsu, sum einki menniskja kann fáa av sær sjálvum. Vit eiga tí, at handfara trúnna við umhugsni og verja um hana eins og ein dýrmætur skattur í einum leirkerið. Um trúgvin ikki blívur brúkt, so blívur hon ónýtandi, og hon tekur skaða, um so er, at vit halda til á syndara vegi ella sita í spottara lagi. Vit kunnu styrkja trúnna við, at "hvørs hugur stendur til Harrans lóg og yvir lóg hans grundar dag og nátt." (Sl 1,2)

Trúgvin ber okkum út um tey mørk, sum okkara skil setur. Hon gevur okkum fast álit til mangt, sum vit ikki síggja. “Men uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast honum(Gudi). (Hebr 11,6)  Mong fingu av trúgv, "at royna háðir og húðfleingjur, ja, hartil bæði fjøtur og fongsul; teir vórðu steinaðir, teir vórðu sagaðir sundur, teir vórður freistaðir, teir vórðu dripnir við svørði, teir flakkaðu um í seyðaskinnum og geitaskinnum, neyðstaddir, attrongdir, illa viðfarnir, heimurin var teimum ikki verdur — teir reikaðu um oyðimerkur og fjøll, og hildu til í hellum og jarðholum."  (Hebr 11,36 -38)  

Trúgvin er ein gáva, sum, um vit brúka hana, kunnu yvirvinna alt. Men okkara skil tekur við hvørt maktina og heldur okkum aftur frá at sigra. Vitskan metir við okkara málið trúnna á Gud, og fyri hann er einki ógjørligt. Trúgv er hondin tann, ið fevnir góðsku Guds, sum orð hans nevnir; lýðin lítur hon á hann - trúarinnar upphavsmann. (MS. 432, 4)

 

 

Týsdagur 20.09.2011

Harrans vegur

Kenn mær, Harri, tínar vegir, kunnar ger mær leiðir tínar...Minnist á, Harri, miskun tína og tína náði, tí frá fyrndartíðum tær eru...minst til mín eftir náði tíni, fyri góðsku tíni. (Sl. 25, 4, 6 & 7)

Í Dávids sálmum fáa vit loyvi til at hyggja inn í menniskja hjarta, sum livur í áliti við sín Harra og Gud. Hóast tað, so vita vit frá Skriftini, at júst Dávid var í trupulleikum og ikki altíð helt seg á Harrans vegi.

Dávid fekk lært, at Gud ikki bert gerð gott, men er góður og rættvísur. Tí yvirgevur Gud ikki syndaran til glatan, men roynir at leiða tey til frelsu. Tí biður Dávid um meira kunning til vegir Harrans og virkishátt.

Tað, ið vit eiga at leggja okkum í geyma, er, at Dávid livir í álitinum um, at skal Harrin síggja til hansara, so er tað av náði. Hann nevnir Harrans miskunn, trúfesti og góðsku sum grundvøll.

Harrans vegur er altíð fyrst og fremst vegurin til frelsu. Harnæst møta vit eisini einum hjartans ynski hjá Dávidi um, at liva í náðini, tí tá veit hann, at hann fær loyvi til, at ganga við friði í hjarta og sinni og liva í lukku. Tað álit, sum Dávid hevur til Harran nørist, tá Harrin leiðir. Tað heldur og gevur styrki og tryggleika í trongdum. Tá kann hann eisini biðja fyri sínum fíggindum.

Hann eyðmjúkar letur ganga við rætti, hann eyðmjúkar veg sín lærir. Allar Harrans leiðir eru kærleiki og trúskapur fyri teimum, ið halda sáttir hans og boð hans. (v/ 9 – 10)

Sunnudagur 18.09.2011

Teir reypaðu av at vera vísir, men vóru fávitskutir. (Rom. 1, 22)

Mong gerða sær eina mynd av Gudi. Tann, ið kennir Bíbliuna, heldur seg til tað, sum Gud opinberar um seg sjálvan. Gerða vit ikki tað, so blíva vit eins og dárin, sum byggir sær eina hugmynd, sum hóskar til hvønn einkultan. Árhundraðir eru runnin, við at royna at skilja og at útgrunda, um Gud er til, og um so er, hvat hann vildi meint um hetta og hatta. Men gjøgnum allar hesar royndir, so eru teir blivnir dárar. Teirra vísind hevur leitt teir av vegnum, og teirra vitan um Gud er bert myrkur.

Mong granska í, hvat er at finna aftanfyri deyðan. Hví ikki fara í Bíbliuna, har Gud longu hevur greitt frá um deyðan og tað, ið er aftaná. Men mong vilja heldur trúgva sokalla deyðsupplivan heldur enn, hvat Bíblian sigur. Tað menniskja sum uttan at kunna rætta sínar hendur framm móti Jesusi, kemur ikki inn í Himmalin, har tað er undurfult at vera, sigur Bíblian. Tær deyðsupplivingar sum vit hoyra um eru ikki við vilja rangar, men tað eru sterkar kreftir, ið ynskja at fáa okkum at taka skeivar avgerðir. “Tit skulu als ikki doyggja”, segði slangan við Evu. Og í dag roynir hann at billa okkum inn, at øll tá tey doyggja koma inn í herliheitina. Men hóast mong eftir øllum at døma uppliva hetta, so er tað ikki rætt, tí Bíblian sigur, at við deyðanum kemur tað eitt mark millum tey frelstu og tey ikki frelstu.

Tað eru mangir hættir at blíva ein dári. Tann beini vegurin er at vraka Guds orð og uppbyggja sín egna andaliga bygna, ið hvílir á, hvat vitskan kann góðtaka. Lat okkum velja tann gudgivna vísdóm, tí “Ótti fyri Gudi er upphav at vísdómi, og at kenna hin heilaga er vitska”. (Orð. 9, 10)

Leygardagur 17.09.2011

Hvat synd førir við sær

 

Samson var útvaldur til ein stóran gerning, og Gud hevði givið honum meira kreftir enn øðrum. Men frásøgnin um hann er vanlukkulig. Hann fór av Harrans vegi, villleiddur av kærleika til eina kvinnu frá fíggindum Ísraels, sum tøldi hann til, at svíkja seg sjálvan. Harvið misti Samson kraft sína, og tað, ið verri var, “Men hann visti ikki, at Harrin var vikin frá honum.” (Dóm. 16, 20) Hann, sum var útvaldur av Gudi, bleiv grunda á sína synd trælur hjá fíggindanum. Eitt ljómandi lív var lagt í oyði grunda á ólýdni móti Guds boðum.

 

Tað var ov seint fyri Samson at angra, skaðin var hendur. Men hann er ikki tann einasti, sum hevur oytt alt vek fyri eina stutta synda njóting. Eisini í dag fangar sátan mong, við at vísa okkum á nakað, sum er vakurt, og sum vit tráa eftir, og lumpar okkum harvið inn í sína snerru. Tað, sum vit tráa eftir vísir seg mangan einki virði at hava. Og tað, sum veruliga hevur nakran týdning, lívið saman við Gudi, tað missa vit, tí vit fóru vek av Harrans vegi.

 

Men vit eiga at trúgva á Gud, tá hann sigur í sínum orði, at tann, sum situr í myrkum skuggum, og, sum hevur mist dýrdina hjá Gudi, hann kann byrja av nýggjum, um so er, at vit venda um og angra syndir okkara, sum hava verði atvoldin til, at vit fóru av vegnum. Pætur bannaði uppá, at hann ikki kendi Jesus. Men tá hann vendi um, tá fekk hann ein stóran gerning fyri Gudi. Men vit eiga ikki at fara lætt um syndina og trúgva, at vit bert kunnu halda áfram, tí tá herðist hjarta okkara. Og tá er eingin vegur aftur. Tí eiga vit at stríðast móti syndini, og standa henni ímót, hóast tað, at hon kann síggja eggjandi út, tí hon kann leiða okkum inn á deyðans veg.

 

 

Fríggjadagur 16.09.2011

Tað vandamikla tómrúm

 

Tað eru nøkur, sum hóast kristna-navni støðugt eru holdslig kristin, tí tey eru enn ikki fylt við Andanum. Tey trúgva uppá Jesus sum Frelsara, men ikki sum Harra. Tað vil siga, at tey við gleði taka móti frelsuni, men sjálv hava avgerðarrætt í lívið sínum. Tey sum áhaldandi eru í tí holdsliga, verða tí áhaldandi holdslig.

Bíblian tosar nógv um, at vit skulu lata okkum fylla av Andanum, og lata Gud blíva Harra í lívinum. Tað er lati eitt høgt gjald fyri at frelsa okkum, og vit hoyra Jesusi Kristi til. Hann hevur tí rætt til at vera Harri. Taka vit ímóti Jesusi sum Frelsara og Harra, so vilja vit uppliva, at vit fyllast av Guds Anda. Okkara tómrúm fyllist út, okkara longsul mettast, og vit fáa tað mál fyri lív okkara, at vera har, sum Gud vil hava okkum.

Tá Heilagi Andi hevur fylt okkara lívs tómrúm, so eru vit eins og:“træið, plantað við áarløkir, ið aldin gevur í tøkum tíma, og hvørs leyv ei følnar; alt, ið hann ger, honum eydnast skal.” (Sl 1,3)

 

Hósdagur 15.09.2011

Umsorgan

 

Heilsið Rufusi, hinum útvalda í Harranum, og móður hansara og míni. (Róm 16,13)

Tað setur djúp og góð minnir hjá einum barni, tá tað blívur væl móttikið í heiminun hjá vinum sínum. Tað ræður ikki bert um hjá børnum. Paulus vísir her eina góða mynd um tað.

Paulus hevði ein góðan vin í Rufusi. Faðir hansara var Símin frá Kyrene, maðurin, ið hjálpti Jesusi at bera krossin út á Golgata. Móðir hansara møta vit so her, har Paulus heilsar vinum sínum í samkomuni í Rom. Hon hevði verið eins og ein móðir fyri Paulus.

Sjálvt um ein hevur verðins bestu mammu, so er tað gott at møta kærleika eisini hjá mammunum hjá vinunum. Vit kunnu hava tað í tonkunum, tá børnini koma heim við teirra vinfólki. Gev teimum umsorgan og gerð eitt pláss við døgurðaborðið. Tá sáðar tú gott sáð.

Mong børn mangla kanska ein faðir ella eina móðir. Vís børnunum umsorgan og kærleika. Ver eins og ein móðir fyri tey. Ella eins og ein faðir. Eg kann enn minnast, har eg sum smádrongur kom í heimini hjá foreldrunum hjá vinmonnunum. Tað vóru tey, ið opnaðu teirra heim og vístu kærleika.

Jesus kallar á okkum, um at geva teimum, ið ikki hava so nógv at geva aftur. Tað er kærleiki. Um so er, at tú ikki fært so ítøkiligt aftur, so fært tú tað, ið er mikið meira vert. Tú blívir vælsignaður av Gudi. Tað, sum vit gera móti okkara næsta, ta gera vit móti Jesusi, hann, ið elskar okkara næsta.

Paulus sendi eina eggjandi heilsan til mammu Rufus. Tað er nakað, ið fløvar. Á hendan hátt er tað góða lívið millum menniskju. Gud hevur ikki myndað okkum at vera aleina. Hann hevur myndað okkum fyri hvønn annnan. Tá vit sum hansara børn liva gott saman, tá gleðist Faðir okkara. Og tá hava vit tað gott.

Rufusar familja er ein góð fyrimynd um tað kristnu familjuna. Tey høvdu ymiskar útbúnað og setningar. Ein bar Jesu kross. Ein var vinur og stuðul, og ein vísti móðir umsorgan. Á sama hátt kann Gud brúka teg sum ein krossberðara, ella sum eina mammu, sum matgerð og gevur umsorgan. Gud hevur eitt pláss til tín, ið ert ein limur á Jesu likami, eitt kærleikans samlag í tænastu fyri hann og mín næsta.

 

 

Týsdagur 13.09.2011

…og bóru fram fyri Harran fremmandan eld… (3. Mós. 10, 1)

Í eini tíð, har mong verða rivin við, ”…sum kastast og rekast higar og hagar av hvørjum lærdóms vindi av falslótum manna…” (Ef. 4, 14) ”…tá ið teir ikki skulu tola hina heilnæmu læruna…” (2. Tim. 4, 3) , er tað neyðugt við sjálvsransókn fyri at síggja, um vit eru brennandi í andanum, ella um vit berða framm ein fremmandan eld framm fyri Harran. Nadab og Abihu hildu ikki, at tað sakaði nakað um teir broyttu mannagongd í mun til tað Harrin hevði boði teimum. Men vreiði Harrans slerdi út frá tí fremmanda eldi og gjørdi teir til einkis.

At broyta Bíbliunar læru og seta inn meiningina hjá menniskjum, tað er at líkna við fremmandan eld, sum veldir vreiði Guds.

Standa vit fast við orðsins grundvøll, ella eru vit tikin við av einum ella øðrum lærdómsvindi, sum ikki er rótfest í Skriftini? Vit hava ábyrd av, at spyrja okkum sjálvi, um vit halda fast við læru apostlana. Okkara tíð er fongd við, at vit vilja ráða á ein hvønn hátt. Skriftin skal tíðast og um nakað er gamalt og gamaldags, so tað er uttan tídning í dag. Hava vit gloymt, at vit eiga at ristast og skelva fyri ikki at broyta nøkur av Guds boðum? Vit verða noydd til at spyrja okkum sjálvi um tað er eldur Heilaga Andans, sum reinsar út í okkum, ella tað er ein fremmandur eldur, ið brennir fyri at vit kunnu verða nøgd.

Mánadagur 12.09.2011

Stríðist fyri at koma inn ígjøgnum hinar trongu dyrnar. (Luk 13,24)

Jesus møtir einum, sum gjarna vil vita, um tað bert eru fá, ið blíva frelst. Hann svarar ikki spurninginum, men minnir heldur á, at stríðast fyri at koma inn gjøgnum tær smalu dyrnar ávegis til Himmals. Tað eru mong, sum royna at koma ígjøgnum hesar dyr og ikki megna tað, tí tey halda at dyrnar eru so víðar, at tey uttan umvending og trúgv kunnu koma ígjøgnum og líta á, at teirra lýtaleysa og vakra lív vil bjarga teimum frá Guds dómi.

Jesus sigur á øðrum stað, at vit eiga at ganga inn gjøgnum tær røttu dyrnar, Jesus Kristus. Tað vil so siga í hansara orði, ið talar um tær trongu dyrnar og eitt heilagt lív. Ella eins og Paulus førir tað fram: “Men tey, sum hoyra Kristi Jesusi til, tey hava krossfest holdið við lystunum og girndunum.” (Gal 5,24) Og víðari skrivar hann: Arbeiði “upp á tykkara egnu frelsu við ótta og bivan.” (Fil 2,12)

Ísrael var tað fyrsta fólki, sum lærdi, at Gud er heilagur, og at eingin kann nærkast honum uttan at vera heilagur. Tí máttu tey læra at venda sær burtur frá órættvísi og synd. Men tey mongu meintu, at hesin boðskapur ikki kom teimum við. At tey í Guds eygum øll vóru syndarar, høvdu tey onga fatan um, og takkaðu heldur fyri, at tey ikki vóru eins og syndarar. Tí var tað, at tollarar og syndarar, sum tóku ímóti Jesusi og fylgdu honum, tí teir vistu, at teir høvdu brúk fyri Guds frelsu. Á hendan hátt blivu teir síðstu teir fyrstu, og teir fyrstu teir síðstu.

 

Sunnudagur 11.09.2011

Tá “trúðu mangir á navn hansara.”  (Jóh 2,23)

Tann stóri munurin, ið er millum vantrúgv og kristin, er, at tann fyrri parturin ikki trýr á Skriftina, men hin ger. Skriftin hjálpir á ongan hátt, um so er, at trúgvin á tess dygd tørvar. Tað vildi veri eins og vit ikki høvdu álit á ferðaætlanina, ferðslureglar ella aðrar ásetingar. Ein vakran dag komu lærusveinarnir til tað niðurstøðu, at teir kundu trúgva Skriftini og alt tað, ið Jesus hevði sagt. Tað frígjørdi Guds kraft í teimum og var byrjanin til eina drívandi menning, har hendan kraft meira og meira bleiv sjónlig í teirra yrki sum ápostlar.

Tann sama kraft gongur út frá Skriftini í dag, tí hon kann ikki skiljast frá Jesusi Kristi, sum Jóhannes í síni byrjan til sítt Evangeliið nevnir Orði. Um so er, at vit lesa Bíbliuna, uttan at hon sigur okkum nakað, so er tað tí, at vit lesa hana sum nakað, sum ikki kemur okkum við og sum vit ikki trúgva á. Lesa vit ferðaætlanina ella ferðslulógina á sama hátt,, so vilja vit skjótt sanna, at her er nakað heilt galið. Tað kemur eisini at ganga galið, um so er, at vit ikki trúgva Orðinum, ið hevur so stóran týdningi. So leingi, vit ikki trúgva, tað Gud hevur at siga okkum í sínum Orði, so kalla vit hann óbeinleiðis lygnara.

Vit eiga at venda um, so vit ikki meira hava ryggin vendan móti Gudi og hansara Orði, og eins og ápostlarnir trúgva Skriftini. Tá hendir tað eitt inntriv, sum ikki kann greinast. Tann kraft, sum liggur fjald í Guds orði verður loyst í okkum. Og tað, Orði sigur vil henda, tað hendir. Vit eru ein nýggjur skapningur, sí tað gamla er farið og alt er vori nýtt!

 

 

Leygardagur 10.09.2011

Torir tú

 

Og hann hevur givið honum vald at halda dóm, av tí at hann er menniskjusonur.  (Jóhs. 5, 27)

Guds dómur vil til allar tíðir vera rættvísur. Eingin kann siga, at Gud dømir um viðurskiftir ella lut, sum hann ikki sjálvur hevur roynt. Menniskjasonurin, Jesus Kristus, bleiv eins og vit royndur í øllum viðurskiftum og hevur av Gudi Faðirinum fingið vald til at halda dóm. Hann kennir okkara byrðar og trupulleikar, freistingar og andaligt stríð. Og hann kennir til, hvussu nógv djevulin setur inn fyri at leiða okkum á tann skeiva vegin. Jesus kann ikki døma á nakran annan hátt, enn tað Skriftin hevur boða gjøgnum ártúsundi, at avleiðingin av synd er deyðin. Jesus doyði í okkara stað og sigur tí: “Tann, sum vanvirðir meg og ikki tekur við orðum mínum, hevur tann, sum dømir hann: orðið, sum eg havi talað, tað skal døma hann á evsta degi.” (Jóh 12,48)

Mong hava onga virðing fyri Guds orði og lata Bíbliuna standa aftast á bókahillini, ella hava als onga. Men hóast tað kemur eingin uttanum Jesu orð. Heilt greitt hevur hann sagt, at hann er vegurin, sannleikin og lívið, og at eingin kemur til Faðirin uttan við honum. Týðiliga hevur hann eisini víst á, at tað er neyðugt at venda um. Og at tann, sum ikki tekur kross sín upp og fylgir honum eftir, hann er ikki honum verdur.

Tora vit at hugsa um, hvussu stórur tann skarin er, sum á dómadegi má fara burtur til tann æviga eldin, sum er gjørdur tilreiðar til djevulin og einglar hansara og nú eisini blívur staði fyri tey, sum ikki hava valt Gud sum Harra? Hava vit eina umbering, at vit ikki vóru meira íðin í bæði bøn og arbeiði fyri Gudi? Vit vita so gott beskeð um vegin, men fylgja vit honum enn við sama hjartayli,  sum tá vit komu til trúgv? Heimurin fær uttan at vit varnast tað okkara fyrsta kærleika til at kólna. Lat okkum leita aftur til hann, sum kann fáa hjarta at brenna! “Torir Jesusi tú fylgja?” “Torir tú at vraka Jesus?” “Torir tú at velja deyðan?” Vilt tú váða uttan Jesus liva lívið her á fold, uttan Gud og uttan vónir fara í ta svørtu mold? Minst, at um á jørð tú vrakar Jesus sum tín frelsara, skalt tú hann við ræðslu síggja eina ferð sum dómara! (MS. 278)

 

Mikudagur 07.09.2011

Tí at við hjartanum verður trúð til rættvísi... (Róm 10,10)

Mong kristin føra eitt støðugt stríð móti iva, og uttan heilt at vinna sigur á honum. Tí kenna tey ikki nógv til gleði og tryggleika. Guds ríku lyftir kunnu tey ikki gleða seg um, tí tey halda, at tað er talan um nakað, sum ikki talar á rættan hátt til teirra. Men tað stendur skriva: “Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn hansara.” (Jóh 1,12)  Bíblian hevur grøðing fyri tey, sum ivast, um so er, at vit biðja Gud um, at lata dyrnar aftur fyri ivanum og geva okkum kraft til, at sigra yvir okkara vantrúgv. “Tí ivin er vantrúgv!”

Máttur! Myndugleiki,  framíhjárættur og rættur, at vera Guds børn.

Gud bjóðar frelsu sína út, eins og eina gávu, og tey, sum taka ímóti, tey eiga hesa gávu. Og tí eiga vit at taka stríði upp móti tí iva, sum djevulin sendir okkum, og vísa á, at Gud hevur sagt, at øll, sum hava tikið ímóti honum, hava fingið myndugleika og makt til, at kalla seg Guds børn. Vit eiga at tveita ivan út og takka Gudi fyri frelsuna. “...og tann, sum trýr á hann, skal als ikki verða til skammar.” (1 Pæt 2,6)  Vit verða ikki til skammar og eingin kann ríva okkum úr Guds hond. Okkara frelsa er av sonnum ikki mannaverk, men byggir á nakað, ið Gud hevur gjørt. Tað eiga og skulu vit halda fast um!

Leygardagur 03.09.2011

...tí at eg veit, á hvønn eg havi sett trúgv mína... (2 Tim 1,12)

Paulusar gerningur er komin at enda, og nú situr hann í fangahúsi og bíðar eftir, at bøðilin skal koma og gera enda á lívi hansara. Men hann skelvur ikki av angist ella í øðini um støðu sína. Hann er tolin og sendur í góðum treysti hesa heilsan til vinmann sín sum er í frælsi. “Eg eri settur at vera boðberi og ápostul og lærari fyri. Tess vegna líði eg eisini hetta; men eg skammist ikki við tað; tí at eg veit, á hvønn eg havi sett trúgv mína, og eg eri vísur í, at hann er mentur at varðveita tað, sum mær er litið til, til hin dagin.”  (2 Tim 1, 11 -12) 

Lønin fyri Paulusar strævna arbeiði var so statt, at hann mátti bøta við lívi sínum, hann, sum hevði gjørt so nógv fyri, at leiða fjøldir av menniskjum til Gud. Tíðin er blivin ein onnur, men tann andi, ið valdar heiminum í dag, er hin sami. Tí setur heimurin heldur ikki prís uppá Guds Orðs sannleika, men setur seg ímóti Gudi og teimum, sum av heilum huga vilja tæna honum.

Mong seta sítt álit til pengar og fíggjarliga trygd, og ynskja at liva og doyggja uttan Gud. Men lat okkum hava Paulus sum fyrimynd og royna at ganga sama vegin sum hann í áliti á Jesus, hann, sum vit hava sett okkara trúgv á. Eg veit á hvønn eg trúgvi, tá alt gleppur, á hann eg líti, hann mær ikki sleppir. Bert Kristus gevur frið for sálarlongsli, tá ongan veg eg veit úr synd og trongsli. (MS. 425, 1)

 

Fríggjadagur 02.09.2011

“...menniskjuni elskaðu myrkrið meira enn ljósið...” (Jóh 3,19)

Hesi orð vísa okkum á, hvør Guds dómur yvir menniskjuni er. Jesus kom í heimin  “...til tess at heimurin skal verða frelstur við honum.” (Jóh 3,17)  Harvið kom ljósi inn í heimin, so at øll kundu síggja munin á góðum og óndum. Hygg eftir hvar vegurin gongur, ella sagt á ein annan hátt, har eingin vegur er. Hví ganga tá ikki øll á tí vegnum, sum Guds ljós lýsir á, og taka ímóti Guds frelsu í Jesusi? Bíblian sigur okkum, at tað er tí, “...at ljósið er komið í heimin og menniskjuni elskaðu myrkrið meira enn ljósið...” (Jóh 3,19)   Dómadagur! Hvør hugsar um hann? Tað gera øll, sum treingja burtur boðskapin um ljósi, sum kom í heimin.

Tað er eitt áhaldandi valg millum ljósins gerning og myrkursins. Og vit freistast mangan til, at taka framum eitt sindur av hálvaskýming, tí okkara gerningar ikki tola Guds klára ljós. Vit royna at ugga okkum sjálvi við, at vit hóast alt kunnu tola ljósi. Men vit eiga ikki at lumpa okkum sjálv. Gud brúkar bert tvey heiti um gerningar okkara. Antin blíva teir gjørdir í ljósi ella í myrkri! Meðan heimurin í síni fatan av synd hevur mangar tulkingar. Tað vil altíð vera ein trupulleiki, at halda kósina yvir ta vandamikla heimshav til ævinleikans strond á hinari síðuni. Vit kunnu bert halda tí røttu kósina, um so er, at vit stýra eftir hvat Bíblian hevur at sigur okkum. Bert tá kunnu vit stýra millum boðar og sker, har sum so mong fara á land. Tá í báturin brotin í briminum lá, eingin glotti í myrkrinum var, bert at líta á navn sítt hann lærdi meg tá, og hondina rætti hann mær.

 

 

Hósdagur 01.09.2011

Vit eiga ikki at gloyma, hvørji vit eru

Hvørji eru vit tá? Vit “eru ein útvald slekt, ein kongaligur prestaskapur, ein heilag tjóð, eitt ognarfólk.” (1 Pæt 2,9), sum Gud hevur kalla út úr myrkrinum til eitt undurfult ljós og hartil ílatin Jesusar rættvísið búna, sum vit til eina og hvørja tíð vara um, tí, tað er okkara dýrasta ogn.

Tey kristnu líkjast øllum øðrum menniskjum, men so heldur líkheitin uppat. Sum Guds børn hava vit borgaraskap í Himli og eiga tí, at kenna okkum sum fremmand her í heiminum, eitt heilagt fólk, sum Gud hevur kalla út úr myrkrinum. Bíblian áminnir okkum til allar tíðir, at hava hetta fyri eyga.

Gud setur okkum tær treytir, at vit skulu vera “eftirfylgjarar Guðs eins og elskað børn, og livið í kærleika, líkasum eisini Kristus elskaði okkum og gav seg sjálvan fyri okkum til eina gávu og eitt offur, Guði til yndis anga.” ( Ef 5,1 - 2) Tá vit eru millum onnur menniskju, so eigur tað, at kunna síggjast á okkum, at vit eru eftirfylgjara hjá Jesusi. Tað er einki pláss fyri frítíð, ella ítriv - kristindóm. Tað er eitt fulltíðar arbeiði fyri at stíga fram, sum tey vit eru. Tað, at skula líkjast Gudi, sum hansara elskaðu børn er nakað sera stórt. Men Gud krevur ikki meira av okkum, enn hann veit, vit kunnu klára. Tann fyrsta treytin er, at vit eru endurfødd til eitt nýtt lív og hava yvirgivið okkara vilja til Gud, so vit ikki seta okkum ímóti hansara vilja og boðum. Eg eri fegin við Guds vilja, eg veit, hann vil mær altíð væl; ei nøkur makt á jørð meg skilja frá mínum himlaharra skal; eg elski Jesus og hans boð, í Gudi fegin eri so. (SB. 505, 1)

Sunnudagur 28.08.2011

Og hann fór frá øllum, stóð upp og fylgdi honum. (Luk 5,28)

Levi kallaður Matteus sat í tollbúðini og hugsaði  um, hvat  mundi blíva forlanga av honum, um so var, at hann gjørdi álvara av at fylgja Jesusi. Og sum hann arbeiðir við sínum roknskapi, so hendir nakað einastandandi. Jesus støðgar á, hyggur at honum og sigur við hann: “Fylg mær!”

Hansara byrjan í fylgi við Jesusi var, at hann gjørdi eina veitslu og bjóðaði tollarum og øðrum frá hansara gerandisdegi. Farisearinir og teir skriftlærdu vóru misnøgdir, at Jesus át saman við tollarum og syndarum, men hann segði við teir: “Eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar til umvendingar.” (Luk 5,32)

Tá Jesus sigur við okkum: Fylg mær! So eiga vit eisini at siga: Kosta hvat tað kosta vil, eg vil hoyra Jesusi til, sjálvt um eg veit, at eg má broyta mítt lívs minstur! Eitt lív saman við Jesusi kann hava tann týdning, at tað eru vinir, sum vit ikki meira kunnu hava nakað til felags við. Tað kann vera ymiskt vit hava haft til felags saman, sum nú er ímóti okkara nýggju natúru. Og tað eru gamlir siðir, sum skulu takast burtur. Tí tað, at hoyra Jesusi til fevnir um alt, sum vit gera. Umvendingin førir við sær, ikki bert at fara frá tíð gamla, eins og við tollaranum Levi, men er at velja, at fylgja Jesusi. Tað, at taka ímóti Jesusi, so henda stór undur, vit verða ein nýggjur skapningur. Gud gevur okkum mót og styrki til, at slíta við bundinheit av narko og alkaholi, ella av øðrum ósjónligum leinkjum. Syndfrí blíva vit á ongum sinni, men syndin missir sítt sterka tak í okkum, við tað, at slíta við tað gamla, og fylgja Jesusi. O, Jesus, lat upp míni eygu, at mína ogn eg síggja kann! Og lat meg krúnuna ei gloyma, tú goymdi mær frá fyrstu tíð! (MS. 18, 1 & 6)

 

Fríggjadagur 26.08.2011

Hvat vilt tú verða í ævinleikanum,

ein glataður syndari, ella ein frelstur syndari?

 

…samsvarandi tíðarháttinum í hesum heimi, eftir hansara lagi, sum valdar herliðinum í luftini, tí anda, sum nú er virksamur í børnum ólýdnisins. (Ef. 2, 5)

Paulus skrivar, at eitt menniskja, ið er andaliga deytt, leiðist avtíðarháttinum í hesum heimi”, eins og hørðum streymi, sum tekur alt við sær, so langt sum hann rekur, og sum verða stýrd av verðsins gudi. Tey andaligu deyðu trúgva, at tey sjálvi velja og stýra sínum hugsanum, men tað gerða tey bert partvís. Tær stóru avgerðinar leiðir tíðarhátturin í hesum heimi tey at takað. Og verða tey ikki fríðgjørd av, at Gud setur inn, so vil slave støðan undir sama verðsin tíðaranda føra til tað støðu, at Bíblian talar um neyðina av, at vera frelst, er tokutala fyri teimum. Jesus lýsir tey á hendan hátt: ”Lat hini deyðu jarða síni deyðu.” (Luk 9,60)

Mong trúgv, at tað er talan um utrudding, tá ikki kristin doyggja. Men Bíblian sigur greitt, at tað er ikki so. Í orðalagnu hjá Bíbliuni so verður eitt hvørt menniskja, sum ikki er føtt av nýggjum, umtala sum ein, ið ikki fær lut í tí æviga lívinum í samfelagi við Gudi. Tá Adam og Eva lótu seg freista til at ganga ímóti Guds boðum, so mistu tey sambandi við Gud, tí tey valdu at fara í felag saman við satan, sum fyri ævir vil verða undir Guds dómi og straf.

