Nýggársdagur 01.01.2011

 

Komið og lýðið á! Latið meg greina, øll tit, ið óttast Guð, hvat hann hevur sál míni gjørt!   (Sl 66,16)


Hesin sálmur er ein góð byrjan til tað nýggja ári. Hann eggjar øllum heiminum at lovsyngja Gudi, fyri hansara stóru gerningar. Broytinganar í lívinum høvdu verði stórar fyri sálmaskaldi. Gud hevði leitt hann bæði:
“gjøgnum eld og vatn; men tú førdi okkum út í frælsi.” (Sl. 66, 12) Hugsan hansara um stórverk Harrans, eru so undurfull, at hann bjóar einu og hvørjum: “Komið og lýðið á! “


Orðini í sálma 71 eiga vit heldur ikki at gloyma:
“Mín muður skal boða um rættvísi tína, allan dagin um frelsu tína...Guð, tú hevur lært meg upp frá ungdómi mínum... Og um eg verði gamal og gráur, vilt tú ikki fara frá mær, Guð, so at eg fyri komandi ætt kann boða av armi tínum!” Í hesum áliti eiga vit, at síggja frammeftir í hesum árinum, ið kemur. Alt broytist frá tíð til aðra, men Guds rættvísi og frelsa broytist ikki. Hann vil eisini í tí nýggja árinum leiðbeina okkum og ikki svíkja okkum, hvat so enn ári hevur at bjóða okkum.


Tí kunu vit ikki annað enn, at vera fylt av gleði og við tøkk vitna um, hvussu gott tað er, at sannroyna Guds frelsu og uppliva hansara góðgerðir.


Sálmaskaldi sigur: “
Komið og lýðið á! “ og vit: “Mín muður skal vitna!” Jesus hevur lova okkum, at tann keldan vit oysa av, á ongum sinni verður tóm. Og hann hevur lovað, at frá okkum, sum vita um náði hansara, skal tað “flóta streymar av livandi vatni!” tá vit opna munnin og vitna um, hvat hann hevur gjørt fyri sál okkara.

 

Týsdagur 28.12.2010

»Harri, vit vita ikki, hvar tú fert; hvussu skulu vit tá vita vegin?« (Jóhs. 14, 5)

 

Nakað líknandi hoyra vit tíðum eisini í dag. Sanneliga hvar er Jesus? Hvar er himmalin? Hvussu kunnu vit koma hartil, har sum Jesus er? Hesir spurningar kunnu koma á imiskan hátt, men felags fyri allar er, at aftanfyri teir er eitt tvivlandi og bangi hjarta, sum ivast um ein á nøkrum sinni kann koma, at náa málinum.

 

Tá er tað Jesus sjálvur, sum vissar okkum um: ”Eg eri vegurin og sannleikin og lívið!” (Jóhs. 14, 6) Har gevur hann okkum svari uppá hvussu vit koma framm til máli. Jesus sigur ikki, at hann hevur víst okkum vegin, forklára um sannleikan og vitna um lívið. Nei, hann sigur, at hann er tað. Tann, sum hevur Jesus, hevur lívið!

 

Tann sum hevur Jesus, er á vegnum. Vegurin er livandi sigur Guds orð. Vegurin leiður okkum frammá líka til máli.

 

Tann sum hevur Jesus, hevur sannleikan. Sannleikin er í honum, tí Jesus er í sannleikin.

 

Tann sum trýr á Jesus, hevur lívið. Tað æviga lívi er í Jesu persóni, og tá eitt menniskja trýr á Jesus, er hann fingi semju við Jesus. Tí eigur hann sjálvur tað æviga lívið.

 

Tann sum trýr á Jesus, hevur pláss í himlinum eins og vatndropar hava pláss í havinum.

 

At hava trúgv á hetta, hevur eina rannsakandi megi í okkara kristinlívið. ”Og ein og hvør, sum hevur hesa vón til hansara, reinsar seg sjálvan, eins og hann er reinur.” (1.Jóhs. 3, 3)

 

Mánadagur 27.12.2010

 

...men orð míni skulu als ikki forganga.  (Luk 21,33)


Mangan tykist tað so fátakt, at vit bert kunnu seta okkara álit á Orði. Men hvat er orði? Jóhannes skrivar: 
“Í tí var lív, og lívið var ljós menniskjunnar.”  (Jóh 1,4)


Tann dagin vit vóru kallaiði av Jesusi, so bjóðaði hann okkum Orði. Bíblian, ið er Guds innblásta orð, er til ævigar tíðir nokk. Hví? Tá Jesus fór heim til Faðirin aftur, so segði hann við lærusveinar sínar:
“Eg vil ikki lata tykkum verða eftir faðirleysar; eg komi til tykkara.” (Jóh 14,18)   Heilagi Andi, sum Jesus her talar um, er tað, sum gerð Guds orð livandi og sum gevur troyst tá á stendur. Orði, sum bleiv hold og tók búgv okkara millum er Jesus, hann, sum gjørdi vegin heim til Faðirhúsi opnan aftur fyri okkum. Tá vit so aftur hugsa um kallan okkara, og hvat hendi, so kunnu vit lesa Romverjabrævi, og um hvat tað er fyri ein kraft í liggur í orðinum: “Tí at Guðs orð er livandi og máttmikið og hvassari enn nakað tvíeggjað svørð, og fer inn ígjøgnum, til tað skilir sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans.” (Hebr 4,12)


Vit vanta vist mangan, at vit kunnu koma út fyri stórar hendingar? Jú, so er eisini! Vit kunnu koma at síggja, at fólk blíva frísk av ymiskum sjúkum, lamin ganga, deyv hoyra og blind síggja. Tá er sera lætt at trúgva. Men trúgvin, hvat við henni? Trúgvin, sum Harrin rætti okkum hon heldur, tí Hann sjálvur er í orðinum, við sínum Heilaga Anda. Sangurin sigur: “
Nei, eg fekk eini at skoða, mær rætti hann einans eitt orð, at goyma í mínum huga, og sess við sítt náðiborð.”  Vit hava fingið eitt lyfti frá Harranum um, at hann vil til allar tíðir verða við okkum, um vit hava viðgongd ella mótgongd, so er hann til allar tíðir hin sami. Tí: “orð hans tað ongan sveik.”

 

 

2. Jóladagur 26.12.2010

 

Tað stóra útimøti

 

Og eingilin segði við teir: »Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið.  (Luk 2,10)

 

Tað størsta útimøti, sum nakrantíð hevur verði, er tað náttina tá eingil Guds stóð yvur fyri seyðahirunum á Betlehemsfløtum og boðaði teimum at Frelsarin var teimum føddur. Hesir menn, sum ikki vóru høgt í metum millum manna fingu vitjan av einglum Guds. “Men hetta líkaði best tær, tí at tú vildi sýna mær, at heiður, makt og gull á fold skal metast javnt við rusk og mold.” Mangan hugsi eg, á hvønn hátt hevði eg tiki móti Jeusi, um so var, at hann kom í dag! Hevði eg eins og hirðanir fari at leita upp Jesus, ella hevði eg hugsa, hann man fara at koma og vitja meg. Jesus vitjaði mangan í síni samtíð, men tað vóru ikki øll, sum høvdu hugna í vitjan hansara. Næst eftir hyranar, so minnast vit kanska helst Símion og Annu, sum trúliga høvdu bíða fyri at sígga frelara heimsins. Men hvar kom so teirra trúgv frá? Jú, tey livdu í vónin, og um Símion er skriva: “hann var rættvísur og gudrøkin”. Harrin helt sítt orð, sum hann hevði lova Símion, at hann skuldi síggja Frelsaran. Og um Annu er skriva: “Hon veik ikki úr halgidóminum, og tænaði Guði við føstu og bønahaldi nátt og dag.” Hendan kvinna, sum hevði sett vón sína á Gud, og tað, sum hann hevði lova út frá Skriftini. Hon fekk eisini at síggja, at tað, sum Gud hevur sagt, tað er so, og tað hendir. Men tað vóru ikki øll, sum vóru glað um Jesu føðing. Tí vit lesa víðari í Skriftini, at: “Heródes ætlar at leita eftir barninum til tess at drepa tað”. Her sígga vit teir mótsetningar, sum eru avgerandi fyri lív okkara. Hvat velja vit: “Jesus lív...Djevulin deyðin!”

 

Vit eiga enn í dag hendan sama Frelsaran. Men hvat gerða vit við hann? Síggja vit, at vit hava brúk fyri Jesusi í dagligdegnum, eins og Símiun og Anna gjørdu, ella eru vit eins og Heródes, at hava hann tiknan av døgum, ella tagdan burtur. Men vit hava møguleikan enn, og gerða eins og tað stendur í sálmanum: “Sum hirðanir eg fara vil mín frelsara at finna; hans kærleiki mær hjálpir til tann frið, ið eg vil vinna. Hans jólaboð er besta troyst; av syndaskuldum sál mín loyst mót himli seg kann hevja.”

 

 

Eins og hyranir, Símion og Anna, so hava vit enn í dag tann møguleika, at koma til tey støð, har Jesus verður boðaður, av monnum og kvinnum, sum eru drivin av Heilagum And, at boða um hann, sum í kærleika sínum vildi gerðast menniskja fyri at bjarga tær og mær.

 

 

Jóladagur 25.12.2010

 Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn hansara.   (Jóhs. 1, 12)

 

Øll sum taka ímóti Jesusi, hava av Faðirinum í himlinum fingið rætt til at blíva Guds børn.

Eftir grundtekstinum betýðir orið  ”mátt” fulltrú, og tá hetta orið altíð í Bíblini bert verður brúkt í samband við Gud, so betýðir tað ein gudommelig fulltrú.

Fulltrú betíðir sum vituligt er, at brúkt nakað, sum ein annar hevur rætt til. Gud hevur givið teimum, sum trúgva á Jesus eina fulltrú, sum er líka óvikandi eins og Gud sjálvur, til at eiga og gerða brúk av øllum tí, sum bert tilkemur Guds soni.

Gud hevur givið sínum egna soni barnarætt og arvarætt, og alt sum fylgir við hesum, til ein og hvønn, sum hoyrir orði um Jesus, og tekur ímóti tí, og setur sítt álit á Jesu navni.

Vit vóru upprunaliga skapt til at vera Guds børn. Men syndin hevur oyðilagt okkara barnakor. Vit hava spilt allar okkara møguleikar hjá Gudi, við okkara synd og ólídni móti honum. Hesi barnakor kunnu ikki reisast upp aftur. Tað er oyðilagt, og ikki eingang Gud kann rætta tað upp aftur.

Hetta upplivir eitt menniskja, tá tað fær at síggja seg sjálva í Guds ljósi. Tey merkja tað, og vita við sær sjálvum, at tey hava forspilt alt, og at tað stendur undir Guds dómi. Hetta freistar mangan, til at missa móti, um at fáa tað rættað uppaftur við Gud. Men tú skalt ikki missa móti! Gud hevur givið okkum ein nýggjan rætt, eini nýggj barnakor. Hann hevur testamenterað sín egna son, við øllum teimum rættiheitum og herligheitum til eina syndiga og falna mannaætt. At blíva ein kristin er tað sama sum at koma inn í Guds sons barnakor, og fáa gjørt brúk av øllum teimum rættiheitum, sum eina tilkemur honum.

Hetta gevur Gud til øll, ið taka ímóti Jesusi.

Nú spyrt tú kanska: Hvussu fer tað framm, at taka ímóti Jesusi? Hvussu kann eg vita, at eg havi tikið ímóti Jesusi? Svari stendur her: ”Tann sum trýr á hansara navn”

Ein og hvør fulltrú botnar í einans navni. Tað gerð eisini hendan. Og navnið er Jesus. Hetta navn váttar fyri okkum hjá Gudi.

Frá tí eygablikki tú byrjar, at seta títt álit á hetta navni, hevur tú tikið ímóti Jesusi. Og so leingið, sum tú blívir við at troysta á Jesu navni, er títt hjarta opið fyri Jesusi, og tú ert innsettur í Guds egna sons barnakor hjá Gudi. Men hava vit tíð til tað, at bíða eftir Harranum, og tað hann vil siga okkum. Okkara Bíbil sigur:”Ver tú fyri Harranum stillur og honum bíða” SL. 37, 7. Gud hevur nógv at siga okkum, og nógv at gevða okkum, men hava vit tíð til at blíva kvirr og taka ímóti? Gud bíðar eftir okkum, til vit blíva kvirr. Tað er í kvirruni, vit kunnu møta Gudi, og í kvirruni hann kann koma at virka í okkum. Tað skal tað tíð til! Gev tí, Gudi tíð!

Okkara tíð er merkt av skundi og jagstran, vit hava øll somul eina skraddarseymaða tolking av, hví vit hava sovornan skund. Einastað úrslit av at jagstra runt er overvan, strongd og ringir nervar. Tað ringasta er, at vit harvið missa evnini til at uppfanga tónanar frá himli – Guds talu til okkara. Tað vil fáa alvorliga fylgir, nemliga at vit koma longur og longur burtur frá Gudi, og til endans fara fortapt.

Í dag vil Gud støgga tær í tíni skundi, og minna teg á, hvussu avgerandi tað er at blíva kvirr yvir fyri honum. Hann sigur: ”Við at venda við og vera kvirr skulu tit verða frelst; í tolinmóði og troysti skal styrki tykkara vera.”  (Jes. 30, 15). Heilað kvirra er, at taka avstand frá allari jagstran. Sig ikki at tað er ógjørligt! Um tú hevur viðurkent, hvussu neyðugt tað er, at blíva kvirrur yvir fyri Gudi – tí tað hevur við tína frelsu at gerða, so má tú seta alt inn fyri, at finna eina stilla løtu, hvar tú kan vera aleinaður við Gudi. Tú fær ikki tíð til tað – tú má taka tær tíð til tað!

Bið Gud um vísdóm til at tilrættisleggja tær dagin soleiðis, at tú fært umstøður fyri at møta honum í kvirruni. Hann vil hoyra tína bøn og hjálpa tær. Tá  skal tú upplivað stórverk hansara. Tá vit blíva troytt í okkara andaliga lívið, er grundin fyri tí oftast manglandi stillheit. Heilag kvirra er sálarinnar hvíla í Gudi.

Máttu vit virkuliga yvirlatið alt í hansara hendur og verði kvirr, tí vit vita, at bæði í myrkri og ljósi, í gleði og sorg vil tað, sum hendir okkum, tæna til okkara besta.

Jólaaftan 24.12.2010

 

 Men tað hendi í teimum døgum, at tað komu boð frá Augustusi keisara um, at allur heimurin skuldi verða skrivaður í manntal.  (Luk 2,1)


Vit kundu hugsa okkum, at tað var kaisarans hugsjón, at heimurn skuldi skrivast í manntal, men tann stóri kaiasarin var bert har fyri at uppfylla Guds ætlan. Messias skuldi føðast eins og skriftinar høvdu lova skuldi føðast í Betlehem. Og fylling tíðarin var komin. Fyri at tað skuldi ganga út, so mátti Gud fáa Jósef og Mariu til Betlehem, sjálvt um hetta ikki var rætta løtan fyri Mariu at ferðast. Vit syngja mangan:
Veg hevur tú allar staðir, tíni hyggjuráð tróta ei! Her síggja vit ein av vegum Guds. Hann setti kaisarin, at utinna sítt verk, og at øll skuldu innskrivast hvør í ættarbygd sína. Og so kom tann gamli spádómur, sum reint menniskjaliga kundi síggja trupul út, og sum kortini var sannur. Gud er nágreineligur í orði sínum. Tað, ið hann hevur sagt, tað hendir!


Vit trúgva frásøgnini í Evangeliienum um Jesu føðing. Men tað, ið gerð okkum mest bilsin er,
at kongurin í Guds ríkið í fjósi føðast má. Ella at hann, skal húsvillur millum okkum verða sum neyðars sonur her á jørð.


Um vit vilja síggja Guds herligheit, so mugu vit boyggja okkum djúpt. Og tað kann ikki sigast betu, enn tað verður sagt í hesusm fáau orðum:
O, leitið at eyðmjúkum støðum...tá fáa tit Jesu í talu.


Men Jesus hví er tað so, at so fá vilja sanna tann stóra kærleika, ið dróg teg niður í hendan neyðardal.

 

 

Hósdagur 23.12.2010

Orðsins týdningur

Kortini haldi eg tað vera beint at vekja tykkum við áminning,

so leingi sum eg eri í hesum tjaldi. (2 Pæt 1,13)

 

                      Í ørindinum frammanfyri áminnir Pætur um tað stóra høvi, sum eitt Guðs barn hevur fyri at liva eitt støðugt ríkari lív. Og hann minnir okkum á at vaksa og búnast í okkara trúgv á Jesus, so vit kunnu blíva grundfest í sannleikanum. Pætur vildi brúka tíðina, meðan hann enn hevði hana, og meðan hann enn mintist tey orð, sum Jesus segði við hann við Tiberiasvatnið, at hann skuldi fáa ein bráðan deyða. Tí áminnir hann tey um, tá hann var burtur og ikki meira kundi áminna tey, at tey skuldu halda fast við sannleikan. Hann vísir á, at boðskapurin um okkara Harra Jesus Kristi kraft og hansara afturkomu ikki vóru snildiliga samanpentaðar søgur og møsn, tí hann sjálvur hevði verið eygnavitni til Jesusar Guddóms dýrd. Og hann áminti tey  at geva gætur eftir teimum sonnu profetisku orðunum. Guðs Orð er ikki komið av mannahugsan, men drivnir av Heilagum Anda talaðu menniskju, hvat tey fingu frá Guði.

                      Vit, sum í dag lesa orð Pæturs, vit treingja eisini til at vera vakt við hansara áminning. Dølskni treingir seg inn á okkum, uttan at vit varnast, so teir gomlu sannleikarnir, sum hava verið eins og vitar fyri okkum, ikki lýsa við somu styrki eins og fyrr. Vit lesa kanska minni í Bíbliuni enn fyrr. Men tað, ið Pætur sigur, at vit eiga áhaldandi at lesa í henni fyri at halda okkum vakin og vera ansin fyri Orðsins boðan, annars steðgar okkara vøkstur. Orðið hevur til eina og hvørja tíð nógv nýtt at siga okkum, ið vit hava brúk fyri.

 

Sunnudagur 19.12.2010

 

Gleðiboð

 

Og eingilin segði við teir: »Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið.  (Luk 2,10 )


Tykist tað ikki løgi, at Gud fyrst barð boðini um Jesu føðing til vanlig menniskju, og ikki til kongar og prinsar? Her talar Gud fyrst gjøgnum sín eingil til hyranar, sum ansaðu seyðinum úti á Betlahems fløtum. Tað var eitt lágt mett starv í samfelagnum, og hyranir høvdu heldur ikki nakra høga úttbúgving. Men Maria sigur okkum frá í sangi sínum, hví hetta er á hendan hátt:
“Høvdingar hevur hann rindað úr hásætum niður og sett lítilsverd hátt. Svong hevur hann mettað við góðum gávum, og rík rikið burtur við tómum hondum.”  (Luk 1,52 - 53)


Hvat var boðskapurin til hyranar? Fyrst segði hann til teirra, at teir ikki skuldu óttast. Tí, at einglavitjan skapar altíð ótta hjá tí hann vitjar. Men tá einglanir ikki komu við einum dómi, so koma teir sjálvandi við uggan. Teir sissaðu tey menniskju teir vitjaðu. Tað sigur okkum, at eiglanir høvdu útsjónd við virðing, tað er nakað, ið skapar ótta í mannahjøtunum. Teir umboða ein stórleika, ið sendir kalt niður eftir rygginum. Men líka so skjótt, sum teir høvdu doyvt teirra ótta, so barð hann ein boðskap, sum fyri allar tíðir er knítt til jólaevangeliie.


“Eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði! “ 
(Luk 2,10 - 11) Tað kundu verði hildnar nógvar og drúgvar talur yvir hesi tvey ørindi, tí tey innihalda so nógvar sannleikar. Men legg til merkis, at einglanir boðaðu ikki evangeliie. Men teir geva sín vitnisburð um tað, og sýna fram tær ómetaligu kenslur teir hava fyri evangeliienum.


Tey góðu tíðindi teir høvdu at berða vóru, at Frelsarin var komin í heimin. Menniskjuni tørvaðu ein, sum kundi fáa tey aftur til samlag við Gud, tí blóði av oksum og geitum kundi ikki gerða tað áhaldandi. Men blóði frá Frelsarans sárum vann okkum eina æviga bjarging. Boðskapurin hjá einglunum var, at Gud var komin niður, fyri at loysa okkum út trælabandinum. Harrin hevði vitja sítt fólk við Frelsuni. Ein stórur vitnisburður fyri evangeliie!

 

Fríggjadagur 17.12.2010

Eftir Harranum bíða! Hav gott troyst, tak mót í hjarta og Harranum bíða! Sálma 27, 14 & 1

 

 

  Dávid var í stórari neyð. Hann kendi seg vrakaðan av Gudi, og kendi tað sum tað einasta rættvísu fylgju av synd síni og ótrúskapi. Tí rópar hann:  ”Hoyr, Harri, mítt kallandi ljóð, náða meg og gev mær andsvar! Mítt hjarta talar til tín: »Søkið ásjón mína!« Harri, eg søki tína ásjón. Fjal ei fyri mær ásjón tína, rek ei í vreiði tín tænara frá tær, tú hevur verið mín hjálp!  Koyr meg ei burtur og far ikki frá mær, frelsunnar Guð mín!” (Sálma 27, 7 – 10)

 

Slíkar tíðir koma fyri ein hvønn Kristnan. Alt sínist vónleyst. Tú sært bert svik og manglar, synd og ótrúskap hjá tær sjálvum. Tú følir teg andaliga deyðan, forfjónaðan av Gudi og yvirgivnan til eitt sinni, sum einki kann brúkast til.

  Men júst tí, at tú hevur tað á henda hátt, mást tú rópa til Harran, sjálvt um tað sínist vónleyst.

Jesus er ikki langt burtur frá tær. Tað merkist kanska, at so er. Men hann er tær nærri enn tú sjálvur kann hugsa tær til. Og hann svarar tær, eins og hann svaraði Dávidi: ”Eftir Harranum bíða! Hav gott troyst, tak mót í hjarta og Harranum bíða!”

 

  Bíða merkir, at tú kanska kemur til at vanta leingi og eftir øllum at døma til onga nittu.

  Men tað er ikki til onga nittu! Tað er Gud í roynir okkara trúgv, fyri at vit skulu vaksa í náðini og kunnskapi til hansara. Men tá hann roynir okkum, merkist tað ikki sum ein roynsla, men sum um hann forkastar okkum og gevur okkum upp, og sun um tað er tann einasta rættvísa fylgja av okkara synd og ótrúskapi. Um tað ikki merkist á henda hátt, so bleiv tað eingin virkulig roynsla fyri trúnna.

  Í hesi støðu er tað Harrin sjálvur í biður okkum um, at stóðla á hann og vera við gott mót!

  Gerð tað, og tú vilt koma til at vera nærri kníttur at Jesusi. Og tá tú minst vantar tað. Opinberar hann seg aftur fyri tær, og hann fyllir títt hjarta við gleði og takksemi.

 

  Tí, at í fyrsta versi í sama sálmi stendur tað so lívgandi: ”Harrin er ljós mítt og frelsa mín, hvønn skal eg óttast? Harrin er lívs míns vernd, hvønn skal eg ræðast?” (Sálma 27, 1)

  Hetta er eitt frímóðugt bekennilsi av Dávidi. Hann veit, at Harrin er hansara ljós, frelsa og vernd, og hvat hann annars treingir til. Tí veit hann, at eingin fíggindi kann oyðuleggja hann. Um teir so royna seg, so veit hann, at teir oyðuleggja seg sjálvan. Hann er í Harrans skjóli! Harrin goymir hann í sínum høli á tí ónda degi, fjalir hann í sínum tjaldi.

 

  Alt hetta er umráðandi hjá einum og hvørjum, sum trýr á Jesus. Tú sum hevur Jesus, kann við somu fríðmóð sum Dávid, vitna um tryggleikan. Tú kann vitna, at tú er í Harrans skjóli líka so sikkurt, sum hann visti tað.

  Men  eg føli tað ikki soleiðis, sigur tú kanska. Eg føli meg alt annað enn tryggan; eg eri fullur av angist og ótta fyri frammtíðini. Eg havi ikki á nakrar hátt verisoliðis, at eg veit, um Harrin vilhjálpa mær.

  Tá kann tað vera nittugt at spyrja: Hvussu føldi Dávid tað, tað ferðina hann avlegði hetta frímóðiga bekennilsi?

 

  Tá var hann mitt í einum andaligum myrkri. Hann var júst í tí støðu, at hann føldi seg forkastaðan av Gudi, og merkti tað, sum tað einastu rættvísu fylgju av síni synd og ótrúskapi. Tað síggja vit, tá vit lesa víðari í sálmanum.

Í hesi tungu støðu lyftir hann eyðunum móti Harranum sjálvum og vitnar við frímóð, ikki út frá sínum kenslum, men út frá Harranum sjálvum og hansara trúfesti: ”Harrin er ljós mítt og frelsa mín! Harrin er lívs míns vernd!”

  Fest tú eisini tíni eyðu á Jesus!

 

  Títt fríðmóð skal ikki vera í tínum kenslum, og tað sum tú sært hjá tær sjálvum. Men í honum, sum hevur tikið burtur tínar syndir og sum í sannleikanum er títt ljós, tín frelsa og tín vernd.

Mikudagur 08.12.2010

Teir reypaðu av at vera vísir, men vóru fávitskutir. (Rom. 1, 22)

Mong gerða sær eina mynd av Gudi. Tann, ið kennir Bíbliuna, heldur seg til tað, sum Gud opinberar um seg sjálvan. Gerða vit ikki tað, so blíva vit eins og dárin, sum byggir sær eina hugmynd, sum hóskar til hvønn einkulta. Árhundraðir eru runnin, við at royna at skilia og at útgrunda, um Gud er til, og um so er, hvat hann vildi meint um hetta og hatta. Men gjøgnum allar hesar royndir, so eru teir blivnir dárar. Teirra vísind hevur leitt teir av vegnum, og teirra vitan um Gud er bert myrkur.

Mong granska í, hvat er at finna aftanfyri deyðan. Hví ikki fara í Bíbliuna, har Gud longu hevur greitt frá um deyðan og tað, ið er aftaná. Men mong vilja heldur trúgva sokalla deyðsupplivan heldur enn, hvat Bíblian sigur. Tað menniskja, sum uttan at kunna rætta sínar hendur framm móti Jesusi, kemur ikki inn í Himmalin, har tað er undurfult at vera, sigur Bíblian. Tær deyðsupplivingar sum vit hoyra um eru ikki við vilja rangar, men tað eru sterkar kreftir, ið ynskja at fáa okkum at taka skeivar avgerðir. “Tit skulu als ikki doyggja”, segði slangan við Evu. Og í dag roynir hann at billa okkum inn, at øll tá tey doyggja koma inn í herliheitina. Men hóast mong eftir øllum at døma uppliva hetta, so er tað ikki rætt, tí Bíblian sigur, at við deyðanum kemur tað eitt mark millum tey frelstu og tey ikki frelstu.

Tað eru mangir hættir at blíva ein dári. Tann beini vegurin er at vraka Guds orð og uppbyggja sín egna andaliga bygna, ið hvílir á, hvat vitskan kann góðtaka. Lat okkum velja tann gudgivna vísdóm, tí “Ótti fyri Gudi er upphav at vísdómi, og at kenna hin heilaga er vitska”. (Orð. 9, 10)

Leygardagur 04.11.2010

 

Trupulleikar kunnu loysast         

 

         Guð er okkum vernd og verja, ein hjálp í trongdum, ið aldri svíkur. Tí óttast vit ei. (Sl. 46, 2 - 3)

          Eingin av okkum sleppur undan trongdum. Mong hava trupulleikar í hjúnarlagnum, onnur í samband við teirra arbeiði. Mong hava fíggjarligar trupulleikar og nøkur hava grunda á sjúkdóm. Træta og eingin fyrigeving í familiu ella við grannan kann eisini geva trupulleikar.

          Trupulleikar kunnu loysast! Ja, men mangan eru teir so vítt fevnandi, at vit ikki megna at hugsa um teir, tí teir taka alla megi og orku úr okkum. Tí mugu vit leita okkum skjól hjá Gudi. Tí hjá honum kunnu vit finna hjálp og styrki. Gud kennir okkara trupuleikar. Hann veit, at vit pínast undir tí og hava tað tungt. Og hann vil meira enn gjarna hjálpa okkum. Okkara egnu møguleikar eru avmarkaðir, men fyri Gudi er alt møguligt! Tí eiga vit at fara til Gud við okkara trupuleikum og biða hann um, at loysa teir fyri okkum.

          Ver ikki afturhaldandi yvur fyri Gudi. Sig honum alt tað, ið tyngir teg. Alt tað, sum forar tær í, at liva eitt gott lív. Fjal ikki  naka og royn ikki at pynta uppá tað. Sig tað við hann, so sum tað er. Eingin trupulleiki er ov stórur til, so tú ikki kann koma framm til hansara vi tí. Og einki er ov smátt, at tú ikki kann gerða tað.

          Gud er til reiðar við síni hjálp, og hann bíðar eftir tær. Tú eigur at gerða tínar trupuleikar til eitt bønarevni. Trupulleikar og foringar eru boðberi um tey undur, sum Jesus vil avrika í lívið tínum. Tað goymir seg eitt vælsignilsi aftan fyri  tað, sum tú upplivur sum foringar.

          Tá vit til endans kunnu síggja og vilja góðtaka, at vit standa óhjálpin og eingi ráð hava at taka til, tá er eitt undur frá Jesusi fyri durum. Og tá bíðar okkum eitthvørt stórt. Men tað eigur at byrja við, at tú bert hvørt brot til Jesus. Lat alt tað, sum liggur í skeljasori rundan um teg, koman í hansara viðgerð. Ver ikki bangin fyri at gera tað. Lat Gud verða títt skýli.

           Tá tú kemur til hansara, troyttur og undirdýktur við øllum møgulium í lívinum, so skal tú finna hjálp og hvílu hjá honum. Hann er førur fyri at gera teg kyrran og stillan sjálvt í trongum umstøðum og teimum beiskastu sorgum. Á hendan hátt er Gud. Tað er eingin sum Gud.

 

Sunnudagur 28.11.2010

Alt av náði

 

”Av frelsunnar keldu skulu tit oysa vatn við gleði.” (Jes. 12, 3)

 

Vit lesa meira um lívsins vatn í Jóhannesar Evangelium, har Jesus talar við tað Sameritansku kvinnuna og sigur: »Um tú kendi Guðs gávu, og hvør tann er, sum sigur við teg: Gev mær at drekka, tá mundi tú biðið hann, og hann hevði givið tær livandi vatn.« (Jóhs. 4, 10) Hesi orðini sigur Jesus við eitt menniskja, sum ikki søkir Gud, eitt menniskja, sum enn livir mitt í einum syndalívi og er bundi av synd.

 

  Tað fyrsta, sum Jesus hevur at siga til hetta menniskja er, at Gud hevur eina gávu til hennara, og at henda gávan er Jesus sjálvur.

 

 At blíva ein Kristin er ikki at taka eina avbjóðing, sum tað ofta blívir sagt í dag. Tað er tað mótsatta, tað er at móttaka eini gávu!

 

  ”Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.” (Jóhs. 3, 16)

 

Gud vil, at hesin boðskapur skal rópast út um allan heimin, til øll menniskju. Menniskju skulu vita at Gud hevur eina gávu liggjandi tilreiðar til teirra. Hesa gávu fáa tey. Tað krevst einki av okkum sjálvum fyri at taka ímóti hesi gávu. Og við hesi gávu fylgir frelsan frá dómi og glatan, hon loysir eitt menniskja frá tí syndalívi tað er bundi at. Hon gevur einum menniskja ævigt lív og Tann Heilaga Anda.

 

 Tað er ikki givin nakar stórri boðskapur millum menniskju enn hesin!

 

 Men tað sýnist, sum um tey flestu menniskju hóast alt ikki eru greið yvir, at henda gávan liggur tilreiðar til tey. Tá hugsa vit ikki uppá tey mongu, sum ikki brýggja seg um, at hoyra um hana. Men vit hugsa uppá tey, sum strevast og stríðast við seg sjálvan fyri at koma í samfelag við Gud.

 

Tá tað er blivi álvara fyri tey, at tey eiga at umvenda seg til Gud, trúgva tey, at umvendilsi botnar í øllum møguligum avbjóðingum fyri at toknast honum.

 

Tey taka so inniliga feil!

 

Tað æviga lívið liggur tilreiðar fyri okkum í Guds ósigandi gávu til okkara – tann gávan, sum eitur Jesus Kristus! Halleluja!

 

Sunnudagur 21.11.2010

 

Hann kemur ongantíð ov seint


Jesus kemur ongantíð ov seint. Heldur ikki har, sum  tað sær út, sum so var.


Hugsa tær, at tú stendur har sum vitni til eina álvarsama ferðsluvanlukku. Tú sannar, at ein av teimum í við vóru er álvarsliga løstað.

Tað er ringt eftir hjálp. Ambulansin skuldi verði ávegis. Hon kemur bert ikki framm. Lívið fjarar spakuliga men sikkurt út hjá tí løstaða.

Tú stendur magtasleysur og hyggur at, at lívið verður avloyst av deyðanum, áðrenn hjálpin kemur framm.

Á hendan hátt upplivdu tvey systkin tað fyri mongum árum síðani. Bróður teirra var álvarsliga sjúkur. Tað var áðrenn ambulansunar vóru til. Men tey høvdu ein vin!

Mong søgdu um hann, at hann var sonur Guds. Hann hevði grøtt mangar sjúkur, sum menniskju høvdu at dragast við. Tí sendu tey boð eftir honum, við orðunum um, at vinur tín er sjúkur.

So stendur tað ein so undurfull frásøgn í Bíbliuni: “Tá ið hann nú hevði hoyrt, at hann var sjúkur, varð hann tó enn verandi tveir dagar á tí staði, har sum hann var.”(Jóh 11,6)  Men tá Jesus kom hagar, tá var Lazarus deyður og grivin.