Vit standa yvir fyri einum valgi, antin at blíva fødd av nýggjum, ella áhaldandi andaliga deyð. Liva okkara lív víðari antin hjá Gudi í Himlinum, ella fyri ævir saman við djevlinum í helvidis dýpi. Hettar er óiva hør tala, men eisini verðuligir upplísingar, sum Gud gjøgnum sítt orð hevur givið okkum, so eingin skal glatast grunda á óskynsemi.

Týsdagur 23.08.2011

Blóði sum rann

 

...tú varðst dripin og við blóði tínum keypti tú Guði menniskju av øllum ættargreinum og tungumálum og tjóðum og fólkasløgum. (Opb 5,9)

Ein undurfull hugsan - Gud hevur keypt okkum! Ikki bert nøkur fáa útvald, men allar heimsins ættir og tungumál og tjóðir. Vit eru keypt við Jesusar blóði. Sátan hevur ikki longur nakran rætt ella megi til at krevja okkum eftir nøkrum, um so er, at vit hava lati Gud seta okkum í frælsi fyri at hoyra honum til og tæna honum eina.

Tað  er ræðuligt at hugsa sær, at ótaldir skarar ikki vilja vita av Jesus, og at Gud hevur keypt tey frí, so tey kunnu liva eitt lív í hansara vælsignilsi, friði og gleði, og ikki vilja taka ímóti Guds frelsu, men liva við ryggjunum vendum ímóti honum. Og ein ræðulig hugsan, at mong ikki hava tann møguleikan, at hoyra um Guds kærleika og um frelsuna í Jesusi Kristi. Tey hava tað verri enn hin burturfarni sonurin, sum tó ynskti at venda heim aftur til Faðirin. Mong hava spilt teirra lív til ein træla tilveru í synd og eru ikki longur sjálv harrar yvir, hvat tey vilja, og mugu síggja seg sjálvan ganga vit longum fetum niðureftir til størri og størri vónloysi. Men eisini hesi menniskju eru keypt til frælsi og til eitt ríkt lív saman við Gudi. Og vit eiga at bera boðini víðari. Markirnar eru hvítar, innheystingarnar tíðin er her, hvør skal bera avgrøðina í hús? O, sælasti dagur, í vónum vit vænta, tá Guds ríki vorðið á foldum er vist, tá menniskjaættin her loysn hevur funnið, og øll skulu sanna, at Harrin er Krist... (Ms. 575, 1)

 

Sunnudagur 21.08.2011

Harrin, er mín styrki

 

Tí at fikutræið blómar ikki, og víntræið gevur ongan ávøkst, oljugróðurin svitast, og akurlendið gevur onga føðslu, seyðurin er rændur úr støðunum, og neyt eru eingi eftir í fjósunum. Men eg vil gleðast í Harranum og fegnast í Guði frelsu mínar. Drottin, Harrin, er mín styrki; hann ger føtur mínar sum hindanna og letur meg ganga yvir hæddirnar og hevja song við streingjaleiki. (Háb 3,17 – 19)

Um so var, at alt tað, sum um kundi geva okkum inntøku misseydnaðist og einki vísti seg at eydnast fyri okkum, vildu vit tá eins og Habakuk sagt:”at eg vil fegnast , tí Harrin, er mín styrki”! Tað er lætt at siga, til tín Gud, eg havi sett mítt álit, men gera vit nú tað, um regni ikki kemur, so jørin ikki gevur tað, sum er sáða. Ella vit verða rakt av eini sjúku, ella arbeiðloysi?

Um so er, at vit eiga nok av øllum, so er tað lætt at siga, at vit hava álit á Gud. Men sannleikin er nok tann, at vit stóla meira uppá okkara góðs og gull enn á Harran. Dávid hevði eina heilt aðra áskoðan, tá hann skrivaði: Harrans ráð eru rætt, gleða hjartað. Harrans boð eru rein, gera eygað bjart…. Teir eru dýrari enn gull og fjølmangir gripir.” (Sl. 19, 9 & 11)

Seta vit okkara álit á Gud, tá skulu vit ikki blíva til skammar, um so alt tað, ið vit sjálvi hava samla blívir til einkis. Harrans lóg og orð blíva aldrig burtur. Og er hann bert við okkum og vit við honum, tá er alt gott, sjávt um vit ikki kunnu síggja tað, tí hann er okkara styrki.

Leygardagur 20.08.2011

...hvítar sum ull.  (Jes 1,18)

Hvør kann vera hvítur eins og ull? Tað kann bert tann, ið er reinsaður frá teirra synd við trúnni á Jesus. Í einum eygnabrá kann ein syndari við trúnni blíva rættvísgjørt og ikki meira vera merktur av syndanna óreinsku og blívur tí, hvítur sum ull. Men tað kemur eitt stríð aftaná, at halda seg frían frá syndanna skarni. “...sælur er tann, sum vakir og varðveitir klæði síni...” (Opb 16,15) Frelsan er ein náði gáva, men vit eiga at vakja og biðja fyri at varðveita hana. Nøkur í langa tíð. Onnur eins og røvarin á krossinum, sum tók ímóti Guds frelsu fáa bert eina stutta tíð. Men felags fyri tey øll er, at eingin kemur til Guds paradís uttan rættvísis búnan.

Á hvønn hátt kunnu vit so vakja? Ein góð mynd er, tá Ísraels fólk fór út úr Egyptalandi. Tey skuldu standa tilreiðar, so tey til eina og hvørja tíð kundu fara avstað. Á sama hátt skulu vit eisini vera tilreiðar, um tað so er á degi ella nátt farast skal. O, Jesus, títt navn mær í hjarta lat glógv sum brandur á nátt; tað gevur mær gleðina bjarta, tann frið, sum eg ei havi átt! So djarvur um fjørðin eg fari, um íðan hon brýtur so stríð, at sovna og vakna eg tori, at liva og doyggja í tí. (MS. 654, 2)

 

 

Mikudagur 17.08.2011

Eg havi talað opinberliga fyri heiminum... (Jóh 18,20)

Teir handtóku Jesus í Getsename hava. Stutt eftir bleiv hann avhoyrdur av Annas, sum nøkur ár undan var koyrdur frá sum ypperstaprestur av romarum, men hevði størri umdømi enn tann av romarum innsetti Kajfas. Annas spurdi Jesus út um hansara lærusveinar og um hansara læru. Jesus svaraði honum: “Eg havi talað opinberliga fyri heiminum...og í loyndum havi eg einki talað...Spyr teir, sum hava hoyrt, hvat eg havi talað til teirra.” Av hesum orðum er tað eins og vit fáa innlit í, at Annas ikki sjálvur hevði søkt sær kunnleika ella hoyrt, hvat Guds Sonur, tann lovaði Messias, hevði at siga.

Eisini í dag er kristindómsins boðan opin og hevur einki at fjala. Tí alt, sum Gud hevur tala tolir ljósi øvut loyniligum felagsskapum. Mong eru enn í dag meinlík Annas. Tey hava á ongum sinni sjálv hoyrt, hvat Jesus hevur at siga, men krevja sær rætt til at døma hann, tann heilaga, sum var uttan synd. Men vit vilja tilbiðja, æra og tæna honum fyri alt tað, hann hevur gjørt fyri okkum, tí vit vita, at hann er kongana Kongur og harrana Harri, almáttugur Gud og okkara Frelsari. Halgur, halgur, halgur! Harri, Gud alvaldi! Himmal, jørð og hav skulu prísa navn títt hátt. Halgur, halgur, halgur! Náðibrunnur baldi! Faðir, Sonur, Andi, eigur allan mátt! (SB. 344, 4)

 

Týsdagur 16.08.2011

...bannaður av Guði... (5 Mós 23)

Millum tær lógir, sum Harrin við Mósisi hevði ásett fyri Ísraels børn, var eisini hendan: “Tá ið maður ger seg sekan í deyðasynd,  og hann hevur latið lív, og tú heingir hann upp í træ,tá skalt tú ikki lata likam hans hanga alla náttina uppi í trænum, tí at hvør tann, ið hongdur er, er bannaður av Guði.” (5. Mós. 21, 22 - 23)   Tað var ein døpur bakgrund fyri tí banning, sum Jesus var fyri, tá hann var dømdur til deyða og krossfestur. Paulus skrivar: “Kristus keypti okkum undan banning lógarinnar, við tað at hann varð banning fyri okkum, — tí at skrivað er: »Bannaður er hvør tann, sum á træi hongur«” (Gal 3,13)

Vegna tess, at Jesus barð syndir okkara og bleiv hongdur á eitt træ, so fór Gud frá honum í teimum døpru tímum á krossinum, og lat banning sína verða yvir honum. Hansara lærusveinar vóru ræddir og rýmdu, og háarnar orðini, ið vóru rópt til hansara, so sum: “Øðrum hevur hann hjálpt, men sær sjálvum er hann ikki mentur at hjálpa!” (Matt 27,42), náddu upp til hansara. Men fyri okkara skuld helt hann út forbannilsi, tey háðandi orðini og ótolandi pínu.

So álvarsamt tekur Gud um syndina, at, um so er, at hon ikki verður fyrigivin, so førir hon við sær hansara banning, revsing og deyða. Tað, at Jesus bleiv forbannilsi fyri okkara skuld, skilja vit ikki heilt dýpdina av, tí so stóra pínu og so stóra syndabyrðu kann eingin meta um. Vit fata heldur ikki, “at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.” (Jóh 3,16)

 

Leygardagur 13.08.2011

Hann fyrigevur øll misbrot tíni, hann grøðir allar sóttir tínar. (Sl 103,3)

Bíblian lærir okkum um nakrar sannleikar, sum tað er góð grund til, at taka til eftirtektar. Mong meina, at Gud tekur burtur allan sjúkdóm frá okkum, um so er, at vit trúgva á hann. At hetta  ikki er rætt, tað minna mong støð í NT okkum um. At Gud í sínum kærleika kann loysa okkum frá mongum sjúkum er nakað heilt annað.

Tá vit lesa Jesaja og tað, sum har stendur: “Ger hjartað hart í hesum fólki, ger oyru teirra deyv og eygu teirra blind, so at tey síggja ikki við eygunum og hoyra ikki við oyrunum og fata ikki við hjartanum so mikið, at tey kundu vent við og verið grødd . (Jes 6,10) Her síggja vit týðuliga, at her er talan um sálarligan/andaligan sjúkdóm, sum bert Gud kann grøða. Gud veitir okkum á ongum sinni fyrigeving uttan samtíðis at endurnýggja “heilsuna” okkara hjarta. “Synd er ein sjúka í okkara sál!” Umfatar Guds fyrigeving ikki eisini okkara heilsu av hjarta okkara, ella skulu vit verða ónd fyri altíð.

Vit hava tí tørv á einum inntrivi, ið inniber bæði fyrigeving og grøðing fyri sál okkara, sum er skadd av syndini, og at hon er heilt ónýtilig sum kenslulig - skráseting í einum nýggjum likami. Syndin, sum ikki er lekt, vil støðugt stremba eftir synd og uppreisn móti Gudi, og vil ikki gleðast í Guds náði. “Men hann varð særdur vára synda vegna og sundurbrotin vára misgerða vegna; okkum til friðar kom revsingin niður á hann, og av sárum hans fingu vit heilsubót.”  (Jes 53,5)

 

Fríggjadagur 12.08.2011

Guds ómetaliga megi

...hin ómetaligi stórleikin í mátti hansara er viðvíkjandi okkum, sum trúgva, samsvarandi kraftini í veldis megi hansara. (Ef 1,19)

Tey heilagu í Efesus høvdu fingið fyrijáttanina Heilaga Andan, sum var teimum eitt veð um arv teirra. Men tað var nakað, ið tey ikki høvdu. Paulus bað um, at Gud mátti geva teimum vísdóm og opinberingar Anda, og vísti til: “Og hvør hin ómetaligi stórleikin í mátti hansara er viðvíkjandi okkum, sum trúgva, samsvarandi kraftini í veldis megi hansara, v20 sum hann sýndi í Kristi, tá ið hann vakti hann upp frá deyðum og setti hann við høgru hond sína á himnagrundum.” (Ef 1,19 - 20)

Hava vit góðtikið og taka tað róligt, hvat vit longu vita um Gud? Ella leita og sóknast eftir meira og ynskja, at tann kraft, sum reisti Jesus upp frá deyða, eisini vil verða virkin í okkum, ikki til egnan stórleika, men til gagn bæði fyri okkum sjálv og onnur, sum vit tá betur kunnu vegleiða?

Mong kenna, at tey mugu víðari, men vita ikki á hvønn hátt. Tey skulu vita, at Gud hevur umsorgan fyri sínum fólki og vil, at øll menniskju skulu vita meira um hann og hansara kraft. Vit eiga ikki at góðtaka og taka tað róligt, við tí, sum vit hava fingið, tí Guds gáva til okkum er so stór og ómetaliga rík og umfatandi, at vit á ongum sinni náa til endan av hansara gávuvum. Hann vil útbúgva okkum, so vit kunnu standa ímóti teimum mongum villleiðandi røddum, sum ljóða til okkara alt lívið. Sátan vil villleiða og ræna og herja, oyðileggja og drepa, bæði andaliga og likamliga. Tí mugu vit útbúgvast við øllum Guds fulla útbúnaði, so vit kunnu standa honum ímóti, og standa á trúarinnar fasta grundvølli og Guds mongu ríku lyftum. Vit vita, at Gud á ongum sinni vil svíkja, og at eingin kann ríva okkum úr hansara hondum.

Mikudagur 10.08.2011

»Her er ein smádrongur, sum hevur fimm byggbreyð og tveir fiskar; men hvat munar tað hjá so mongum?« (Jóh 6,9)

Í fylgi við Jesus vóru tað meira enn fimm túsund menniskju, og tað var eingin møguleiki, at fáa til vega mat til tey øll. Tá spurdi Jesus Filip, á hvønn hátt teir kundu fáa fatur á mati. Jóhannes skrivar, at tað var fyri at royna hann, tí sjálvur visti hann, hvat hann vildi gera.

Tá vit eru í eini støðu, sum illa fæst yvirlit yvir, so kundi tað hugsast, at Jesus eisini til tíðir vil drála við at vísa okkum ta røttu loysnina fyri at royna okkum. Og tað kundi hugsast, at vit mangan skunda okkum at gera nakað, ið kann forbrongla alt. Men lívsins trupulleikar eru ikki eitt spæl. Loysa vit teir á skeivan hátt, so kunnu fylgjurnar av teimum tyngja okkum í langar tíðir aftaná. Skulu vit tá verða bangin fyri at fara til verka? Nei! Men vit eiga til eina og hvørja tíð, fyrst leggja okkara trupulleikar fram fyri Gud og biðja hann loysa teir ella geva okkum tær røttu hugsan, so vit kunnu royna at gera tað á rættan hátt.

Jesus sá ein møguleika í tí lítla dreinginum, sum hevði fimm byggbreyð og tveir fiskar, meðan Filip byrjaði at rokna uppá, hvussu mangir denarar, ið skuldu til, um so var, at teir vóru noyddir at keypa breyð til so mong menniskju. Á sama hátt vil Jesus enn í dag síggja okkara trupulleikar og neyð á ein heilt annan hátt enn vit sjálvi gera. Skulu vit fylgja Jesusi, so hava vit fyri neyðini, at hava trúgv. Eingin uttan Jesus kundi síggja nakran útveg í teimum fimm byggbreyðunum og teimum tveimum fiskunum. Og so var tað harumframt, so fjøldin kundi eta so nógv tey vildu, og víðari,  tólv tægur av molum lupu av. So har var nokk til øll.

 

 

Týsdagur 09.08.2011

Og eg sigi tykkum: Biðið, og tykkum skal verða givið; leitið, og tit skulu finna; bankið uppá, og upp skal verða latið fyri tykkum. (Luk 11,9)

Jesus vísti lærusveinum á, á hvønn hátt teir skuldu vera áhaldandi í bønini, og tók dømi út frá dagligdegnum, sum teir kendu. Hann greiddi mangan frá, at vit skuldu vera úthaldandi í bønini og ikki geva upp. Frásøgnin um tað kananeisku konuna, hóast mangar noktanir bleiv hon við  at biðja, til Jesus sá, hvussu stór hennara trúgv var, og tað lærir okkum, at vit eiga ikki at gevast, men vera úthaldandi í bønini.

Man Gud ikki á sama hátt royna okkum? Um so var, at hann gav og gav út í tað óendaliga uttan at vit vístu trúgv og  ágrýtni, so vildu vit skjótt verði eins og forkelaði børn. Tí heldur Gud mangan aftur, við at geva okkum tað, vit biðja um. Gud svarar ikki bert teimum bønum, sum eru um halgan og hansara ríkis arbeiði. Eisini okkara persónligu umstøður í stórum og smáum hava vit loyvi til óræddur, at bera fram til hansara í bøn.

Jesus sigur heldur ikki, at vit mugu ella kunnu biðja, men at vit skulu biðja. Tí uttan bønsins halgan og ávirkan, so hava vit ov lítla kraft til at standa ímóti álopum sátans. Jesus bað sjálvur nógv. Hansara lív var eins og ein røð av bønum, inntil hann gav upp anda á Golgata krossi. Vilja vit verða Jesu eftirfylgjara, so mugu vit læra, at bera alt fram í áhaldandi bøn til Gud. Fyri frið at fáa til at biðja fór til fjals hann manga kvøldarstund, meðan alt, ið skapt var, kundi tiga, unti hann sær ikki tryggan blund. MS. 521, 2)

Mánadagur 08.08.2011

Luther skrivaði: Guds orð og tær kristnu bønirnar halda heiminum uppi! Tað er ein stór ábyrgd, ið verður løgd á okkum. Bønin hevur mangan ikki fyrsta pláss í lívið okkara. Tað eru onnur mál, sum treingja meira á. At biðja fyri orðsins tænarum. Bleiv Guds orð og tær kristnu bønirnar tiknar út úr heiminum, hvat bleiv so eftir umframt rá sjálvgóðska. Vit gloyma, at tað, ið gevur pláss fyri næstakærleika, er at Gud virkar við, at fólk hansara bera orði fram og biðja. Misrøkja vit hetta, so fremja vit antikrist anda, sum fer fram og spreiðir deyða og oyðing. Gott nokk er tíð hansara fastløgd, og vit  kunnu einki broyta við tað og at hann kemur. Men vit kunnu sáað Guds orð og biðja um, at Guds frelsu boðskapur verður tikin ímóti í trúgv.

Bønin og orðsins tænasta er tað einasta, ið kann spreiða vón og virka ímóti tí roti, sum alt ov skjótt breiðir seg frá avgrundini og fúrstin av avgrundini er leiðari. Skjótt vil tað koma yvir jørðina og royna at køva tær síðstu restir av kristindóminum, so hann tagnar og ikki longur torir at tala antikrist anda ímóti. Men lat okkum trúliga blíva  við at biðja og bera orði fram, so at tað sanna ljósi frá Gudi støðugt má lýsa, so at mong kunnu finna tann rætta vegin

 

Leygardagur 06.08.2011

Men við tað at brúðgómurin dvøldi við at koma, kom tyngd á tær allar, og tær sovnaðu. (Matt 25,5)

Hendan frásøgn er tíverri eisini viðkomandi í okkara tíð. Tað við, at bíða ár eftir ár, at Jesus skal koma aftur, hevur tað við sær at mong blíva dølsk, so tey andaliga falla í dvala, og ikki syrgja fyri at hava nokk av olju á lampuni.

Hans Agerbek hevur ein sálma í Sálmabókini (SB. 349) Klokkan slær, tíðin fer, ævin endaleys fyri er. Men tað var kanska lættari at vera ein kristin tá. Marki millum heimin og tey kristnu var nógv størri tá enn nú, og á sama hátt var samanhaldi millum tey kristnu nógv sterkari. Tað var einki radio/sjónvarp, sum fyllir frítímarnar, so tað bleiv tíð til at hugsa um tað æviga halgumálið. Av og á bleiv lisin ein lestur ella ein uppbyggjandi bók, og tað bleiv sungið sangir og sálmar. Tað var ein vissur ótti fyri at missa trúnna, sum mong høvdu haft tungar løtur í bøn og  rannsókn fyri at náa fram til. Hendan óttan kenna vit ikki á sama hátt í dag. Og tað kemur kanska av tí, at tað ikki er tann sami hjartaylur millum tey kristnu í dag.

Á, hugsa tær, um tú og eg tá verða, í lag við teim, hvørs olja øll er brend, og lampur várar uttan ljós tá bera, av brúðgóminum aldri verða kend! (MS. 189, 3) Hesi orð eiga at vera ein ávaring til okkum um, at vera vakin og av allari megi dríva tað andaligu tyngdina vek, so at vit ikki “vakna” við Harrans afturkomu og síggja, at vit mangla olju á lampum okkara.

Fríggjadagur 05.08.2011

Nei, tú plágaði meg við syndum tínum og møddi meg við misbrotum tínum. (Jes. 43, 24)

Hesi orð eru talaði til Ísrael. »Allan dagin rætti eg út hendur mínar móti einum ólýdnum og tvørsintum fólki.« (Róm 10,21) , men tað hóskar eisini til okkum. Og tey næstu orðini á  sama hátt: “Men á meg hevur tú ikki kallað, Jákup, og ikki møtt teg mín vegna...Nei, tú plágaði meg við syndum tínum og møddi meg við misbrotum tínum.” (Jes. 43, 22 & 24) 

Mong kýta seg ikki fyri Guds skuld ella bera bønir við takkargerð fram fyri hann, men plága hann við at díkja synd omaná synd. Men Guds tolsemi er langt, og hann rættir hendur sínar út og sigur, at vit skulu koma, sum vit eru. Sjálvt um okkara synd  illa fæst yvirlit yvir, so vil hann reinsa okkum, so vit kunnu standa rættvís og heilag inni fyri honum.

Vit troyttast bæði fysiskt og andaligt. Og vit hava so lætt við, at missa okkum burtur, so vit illa varnast, at vit koma til at líkjast heiminum. Vit kalla tað tillaging, men Gud kallar tað ólýdni og treiskni. Skjótt kann lívsleið okkara verða á enda. Og kunnu vit ikki tá rætta okkara hendur út til hansara, sum hevur lyklarnar til deyðan og deyðsríki, er okkara skeið at enda komi, men uttan meining. Lat okkum so leingi tað enn eitur í dag, brúka tað  dýrabaru tíð og venda okkum frá ólýdni og treiskni, og taka ímóti Guds útrættu hond. Jóhannes skrivar hesi undurfullu orðini: “Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn hansara.” (Jóh 1,12)

Hósdagur 04.08.2011

»Æra faðir tín og móður tína« (Matt. 15, 4)

Hesi orð Jesusar eru frá 5. boði. Í 2. Mós. 21, 17 stendur: “Tann, ið biður ilt yvir faðir og móður, skal týna lívið.” (2 Mós 21,17) Paulus skrivar: “Æra faðir tín og móður tína,« — hetta er hitt fyrsta boðið við fyrijáttan.” (Ef 6,2) og tað er: “so at tú mást liva leingi í tí landi, sum Harrin, Guð tín, vil geva tær!” (2 Mós 20,12)  Paulus skrivar víðari: “Men um einhvør ikki hevur umsorgan fyri sínum egnu og serstakliga fyri húsfólki sínum, tá hevur hann avnoktað trúnna og er verri enn vantrúgvur.” (1 Tim 5,8)  Sum tíðin líður, so hevur hetta boði mist sín týdning fyri mong. Men ikki fyri Gudi. Jesus segði, at áður skal himmal og jørð forganga enn tann minsta flindur verða tikið av lógini.

Tað 5. boði er ikki ein byrða, ið er løgd á okkum, men ein gáva, fyri at einki menniskja skal vera uttan Guds og menniskjans kærleika og umsorgan. At tað í dag ikki er á sama hátt, vísir, at vit eru harðhjartaði og bert hugsa um okkum sjálvi, og ikki um, at vit eru lógbrótarar yvir fyri Guds boði. Vit kunnu lova Guds kærleika inn í okkara sál og sinn, uttan at geva kærleikan víðari til tey, ið treingja til hann. Tess meira vit geva av okkara kærleika, tess meira fáa vit aftur. Tá vit vísa øðrum kærleika, tá vísa vit eisini okkara kærleika til Gud.

 

Sunnudagur 31.07.2011

Álit

 

...teir líta á teg, ið kenna títt navn... (Sl 9,11)

Guds dýrabara navn stendur fyri endaleysum miskunnsemi. Tey, sum hava líta á Gud, kunnu tí álitisfullt seta sítt álit á Hann og hvíla í, at tey hava ein stóran Gud, ið ikki gloymir tey, ið søkja Hann. Eisini tá ta koma tíðir við tungum byrðum, kunnu vit hvíla í áliti á Guds umsorgan, og ikki hoykna undir vektini av henni.

Gjøgnum farnar tíðir hevur Guds navn veri eitt skjól, har mong hava flýggja til í tungum tíðum. Dávids sálmar eru fullir av áliti á Guds umsorgan. Hann kundi gloyma fíggindan, byrðarnar og trupulleikarnar og lata seg fylla av gleði og fagnaða og lovprísa Harrans navni og siga: “Harrin er teimum neyðstøddu skjól, skjól í neyðartíðum” (Sl 9,10)

Fyri Dávid var lovprísan av Guds navni so natúrligt, at tað var ein partur av dagligdegnum. Tað má læra okkum, at vit ikki skulu bert hyggja uppá trupulleikarnar, sum tyngja okkum, men at hyggja uppá, at Gud svíkir ikki tey, sum kenna hann og kalla á navn hansara. Harvið kann Guds fólk vera sterkt, har onnur eru veik. Okkara djúpa hjartasuff í mótloysi broytist til álit á Guds navn, sum vil lyfta okkum og vera okkara vernd og tann sterka borg, har vit kunnu flýggja til í trongdum okkara. Lat okkum eins og Dávid fyllast av lovprísan og álit. Jesu navni aldri bliknar, slítist ei av tíðar tonn, og tað savna kann øll somul, leiða sálir fram á mál! MS. 69, 1

 

Leygardagur 30.07.2011

Sælur er maður, ið lít sína hevur til Harrans... (Sl. 40, 5)

Sum árini gingu, so bleiv lovsongur Dávids meira inniligur, og tað merkir, at “...orð hans vóru mær á tungu løgd.” (2 Sám  23,2) Hansara orð og lovsangur fingu tað fyllu, tí hann støðugt søkti nærri og nærri inn til Gud. Fyri hann var sæla, ikki bert eitt orð, men ein støða, sum kundi fáast við, at vera lýðin móti Guds orði: “Sæl er tann tjóð, ið hevur Harran til Guð...” (Sl 33,12) Árini hjá Dávidi saman við Gudi, høvdu lært hann, at tað, at hava álit á Gud, leiddi til sælu. Og at tað kundi seta síni spor, um so var, at ein heil tjóð hevði valt, at tæna Gudi.

Vit hava lætt við at síggja Dávid sum ein lýsandi  vitnisburð um, hvør sæla eitt lív kann verða. Hansara brek eru næstan fjald í hansara opinlýsta trúskapi og kærleika til Gud. Ikki løgi, at Gud havnaði brøðrum hansara til konga, tá teir reyðu kjálkarnir á seyðadronginum høvdu slíkt skap, at hann kundi blíva maðurin eftir Guds hjarta.

Vegurin til hesa sælu, Dávid tosar um, er eisini opin fyri okkum. Leingjast vit eins og hann eftir at mettast av henni, so mugu vit sama veg og læra at vera lýðin móti Guds orði og hvíla í hansara lyftum. Men leingjast vit ikki eftir at mettast og at sløkkja tostan av Guds sælu og hvíluna í honum, so er tað ikki Guds feilur, men okkara egni. Vit eiga fyrst av øllum, at søkja Guds ríki og hansara rættvísi og til eina og hvørja tíð hava Guds orð fyri eyga. Tá vilja vit sanna, sælur er maður, ið lít sína hevur til Harrans.

Ólavsøkudagur 29.07.2011

 

 ...tí at tað, sum maður sáar, tað skal hann eisini heysta.  (Gal 6,7)

Alt okkara lív er ein fyrireikan til ævinleikan. Eins og sáði er, á sama hátt er heystingin. Skulu vit siga nakað, sum vit vita skal takast uppá band, so hugsa vit nógv yvir, hvat vit eiga at siga og á hvønn hátt vit bera tað fram. Á sama hátt ávarar Bíblian okkum um tankaleys orð og gerðir og minnir okkum á, at Gud ikki gloymir, hvat vit siga og gerða. Tann, sum meinar at hann kann liva eftir sínum egna hugi og trúgv, og ikki setir sín spor, er ógvuliga óhyggin.

Vit seta øll spor, bæði andaliga og tímeliga eftir okkum. Tí eiga vit at royna okkum sjálv, og støðugt skunda undir, at okkara sáð, má seta dám av einum lívið í bøn og samfelag við Guds orð. Tað vit sáða, vil koma til, at seta spor, sum blíva standandi, og vil koma at standa sum ein ákæra ella verja hjá Gudi.

Vit kunnu halda, at tað er tungt skulu umhugsa alt, hvat vit skulu siga og gerða. Men fylgja vit veruliga Gudi, so blíva vit merkt av honum, at vit heilt einkult byrja at hyggja at okkara livihátti útfrá Bíbliunar sjónarmiði. Bíblian er ikki ein gomul, ótíðarhóskandi bók, men er til eina og hvørja tíð viðkomandi, og talar beint inn í gerandisdagin. Tí er hon ein góð læribók, at hava sum stuðul fyri okkara dagligu ferð. Rætta vit okkum eftir Bíbliuni, so vil tað, vit sáða blíva eitt gott sáð til gleði og gagn bæði fyri okkum sjálv og fyri onnur.

 

Ólavsøkuaftan 28.07.2011

Verið tí vakin

 

Men endin á øllum lutum er í nánd; verið tí vaknir og ódruknir til bønir! (1 Pæt 4,7)

Eru vit eftiransin og síggja, at endin á øllum er nær, og at Harrin Jesus kemur aftur at døma livandi og deyð. Alvakin hevur tann tídning, at vit bæði likamliga og andaliga eiga at seta alt inn fyri ikki at tarna okkum og altíð vera til reiðar at biðja. At vera alvakin er neyðugt, so at vit kunnu halda frástøðu frá heimsins ljósi og ognartrá. Altíð halda lampu okkara brennandi og hava nokk av olju á, so at Jesu afturkoma ikki kemur óvart á okkum. Eru vit ikki alvakin, so steðgar okkara andaligi vøkstur.