Kom hann ov seint? Nei! Hann vísti seg sterkari enn deyðin. Hann kendi ein útveg, sjálvt har vónloysi var størst. Menniskju komu til trúgv á Jesus hendan dagin.

 

Hin sami

Jesus er hin sami í dag. Hann kemur ikki ov seint.  Heldur ikki har, sum vit meina, at hann átti at skunda sær. Jesus veit hvat hann gerð, tá hann letur bíða við at geva svar.

Hann vil, at vit skulu trúgva honum, sum tann hann er, nevneliga sonur Guds. Hann vil gerða okkum úthaldin  og gera okkum avhengi av honum.

Hann vil ikki, at vit skulu byggja okkara trúgv á stórar upplivingar, men bert á Hansara orð.

Men hóast hvørja støðu vit eru í, so mugu vit gerða eins og Marta og Maria gjørdu. Tær vendu sær til Jesus vi teirra trupuleika.

Tá trupuleikin er givin yvur til Jesus, so tekur hann hond um trupuleikan. So kemur svari til hansara tíð - og á hansara hátt. Men hann kemur ongantíð ov seint.

Frásøgan stendur í Jóhs. 11, har hvør og ein, sum trýr á Jesus fær hesi herligu orðini frá honum: “Eg eri uppreisnin og lívið; tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr.”  (Jóh 11,25)

Hóast deyðin kemur til okkara, so er Jesus ikki komin ov seint.

 

Hin sami Jesus livir enn,

kann somu undur gera.

Hann mettar kvinnur, børn og menn.

Vit honum tøkk frambera.

 

Leygardagur 20.11.2010

 

Elskaðu tit! Undrist ikki á tann eldin, sum er komin millum tykkara til roynslu tykkara, sum at tykkum hendi nakað undarligt…(1.Pæt. 4, 12)

Blíva vit ikki roynd, so eiga vit í ræslu at spyrja okkum sjálv um vit koma so lítið saman um Guds ríkis søk, at Gud heldur okkum so lítið verd, at tað nítist ikki roynslur. ”Og allir, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi, skulu verða atsøktir.” (2. Tim. 3, 12)  Pætur skrivar: ”…tit hava lut í líðingum Krists, fyri at tit eisini kunnu gleðast og fegnast við hansara dýrdar opinbering…” (2.Tim. 4, 13)  Og hann skrivar í v/4, ”…og tess vegna undrast teir á, at tit ikki leypa við teimum út í hitt sama skammloysis díkið, og teir spotta.” Vit vita av royndum, at tann, ið ikki vil vera við til verðsins larm fær at hoyra fyri tað. At vera happaður kann verða tungt mangan, og ein kann eisini bukka undir av teimum líðingum, sum happing nú eina fer er. Tað kann kosta nógv fyri tann í hugsar ørvísi enn fleirtalið. Mong, ið liva sítt lív í stillføri, føla kanska ikki, at tað kostar nakað at vera ein kristin. Men øll, ið standa á Bíbliunar grundvølli, og vilja liva eftir henni tolir verðin ikki. Og tey koma at fáa mótgongdina at føla.

Verðin drap Jesus, tí ljósi frá honum var for bjart, og teirra egna samvitska fekk tað ringt. Hvat var tá lættast, at drepa Jesus, ella at broyta teirra lív? Tey valdu at drepa Jesus! Jesus segði, at eins og verðin hevði staði honum ímóti á sama hátt vildi tað ganga hansara eftirfylgjarum. Mugu vit tá fáa mót til at vera við, har Jesu-navni lýsir og vil verða æra og elska, hvat tað so enn kostar. Tess nærri vit fylgja Jesus, tess meira háðan og spottan. Men uttan krossin, eingin krúna.

 

 

Týsdagur 02.11.2010

 

Kristus í holdi

 

...tað gjørdi Guð, við tað at hann sendi sín egna son í líki av syndigum holdi og fyri syndarinnar skuld og dómfeldi syndina í holdinum. Róm 8,3)

Í hesum ørindi eiga vit at hefta okkum við tvey ting.

Fyri tað fyrsta stendur tað, at Gud fór til verka. Gud gjørdi naka - naka avgerandi. Gud tók eina avgerð, at tíðin var komin til at lata allar profetienar í GT. ganga út. Nú var bíðitíðin at enda komin.

Tá vit hugsa um barni í krubbuni í Betlahem, so eiga vit at vita, at her liggur nógv aftanfyri. Tí Bíblian gevur okkum nógv at vita, um hetta barn. Avkom títt og avkom hennara; tað skal morla høvur títt og her liggur avkom Abrahams, sum allur heimurin skal vælsignast vi, og her liggur Dávids sonur, sum eisini er Harri Dávids  ja, her liggur hann sum skal verða kallað undur, ráðgevi, veldigur Guð, ævinnar faðir, friðarhøvdingi. Stutt sagt: Her liggur allur spádómurin um Kristus og her finst øll fylla í tí barni, sum lá í krubbuni. Hvussu torført tað enn er fyri okkara vit og skil at rúma so stórum orðum, so er tað tó Guds verk. Á hendan hátt virkaði Gud fyri at frelsa okkum.

Tað annað, sum vit eiga at leggja til merkis, er, á hvønn hátt Gud uppfyllir síni lyftir: “við tað at hann sendi sín egna son í líki av syndigum holdi”. Tað stendur ikki, at Guds sonur føddist, men at Gud sendi  hann - og hesin munur er av stórum tídningi. Barni í krubbuni er ikki bert eitt serstakt gudlýðin ondsborði barn, sum Gud nú  velur at kalla sítt barn, nei, Skriftin er  heilt greið á hesum øki: Barni er Guds sonur frá ævinleika av!

Tí kann apostulin Jóhannes siga frá um Orði, sum “var í fyrstuni hjá Guði. v3 Allir lutir eru vorðnir til við tí, og uttan tað varð einki til av tí, sum til er vorðið.” (Jóh 1,2 - 3)  Ja, Orði var Gud sjálvur, men nú hendi tað, at “orðið varð hold og tók búgv okkara millum, og vit skoðaðu dýrd hansara, dýrd, sum einborin sonur hevur frá faðir sínum, fulla av náði og sannleika.”  (Jóh 1,14)

Skriftin sigur somuleiðis, at tað skal koma ein stórur kongur frá Betlehem,  “frá tær skal tó koma hann, sum høvdingi skal vera yvir Ísrael; frá forðum er upphav hans, frá ævinleikans døgum.”(Mika 5,1)  Hesin høvdingi er Jesus Kristus, hann, sum frá tíðarinar morgun hevur verði saman við Faðirinum.

Tað er, hvat, ið liggur í hesum undurfulla boðskapi, at Gud sendi son sín. Sonurin var til frammanundan, men nú var tíðin komin til at senda hann til jærðar sum frelsari okkara. Jesus sjálvur váttar hetta, tá hann stutt fyri deyða sín bað: “og ger tú nú meg dýrmettan, faðir, hjá tær við teirri dýrd, sum eg hevði hjá tær, áðrenn heimurin var til.”  (Jóh 17,5), og hann sigur eisini:  “Eg eri gingin út frá faðirinum og eri komin í heimin; eg fari úr heiminum aftur og fari til faðirin.”  (Jóh 16,28)

 

Leygardagur 30.10.2010

Veit mær aftur gleði um frelsu tína. Sálma  51, 14

 

Gleðin yvir frelsuna í Kristusi er tann stórsta, reinasta og mest ektaða gleði, vit kunnu koma at uppliva. Eingin onnur gleði kann metast við frelsugleðina, tí eingin gleði kemur henni nær. Men frelsugleðin er sárbar og eym. Hon kann lættliga blíva órógva ella blíva heilt burtur.

Tá Dávid biður Harran av nýggjum at gleða hann við síni frelsu, so sigur tað okkum, at hann hevði mist frelsugleðina.

Frelsugleðin er ein av Andans fruktum. Um vit gera Guds Anda sorg, so missa vit her og nú gleðina. Syndin er fíggindi hjá gleðini. Bert ein lítil synd kann útihýsa gleðis andan í okkum. Og blívir tað ikki gjørt upp sum skjótast, so vil tað verða ein stórur meinbogi fyri gleðina.

Frelsisgleðin kann bert halda, um vit liva í ljósinum. Vit eiga tí dagliga at rannsaka okkum yvir fyri Harranum. Dagliga eiga vit at koma fram fyri hann við okkara syndum, og biða hann um at fáa hana ella tær fyrigivnar.

Dávid hevði syndað móti Gudi, og beinanveg var gleðin vekk. Hann visti gott, at treytirnar fyri fornýggjan av frelsugleðini, var eitt reint hjarta. Tí bað hann: ”Skapa, Guð, mær hjarta reint, gev mær av nýggjum fastan anda mær í brósti!” v/12 í s.kap.

Gud bønhoyrdi Dávid, og gav honum bæði eitt reint hjarta, eina javna ond og fornýggjaða frelsugleði. Hann bleiv ikki vrakaður, og Gud tók ikki sín Anda frá honum. Dávid upplivdi eitt heilt ígjøgnum fornýggilsi, tí var hann, sjálvt um hann var fallin frá – maðurin eftir Guds hjarta.

Við til fornýggilsi hoyrir eisini tann dagliga umsorganin fyri sálini. Tað andaliga lívið eigur at fáa føði. Regluligur lesnaður av Guds orði, bøn og samverða við onnur kristin, er ein fyritreyt fyri, at vit regluliga kunnu verða fornýggjaði, og verða før fyri at behalda frelsugleðina.

 

Fríggjadagur 29.10.2010

”Av frelsunnar keldu skulu tit oysa vatn við gleði.” (Jes. 12, 3)

Vit lesa meira um lívsins vatn í Jóhannesar Evangelium, har Jesus talar við tað Sameritansku kvinnuna og sigur: »Um tú kendi Guðs gávu, og hvør tann er, sum sigur við teg: Gev mær at drekka, tá mundi tú biðið hann, og hann hevði givið tær livandi vatn.« (Jóhs. 4, 10) Hesi orðini sigur Jesus við eitt menniskja, sum ikki søkir Gud, eitt menniskja sum enn livir mitt í einum syndalívið og er bundi av synd.

Tað fyrsta, sum Jesus hevur at siga til hetta menniskja er, at Gud hevur eina gávu til hennara, og at henda gávan er Jesus sjálvur.

At blíva ein Kristin er ikki at taka eina avbjóðing, sum tað ofta blívir sagt í dag. Tað er tað mótsatta, tað er at mótttaka eini gávu!

”Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.” (Jóhs. 3, 16)

 

Gud vil, at hesin boðskapur skal rópast út um alla verðina, til øll menniskju. Menniskju skulu vita at Gud hevur eina gávu liggjandi tilreiðar til teirra. Hesa gávu fáa tey. Tað krevst einki av okkum fyri at taka ímóti hesa gávu. Og við hesi gávu fylgir frelsan frá dómi og glatan, hon loysir eitt menniskja frá tí syndalívið tað er bundi at. Hon gevur einum menniskja ævigt lív og Tann Heilaga Anda.

Tað er ikki givin nakar stórri boðskapur millum menniskju enn hesin!

Men tað sínist, sum um tey flestu menniskju alíkaval ikki eru greið yvir, at henda gávan liggur tilreiðar til tey. Tá tonkja vit ikki uppá tey mongu, sum ikki brýggja seg um at hoyra um hana. Men vit tonkja uppá tey, sum strevast og stríðast við seg sjálvan fyri at koma í samfelag við Gud.

Tá tað er blivið álvara fyri tey, at tey eiga at umvenda seg til Gud, trúgva tey at umvendilsi botnar í øllum møguligum avbjóðingum fyri at toknast honum.

Tey taka so innarliga feil!

Tað æviga lívið liggur tilreiðar fyri okkum í Guds ósigandi gávu til okkara – tann gávan, sum eitur Jesus Kristus!

Tak ímóti henni, tá ert tú frelstur!

 

Hósdagur 28.10.2010

»Harri, vit vita ikki, hvar tú fert; hvussu skulu vit tá vita vegin?« (Jóhs. 14, 5)

Nakað líknandi hoyra vit tíðum eisini í dag. Sanneliga hvar er Jesus? Hvar er himmalin? Hvussu kunnu vit koma hartil, har sum Jesus er? Hesir spurningar kunnu koma á imiskan hátt, men felags fyri allar er, at aftanfyri teir er eitt tvivlandi og bangi hjarta, sum ivast um ein á nøkrum sinni kann koma, at náa málinum.

Tá er tað Jesus sjálvur, sum vissar okkum um: ”Eg eri vegurin og sannleikin og lívið!” (Jóhs. 14, 6) Har gevur hann okkum svari uppá hvussu vit koma framm til máli. Jesus sigur ikki, at hann hevur víst okkum vegin, forklára um sannleikan og vitna um lívið. Nei, hann sigur, at hann er tað. Tann, sum hevur Jesus, hevur lívið!

Tann sum hevur Jesus, er á vegnum. Vegurin er livandi sigur Guds orð. Vegurin leiður okkum frammá líka til máli.

Tann sum hevur Jesus, hevur sannleikan. Sannleikin er í honum, tí Jesus er í sannleikin.

Tann sum trýr á Jesus, hevur lívið. Tað æviga lívi er í Jesu persóni, og tá eitt menniskja trýr á Jesus, er hann foreinaður við Jesus. Tí eigur hann sjálvur tað æviga lívið.

Tann sum trýr á Jesus, hevur pláss í himlinum eins og vatndropar hava pláss í havinum.

At hava trúgv á hetta, hevur eina rannsakandi megi í okkara kristinlívið. ”Og ein og hvør, sum hevur hesa vón til hansara, reinsar seg sjálvan, eins og hann er reinur.” (1.Jóhs. 3, 3)

 

Mikudagur 27.10.2010

Tí at uttan meg kunnu tit als einki gera. (Jóhs. 15, 5)

Tað er bert møguleiki at uppnáða eitt ríkt, lukkulit og meiningsfullt lív, um so er at man livir í trúnni á Jesus Kristus. Uttan hann er alt tómt, trist og vónleyst. Einki kann setast inn í staðin fyri Jesus í okkara lívið.

Annars eru tað mong, sum ásanna, at tey hava ikki brúk fyri honum: ”Eg eri frískur, havi eitt gott heim, eitt gott arbeiði. Eg havi góðar vinir og eitt ítriv, íð eg eri glaður fyri, sum nøktar tørvin hjá mær… Hvat skal eg so brúka Gud til? Eg sakni hann jú ikki!”

Tað kann ljóða ógvuliga yvirbevísandi, men tað er ikki sannleikin. Tí manglar Kristus í einum menniskjas lívið, er tað eitt stórt tómrúm, sum má fyllast út. Har Kristus manglar, má eitt menniskja vera fyri uttan tað sum er neyugt: eina ætlan fyri sítt lív! So er ein, eins og eitt skip uttan róður og uttan ankar á einum storm brúsandi havi. So miseydnast tað mesta, og lívið fer tann skeiva vegin.

Gud vildi nakað heilt annað við okkum. Tí hevur hann virka eina seragóða ætlan, sum er tilpassa og ogna tí einkulta menniskjanum. Bert við at finna – og fylgja – hesi ætlan kunnu vit finna  meiningina við okkara lívið. Og fyrst tá kunnu vit liva eitt harmoniskt og ríkt menniskja lív!

Latum okkum ikki billa okkum sjálvum og hvørjum øðrum inn, at tað er ein annar vegur – sum er líka so góður. Hann finst ikki! Jesus hevur rætt tá hann sigur: ”Tí at uttan meg kunnu tit als einki gera.” Slett einki!

Nú rættir hann sínar armar út móti tær og sigur kerliga: Kom til mín. Eg elski teg. Eg havi skapt teg. Eg vil eiga teg. Eg vil, at tú skalt liva í míni nærveru. Eg ynski at vísa tær, hvar vegurin er, so tær ikki nítist at feila í lívinum, og fara fortaptur til síst. Eg vil geva tær styrkið at ganga mín veg. Og um tú snávar, ella fellur, vil eg reisa teg uppaftur og hjálpa tær aftur til gongu. Eg vil framvegis vera við tær! Blýv verandi í mínum kærleika.Soleiðis sigur tann kærleiksríkið Faðir okkara.

Mánadagur 25.10.2010

”Harrin er ljós mítt og frelsa mín, hvønn skal eg óttast? Harrin er lívs míns vernd, hvønn skal eg ræðast?” (Sálma 27, 1)

  Hetta er eitt frímóðugt bekennilsi av Dávidi. Hann veit, at Harrin er hansara ljós, frelsa og vernd, og hvat hann annars treingir til. Tí veit hann, at eingin fíggindi kann oyðuleggja hann. Um teir so royna seg, so veit hann, at teir oyðuleggja seg sjálvan. Hann er í Harrans skjóli! Harrin goymir hann í sínum høli á tí ónda degi, fjalir hann í sínum tjaldi.

 

  Alt hetta er umráðandi hjá einum og hvørjum, sum trýr á Jesus. Tú sum hevur Jesus, kann við somu fríðmóð eins og Dávid, vitna um tryggleikan. Tú kann vitna, at tú er í Harrans skjóli líka so sikkurt, sum hann visti tað.