Fyri at vaksa mugu børn fáa góðan mat. Á sama hátt er góður andaligur matur neyðugur, um so er, at vit skulu mennast frá okkara byrjunar støði saman við Jesusi. Pætur skrivar víðari: “fyri at tit kunnu vaksa av henni til frelsu.” (1 Pæt 2,2) Vit skulu vaksa  “sum Libanons sedristræ.” (Sl 92,13)   “Til eitt heilagt tempul í Harranum.” (Ef 2,21)   “So at tit, rótfestir og grundfestir í kærleika, mega verða førir fyri at fata saman við øllum hinum heilagu, hvat ið er breiddin og longdin og dýpdin og hæddin.” (Ef 3,18) “Men at vit, sannførir í kærleika, skulu í øllum lutum vaksa upp til hansara, sum er høvdið, Kristus.” (Ef 4,15)

Náðigávan til at vera alvakin og andaliga vaksin í trúgv, vón og kærleika, er givin til øll kristin. Men tað er langt frá, at øll náa so langt grunda á andaligt leti, har kunnleikin um, hvat Bíblian sigur, vantar. Tað krevur ein sterkan vilja og eyðkenni at vera alvakin. Men eisini um tað, kunnu vit biðja um hjálp til, tað, at vera eftiransin.

 

Mikudagur 27.07.2011

»Hvat eiga vit at gera, góðu menn og brøður?« »Latið tykkum frelsast frá hesi rongu slekt!« (Áps 2, 37 & 40)

Vit kunnu undrast yvir, at Pætur í síni talu sigur, at tey eiga at frelsast frá hesi rongu slekt, og ikki at tey skuldu lata seg frelsa frá glatan og ævigum dómi. Men Pætur eins og sær ígjøgnum fólki, at tað var ein ónd og sjálvsøkin slekt. Jesus brúkti eisini orðini: “O, tú vantrúna og rangvørga slekt!”  (Luk 9,41) Tað var tí tey kravdu tekin fyri at trúgva á hann. Paulus sigur nakað tað sama: “Ella hvønn lut hevur trúgvandi við vantrúgvan?” (2 Kor 6,15)  Og Pætur skrivar: “Tí at tit vita, at tað ikki var við forgongiligum lutum, silvuri ella gulli, at tit vórðu leyskeyptir frá tykkara fáfongdu atferð, sum tit høvdu tikið í arv frá fedrunum.” (1 Pæt 1,18)

Tað er nakað, vit skulu frelsast frá fyri at kunna frelsast til nakað annað. Á sama hátt, at tað ikki kann verða meira í eini fullari spann, so kann trúgvin á Jesus ikki fyllast omaná alt tað, ið heimurin hevur bjóða okkum og hevur fylt okkum við. Vit skulu frelsast frá øllum holdbundnum lærum og reingjan av fatanini av Skriftini og lurta eftir, hvat orði hevur at siga. Tað vóru 3000, ið umvendu seg, tá Pætur talaði, tí tey kastaðu alt tað gamla vek, sum fylti tey, og opnaðu seg fyri boðskapinum, ið hann kom við.

Heimurin kennir seg illa við, um so er, at vit hava hugdirvi til at fylgja Jesus. Tað kann tí koma til at kosta nógv, tað at kvetta við tann arvaða háttin og uppfatan. Tað er at taka krossin upp. Gera vit ikki tað, so eru vit ikki honum verd.

 

Mánadagur 25.07.2011

Harrin segði: “...Eg eri Guð hin alvaldi...” (1 Mós 17,1)

Harrin opinberaði seg her undir navninum: “Guð hin alvaldi!”  Tað var eitt stórt lyfti,  sum Gud gav Ábraham, at hann mátti skoytast uppí Alvalds Gud fyri at halda tað. Og hansara gerningur játtar tað, at einki er ógjørligt fyri hann. Hann býður og tað hendir. Øll orð hansara koma at ganga út.

Tað er eitt undur, tá hann eftir bøn okkara gerð okkum til nýggjar skapningar, so syndsins megi í okkum brotnar, og lív okkara blívur ein vitnisburður um tað. Tað kann bert tann Alvaldi Gud gera.

Vit sóu Guds almátts undur, tá Jesus hekk á krossinum. “Tað kom myrkur um alt landið. Og sí, forhangið í templinum skrædnaði í tvey úr erva og líka niður ígjøgnum, og jørðin skalv og fjøllini klovnaðu, og gravirnar opnaðust, og mong likam av teimum heilagu, sum farin vóru til hvílu, risu upp; og tey gingu út úr grøvunum aftan á uppreisn hansara og fóru inn í hin heilaga staðin og sýndu seg fyri mongum. (Matt 27,51 -53)

Eisini mangar aðrar frásagnir í okkara Bíbil vísa á, at Gud er altvaldandi. Ríkir hevur hann lati koma fram, og onnur hevur hann lagt í oyði. Og spádómurin av søguni um jødarnar er uppfylt á ein hátt, sum um hon var skriva eftir at alt var hent.

Sama Alvalds Gud hava vit gjøgnum Jesus fingið loyvi til at kalla Okkara Faðir! So statt eru kristin nakað serstakt! Eitt útvalt, heilagt fólk. Eitt fólk, sum Alvalds Gud tekur sær av í stórum og smáum. Alvalds Gud, vit prísa tær, lova hátt í jarðartjøldum tíni æru víða hvar vilja vit við einglafjøldum, falla tær til fóta nú, tekkja tína dýrd í trú. SB. 18, 1

Sunnudagur 24.07.2011

Eg undrist á, at tit so skjótt lótu tykkum venda burtur frá honum, sum kallaði tykkum við náði Krists, til ein annan gleðiboðskap.  (Gal 1,6)

Eftir at Paulus hevði boða boðskapin um frelsu við trúnna á Jesus til Galatar, so sat hann nú á síni triði missiónsferð í Efesus og skrivaði eitt álvarsamt bræv til teirra.

Orsøkin var, at nakrir ranglærarir vóru komnir inn og vildu venda upp og niður á tann Kristna gleðiboðskapin. Tað er tann gamla frásøgnin umaftur, um at, har Guds sendiboð hevur sáa tað góða sái, har kemur sálar fíggindin fyri at sáa vónloysi, hatur og annað, sum ikki kann byggja upp inn. Fíggindin var í hesum sambandi jødanir, ið royndu at fáa galatarnar at ivast, um Paulusar boðskapur var nokk til frelsu, ell at tað eisini mátti lógar verk til.

Tá Paulus hoyrdi um hetta, tá bleiv hann fullur av heilagari vreiði og skrivaði til galatar, at hann var apostul, útvaldur av Jesusi Kristi og Gud Faðir, og tí hevði mynduleika til, at tala, sum hann gjørdi. Tað vóru ikki menniskja orð, hann barð fram, tá hann lærdi tey, at Jesus gav seg sjálvan fyri syndir okkara. Hann helt fast um, at ta var ikki nakað annað evangelium og boðaði banning yvir tey, sum boðaðu nakað annað. Sjálvt um tað kom ein eingil við eina aðrari boðan, so bað hann tey um, ikki at lurta eftir tí.

Mong í okkara tíð, bera fram eitt annan og avlaga evanngeliie. Men tann sanni boðskapurin vil til allar tíðir verða hin sami sum tað, Guds útvalda sendiboð og apostul boðaði galatum, og sum síðani hevur verði einum óteljandi skara til gleði og frelsu. Hendan boðskap vilja vit taka til okkum sum grundvøll fyri trúgv okkara. Tí tað er einki annað evangeliie, sum vit kunnu blíva frelst við.

 

 

Fríggjadagur 22.07.2011

Og strikaði út skuldarbrævið, sum kom okkum við... (Kol 2,14)

Paulus skrivar: “at hvør muður skal verða teptur, og allur heimurin verða sekur fyri Guði” (Róm 3,19)   Tað er okkara skuldarbræv, ið forðar munni okkara. Vit hava einki at siga ímóti tí og einki at gjalda við. Men so komu tey gleðiligu boðini, at Gud hevur strika tað skuldarbræv við boðorðunum, tað sum var okkum ímót, og hann beindi fyri tí, við tað at hann negldi tað á krossin. (Kol 2,14)  Og Jesu blóð rann niðureftir tí. Tá Gud eftir tað sær tað heilaga blóð á skuldarbrævinum, so er tað ein vitnisburður um, at skuld okkara er goldin.

Mong eru tyngd av skuldarbrævinum og tess miklu stødd, tí Andi Guds minnir okkum um okkara skuld. Men í staði fyri at søkja Guds fyrigevandi kraft til eitt nýtt lív saman við honum, so søkja mong at doyva tað tyngjandi byrðuna við tí troyst, ið heimurin hevur at bjóða.

Harmar tað ikki okkum, at vit, sum vita betur, ikki hava verði meira íðin at boða tann undurfulla boðskap, at Gud í Jesusi Kristi hevur strika tað skuldarbræv, sum var okkum ímóti? Tað pínur okkara himmalska Faðir, okkara Frelsara og Heilaga Anda, at vit eru so dovnir samstarvsfelagar. Lat okkum biðja og stríðast og brúka teir møguleikar, sum vit hava, fyri at náa so mongum sum gjørligt við boðskapinum um krossins náði og krossins gátu, og at okkara skuldarbræv bleiv neglt til krossin saman við Jesusi. Reystur er renni, hoyr mína rødd: Syndin er strika, sálin er grødd. Gud blítt mær sigur, at nú er friður! Amen halleluja! MS. 357, 3

 

Mánadagur 18.07.2011

Vit takka altíð Guði fyri tykkum allar...við tað at vit fyri ásjón Guðs og faðirs várs javnt og samt minnast virksemi tykkara í trúnni og arbeiði tykkara í kærleikanum... av tí at vit vita, brøður, elskaðir av Guði, at tit eru útvaldir... (1. Tess. 1, 2 - 4)

Frá Korint skrivar Paulus tvey brøv til Tessalóniku. Hann takkar  Gudi fyri  teirra góðu byrjan, at tey vendu um frá skurgudum, fyri at tæna tí livandi og sanna Gudi. Okkara land treingir eisini til, at venda sær frá skurgudum, sum eita pengar, undirhald, drykkjuskapi, siðloysi og mongum øðrum. Høvdu vit hildið áfram, eins og tey í Tessalóniku byrjaðu, so vildu vit meira kent Guds Anda og tann ávirkan í landi okkara.

Paulus takkar Gudi fyri teirra virksemi í trúnni og teirra arbeiði í kærleikanum og gleðir seg yvir teirra áhaldni í vónini. Teir høvdu møtt nógvum trongdum grunda á   teirra trúgv, men hildu trongdina út vegna trúnna á Jesu afturkomu. Og tey vóru við teirra trúgv ein fyrimynd, ið var ásýnelig víða um.

Men Paulus gav teimum eisini eina ávaring í boðan síni um, at tey átta at ferðast siðiliga við Gudi. Gud hevði kalla tey til eina stóra uppgávu. Og eitt slíkt kall bindir, tí himmalborgarar eiga at lata alla óverdigheit liggja aftan fyri seg. Tað er eins og vit kunnu síggja trúpuleikanar hjá samkomuni. Tað vóru mong, sum vóru nýliga komin til trúgv, og høvdu tveitt skurgudanar út og skuldu nú liva sum himmalborgarar og ganga virðiliga saman við Harranum, sum tey nú tæntu. Stríði hjá hesum menniskjum er liðugt. Men um so er, at vit eru trúgv í lívið okkara við Gud og halda út gjøgnum alt tað, ið kemur á veg okkara, so skulu vit eina ferð saman við teimum luta frelsu gleðina.

Sunnudagur 17.07.2011

Hví?

 

»Hví standa tit her allan dagin fyri einki?«  (Matt 20,6)

Vit hava í líknilsinum eina mynd av víngarðs harranum, sum fleiri ferðir um dagin fór út og setti nýtt fólk í starv Og um hálvgavestur fór hann út og hitti nakrar aðrar, sum stóðu har fyri einki, og hann sigur við teir: Hví standa tit her allan dagin fyri einki?«

Vit eiga at síggja líknilsi sum eina mynd uppá Guds víngarð, har tað er arbeiði fyri øll. Eingin eigur at vera arbeiðsleysur. Men millum tey kristnu er tað ikki bert tann lítli bólkur, ið er yrkisleysur. Men tann lítli bólkurin, sum arbeiðir, meðan tann stóri stendur yrkisleysur. Vit kunnu ikki umbera okkum við, at eingin hevur sett okkum í arbeiðið, tí Gud hevur kalla okkum, og tað er arbeiði nokk til okkum øll. Kunnu vit longu nú hoyra, hvat víngarðs harrin hevur at siga við okkum, um, at vit ganga fyri einki, so vildu vit helst hoyrt, at mangar plantur eru kódnaðar grunda á ókrút og mong víntrø eru ikki skorin og bera tí ikki frugt, tí vit svíktu.

Hvønn týdning hevur tað so í royndum sagt? Tað manglar fólk til innbjóðing til møtir hjá meiniheitunum. Mong vildu kanska komi, um so var, at tey fingu eina persónliga innbjóðing. Tað mangla nøkur til at taka sær av gomlum og einsamøllum, so tey ikki kenna seg gloymd. Og tað mangla nøkur til at leiða børn og ung til Jesus. Vit kunn ikki nevna øll tey mongu arbeiði, ið bíða eftir at vera framd. Spurningurin er, um vit í trúgv taka hesi upp, og arbeiða við í Guds stóra gerningi. Tú, sum trýrt á Jesus, skjótur ver og far, í hans stóra víngarð, tak upp starvi har, ongan dag lat fara uttan verk og bøn, so skal sælan verða tær ein náðiløn! MS. 621, 3

 

Mikudagur 13.07.2011

»Um Harrin vil, og vit liva, tá skulu vit gera hetta ella hatta!« (Ják 4,15)

Vit tosa mangan og leggja ætlanir, eins og vóru vit harrar yvir okkara framtíð og forsøma at leggja afturat: “Um Harrin vil!” Hesi orð vóru nógv brúkt í gomlum døgum, og áttu ikki at veri gloymd, tá tað er Bíblian, sum lærur okkum tey, at lív okkara er eins og roykur, ið er sjónligur eina stutta stund og so hvørvur. Roykur er støðuleysur og hvørvur brátt úr eygum okkara. Og lív okkara, er mált við ævinleikans longd, at líkna við royk.

Í tí nýggja Testamentinum, lesa vit um tann ríka mannin, sum legði ætlanir um, at byggja sínar løður størri og eftir tað, at njóta lívið. Jesus segði um hann, at hann var ein dári, tí Gud í komandi nátt vildi krevja sál hansara. Alt hevði hann gjørt tilreiðar, uttan tað mest átrokandi, tað, at hava umsorgan fyri sál síni. Spurningurin er, um vit ikki á mangan hátt - kanska meira enn vit trúgva - eru líkir hesum ríka manni. Vit verða so skjótt upptikin av tímeligum áhugamálum, at tað næstan ikki er rúm fyri Gudi í lívið okkara. Men tann máttur, ið skal til fyri at vit skulu draga andan, kunnu vit ikki taka frá okkum sjálvum. Hann stavar frá Gudi, og tá hann tekur hann aftur, so halda vit uppat við okkara andadrátti. Tí eiga vit altíð at leggja afturat: »Um Harrin vil, og vit liva, tá skulu vit gera hetta ella hatta!« Fremmandur eg eri í hesi myrku verð, heimstað várt er har, sum vár Harri Jesus er, bert ein stokkut stund her við vitnisburði, song, síðan hvíldartíðin long. ST. 113, 3

Mánadagur 11.07.2011

Holdbundin heimur

 

...tí at hitt sjónliga er tímiligt, men hitt ósjónliga ævigt.  (2 Kor 4,18)

Um so var, at vit skuldu út á eina longri ferð, ja, kanska ein nýggjan bústað, so vildu vit gjørt alt okkara fyri, at gera okkum tilreiðar til tann komandi bústað. Bíblian lærir okkum, at her á jørð eru vit fremmand, útlendingar og bert vallarar, ið eina stutta stund á ferð ígjøgnum hetta lív. Og at vit í okkara nýggja heimlandi skulu njóta eina sælu, ið vil vera uttan enda. Men vit eru treisk og holdbundin, og hugsa mest um teir lutir í eru við síðuna á okkum, so at tað bert eru stuttar stundir eftir til tað ósjónliga, sum tó er tað mest umráðandi, tí tað er ævigt. 

Vit kunnu við okkara skili síggja, hoyra og kenna, at okkara holdbundni heimur er til, men har ímót eiga vit at brúka trúnna, um so er, at vit skulu uppliva tann andaliga heimin. Mong meina, at trúgv bert er eitt hugtak. Men tann, sum lesur Bíbliuna, fyri at finna fram til frelsu og endurføðing við trúnna á Jesus, koma at sanna, at trúgvin er ein veruleiki, ið kann vaksa seg so sterkan, at vit við Ápostlinum Jóhannes kunnu siga: “Vit vita!” (1. Johs.Br. 3, 2 & 14)

Eitt barn við góðum og kærleiksfullum foreldrum, hevur eitt slíkt álit til teirra, at trúgvin hjá barninum hvílur í ein støðu, sum er bygd upp í felag, og sum ikki hevur uppliva, at vera slept uppá fjall. Hetta er ein mynd uppá tey kristnu viðurskiftini til Faðirin, Sonin og Heilaga Anda. Og harvið blíva teir ósjónligu lutirnir so virkuligir fyri okkum, at teir blíva ein royndur lutur, sum vit kunnu byggja okkara lív á. Tað gevur gleði, styrki, javnvág  og frið, og harvið fær lívið meining. Vit kunnu síggja, at vit her í heiminum bert eru á ferð eina tíð, fyri at náa fram til tað  nýggja Jerusalem, har Gud sjálvur vil vera mitt ímillum okkum og í síni frelstu fjøld.

 

Sunnudagur 10.07.2011

Trúgv

 

Tit eru longu reinir av tí orði sum eg havi talað til tykkara. (Jóh 15,3)

Tá ápostlarnir, sum so mangan gjørdu skeivt, og harafturat mangt álvarsamt og Jesus, sum visti, og sum var saman við teimum tað seinasta kvøldi, at hesir komu til at gera skeivleikar, og so segði hann tvær ferðir at teir vóru reinir, tíð hansara orð til teirra, hevði fingið trúnna at spíra í hjørtum teirra.

Reinir! Ápostlarnir vóru bangnir menn, ið fóru í allar ættir tá Jesus bleiv krossfestur, og vóru heldur ikki tilstaðar tá hann var lagdur í grøvina. Men í Jesusar eygum, sum sá tað innasta í teimum, so vóru teir reinir grunda á orð hansara, og grunda á  teirra trúgv, ið sjálvt um hon sveik í mótgongd - livdi og var før fyri at festa røtur, so øll trúgv teirra framyvir vann á teirra ótta, hvat heimurin enn hevði at bjóða teimum av góðum og óndum.

Orðini, ið gjørdu ápostlarnar reinar umfatar alt tað hann hevði lært teir um deyða sín og uppreisn, har hann sum Guds offurlamb gav lív sítt fyri tað glataða mannaheim. Ein og hvør, sum trýr hesum boðskapi skal ikki glatast, men hava ævigt lív og kemur ikki fyri dómin. Jesus kom ikki fyri at døma heimin, “men til tess at heimurin skal verða frelstur við honum.” (Jóh 3,17)

Ápostlarnir vóru seinir at trúgva á Jesus og á tað, ið profetarnir høvdu sagt undan komu hansara. Men eru vit betur til tað? Tann góði boðskapurin var og er, at ápostlarnir komu at skilja Skriftina. Og tað sama vil henda okkum, um so er, at vit opna okkum fyri boðskapinum um Jesus, hvørs orð, lív, deyði og uppreisn kann reinsa okkum frá allari synd.

 

 

Leygardagur 09.07.2011

Fødd til sigurs

 

...tey, sum fáa hina ovurríku náði og rættvísi-gávu ráða í lívi við hinum eina, Jesusi Kristi.  (Róm 5,17)

Hvørt eitt einast menniskja, ið er føtt av nýggjum, er føtt til sigurs. Vit eru ymisk, men Gud er hin sami fyri okkum øll. Og vit kunnu ikki laða nakað omaná, ella gera nakað við, hvat vit eru í fastleika, ella nakað annað, men bert Jesus aleina. Paulus nítur mangan orðini: Við honum, í honum! Hann, sum gerð meg sterkan! Ella: Hann, sum virkar í mær við síni kraft! Tað er ikki, hvat vit megna, men hvat Jesus megnar. Og grunda á hansara megi, so endurføðast vit til sigurs. Gera vit so brúk av hesi sigrandi kraft?

Okkara vantrúgv og sjálvræði koma mangan í vegin, so vit ikki náa fram til teir stóru sigrarnar. Og tað fær okkum til at drála við, at svara ja til henda spurning. Men Bíblian lærir okkum, at vit kunnu sigra við at taka ímóti Guds kraft til tað. Vit eiga ikki at steðga á, og trúgva, at vit ikki kunnu koma longur. Vit eiga at læra, at hyggja uppá Jesus, og ikki uppá okkum sjálvi. Vit kunnu í okkum sjálvum einki, men Jesus kann alt, og vit eru í honum blíva vit nýggir skapningar, ið eru føddir til sigurs. Paulus ásannar, at tað er bert við Jesusi, at hann kundi útinna tað uppgávu honum var álagt. Og tað var Jesus, sum gjørdi hann sterkan.

Vit hava fingið stór og rík lyftir um sigur, um so er, at vit vilja tæna Gudi. Vár egin kraft so lítil er, at brátt berst tap í hendi; men ein í stríð við okkum fer, sum Gud við veldi sendi. Tað Harrin Jesus er, ið ein av øllum ber, ei annar Gud er til, hann okkum hjálpa vil, hann víst man valin halda. SB. 255, 2

Fríggjadagur 08.07.2011

Ávaringarnar frá Nóa

 

...Og Harrin læt aftur eftir honum. (1 Mós 7,16)

Hesi orð vísa eitt sorgblídni, ið eigu at nema við eitt hvørt hjarta. Mong árhundraðir eftir, at Ádam var myndaður, vóru tað mong menniskju, sum tað bleiv ov seint hjá, tí tey vrakaðu Guds ávaringar, sum gjøgnum 120 ár høvdu ljóða fyri teirra oyrum. Tey sóu trúar hetjuna, Nóa byggja ovurstórt skip uppi á landi og langt frá har, ið  flóta kundi, og samla djór inn, par eftir par. At enda, so lat Nóa dyrnar aftur innaní frá. Og Gud sikraði dyrnar uttan frá, so at tann stóra vatnflóð ikki megnaði at ríva hana upp. Tey mongu uttanfyri, ið høvdu háa Nóa, og ikki høvdu lurta eftir ávaringunum fórust eins og Gud hevði sagt í flóðini. Hvat mundu tey hugsa, tá tey klatraðu upp eftir fjallasíðunum, meðan vatni var í hølunum á teimum og at enda vóru stødd uppí á teimum hægstu tindum? Fyri hesi menniskju var tað ov seint!

Tað ljóða samsvarandi ávaringar til okkum í dag. Men flestu bera seg at eins og menniskjuni á Nóa døgum, og hyggja bert eftir, at onnur gera seg tilreiðar. Sjálvi gera tey einki. Hvør ein sorgarleikur at misbrúka lívið, so tað verður ov seint, attaka ímóti Guds frelsu. Guds dyr vera ikki áhaldandi opnar. Tá lívið er at enda komi, er náði tíðin eisini komin at enda. Antin er lívsins mál nátt, ella er tað ov seint at taka ímóti Guds tilboði um frelsu. Stóra ábyrgd fólkið fekk, at tað leitt av Gudi gekk, og tað boð hans fylgi. Tó so tvørsint fólkið var, ofta vreiði Guds tað bar - var ei, sum Gud vildi. MS. 613, 3

Mikudagur 06.07.2011

 

Styrki tykkara

 

...so at tit mega styrkja tykkum til at halda ferðina fram... (1 Mós 18,5)

 

Bíblian sigur tað heilt greitt, at vit koma til at møta roynslum. Annars vildi hon ikki tosa um, at vit eiga at halda út og styrkjast á ferðini. Ein trúgv, ið ikki verður roynd og nerva, er ikki mikið verd. Bert tann, ið trýr, hann kennur til, at vera nervaður. Má tað verða ein uggan fyri teg sum mitt í tínum iva er bangin fyri, at Gud hevur gloymt teg.

 

Álop er ikki eitt tekin um veika trúgv. Tí bert tann livandi og virkna trúgvin verður álopin. Í sálma 42 møta vit einum persóni, ið er álopin. Har stendur millum annað:»Hví hevur tú meg gloymt? Hví skal eg sorgarklæddur ganga, av fíggindum kúgaður?« (Sl 42,10)  Sum hjørtur tráar eftir rennandi áum, so tráar mín sál eftir tær, o Guð!” (Sl 42,2) Tann longsul og troyst eftir Gudi, ið vit møta í hesum sálma, vitnar um stórt álit - um eitt menniskja, sum fyri hann hevur Gud alt at siga.

 

Vit eiga at taka roynslunar av Guds hond. Jákup skrivar: “Haldið tað, brøður mínir, fyri bera gleði, tá ið tit verða staddir í ymsum freistingum, við tað at tit vita, at roynslan av trúgv tykkara virkar tolmóð.”(Ják 1, 2 - 3) Tá okkara trúgv verður roynd, so førðir tað til úthaldni. Vit eiga tí ikki at standa misnøgd og spyrjandi yvir fyri Gudi, tá hann førir okkum út í nakað, ið seinri í lívinum vil blíva okkum eitt dýrabart minni. Tá vit umsíðir náa málinum og koma heim til Gud, tá skulu vit síggja alt, ið er hent í hansara ljósi. Og tá vilaja vit verða eins takksom fyri tær myrku og stormandi stundir sum fyri viðgongd og ljósar dagar. Vit læra aloftast og kenna Guds nærveru sterkast í myrkri og mótgongd.

 

Máttu vit haft styrki til, at halda út í roynslum og ikki gloyma lívsins sigurskrans, sum hann hevur lova øllum teimum, ið elska hann.

 

Sunnudagur 03.07.2011

 

Jesus talsmaður syndaranna

Børn míni!...fyri at tit ikki skulu synda...Og tó at onkur syndar, tá hava vit ein talsmann hjá faðirinum, Jesus Krist hin rættvísa...tó ikki bert fyri okkara, men eisini fyri syndirnar í øllum heiminum. (1. Jóhs. 2, 1-2)

Bíblian sigur okkum greitt, at Gud ikki hevur givið okkum frælsi til at synda, men til at velja. Og velja vit eitt lív uttan Hann, so blívur tað eitt lív, har vit sjálv mugu bera syndir okkara og taka tað revsing, tað førir við sær, at vraka Guds boð og samtygtir.

Paulus skrivar til samkomuna í Rom. (...og havið ikki tílíka umsorgan fyri holdinum, at tað elvir girndir.” (Róm 13,14)  Tað vil so siga, at okkara likamliga náttúra kann taka ræði, so krøv vakna í okkum, sum leiða okkum inn í syndina. Vit eiga heldur ikki at loyva, at okkara egna hugflog byggir hugborgir, men halda teimum sum fanga í lýdni móti orðum Bíbliunar. Men taka vit okkum tað frælsi, sum Gud ikki hevur givið, og snýr seg um gudloysi, veksur eitt fræ, sum hevur fest røtur í okkum, skjótt, og syndin førir til deyða. Og harvið økja um okkara fjarstøðu til Gud, við miklari fer, og tann andaligi deyðin tekur okkum í sín sterka favn, og mong blíva áhaldandi deyð um ævigir.

Vit eiga, at vera vakin, og í skundi fáa alt burtur, ið kann vekja girndina í okkum. Vit eiga at biðja Gud um, at grípa inn og fylla okkum við mótstøðu og mótvilja móti tí inntreingjandi synd. Og vit eiga at taka stríði í álvara. Tí, Í vandaferð á hvørji leið má sál mín altíð teinkja, at fíggindi víst sparir ei við fjøtrum meg at leinkja; hans svik á hvørjum veg í váða villa meg,...men hjálpir mær at stríða; har sum hans fótspor er, eg haldi míni ferð, um sálin møddist, grátur sveið, við Jesu lið á hvørji leið. (SB. 51, 1 & 5)

 

 

 

Leygardagur 02.07.2011

Tí at bakið og ikki andlitið hava teir vent mær ...(Jer 2,27)

Tað góða sambandi millum Harran og tað útvalda fólki var oyðilagt, við tað, at fólki var svikafult. Tíð revsaði Harrin tey, við tungum ólukkum. Men revsingin barð ikki frugt, tí segði Gud hesi orð, ið nevnd eru frammanundan. Ísraels fólk hevði verði vælsigna, tí Gud helt hond sína yvir teimum og leiddi tey á rættan veg. Men tey vendu honum bakið. Og tað er eins og tey oyðileggja Guds sorg. Alt hevði hann gjørt fyri tey, og so vendu tey honum ryggin. Tað vil siga, at tey ikki longur hvørki vildu hoyra ella síggja hann.

Á hendan hátt kann tað eisini ganga í dag. Tað byrjaði gott, men endaði minni gott, tíð eyguni vóru flutt burtur frá Gudi. Heimsins stuttvarandi vakurleiki, er nakað, sum dregur og vit geva tí meira gætur, og vit blíva so hugtikin av hesi følsku vón, at vit ikki kunnu fáa eyguni flutt frá hesum forgongeligu glampan. Tá venda vit Gudi ryggin og hava ikki longur okkara gleði í at vera honum til vildar. Freisitinganar koma frá mongum óvæntaðum síðum og koma óvart yvir okkum. Og fáa vit ikki koyrt tær út úr okkara huga og sinni við tað sama, ja, so førir tað til, at vit ikki seinri hava megi til at fáa tað burtur. Og tá gera tær seg til harra yvir okkum, so vit ikki longur megna at festa okkara eygu á Gud. Skal Harrin verða okkum náðigur og lata sítt andlit lýsa yvir okkum, so eiga vit ikki at venda ryggin til hansara. Um eg átti alt, men ikki Jesus, var tað so nóg nógv at líta á? Kundi hjartalongsulin tá stillast við teim lutum, sum skjótt enda fá? Um eg átti alt, men ikki Jesus, tá var deyðin síðsta mál! Hvat er heimsins gleði mót at eiga frið við Gud og frið í síni sál? MS. 77, 1 

 

Mánadagur 27.06.2011

...fimm byggbreyð og tveir fiskar; men hvat munar tað hjá so mongum ? (Jóh 6,9)

Í fylgi við Jesusi vóru tað meira enn fimm túsund menniskju, og tað var eingin møguleiki fyri at skaffa mat til tey øll. Tá spyr Jesus Filip, á hvønn hátt teir kundu fáa mat til fólkini. Jóhannes skrivar, at tað gjørdi Jesus fyri at royna Filip, tí sjálvur visti hann, hvat hann vildi gera.