  Men  eg føli tað ikki soleiðis, sigur tú kanska. Eg føli meg alt annað enn tryggan; eg eri fullur av angist og ótta fyri frammtíðini. Eg havi ikki á nakran hátt verisoliðis, at eg veit, um Harrin vilhjálpa mær.

  Tá kann tað vera nittugt at spyrja: Hvussu føldi Dávid tað, tað ferðina hann avlegði hetta frímóðiga bekennilsi?

 

  Tá var hann mitt í einum andaligum myrkri. Hann var júst í tí støðu, at hann føldi seg forkastaðan av Gudi, og merkti tað, sum tað einastu rættvísu fylgju av síni synd og ótrúskapi. Tað síggja vit, tá vit lesa víðari í sálmanum.

Í hesi tungu støðu lyftir hann eyðunum móti Harranum sjálvum og vitnar við frímóð, ikki út frá sínum kenslum, men út frá Harranum sjálvum og hansara trúfesti: ”Harrin er ljós mítt og frelsa mín! Harrin er lívs míns vernd!”

  Fest tú eisini tíni eygu á Jesus!

 

  Títt fríðmóð skal ikki vera í tínum kenslum, og tað sum tú sært hjá tær sjálvum. Men í honum, sum hevur tikið burtur tínar syndir og sum í sannleikanum er títt ljós, tín frelsa og tín vernd.

Sunnudagur 24.10.2010

Heit so á meg á neyðar degi. Eg skal bjarga tær, og tú skal lova mær. Sálma 50,15.

 

Hvør dagur er á ein hátt ein "Neyðar dagur!" Ofta eru vit ikki greið yvir hvørjum vanda og neyð vit eru stødd í, men Harrin sær tað, og so sigur hann: "Eg vil bjarga tær." Um tað er nakað alvorligt ella innvikla, ella tað er okkurt minni ting, sum vit ikki magta heilt "Eg vil bjarga tær!" Kann tú verða tryggari, og er tað ikki gott at vita: Gud vil bjarga tær.  Men vit mugu vera heilt fyrireikaði uppá, at lata hann gera tað, og ikki fyrst royna at finna uppá aðrar loysnir. Hvussu ofta hava vit ikki roynt fyrst at kontakta onnur menniskju og biði um hjálp, men tey kundu ikki hjálpa, tey stóðu maktaleys. Og tey vælmeintu orðini "eg forstandi teg" var eingin hjálp, tað loysir ikki trupuleikan. Hví ikki fara tann beinleiðis vegin til Gud, og biðja hann um at grípa inn og bjarga okkum, tá vit so ofta hava sannað, at alt annað hevur miseydnast. Nær fáa vit lært at søkja fyrst inn til Jesus, so skjótt vit møta nøkrum vit ikki megna. Og hvat kunnu vit klára  uttan  hann.

Men nú hava vit fingið loyvi at rópa á Harran, tað vil siga, biðja um hjálp. Tað nýtist ikki at vera ein long vælformulerað bøn, Gud hoyrir ikki bønina, av tí tað eru nógv og vøkur orð. Eitt sukk er nokk, at nevna Jesunavnið er nokk, Gud hyggur at hjartanum. "Neyðar dagin" kennir hann, og á hvønn hátt, av allari tí hjálp vit treingja til, tað veit hann alt um.

Hóast alt væntar hann at vit rópa á hann, vísa honum álit, og koma til hansara í trúgv.

Harrin vónar  at vit koma til hansara við øllum, sum hendir í okkara lívi.

Tá Harrin hevur hoyrt okkara neyðarróp, og hevur bjargað okkum, sum hann lovar, mugu vit ikki  gloyma at prísa honum. Tað væntar hann av okkum.

"Og tú skal æra, og prísa mær."  Amen.

            Verdur at æra og verdur at   lova     og verdur at prísa er hann.

 

Leygardagur 23.10.2010

Við at venda við og vera kvirr skulu tit verða frelst; í tolinmóði og troysti skal styrki tykkara vera. Jesaja 30, 15

 

  Hetta er tann ræðandi sannleikin, at mong menniskju eru fullkomuliga líkaglað við Kristus, og alt tað hann hevur vunnið til teirra. Hesi menniskju vilja av røttum møta Guds dómi!

  Men tað eru eisini menniskju, sum hava møtt Guds lóg og eru blivin yvirbevíst um teirra synd og skuld. Tey ynskja at venda aftur til Gud, men tey tora ikki at royna, tí tey eru so ófullkomin. Hetta versið er serliga til tín, sum hevur tað á henda hátt!

  Tað er ikki at undrast á, at lógin og tín samvitska í felag døma teg sekan, tí synd hevur tú sanniliga nokk av. Tú ert ikki í standi til at liva, sum tú eigur, tú kanst ikki eingang angra, biða, elska ella stríðast, sum tú eigur. Í staðin viðurkennur tú, at tað manglar alt hettar, sum lógin krevur – og tað, sum hon forbjóðar, hevur tú í yvirflóð av! Jú, tú ert sanniliga sekur.

 

Men hoyr nú, hvat evangeliið hevur at siga tær: Øll tín skuld bleiv borðin av Kristusi, ”tí hann, keypti okkum undan banning lógarinnar, við tað at hann varð banning fyri okkum”. (Gal. 3, 13) Er hetter ikki nokk? Tí fordømir Gud Faðirin teg heldur ikki, tí hann er fult út foreintur við Jesusar verk. Sonurin fordømir teg heldur ikki, men bjóðar tær harafturímóti at finna hvílu hjá sær:  ”Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu.” (Matt. 11, 28)  Og Andin fordømir teg heldur ikki, tí hansara opinbering er júst at leiða teg til sonin.

 

  Ein og hvør forðan um at venda tær til Gud, skyldast tí tíni vantrúgv – djevulsins freisting og títt egna hjartað, sum helst vil halda seg burtur frá Gudi. Tað er henda vantrúgv, sum vil yvirbevísa teg um, at Gud vil avvísa teg, tí tú ert so ófullkomin. Men tað er ikki sannleikin! Bið Gud um at geva tær trúgv, og bið áhaldandi, inntil hann gevur tær vissuna um, at Kristi gerningur fyri teg er nokk til tína frelsu! Tí tað er kristin trúgv – frelsandi trúgv: At tú ikki bert hevur hoyrt um Jesus Kristus, og kennir søguna um, hvat hann hevur gjørt; men at tað í veruleikanum er títt hjartans einasta troyst og vón.

  Nøkur kristin hava slíka trúgv, men leingjast eftir teimum góðu lívsjáttandi kenslum, sum tey høvdu, tá tey vóru nýggj í trúnni. Til hetta má tað sigast, at Skriftin ikki talar um at hava tær røttu kenslurnar, men bert talar um at trúgva á Guds orð, trúgva á Jesus Kristus – sjálvt tá tú saknar kenslurnar, kanska eina mest tá.

 

  Fyri at liva av hesi kraft í orðinum, er tað altavgerandi, at vit taka hesi orð til okkum, sum siga, at vit skulu halda okkum kvirr fyri at finna frelsuna. Vit eiga ikki støðugt at farta runt og sóknast at gera bæði tað eina og annað; nei, vit eiga at finna kvirruna fyri at festa eyguni á tann krossfestað, so evangeliið kann treingja inn í okkum fyri at upphita okkara kalda hjarta. Tí trúgvin kemur av tí, sum hoyrist!

 

Fríggjadagur 22.10.2010

  Hann eigur at vaksa, men eg at minka. Jóhs. 3, 30

 

Tá menniskjaflokkurin fór frá Jóhannes doyparinum fyri at fylgja Jesusi, visti Jóhannes, at tíðin var komin, har Jesus var miðpunktið, og at hann skuldi fara til síðis fyri honum. Jóhannes hugsaði eins og ein umsjónarmaður. Arbeiðið hjá einum umsjónarmanni er, at taka hond um tað, sum eigarmaðurin eigur, til eigarmaðurin kemur aftur og tekur sær av sínum. Jóhannes visti, at tann flokkur, sum nú fór frá honum, ikki á nøkrum sinni hevði verið hansara. Gud hevði simpulthen givið tey í hansara umsorgan fyri eina tíð. Fyri Jóhannes var støðan heilt greið. Jóhannesar fatan av at vera umsjónarmaður, var heilt greið. Og at vita hvør hann var, var Jóhannesar byrjan til at síggja hvør hann var. Og hvat var hann? Ein umsjónarmaður! Og hann royndi heldur ikki at vera nakað út yvir tað.

Nær eydnast tað fyri okkum eins og Gud vil tað? Tað ger tað, tá onnur lurta eftir okkum, men fylgja Jesusi. Tað ger tað, tá menniskju fáa eyga á nakað gott í okkum, sum fær tey at fáa meira kærleika til Jesus. Bert tá tað hendir, og vit merkja, at vit ikki hava mist nakað í hesum útviklingi, so kunnu vit av sonnum siga: “Faðir, eg havi gjørt tað, ið tú hevur kalla meg til at gera”.

Týsdagur 19.10.2010

Tí at hann bjargar tí fátæka, ið rópar eftir hjálp, arminganum og honum, ið ongan góðan hevur. Sálma 72, 12

 

Gud hevur eina serliga umsorgan fyri teimum fátaku og vánaligu menniskjunum. Tey, ið ikki eru høgt í metum millum manna. At vera fátakur, og enntá meira enn tað, at vera vánaligur, ljóðar ikki gott í menniskjaoyrum. Men í Guds orði eru slík myndin uppá fyrijáttan og lyftir, sum eingin annar fær.

Tann stóri hurlivasin vit menniskju liva í, er at ríkidømi, æra, makt og ávirkan skapar lukku og lívsinnihald. Í veruleikanum er tað stikk mótsett. Jú størri ríkidømi, tess meira bekymringar og ónøgdsemi. Tess meira eitt menniskja fylgir sínum egnu lystum, tess meira ólukkuligt og slavubundið verður tað. Harrin hevur heldur ikki givið nakað lyfti til tey, sum eru rík og máttug.

” Høvdingar hevur hann rindað úr hásætum niður og sett lítilsverd hátt. Svong hevur hann mettað við góðum gávum, og rík rikið burtur við tómum hondum.”     (Luk. 1, 52 – 53)

Jesus kom ikki at frelsa tey rættvísu, men syndarar. Tey frísku hava ikki brúk fyri lækna, men tey sum hava ilt, sigur hann.

Tá Harrin tekur sær av einum menniskja, fyri at gera nakað við tað og hjálpa tí, so kann tað sýnast løgið hvussu hann handlar, sæð frá einum menniskjaligum sýnsvinkli. Viðhvørt kann tað síggja út, sum um Harrin fer grúsamt fram móti sínum tænara, fyri at tala á menniskjaligan hátt um stór ting, sum vit sjálvdan skilja nógv av.

Tá Harrin vil styrkja eitt menniskja, ger hann tað veikt. Tá hann vil hjálpa einum menniskja, ger hann tað hjálparleyst. Tá hann vil geva, ger hann tað fátækt. Tá hann vil gera livandi, doyr hann. Tá hann virkuliga vil brúka eitt menniskja til eina serskilta uppgávu í sínum ríki, ger hann tað fullstendiga ónýtuligt.

Móses mátti fyrst verða hiri í 40 ár og missa eina og hvørja trúgv á, at hann kundi gera nakað fyri sítt fólk, áðrenn Harrin kundi kalla hann og nýta hann til at útfría tey frá Egyptum, og umsita tað stóru Harrans opinbering til tey.

Tí er tað ikki so løgi hóast alt, og slett ikki meiningsleyst, um Harrin hevur handlað annarleiðis við tær, sum svar uppá tína bønir, enn tað tú hugsaði tá tú bað.

Á tann hátt hevur tú júst fingið tað tú bað um.

 

Mánadagur 18.10.2010

Men Jesus kallaði lærusveinar sínar til sín og segði: »Mær tykir hjartaliga synd í hesi mannamúgvu, tí at longu í tríggjar dagar hava tey nú dvølt her hjá mær, og einki hava tey at eta. Og lata tey fara fastandi avstað frá mær, vil eg ikki, fyri at tey ikki skulu fáa maktarloysi á veginum.« Matt. 15, 32

 

Hvussu kann Gud gloyma tað hann hevur skapað? Nei ikki eitt tað einasta menniskja er gloyimt av Gudi! Tá vit hugsa okkum allar tær milliardir av menniskjum, ið liva á jørðuni, kann hann so minnast til mín. Og havi eg nakran tídning fyri Hann.

Á henda hátt hugsa vit. Men Gud hugsar annarleiðis. Fyri honum er hvør sál dýrabar. Tá Jesus kallar lærusveinanar til sín og sigur við teir um, at fólki er svangt, hvat hugs vit so um. Jú hansara faðirhjarta er við fólkinum. Gott hevði tað veri meðan hann hevði metta sálir teirra, men nú bleiv tíðin so long og tann likamligi tørvurin setti inn. Harrin vildi ikki, at tey fingu maktasloysi á veg heim. Og meðan vit eru ávegis heim, ja, so treingja vit føði bæði til likams og sálar. Hvat hevur Harrin so kalla teg til at gerða fyri seg.

Hvat tað so enn er, og falli okkum í lut at gera, so lat okkum vera rík í Harrans gerningi. Gud lovar, at tað ikki skal vera til einkis

Tað er ríkidømi at kunna bera eini boð til onnur menniskju. Einahelst um tað bert er mann og mann ímillum og hjálpa vikomand eitt strekki á vegnum. Tað er ríkidømi, at standa saman við trúgvandi menniskjum, um tær uppgávur sum eru til at loysa saman. Og tað er ríkidømi í tænastuni, at síggja Guds stórleika og at hann stendur við sítt orð, og uppfyllir síni lyftir. Tað er ríkt, at síggja Gud vælsigna arbeiði.

Tænastan fyri Gud, vil geva okkum byrðar at bera, og tíðum vil tað vera tungt. Men gleðin og takksemi yvir at fáa loyvi at verða við, og  at vera brúgtur, vil altíð skína bjartari enn nakað annað.

 

Sunnudagur 17.10.2010

Tolið hjarta er lív fyri likamið, men bráðræsi er rot í beinum. (O.Sám. 14, 30)

Kristin menniskju vita, at tað er skeift at missunna menniskjum teirra kor, men alíkava hevur okkara samfela eina ørgrynnu av málistokkum. Vit stríðast fyri ikki at vera taparir, tá vit samanbera okkum viðurskiftir við onnur. Og eru vit rakt av einari ólukku, ja, so søkja vit skjól har, hvar okkara heiðursmerki skínir bjartast.

Pætur hevði sama trupuleika. Jesus hevði júst sagt fyri honum  at hann skuldi líða martyrdeyðan, men tað var ikki sagt eitt orð um Jóhannnes. Tá Pætur umhugsaði støðuna, kom hann óiva til tað úrslit, at Jóhannes vildi fáa eina betri lagnu. »Harri, men hvussu verður við hesum?« (Jóhs.21, 20) kom tað frá Pætur.

Jesusar svar kom vist sum eitt yvirraskilsi. Eingin umbering, sum Pætur helst trongdi til, einki pláss til sjálvseymkan. Jesus segði: »Um eg vil, at hann skal verða verandi, til eg komi, hvat er so tær um tað? Fylg tú mær!« (Jóhs. 21, 22) Tað sum eg ætli við Jóhannes kemur tær ikki við. Lat verða við, at hyggja uppá hann ”hygg uppá meg” Hørð orð til ein mann, sum var ávegis til martyrdeyðan. Men Harrin visti, hvussu oyeleggjandi tað er, at stríðast móti hvørjum øðrum.

Tá møði og trongdir eru við at taka  valdi hjá tær, so legg tað alt samla í Jesusar sterku hond: Kastið alla sorg tykkara á hann; tí at hann hevur umsorgan fyri tykkum. (1.Pæt. 5, 7)

Fríggjadagur 15.10.2010

…Bíða eftir Guði, tí aftur enn skal eg honum lova, ásjónar frelsu mínar og mínum Guði! (Sál. 43, 5)

Vit kunnu prísa Gudi við okkara lovsangi, og við okkara persónliga vitnisburði í eini samkomu. Tað eiga vit at gerða, og tað eiga vit eisini at halda á við. Tað er altíð gott, at kunna lovprísa Gudi.

Men tað er eisini nakað sum eitur still lovprísan. Tað er ikki bert millum manna við jubel og lovsangi, at Harrin kann lovprísast. Tað kann eisini gerðast í kvirruni.

Frugtin skal vísa seg í gerandisdegnum í einum heilagum, kerligum, miskunsomun, ofrandi og sjálvavnoktandi lívið. Men frugtin er naka annað og meira enn okkara andaliga vissa og erfaring. Tað er sjálvt forholdi til Jesus. Hann leitar nemliga eftir okkara fyrsta kærleika í okkara lívið, hvat einki var meira neyðugt at vita, hvat Gud meinti um okkum. Hvar syndin ikki var nakað líkamikið, men okkara dagliga pína, og har Kristi krossur var ogkkara besta griðpláss.

Vit nítast ikki at ivast í, hvat tað nýggja lívs frugtirnar eru. Bíblian sigur, at tað er kærleiki, gleði, friður, langmóð, mildleiki, góðvild, trúfesti, o.s fr. Tá vit tosa um Andans frugtir, teinkja vit sum regul um tað syndarliga úrslit, men Jesus hyggur fyrst og fremst inn í okkara hjørtu. Hjarta forholdi til hansara er tað avgerandi. Og skuldi títt hjarta forhold til Jesus veri kølna, so minst til, at vegurin aftur er fram. Vegurin aftur til upprerð og bót er vegurin fram til eitt endurníggja samban, við tann fyrsta kærleikan.

Hósdagur 14.10.2010

  Guð í umbæri sínum hevði umborið tær syndir, sum fyrr vóru gjørdar, fyri at sýna rættlæti sítt í teirri tíð, sum nú er, til tess at hann kundi vera rættvísur og rættvísgera tann, sum hevur trúgv á Jesus. Rom. 3, 26

 

  Bíblian sigur, at øll menniskju hava synda. Tað er eingin munur á syndarum. Øll eru vit syndarar og vanta Guds heiður.

  Tí eiga vit øll, at koma á sama hátt: tey ríku og tey fátaku, kongar eins væl og biddarar, hvít og svørt – tey mugu øll koma sum syndarar.

  Sjálvur syndaspurningurin er fyri altíð avgjørdur av Gudi. Men frelsan fyri hvønn einkulta, ella glatan, er treyta av, tí eina spurninginum: ”Hvat hevur tú gjørt við Jesus Kristus?”

  Tú kann vera tann vánaligasti, lagsti, mest forhataði, drukkinboltur, spottandi syndari og lógbrótari. Tú kanst verða herdur av synd, bedriðin av djevlinum og kenna, at tú ert tann vánaligasti skabningur í allari verðini. Men tá tú í trúgv søkir Jesus og tekur ímóti honum, sum tínum persónliga frelsara, blývir tú beinleiðis gjørdur til eitt Guds barn. Alt títt fyrra lív blývur ústrika fyri ævigir. Tú blývir rættvísgjørdur!

  Er tað ikki for gott, at vera sannleikið? Ja, at forstanda tað, tað eru vit ikki før fyri. Tí Gud hevur bundi seg við sínum lyftum. Og tá hann altíð er rættvísur, heldur hann eisini síni orð. Tað er júst tað, hesi orð vilja siga við okkum. ”Hann kundi vera rættvísur og rættvísgera tann, sum hevur trúgv á Jesus.” Tað krevst ikki av tær, at tú skalt vísa góðar gerningar ella eitt vakurt lív.

  Góðvild menniskjuna kann ikki frelsa. Tað einasta vit kunnu gerða, er, at vit í trúgv flýggja til Jesus. Har hann forloysir okkum. Hann hevur goldið endurgjald fyri okkum. Alt tað, Gud krevur at okkum, fyri at góðtaka okkum hevur Jesus givið okkum, við at doyggja í okkara stað. Syndin er tikin frá okkum, og tilrokna rættvísina uttan gerningar, tí: ”Hann rættvísgerð tann, sum hevur trúgv á Jesus.”……Amen……                 

Leygardagur 09.10.2010

 

Men tey, sum nú spjødd vóru umkring, fóru víða hvar og boðaðu orð gleðiboðskaparins. Men Filippus kom tá oman í bygdina í Sámáriu og prædikaði Krist fyri teimum.  Og har varð stór gleði í teirri bygdini. (Aps. 8, 4 - 5 & 8)

Mong meintu óiva, at Jesus tók munnin ov fullan, tá  hann kallaði apostlanar til at fara út at boða evangeliee: “Men tit skulu fáa kraft, tá ið heilagur andi kemur yvir tykkum, og tit skulu verða vitni míni bæði í Jerúsalem og í allari Júdeu og Sámáriu og líka til ytstu endamark á jørðini.” (Áps 1,8)

Og her møta vit apostlinum Filip í Samaria. Tann langa reisan var byrja. Marki bleiv útvíða. Samaritanarinir vóru tað fyrsta fólkið uttan fyri Ísrael, sum fingu evangeelie boða. Og í tíðini eftir tað bleiv boðskapurin um Jesus boðaður frá landi til lands. Jesus hevði ikki tikið munnin ov fullan. Sum apostul, so reisti Filip alla tíðina til nýggj pláss við evangelieenum. Vegurin var lagdur út fyri hann, av Anda Guds. Andin hevði yvirlit.

Fyrst bleiv Filip kallaður til Samariu. Mitt í vekingini har, so bleiv hann kallaður út á tann oyðna vegin millum Jerusalem og Gaza. Har møtti hann tíð etiopiska hovmanninum og leiddi hann til Jesus. Og har frá flutti Andin Filip upp og leiddi hann til Ashdod og víðari gjøgnum mangar býðir við Miðalhavsstrondina og heilt upp til Cesarea.

Tað er eitt langt lop frá Filip og til okkum í dag, men hóast tað, so hevur frásøgnin okkurt at siga okkum um,  hvussu Andin leiðir. Vit kunnu mangan verða í iva um, hvønn vit skulu fara til við evangelieenum. Gud hevur tveir hættir at leiða sínar tænarar. Við Orðinum og Andanum. Jesus hevði kalla teir til Samaria. Tí vistu teir, at teir skuldu hagar. Og Andin staðfesti Orði. Á sama hátt er Orði og Andin eisini okkara leiðarstjørna og fyridømi.

Gud hevur lagt ein veg út fyri teg. Hann hevur givið tær Orði og Andan sum vegvísara. Hann leiðit teg til títt Samaria. Tá tú livur í Orðinum og fyltua av Andanum, so sær tú leiðina, tú skalt ganga vi evangelieenum.


Andi Guds, kom nú við náði,

gev tú okkum lív og ljós,

máttur tín í okkum ráði,

gev oss rætta himlakós.

Lívsins orð tú okkum greiðir,

leið tú tað í hjarta inn,

kenna lat oss tað, og leiði

tú tín eld í sál og sinn!

MS. 3, 1

 

Fríggjadagur 08.10.2010

 

...uggið tey mótlítlu, hjálpið teimum veiku, havið tol við øll!  (1 Tess 5,14)

Ger naka fyri tey, sum hava tað tungt og hava brúk fyri hjálp!

Men tað er júst tað, ið eg ikki kann. Eg duge ikki til tað! Tú fert skeivur. Tú kanst gerða nógv meira, enn tú hugsar. Tú kanst í øllum førum biða fyri teimum mótleysu og veiku. Gang biðandi veg tín gjøgnum heimin, og tað vil grógva í fótafetum tínum - allan vegin!

Um tú skalt blíva til gleði og vælsignilsi fyri tín umgevilsir, so mást tú biða Gud um hjálp til at hjálpa. Alt, ið tær nítist fyri at hjáðlpa øðrum, tað mást tú fáa frá Gudi. Tú mást seta  teg inn í teirra trupuleikar og finna útav hvat grundin er til teirra motloysi og veikleika.

At hjálpa øðrum tekur nógva tíð og kærleika og framm úm alt kristni tolni. Fer efti fer vilt tú halda, at tað miseydnast fyri teg. Tað hendir jú eingin broyting. Tey vilja ikki taka ímóti hjálpini. Tað er nyttuleyst. Men á hendan hátt mást tú ikki hugsa. Tað, sum blívur gjørt í Jesu navni fyri at hjálpa neystøddum og líðandi menniskjum, er á ongum sinni til fánýtis! “Takið tí hvør annan at sær, líkasum eisini Kristus tók tykkum at sær til Guðs æru.”(Róm 15,7)

Jesus tekur sær av okkum allan dagin. Gjørdi hann ikki tað, so vildu vit verði slept uppá fjall. So stóran tídning hevur tað! Tí hava vit eisini skildu til, at taka okkam av okkara næsta, sum liggur særdur og er við at bløða burtur. Lat okkum ikki ganga forbíð, eins og presturin og levittin, men stegga á og hjálpa, eins og tann miskunsami samariubúgvin gjørdi.

Tú vilt mangan møta troyttum og mótleysum menniskjum. Tak tær av teimum! Bíða ikki, til tey byrja at oysa av teirra hjarta fyri tær, tað er mangan svárt fyri tey. Sig nøkur uggandi orð til teirra.

Sig teimum um Jesus, ið bert kann troysta og hjálpa og sum elskar og hóast okkara tørvir og veikleikar. Møt teimum við forstáilsi og kærleika og við Jesu sinnalag. Tað er jú á hendan hátt, tú sjálvur hevur brúk fyri at blíva møttur av øðrum.

 

Hósdagur 07.10.2010

 

Tí helt eg meg sjálvan heldur ikki verdan at koma til tín; men sig tað við einum orði, so verður drongur mín frískur.  (Luk . 7, 7 )

 Herhøvdingin við tí sjúka dronginnum hevði bert hoyrt um Jesus. Tíð er tað undrunarvert, at hansara álit var so djúpt og sterkt. Jesus undraðist beileiðis um tað og sigur: “Ikki í sjálvum Ísrael havi eg funnið so mikla trúgv.”  (Luk. 7, 9)

Tann rómverski  herhøvdingin hevði biði Jesus koma at bjarga lívinum hjá húskallinum. Men tá Jesus kom nærri heimi hansara, tá kendi hermaðurin á sær, at hann var for vánaligur og óverdugur til, at taka ímóti honum. Hann vildi veri nøgdur um hann bert fekk eitt orð, “so verður drongur mín frískur.”  Og eitt orð av Jesusar munni var veruliga nokk. Tann sjúki drongurin, sum í royn og veru lá fyri deyðanum, bleiv í stundini grøddu.

Tað er trúðarstyrkjandi at hoyra hesa frásøgn. Jesus Kristus er tann sami í dag, eins og tá og hansara orð hava sama undurfulla virkning í dag eins og tá. Eitt orð frá honum kann í stundini umbroyta sorg til gleði, stríð við frið, angist og órógv til tryggleika og hvílu og sjúku til góða heilsu. Eitt orð frá honum kann broyta ein glataðan syndara til ein náaðan  frelstan himmalborgara. So frálikt og virkið er Harrans orð.

Bíblian sigur okkum, at trúgvin kemur av tí, sum hoyrist, og tað, sum hoyrist, kemur í kraft av orði Krists. Tá hansara orð verða hoyrd og tikin ímóti, so mindar tað trúnna í menniskjanum. Tá Jesus bað stormin leggja seg, so hendi tað. Tá hann talaði til tey deyðu um at standa upp, so stóðu tey upp, og tá hann segði til menniskju: “syndir tína eru tær fyrigivnar”, ja, so vóru tær fyrigivnar og strikaðar út, sum um tær á ongum sinni  høvdu verði til. Hann segði bert eitt orð, so hendi tað!

Jesus kann broyta títt lív og tínar trupuleikar. Hann kann hjálpa tær í eini og hvørju støðu - bert við einum orði.

Vís honum álit. Gev honum æruna.

 

Mikudagur 06.10.2010

 

Hví blíva vit jagstra?


Vit kristnu er  blíð menniskju, ikki? Vit venda hin kjálkan til, hjálpa teimum veiku í samfelagnum og fyrigeva og elska okkara granna. Hví er tað so nøkur, ið ikki dáma okkum?


Jesus sjálvur bleiv krossfestur, og fleiri av hansara apostlum blivu ævrattaðir. Forfylgin hevur verði áhaldandi síðan tá. Og Jesus hevði ávara teir og okkum.
“Um heimurin hatar tykkum, tá vitið, at hann hevur hatað meg undan tykkum. Vóru tit av heiminum, tá hevði heimurin elskað sítt egna. Men av tí at tit ikki eru av heiminum, men eg havi útvalt tykkum úr heiminum, tess vegna hatar heimurin tykkum. Minnist tað orðið, sum eg havi sagt tykkum: Ikki er tænari størri enn harri hansara. Hava teir forfylgt mær, munnu teir eisini forfylgja tykkum; hava teir varðveitt orð mítt, munnu teir eisini varðveita tykkara.”  (Jóh 15, 18 - 20)

Vit verða søkt at, tí Kristus livir í okkum! Tá vit góðu okkara lív yvur til Gud, so ynskir bæði heimurin, kjøti og djevulin at ráma okkum og hindra okkum í at lata ljósi skína í myrkrinum

Og hetta fevnir um bæði okkum Kristnu í Føroyum og um allan heimin. Forfylgin kann koma frá einaræðis statun, muslimskun ekstrimistum, religiøsum nationlistum - ella sum matrialistiska tølandi freisting. Tað andaliga stríði er alfevnandi, og tí biða  kristin í londum har tey verða forfylgd eisini fyri okkum, teirra kristnu brøðrun og systrum í vesturheiminum.

Av tíð, at Gud er í okkum leiðir til forfylging, men samstundis gevur Gud okkum kraft til at elska og biða fyri teimum, ið forfylgja okkum. Kristus í okkum gevur okkum mót til at vælsigna tey, ið fara illa við okkum, geva okkara ognir til tey, ið stjala frá okkum, fyrigeva teimum, ið pína og drepa okkum og hann gevur megi til at standa ímóti heimsins freistingum. Hóast forfylging, so sigra vit við honum, ið elskar okkum. “Atsøktir, men tó ikki uppgivnir; feldir, men tó ikki týndir; altíð berandi deyðing Jesu við okkum í likaminum, fyri at eisini Jesu lív má verða opinberað í likami okkara.”  (2 Kor 4, 9 - 10)

 

Sunnudagur 03.10.2010

 

Men eg sigi tykkum, at menniskjan á dómadegi skal standa til svars fyri hvørjum ógagnsorði, sum hon hevur talað.  (Matt 12,36)

Okkara orð endurspegla okkara innara lív. Hjarta er tann keldan, sum okkara tunga oysir av. Og tað, sum hjarta er fult av, tað rennur yvur av munninum.

Tað álvarsliga er, at okkara tala í stóran mun nervar onnur menniskju. Boðanin í taluni hava kraft og víddin er stór bæði á gott og ónt. Tað fimta boði, ið sigur: “Tú mást ikki sláa í hel” fevnur eisini um okkara talu! Tað er nevneliga møguleiki at sláa í hel við sínum orðum. Ónd orð eru gift í opin sár og kunnu virka deyðelig í sáraðum sálum. Okkara orð eru eins og ørvar, ið verða loystir av. Og tá teir raka, so sára og drepa teir. Baktalan av øðrum menniskjum er naka av tí andstyggeliga, ið menniskjur kunnu fara í holt við. Tað hevur altíð oyðulegjandi virkning, og sum mangan ikki kunnu rættast upp aftur. Tað oyðuleggur vina og familiubond og viðurskifti í meiniheitslívinum.

Tey eru fá, ið kunnu stýra tunguni og lata verða við at siga nakað vánaligt um onnur. Men hvussu kunnu vit verða so ónd, at vit vitandi royna at skaða okkara næsta við okkara orðum? Bíblian talar satt, tá hon sigur: “Og tungan er eldur. Sum ein heimur av órætti er hon millum lima okkara; hon dálkar alt likamið og setir eld á tilverunnar hjól...”(Ják 3,6)

Men okkara tala kann takka verði Gud, eisini brúkast til nakað gott! Hvat er tað ikki vælsigna, at vera saman við menniskjum, sum bert hava gott at bera øðrum. Og um so er, at onkur leggur upp til, at finnast at og baktala, so tiga tey heldur still.

Tað er einki at ivast um, at slík menniskju eru fylt av Jesu kærleika. Í dag minnir Jesus okkum um, at vit koma at standa til svars fyri hvørjum ógagnsorði, sum vit hava tala. Vit hava góðar grundir til, at biða Harran seta vakt um munn okkara, so eingi ókerlig orð blíva tala - hvørki um onnur ella við onnur.

 

 

 

Leygardagur 02.10.2010

 

Jesus kjósar sær Levi til lærusvein


Og eftir hetta fór hann út aftur, og hann sá tá ein tollara, nevndan Levi, sitandi við tollbúðina, og hann segði við hann: »Fylg mær!« Og hann fór frá øllum, stóð upp og fylgdi honum.
(Luk 5,27 - 28)

Jesus ynskti, at teir skuldu reisast og fylgja honum. Hann møtti teimun einsæris. Ein dag var tað Levi. Maðurin frá Nazaret hugdi við kærleika uppá hann og segði róliga: »Fylg mær!« Bert tvey orð, men hygg eftir hvørja ávirkan tey høvdu! Beinavegin reistist Levi upp, og fór frá øllum og fylgdi honum.

Á tann mynduleiki, og tað ræði, ið var í Jesu orðum! Uttan at koma við spurningum um treytir og uttan samráðingar, so yvirgav Levi seg og vígdi sítt lív til at fylgja og í tænastu fyri Frelsaran. So fór Jesus heim til hús við Levi. Familian skuldi verða tey fyrstu, sum fingu lut í tí gleðiligu nýggheit.

Men tað komu eisini nógvir arbeiðsfelagar fyri at síggja, hvat í tað var, ið Levi hevði uppliva. Tað stendur at lesa: “Og tað bar so til, tá ið hann sat til borðs heima við hús, sí, tá komu mangir tollarar og syndarar og settust til borðs saman við Jesusi og lærusveinum hansara.” (Matt 9,10) Tey ótu saman, og hildu veitslu saman. Tann stóra gleðin skuldi sermerkjast og dagurin skuldi verða minneligur.