Tá vit eru í eini truplari støðu, so kundi hugsast, at Jesus eisini til tíðir vil bíða við at vísa á tað røttu loysnina fyri at royna okkum. Og tað kundi hugsast, at vit mangan skunda okkum at gera nakað í fløkjur alt. Men lívsins trupulleikar eru ikki eitt spæl. Um vit loysa trupulleikarnar á ein skeivan hátt, so kunnu avleiðingarnar vara í langar tíðir. Eiga vit tí, at óttast fyri at byrja at loysa trupulleikarnar? Nei! Men vit eiga á hvørjum sinni leggja trupulleikarnar fram fyri Jesus, og biðja hann loysa teir, ella, at geva okkum ta røttu hugsan, so vit kunnu útinna teir á rættan hátt.

Jesus sá ein møguleika í smádreinginum við teimum fimm breyðunum og teimum tveimum fiskunum, Filip byrjaði at rokna út, hvussu mangir denarir, ið skuldu til, um so var, at teir vóru noyddir, at keypa breyð til allar munnar. Á sama hátt vil Jesus síggja allar okkara vandar og trupulleikar á ein heilt annan hátt enn vit sjálv síggja teir. Skulu vit fylgja Jesusi, so eiga vit at hava álit og trúgv. Eingin uttan Jesus kundi koma við slíkum ráðum, um tey fimm breyðini og teir tveir fiskarnar. Og tó, so kundu øll eta seg mettan og upp í tólv tægur lupu av. Stóra undur kunnu vit siga, men vit gloyma eitt, tað var Jesus, sum gjørdi tað.

 

 

Sunnudagur 26.06.2011

Sátans vegur til menniskjuni  

Og eg seti fjandskap... (1 Mós 3,15)

Á sama hátt sum djevulin snýtti tey fyrstu menniskjuni, á sama hátt í dag ballar hann lygnirnar so væl inn í nýggjan nýmótans búna, at vit eiga at vera sera ansin fyri  ikki at blíva lumpaði. Hann kann íklæða tað svartastu synd í ein ljómandi og skínandi búna. Hann letst, at hann hugsar um okkara besta, men hann er ein lygnari og hugsar bert um, á hvønn hátt hann kann snýta okkum, so at, vit verða bundin at honum, so vit saman  við honum enda í tí djúpastu glatan.

Sátans álop ganga fyrst og fremst út uppá, at okkara trúgv á Guds orð viknar, av tí at tað er okkara skjøldur. Vit eiga tí at vera vakin, tí hansara álop koma frá øllum síðum í einum, bæði innanífrá og uttanífrá gjøgnum miðlarnar, bøkur og bløð, ja, og ikki óhugsandi gjøgnum skeiva boðan, ið gjøgnum bíbil ummæli fara so langt, at teir tala hansara søk.

Vit koma ongantíð at fata heilt, hvussu umfatandi og sniðfundig sátans álop eru, tí eydnast tað honum at kveikja tann ivandi altetandi eldin í okkum, so tað kunn verða tíðir, har vit ikki halda, at vegurin til himmals er at hóma. Men Gud hevur givið okkum eitt vápn, sum sátan er bangin fyri. Bíblian vísir okkum á, at hann hevur mist sína megi, um vit standa honum ímóti í trúnni á Jesus Kristus. Um djevlum uddi verøld í, sum okkum vildi týna, vit óttast ongan vanda, tí teir sjálvir skulu dvína; um myrkurs púki vil alt illmegn leggja til, hann einki vinna man, tí áður dóm fekk hann, eitt orð kann brátt hann fella. SB.255,3

Hósdagur 23.06.2011

Orð míni havi eg lagt í tín munn ...(Jes 51,16)

Hesi orð eru eitt gamalt og væl roynt lyfti. Og Jesus hevur endurnýggja tað við at siga, at tey skuldu gevast okkum í somu stund, hvat vit skuldu siga. Tíð hava vit øll brúk fyri at biðja: “Harri legg, orð tíni í mín  munn!” óansæð um vit tala til mong ella bert við ein annan persón. Vit eiga at læra, ikki at tala av okkara egnu mongd av orðum, men bíða eftir, at Gud leggur síni orð í munn okkara.

Mong kunnu halda eina talu, sum bert inniheldur teirra egnu orð. Við eini slíkari talu hendir ikki tað stóra, tí tað, sum Gud ynskti skuldu verða sagt til tey, sum lurtaðu og sótu og bíðaðu eftir, at Gud hevði júst okkurt serlig til tey, men sum ikki kom.

Ein trúboðari hugdi afturá eina langa møtirøð uttan úrslit. Hann kundi fata, at tað var nakað, ið hann hevði gjørt skeivt, tí eingin bleiv frelstur. Hann fór heim og setti sær sum mál, ikki at halda fram í sínum trúboðara yrki, fyrr enn Gud hevði givið honum vissu fyri, at hann vildi leggja síni orð í munn hansara, so tað kundi blíva vælsignilsi yvir yrki hansara. Tað gekk ein tíð, og hann bleiv næstan mótfallin. Men ein dag fataði hann, at nú skuldi hann tala, og eftir tað, at hann byrjaði aftur, tá kom hópin av menniskjum til umvendingar. Vit eiga eisini at bíða eftir, at Gud leggur síni orð í munn okkara, so tað eru hansara orð vit boða. Harri, ger tað stilt í mínum huga, so hann eina rúmar tær og títt. Lat meg bangnar sálir ugga duga, siga teimum, hvat tú hevur strítt. MS. 686, 2

Sunnudagur 19.06.2011

Mong tvíhalda um, at tey eru kristin, men síggja ikki seg sjálvan, at vera Guds synir og døtur, og á ongan hátt at vera heilag. Tó, so biðja tey Faðir vár, og viðganga harvið Gud sum teirra Faðir. Ein slík meining vísir tíðuliga, at tey ikki knýta orði kristindómur við barnarættindi  hjá Gudi, og fata ikki, hvat Bíblian tosar um, tá hon sigur, at hansara synir og døtur, skulu vera heilag, tí Gud er heilagur.

Heilagur er ikki nakað hugtak. Bíblian vísir okkum á, at øll, sum taka ímóti Jesusi sum Frelsara og Harra eru heilag við trúnni á hann. Og enn meira, vit eru rættvís og at eingin kann fordøma okkum.  “Tí at lóg lívsins anda hevur í Kristi Jesusi gjørt meg frían frá lóg syndarinnar og deyðans.” (Róm 8,2 )

Hin gamli snýtarin vil fjala hendan sannleika og fáa mong til at meta hetta herligu boðan sum tóm orð og rura tey í andaligan svøvn við at niðurgerða tað kristna-navni, ið ikki kann skiljast frá heilagleika. At vera ein kristin og at vera heilag eru vit bert so leingi, vit hava samfelag við Jesus og hata syndina. Tíð mugu vit til eina og hvørja tíð hava fyri eyga, at sum Guds heilagu eru tað mørk, vit ikki eiga at fara um. Og tí er bønin: Varveit mína sál, tí eg eri heilagur! ein góð bøn.

Mikudagur 15.06.2011

Men tá ið talsmaðurin kemur,...tá skal hann vitna um meg. (Jóh 15,26)

Hvítusunnan er okkara størsta høgtíð, (føðingardagur hjá kirkjuni) og er sum ein leingjan av páskaboðskapinum. Men tá vit hugsa um, hvussu lítlan týdning vit mangan geva Heilagum Anda, og geva Talsmanninum alt ov lítið pláss í lívið okkara. Heilagi Andi gerð páska undri, Jesusar krossfesting og uppreisn, til ein livandi veruleika. Gjøgnum bønina kemur Andin okkum til hjálpar, tí vit vita ikki altíð, hvat vit skulu biðja um, tí vit ikki altíð vita, hvat er best fyri okkum. Paulus bað Gud um, at taka tornin úr kjøtinum, men fekk hetta svar:  “Náði mín er tær nóg mikið...” (2 Kor 12,9)   Andin gongur í forbøn fyri okkum, tí hann ber okkara suff og longsul fram fyri Gud, sum vit hava í loyndum. Talsmaðurin er nær hjá okkum, tí hann hevur fest búgv í okkum, tá vit tóku ímóti Jesusi sum okkara Frelsara.

Um so var, at Heilagi Andi ikki var komin og hevði hildið fram við at læra okkum, so vildi Jesusar frelsu gerningur verði fremmandur og ókendur millum okkum. Jesus segði hesi troystandi orð til vinir sínar:  “Og eg skal biðja faðirin, og hann skal geva tykkum annan talsmann, fyri at hann skal verða hjá tykkum allar ævir, sannleikans anda, sum heimurin ikki kann taka ímóti, tí at hann sær hann ikki og kennir hann ikki; men tit kenna hann, tí at hann verður verandi hjá tykkum og er í tykkum.”  (Jóhs. 14, 16 - 17)   Treyst og álit okkum ver! Kaldan kærleik heitan ger! Verj mót villa eldi! Ger mær sál og hjarta gløgg! Svalir meg tín morgundøgg, vatn úr lívsins keldu. SLB. 233, 4

Hvítisunnudagur 12.06.2011

Ein lítil synd kann blíva eins og ein sprunga, sum ...víðkast og veksur... (Jes 30,13)

Av tí at tit havna hesum orði og troysta á krókut og kronglut og styðja tykkum við tí, tessvegna skal henda misgerð verða tykkum eins og sprunga, sum í háreistum borgargarði víðkast og veksur, til hann brádliga, alt í einum, raplar; hann smildrast eins og brotið leirker, ið eirindaleyst verður sorlað, so at av molunum fæst ikki leirbrot so frægt, at eldur kann takast av grúgvuni ella vatn verða oyst úr kelduni við tí. (Jes. 30, 12 - 14)

Tað kann eisini koma sprungur í okkara viðurskiftir við Gud, um so er, at vit ikki geva okkum far um tær smáu ávaringar, sum bæði okkara samvitska og Heilagi Andi minnir okkum á. So skjótt sum sálarfíggindin sær tað minstu sprungu, so setur hann ein kíla inn, og skjótt er tað blívi til eina stóra sprungu, sum kanska ikki letur seg gera ábøtur á. Vit vita kanska, at tann lítla sprungan er har, men hugsa at hon ikki hevur nakran týdning, og fyri ikki at blíva mint um hana, so fjala vit hana við einum hvørjum. Men sprungan er har støðugt og verður kanska orsøk til, at okkara guds barna lív ein dag fellur saman og blívur knúst, so at vit ikki meira kunnu heinta gløður frá Harrans altari.  “Kanna meg, Guð, og kenn mítt hjarta, rannsaka meg og kenn mína hugsan! Vita, um eg gangi á glatunarvegi og leið meg hin æviga vegin!” (Sl 139,23 - 24)  

Fríggjadagur 10.06.2011

Næstan ein kristin

»Lítið heldur tú skal til at gera meg kristnan!« (Áps 26,28)

Mong hava vist roynt at koma ov seint til eina ferju ella ein buss, og náddu tað næstan, men hóast tað, ikki. Tað hjálpir einki næstan, antin náa vit tað, ella náa vit tað  ikki.

Tað er mangt her í lívinum, vit so gjarna vilja náa, sum vit bert næstan náa. Ein av teimum er heilt sikkur uppá at náa, sjálvt um vit eru tilreiðar ella ikki, og tað er deyðin. Og áður enn tað eru tað mong, at tey eru blivin næstan ein kristin. Men her er tað, tað sama, antin náa vit at blíva ein kristin ella náa vit tað ikki. Tað er ein vanlukka at vera nær við, og ikki náa tað. Tí eiga vit at hugsa um okkara frelsu í ungdómsdøgunum, har vit hava tað lættari við, at skifta kós. Tað kann verða tungt, ja, næstan ógjørligt tá árini eru komin. Sátan veit tað, og tí roynir hann at billa okkum inn, at tað er lættari at taka støðu til, at venda um seinri. Fyrst eigur tú at nýta lívið, hitt kanst tú taka støðu til sum eldri, sigur hann. Sum ungur lærir og skilir ein eisini lættari, hvat Bíblian sigur, enn vit sum eldri skulu byrja at fata tað ríkidømi, sum hon inniheldur.

Áh, ja, hvør ein lygnari, sátan er, frá einum enda í annan. Eg vit av egnum royndum, hvør sátan er og hvussu hann kann binda eitt menniskja niður, so tað hugsar, hetta var so lív mítt, tí Gud vildi tað so. Men hann vildi tað ikki so! Einasta eg angri er, at sátan hevði so leingi vald á mær. Tíð hesi ár vóru tóm, samanborið við tey ár eg nú havi liva saman við Jesusi.

Eitt næstan røkkur ikki til, tá sakin er tann, at koma til trúgv á Jesus. Vit kenna ikki tíman, tá deyðin bankar uppá. Lítið mær restar - summari svann; lítið mær restar - heystdagur rann. Nærum ei bøtir teg, nærum bert svíkur teg - nærum ei frelsir teg - ov seint, og seint.

 

Mikudagur 08.06.2011

Sannleikans andi... skal...vegleiða tykkum til allan sannleikan... (Jóh 16,13)

Andans gerningur er fyrst og fremst, at sannføra heimin um synd ... (Jóh 16,8) . Og tað menniskja, sum sannleikans Andi fær loyvi til, at vegleiða, fær eina sanna mynd av sær sjálum. Tey, sum ikki vilja lata seg vegleiða av sannleikans Anda, geva sær sjálvum æruna og kenna seg næstan kensluliga ávirka av egnum gerningum. Men tann,sum verður upplærdur av sannleikanum , veit, at øll æra og tøkk hoyrir Gudi til, ið hevur vælsigna okkum. Heimsins børn, kunnu verða vælhavandi og kend, men hava eitt tómt lív, uttan Guds vælsignilsi og uttan Guds frið í teirra hjørtum. Men tann, ið tænir Gudi og takkar fyri hansara vælsignilsi, og har ígjøgnum fáa Guds vælsignilsi inn í lív sítt.

Tey, ið liva uttan Gud fylla tómleikan í teirra lívið við stuttvarandi ífyllu. Men tað kemur ein dagur, har alt hetta er uttan týdning. Tann gudsóttandi hevur haft nakað at liva fyri, hvørs virði blív størri sum árini ganga. Tað hevur verði meiningin við lívinum, og tá tað fjarðar út, so skulu hesi virðir ikki verða eftir, men er ein ævigur skattur, sum blívur enn størri og ríkari í tí æviga saman við Gudi.

Hvørja stund hava vit brúk fyri sannleikans Anda, Heilagi Andin, so vit mugu blíva leidd til allan sannleikan. Kom, sannleiks andi, vitni ber, at Jesus Krist lív várt er, og at vit eina vita hann, sum sálum várum bjarga kann. (SB. 336, 1)

Týsdagur 07.06.2011

...og blóð Jesu, sonar hansara, reinsar okkum frá allari synd. (1 Jóh 1,7)

Eftir at Jóhannes hevði sæð tann heilaga staðin, tað nýggja Jerusalem, skrivaði hann: “Og als einki óreint skal koma inn í hann, ei heldur tann, sum fremur andstygd ella fer við lygn; eina teir, sum skrivaðir eru í lívsins bók lambsins.” (Opb 21,27) Orðini eru eisini løgd út á hendan hátt, at eingin, sum ikki er reinsaður kann koma inn í Himmalin. Vit eiga at lesa hetta umaftur, og leggja okkum tað í geyma: “als einki óreint skal koma inn”. Tað sigur okkum, at um Jesu blóð ikki hevur reinsa okkum frá allari synd, so kunnu vit ikki á nakran hugsandi hátt koma inn hagar.

So leingi vit ikki hava sæð okkum sjálv í Guds orðs spegil, so liva vit kanska í trúnni um, at vit eru góð og hampa menniskju. Men hava vit lati okkum upp fyri Guds orði, so síggja vit, at vit eru syndarar, sum hava gjørt uppreisn móti Guds lóg, og tí eru undir Guds dómi, og at tað bert er ein vegur út haðani: at blíva reinsaður frá okkara skuld við trúnna á Jesusar reinsandi blóðs mátti.

Frá heiður vár spiltist hin fríði Guds bílæt at bera til prýði, lá verøld í villu og oyði, í synd vit tá øll burtur doyðu. Brorson fjalir ikki yvir, at vit øll vóru deyð í syndini. Tað álvarsama er, at eisini kristin so lætt kunnu blíva andaliga deyð, um so er, at vit til eina og hvørja løtu ansa eftir og bera okkara syndir fram fyri Jesus og fáa tær reinsaðar í hansara blóði. Vit synda nógv dagliga - eisini syndir, vit ikki sjálv varnast. Men venda vit okkum í trúgv til Jesus, reinsar hann okkum frá allari synd. Tí kunnu vit ikki annað enn, at takka og tilbiðja hann sum Frelsara, Harra og Gud, og biðja eins og tað stendur í sanginum: “Gud, lyft meg upp og lat meg ná hitt land, sum eg í trúnni sá! Tú lyft meg hægri hvørja stund - Gud, set mín fót á hægri grund!”

 

 

Sunnudagur 05.06.2011

Óttast ikki! Eg eri!

 

Eg eri hin fyrsti og hin síðsti, og umframt meg er eingin Guð til.  (Jes 44,6 )

At Gud sigur, at hann er hin fyrsti og hin síðsti, er eitt annað orð fyri hansara almátt. Hann hevur til allar tíðir bæði tað fyrsta og tað síðsta orði at hava sagt. Og hann sigur okkum, at hann sá okkum sum fostur, meðan vit á undursaman hátt vóru sett saman í móður lívið, og gav okkum teir dagar og teir vegir vit eiga at ganga.  “og í tína bók vórðu skrivaðir allir teir dagar, ið avmáldir vóru, áður enn nakar av teimum var til.”   (Sl 139,16)   Tíð er einki menniskja lív meiningsleyst, men kann blíva tað, um so er, at vit ganga synda vegin og ganga uttan fyri Guds ætlan. Tá mugu vit venda um til Gud og við hansara makt slíta tey sterku bond, ið binda so mangt, at eingin sjálvur er førur fyri at loysa. Gud gerð allar lutir nýggjar, eisini eitt lív, sum kenst verandi uttan meining.

Men bardagin kann verða harður, og nøkur geva upp tann nýggja vegin saman við Gudi, sjálvt um tey hava byrja hann so gott, tí satan kemur við sínum snildu lygnum og sigur, at tað er burturspilt tíð og megi. Tí ein, sum er komin so langt út í synd, kann Gud ikki fáa hjálpa. Men Gud bæði kann og vil hjálpa, tá vit biðja um hansara náði og frelsu og yvirgeva okkum til Jesus. Hann, sum er hin fyrsti og hin síðsti, hevur alla makt, so eingin kann slíta okkum úr hondum hansara, um so er, at vit velja at liva lív okkara í ætlan hansara. Tá fáa vit eitt ríkt lív í samfelag saman við honum

Leygardagur 04.06.2011

Tann, sum hoyrir orð mítt... hevur stigið yvirum frá deyðanum til lívið. (Jóh 5,24)

Bíblian brúkar stundum sterk orð eins og her, at vit hava ”stigið yvirum frá deyðanum til lívið.” Ella: “at tit tá eru uppreistir saman við Kristi”. (Kol 3,1) Í tí ytra eru vit lík okkum sjálvum. Men tað er tað, sum vit ikki síggja, sum er gjørt nýtt. Vit vóru andaliga deyð, men reistust upp gjøgnum trúnna á Jesus til at vera andliga livandi. Nú kunnu vit biðja í anda og sannleika, og kunnu blíva sorgarbundin, tá Gud minnir okkum á eina synd, sum vit hava gjørt. Friðhalga vit gávuna, sum tann nýggja føðingin er, fáa vit eina tráan og longsul eftir at læra Skriftina betur at kenna og harvið fáa andaligan vísdóm og styrki til, at avvísa alla falska læru og satans álop. Skriftin er okkara andaliga føði, og skulu vit hava áhaldandi vøkstur, so mugu vit liva eitt  innihaldsríkt andaligt lív, um so, at vit ikki fáa tað røttu føðina. Gud vil, at vit skulu eta av hansara orði alla tíðina, eins og vit eta mat fyri likam okkara. Og sjálvt um vit læra í Orðinum hvønn dag, so koma vit ikki á botn í Guds ótømandi ríkidømi.

Vit fara ígjøgnum trý skeið í lívi okkara: Vit velja, vit búnast og vit heysta. Og tað fevnir bæði um trúgvandi og vantrúgvandi. Skal okkara heyst blíva gott, so mugu vit áhaldandi vera gróðursett í tí sanna víntrænum, Jesusi Kristi. Tí eiga vit at leggja okkum eina við, at liva eitt heilagt lív. Og í einum heilagum lívi kunnu vit fáa styrki, við at lesa alla Bíbliuna, tí hon er Guds innblásta orð.

Fríggjadagur 03.06.2011

Í Gudi...liva vit og rørast vit og eru vit... (Áps 17,28)

Øll okkara tilvera er í hondum Jesusar. Hann “ber allar lutir við orði veldis síns” ( Hebr 1,3)   Tá vit vakna um morgunin, er tað kraft frá Jesusi, ið fær okkum til at byrja dagin. Føðin, vit eta, er vaksin upp samsvarandi tí  kraft, hann leggur til, fyri at tað, sum vit kalla nattúrunar gongd, kann haldast í lívi. Alt, sum vit kunnu, syngja, spæla, skriva, tosa ella at brúka ein spaka er ein gáva. Sólin, ið skínur, ikki for nógv, ikki ov líti, og regni, ið kemur og vætir jørðina, ja, vit kunnu ikki nevna nakað, sum ikki er komi til okkara sum ein gáva, tí Jesus heldur alt í hond síni. Men vit eru blivin so stór og kenna okkum ikki sum tann einfaldi bóndin, sum gekk ein túr í lendinum hann hevði velt, alt meðan hann tosaði við Gud um gróðurin. At nú mátti tað regn til, tí annars vildi akurin ikki geva úrtøku. Og á hendan hátt legði hann øll síni viðurskifti yvir til Gud.

Vit eru eins og ikki lærd upp til at takka fyri allar góðar gávur yvir fyri Gudi, og okkum manna millum. Takka vit ikki fyri eina gávu frá einum vini, so hava vit eisini ringt við at takka, tá Gud gevur okkum part í sínum vælsignilsi. Tað er skeivt, tí í honum liva vit og rørast vit og eru vit. Takk, Gud, fyri alt, sum hendi, fyri gávur, tú oss ber, fyri tíð, sum er at enda, fyri stundina, sum er! MS.40, 1

 

Hósdagur 02.06.2011

Har, ið Gud er á trónuni, stjala vit ikki

Við tað fronsku kolveltingina bleiv kristindómurin avtikin. Dagin fyri, ið tað bleiv avgjørt at innføra hana aftur sum almenna religión, bleiv ein smádrongur tikin í at stjala. Um spurningin, hví hann stjól, svaraði hann, at hann hevði hoyrt, at í morgin skuldi Gud aftur setast á trónuna, og so visti hann, at ein átti ikki at stjala. Tí hevði hann skunda sær, at gera tað í dag. Hetta vísir, at børn duga at skilja, at siga sannleikan á ein stuttan og rámandi hátt. Tað er jú rætt, at har Gud er á trónuni, stjala vit ikki.

Í okkara landi er Gud alment á trónuni, men mong meina hóast tað ikki, at tað hevur nakran týdning, tí blívur stjoli og gjørd øll hugsandi lógarbrot í hækkandi mun. Tað samsvarar ikki við tað, ið Bíblian sigur, at í teimum síðstu tíðum vil lógloysi vera vaksandi. Okkara tíðarskeið nærkast sínum enda, men mong eru nokk tíverri køld í væntanini og liva, sum um, tað ikki er talan um Jesu afturkomu, har hann veruliga skal sita á trónuni.

Vitnisburðurin um heimsins undirgang er so sterkur, at nútímans datatól kunnu síggja, at tann kós, vit hava lagt, so vil alt lív í heiminum vera komi at enda, um stutta tíð. Men vit vita, at áðrenn tað, so vil Jesus koma aftur í tí stund vit ikki varnast. Vit eiga tí, at vakja og biðja um, at vit mugu verða tilreiðar. Lat okkum tí seta Gud aftur á trónuna í lívið okkara og velja hann sum Harra , tá vil hann við Anda sínum leiða okkum til eitt ríkari lív við einum størri kærleika til orð Hansara.

 

Mikudagur 01.06.2011

 

Styrki tykkara

 

...so at tit mega styrkja tykkum til at halda ferðina fram... (1 Mós 18,5)

 

Bíblian sigur tað heilt greitt, at vit koma til at møta roynslum. Annars vildi hon ikki tosa um, at vit eiga at halda út og styrkjast á ferðini. Ein trúgv, ið ikki verður roynd og nerva, er ikki mikið verd. Bert tann, ið trýr, hann kennur til, at vera nervaður. Má tað verða ein uggan fyri teg sum mitt í tínum iva er bangin fyri, at Gud hevur gloymt teg.

 

Álop er ikki eitt tekin um veika trúgv. Tí bert tann livandi og virkna trúgvin verður álopin. Í sálma 42 møta vit einum persóni, ið er álopin. Har stendur millum annað:»Hví hevur tú meg gloymt? Hví skal eg sorgarklæddur ganga, av fíggindum kúgaður?« (Sl 42,10)  Sum hjørtur tráar eftir rennandi áum, so tráar mín sál eftir tær, o Guð!” (Sl 42,2) Tann longsul og troyst eftir Gudi, ið vit møta í hesum sálma, vitnar um stórt álit - um eitt menniskja, sum fyri hann hevur Gud alt at siga.

 

Vit eiga at taka roynslunar av Guds hond. Jákup skrivar: “Haldið tað, brøður mínir, fyri bera gleði, tá ið tit verða staddir í ymsum freistingum, við tað at tit vita, at roynslan av trúgv tykkara virkar tolmóð.”(Ják 1, 2 - 3) Tá okkara trúgv verður roynd, so førðir tað til úthaldni. Vit eiga tí ikki at standa misnøgd og spyrjandi yvir fyri Gudi, tá hann førir okkum út í nakað, ið seinri í lívinum vil blíva okkum eitt dýrabart minni. Tá vit umsíðir náa málinum og koma heim til Gud, tá skulu vit síggja alt, ið er hent í hansara ljósi. Og tá vilaja vit verða eins takksom fyri tær myrku og stormandi stundir sum fyri viðgongd og ljósar dagar. Vit læra aloftast og kenna Guds nærveru sterkast í myrkri og mótgongd.

 

Máttu vit haft styrki til, at halda út í roynslum og ikki gloyma lívsins sigurskrans, sum hann hevur lova øllum teimum, ið elska hann.

 

Fríggjadagur 27.05.2011

  Teir reypaðu av at vera vísir, men vóru fávitskutir. (Róm 1,22)

Havi verði mong ár á sjónum, og við mongum skipum, men bert við einum, har hildin var sunnudagur. Sunnudag var eftir døgura, har allir hjáptu til lisin lestur og sungi, og ikki minst bønin, sum er andadráttur hins trúgvandi. Hetta várið, sum eg var við einum línubáti undir Íslandi var nógvur fiskur, men tað, sum er tað mest undrunarvert er, at vit fyltu skipi hvønn túr, men høvdu fleiri setur minni enn hinir bátanir. Eg havi mangan hugsa um hetta várið við takksemi, men komi altíð til somu niðurstøðu. Tað var bert einum at takka fyri, okkara Harra og Frelsara Jesus Kristus eina.

Tey flestu gerða sær eina mynd av Gudi. Tann, sum kennir Bíbluna, hann heldur seg til tað, Gud opinberðar um seg sjálvan. Gerða vit ikki tað, so blíva vit fávitskut, og byggja upp eina sjálvsmynd, sum hóskar til okkara hugsunarhátt. Ártúsindir eru gingin, við at royna, við okkara vitan at kanna um Gud er til, og um so er, hvat hann vil meina um tað eina ella annað. Men gjøgnum allar hesar royndir eru slíkir blivnir fávitskutir. Teirra vitan, hevur leitt teir á villini veg, og teirra vitann um Gud er bert myrkur.

Mong kanna hvat finst efrit deyðan. Hví ikki fara í Bíblina, har Gud hevur sagt mangt um deyðan og tað, sum er aftaná. Men mong vilja heldur trúgv út úr likaminum upplivingar heldur enn tað, ið stendur í Bíbliuni. Tann persónur, sum doyr uttan at hava ratt hendur sínar framm móti Jesusi, hann kemur ikki til Himmals, har tað er gott at vera sigur Bíblian.

Tað eru vist mangir hattir, sum kunnu gerða ein fávitskutan. Tann beini vegurin er, at avsiga Guds orð og gerða sær sína egnu trúgv, og andaligu leið, sum hvílir í, hvat vitið kann góðtaka. Lat okku velja tað Gudgivnu vitan, tí,  ”Ótti fyri Guði er upphav at vísdómi, og at kenna hin heilaga er vitska.”  (Orðt 9,10)

Mánadagur 23.05.2011

Dýrabara trúgv

 

Hann,...hevur givið okkum alt tað, sum hoyrir til lívs og Guðs ótta...   (2 Pæt 1,3)

Hugsa vit um, hvussu væl útgjørd vit eru til andaligt stríð, sum vit eru í? Gud hevur givið okkum eina: Dýrabara trúgv. Rættvísi. Náði og frið. Alt vit tørva. Til lívs og Guðs ótta. Felagar í guddómligari náttúru. Og, givið okkum tey størstu og dýrastu lyfti.

Frá Guds síðu, so mangla vit einki í okkara útgerð, men tað vantar, at vit taka ikki hesa útgerð í brúk. Harrans goymslurúm er á tremur, og vit kunnu frítt taka, so langt sum hansara lyftir standa við. Og vit hava brúk fyri, at nýta tey øll, um so er, at vit vilja sigra og hjálpa øðrum at vinna sigur. Tá vit hugsa um religióninar, sum verða nýttar eystanfyri, og sum vinna frama í landi okkara, er tað tí, at vit ikki nýta øll tey ráð, Gud hevur givið okkum. Tann kristna trúgvin er sterk og vinnur lættliga sigur yvir teimum følsku religiónunum, um vit nýta tann útbúna, ið Gud hevur til okkara.