Seinri mátti Levi ganga gjøgnum sorg og gleði, ósigur og sigur, men alla tíðina í fylgi við Jesusi. Jesus slepti honum ikki uppá fjall. Hann var við Levi alla tíðina, eins og hann hevði lova. “Eg eri við tykkum allar dagar!”

Eisini í dag møtir Jesus menniskjum við sínum kalli. Eins og tá, so kallar hann ein og ein. Averðin um at fylgja Jesusi má takas av hvørjum einstaka. Tað kann ikki gerðast samla. At siga nei til kalli er at vera ólýðin móti honnum, sum kallar.

Eydnusamur er hann, sum vil váða at leggja lív sítt og sína frammtíð í Jesu hendur.

 

Hósdagur 30.09.2010

Gleð teg, mín fíggindi, ikki um meg; tí at eri eg fallin, fari eg aftur á føtur; tó at eg siti í myrkri, lýsir Harrin fyri mær. Men nú má eg tola vreiði hans — tí at móti honum havi eg syndað — til hann flytur mál mítt og veitir mær rætt; hann man leiða meg út aftur í ljósið, og eg skal skoða hans frelsuverk; fíggindi mín skal tað síggja og hyljast í skomm, hann, sum segði við meg: »Hvar er nú Harrin, Guð tín?« Við gleði míni eygu skulu hann skoða, tá ið hann eins og trekkur á gøtuni verður niðurtraðkaður. Mika 7, 8 –10.

 

Í hesum versi vendir profeturin sær vegna Guds fólk móti heimsins maktum, sum hann kallar sín fígginda. Í eini bíbiltulking vísir hesin til tær tvær, sum á serligan hátt hava gjørt seg bemerktar, í at verða fremstar, at føra ann í strýnum móti Guds ríkið. Jesabel í Ísraels ríkið, og dóttir hennara Atalja í Juda ríkið. Hugsast kann at profeturin hevur hugsa uppá hesar tá hann nítur hetta úttrykkið.

Í hesum versi talar profeturin vegna meiniheitina. Hon er fallin í synd, og tað er hennara egna skuld, at hon sitir í myrkri. Men hon hevur eymíkt seg og boygt seg undir Harrans æða. Hon hevur ikki bert sagt, at eg má berða hans vreiði, men tað sum betur er: ”Harran vreiði vil eg berða, tí eg synda havi móti honum.”

Men tí at meiniheitin akkurát hevur eymíkt seg undir Harrans hond, eftir at hon var follin í synd, tí hevur hon eisini hesa herligu vónina: ”Tí at eri eg fallin, fari eg aftur á føtur; tó at eg siti í myrkri, lýsir Harrin fyri mær. til hann flytur mál mítt og veitir mær rætt; hann man leiða meg út aftur í ljósið, og eg skal skoða hans frelsuverk.”

Og profeturin rópar til teir spottandi skaðafróðu mótstanarar í háða meiniheitina, og spyrja tey sum eru undir krossinum: »Hvar er nú Harrin, Guð tín?« Hann rópar sigursælur sítt svar: ”Gleð teg, mín fíggindi, ikki um meg.”Tey frøðast um sigurin ov skjótt, tí skjótt skulu tey síggja hvussu Harrin reisir upp sína trúgvandi meiniheit, og tá skal støðan blýva ein onnur fyri hansara fíggindar: ”Tá ið hann eins og trekkur á gøtuni verður niðurtraðkaður.”

Ein trúgvandi maður, sum bleiv handtikin fyri trúgv sína skuld, í Englandi í gomlum døgum. Bleiv háðaður við tað, at ein segði: ”Hvar er nú Gud tín, sum tú trýrt uppá!” Tá svaraði hann ganska róliga: ”Les tú hjá profetinum Mika 7, 8 – 10.

Tungar tíðir eru, tá tað kann síggja út sum um Guds fólk er yvirlati til sín sjálvs. Tær tíðir kunnu mangan sýnast at verða langar og pínufullar, og tá verðin spottar og háðar trúnna, kann tað verða freistandi at geva upp. Men tá skal ein altíð halda fast við vónina: ”Mín Gud vil hoyra meg – Hann skal leiða meg út í ljósi.”

Støðan kann broyta seg soleiðis, at tey í spotta blýva gjørd til skammar.  ”Við gleði míni eygu skulu hann skoða.” sigur profeturin í v/10. Hetta er ikki úttrikk fyri hevndarinnar skaðafrøði, men útrikk fyri trúðarinnar sigrandi gleði yvir, at Harrans navn blývir ærða. Tað er gleðin yvir at verðin ikki fekk rætt. Hon fekk virkuliga at kenna at Harrin livir og frelsir sítt fólk, men kemur við dóminum yvir tann sum ikki umvendir seg frá spottan og háðan móti honum.

Eim mamma segði eina fer við dóttir sína sum var komin til umvendilsi. ”Eg ynskti heldur at sæð teg, í teimum villastu festunum, enn sum ein heilag.

Verðin vil fáa sín dóm. Tað ávaraði Mika um fyri teimum vantrúnu í Ìsrael: Men koma skal nú dagurin, ið varðmenn tínir boðaðu, tín revsunardagur; ráðaleysir skulu teir standa. Her er tað talan um tað tíðina profetanir Gud hevði sent út, sum vekjarar fyri fólkinum.

Mikudagur 29.09.2010

Men mítt góða er at vera Guði nær . Sálma 73, 28

 

Øll menniskju sóknast eftir eydnuni, tí øll vilja gjarna verða eydnusom. Tað er eitt natúrligt og gott ynski, og tað eru møguleikar fyri at fáa tað uppfylt. Tað mest umráðandi er, at tú sóknast eftir eydnuni á røttum støðum, har, hvar hon er at finna.

Mong taka feil, tíð tey hugsa í tímiligum banum og trúgva, at eydnan finst í pengum og jæriskum ríkidømi. Men tað at verða ríkur er ikki tað sama sum, at man eisini er eydnusamur. Ein multi millióningur segði einaferð: ”Eg eri tað mest óeydnusamasta menniskja á jørðuni.” Tað kunnu keypast mong góð ting fyri pening, bert ikki sonn lukka.

 

 

Týsdagur 28.09.2010

Tí at hann bjargar tí fátæka, ið rópar eftir hjálp, arminganum og honum, ið ongan góðan hevur . Sálma 72, 12

Gud hevur eina serliga umsorgan fyri teimum fátaku og vánaliu menniskjunum. Tey í ikki eru høgt í metum millum manna. At vera fátakur, og enntá meira enn tað, at vera vánaligur, ljóðar ikki gott í menniskja oyrum. Men í Guds orði eru slík myndin uppá fyrijáttan og lyftir, sum eingin annar fær.

Tann stóri hurlivasin vit menniskju liva í, er at ríkidømi, æra, magt og ávirkan skapar lukku og lívsinnihald. Í verunleikanum er tað stikk mótsatt. Jú størri ríkidømi, tess meira bekymringar og ónøgdsemi. Tess meira eitt menniskja fylgir sínum egnu lystum, tess meira ólukkuligt og slavubundi verur tað. Harrin hevur heldur ikki givið naka lyfti til tey sum eru rík og máttug.

” Høvdingar hevur hann rindað úr hásætum niður og sett lítilsverd hátt. Svong hevur hann mettað við góðum gávum, og rík rikið burtur við tómum hondum.”   Luk. 1, 52 – 53

Jesus kom ikki at frelsa tey rættvísu, men syndarar. Tey frísku hava ikki brúk fyri lækna, men tey sum hava ilt, sigur hann.

Tá Harrin tekur sær av einum menniskja, fyri at gerða nakað við tað og hjálpa tí, so kann tað sínast løgið hvussu hann handlar, sæð frá einum menniskjaligum sínsvinkli. Við hvørt kann tað síggja út, sum um Harrin fer grúsamt framm móti sínum tænara, fyri at tala á menniskjaligan hátt um stór ting, sum vit sjáldan forstanda nógv av.

Tá Harrin vil styrkja eitt menniskja, ger hann tað veikt. Tá hann vil hjálpa einum menniskja, ger hann tað hjálparleyst. Tá hann vil geva tað ordeligt ríkidømi til eitt menniskja, gerð hann tað fátakt. Tá hann vil gera livandi, doyr hann. Tá hann virkuliga vil brúka eitt menniskja til eina serskilta uppgávu í sínum ríkið, gerð hann tað fulstendia óníteligt.

Móses mátti fyrst verða hiri í 40 ár og missa eina og hvørja trúgv á, at hann kundi gerða nakað fyri sítt fólk, áðrenn Harrin kundi kalla hann og níta hann til at útfríða tey frá Egyptum og umsita tað stóru Harrnas opinbering til tey.

Tí at hóast alt er tað ikki meiningsleyst, um Harrin hevur handla annarleiðis við tær, sum svar uppá tína bønir, enn tað tú hugsaði tá tú bæð.

Á tann hátt hevur tú júst fingið tað tú bæð um.

Leygardagur 25.09.2010

Dávid prísar Gudi fyri hansara stóru frelsu.

 

 Eftir Harranum eg havi trúliga bíðað, og hann seg boygdi til mín og hoyrdi mítt róp. Hann dró meg upp úr undirgangsins djúpi, úr tí botnleysa díki; hann setti mínar føtur á klettin og gjørdi føst míni fet. Ein nýggjan song hann legði í mín munn, ein lovsong fyri Guði várum; mangir tað sóu, fullir av ótta, og fingu álit til Harrans. Sælur er maður, ið lít sína hevur til Harrans, og ei sær vendir til teirra, ið hava ólæti fyri, og til teirra, ið fara eftir lygnum. Sálma 40, 1 – 5

 

Eingin kann siga vi vissu, hvør orsøkin til henda sálmin er. Hann boðar um frelsu frá stórari neyð, men eisini um nýggjar vandar sum eru í væntu.

Tað fyrsta ørindi her inniheldur eins og eina heila lívssøgu. Í teimum blívir fyrst og fremst avmynda tann stóra frelsa, sum ein syndari fær, tá hann umvendir seg og fær fótafesti á náðinar hellu. Men tað er eisini talan um tær mongu ferðir Harrin hevur hjálpt sínum barni til rættis í trúðarlívinum.

Hann dró meg upp,” tað er grundtónin. Harrin fær æruna, tí hann gjørdi tað. Og hvar frá? Frá ” undirgangsins djúpi, úr tí botnleysa díki”. Hetta er ein livandi mynd uppá lívið í verðini.

Sum tað óróliga hav brúsar lívið í verðini. Og øll tey, sum rekast runt har, fara fortapt um tey ikki blíva tikin upp. Og nógvar sálir liggja í tí brúsandi havinum, vinglandi umkring í listum og lastum, av bekymringum og av angisti, og so aftur av trossi og hugmóði.

Og tað djúpa, skitna díkið. Tað var ein brunnur fullur av móru, eins og tann profeturin Jeramia bleiv smidaður niður í av sínum fíggindum (Jer. 38, 6). ”Í brunninum var einki vatn, einans runa; og Jeremia søkk niður í rununa.” stendur tað.

Tú, mín vinur, hevur kanska ikki sæð eitt menniskja sita á henda hátt í díkinum. Men tað er ikki so sjáldan at eitt djór søkkur niður í eitt slíkt díki. Tað stríðist fyri at koma upp aftur, men jú meira tað stríðist tess djúpari søkkur tað niður.

Tað er ein lívandi mynd uppá, tað støðu mong óumvend menniskju eru í. Tey hava kanska viljan til at blíva betur enn tey eru. Tey arbeiða kanska eisini eitt lítið sindur uppá at gera seg betur í teimum ytru gudeligheitum og líknandi. Men tey koma ikki upp. Er man eitt erligt menniskja, men óumvent, skal ein erfara at tað gongur soleiðis.

Nei, tað má henda eitt undur. Hann dróg meg upp. Tað mugu øll trúgvandi menniskju sanna. Men hevur tú sanna tað, kæri vinur? Kann tú siga eins og Dávid og øll onnur frelst: ” Hann dró meg upp úr undirgangsins djúpi, úr tí botnleysa díki”?

Um ikki, so liggur tú enn har. Tú kann ikki draga teg sjálvan upp, tað er líka ómøguligt andaliga sum likamliga. Tú mást ganga sama veg eins og Dávid, og hansara vegur til bjarging er í hesum: ”Eg bíðaði, ja bíðaði eftir Harranum.”

Ja, bíða eftir Harranum, men á rættan hátt. Ikki eins og verðin, sum leggur hendurnar í fangið og sigur: tað kemur nokk, tað kemur nokk, og eru so líka glað við restini.

Nei, minst til tað, sum stendur her: ” Hann seg boygdi til mín og hoyrdi mítt róp.” Tað vil Gud hava at tú gert, at tú rópar til hansara, biður, bønar, ákalla hann við meira alvori enn tann, sum er við at drukna rópar fyri sínum lívið. Tað, sum her er umráðandi, er jú tað æviga lívið.

Tá hendir undrið. Tú verður lyftur upp frá dýpinum av Harrans hond. Hann setur tínar føtur á klettin og har er sikkurt fótafesti. Kletturin er tann óuppiborna náði í Kristusi. Kletturin er Harrans rættvísi og Harrans kraft.

Nær ger Harrin hetta undur? Tá tú ert blivin troyttur og ikki kanst meira sjálvur og bert rópar frá hjartadýpinum, tá kann hann koma til tín. Tonk, tann stóra broytingin, frá at liggja í óhumskunar grøv og tí skitna díki uttan hvílu – og so standa á tí føstu hellu og merkja, at tú hevur fasta grund undir fótunum. 

”Hann setti mínar føtur á klettin og gjørdi føst míni fet.” Soleiðis vitnar Dávid. Tá lærdi hann tann nýggja sangin, tann lovsong tey frelstu syngja ivir fyri Gudi. Kanst tú syngja hann, vinur? Kanst tú siga eins og Dávid: ” Ein nýggjan song hann legði í mín munn, ein lovsong fyri Guði várum”?

Tá hetta undur sker við einum syndara, tá er virkningurin úteftir. ” Mangir tað sóu, fullir av ótta, og fingu álit til Harrans.” Ein jubelsangur frá einum frelstum syndara, kann vera tað vápn, sum fær ein vantrúnan syndara til at skelva fyri síni egnu støðu. Soleiðis kann hann eisini koma til trúgv á Harran og tríva í lovsong: hann dróg meg upp. Tað eina ljósi kann brúkast til at kveikja eitt annað við.

Nú prísar Dávid seg sælan, tí hann ikki hevði lurta eftir teimum røddum, sum bóðu hann søkja ein annan útveg uttanum Harran. Tað ljóðar altíð frá einum kroystum syndara, ið er fullur av angur.

”Sælur er maður, ið lít sína hevur til Harrans, og ei sær vendir til teirra, ið hava ólæti fyri, og til teirra, ið fara eftir lygnum.”( v/5)  Tað hjarta, sum er fult av ótta kann freistast til at foreinast og søkja frið við verðina fyri at sleppa undan kampi, heldur enn at biða seg ígjøgnum til Harran.

Tað kann blíva freista til, at taka til sjálvbedrag og eginrættvísis lygnir. Tað kann støgga uttanfyri tað tronga portri og sissa seg sjálvan við, at hann hevur tað gott sjálvt um hann ikki kom heilt ígjøgnum. Men man blívur ongantíð sælur við, at taka til hesar útvegir.

Sælur er bert tann, sum heldur út í áliti á Harran. Tann sál skal ikki blíva til skammar, men læra at kenna teir tónar til tann níggja sangin hjá teimum frelstu. Og tey skulu syngja við, av sínum egnu erfaringum í lívinum…

O, tonk hvat undur, eg eri eitt Guds barn,

útfríðaður av syndana og djevulsins garn.

 

 

Hósdagur 23.09.2010

 

  Fyri navns tíns sakir, Harri, fyrigev mær mína synd, tí hon er stór.Sálma 25, 11

 

  Tað er ein gudsóttandi maður, ið biður í hesum sálmi.

  Hann begynnir við at siga: ”Til tín, Harri, lyfti eg mína sál, Guð mín, eg líti á teg.”

  Hetta er í sannleikanum úttryk fyri trúgv og álit á Gud, og ein kristin kann brúka hana sum sína persónligu bøn, og leggja alt sítt hjartans álit í hana.

  Millum tey mongu ting hesin Sálmur snýr seg um, er syndaerkennilsi. Tað kemur ikki minni enn tríggjar ferir fyri. Tað vísir hvussu natúrligt tað er fyri tann í óttast Gud, at blíva við, at koma til Harran við sínum syndum og ákalla syndana fyrigeving.

  Í hesi bønini, sum vit hava fyri okkum her, kallar hann sína synd fyri missgerning. Men tað sigur hann um seg sjálvan, bæði at hann hevur gjørt órætt, og at hansara lív er misseydna. Hann viðgongur eisini at hannsara missgerningar eru stórir.

  Tann, sum sær lív sítt soleiðis, hevur mist trúnna á seg sjálvan. Hann finnur einki gott í sær sjálvum, men ynskir, at Gud skal hoyra hansara bønir og hann hevur heldur onga rætt í sjálvum særat at trúgva, at Gud vil fyrigeva honum.