Vit eiga at halda fast, við alt tað, sum hoyrir til lívs og Guðs ótta, sum Gud hevur givið okkum. Vit eru tí búgvin til at niðurbróta hugsunarhættir og skyna, hvat Gud vil, vit skulu siga og gera. Vit skulu við frímóðið og áliti ganga hvørjum degi á møti, tí vit frá Guds síðu eru so væl  útgjørd við, at heimsins vantrúgv ikki kann vinna yvir okkum, og enn minni taka trúnna frá okkum. Tí kunnu eisini blóðvitnini takka og lovprísa Gudi, sjálv tá teir vóru píndir og dripnir. O, Jesus, lat upp míni eygu, at mína ogn eg síggja kann. Eg eigi faðir, sum mær segði, hann barn sítt aldri gloyma man. (MS. 18, 1)

Sunnudagur 22.05.2011

Sælur er hann

Sælur er hann, hvørs misbrot er fyrigivið.  (Sl 32,1)

Guds fólk er eitt alt for tigandi fólk. Vit áttu at tosa hart um, hvussu undurfult tað er, at tann synd, sum lá sum ein byrða á okkum, nú er fyrigivin og beind vek, so vit á ongum sinni skulu møta teimum misbrotum, sum vit vitandi ella óvitandi hava gjørt. Sálmaskaldið sigur á einum stað um ungdóms syndir. Tað er ikki lætt at vera ungur, har freistingin eru nógva og royndirnar fáar og smáar. Og har mangt  er gjørt uttan at hugsa seg um sum seinri í lívinum kemur at vera tyngri og tyngri at bera. Men “Sælur er hann - hvørs synd er kvittað.” Gud fyrigevur og gevur okkum loyvi at fyrigeva okkum sjálvum og liva eitt nýtt lív í gleði og takksemi um hansara ósigandi gávu, Jesus Kristus, har vit við hansara sárum fingu lekidóm fyri syndir okkara.

Dávid upplivdi hesa sælu á ein sera undurfullan hátt, at lív hansara bleiv eins og ein langur lovsangur um Guds góðsku og náði. Sjálv í tungum løtum, so misti hann ikki sambandi við Gud, men gleddist yvir, at Gud var við honum. Og møguliga hevur einki annað menniskja tosa so vakurt um Gud, sum sín Hirða og Frelsara sum júst Dávid. Vit hava eins og Dávid somu atgongd til Gud. Vilja vit tæna honum líka so heilhugað, so vilja vit eisini fáa ein lovsang inn í lív okkara. Sælasta vissa! Jesus er mín! Hann er mín hirði, nevnir meg sín. Sælasta vissa! Bjartasta mál! Jesus meg keypti , likam og sál. MS. 438, 1

Sunnudagur 15.05.2011

Ver tú fyri Harranum stillur og honum bíða... (Sl. 37, 7)

Gud hevur nógv at siga okkum, og nógv at geva okkum, men hava vit tíð til at vera still og tíð at taka ímóti? Gud bíðar eftir okkum, at vit blíva still. Tað er í kvyrruni, at vit kunnu møta Gudi, og í kvyrruni kann hann koma at hava ávirkan á okkum. Tað eigur at vera tíð til tað! Gev Gudi tíðina!

Okkara tíð er merkt av skundi og jagstran, og vit hav øll eina klokkeklára umbering um, hví vit hava slíkan skund. Vit skulu arbeiða, passa hús, og vera uppí ídrátti o.s.fr. Maria sat still við Jesu føtur, men Marta hevði at henni, tí hon metti at hon var dovin. Men var hon tað? Tá vit hugsa um tað ævig, so gera vit líti burtur úr, at gera okkum tilreiðar, at møta Gudi okkara.

Tá vit byrja dagin, so ert tað vísdómur, um so er, at vit fara heldur fyrr upp, so vit fáa bæði mat til likam og sál. Tí, hava vit fingið andaliga føði fyrst á morgninum, so er tað føði fyri dagin. Um vit fara út um morgunin og ikki fáa okkum mat fyrst, so hungra vit, og hava ikki megi til at arbeiða, men hava vit eti, so eru vit tilreiðar til alt. Á sama hátt, um vit ikki hava tikið andaliga føði til okkum og biði eina bøn. Kunnu vit vitna fyri øðrum menniskjum, og ikki hava tikið føði til okkara? Svari er nei! Máttloysi er ikki bert, tá tosa verur um likamliga føði, men eisini andaliga.

So “ver tú fyri Harranum stillur (still) og honum bíða Ver tú fyri Harranum stillur og honum bíða.”

Týsdagur 10.05.2011

Bert Jesus

 

Tí at vit, sum hava tikið við trúgv, ganga inn til hvíldina, soleiðis sum hann hevur sagt...  (Hebr 4,3)

Tá vit hugsa um, hvat Gud hevur gjørt fyri at frelsa okkum, so má eg undrast um ta ótømandi náði. Hann biður ikki um eina røð av góðum gerningum, sjálvdisiplin ella sjálvs revsing av okkum, ta leiðir okkum ikki nærri til frelsuna og tað hjálpir okkum einki. Tað er bert trúgvin á Jesus, sum Frelsara, ið hevur nakran týdning. “Okkum til friðar kom revsingin niður á hann.” (Jes. 53, 5) Ein tílík gáva, at ein annar tekur revsingina á seg, og gevur okkum æviga rættvísi og barnarættindi hjá Gudi, tað kann bert Gud geva.

Trúgvin á Jesus sum okkara Frelsara opnar dyr fyri okkum, sum bert kunnu opnast í navni hansara. Við trúnni kunnu vit taka ímóti tí stóra boðskapi, at heimurin við øllum, sum í honum er, er komi frá Gudi, og at hann enn einaferð vil gera alt fullkomið sum tað var, tá hann gjørdi alt við hond síni. Við trúðareyganum kunnu vit síggja, hvørja herligheit, Gud hevur gjørt okkum tilreiðar, sum trúgva. At trúgva á Gud, er at kasta akker í tí óbroyteliga. Jesus er til allar tíðir hin sami, og tað sum hann gjøgnum sínar profetar og apostlar hevur sagt okkum, stendur fast. Halda vit okkum nær inn at Jesusi, so blíva vit ikki slitin úr hansara hond. Og tá vit ein dag skulu fara her frá, er tað bert trúgvin, ið kann leiða okkum til tað ævig heim, heima hjá Gudi.

 

Sunnudagur 08.05.2011

Drála tú ikki

 

Alt, sum faðirin gevur mær, skal koma til mín; og tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur. (Jóh 6,7)

Tann, sum kemur til mín! Ein vøkur innbjóðing! Vit eiga ikki at lata okkum styggja burtur av, at djevulin vil royna at fáa okkum at trúgva, at vit hava ov nógvar syndir ella stórar syndir, men halda fast um, at innbjóðingin ræður um tann, ið kemur.

Eingin, sum kemur, blívur vístur burtur, ella blakaður út. Hvør kennir ikki til angist um, at trúgvin er lítil og veik, at vit ikki eru gudsóttandi nokk ella biðja nokk. Men Jesus sigur, at hann koyrir ongan burtur frá sær. Endamáli er bert, at halda fast í, at “so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn hansara”.  (Jóh 1,12)   Og tað skal ein endurføðingar megi frá Gudi til, at føðast av nýggjum sum eitt Guds barn. Í versinum, sum kemur eftir hetta blívur tað gjørt greitt, at eingin sambært manna arvi, ágrýtni, ella megi kunnu skapa eitt Guds barn. Bert ein virkin Guds Andi kann fáa eitt menniskja til Gud, so tað við trúnni kann endurføðast sum hansara barn

Koma vit til Jesus, so kunnu vit eisini siga: “Av fyllu hansara hava vit øll fingið, og tað náði omaná náði.” tað vil so siga, at tann eina náðis ávirkan avloysir tað næstu. Gud arbeiðir við, at reisa okkum upp og broyta okkum til eitt keri av æru áhaldandi alt lív okkara. Guds náði er nýggj á hvørjum morgni. Og vit verða førd frá sannroynd til sannroynd um, at Guds góðska og kærleiki til ein og hvønn, sum kemur til hansara.

 

Kom nú til Jesus, drála tú ei, hann gjøgnum orð sítt vísir tær leið, lít bert á hann og sig ikki nei, hann á teg kallar nú! MS. 290, 1

Leygardagur 07.05.2011

 Nóa so gjørdi; hann bar seg at í øllum lutum eins og Guð hevði boðið honum. (1.Mós. 6, 22)

Nóa bleiv vist hildin at vera dummur. At hugsa sær at byggja ein bát uppi á landi! Gud hevði sagt við hann, at øll jørðin skuldi yvirfløðast av regni. Men Gud vildi bjarga honum, um hann bygdi ein bát.

Nóa bygdi á Guds orð. Tí bygdi hann eina ørk. Tað var ikki nakað ítøkiligt, sum váttaði, at jørðin skuldi yvirfløðast av einum áhaldandi regni. Bert Guds orð.

Fyri Nóa var tað nokk.

Tað gekk eins og Gud hevði sagt. Tað ger tað altíð. Regnið kom, og skjótt gav jørðin ikki lívd meira. Tann einasta bjargingin var ørkin. Við henni bjargaði Gud Nóa og húski hansara, og eitt par av øllum sløgum av djórum. Tá henda Guds straff yvir syndina og ógudeligheitina kom yvir jørðina, var tað bert eitt, sum var avgerandi, um ein var í ella uttanfyri ørkina.

Mong halda tey kristnu fyri gjøldur. Tey halda tey vera dumm. At hugsa sær, at trúgva á ein dómadag! Tonk at trúgva á Gud, ið kann bjarga okkum frá dóminum! Og tað einasta vit hava at halda okkum til, er Guds orð!

Í dag vil Gud minna okkum á, at hansara orð og lyftir halda. Tað, at seta sítt álit á Gud, og byggja sítt lív á hansara orð, er av sonnum eingin vánaligur grundvøllur.

Tað er einki meira trygt enn Guds orð. ”Himin og heimur skulu ganga undir, men orð míni skulu als ikki forganga”, sigur Jesus í (Luk. 21, 33) . Hann sigur eisini:  ”Hvør tann, sum tí hoyrir hesi orð míni og ger eftir teimum, hann skal líknast við ein vitugan mann, ið bygdi hús sítt á hellubotn; og gloppregnið brast á, og áarføri kom, og stormarnir leikaðu og dundu móti hesum húsi; og tað fell ikki, tí at tað var grundað á hellubotni.” (Matt. 7, 24-25)

So kann tað vera, at tað eru nøkur, ið flenna og rópa teg dumman. Men tá eigur tú at hugsa um Nóa og læra av honum. Hann hevði heldur einki annað at halda seg til enn Guds orð. Men tað helt!. Minst til at regnið kemur! Men vit eiga at vita, at tað er Guds orð, sum helt hjá Nóa í syndaflóðini, tað heldur eisini fyri teg á dóminum.

Hósdagur 05.05.2011

Men tá ið hann sá mannamúgvurnar, tókti honum stórliga synd í teimum, tí at tær vóru illa viðfarnar og vanrøktaðar rætt sum seyðir, ið ongan hirða hava. (Matt. 9, 36)

Tað var ein flokkur av menniskjum, sum Jesus á ein serligan hátt setti sín kærleika til. Tað vóru tey,illa viðfarnar og vanrøktaðar”. Hann tókti synd í teimum, og so stendur tað eisini, at hann tók sær av teimum.

Á henda hátt er Jesus fullur av kærleika og eymleika, fullur av umsorgan. Og hann hevur áhuga fyri teimum, sum lýða, og tað er bæði likamliga og sálarliga. Bíblian sigur okkum, at Jesus hótti at storminum á sjónum, og harvið bjargaði menniskjum frá at drukna. Hann gav einum stórum mannaskara breyð, sum ikki kundu fáa mat á annan hátt. Hann grøddi allar sjúkdómar og veikleikar.

Jesus hevði stóra umsorgan fyri likaminum, men hann gloymdi ikki sálina. Tá hann sá tey vanrøktu og illa viðfarnu, segði hann: »Akurskurðurin er mikil, men arbeiðismenninir eru fáir. Biðið tí hann, sum akurskurðin eigur, at hann vil senda út arbeiðisfólk at heysta inn skurðin.« (Matt. 9, 37 – 38)   Her meinar hann helst við tað andaligu neyðina.

 NT er fylt við frásagnum, sum vísa á, at Jesus tók sær av menniskjum í neyð. Og hann er júst tað sama í dag. Hann er her. Hann sær okkum, og hann sær okkara neyð. Hann sær tey gomlu og veiku, tey einsligu og sjúku. Hann sær tey, sum syrgja. Hann sær tey øll, og tekur stórliga synd í teimum! Serliga tekur hann synd í teimum, sum í teirra neyð ynskja at fáa hjálp, men ikki hava dirvi fyri mannaótta.

Tað er gott at vita, at Jesus kennir okkara neyð og tekur synd í okkum. Men hann ger meira enn tað! Eins og tann miskunsami samaritanarin, reinsar hann okkara sár, bindir um tey, og vissar sær, at tey verða lekt. Hann førir okkum til tryggleika og hevur umsorgan fyri okkum.

Hann tekur burtur okkara neyð!

Mikudagur 04.05.2011

Hví ert tú illur. (1. Mós. 4, 6)

Um vit ikki læra at stýra okkara kenslum, so koma vit at missa virðing, og koyra onnur menniskju burtur frá okkum, og vit missa mangar møguleikar av tí grund. Okkara kenslur eru eins og at koyra bil. Um vit kenna bilin og koyra við skinsemi, so kann hann verða við til at føra okkum víða um. Men uttan kunnskap og fornuft, kunnu vit koyra okkum út í stórar vandar.

Gud spurdi Káin hví hann var so illur inn á bróðir sín, og vildi við tí spurningi føra hann til at sanna, at kenslur hansara vóru í fer við at leiða hann út á ein síðuveg. Um hann ikki kundi stýra sínum kenslum, vildi hann koma í tað støðu, sum vildi verða ómøgulig at liva við. Ja, hann kundi umvenda seg og angra, men hann kundi ikki gera tað gjørda ógjørt. Men Káin lurtaði ikki eftir Gudi. Støðan var eftir øllum at døma órættvís. Hann merkti, at eingin virdi hann. Hann upplivdi, at bróðurin fekk vælsignilsi av hansara ávum. Hvørjar kenslur vóru ígongd her? Skuffilsi, virðisleysur og so henda kenslan av at vera offur. Hesar kenslur fingu hann til at myrða bróðurin, og fara yvir um eitt mark, sum hann aldrin kundi koma yvir um aftur.

Vit hava øll eina innbygda reaktión, ið ikki altíð er undir kontrol. Og kenslur kunnu taka yvirhond á okkum, og tilbúgvast innan í okkum, eins og ein stormur tekur til í styrki.

Ein maður greiddi soleiðis frá: ”Eg rósti mær mangan av, at eg altíð helt mínar kenslur fyri meg sjálvan. Eg helt meg sjálvan ikki vera ein vreiðan mann. Men so bleiv eg giftur, og kona mín segði mær, at eg hevði eina rúgvu av vreiði í mær. Sjálvdan kom tað út í orðum, men tað vísti seg tíðuliga í andliti mínum.”

Eg hevði fingið nakað at taka mær av. Eg hevði kenslur, sum eg var noyddur til at taka mær av, og fáa greiðu á.

”HVAT VIÐ TÆR?”

Fríggjadagur 29-04-2011

Hvør er Harri tín

 

Teir reypaðu av at vera vísir, men vóru fávitskutir. (Róm. 1,22)

Havi verið mong ár á sjónum, og við mongum skipum, men bert við einum, har hildin var sunnudagur. Sunnudag var eftir døgura, har allir hjáptu til, lisin lestur og sungið, og ikki minst bønin, sum er andadráttur hins trúgvandi. Hetta várið, eg var við einum línubáti undir Íslandi, var nógvur fiskur. Men tað, sum er tað mest undrunarverda, er, at vit fyltu skipið hvønn túr, men høvdu fleiri setur færri enn hinir bátarnir. Eg havi mangan hugsa um hetta várið við takksemi, men komið altíð til somu niðurstøðu. Tað var bert einum at takka fyri, okkara Harra og Frelsara Jesus Kristus eina.

Tey flestu gera sær eina mynd av Jesusi. Tann, sum kennir Bíbliuna,  heldur seg til tað, sum Jesus opinberar um seg sjálvan. Gera vit ikki tað, so blíva vit fávitskut, og byggja upp eina sjálvsmynd, sum hóskar til okkara hugsunarhátt. Ártúsindir eru gingin, og fólk royna við vitan at kanna, um Jesus er til, og um so er, hvat hann vil meina um tað eina ella annað. Men gjøgnum allar hesar royndir eru hesi blivin fávitskut. Teirra vitan hevur leitt tey á villini veg, og teirra vitan um Jesus er bert myrkur.

Mong kanna hvat finst eftir deyðan. Hví ikki fara í Bíbliuna, har Jesus hevur sagt mangt um deyðan og tað, sum er aftaná. Men mong vilja heldur trúgva “út úr likaminum upplivingar” heldur enn tað, ið stendur í Bíbliuni. Tann persónur, sum doyr uttan at hava rætt hendur sínar fram móti Jesusi, hann kemur ikki til Himmals, har tað er gott at vera, sigur Bíblian.

Tað eru víst mangir hættir, sum kunnu gera ein fávitskutan. Tann beini vegurin er, at avsiga Guds orð og gera sær sína egnu trúgv, og andaligu leið, sum hvílir í, hvat vitið kann góðtaka. Lat okkum velja tað Gudgivnu vitan, tí,  ”Ótti fyri Guði er upphav at vísdómi, og at kenna hin heilaga er vitska.” (Orðt. 9,10)

Týsdagur 26.04.2011

 

Eingin má  glatast

Tí eigur tú at vita, at tey, ið liggja tær á sinni og sum tú elskar og biður fyri, tey elskar hann við einum ævigum kærleika. Hann elskar nógv meira, enn vit skilja og skyna.

Lat okkum hvíla í hesum, tá okkara hjørtu tingjast av gremjan fyri okkara “burturmistu” seyðum. Lat okkum verða áhaldandi í forbøn í álitinum um, at tann almáttugi Gud ikki ynskir, “at eitt einasta av hesum smáu skal farast.”, men at tey øll verða frelst. “Soleiðis hevur himmalski faðir tykkara ikki vilja til, at eitt einasta av hesum smáu skal farast.” (Matt 18,14)

Vit eru vist mong, sum bera uppá tað pínu, at tað er ein ella fleiri av okkara kæru, ið ikki hoyra Jesusi til. Vit biðja dagliga fyri teimum, at tey mugu lata seg frelsa. Tú biður fyri einum barni, einum pápa ella mammu, einum vini, ella granna. Men av og á, so kemur hetta í hugsan okkara, hjálpir tað nakað og so blíva vit mótfallin, tí tað hendir í veruleikanum einki.

Tú, sum kennist við hetta, skal vita, at tað, tú ynskir, fyri tey, tú biður fyri, er heilt í samljóð við Guds vilja. Gud ynskir ikki: “at eitt einasta av hesum smáu skal farast.”

Guds hægsta ynski er, at grípa inn til frelsu. Tað er ikki nakað tú skalt noyða hann til. Tann vitnisburð hava vit frá Guds egna soni, Jesus Kristus, sum júst kom í heimin fyri at frelsa glataðar syndarar. Hann barð framm líknilsi um teir burturvilstu seyðinar, og um hvussu hyrðin setti alt inn fyri at finna, bjarga og frelsa júst hesi: “...og fer at leita eftir tí burturmista, inntil hann finnur hann? Og tá ið hann hevur funnið hann, leggur hann hann fegin á herðarnar.”  (Luk 15,4 - 5)

Ein slíkan “samgongumann” hevur tú, sum í trúgv og áliti leggur tíni kæru, aftur og aftur framm fyri Gud. Tað er vist nógv, vit í dag ikki forstanda, ella fáa svar uppá. Men tað er vist, at tann hyrðin, ið ikki spardi seg sjálvan, men ofraði lív sítt fyri seyðinar, hann sparir heldur ikki seg sjálvan í dag.

 

Annar Páskadagur 25.04.2011

Hygg upp og fram

 

Tá leit Lot seg um og sá, at allur Jórdanslættin var land eins og aldingarður Harrans... (1 Mós 13,10)

Tað er onkuntíð í lívi okkara, har vit standa yvirfyri  einum valgið, sum kann fáa stórar avleiðingar fyri lív okkara, ja, sjálvt fyri ævinleikan. Lots valg var Jordanslættin og hann hugdi bert eftir hvussu vakur og gróðrarríkur hann var  og teir fyrimunir hann hevði av tí, men gloymdi at hugsa um, at fólki á staðnum vóru ikki trúgvandi og góðu ikki gætur eftir Guds boðum, og sum kom til at hava stórar trupulleikar við sær seinri.

Har fanst eingi rættvísi! Menn og kvinnur hvørt um annað, sum gjørdu alt tað, sum var ónt í eygum Guds. Gud mátti taka eina støðu til, um hvat átti at vera gjørt við menniskjuni í Sodoma. Ábraham hevði biði fyri staðnum og Lot, og Gud hevði eftirlíka Ábrahami bønir hansara. Men tá einglar Harrans vildu føra Lot og húski hansara út av Soduma, tá bóðu menninir um at fáa teir útflýggjaðar “so at vit mega svala girndarhug okkara á teimum!” (1 Mós 19,5)  Men einglarnir gjørdi teir blindar, og søgdu við Lot: “Alt skyldfólk títt, mágar tínar, synir tínar og døtur,skalt tú føra burtur frá hesum staði,  tí at vit ætla at oyða henda staðin.” (1. Mós. 19, 12 - 13)   Kona Lot hugdi afturum seg á veg burtur frá býnum, sjálvt um Gud hevði álagt teimum um ikki at gera tað. Og hon bleiv rakt av sama dómi sum Sodoma og bleiv til eina saltsúlu. Hvussu mong standa ikki enn tann dagin í dag, og hyggja afturum seg, men síggj ikki teir møguleikar, sum Harrin hevur lagt frammanfyri tey, sum eru  tilreiðar at fara undir.

Frásøgan um Lot og konu hansar kann verða ein ávaring um, at vit altíð eiga at akta Gud, og ikki bert hyggja uppá møguleikarnar, men eisini um tað er eitt stað, har vit áhaldandi kunnu hava Guds vælsignilsi yvir okkum.

Havisjúka kann leiða okkum inn í mangar trupulleikar. Lat okkum tí siga eins og Josva: “Eg og hús mítt, vit vilja tæna Harranum!”

 

Páskadagur 24.04.2011

Tí at við tað at deyðin kom við eini menniskju, kemur eisini uppreisn av deyðum við eini menniskju. Tí at líkasum øll doyggja í Ádami, soleiðis skulu eisini øll verða gjørd livandi í Kristi.   (1 Kor. 15, 21 – 22)

Við hesum orðum frá Skriftini galt tað uppreisn frá deyða. Tað er ein av teimum stóru spurningunum í trúnni, sum vit hava ringast við at góðtaka. Tað sýnist heilt ótrúligt, at likam okkara skal standa upp, við Jesu afturkomu, hóast tað er rotna í jørðini, er blivið brent til øsku, ella er upployst í havinum.

Men vit eiga at minnast til, at Kristus kom við einum endamáli, at geva okkum alt tað aftur, sum vit mistu, tá Ádam syndaði, og fyri at endurreisa alt, sum bleiv oyðilagt við syndafallinum.

Vónandi hevur tú funnið náði hjá Gudi, so at tú trýrt Skriftini, tá hon sigur um Ádam og Kristus: “Eins og tað tí fyri eins mans misgerð kom til fordømingar fyri øll menniskju, soleiðis er tað eisini fyri eins mans rættlætis verk komið til rættvísgeringar til lívs fyri øll menniskju. Tí at líkasum tey nógvu vórðu syndarar við ólýdni hins eina mans, soleiðis skulu eisini tey nógvu verða rættvís við lýdni hins eina.” (Róm. 5, 18 – 19) Men tá mást tú vita, at vit ikki hava loyvi ella orsøk til at býta sundur Krists gerningar, so vit bert eru nøgd við at trúgva einum parti av tí, sum Hann hevur veitt okkum aftur! Tí hann kom veruliga fyri at endurvinna okkum alt tað, sum vit mistu við syndafallinum.  Og við syndafallinum kom ikki bert syndin og fordømingin yvir Ádam og okkum, men eisini deyðin!

Kristus hevur so statt sigra yvir øllum okkara fíggindum, so teir ikki meira kunnu skaða okkum. Tað galt bæði syndina, djevulin, deyðan og fordøming.

Men tað er fjalt fyri okkum, so leingi vit liva her í heiminum. Fyri at venja og styrkja trúgv okkara, har Gud ikki hevur tikið burt allan tann ónda mótstand í lívi okkara.

Tað fevnir um syndina, sum støðugt sannast á ein slíkan hátt, at eg má falla í vónloysi yvir hana, um eg ikki hevði trúnna, at halda meg til og sannførdur meg um, at Gud hevur sagt sín dóm yvir syndina, tá hann læt dómin ráma Jesus, og at mín synd tí ikki fær Gud til at fordøma meg, tá  eg eri í Kristi.

Tað fevnir um djevulin, sum eg síggi og kenni leika í mær sjálvum og øðrum menniskjum, so tað tikist ringt at trúgva, at hann er yvirvunnin av Kristusi. Men tí, at Jesus hevur sagt, at tað er so, so trúgva vit tí!

Og tað fevnir um deyðan: Jesus segði í reiðum orðum: “Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr.” (Jóh. 11, 25) Tí trúgva vit tí!

Stórt undurverk! Syndin skal ikki fordøma meg, djevulin skal ikki skaða meg, og deyðin skal ikki eiga meg, tí Jesus Kristus frelsir fult og heilt!

Leygardagur 23.04.2011

Men trúgva vit

 

Eg, Harrin, havi kallað teg í rættvísi; eg skal halda teg í hondina, og eg skal varðveita teg og gera teg til sáttmála fyri fólkið og til ljós fyri heidningarnar. (Jes 42,6)

Ísrael var undirkúga og útlagin í Bábylon. Tá sendi Gud teimum hesi boð, at tey ikki vóru gloymd, men vóru eitt amboð í hansara hondum. Og at hansara ljós og frelsa gjøgnum tey skuldi koma út um allan heimin. Tað gekk út við Jesusi Kristi. Í honum fingu heidningarnir Guds ljós og frelsu. Gud hevði sína almakts hond við í, hvat, ið fór fram í Ísrael og stjórnaði gongdini. Eisini í dag stjórnar Gud øllum, ið kemur Ísrael við. Hetta lítla landi, ið er so stórt stríð um, og sum allur heimurin tikist at hava áhuga í, er tað land og fólk, sum Gud útvaldi til sítt. Ísraels fólk, sum er runt allan heimin skal venda heim aftur. Og tá Friðarhøvdingin kemur vil Gud aftur seta hetta land og fólk, sum hann vakir yvir í miðjuna. Og Guds ljós vil koma har útfrá um allan heimin.

Longu í dag, hava vit eina ábending um, at bæði landi og fólki er nakað serstakt. Landsins søga í nýggjari tíð vitnar sterkt um, at Gud í øllum smáum er við at gera tað tilreiðar, ið skal koma frá hansara hond til hansara tíð. Onkur trýr, at tey kunnu seta á stovn eina nýggja heimsskipan við teirra treytum. Men tey kunnu bert fløkja trupulleikarnar hjá londunum, til Gud fær ein enda á tí hurlivasa, sum hevur fylt heimin við ruðuleika og dálking. Men trúgva vit, at alt er í Guds hondum, so kunnu vit síggja ljóst uppá framtíðina. Tí í hansara tíma vil hann grípa inn og gera alt nýtt. Og í hesum nýggja fær Ísrael ein týðandi leiklut, sum Gud í Bíbliuni hevur víst okkum á.

Hósdagur 21.04.2011

Ver vakin

 

...Eg veit um gerningar tínar, at tú eitist at liva, men ert deyður.  (Opb 3,1)

Tú eitist at liva, men ert deyður!  Her eru nøkur syndarlig orð. Men tað er tó vón, sigur Jesus: “Vakna og styrk alt hitt, sum er við at doyggja...Minst tí til, hvussu tú tókst ímót og hoyrdi, og varðveit tað og vend um!”   (v/2 - 3)

So illa stóð til við meiniheitini í Sardes. Tó var tað nøkur fá, sum høvdu hildi fast og vóru lýtaleys, og um tey sigur Jesus: “...teir skulu ganga við mær í hvítum klæðum, tí at teir eru tess verdir... og eg skal ikki strika navn hansara út úr lívsins bók, og eg skal kennast við navn hansara fyri faðir mínum og fyri einglum hansara.” (Opb 3,4 - 5)

Tað vóru nøkur í Sardis, sum sjálv trúðu, at tey áhaldandi livdu í tí trúgv, ið tey einafer tóku ímóti og ikki høvdu lagt merki til, at tey vóru gliðu burtur frá Gudi. Tað sama kann henda okkum. Tað kann uttan at vit leggja tað til merkis, at tað koma broytingar í okkara samband við Gud, so tann andaligi deyðin vendur aftur, meðan vit bert liva víðari í teimum vanligu vanum og biða vanligar bønir. Men Jesus sigur: “Eg veit um gerningar tínar...eg havi ikki funnið gerningar tínar fullførdar fyri ásjón Guðs míns.”

 “Vakna! Vend um!”  Vit eiga at spyrja okkum sjálv: Eri eg vakin? Haldi eg fast við Guds orð, ella eri eg ávegis til at blíva líkasælur yvir fyri hvat Orði hevur at siga? Vit eiga altíð at óttast fyri, at okkara kærleiki til Gud blívur kaldur, so vit í líkasælu sovna inn í ein andaligan deyða. Tá mugu vit umvenda okkum, og stríðast fyri, at vit ikki støgga upp í okkara heilaggerðing.

Mikudagur 20.04.2011

Harrans vegur

Kenn mær, Harri, tínar vegir, kunnar ger mær leiðir tínar...Minnist á, Harri, miskun tína og tína náði, tí frá fyrndartíðum tær eru...minst til mín eftir náði tíni, fyri góðsku tíni. (Sl. 25, 4, 6 & 7)

Í Dávids sálmum fáa vit loyvi til at hyggja inn í menniskja hjarta, sum livur í áliti við sín Harra og Gud. Hóast tað, so vita vit frá Skriftini, at júst Dávid var í trupuleikum og ikki altíð helt seg á Harrans vegi.

Dávid fekk lært, at Gud ikki bert gerð gott, men er góður og rættvísur. Tí yvirgevur Gud ikki syndaran til glatan, men roynir at leiða tey til frelsu. Tí biður Dávid um meira kunning til vegir Harrans og virkishátt.

Tað, ið vit eiga at leggja okkum í geyma, er, at Dávid livir í álitinum um, at skal Harrin síggja til hansara, so er tað av náði. Hann nevnir Harrans miskun, trúfesti og góðsku sum grundvøll.

Harran vegur eru altíð fyrst og fremst vegurin til frelsu. Harnæst møta vit eisini einum hjartans ynski hjá Dávidi um, at liva í náðini, tí tá veit hann, at hann fær loyvi til, at ganga við friði í hjarta og sinni og liva í lukku. Tað álit, sum Dávid hevur til Harran nørist, tá Harrin leiðir. Tað heldur og gevur styrki og tryggleika í trongdum. Tá kann hann eisini biða fyri sínum fíggindum.

Hann eyðmjúkar letur ganga við rætti, hann eyðmjúkar veg sín lærir. Allar Harrans leiðir eru kærleiki og og trúskapur fyri teimum, ið halda sáttir hans og boð hans. (9 – 10)

Mánadagur 18.04.2011

 

Ver ansin

 

...í komandi tíðum skulu summir falla frá trúnni...(1 Tim 4,1)

Nøkur falla frá trúnni, og halda sær at villandi andum og lærdómum av illum andum. Vit eru fongd við eini sjálvvitssukenslu, eins og heimsins børn eru fongd við, og trúgva, at vit kunnu síggja burtur frá, tá talan er um villandi andum og lærdómum av illum andum. Men vit eru umringa av hesum satans sendiboðum, sum hava sum hjartamál at villeiða menniskju og lumpa tey inn í teirra harras fellur. At hettar eydnast í stóran mun, tað vitnar tann stóra fjøld, sum við stórum áðraði trínur framm við mótsigandi útsagnum frá Bíbliuni, ið ikki er í samsvarð við tað trúgv, sum Heilagi Andi hevur opinberða einum og hvørjum, sum hava tiki ímóti Jesusi sum Frelsara sínum.

Í tí andaliga heiminum er stríði um mannasálina, so virðismikið og stórt at vit fata tað ikki. Frá byrjanini í Bíblini sigur hon frá, um djevulsins royndir at sníta, lokka og villeiða, so at sjálvt tann gudgivna vitska verður sett til síðis. Djevulin hevur verði ein mordari frá byrjan og hansara ferð berð brá av morði í teimum følsku religións navni. Og hann førir mong út í vónloysi ella andaligt myrkur, og harvið taka teirra egna lív. Og í dag við okkara stóra tíðinda flutningi er vandin ovur stórur, tí gjøgnum hann spjaðist tann falska læran skjótt og førir seg framm sum ein ljósins eingil ella sum ein úlvur í dularbúna. Trúgv tí ikki eini og hvørji boðan, men royn um alt sampakkar við veruleikan, sum stendur í Bíbliuni.

 

Mikudagur 13.04.2011

 

Tá las Báruk upp úr bókini orð Jeremia fyri øllum fólkinum í húsi Harrans, í herbergi Gemarja Sjáfanssonar, ríkisritara, í ovara forgarði við Nýggjalið á húsi Harrans. (Jer 36,10)

Eftir Harrans boðum hevði Jeramia lati skrivara sín, Baruk skriva niður øll tey orð, sum Harrin hevði tala við hann, fyri at fólki kundi hoyra tey og venda um, áðrenn dómurin kom yvir tey. Baruk læs hart av tí skrivaða í tempulgarðinum. Fúrstar, kongsins ráðharrar og mong av fólkinum hoyrdu á hendan hátt Harrans orð, og tað gjørdi djúpt árin á tey. Sjálvt tann ógudeligi kongurin Jojakim sendi boð eftir bókrullunum og lat ein ráðharra lesa upp úr teimum. Men tað gekk ikki long tíð, áðrenn hann bleiv so sintur, at hann tók pennaknív skrivarans og skar rullunar sundur og pettini og kastaði pettini  í eldin. Og kongurin beyð, at Jeramias og Baruk skuldu handtakast. Men Harrin fjaldi teir.

Mong hava gjøgnum tíðirna brendt Harrans orð og jagstra Guds fólk - eisini í dag. Og mong hava eins og bíbiltíðarir skori í orðini, fyri at fáa eitt ella annað vekk í orðinum, sum hevur tala álvarsligt til teirra. Á hendan hátt er vantrúgv komin inn í kristindómin hjá mongum. Tey, sum ikki ansa væl eftir og halda seg til Gud, kenna ikki hansara reyst og lata seg leiða avvegis til deyða og glatan. Í tí vælsignilsinum, sum Móses talaði út yvir Ísrael áðrenn hann andaðis, sigur hann:  “Ja, hann elskar fólk sítt, allir hansara heilagu eru í hansara hondum, teir sessast við føtur tínar og taka við orðum tínum.” (5 Mós 33,3)  Títt orð er, Gud, várt arvagóðs, tann arv vit bestan fingu, í grøv veit okkum, Gud, tað rós, at leidd av tí vit gingu; tað er vár hjálp í neyð, vár troyst í lív og deyð. O, Gud, ið hvussu fer, lat, meðan verøld er, tað fólks várs arvur vera. (SLB. 332)

 

Fríggjadagur 08.04.2011

Hirðin

 

Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum...tann, sum gongur inn gjøgnum dyrnar, hann er hirði hjá seyðunum. (Jóhs. 10, 1 – 2)

 

Tá Jesus brúkar orði sanneliga, so er tað eins og ein játtan um naka stórt og ævigt. Hann byrjar við orðunum sanneliga, sanneliga,  tá hann sigur frá, at “Tann, sum ikki gongur gjøgnum dyrnar inn í seyðabyrgið, men fer uppum aðra staðni, hann er tjóvur og ránsmaður.” (Jóh 10, 1) At Jesus vísir á seg sjálvan sum ein sannan hirða, vísir sambart Bíbliunar orðalagi eina so vakra mynd um hansara umsorgan. Og, at hann leggur dent á, at hann er tann rætti hirðin, vísir til, at Gud allar tíðir hevur veri Ísraels sanni hirði, og at hann áhaldandi vil gerða sín gerning, við at ganga inn um dyrnar sum tann rætti hirðin. Tann, sum fer uppum aðra staðni, er ránsmaður sum antin fyri vinning ella pengar gevur seg út fyri at vera hirði, fyri at røkta egin áhugamál heldur enn Guds

 

 

 
Tann rætti hirðin gerð seg til kennar við, at fyri honum lata duravaktinar upp. Eftir eystulenskum siði, so lótu undir hirðanir dyrnar upp fyri yvir hirðanum. Á hendan hátt sendi Gud Jóhannes, at fyrireika vegin – lata upp – fyri Jesusi. Og tað er enn eitt eyðkenni um tann rætta hirðan. Seyðinir kenna rødd hansara og fylgja honum. Ein ókunnuan vilja tey ikki fylgja. Sjálvt um tann ókendi lat seg í hirðans klæðir, so hoyra seyðinir beinavegin, at røddin er ókend og fylgja ikki eftir. Á sama hátt mugu vit eisini kenna røddina á hirða okkara og ikki lata okkum freista til, at fylgja tjóðum og ránsmonnum, sum ikki fara inn um dyrnar, men fara uppum aðra staðni.

Týsdagur 05.04.2011

Tann smali vegurin

Hava vit valt, at fylgja Jesusi, uppdaga vit skjótt, at vegurin er smalri enn vit høvdu hugsa okkum. Og skulu vit ikki slaka í okkara avgerð, at ganga á tí smala vegnum, so eiga vit hvønn dag at hava orðini frá Sálmanum sum grundvøll undir fótum okkara: “Altíð Harran eg havi fyri eygum mær, við honum til høgru handar mær eg fastur standi.” (Sl 16,8)

Á tíð smala vegnum eiga vit at ganga í ótta og bivan og ikki missa okkara fríðmóð. Ver glað í Harranum uttan tilgjørt kæti. Flyt alt yvur á Gud uttan sjálv(ur) at leggja hendurna í fangi. Ver avgjørdur í Kristusi, uttan at hevja teg sjálvan upp. Og verð brennandi fyri at frelsa onnur. Og stríðast framm móti málinum uttan at troyttast. Og verða trúgvur í sannleikanum, uttan at missa kærleikan til okkara næsta.

Hesar fyrisetningar, sum vísa, hvussu smalur vegurin er. Og  at liva eftir teimum er eitt stríð løtu fyri løtu, tí teir skulu lærast av erfaring saman við mongum øðrum. Og at ganga hann, uttan at Gud er við okkum, megna vit ikki. At ganga eftir tí smala vegnum hevur sum mál, at vit meira og meira koma til at líkjast Jesus okkara Harra og Meistara, og at lata tað nýggja, sum er lagt niður í okkum, tá vit komu til trúgv, vaksa, so tað kann berða frugt, Gudi til æru. At túgva er at halda í hendur frelsarans og lata andan valda á leið til himnalands. MS. 502, 6

 

Sunnudagur 03.04.2011

Men eg sigi tykkum, at menniskjan á dómadegi skal standa til svars fyri hvørjum ógagnsorði, sum hon hevur talað.   (Matt. 12, 36)

Vit stroya um okkum við orðum, sum vit ikki hugsa so nógv um, sum vit skulu møta aftur. Orð kunnu hava góða ávirkan, og føra til frelsu, men lygn, óndskapur, órættur, vantrúð, gudloysis og óhóskandi orð føra til undirgang, oyelegging og dóm, um so er at vit ikki hava fingi tey fyrigivin. Tá blíva tey okkum til byrðu, tí vit hava sagt mong orð, vit ikki áttu at tala, og fyri tey øll skulu vit geva frágreiðing um. Mong av heimsins børnum steinseta dagin við orðum, ið koma at tyngja á dómadegi. Tey kalla satan við mongum nøvnum. Háa Jesus og brúka háandi orð um deyða hansara á krossinum. Og yvir, at vit eru syndarar, og mugu biða um Guds fyrigeving fyri eitt lív, sum var oyðilagt og sum vit ikki megnaðu at koma vekka frá, við egnari megi.

Tað kemur ein dagur, tá tað er ov seint at broyta nakað. Tá skal skuldin gjaldast, og skuldarbrævið er stórt. Áður hava vit nok undrast um, á hvønn hátt alt tað, ið vit hava sagt og gjørt kundi koma á okkara skuldarbræv. Men í dag við okkara framkomnu tøkni, sum mong av okkum ikki fata meira enn ein lítlan part av, so er Gud mentur til mikið meira enn vit fata. Hann, sum hevur skapa alt í sínum ófatandi vísdómi. Vit, sum hoyra Kristusi til, vit kunnu ikki gerða annað enn, at takka fyri, at okkara skuldarbræv bleiv neglt á krossin og gjørd semja um, millum okkum og Gud, hann, sum kemur ein dag aftur sum dómari. Hann vil veða okkara verji og játta okkum sína rættvísi. Og vit skulu ganga frí. Fría okkum frá eini stórari rúgvu av byrðum og skuld.

Vit, sum hoyra Kristusi til, vit kunnu ikki gerða annað enn, at takka fyri, at okkara skuldarbræv bleiv neglt á krossin og gjørd semja um, millum okkum og Gud, hann, sum kemur ein dag aftur sum dómari. Hann vil veða okkara verji og játta okkum sína rættvísi. Og vit skulu ganga frí. Fría okkum frá eini stórari rúgvu av byrðum og skuld.

Fríggjadagur 01.04.2011

...snúgv mær aftur, tá vendi eg við, tí at tú ert Harrin, Guð mín.   (Jer 31,18)

 

Mong, ið hava haft eitt møti við Guds kallan og eru byrjaði eitt lív saman við honum, men sum ikki fingu gleðina í endurføðingini og tað megi at eiga, tí teirra yvirgeving bert var hálvavegna. Kærleikin til nakrar lutir, sum heimurin hevði at bjóða vóru teimum ov sterkur. Ár eftir ár eru farin, við at halta til báðar síðir, og ikki haft samband við nøkrum av støðunum. Tað er ein óhaldbarð støða, so vit eiga at biða: “snúgv mær aftur, tá vendi eg við, tí at tú ert Harrin, Guð mín.” Tá vil Gud í sínum tíma geva svar: “um tú umvendir teg, so vil eg umvenda teg.”

Umvending er ikki naka eitt menniskja megnar aleina, men eitt inntriv frá Gudi. Ikki til at fata og einahelst ikki fyri tann, sum ikki hevur haft tað upplivilsi. Vit vita, at loysnari okkara livir, og at Gud er ein veruleiki, sum vit kunnu byggja okkara lív á. Men vit uppliva eisini ein fígginda, sum uttan at blunka, og við at níta allan sín mátt til at náa máli sínum, tað at vit ikki skulu njóta okkara nýggja lív, sum Gud av síni náði hevur givið okkum. Hann vil forða fyri, at vit eins og Paulus kunnu siga: “...tað eri ikki longur eg, sum livi, men Kristus livir í mær. Men tað sum eg nú livi í holdinum, tað livi eg í trúnni á Guðs son, sum elskaði meg og gav seg sjálvan upp fyri meg.”  (Gal 2,20)   Tala enn sum fyrr við Sikarbrunnin lívsins undurfulla frelsuorð; takk, at eg av tær nú eri funnin, og til mín tú reiddi náðiborð. MS. 66, 2

Mikudagur 30.03.2011

Vónin

 

Tí at eg eri í iva millum tey bæði, við tað at eg havi hug at fara hiðani og vera hjá Kristi, tí at tað hevði verið ólíka nógv betri. (Fil 1,23)

Paulus hevði ein stóran longsul og ynski, sum sleit í hann hvør sín aíðu. Men hann vildi gera eins og Gud ynskti og setti tí sítt egna eg til síðis í álitinum um, at tann dagin tá hann skuldi herfrá, var tað fyri at møta Jesusi og verða saman við honum um ævir.

Trúgvin, sum fylti Paulus við vissuni um, at hann – tá hansara arbeiði var at enda komi – skuldi heim til Jesus, er vikna hjá mongum í okkara tíð. Tað er so nógv, ið treingir á, tað at liva fyri og við Jesusi, so vit kunnu síggja fram móti tí síðsta “arbeiðsdegi” við gleði, tí tá skulu vit heim at møta Jesusi.

Trúgva vit av hjarta, at tann dagin vit fara herfrá fyri at verða saman við Kristusi, har deyðin hevur mist brodd sín og sína kraft yvur okkum. Tá eiga vit hvønn dag at vaksa í trúgv og sannan av, hvørja náðigávu vit fingu, tá vit tóku ímóti Jesusi og hann kom inn í lív okkara. Tá bleiv tað lív, gleði og sæla. Trýggir grundleggjandi partar, ið halda í lívi og deyð og gevur okkum mátt til at fara herfrá fyri at vera saman við Jesusi Kristi, Frelsara okkara.

 

Sunnudagur 27.03.2011

Kann nakar bera eld í barmi sínum og ikki svíða klæði síni?  (Orðt 6,27)

Tær stóru syndinar eru vit bangin fyri, tí tær vilja brenna okkum upp, men tann lítla glóðin, hana eru vit ikki so bangin fyri. Bíblian nevnir ikki nakrar syndir fyri smáar, og vit eiga at vera vakin fyri hvussu stóran skaða “tær smáu syndinar” kunnu gerða. Tað er eingin ivi um, at okkara “klæði  eru sviðin”, men vit vita tað ikki, tí vit hyggja ikki eftir, hvørji støðu klæðini eru í. Kann vera, at tær mongu smáu gløðurnar hava eti upp rættferisbúnan og tí standa vit nakin inni fyri Gudi við øllum okkara smáu órættar gerðum.

Ein av teimum glóðum, vit mangan berða í okkara fangi er, ikki at fyrigeva. Tað vil altíð vera ein ella annar, ið hevur gjørt okkum óðrætt, ella hevur skatt okkara navn ella umdømi. Beiskleika glóðin hevur kanska í áravís ligið og prutla undir lokinum, men Gud sigur, at vit eiga at slókkja hæna við at fyrigeva. Tað, at vit ikki vilja fyrigeva, kann skaða okkum. Vit fáa ikki sjálv fyrigeving, so leingji vit ikki vilja fyrigeva øðrum. Og so leingji vit ikki fyrigeva, so hýsa vit beiskleika, sum gerð okkara egna lív beiskt. Vit eiga at ansa eftir, um vitbera eld í barmi, ið kann oyðeleggja og bróta niður okkara samband við Gud, og næsta okkara. Vit eiga tíð, at hava trúðareldin í hjartanum og biða. Kom, andi Guds, og køv hvønn neista, sum vil til illgerð okkum freista, ger sorgtyngt hjarta fríkst og lætt, stýr okkum, so vit virka rætt. Kom, andi Guds, ger okkum sterk og fús at fremja góða verk. (SB. 232,2)

Leygardagur 26.03.2011

Gerið beinan veg Harrans (Jóh 1,23)

 

Satan brúkar heimsins børn til at gerða Harrans vegir ójavnar, so tað blívir truplari at síggja Guds ríkið, ella tað blívur truplari at taka støðu til, at taka ímóti Frelsuni í Jesusi Kristi. Harvið forðar hann mongum í at blíva frelst. Vit mugu drýpa høvur í sorg og sanna, at nakrir í boða eisini eru blindir og harvið ikki slætta nakran veg fyri Harranum. Men vit eiga at takka Gudi fyri tey, ið gjøgnum eina Bíbiltrúgva boðan vísa vegin og royna at slætta vegin, so tað er lættari, at koma til trúgv á Jesus sum Frelsara.

Øll kristin hava sum mál ikki bert at slætta Harrans veg, men eisini at beina fyri forðingum á vegnum, sum gerð tað trupult at síggja vegin. Tá tað stendur eitt menniskja aleina ella syrgjandi og saknar kærleika, troystarrík orð, so roknar Gud við okkum, at vit slætta vegin, so hetta menniskja av nýggjum kann ganga vegin í trúgv og tøkk.

Gud hevur kalla okkum til at vera trúføst og at hava umsorgan í gerðum okkara fyri hann og at gerða okkara vegaarbeiði við gleði við eitt hvørt høvi. Men vit kunnu so manga við einum orði, sum vit ikki hugsa so nógv um, ella eini gerð mótarbeiða Gudi, um so er, at vit ikki lata okkum leiða av orðinum og Heilagum Anda.

Satan hevur ikki tungt við, at fáa sínar arbeiðarar til at gerða Harrans veg ikki farandi á. Men honum kunnu vit standa ímóti. Vit eiga ikki at lata okkum leiða av einum og hvørjum lærdóms vindi, men ansa eftir, um tað vit gerða, er eftir Harrans vilja og ikki eftir okkara egnu vitsku.

Sunnudagur 20.03.2011

 

Vatnberaðar

 

...bert eina skál av køldum vatni at drekka... (Matt 10,42)

So nógv fylgir Gud við í, hvat vit gerða fyri hvønn annan, at hann leggur til merkis eina so líta gerð, sum tað, at rætta einum av sínum minstu eina skál av køldum vatni, tí hann er ein lærusveinur. Men sjálvt um vit hava eina skál av køldum vatni, so eru vit afturhaldandi við at geva av henni. Kalt vatn er ein málburður, sum fevnir um eggjan ella ar rætta eina hond í eini truplari støðu. Eru vit afturhaldandi við tí, so er tað tí, at vit bert hugsa um okkum sjálvi. Og tað er ikki Guds sinnalag. Hann vil, at vit hava umsorgan fyri hvørjum øðrum - berða byranar hvør hjá øðrum - so sum Paulus málberð seg, at vit harvi vísa Kristi sinnalag.

Men sjálvt um vit gerða okkara besta, so er tað mangan so, at vit fara ikki fullhjarta inn og lyfta við, tá onnur hava tað tungt. Vit hjálpa ikki nógv, tí vit elska ikki okkara næsta nok og síggja ikki, tá ein av teimum minstu treingja til hjálp. Hvussu mangan fáa børnini tann stuðul og hjálp, ið tey treingja. Heldur enn at geva teimum kærleika, so geva vit ting og sakir, sum ikki hjálpa naka, tvørtirímóti. Vit eru kallaði til fríðheit, men ikki eina fríðheit uttan ábyrgd. Vit eru sjálv blivin leidd til kelduna við livandi vatni, men gloyma at vera “vatnberaðar”, ið berða tað vatni út til onnur, ið treingja til tað. Sjálvi møta vit Guds kærleika, tá hann gav okkum eina livandi trúgv, men eru ikki fús til at berða boðini víðari um Guds ótømandi kærleika. Ein gerningur, sum er gjørdur í kærleika móti Gudi og næstan, kann verða eins lítil sum ein skál av køldun vatni, men verður í sínum tíma afturlønt av Gudi.

Gud býtir sínar gávur út til tey, sum hava trúgv, so Jesu navnið dýrd og heiður fær. Tá fær hin jarðar-bundna trúgvin lív í yvirflóð, tí Jesus er í orðinum tær nær. Sigurstónar 174, 3

 

Leygardagur 19.03.2011

 

Vendið um

 

»Vendið um, tí at himmiríkið er í nánd!«  (Matt 4,17)

Eingin kann arbeiða seg inn í Himmalin, ella bert at velja sær vegin inn hagar. Jesus sigur: Eg eri vegurin og sannleikin og lívið.  Eingin kemur til faðirin uttan við mær.” (Jóh 14,6)  Zakeus kom til at skilja hetta og tók ímóti Jesusi av øllum sínum hjarta. Jesus segði um hann:  »Í dag hevur frelsa verið hesum húsi fyri...tí at menniskjusonurin er komin at leita upp hitt farna og at bjarga tí.«(Luk 19,9 - 10)

Jesus spurdi ikki Zakeus um hann var ein góður, umtóktur borgari. Hann sá, at Zakeus visti, at hansara frelsa ikki velds um, hvat hann kundi ella vildi, men av Jesus. Og hann visti, at við Jesusi vildi tað koma rættvísi inn í hansara lív. Tíð var hann eisini tilreiðar til, at gjalda meira, um so var, at hann í sínum starvi hevði tiki ov nógv enn hann hevði loyvi til. “Tollarar voru kendir fyri at krevja meira enn tað, ið var loyvt í teirra samtíð.”

Jesus kemur ikki til tey sjálvrættvísu, men til tey, sum angra teirra syndir og játta, at tey hava tørv fyri Guds frelsu og biða hann koma inn í teirra hjørtu.

Tí tú ert  vegurin, og tú ert sannleikin og lívið við; alt gott tú gevur teim, sum vraka heimsins gleim og fylgjast við tær heim til sælan frið.  MS. 678, 3

 

Fríggjadagur 18.03.2011

 

Hvussu ofta havi  

 

Man ikki hetta ráma teg, av tí at tú segði meg burtur? sigur Harrin, drottin.  (Jer 2,17)

 Hvussu ofta havi eg viljað ...Og tit vildu ikki.  (Matt 23,37), segði Jesus við íbúgvanar í Jerusalem. Og hann sigur vist tað sama við okkum í dag, tá vit ganga okkara egnu vegir, sum føra okkum inn í trupuleikar, sum vit ikki megna at koma út úr aftur sjálvi. Áh jú! Høvdu vit bert lurta eftir Guds ávaringum, so vóru vit ikki komi so tvørt fyri!

Tað, at ikki at lurta eftir Guds leiðbeining kann vera atvold til mangt ónt. Vit hav álit á, at vit eru klók nokk til ikki at koma í trupuleikar, men á hendan hátt er tað als ikki. Gud sær trupuleikanar frammanundan og veit at teir koma. Og sum ein kærleiksfullur faðir vil hann verja okkum móti teimum. Tá vit so hóast tað ganga okkara egna veg, so spyr Gud: “Man ikki hetta ráma teg, av tí at tú segði meg burtur?”

Tað ringasta er, at vit eru sein til at læra og fara aftur og aftur, at ganga okkara egna veg. Og tá so alt vil illa til, so fara vit til Gud og kæra okkara neyð. Og Gud byrjar av nýggjum aftur og aftur eins og leirkerasmiðurin, ið fer undir at gerða eitt nýtt kerið, og aldri gevst fyrr enn tað eydnast, at gerða eitt, sum er til æru forma av tí formleysa leiri. “So sigur Harrin, loysnari tín, Ísraels heilagi: Eg eri Harrin, Guð tín, ið frøðir teg um tað, sum er gagnligt, og leiðir teg á vegin, tú skalt ganga.” (Jes 48,17)

 

Meg leiða Harrans hendur, tær dýrar eru mær;

hvør víkur ella vendir, tó treystar eru tær.

Langt áður enn eg dugdi at nøkrum skyna á,

tær varliga meg studdu, um rás var hál og mjá.

MS. 488, 1

 

Sunnudagur 06.03.2011

 

Snýtarin

 

Alt hetta vil eg geva tær... (Matt 4,9)

Tað er eitt gamalt listarbragd frá satans síðu, at fáa okkum at trúgva, at hann vil geva okkum naka. Hann  gevur okkum einki, men kann látast sum um hann vil geva okkum alt. Tá eitt ungt menniskja hoyrir kalli til umvending, so sigur hann: Tú má vera alt fyri uttan, ja, alt tað, ið hevur virði at liva fyri. Bíða til tú verður gamal! Ella hann teskar okkum í oyrað: Ver fríður og liva lívið! Onnur lumpar hann til at trúgva, at góðs og hentleikar gevur lívinum innihald, og fær okkum til, at jaga tað forgongeliga, fyri ikki at síggja tað ikki forgongeliga, sum Gud gevur okkum í Jesusi Kristi.

Svíkjarin setur okkum eins og uppá eitt høgt fjall og bjóðar okkum allar heimsins gleði fyri at freista okkum. Hann krevur ikki beinleiðis tilbiðan, men hann veit, at tá vit ikki liva í einum innarligum sambandi við Gud og andaliga liva av hansara orði, so vil fjarðstøðan til Gud blíva størri og størri. Og gevast við at tilbiða og takka Gudi er ein óbeinleiðis tilbiðan av satan.

Alt hetta vil eg geva tær, umfatar eisini tær følsku religióninar. Tær lova eina samanblanding av demoninnblástum uppfinningum, sum skal geva teimum alt, men sum tømir okkum fyri alt andaligt ljós og í staðin fyllur okkum við myrkri.

Djevulin var ein lygnari og manndrápari frá upphavi, og hann er tað enn. Og tað er bert við at lesa Bíbliuna vit kunnu fáa andaligt ljós inn í sál okkara, so vit kunnu síggja, at hann er ein snýtari. Vit eiga ikki at trúgva honum, tá hann sigur: Alt hetta vil eg geva tær!

 

Hósdagur 03.03.2011

 

Guds náði

 

Tí, um onkur er í Kristi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið, sí, tað er vorðið nýtt!  (2 Kor. 5, 17)

Mon hava ringt við at fata, at eitt gudshuga menniskja ikki altíð er ein Kristin. Tað finnast trúgvandi menniskju, ið liva eitt lív, sum eingin kann seta ein fingur á. Men tað heldur ikki! Hvat enn vit koma fram til Gud við, so vil alt tað heila verða undir Guds dómi. Tað er bert eitt, ið kann rættvísgerða okkum inni fyri Gudi, so vit ikki eru dømd sek á dómadegi. Trúgvin á Jesus Kristus, sum bleiv gjørd semja við fyri syndir okkara!

Tað er ræðuligt, at hugsa um tey mongu, sum ikki kunnu síggja, at teirra egna góðska og gudshugur ikki er nok. Hava hesi ikki tikið móti Jesusi sum Frelsara, so vilja tey saman við gudsnoktarum dømast til glatan. Tað átti at gjørt okkum meira áhuga og inntreingjandi í at bjóða øðrum til at taka ímóti Guds frelsu. Tað er ein fjøld av menniskjum, sum sum einki ella næstan einki vita um kristindóm. Ella teirra vitan er ein skeiv læra frá persónum, sum ikki sjálv kenna vegin til Guds. Teimum eiga vit at vísa vegin til Jesus Kristus.

Tí, um onkur er í Kristi, er hann nýggjur skapningur. Tað, sum tá krevst er eitt inntriv frá Gudi, sum Bíblian nevnir endurføðing. Fyrst við eini  nýggjari føðing blíva vit nýggir skapningur og kann Guds náði standa fyri honum á dómadegi.

Guds náði, hon er sum eitt verðaldarhav,

so botnleys og endaleys við.

Lat ganga tí teymin, høgg landtogi av,

og legg út, har ið náðin er frí!

Sigurstónar: 164, 1

 

Sunnudagur 27.02.2011

 

Men eg sigi tykkum, at menniskjan á dómadegi skal standa til svars fyri hvørjum ógagnsorði, sum hon hevur talað. (Matt 12,36 )

Vit nýta mong orð, sum vit ikki hugsa um, at vit skulu møta aftur. Orð kunnu gerða gott og kunnu leiða til frelsu. Men lygnsins, óndskapsins, órættvísindins, vantrúðar, gudloysins og óflýggjalig orð leiða til undirgangs og dóm, um so er, at vit ikki hava fingið tey fyrigivin. Tá verða tey okkum til byrðu, tí vit hava sagt mong orð, sum vóru betur ósøgd, og fyri øll tey skulu vit standa til svars yvir fyri. Mong av verðsins børnum stroya um seg við orðum, ið vilja tyngja nógv á dómadegi. Tey kalla á satan við ymiskum nøvnum. Háða Jesus og hugna sær við at speireka hansara deyða á krossinum. Og yvir, at vit eru syndarar, sum mugu biða Gud um fyrigeving fyri teirra myseydnaða lív.

Tað kemur ein dagur, tá tað verður ov seint at broyta nakað. Tá skal skuldin gjaldast, og skuldarbrævið er stórt. Áður hava vit kansa undrast yvir á hvønn hátt alt tað, sum vit hava sagt og gjørt kann standa á okkara skuldarbrævið. Men í dag við okkara teknisku vitan, so fata vit kanska ein part av tíð, sum er ein skuggi, av tíð Gud er mentur til. Hann, sum skapaði alt í sínum óendaliga visdómi.

Vit, sum hoyra Kristusi til, vit kunnu ikki annað enn at takka fyri, at okkara skuldabræv bleiv neglt til krossin við Frelsara okkara, sum ein dag vil verða dómari yvir øllum. Hann vil verða okkara talsmaður og vísa okkum sína rættvísi. Og vit skulu verða fríð. Fríð frá eini stórari byrðu av skuld

 

 

Leygardagur 19.02.2011

 

     Men við tað at brúðgómurin dvøldi við at koma, kom tyngd á tær allar, og tær sovnaðu. (Matt. 25, 5)

     Henda frásøgn er av størsta tídningi eisini í okkara tíð. Tað við at bíða ár eftir ár, at Jesus skal koma aftur, gerð mong døsin, so tey andaliga sovna og ikki syrgja fyri at hava nok av olju á lampuni.

     Á yngri árum sungu vit: “Klokkan slær, tíðin ferð!” Tá var tað kanska lættari at vera ein Kristin. Munurin millum verðina og tey kristnu var nógv størri enn nú, og á sama hátt var samanhaldi millum tey kristnu nógv sterkari. Tað var einki radio ella sjónvarp, sum útfyllir fríðtíðina, so tað var tíð til at hugsa um ævinleikan. Oftan var tíðin brúgt til at lesa eina prætiku, ella at lesa eina uppbyggjandi bók, og tað bleiv sungi sangir og sálmar. Tað var ein angist fyri at missa trúnna, sum mong høvdu uppliva tungar tíðir í bøn og rannsókn fyri at koma til. Hesa angist kenna vit ikki í dag í sama mun. Og grundin til tað kann verða, at vit ikki eru so ”heithjartarði” kristin í dag.