  Alíkaval hevur hann ein frammihjárætt, ein rætt, at gera brúk av yvirfyri Gudi. Hann hevur Harrans egna navn.

  Fyri navns tíns sakir, Harri, fyrigev mær mína synd,” sigu hann.

  Tá ger hann tað, Gud sjálvur hevur givið honum rætt til at gerða. Gud sigur at vit skulu fáa loyvi at rósa okkum av hansara heilaga navni, og at tað er grund nokk fyri at vit sóknast eftir honum.

  Tað sama vitnar tað Níggja Testamenti um Jesu Kristi navn: ”Honum (Jesus) bera allir profetarnir tann vitnisburð, at ein og hvør, sum trýr á hann, skal fáa fyrigeving syndanna fyri navns hans skuld.”

  Ikki fyri okkara skuld, men fyri Jesu Kristi skuld, fyri sítt egna navn skuld, hevur hann givið okkum rætttin til syndana fyrigeving.

Læt okkum gerða brúk av hesum rætti!

  Er tað ikki nærliggjandi, at biða eins og Sálomon: ”Gev tí tænara tínum hoyriligt hjarta.” 1 Krýn. 3, 9 Salomon átti jú alt jæriskt góðs og gull, so tað manglaði ikki. Salomon vildi hava hjálp at stýra og tað kundi ikki vera hvør sum helst. Gud kom til hann í dreymi og bjóðaði honum, at ynskja sær hvat tað skuldi vera. Og hvat bað hann um? Hann bað um eitt hoyruligt hjarta. hansaraa hjartans ynski var (hjarta oyra), sum kundi hoyra, hvat Gud Harrin hevði at siga við Hann.

  Gud hevur givið okkum tvey oyru, men bert ein munn. Tað kann standa sum ein mynd uppá, at Gud teinkir annarleiðis enn vit. Vit leggja stóra vekt á okkara orð, men vit eiga at leggja høvisvektina á Harrans orð. Við at fordeila vektina blíva oyruni viktigari enn munnurin.

 ”Harrin, Guð vár, Harrin er einastur!” 5 Mós. 6, 4. At hoyra Harrans orð er lívsins góða byrjan. Tann stórsti leiðarin, av øllum var Móses, hann hevð ringar talugávur. Hvussu kundi Gud, so velja sær hann sum fólksins leiðara? Hann hevði so góðar (hoyrugávur)!

  Tað er viktugt, at hjarta oyra hoyrir Guds rødd. Tá fyrstani kann hansara orð náa okkara hjarta, so veit muðurin nok, hvat hann skal tala. ”Tí at muður mælir tað, sum hjartað er fult av.” Matt. 12, 34

  Salomon bað ikki um oyru at hoyra við, men um hjarta oyra, at hoyra við.

  Hann forstóð at (hjarta oyra) var tað vigtigara oyra, ið Gud hevur givið okkkum. Í dag má tú vera í Sálimonsa plássi fyri Gudi Harranum.    Hvat ynskir tú tær? Kanska hevur tú naka at læra av søgunar vísasta manni?

Tísdagur 14.09.2010

Verið glaðir í vónini, tolnir í neyðini, áhaldandi í bønini. (Rom. 12, 12.)

 

Gleð teg! Tann tunga gongdin er skjótt komin at enda, trongdartíðin er skjótt at enda komin. Gleð teg!

Men meðan vit eru ávegis, hava vit fingið kunnleika, sum vit ikki kundu fingið á annan hátt. Vit læra mest í trongum og myrkum tíðum, tá lýsir evangeliið klárast, og Golgata blívur tað kærasta staðið fyri okkum. Tað er eingin størri gleði í lívinum enn tann vit fingu saman við Jesusi. Vit kunnu lættliga koma burtur frá honum, tað gongur heilt av sær sjálvum. Men í trongdartíðum koma vit honum nær, og uppliva av nýggjum hansara stóra kærleika.

Mangan eru vit sukkandi, og grenjut undir trongdini, men Guds orð vil læra okkum at vera tolin.Verði glaðir í vónini, tolnir í neyðini! Halt út! Aftaná nátt kemur dagur. Tað er ljós fyri framman.

Tá tú koyrir gjøgnum ein tunnil, ert tú inni í einum totalum myrkri, og tó veitst, at myrkrið fær ein enda. Tað er ljós fyri framman. So skjótt tunnulin er at enda, ert tú úti aftur í ljósinum. Soleiðis er tað eisini at vera ein kristin, tað gongur upp og niður, og vit syngja: "Eg í ferðini fylgdist við Jesus á leið gjøgnum skiftandi tíðir og kor." Ja, men tað er undurfult, at hann er við allan vegin, bæði tá tað er ljóst, og tá tað er myrkt. Hansara nærverða er eitt tekin um hansara kærleika og umsorgan fyri okkum.

Tað hjálpir okkum at hugsa um málið. Tað vil gera okkum tolin í trongdini.

Ein dag er stríðið at enda komi, og vit eru frammi við tað himmalska málið: "Sigurin er vunnin! Skjótt eru vit heima og standa fyri trónuni, hvat ger  tað tá, um sólin hevur okkum brent?"

Tá skulu vit takka og lovprísa Gudi. Og vit vilja takka honum mest fyri tær myrku og vónleysu dagar í okkara lívi.

 

                             Ja, tú fyldi mær, Jesus, tá eina eg gekk,

                                            og eg helt, eingin fataði meg;

                                            men so hoyrdist ein rødd

                                            sum eitt ljómandi lag:

                                            Eg tær trúfastur eri í dag!

-------------------------------------------------------------------

                  Til dig, du min ven, som må kæmpe dig frem,

                                            og stride i kampen så hård.

                   Du undres vel ofte: "Har Herren mig glemt?"

                                            Du vandrer her ensom og sår.

 

 

Sunnudagur 12.09.2010

 

Hjálp úr vanda 

 

Harri, Guð mín, eg troysti á teg! Hjálp mær frá hvørjum, ið vil mær ann, og bjarga mær, so hann ikki sum vargur skal slíta og skræða mína sál, og eingin er, ið bjargar. (Sl. 7, 2 - 3)

Dávid, ið hevði verði seyðamaður, visti, hvussu hjálpaleys lombini eru, tá leyvan jagstrar. Hann biður Gud um, at verja seg, so hansara fíggindar ikki fáa loyvi til at fara við honum á sama hátt. Eitt slíkt “rovdjór” er útspilling, ið verður útsent av tí ónda fyri at ríva okkum sundur. Okkara góða navn verður álopi. Vit níta nógva megi fyri at verja okkum, og ein partur blívur troyttur og fær ongan tjans at byrja aftur, við fríðmóði at arbeiði í Guds víngarði.

Satan hevur mangar ætlanir um, at oyðuleggja Guds fólk. Lygnir fara í skundi frá munni til munn, so at eingin veit til síðst, hvar tað byrjaði, men at steðga henni er eins og at sláa eitt slag í luftina. Mong blíva harvi so bangin, at tey ikki tora at opna teirra munn og tala ímóti tíð ónda.

Dávid eggjar okkum í sínum sálma, at blíva við í lívi okkara at trúga á Gud. Tey gudleysu vilja aftur spenna teirra boða. Men teirra brennandi ørvar falla niður aftur fyri teirra egna høvur, og teirra órættur rámar tey sjálvi. Dávidsa skjøldur var Gud, sum frelsir tey falsleysu hjørtu. Máttu eisini vit valgt Gud sum okkara skjøldur, at vit kundu sigra vi at halda okkum til hansara, so satan ikki kann ríva okkum sundur.

Villdýr, sjúkdómur hótta teg,

havi og bylgjunar brúsa,

tú ert vardur av armi tí,

sum kann hvønn fígginda knúsa.

MS. 483, 5

 

Leygardagur 11.09.2010

 

So verð tú tá, sonur mín, sterkur í náðini í Kristi

Og eg sá nýggjan himmal og nýggja jørð  (Opb 21,1)

Tað er ikki nógv vit lesa í Guds orði, sum gevur okkum loyvi til at síggja inn í ævionleikan. Men tað vit síggja, tað styrkir okkara vón um sigur meðan vit ganga her nirri. Har skal deyðin, sorgin og pínan ikki verða meira. Har skal Guds undirfulla ljós ljóma, tíð hvørki sól ella máni verða meira. Tað verður eingin, sum longur hungra og leingist eftir lívsins vatni. Tíð “hann vísti mær á við lívsins vatni, skínandi sum krystal, og hon rann frá hásæti Guðs og lambsins. Mitt á gøtuni í staðinum og hvørjumegin ánna var lívsins træ...” (Opb 22,1—2)  Men tað er nakað, sum vit ikki eiga at gloyma: “...einki óreint skal koma inn í hann, ei heldur tann, sum fremur andstygd ella fer við lygn; eina teir, sum skrivaðir eru í lívsins bók lambsins.” (Opb 21,27) Og uttanfyri eru tey: “...ræddu og ótrúgvu og andstyggiligu og manndráparar og horkallar og gandakallar og skurðgudadýrkarar og allir lygnarar...” (Opb 21,8)

At fáa loyvi til at hyggja inn í herligheitina, sum Gud hevur gjørt okkum tilreiðar, fær okkara heimlongsul til at vaksa, men eisini angist fyri at ikki at vera trúgv til tað seinasta. Tað eru mangir vandar á vegnum, og kanska tað, at blíva lunkin, sum kann taka okkum í sítt drepandi favntak. Vit eiga at halda okkum nær til Guds orð, um so er, at vit áhaldandi halda fast við tað livandi trúnna, til okkara gongd her á jørð er at enda komin, tá vit skulu uppliva ein nýggjan himmal og eina nýggja jørð.

 

 

Leygardagur 04.09.2010

  

Umsorgan

 

Heilsið Rufusi, hinum útvalda í Harranum, og móður hansara og míni. (Róm 16,13)

Tað setur djúp og góð minnir hjá einum barni, tá tað blívur væl móttikið í heiminun hjá vinum sínum. Tað ræður ikki bert um hjá børnum. Paulus vísir her eina góða mynd um tað.

Paulus hevði ein góðan vin í Rufusi. Faðir hansara var Símin frá Kyrene, maðurin, ið hjálpti Jesusi at bera krossin út á Golgata. Móðir hansara møta vit so her, har Paulus heilsar vinum sínum í samkomuni í Rom. Hon hevði verið eins og ein móðir fyri Paulus.

Sjálvt um ein hevur verðins bestu mammu, so er tað gott at møta kærleika eisini hjá mammunum hjá vinunum. Vit kunnu hava tað í tonkunum, tá børnini koma heim við teirra vinfólki. Gev teimum umsorgan og gerð eitt pláss við døgurðaborðið. Tá sáðar tú gott sáð.

Mong børn mangla kanska ein faðir ella eina móðir. Vís børnunum umsorgan og kærleika. Ver eins og ein móðir fyri tey. Ella eins og ein faðir. Eg kann enn minnast, har eg sum smádrongur kom í heimini hjá foreldrunum hjá vinmonnunum. Tað vóru tey, ið opnaðu teirra heim og vístu kærleika.

Jesus kallar á okkum, um at geva teimum, ið ikki hava so nógv at geva aftur. Tað er kærleiki. Um so er, at tú ikki fært so ítøkiligt aftur, so fært tú tað, ið er mikið meira vert. Tú blívir vælsignaður av Gudi. Tað, sum vit gera móti okkara næsta, ta gera vit móti Jesusi, hann, ið elskar okkara næsta.

Paulus sendi eina eggjandi heilsan til mammu Rufus. Tað er nakað, ið fløvar. Á hendan hátt er tað góða lívið millum menniskju. Gud hevur ikki myndað okkum at vera aleina. Hann hevur myndað okkum fyri hvønn annnan. Tá vit sum hansara børn liva gott saman, tá gleðist Faðir okkara. Og tá hava vit tað gott.

Rufusar familja er ein góð fyrimynd um tað kristnu familjuna. Tey høvdu ymiskar útbúnað og setningar. Ein bar Jesu kross. Ein var vinur og stuðul, og ein vísti móðir umsorgan. Á sama hátt kann Gud brúka teg sum ein krossberðara, ella sum eina mammu, sum matgerð og gevur umsorgan. Gud hevur eitt pláss til tín, ið ert ein limur á Jesu likami, eitt kærleikans samlag í tænastu fyri hann og mín næsta.

 

Mánadagur 31.08.2010

 

Eg eina striki út

 

Eg, eg eina, striki út misgerðir tínar vegna mín sjálvs... (Jes 43,25)

Vit hava einki at vísa framm, ið kann tala fyri okkara umbering ella fyrimun. Og okkara bønir og tárir vika  ikki fyri tí sannroynd, at aftanfyri okkum liggur ein rúgva av misbrotum, av Guds boðum fyriskipanum. Men vegna sín sjálvs striki eg út misgerðir tínar vegna mín sjálvs og minnist ikki syndir tínar.Vegna mín sjálvs” fjalir yvir tann høga prís, sum vit máttu endurloysast við, Guds soni, Jesus Kristus, sum mátti tola háðan og krossfestan og berða synd heimsins.

Hvussu stórur kærleiki Guds er, sigist ikki betur enn her: “Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.”(Jóh 3,16) Kærleikin aftanfyri skapanina av menniskjanum var sterkur nokk, til at berða okkara uppreistur móti Gudi, har vit oyðulegði hansara ætlan, og lovaðu satan inn, ið gjørdi uppreisn móti Gudi, inn í okkara hjørtu. Men vegna sín sjálvs, fyri kærleikans skuld, so loysti hann okkum, við sjálvur at gjalda okkara skuld, og fyrigevur treytaleyst, at hann á ongum sinni, vil minnast syndir okkara. Vit lótu dyrnar aftur til Gud, við synd okkara. Men Gud opnaði tær aftur við sáttargerðini í Jesusi Kristi, sum er veguri, sannleikin og lívið. Hvat man tað ikki níta Gud, tá ein ella annar ikki vil taka ímóti hansara kærleika og ósigandi náðigávu í Jesusi Kristi.

 

 

Hósdagur 26.08.2010

 

Friðurin, ið berð av øllum friði

 

...hann er friður okkara... (Ef 2,14)

Gud ynskir at fylla okkara bangna hjarta við sínum undirfulla friði.

Hvørt eitt menniskja, sum ynskir tað, kann fáa lut í hesum friði. Bíblian sigur, at Jesus Kristus hevur gjørt tað gjørligt fyri okkum at fáa frið. Hann kom at boða frið. Og hann gjørdi á krossinum semju millum Gud og tí falnu ætt.

Jesus er okkara friður! Tíð kann eingin annar og einki annað geva okkara bangna hjarta frið. Tað er týdningarmiki, at vit minnast tað! Tað er ikki tínar innaru kenslur, ikki tín iðran, tínnar bønir ella tín heilaggering, ið er tín friður. Men Jesus sjálvur er friðurin!

 “Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum...” (Jóh 14,27)  Sigur Jesus. Tá vit halda fast um tað, so vil friðurin í okkara hjørtum vera líka so óbroyteligur, eins og Jesus er óbroyteligur. Sjálvt um friðurin í okkara hjørtum verður órógva í hesum friðleysa heimi, so eiga vit áhaldandi friðin í Honum, tí tann friðarsáttmáli, ið hann undirskrivaði við sínum egna  blóði, á ongum sinni kann broytast!

Tá tú ert ekkamikil og bangin, tá í heimsins kaldi vindur herjar á teg, og tú ikki longur kanst merkja, at tú hevur frið, so hugsa um Jesus Kristus. “Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir.” (Hebr 13,8)  Og latum okkum minnast til, at hann er okkara friður!

Rættvísgjørd av trúgt hava vit tí frið við Gud, við Jesusi Kristi! Tú kanst ikki fáa naka størri og meira enn Jesus! Í honum hava vit alt. Tess meira tú hugsavnar teg um hann og hansara fullgjørda verk, tess týdningamiklari og dýrdarríkur verður tín friður.

Tú kanst ganga frammtíðini í møti í álitinum á Jesus. Tú kennir hansara undurfulla kærleika og leiðslu til dagin í dag. Hann vil eisini verða tann sami í døgunum, sum koma. Óttast tí ikki - hann vil verða tín friður.

 

Friðleysa hjarta, sum verðin bert skaðar,

tú, sum teg gremur í órógv´ og klagar,

Jesus, tín frelsari, eymliga spyr teg nú:

:,: Kemur tú ei brátt? :,:

MS. 291, 1

 

 

Týsdagur 17.08.2010

 

Grøð meg og ger meg heilan.

Sí, beiskleikin varð mær at friði. Og tú bjargaði sál míni frá grøv oyðingarinnar. Tí at tú varpaði øllum syndum mínum aftur um bak. (Jes 38,17)

Eina náttina eg lá og royndi at sova, so fóru hugsanir mínar aftur til tey mongu ár, sum farin vóru, og sum eg á mangan hátt var tyngdur av. Men tá eg nú aftur vildi koma fram fyri Gud vi tí, so var tað, sum tað í mínum innara ljóðaði: “Við endurføðingini, tá trúgvin á Jesus, bleiv tær given, so doyði títt gamla menniskja, tað gamla er fari, sí alt er vorið nýtt”. Eg mátti ásanna, at tann gamla syndin, sum Gud einaferð hevði fyrigivið mær, hana eigi eg á ongum sinni at hyggja afturá. Tann nýggja føðingin, eg hevði upplivað við Heilaga Andans verki, segði mær klárt, at tað var eitt fyrr og eitt nú. Nú var eg eitt nýtt menniskja, sum ikki longur skuldi bera mínar gomlu syndir. Men heldur enn at vera tyngder av gomlum syndum, so eigi eg at føla meg frían og glaðan.