     Hesi orð kunnu verða ein ávaring til okkum um, at vera vakin og av allari magt halda tann andliga svøvnin vekk, so vit ikk ”vakna” við Harrans komu og síggja, at vit tróta olju til okkara lampur. Gev mær olju á lampuna Harri, til eitt brennandi ljós meg gerð.

 

Hósdagur 17.02.2011

 

Óttast ikki, eg endurloysi teg; eg nevni teg við navni, tú ert mín.  (Jes 43,1)

Tað, sum er stórst, tað er at hoyra Gud til, at vera hansara barn. At kunna siga: Eg eri hansara! Gjøgnum trúnna á Jesus Kristus eri eg hansara ogn. Gjøgnum trúnna havi eg ogna mær hesi vælsignaðu orðini: “Óttast ikki, eg endurloysi teg; eg nevni teg við navni, tú ert mín.”

Eg eri hansara, tá eg vakni um morgunin. Hansara, tá eg ferðist í ferðsluni, tá eg eri til arbeiðis, tá eg eti og drekki, í míni fríðtíð, og tá eg sovi. Eg eri hans í lívi og deyða. Tað er ein undurfull tilvera at vera í.

Tá eg eri hansara, so veit eg eisini, at hann vil geva mær alt, ið eg havi brúk fyri. Tað hevur hann lova mær: “Men Guð mín skal eftir ríkidømi sínum til fulnar bøta um alla neyðsyn tykkara í dýrd í Kristi Jesusi.” (Fil 4,19)  Hann vil geva mær syndana fyrigeving, trygd, frið og gleði, nýggjan mátt. Hann vil dagliga halda mær føstum og varðveit meg. Hann vil verja meg móti øllum óndum ágangi og føra meg fram til sigurs. Av tí grund, at eg eri hansara, so vil hann føra meg heim til tað himmalsku dýrd - ikki tí at eg havi uppiborði tað, men tí eg eri hansara ogn. Og tí hann vil hava meg hjá sær!

Eg hoyri ikki mær sjálvum til, ikki heiminum, ikki syndini. Eg hoyri Jesusi til ! Eg eri hansara. Kemur tað ein annar og krevur av mær sína tænastu og mína orku, so vil eg siga: Eg eri ikki tøkur. Jesus Kristus hevur útvega sær meg, eg eri heilur og haldin hansara, og eg tæni honum.

Tað at hoyra Jesusi til, má ikki  verða ein taliháttur fyri meg. Tað má kunna merkjast á mær og gerða seg galdandi í øllum lívið mínum. Og skuldi eg komi skeivt fyri og vekk frá honum, so má eg kvika mær aftur og av nýggjum biða hann siga tey frelsandi orðini: “Óttast ikki, eg endurloysi teg; eg nevni teg við navni, tú ert mín.”

 

Tín eg eri Jesu,

eri tín eina tín.

keyptur tín at vera,

nú og alla tíð.

 

 

 

 

 

 

Týsdagur 15.02.2011

 

Er tað skeift at spyrja “Hví”

Tí at eingin av okkum livir sær sjálvum, og eingin doyr sær sjálvum. Tí at um vit liva, so liva vit Harranum, og um vit doyggja, so doyggja vit Harranum; annaðhvørt vit tí liva ella doyggja, hoyra vit Harranum til.   (Róm. 14, 7 - 8)

Mong av okkum hava uppliva hesa kenslu av, at vera ræðslisligin eftir at ein av okkara kæru ellan kenningar, ja, ein í okkara vinarskæra er deyður. Vit hava staði við gravir og grátið so sáran, meðan vit spyrja í vónloysi, “hví, Gud, hví?”

Deyðin hjá tí rættvísa er ikki yvurgivin til tað sum á ber. Trýrt tú veruliga at Gud, sum ikki letur ein smáfugl falla til jarðar uttan at hann hevur umsorgan fyri honum, ella veit um hvørt hár á høvdi okkara, at hann skuldi vent sær burtur frá barni sínum í sorgartíð? Hansara børn verða ikki útsett fyri ólukkur, sorgarleik ella vanlukkur, sum ikki koma honum við.

Paulus, sum alt sítt kristna lív livdi á deyðans trom kundi í sigursgleði vitna um lívið: “Tí at lívið er mær Kristus, og deyðin ein vinningur.” (Fil. 1, 21) Hansara sterka og fasta trúgv gav honum mót, sjálvt um hann bæði var í trupuleikum, forfylging, pínu, uppgivnar ætlanir og brotnir dreymar.

Hann kom ikki við svartskygdum spurningum, sum: “Hví, Harri?”

Hann visti at hóast teir dimmu skugganir av iva, so vildi lívið blíva umbroytt, og hann vildi koma at líkjast Kristus meira og meira.

Hóast hann kom at uppliva mangar ótespeligar løtur, so veik hann á ongum sinni til viks.

Tað var Sir Walter Skott, ið skuldi spyrja: “Er deyðin tann síðsti stóri svøvnurin? Nei, tað er tann æviga vaknan.”

 

Sunnudagur 13.02.2011

 

Kallað til tænastu

 

Sí, eg sigi tykkum, lyftið upp eygum tykkara og síggið akrarnar; teir eru longu hvítir til skurðar.  (Jóh 4,35)

Guds vilji er, at øll menniskju skulu verða frelst. Jesus vísir sínum lærusveinum eina frálíka sjón: Akrarnir eru longu hvítir til skurðar.

Tað var ikki bert ein kvinna í Samaria, sum var máli fyri Jesu leitan og frelsugerningi, men eisini mongum menniskjum úr Jerusalem og Judeu bæði kendum og ókendum, í Føroyum og millum fremmand. Øll eru máli fyri tíð kærleika, ið bleiv ofraður. Eingin er  undantikin. Ja, tað er veruliga so, at akranir eru búnir til skurðar. Tað er hesa tænastu Jesus vil hava sínar lærusveinar at fara til. Gud hevur á ein undurfullan hátt tengt okkum til sín, og gjørt okkum til síni hjálparfólk. Tað er hugvekjand, at Gud kann brúka okkum. Tí, tað fylgir so nógv synd við okkum.

Tíð er tað av stórum tídningi, at vit eru tilvita, at okkara gerðir i roynd og veru ikki er okkara, men Guds.

Tað eru ikki vit, ið kunnu skapa neyð yvur syndina, men Gud kann. Tað er heldur ikki vit, ið kunnu sannføra og skapa trúnna á Jesus, men Hann kann. Tað er Gud, sum fyrst hevur verði hjá tíð menniskja, ið byrjar at søkja Hann. Fyrst tá, kunnu vit fáa loyvi til, at ganga í fyrireikaðum gerningum og føra tann søkjandi til Jesus.

Hetta er kall títt! Tú er kallaður til, at geva teg sjálvan til hansara. Gev tínar orku, tíni evnir, tínar pengar - teg sjálvan. Val vitandi, at alt velst um hann.

Hvussu blívur tú so ein nýteligur hjálpari í Guds víngarði? Tað gert tú í kvyrruni hjá Jesusi. Har sært tú hann, sum gjøgnum freistingar, líðingar, kross og deyða ofraði Hann seg fyri teg, og fyri øll onnur.

Tíð! Akrarnir eru longu hvítir til skurðar.

 

 

Mánadagur 07.02.2011

 

Men trúgv er treyst í tí, sum vónað verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja.

(Hebr 11,1)

Trúgv er at hava samband við lívsins keldu, og at hava samband við Gud, og harvið eitt nýtt lív í okkara Harra Jesusi Kristi. Trúgv kemur framman undan eini broyting til at vera lík Kristusi. Trúgv er at ogna sær Guds opinbering í Jesusi Kristi og at byggja alla tilveruna á Guds Heilaga orð og blíva rótfest í øllum, sum Bíblian sigur um áminning og uppbygging. At trúgva er einki minni enn, at hvíla í trúnni á Jesusar fullgjørda verk á Golgata.

Trúgv og lívsáskoðan hava einki til felaga. Lívsáskoðan er nakað, vit kunnu vísa framm, men trúgv er okkum givin frá í erva, og sum einki menniskja av sær sjálvum kann vísa framm. Vitinskapurin kann evna eitt fræ, sum í okkara eygum heilt líkist einum vanligum fræði, men sum ikki hevur evnini til at spíra og vaksa. Á sama hátt kunnu vit ímynda okkum eina deyða trúgv, sum ikki kann brúkast til nakað, tí hon kann einki útinna og er og blívir eins og tað menniskjaliga framleidda fræði, deytt. Hava vit eina Gudsgivna trúgv, so eiga vit at vakja yvir henni, tí hon er meira dýrabarð enn tað størsta ríkidømi, sum forgongur, men trúgvin verður verðandi.

Trúgvin evnar eina brúgv yvir um dýpi, sum berð okkum yvir um tað avgrund, sum er skapt av syndini. Við at trúgva á Gud, var tað rokna Ábrahmi til rættvísi. Og taka vit við trúgv móti boðskapinum um semju við Jesusi Krtisti, so kallar Gud okkum eisini rættvís við trúnni. Trúgvin sær ein veg, har tað fyri okkum er eingin vegur at hóma. Trúgvin er ein gáva frá Gudi.

 

Leygardagur 05.02.2011

 

Krossurin - sigurs og frelsu tekin

 

Tí at eg ætlaði mær einki at vita tykkara millum uttan Jesus Krist og hann krossfestan.  (1 Kor 2,2)

Nei, ikki aftur tað! Lat okkum tó hoyra naka nýtt!

Á hendan hátt bera mong menniskju seg at, tá tey hoyra orði um Jesu kross. Vit kenna tað so gott, hava hoyrt tað so mangan. Tað má naka nýtt til, um so er, at vit skulu hava hug til at lurta. Vit eru komin yvir hetta støði og eru komin víðari enn til tað, ið krossurin vitnar um.

Hvør hevur ikki í einum ella øðrum tíðarskeiði í lívi sínum haft hesa hugsan?

Tá er tað av stórum tídningi at blíva mintur á Paulusar orð um Jesusar kross. Her finna vit júst miðdepilin í Bíbliuni, og tað hevði eingin bíbil ella kristindómur verði til, eingin frelsa, eingin vón, um orði um Jesu kross var tiki vekk.

Hvat er tað tá við hesum krossi, sum hevur so stóran tídning? Hvat er tað, Paulus meinar við, tá hann fyltur av Andanum sigur: “Men tað veri langt frá mær at rósa mær av øðrum enn av krossi várs Harra Jesu Krists.” (Gal 6,14)

Krossurin er grundvøllurin fyri frelsu okkara, og rættvísgerð. Her gekk tað í uppfyllilsi, sum Gud frá ævinar morngni hevi tiki støðu til, at bert tann, sum í trúgv  tekur ímóti orðinum um Jesu deyða á krossinum, hevur ævigt lív.

Krossurin er frelsu tekin, sigurs tekin, tekin um, at tað er bøtt fyri syndina. Grunda á hendan kross er vegurin aftur opin til Himmalin.

Tann, ið vil hava naka annað at seta inn fyri Evangeliie um Jesusar deyða og uppreisn, hevur mist ella er í vanda fyri at missa trúðarlívið.

Men í Jesusi hevur tú Guds Náði og góðtokka. Tað er nevneliga satt, at krossurin er sigurs og frelsu tekin.

 

 

Hósdagur 03.02.2011

Men tollarin stóð langt burtur og vildi enn ikki hevja upp eygu síni móti himli, men sló seg fyri bringuna og segði: »Guð náði meg syndara!«  


Tveir menn vóru farnir í halgidómin fyri at biða. Tann eini av teimum var fariseari. Hann hevði so nógv gott at fortelja um seg sjálvan. Hann var ikki eins og hini – vánaligu menniskjuni. Hann fastaði tvær reisunar um vikuna og gav tíggind av úrkomu síni, til Guds ríkis arbeiði. Um allar hesar góðu síður hjá honum handlaði hansara bøn til Gud, seg um.

 

Tollarin harafturímóti hevði ikki naka at reypa um. Hann fekk ikki seg sjálvan, at hevja sínum eyðum móti himli. Tað einasta hann kundi stama framm úr sær var ein eymjúk bøn:»Guð náði meg syndara!« Hansara bøn bleiv hoyrd. Jesus sigur, at hann fór rættvísgjørdur heim. Men tað gjørdi hin ikki.

 

Farisearin kundi ikki síggja sína synd. Tað hevði djevulin syrgt fyri. Tá Gud kallar á eitt menniskja og vil frelsa tað, byrjar djevulin við tað sama, at seta foringar í vegin fyri tí. Hann sigur: ”Ja, men tú ert eisini eitt gott menniskja. Tú ert mikið betur enn so mong onnur menniskju. Tær nítist avgjørt ikki, at blíva  umvend(ur).”

 

Tíanverri eydnast tað fyri djevulin, at billa menniskjum inn, at tey als ikki eru so vánalig. Og tað vilja fólk gjarna hoyra. ”Tú ert eitt gott menniskja, tú ert so fittur”, og so eitt heraklapp. Tí tað dámar okkum. Men úrslitið blívir, at menniskju blíva førd aftur um ljósi. Tey trúgva, at tá tað nú er so gott, kunnu tey klára seg uttan Gud.

  Gud missir menniskjasálir hvønn tann einasta dag, tí tey meina, at tey eru góð nokk í sær sjálvum. Tað nýtist ikki at umvenda seg. Eins og farisearin eisini trúði.

 

Hvat er tað ikki av srórsta tídningi, at vit læra, at biða tollarans bøn. Evangeliði er bert fyri syndarar. Og Jesus frelsir bert tey, sum biða um náði.

 

Týsdagur 01.02.2011

      Johs. 11, 39. Jesus sigur: "Takið steinin frá!"

 

Hesin stutti tekstur er frá frásøgnini, tá Jesus vakti upp Lazarus. Saman við systrunum, Martu og Mariu, ið búðu í Betaniu. Jesus helt nógv av hesum trimum syskjunum, og var ofta á vitjan heima hjá teimum. Nú var Lazarus vorin sjúkur, og systranar sendu boð eftir Jesusi. Men, Jesus kom ikki beina veg, og tá hann kom, var Lazarus deyður, og hevði ligið í grøvini í fýra dagar. Ein steinur var fyri gravarmunan.

"KOM JESUS OVSEINT. "Nei Jesus kemur ongantí ovseint!" Taki steinin frá, bað hann. Og so rópti hann Lázarus út úr grøvini, og gav honum lívi aftur. Sorg var vend til gleði. Segði eg tær ikki, at um tú trýrt, skal tú síggja dýrd Guds. Ongin annar uttan Jesus, kundi gera slík undur, men tá steinurin skuldi flitast brúkti hann menniskju, tí steinurin mátti flitast, tí han var í vegin.

Taki steinin frá! Jesus var mentur at flita steinin, og mong onnur undur um so var. at tað ikki stóðu so nógvir steinar til hindurs á vegnum. Er tað kalt millum teg og nábúgvan ella arbeiðsvin? ella í familjuni. Eitt kærleiksleist orð, ein ókerlig gerð, ella eitt vánaligt sinni, kunnu vera teir steinar, sum forða Jesus í at gera undurverk. Tað er eingin ivi um, at Guds ríkið líðir undir óuppgjørdum tvíðdráttum millum menniskju. Vekingin kemur ikki, tá tað standa alt for nógvir "steinar" sum eru í vegin fyri henni. Og tað blívir ikki annaleiðis fyrr enn Guds fólk begynnir at flita hesar ."steinar" Teir mugu vekk! Hevur tú nakað ímóti einum menniskja, hevur tú tosa aftanfyri ryggin á nøkrum, bori slætur víðari, ella forbroti teg á annan hátt móti menniskjum? So far til vikomandi menniskja, og viðurkenn tínar feilir, og bið um fyrigeving. Á sama hátt blívir "steinurin" tikin vekk.

Jesus vil aftur gera undur í tínum lívi, og opinbera sína dýrd fyri tær.

   

 Bíblian er Harrans svørð.

Størsta ogn á hesi jørð.

Lærubók, ið sigur mær,

hvat eg uttan Jesus var.

Sunnudagur 30.01.2011

Verið glaðir í vónini, tolnir í neyðini, áhaldandi í bønini. Rom. 12,12.

 

Gleð teg! Tann trupli vegurin er skjótt komin at enda, trongdartíðin er skjótt komin at enda. Gleð teg!

Men, meðan vit eru ávegis, hava vit fingið vitan, sum vit ikki kundu fingið á annan hátt. Vit læra mest í tungum og myrkum tíðum, tá lísir evangeliði klárast, og Golgata blývur tað kærasta staði fyri okkum. Tað er eingin gleði størri í lívinum enn tann,ið vit fingu saman við Jesusi. Vit kunnu lættliga koma uppá avstand frá honum, tað gongur heilt av sær sjálvum. Men í trongdartíðum koma vit honum nær, og uppliva av níggjum hansara stóra kærleika.

 

Mangan eru vit sukkandi, og klagandi undir trongdini, men Guds orð vil læra okkum, at vera tolin. Verði glaðir í vónini, tolnir í neyðini! Halt út! Aftaná nátt kemur dagur. Tað er ljós fyri framman.

 

Tá, tú koyrir gjøgnum ein tunnil, ert tú inni í einum totalum myrkri, og tó veist tú, at myrkri fær ein enda. Tað er ljós fyri framman. So skjótt tunnulin er at enda, ert tú úti aftur í ljósinum. Soleiðis er tað eisini, at verða ein kristin, tað gongur upp og niður, og vit syngja. "Eg í ferðini fylgdist við Jesus á leið gjøgnum skiftandi tíðir og kor." Ja, men tað er undurfult, at hann er við allan vegin bæði, tá tað er ljóst, og tá tað er myrkur.

 

Hansara nærvera er eitt tekin um hansara kærleika, og umsorgan fyri okkum.

 

Tað hjálpir okkum at hugsa um máli. Tað vil gerða okkum tolin í trongdini.

 

Ein dag er stríði at enda komi, og vit eru frammi við tað himmalska máli. "Sigurin er vunnin! Skjótt eru vit heima og standa fyri trónuni, hvat gerð tað tá, um sólin hevur okkum brent?"

 

Tá skulu vit takka og lovprísa Gudi. Og vit vilja óðiva takka honum mest fyri tær myrku, og vónleisastu dagar í okkara lívi.

 

                            Ja, tú fyldi mær, Jesus, tá eina eg gekk,

                                            og eg helt, eingin fataði meg;

                                            men so hoyrdist ein rødd

                                            sum eitt ljómandi lag:

                                            Eg tær trúfastur eri í dag!

 

                    Til dig, du min ven, som må kæmpe dig frem,

                                            og stride i kampen så hård.

                    Du undres vel ofte: "Har Herren mig glemt?"

                                            Du vandrer her ensom og sår.

Fríggjadagur 28.01.2011

 

Men vit eru ikki teir, sum berast undan, til glatanar, men teir, sum trúgva, til sálarhjálpar.  (Hebr 10,39)

Tað eru bert tveir møguleikar. Tað eru ikki meira enn tveir! Antin at trúgva til frelsu ella at bera seg undan til glatan. Orði sigur okkum bæði um trúðarinnar og vantrúaninnar veruháttuir. Trúgv er at koma til Jesus Kristus, vantrúgv er at siga hann burtur.

Tann, ið ber seg undan Guds náði, glatast! Harrin sigur:»berst hann undan, tá hevur sál mín ikki tokka í honum.« Her er talan um menniskju, sum vóru við í Guds frelsuætlan, men sum tóku seg burtur frá Guds ætlan, við ikki at trúgva.

Eitt hvørt menniskja, er eitt mál fyri dupultum drátti. Kristus kallar á tað, satan í mótsattan rætning. Ein og hvør letur seg draga yvur til tann, ið hann trýr mest á!

“Mín rættvísi skal liva av trúgv”, sigur Harrin. Tann, sum trýr skal ikki doyggja. Hann hevur ævigt lív í sær, grunda á, at hann er rættvísgjørdur frá sínum syndum. Tann likamligi deyðin kann ikki taka tað æviga lívið frá honum. At trúgva til sálanar frelsu, er at lata seg draga til Frelsaran. Tað er at koma til hansara í áliti, at geva honum sítt lív, og lata hann verða Frelsara og Harra.

Vantrúgv er at bera seg undan Jesusi! Vantrúgv gevur boð um, at flýggja frá Jesusi! Vantrúgv er nevneliga bangin fyri uppgerð við Jesus. Eitt vantrúgvi menniskja er bangin fyri at geva Jesusi sínar syndir, tí hann trýr ikki á Guds náði. Og tá menniskju bera seg undan Jesusi, so endar tað við, at tey vraka hann og glatast. So álvarsamt er tað!

Lat okkum ikki berast undan, tí Harrin, hann hjálpir okkum, og at vit eru millum tey, sum trúgva og vinna teirra sálir.

 

TÝsdagur 25.01.2011

 

Tjóvurin kemur ikki til annað enn at stjala og drepa og oyða; eg eri komin til tess, at teir skulu hava lív og hava yvirflóð.   (Jóh 10,10)

“Eg orki ikki at liva, og eg tori ikki at doyggja. Lívið er meiningsleyst. Hvat skal eg gerða?”

Hesi orð blivu søgd av einum vónleysum menniskja, ið ikki kundi síggja ein veg út úr sínum ruðuleika og tómleika.

Vit mugu øll liva lívið. Spurningurin er bert: Á hvønn hátt? Fyri mong menniskju myndar lívið seg ótrúliga einstátta: arbeiði, eta og sova. Tað er ein tuskan eftir pengum og matriellum góðsi. Ein hevur nakað at liva av, men ikki so nógv at liva fyri.

Tíðin støggar ikki á. Dagar blíva til vikur, mánaðir blíva til ár. Skjótt er eitt heilt lív fari afturvi, og hvat fekkst tú so burturúr tí? Er hette ikki ein spurningur, sum eigur at vera væl umhugsaður: Hví livi eg? Hvat livi eg fyri?

Meiningina við lívinum finna vit bert hjá Jesusi. Hann er svari! At vísa á naka annað er falsan.

Jesus sigur, at hann er komin at geva lív - í yvirflóð. Lív við meining! Andaligt lív! Meira enn nokk til okkum øll.

Fyll eitt glas við vatni - á tremur - og eitt sindur meira. Vatni flýtur yvur. Á hendan hátt er tað við einum kristnum, ið hevur fingi andaligt lív í yvurflóð. Hann hevur eisini fingi naka, at berða til onnur. Tíð Jesus sigur: “Tann, sum trýr á meg, úr lívi hansara skulu, soleiðis sum skriftin hevur sagt, renna løkir við livandi vatni.”  (Jóh 7,38)

Um so er, at vit tørva andaligt lív, so er tað ikki tí, at feilur er á lívsins keldu. Hon er ikki tóm - og blívur tað ongantíð. Tað er nok meira tað, at vit misrøkja tað, at koma til kelduna og oysa av henni.

Kom kortini, meðan keldan enn er opin!

 

Mánadagur 24.01.2011

…komið til mín og hoyrið, tá skulu sálir tykkara liva! Jesaja 55, 3

 

  Tað mest avgerandi punkti í tí bíbilsku opinberingini er, at vit blíva rættvísgjørd við trúgv aleina. Tí er tað umráðandi fyri einhvønn søkjandi persón, at fáa eitt svar uppá, hvat trúgv er, og hvussu ein kemur til trúgv.

  Í hesum sambandi skrivar Paulus: ”So kemur tá trúgvin av tí, sum verður hoyrt”; ( Rom. 10, 17) og Jesus sigur við sínar lærusveinar: ”Tit eru longu reinir av tí orði sum eg havi talað til tykkara”. (Jóhs. 15, 3)  Hesar útsagnir siga nágreineliða, at trúgvin búnast, tá vit hoyra Jesu orð, og harvið síggja vit linjuna aftur til Guds orð í Jesajas bók:Hoyrið, tá skulu sálir tykkara liva!

 

Hoyr!, stendur tað. Vit hava ein veikleika til at hugsa og hugsa yvir okkara  gusdsforhold – heldur enn bert at hoyra, hvat Gud hevur at siga um tað. Men trúgvin kemur ikki av okkara tankavirki; hon kemur heldur ikki av sar sjálvum, ella við tað, at vit arbeiða, og kíta okkum og vóna, at Heilaði Andi vil seta búgv í okkum. Nei, trúgvin kemur av tí, sum hoyrt verður; vit blíva rein við at hoyra tað orð, sum Jesus talar.

  So støgga á og líð á tað, sum Gud hevur at siga okkum! Tak hann uppá orði, og lat hann vísa tær, at hann ikki líður. Trúgvin byggir ikki á tína meira ella minni valeydnaðu umvending, men lurta eftir Guds orði og tak ímóti tí, so hevur tú alt, hvat orði bjóðat tær!

 

  Paulus skrivar nøkur sterk orð um hetta til meiniheitina í Rom: Men tann rættvísi, sum er av trúgv, sigur soleiðis: »Sig ikki í hjarta tínum: »Hvør vil fara upp í himin?« — tað er, til at flyta Krist oman, — ella: »Hvør vil fara niður í undirdýpið?«« — tað er, til at flyta Krist upp frá deyðum. Men hvat sigur hon? »Orðið er tær nær, í munni tínum og í hjarta tínum.« Tað er tað trúarorðið, sum vit prædika. (Rom. 10, 6 – 8)

  Vit kunnu so lætt fáa tað til eitt stórt probelem, tað at finna Jesus. Men Paulus skrivar her, at vit ikki skulu leita eftir honum í loyndum, í tí ókenda ella í tí fjarða, tí orði er okkum nær. Vil tú møta Kristus – so hoyr orði, tí har er hann tær nær! Trýrt tú orðinum, hevur tú Kristus – og tá tekur tú ímóti øllum tí, sum evangeliði tilskrivar okkum.

 

Í Jóhannesar evangelinum stendur, at lesa um tann kongeliga hermannin, sum kom til Jesus og bað hann koma heim við sær fyri at lekja son sín. Jesus fór ikki beinavegin við honum, men segði bert: Far heim »Sonur tín livir.« (Jóhs. 4,50) Hesum orðum trúði maðurin og fór heim. Hann hevði einki sjónligt tekin, at halda seg til, einki annað enn Kristusar orð at trúgva á, men hann trúði og fór. Og dagin eftir møtti hann tænara sínum, sum kundi greiða honum frá, at drongurin var blivin frískur júst í tí tíma, tá Jesus hevði sent hann heim við lyftinum.

  Hygg, tað er at ganga í trúgv, og júst á henda hátt byrjar lívið við Kristusi: við at hoyra hansara orð og lítað á tað.

 

Trúgvin er tær tómu hendur,

rættar krossinum ímót!

Um tú tær til Jesus vendir,

sum galt tína syndabót,

vil hann teg úr fjøtrum loysa,

tær eitt andans tempul reisa.

Og í himni fært tú búgv,

Um tú eigur hesa trúgv.

M. S. 493, 1

 

Sunnudagur 23.01.2011

 

Æran er Harrans

 

 Gevið Harranum navns hans heiður... (Sl 29,2)

Bíblian lærir okkum, at vit skulu æra og lovprísa Gudi. Men fara vit ikki mangan lætt um tað? Vit hava jú okkara egnu æru at hugsa um og halda vakt um, so hon kan virðast. Tá vit biða til Gud, er tað so mangt vit skulu biða um, áðrenn vit eru at enda komin, so byrja vit at bíva hugspjadd, tí aðrar hugsanir treingja á og stjala okkara hugsan. Á tann hátt blívur okkara tøkk og lovprísan mangan grunnskygd. At æra Gud er at siga, at vit elska hann, tí hann er rættvísur, og er, so sum hann er. Tí hann elskar okkum og tí kunnu koma til hansara og berða alt framm fyri hann. Og tí, vit í natúrsins gongd kunnu síggja hansara vísdóm. Hugsa um, um so var, at vit ikki høvdu allar fuglanar, blomstrini og teir mongu littónar í litunum og ymiskt annað. Gud blívur sorgarbundin, um so er, at vit ikki virða alt tað góða og vakra, sum vit eru umgyrd við.

 

Í Faðir vár biða vit, at bæði valdi og heiðurin hoyrir Gudi til um allar avir. Geva vit ikki Gudi tað æruna, ið tilkemur honum, so eru vit andaligir tjóðar. Hóast tað, at vit hava haft eina vánaliga byrjan, at æra Gud, so sleppur hann okkum ikki, men vil, at vit skulu vaksa í fatan av sannleikanum, sum Bíblian opinberðar fyri okkum. Okkara ætlan eigur tí at vera, at vit leggja áherslu á, at geva Harrans navni æru, tí hann eigur heiðurin og alla æruna nú og um allar ævir.

 

Leygardagur 22.01.2011

 

Gleðin um Frelsaran

 

Harrin, Guð tín, man vekja upp av brøðrum tínum profet, tílíkan sum meg; hann skulu tit lýða á. (5 Mós 18,15)

Uttan at vera føddur til, at geva lív sítt til endurloysn fyri mong, so var Jesus eisini profetur, kongur og høvisprestur til ævigar tíðir. Frelsarin sjálvur var barn eins og vit, men uttan synd. Men um hann var barn eins og vit, so barð hann tað tungu byrðu, at vita, hvat, ið bíðaði honum. Verðin hevði í øldir rópt efti einum frelsara. Og í fylling tíðarinnar sendi Gud son sín, Jesus Kristus, til okkum sum Frelsara og fyrigeving, og fyri at geva okkum kunnleika um Gud og um meiningina við lívið okkara.

Tað er tíð til at gera hjarta tilreiðar fyri tí komandi stóru hátíð. Ein syndafull ætt, sum vit eru, so fingu vit ein gest í okkara miðu, ein gest frá tí høga, ið setti seg so lágt, og lat seg føða eins og vit inn undir okkara viðurskifti, fyri at frelsa okkum. Vit vilja biða hann um at vera í okkara mittu, og vilja tilbiða, takka, æra og lovprísa fyri hansara komu, tí uttan hann er tað eingin frelsa og eingin vón. Mong eru  tey, sum ikki gleðast yvir Jesu komu, men vit vilja vísa okkara gleði við hesus orðum: Tey gleðiboð frá himna høll har einglaskarin vítt um vøll; um náðiborð úr Dávids stað tí syngja vit enn hjartans glað. (MS. 104, 4)

 

Fríggjadagur 21.01.2011

 

Send meg

 

»Hvønn skal eg senda? Hvør vil vera ørindreki okkara?« Og eg svaraði: »Her eri eg — send meg!«  (Jes 6,8)

Gud sóknast eftir sjálvbodnum at fara ørindi fyri seg. Men eru vit treyðug ella meina, at vit ikki hóska til tað. Men eingin er ónýteligur, tá Gud fyrst fær tað reinsa. Móses og Jeramia umberða seg, tá Harrin kallaði teir. Tann eini meinti, at hann ikki hevði gávurna til slíkt, og hin meinti, at hann var ov ungur. Men Jesaia segði: »Her eri eg — send meg!«

Viðvíkjandi at finna umberingar eru vit at líkna við Móses og Jeramia. Tað er ikki av lítilatni, vit royna at umberða okkum, men av óhugi til at berða byrðar og at gerða nakað gott fyri Gud. Vit hyggja uppá okkara undanførslur og at vit ikki eru skikkaði, men gloyma at hyggja á Gud og hansara almakt, sum kann virka gjøgnum okkum.

Tann setningur, sum Jesaja fekk var tungur. Hann skuldi boða fyri einum hørðum fólki, ið forðheraði seg meira og meira. Men hann helt út, tað tíð, sum fíra kongar ráddu. Ein gomul jødisk søga sigur frá, at hann undir tí ógudelia Manasse, hevði fjalt seg í einum træ og tað var blivið gjøgnumsaga. Tað er bert ein søga, sum vit ikki hava nakra váttan um, men vit vita, at hann var trúfastur móti Guds tænastu, hóast fólksins vantrúgv og mótstøðu gjørdi tann profetagerning, sum Gud hevði kalla hann til. Á sama hátt eiga vit, at vera trúgv í tí, ið Gud setur okkum til.

 

Ger tað sindrið, tú kanst,

minst til, at tað er so:

Gud hjá øllum bert trúskap vil sjá.

Glaður ver, um tú bert eini neyðarslig boð,

tí hann sjálvur við hjálp er tær hjá.

O, tann gleði tann dag Jesus man siga tær:

tað, tú gjørdi, var gjørt móti mær!

MS. 627, 4

 

Hósdagur 20.01.2011

 

...á kongadømi hansara skal eingin endi verða. (Luk. 1, 33)

Boðanin um Jesu føðingn byrjaði longu tá vit lesa í 2. Sám. 7, 12 og 16, har tað stendur: “Tá ið dagar tínir eru at enda, og tú ert farin til hvíldar hjá fedrum tínum, tá man eg reisa ætt tína eftir teg, ið kemur av tær, og grundfesta kongsdømi hansara...og hásæti títt skal ikki vikast um ævir.” Á hesi trónu hava Saul, Dávid o.f. sitið í stytri tíðarskeið, men einafer skal hon endurreisast til ávigt kongadømi. Og Jesus Guds sonur, er tann ævigi Kongur, sum skal sita á Dávids endurreistu trónu.

Við hesum orðum í minninum blívir tann komandi høgtíðsløtan, har vit minnast Jesu føðing, av serliga stórum tídningi. Tá hann føddist í Betlahem, var hann ikki prýðeligur, sum kundi vera ein boðan um, at tann ævigi kongur var komin til jærðar. Bert einglasongur barð boð um, at nakað stórt var hent.

Ríkisins stórmenn og religiøsu leiðarir vóru ikki hjá, tí teir vistu ikki, at tíðin var komin, at verðsins Frelsari og ævigi kongur skuldi føðast. Bert hyranir, ið vóru á náttavakt hjá seyðafylginum á Betlehems fløtum, fingu tað gleði og æru, at vera vitni til verðsins størsta undur, sum vit so mangan í GT, hava sæð sum tann almáttuga Harra og Gud, og hava avlagt allan sín gudommeliheita, og sum nú lá í eini krubbu. Vit vilja í okkara hugsan fara aftur til Betlahem og saman við hyrðunum tilbiða og æra kongana Konga og harrana Harra. Hann, sum einafer skal seta seg á Dávids trónu og døma heimin við rættvísi.

 

Mikudagur 19.01.2011

 

 

Tí at eg skammist ikki við gleðiboðskapin. (Rom. 1, 16)

  Tað, at evangeliið elvir mótstøðu, er grundin fyri Paulusar orðum um, at hann ikki skammast við evangeliið, og tað er eisini grundin til, at Jesus so mangan ávaraði lærusveinar sínar um, at teir vildu blíva hataðir av menniskjum, tí teir hoyrdu honum til. Hann fer enntá víðari og sigur, at tað er nakað galið við tí andaliga lívinum, um ikki tað gongur teimum eins og teirra Harra.

Tað er ikki Kristi sanni og reini boðskapur, um verðin elskar og virðir teir.

  Nú er tað ikki soleiðis, at ein vil reisa seg upp og meina, at ein hatar og tekur frástøðu frá nøkrum góðum. Tí er tað sjálvdan, at menniskju taka beinleiðis frástøðu frá Jesus og hansara boðskapi, men ístaðin pakka tey mótstøðuna inn í fínar meiningar um sannleika og erligheit, og fáa tað at síggja út, sum um tey bert taka frástøðu frá tí skeiva málburðinum av kristindóminum, sum nútíðar kristin standa fyri. Tey kristnu eru jú ikki betur enn onnur, eitur tað – og harvið meinar ein við góðari samvitsku at avnokta kristindómin. Men hugsa einaferð um Kristus. Hann var virkuliga tað fullkomna menniskja, men hóast alt hataðu tey hann. Minst tí til: “Ikki er tænari størri enn harri hansara.Hava teir forfylgt mær, munnu teir eisini forfylgja tykkum.” (Jóhs. 15, 20)

 

Týsdagur 18.01.2011

 

Vit vilja koma ígjøgnum

 

Men í øllum hesum vinna vit meira enn sigur við honum, sum elskaði okkum.  (Róm 8, 37 )


Tað er ein søga um ein bónda, sum átti ein asna, sum datt niður  í ein brunn. Tá tað nú var so statt, at tað vóru eingir møguleikar at fáa asnan upp aftur, so gjørdi bóndin av at jarða asnan á staðnum. Men asnin var av aðrari áskoðan. Tað bleiv heilt ovursint, tá tann eini eftir annan spaki av mold kom niður yvir tað. Tá kom hendan hugsan niður í asnan: “
Eg vil rista tað av mær og trakka á tað.” Og tað gjørdi so asnin. Tíma eftir tíma stóð tað har, meðan moldin fall niður yvir tað, og eggjaði seg sjálvan til, at rista tað av sær og trakka á tað. Hóast hvussu nógva mold, ið kom niður yvir tað, so framdi asnin sína ætlan - og at enda stóð tað sigrandi út úr brunninum.


Lívi kann antin vælsigna okkum ella tað kann jarða okkum, munurin av hesum er hugburðurin. Tá onnur tveita shitt eftir tær, og tað vilja tey gerða, so bert rista tað av tær og trakka tað niður. Brúka tað sum taðfall, ið fremur vøkstur. Eingin megnar at fáa teg til at kenna teg tídningaleysan uttan tína góðkenning. Tað, ið hevur tídnin er ikki, hvat onnur siga um teg - tað er, hvat tú sjálvur sigur, tá tey eru liðug við at sleyga. Jesus segði, at tað slepst ikki undan, at tað koma føll.
“Tað er ómøguligt annað, enn at meinbogar koma; men vei tí, sum teir koma frá.” (Luk 17, 1) So tey mugu vit bert taka við. Menniskju vilja taka frá okkum uttan at geva nakað  aftur. Menniskju vilja finnast at okkum bert tí vit hevja okkum yvir okkara egna byrjunarstøði. Tá vit taka støðu til, at fanga løtuna, og flyta okkum frammá, so vilja vit lata nøkur blíva eftir, og nøkur av teimum vilja ikki verða glað fyri tað. Tann einasti háttur, at koma sær undan, er at lata verða at gerða  nakað og blíva, har vit eru. Og tað er ikki sambæreligt ella at gagni.

 

Sunnudagur 16.01.2011

 

Persónlig játtan

 

»Hvør nam við klæði míni?«  (Mark 5,30 )

Ein kvinna, sum hevði verði sjúk í tólv ár hugsaði, at um hon bert kundi koma til, at nema við klæðini hjá Jesus, so kundi hon verða grødd.

Og, tað var henni fyri. Hon nam við kapppan hjá Jesusi, og var frísk. Tað merkti Jesus, tí tað gekk ein kraft út frá honum, og hann vendi sær á, og spurdi: »Hvør nam við klæði míni?«

Jesus visti hvør tað var í nam við hann. Tað var ikki tí, at hann ikki visti hvørt tað var, ið nam við han. Tað var fyri kvinnunar skuld. Hann vildi hava hana framm í ljósi. Øll, ið vóru tilstaðar, skuldu síggja og vit, hvat, ið var hent hesi kvinnu. Hon skuldi játta sína trúgv og álit á Jesus meðan øll fjøldin hoyrdi.

Um Jesus ikki hevði spurgt og ikki hevði rópt hana aftur til sín, so hevði hon óiv verði grødd og var farin frá Jesusi. Men nakað meira hevði hon ikki fingið. Nú vildi Jesus, at hon játtaði sína trúgv á hann, og tað hevði við sær, at hon kundi fáa meira enn grøðing. Hann fekk givi henni sjálva frelsuna, og hon kundi fara frá Jesusi bæði frísk og sum eitt nýtt menniskja. Frelst av Jesusi.

Her síggja vit virkningin av eini persónligari játta, tá eitt menniskja byrjar at trúgava á Jesus. Sjálvt lívið í einum menniskja hjarta, andaliga tala, byrjar við trúnni á Jesus. Men hetta lív má koma til sjóndar yvir fyri øðrum menniskjum. Ger tað ikki tað, so er tað eins og ein spíri undir svørðinum. Hann hevur sjálsagt lív, men kemur hann ikki upp úr svørðinum og framm í dagsljósi, so følnar hann aftur.

Tað er ikki gjørligt, at halda trúnna á Jesus loyneliga og samstundis áhaldandi at hava eitt lív í Gudi. Trúgvin má koma til úttrykk gjøgnum munnin hjá tí kristna, og á annan hátt í hansara lívið, annars følnar hann vekk aftur.

Tað vísir hvussu stóran tídning, tann persónligi vitnisburðurin um Jesus hevur fyri  okkum, ið trúgva á hann. Og á sama hátt, vil tað føra við sær, ein vitnisburð til tey, sum enn ikki eru komin til trúgv á Jesus.

 

 

Leygardagur 15.01.2011

 

Tað er tykkum at gagni, at eg fari burtur. Tí at fari eg ikki burtur, kemur talsmaðurin ikki til tykkara; men fari eg burtur skal eg senda hann til tykkara.  (Jóh 16,7 )

Vit ynskja mangan, at Jesus var enn millum okkum, eins og hann var millum lærusveinanar, tí tá vildi alt verði mikið lættari. Men Jesus sigur, at tað er fyri okkara egna besta, at hann fer burtur, tí tá kemur Talsmaðurin, Heilagi Andi, til okkum og skal altíð vera hjá okkum, við okkum og í okkum. Jesus kundi ikki sjálvur verða verandi hjá lærusveinunum og sínum vinum fyri altíð. Men Talsmaðurin, hann vil altíð verða hjá okkum og verða okkara hjálp til eina og hvørja løtu, og í hvørjum verkið vit gerða í Harrans víngarði. Frá honum fáa vit vísdóm og vegleiðing, so okkara orð ikki verða tóm.

Lata vit upp fyri Talsmanninum og bjóða honum at koma inn í okkara lív, so fáa vit nakað, sum heimurin ikki kann vinna á. Áðrenn hvítusunnudag vóru lærusveinanir ein flokkur av bangnum persónum, sum goymdu seg. Men tá Heilagi Andi, Talsmaðurin, kom niður til teirra og fylti teir, so blivu teir umbroyttir, har teir uttan angist stóðu framm og talaðu um tann krossfesta og upprisna Frelsarin. Vit síggja tí stóru broyting, sum við eitt broytti teir. Beint áðrenn høvdu teir skeldast um, hvør var tann størsti. Nú blivu teir fyltir av ivri og kraft til at berða boðini víðari, tann stóra boðskapin um Jesus, sum deyðin ikki var førur fyri at halda í sínum kalda favni. Í tí løtu, sum vit lata upp fyri Heilaga Andanum, so hendir eisini nakað við okkum. Vit blíva fylt av tí einast neyðuga, tað at tilhoyra okkara Harra Jesusi í lívið og deyð.

 

Hósdagur 13.01.2011

 

Eg komi skjótt

 

...tí at menniskjusonurin kemur í teirri stund, sum tykkum ikki varir. (Matt 24,44)

Hesin boðskapur er ein partur av tíð stóru gávu, at Jesus Kristus kom til jarðar fyri at frelsa syndarar. Vit eru ikki latin aleinaði í einum heimi fullur av óndskapi og líkasalu. Jesus kemur aftur í tíð tíma, ið vit ikki vænta. Vit eru húshaldarar yvir Guds skaparverkið og eru okkara medmenniskjunar samtænarar fyri at geva teimum tann andaliga matin, ið skal til, so at tey kunnu verða tilreiðar, tá Jesus kemur aftur og sær, um vit hava verði trúgv móti hansara orði. Men mong eru meira upptikin av jæriskum endamálum. Og fyri tey vil Jesu afturkoma verða yviraskandi og tímiliga ópassandi.

Tað er ikki nok einaferð at hava verði tilreiðar, um so er, at vit ikki eru tað  í dag. Vit eiga at vera trúgv til tað síðst í tíð gerningi, sum vit hava fingið av Gudi. Vit eiga ikki at vera eins og verðsins børn, tað at vera upptikin av mati, drekka og at taka tað róligt, men eiga  at leggja okkum eina við, at okkara partur, at vitna fyri okkara samtíðar menniskjum, so tey eisini kunnu finna frið við Jesus. Og at tey fáa sín andelia mat rættstundis og av tíð rætta slagnum. Hendan tænastan hvílir ikki bert á nøkrum fáum, men øllum kristnum. Jesus kemur aftur og hann hevur løn sína við sær, at gjalda einum og hvørjum, tað hann/hon hevur uppiborði. Tey trúgvu skulu verða saman við honum. Men tey ótrúgvu skulu fáa plás saman við falsarunum, har skal verða grátur og tannagrísl.

 

Ígjøgnum trongdir stundum eg skal gá,

um eg til vin mín, Jesus, fram skal ná.

Við einki stríð ei sigur vinnast kann,

og uttan sigur krúna eingin vann.

MS. 590, 4

 

Týsdagur 11.01.2011

 

Eftir Harranum bíða! (Sl.  27, 14)

Vit vita, at alt tekur sína tíð. Men tá talan er um andaligar spurningar, so hava vit mangan einki ella lítið tol, so í staðin fyri at bíða eftir Gudi, gerða vit sjálv nakað, sum vit koma til at angra í áravís. Satan veit, at taka vit okkum tíð at bíða eftir Gudi til at fáa svar, so fær hann okkum ikki til at gerða mangar av okkara feilum, sum hann so snildisliga leggur fyri føtur okkara. Tí: “Eftir Harranum bíða! Hav gott troyst, tak mót í hjarta og Harranum bíða!”  (Sl 27,14)

Saul misti sína kongatign, tí hann ikki kundi bíða í sjey dagar eftir svari frá Gudi. Og tann sjeyndi dagurin tók at halla móti kvøldi, og enn var Sámuel ikki komin aftur við svari frá Gudi, og fíggindin, filistrar, trongdu alt meira á. Tá gjørdi Saul nakað, sum ikki á ævini kundi broytast. Hann tók sjálvur avgerð um at ofra, og trúði við tíð, at Gud vildi góðtaka hansara ólýdni, og koma við honum í stríði, tá Samuel kom við Guds svarið, eins og ofringin var byrja, og Saul royndi at umberða seg. Men Gud setti hann til síðis sum óbrúkuligan, tí hann ikki bíðaði eftir hansara svari. Og eftir tað gekst tað honum ikki gott.

Á annan hátt var tað við Nemiha. Hann bíðaði í tolni í fíra mánaðir eftir svari. Men tá hevði Gud eisini gjørt alt tilreiðar fyri honum, og Nemiha fekk Guds vælsignilsi yvir sín gerning. Vit eiga at læra tolni, so vit ikki skunda avsta og gerða dummar gerðir, ið kunnu koma til at kasta skugga yvir restina av lívinum.“Eftir Harranum bíða! Hav gott troyst.!”

 

Mánadagur 10.01.2011

 

Eg, eg eina, striki út misgerðir tínar vegna mín sjálvs og minnist ikki syndir tínar.  Jes 43,25)


Grundin fyri hesi talu er, at vísa á teir tveir setningar, ið eru nevndir í hesum ørindi. Tað er Gud, ið talar. Til eitt fólk, sum hevur forbroti seg í syndini, bæði í virknum uppreisni móti Guds heilaga vilja og í einum ótaldum vansketnis syndum.


Tað er Gudi sjálvum tey hava synd ímóti. Tað er hann tey hava skúgva til viks við at liva sum um, hann ikki var til. Ein semja átti sjálvandi at tiki sítt útgangsstøði hjá teimum, sum høvdu synda. Har áttu tey, ið synda høvdu, at taka fyrsta stigi um tað, sum var fari sundur kundi endurreisast.


Men Gud bíðaði ikki eftir tíð. Hann leingist eftir sambandi við menniskju, ið hava vent honum ryggin. Í dag eins væl og tá. Tí mátti hann leggja uppí. Hann fór sjálvur inn undir alla syndaskuldina og dómin, tá hann legði hana á Jesus. Hann útstrikaði tað ákærandi skuldarbrævi. Hann tók tað burtur, við at negla tað á krossin.


Tá syndin er fjald ella útstrika, so hevur hon ikki meira megi til at dómfella. Ja, tað sigst eisini so sterkt, at Gud ikki longur minnist hana. So algjørt er tað gjørt upp, tá Gud fyrigevur fyri Jesu skuld.


Og tað, sum Gud hevur tikið fulla ábyrgd av, tað ávirkar ikki mítt skiftandi sinnalag ella av hvussu eg upplivi sigrar ella komi í undirluta í stríðnum móti syndini. Eg má í dag hava tað so opið og gott við Gud, so sum hann hevur fyrireika tað til mín.


Og tað er eisini tað, eg má siga við sálarfíggindan, tá hann freistar meg við mótloysi yvir tey mongu føll, og sum hava ávirka lív mítt. Tað søk hevur ein annnar tiki sær av fyri u.l. 2000 árum síðani, og tí er tað eingin fordøming fyri tey, ið eru í Kristus Jesusi.

 

Sunnudagur 09.01.2011

 

Tíð gjørdi Gud

 

Hann sum frelsti okkum og kallaði okkum við heilagum kalli, ikki eftir gerningum okkara, men eftir síni egnu ráðagerð og náðini, sum okkum er givin í Kristi Jesusi frá ævigum tíðum.  (2 Tim 1,9)

Hesi orð vísa okkum greitt, hvussu nógv Gud elskar okkum, ikki bert við einum kærleika, sum er eftirgevandi, sum sær millum fingranar við okkara synd, men við einum heilagarði rættvísis kærleika. Straffin fyri syndina er hørð. Og vit, sum eru bundin av syndini, kunnu ikki lyfta okkum sjálvi upp til nakrað rættvísi. Tíð gjørdi Gud: ”Tann, sum ikki visti um synd, gjørdi hann til synd okkara vegna, fyri at vit skulu verða Guðs rættvísi í honum.” (2 Kor 5,21)

Vit hugsa ov líti - ella ikki um - hvat, tað kostaði Jesusi av angist, tárum, pínu og bønum, at berða allar okkara syndir og at vera uttan Faðirin á krossinum heilt til hansara frelsugerningur var fullgjørdur. Náðin er, at vit eru leyskeypt frá syndsins magt yvir okkum, so at vit í Guds eygum eru rættvís.

Hvussu kunnu vit tá fara lætt um hesa náði og partvís liva, so sum, vit nú einafer hava hug til? Vit eru frelst til at tæna honum, sum keypti okkum fríð, og fyri at vit skuldu berða frugt, Faðirinum til æru, so at onnur við, at hyggja uppá okkum kunnu síggja eina endurspegling av Guds heilagleika. Tað stendur um Stefanus, tá hann stóð framman fyri ráðnum, at fyri teimum at síggja var eins og: “ásjón hansara vera á at líta eins og eingils ásjón.” (Áps 6,15)

Taka vit Guds náði til okkara í fullum álvara, so at eisini okkara andlit vitnar um, hvat Gud hevur gjørt fyri okkum.

 

Á, eg undrist á, at Jesus

niður til mín boygdi seg!

Mína synd hann fyrigav mær,

meg í blóði reinsaði.

Sigurstónar  34

 

Leygardagur 08.01.2011

 

Gud gevur ríkeliga

 

Men Guð er mentur at lata alla náði verða tykkum ríkliga fyri, so at tit í øllum lutum altíð kunnu hava alt tað, ið tykkum tørvast, og hava almikið til alt gott verk.  (2 Kor 9,8)


Gud er ríkur. Og hann er ikki kargur ella vil halda nøkrum aftur. Hann gevur út av sínum ríkidømi. Tað gerð hann ikki út frá, at vit hava tað uppiborði á nakran hátt. Hann heldur seg til lyfti, sum hann hevur givið og sum berð  navni náði. Tað vil siga óuppiborið.


Fyri Jesu sakir virkar Gud í náði og faðirumsorgan við síni børn. Hann hevur mátt til at nøkta okkara tørv fyri føði, klæði, heilsu og dagliga gleði. Gott nok kunnu vit ikki seta sum treyt til hvørki tað eina ella annað, men vit eiga at hava tað væntan til allar tær góðu gávur, ið givnar verða, og at vit ikki koma til einkis til hansara, tá vit biða um tað, ið vit treingja til.


Orðini í byrjanini vísa okkum á, at orði
“alt” hevur eina breiða merking. Hetta ørindi gevur als ikki tað fatan, at tað er nøkur armóð, tá Gud opnar sína faðirhond.


Men so eiga vit heldur ikki at síggja burtur frá, at ørindi í Bíbilskum samanhangi er sagt í samband við tilstuðlan, tað, at geva til Guds ríki av tíð, sum vit hvør sær hava fingið liti upp í hendi at umsita. Gud gevur okkum so ríkeliga av sínum gávum, at tað er ivaleyst til allar góðar gerðir. Tað hann gevur mær, bert av síni náði, og av Guds faðirkærleika, eige eg heldur ikki at neyðhalda. Eg eri jú ikki ognarmaður, men húshaldari, og mín størsta og veruliga ríkidømi er ikki, hvat eg havi, men hvat eg
áhaldandi fái. Óuppibori!


Tað er vælsigna gott at vera barn og at hava barnsins fyrimunir hjá heimsins ríkasta faðir. Tann fyrimunur er alla virðing vert at luta sundur til so mong sum møguligt - í nærumhvørvinum eins væl og úti millum onnur fólkasløg.
Gud er mentur, Gud er ment. Eg veit mín Gud er mentur!

 

Hósdagur 06.01.2011

 

...men dugnaskapur okkara er frá Guði, honum, sum eisini gjørdi okkum dúgligar til at vera tænarar fyri nýggjum sáttmála... (2 Kor 3, 5 - 6)

Tænastan eftir tíð gamla sáttmálanum var long og tung, og gav hartil bert boðini: “Tú skalt!” og “Tú mást ikki!” Lóðin stillaði krøv omaná krøv, men gav ikki nakra kraft til at halda hana. Men við tíð nýggja sáttmálanum komu hesi undursomu orðini: “Tað er fullgjørt!” Lóðin bleiv við innsetanini av tíð nýggja sáttmálanum uppfylt til tann minsta bókstav, av tíð, at Jesus doyði í okkara stað. Við at viðganga, at vit hava synda, at vit angra okkara syndir og taka ímóti Jesusi, so eru vit frelst av Guds náði. Tað nítist ikki nakar dugnaskapur, eingi kostbar offur, ongar tímalangar bønir og eingin foring fyri svøvni, hvílu, mati ella drekka.

Vit eru tíð tænarar hjá tíð nýggja sáttmálanum. Sum Guds hjálparar, eiga vit at vitna um, hvat Jesus hevur og gerð fyri okkum. Ein og hvør við byrðum av synd, kann koma og fyri einki, at taka ímóti rættvísini og Heilagum Anda frá Gudi. Og hann gevur okkum á sama hátt endurføðingina og ein undursaman møguleika at siga farval til alt tað gamla í okkara lívið. Vit skulu tíð ikki verða trælir undir verðsins ljósi, men verða fríð, undurfult fríð, so vit kunnu tæna Gudi í anda og sannleika.

Men tann, ið ikki vil verða fríður, vil áhaldandi verða bundin av synda leinkjunum, og stríðast við tað gomlu byrðuna uttan syndana fyrigeving, og uttan tað nýggja lívið í frælsi og gleði.

 

Tú, sum leinkjur slítur,

loysir trælabond,

bráka rør ei brýtur,

grøðir særda ond,

sál mín til tín gongur,

eigur besta lut,

ei ein trælur longur,

men títt barn, o, Gud

MS. 713, 1

 

Týsdagur 04.01.2011

 

Styrki tykkara

 

...so at tit mega styrkja tykkum til at halda ferðina fram... (1 Mós 18,5)

 

Bíblian sigur tað heilt greitt, at vit koma til at møta roynslum. Annars vildi hon ikki tosa um, at vit eiga at halda út og styrkjast á ferðini. Ein trúgv, ið ikki verður roynd og nerva, er ikki mikið verd. Bert tann, ið trýr, hann kennur til, at vera nervaður. Má tað verða ein uggan fyri teg sum mitt í tínum iva er bangin fyri, at Gud hevur gloymt teg.

 

Álop er ikki eitt tekin um veika trúgv. Tí bert tann livandi og virkna trúgvin verður álopin. Í sálma 42 møta vit einum persóni, ið er álopin. Har stendur millum annað:»Hví hevur tú meg gloymt? Hví skal eg sorgarklæddur ganga, av fíggindum kúgaður?« (Sl 42,10)  Sum hjørtur tráar eftir rennandi áum, so tráar mín sál eftir tær, o Guð!” (Sl 42,2) Tann longsul og troyst eftir Gudi, ið vit møta í hesum sálma, vitnar um stórt álit - um eitt menniskja, sum fyri hann hevur Gud alt at siga.

 

Vit eiga at taka roynslunar av Guds hond. Jákup skrivar: “Haldið tað, brøður mínir, fyri bera gleði, tá ið tit verða staddir í ymsum freistingum, við tað at tit vita, at roynslan av trúgv tykkara virkar tolmóð.”(Ják 1, 2 - 3) Tá okkara trúgv verður roynd, so førðir tað til úthaldni. Vit eiga tí ikki at standa misnøgd og spyrjandi yvir fyri Gudi, tá hann førir okkum út í nakað, ið seinri í lívinum vil blíva okkum eitt dýrabart minni. Tá vit umsíðir náa málinum og koma heim til Gud, tá skulu vit síggja alt, ið er hent í hansara ljósi. Og tá vilaja vit verða eins takksom fyri tær myrku og stormandi stundir sum fyri viðgongd og ljósar dagar. Vit læra aloftast og kenna Guds nærveru sterkast í myrkri og mótgongd.

 

Máttu vit haft styrki til, at halda út í roynslum og ikki gloyma lívsins sigurskrans, sum hann hevur lova øllum teimum, ið elska hann.

 

Mánadagur 03.01.2010

 

Gleðin um Frelsaran

 

Harrin, Guð tín, man vekja upp av brøðrum tínum profet, tílíkan sum meg; hann skulu tit lýða á. (5 Mós 18,15)

Uttan at vera føddur til, at geva lív sítt til endurloysn fyri mong, so var Jesus eisini profetur, kongur og høvisprestur til ævigar tíðir. Frelsarin sjálvur var barn eins og vit, men uttan synd. Men um hann var barn eins og vit, so barð hann tað tungu byrðu, at vita, hvat, ið bíðaði honum. Verðin hevði í øldir rópt efti einum frelsara. Og í fylling tíðarinnar sendi Gud son sín, Jesus Kristus, til okkum sum Frelsara og fyrigeving, og fyri at geva okkum kunnleika um Gud og um meiningina við lívið okkara.

Tað er tíð til at gera hjarta tilreiðar fyri tí komandi stóru hátíð. Ein syndafull ætt, sum vit eru, so fingu vit ein gest í okkara miðu, ein gest frá tí høga, ið setti seg so lágt, og lat seg føða eins og vit inn undir okkara viðurskifti, fyri at frelsa okkum. Vit vilja biða hann um at vera í okkara mittu, og vilja tilbiða, takka, æra og lovprísa fyri hansara komu, tí uttan hann er tað eingin frelsa og eingin vón. Mong eru  tey, sum ikki gleðast yvir Jesu komu, men vit vilja vísa okkara gleði við hesus orðum: Tey gleðiboð frá himna høll har einglaskarin vítt um vøll; um náðiborð úr Dávids stað tí syngja vit enn hjartans glað. (MS. 104, 4)

 

Nýggjársdagur 01.01.2011

 

Komið og lýðið á! Latið meg greina, øll tit, ið óttast Guð, hvat hann hevur sál míni gjørt!   (Sl 66,16)

Hesin sálmur er ein góð byrjan til tað nýggja ári. Hann eggjar øllum heiminum at lovsyngja Gudi, fyri hansara stóru gerningar. Broytinganar í lívinum høvdu verði stórar fyri sálmaskaldi. Gud hevði leitt hann bæði: “gjøgnum eld og vatn; men tú førdi okkum út í frælsi.” (Sl. 66, 12) Hugsan hansara um stórverk Harrans, eru so undurfull, at hann bjóar einu og hvørjum: “Komið og lýðið á! “

Orðini í sálma 71 eiga vit heldur ikki at gloyma: “Mín muður skal boða um rættvísi tína, allan dagin um frelsu tína...Guð, tú hevur lært meg upp frá ungdómi mínum... Og um eg verði gamal og gráur, vilt tú ikki fara frá mær, Guð, so at eg fyri komandi ætt kann boða av armi tínum!” Í hesum áliti eiga vit, at síggja frammeftir í hesum árinum, ið kemur. Alt broytist frá tíð til aðra, men Guds rættvísi og frelsa broytist ikki. Hann vil eisini í tí nýggja árinum leiðbeina okkum og ikki svíkja okkum, hvat so enn ári hevur at bjóða okkum.

Tí kunu vit ikki annað enn, at vera fylt av gleði og við tøkk vitna um, hvussu gott tað er, at sannroyna Guds frelsu og uppliva hansara góðgerðir.

Sálmaskaldi sigur: “Komið og lýðið á! “ og vit: “Mín muður skal vitna!” Jesus hevur lova okkum, at tann keldan vit oysa av, á ongum sinni verður tóm. Og hann hevur lovað, at frá okkum, sum vita um náði hansara, skal tað “flóta streymar av livandi vatni!” tá vit opna munnin og vitna um, hvat hann hevur gjørt fyri sál okkara.