Man tað ikki verða nakað, vit øll ynskja at gloyma, men sum djevulin áhaldandi leggur okkum sum byrðu, sum vit ikki blíva av við? Um so er, at vit ikki sleppa slíkum byrðum, so fánar tann frímóðiga gleðin, og okkara lovsangur tagnar.

Tað er ikki bert orð, at vit eru nýggir skabningar, og at tað gamla er vekk, men ein veruleiki vit eiga at byggja á. Sum nýfødd eru vit borgarar í tí Himmalsku samkomuni, og skulu venda okkara eygum vekk frá verðini, og móti tí Himmalska. Gud hevur kasta alla okkara synd í gloymskunar hav, har tær aldri skulu síggjast aftur, tí eiga vit at gleðast í honum, og takka og lovsyngja navni hans.

 

Mánadagur 16.08.2010

Tá talaði Ísakur á Ábraham, faðir sín, og segði: "Faðir mín!" Hann svaraði: "Ja,sonur mín. "Hann segði: "Her er eldurin og viðurin, men hvar er lambið til brennioffurið? "Àbraham svaraði: "Gud man sjálvur finna sær lambið  til brennioffurið, sonur mín." 1.Mósebók 22,7-8.

 

Gud grípur inn, og støggaði Àbrahami mitt í offringine. Tá fekk hann eyga á  ein vegr, sum hekk fastur við hornunum í einum tornarunni. Hann ofraðu teir ístsðin fyri Ìsak. Alíkaval var veðrurin ikki svar uppá Ísaksa spurning.

Tað gingu soleiðis rundt roknað 2000 ár áðrenn, tað endeliga svarið kom, men tá ljóðaði tað eisini. Tað kom við Johannes Doyparinum, tá hann sá Jesus koma til sín har við Jordan. "Sí, Guds lambið, sum ber alla synd heimsins. "Tað er svarið uppá Ìsaks spurssmál, og eitt svar, sum eisini í hesi Páskatíð skal rættast út ímóti eini verð, fullari, av synd.

Jesus Kristus, Guds sonur barð alla verðsins synd, og betaltið hana við sínum offur deyða á krossinum. Tá var tað ongin, sum kom honum til hjálpar. Ongin stand inn, um man kann nevna tað soleiðis.

Gud gæv sín einbornað, og elskaða son í deyðan. Hann hevur borði øll okkara misbrot, og gekk í kærleika til okkara fullt út, í okkara stað. Og Gud sjálvur staðfesti Johannes Doyparans svar, og beseglaði langafríggjadags ofrið, tá hann Páskamorgum reiðstið upp, Jesus frá deyðum. Hann hevði útvalgt sær ofrið, og viðurkendið sær offrið.

Har við hevur Gud, viðurkent sær okkum, og endurføtt okkum til livandið vónar, og til at verða vitnið fyri hann.

Hann hevur við Jesus Kristi deyða, og uppreiðsn, sigrað yvir syndarinnar magt, og brotið deyðans brodd.

Tá ein bi stingur doyr hon, tí broddurin situr fastur í offrinum. Tað svíður, og man fær ilt, men tað er ringast fyri biena. Deyðin forstakk seg á okkara Harra Jesus Kristus, og beseglaði harvið sín egna deyða.

                                                              
                                          Deyði, hvar er nú broddur tín?

                                          Helviti, hvar er tín sigur?

                                          Risin er aftur frelsari mín,

                                          áður í grøv lagdur niður.

                                          Roðar nú páskasól um fjøll,

                                          vermir og gleðir hjørtu øll!

                                          Tøkk havi Gud fyri lívið!

                      So,er tað tá ongin fordøming fyri tey,sum eru í Kristi Jesusi. Amen.

 

Sunnudagur 15.08.2010

 

Fullvísur sum eg eri í tí, at hann, sum byrjaði í tykkum góðan gerning, vil fullføra hann alt til Jesu Krists dag  (Fil 1,6)

Hann byrjaði - og Hann vil útinna tað!

Tað sigur okkum alt um okkara kristinlív, júst soleiðis, at tað allan vegin er Guds gerningur í okkara hjørtum. Tann sannroynd kann ikki annað enn at fáa okkum at frøðast og gleðast.

Tað var gott, at Harrin byrjaði við okkum, at hann tók tað  fyrsta stigið. Annaras var tað ikki blivi nøkur byrjan sum heild. Men hann gjørdi tað! Jesus fór frá Himmalsins herliheit, kom niður til jarðar fyri at hitta og frelsa tað burturmista. Hann helt á við at leita, til hann fann okkum. Og nú er hann í fer  við, at utinna gerningin í okkum.

Á leiðini hevur tú títt stríð. Og á leiðini kann henda, at tú gert bangin fyri, at tú ikki nært málinum. Tí tú hugsar kanska, at tað stendur ikki so væl til við mínum kristinlívið. Og tú tyngist av mótloysi. Tað kemur tá tú sært, at tú ikki elskar Gud og hatar syndina, eins og tú átti, og tá tú dagliga skuffar hann og harmar hann við eginkærleika, treiskni og líkasælu.

Tú hevur bert ikki hugsa um, at tað er Harrin, ið vísir tær á hetta. Og tað hendir ikki annað enn, at hann áhaldani og trúgvur gerð tann góða gerningin í tær! Um tú var givin yvur til tín sjálvs, so vildi tú ikki kent á tær tað vánaliga í tær. Og tú vildi annars verði líkasælur. Men nú arbeiðir Gud við, at sannføra teg um synd og við at opna tíni eygu. Tú sært so statt djúpari niður í títt lindi, enn tú gjørdi áður.

Tú ert í Meistarans hondu, eins og leirur er tað á dreyðuskivini. Hann arbeiður við tær, hann formar og myndar teg. Meðan hetta fer framm, so er tað gott at hugsa um, at tá hann er byrjaður tann góða gerningin í mær, so vil hann eisini fullføra hann. Hann hevur lova at vera við okkum hvønn dag. Hann vil ikki sleppa okkum, og á ongum sinni fara frá okkum.

 

Leygardagur 14.08.2010

…Hann græt og bønaði hann um náði. (Hós. 12, 5)

Á henda hátt var tað at Jákup bleiv ”Ísrael”, eitt nýtt menniskja. Gud fann hann í hansara synd og stríddist við hann, so Jákup græt. Tað var sorgin yvir sína fortíð, hann græt yvir. Tað komu livandi myndir framm fyri hansar samvitsku eygu, har snítti hann bróðir sín, og har leyð hann fyri faðir sínum, og har handlaði hann óerliga yvirfyri mammubeiggja sínum, men í ællum hesum og ikkim minst syndaði hann móti Gudi. Og hann bað um náði, og fyrigeving og kraft til eitt nýtt lív, tá hann neyðhelt sær til eingilin og segði: »Eg sleppi tær ikki, fyrr enn tú vælsignar meg!« ( 1 Mós 32,26)

Eins og eitt lítið barn, ið fær yvirvág yvir faðir sínum, tað hevur órætta, ikki við at gerða mótstøðu móti honum ella umberða syndina, men við at kasta seg í hansara armar og gráta angursins og kærleikans tár.

Hevur tú uppliva hetta, so er tað ein partur av tínum egna lívið, sum tú á ongum sinni gloymir? Tá vitst tú, hvønn tídning umvendilsi hevur, og hvat tað vil siga: »Ikki skalt tú longur eita Jákup, men Ísrael; tí at tú hevur barst við Guð og menn og hevur vunnið sigur!«(1 Mós 32,28)

Í egnari kraft, at taka stríði upp móti syndini, er tap. Men at verð sterkur ”í veldis mátti hansara!” (Ef 6,10), tað er tað rætta. Harrin sigraði á hesum sinni, og hann sigrar enn í tí hjarta har hann fær loyvi til at koma inn. Og um tú kemur í freistingar, so møt freistingunum saman við tínum Frelsara, sum býr har inni frammanundan. Bið til hansara, og sigurin er vísur.

Fríggjadagur 13.08.2010

 

Bønarinnar

Loyndardómur

 

 

Um tit hava trúgv sum eitt sinopskorn, tá kunnu tit siga við hetta fjallið: »Flyt teg hiðani og hagar,« og tað skal flyta seg, og einki skal verða ógjørligt hjá tykkum. (Matt. 17, 20).

 

              Alt lívið er ein loyndardómur. So er tað ikki so undrunarvert, at bønarlívið eisini hevur sín loyndardóm.

Hvussu kann bønin avrika so stór verk, tá hon sjálv er so veik?

Ole Hallesby skrivar soleiðis í bókini “Fra bønnens verden”:

Fyri tann, sum fer lætt um, kann hesin spurningur tykjast óviðkomandi. Tað stendur jú skrivað, at um man bert hevur trúgv, so kann ein flyta fjøll. Tað velst bert um trúgv. Bønin verður so kraftmikil, tí tann biðandi er sterkur í trúnni. Og er tann biðjandi ikki sterkur trúnni, so koma tað heldur ikki nøkur kraftarverk út frá bønini.

Ja, so einstáttað kann tað tykjast fyri nøkur. Men soleiðis er ikki fyri tey, sum hava aðrar royndir frá bønarinnar loyndarfulla heimi. Tey eru ikki hjálpt við so lætta loysn. Tey vita av sonnum, at stórar og kraftmiklar hendingar koma eftir eina trúarstyrkjandi bøn. Bønarandin teskaði inn í teirra hjarta: Bið um tað nú, so skalt tú 

fáa tað.”Og so var ein heilt vísur í at vera bønhoyrdur, áður enn ein hevði biðið.

           Men ofta gekst ikki so gott, tvørturímóti. Tí tey mest óvanligu bønarsvar fingu tey, júst tá tey bæði áðrenn og undir og eftir bønina vóru uttan vissuna, ja sum tey sjálv hildu — vóru uttan trúgv. Tá svaraði Gud við teimum størstu og mest undrunarverdu bønarsvarum.

           Hetta verður ikki skrivað um í dagbløðunum, men tað eru mangar upplivingar í kvirruni saman við syskjunum, av Harrans smáu og fátæku vinum. Lov og tøkk!

Fyri slík biðjandi menniskju blívur hetta undrunarvert:

 

“Hvussu kann bønin avrika so himmalsk ting, tá hon sjálv er so veik?”

Loysnin á gátuni liggur í sjálvari samansetingini av bønini.

At biðja er at lata upp fyri Jesusi, so at hann kann koma inn í okkara neyð við sínum almátti. Tá sanna vit, at tað er ikki bundið av okkara vissu ella fríðmóði ella nøkrum øðrum, men bert av einum: At vit lata upp.

Og tað er, eins og vit fyrr hava sæð, ikki ein spurningur um kraft, men um vilja. Vil eg hava Jesus inn í mína neyð?

Men tann spurningurin er tengdur at mínum hjálparloysi. Tí er bønin eitt loyndafult amboð, ið bert kann brúkast við fullari ávirkan til at fáa mest burturúr hjá tí hjálparleysa.

Hetta kann samanlíknast við eina mynd frá okkara  daglig-degi. Tað er nóg mikið til av elektriskari kraft. Men streymurin má setast til. Og nú hava vit ein lítlan lut, ið vit kalla fyri “avbrótari”.

Bert við at trýsta á knøttin, so er kraftin loyst og fer um alt húsið. Og sum vituligt er, skal ikki nógv megi til at ávirka avbrótaran.

Við syndafallinum bleiv ikki bert okkara sál loyst frá Gudi, men allur kraftleidningurin bleiv  lagdur í oyði. Fyri at fáa hann umvældan, mátti Jesus líða og doyggja. Men leidningurin varð afturgjørdur. Og vit kunnu øll koma innaftur og fáa part í teimum himmalsku kreftum. Og bønin er tann lítli loyndardómurin, har vit kunnu setast til aftur, so frelsunar mongu kreftir kunnu streyma inn í okkara sál og okkara likam og gjøgnum okkum víðari út til onnur, so langt sum okkara umsorgan og úthaldni røkkur til.

 

Mikudagur 11.08.2010

 

Eftir Harranum bíða! (Sl.  27, 14)

Vit vita, at alt tekur sína tíð. Men tá talan er um andaligar spurningar, so hava vit mangan einki ella lítið tol, so í staðin fyri at bíða eftir Gudi, gerða vit sjálv nakað, sum vit koma til at angra í áravís. Satan veit, at taka vit okkum tíð at bíða eftir Gudi til at fáa svar, so fær hann okkum ikki til at gerða mangar av okkara feilum, sum hann so snildisliga leggur fyri føtur okkara. Tí: “Eftir Harranum bíða! Hav gott troyst, tak mót í hjarta og Harranum bíða!”  (Sl 27,14)

Saul misti sína kongatign, tí hann ikki kundi bíða í sjey dagar eftir svari frá Gudi. Og tann sjeyndi dagurin tók at halla móti kvøldi, og enn var Sámuel ikki komin aftur við svari frá Gudi, og fíggindin, filistrar, trongdu alt meira á. Tá gjørdi Saul nakað, sum ikki á ævini kundi broytast. Hann tók sjálvur avgerð um at ofra, og trúði við tíð, at Gud vildi góðtaka hansara ólýdni, og koma við honum í stríði, tá Samuel kom við Guds svarið, eins og ofringin var byrja, og Saul royndi at umberða seg. Men Gud setti hann til síðis sum óbrúkuligan, tí hann ikki bíðaði eftir hansara svari. Og eftir tað gekst tað honum ikki gott.

Á annan hátt var tað við Nemiha. Hann bíðaði í tolni í fíra mánaðir eftir svari. Men tá hevði Gud eisini gjørt alt tilreiðar fyri honum, og Nemiha fekk Guds vælsignilsi yvir sín gerning. Vit eiga at læra tolni, so vit ikki skunda avsta og gerða dummar gerðir, ið kunnu koma til at kasta skugga yvir restina av lívinum.“Eftir Harranum bíða! Hav gott troyst.!”

 

Týsdagur 10.08.2010

 

Heilt fyri einkið kann tað ikki verða?

 

Men hann segði eisini hetta líknilsi við nakrar, sum litu á seg sjálvar, at teir vóru rættvísir, og roknaðu hinar fyri einki: »Tveir menn fóru niðan í halgidómin at halda bøn, annar var Fariseari og annar tollari. Farisearin stóð og bað soleiðis fyri seg sjálvan: »Eg takki tær, Guð, at eg ikki eri sum aðrir menn: ránsmenn, órættvísir, horkallar ella líka sum hasin tollarin. Eg fasti tvær reisur um vikuna, eg lati tíggjund av øllum, sum mær ognast.« Men tollarin stóð langt burtur og vildi enn ikki hevja upp eygu síni móti himli, men sló seg fyri bringuna og segði: »Guð náði meg syndara!« Eg sigi tykkum: Hesin fór rættvísgjørdur heim til húsa, men hin ikki; tí at ein og hvør, sum setir seg sjálvan høgt, skal verða settur lágt; men tann, sum setir seg sjálvan lágt, skal verða settur høgt.«  (Luk 18 ,9—14)

Okkara hugsan er tann, at skal eg náa nakað, so má eg arbeiða fyri tað. Annars, so hóar tað ikki okkum, at taka ímóti eini gávu og ikki geva nakað afturfyri. Men tá vit møta Guds gávu - eitt ævigt lív – so er tað fyri einki – ella so taka vit ikki ímóti tíð. Guds málistokkur fyri fullkomuleika gerð, at sjálvt tann vækri atburður farisearana ikki røkk til, fyri at fáa samband við Gud. At rópa: »Guð náði meg syndara!«, er helst eitt tað tingsta fyri okkum stoltu og vælbjargaðu menniskju at siga. Hóast tað, at vit mugu sanna, at vit ikki elska Gud av øllum okkara hjarta, og næstan eins og okkum sjálvi, so royna vit so gott sum vit nú einafer kunnu, at ugga okkum við, at vit eru ikki verri enn øll onnur. Í samband við eina spurnarrundu millum næmingar í einum frammhaldsskúla, so fingu næminganir hendan spurning: “Á hvønn hátt blívir ein, ein kristin?” Ein stórur partur av næmingunum svaraðu, at tey máttu royna sjálvi at broyta seg, so tey blivu eitt betri menniskja, fyri so at blíva ein kristin. Boðanin um trúgv og ævigt lív, er fyri mong blivið eitt krav um at taka seg saman. Tað er at venda tann glaða boðskapin á høvdi! Trúgv er álit á Jesus, sum gerð, at vit kunnu koma til hann hansa júst, sum vit eru, vit kunnu koma til hansara, so, sum vit eru, við okkara synd, við øllum okkara lívið og í álitinum um, at tað er bert hann, sum kann rudda upp og fyrigevað og geva okkum eitt nýtt lív.”Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guðs gáva; ikki av gerningum, fyri at eingin skal rósa sær.”(Ef. 2 ,8 - 9)

 

Mánadagur 09.08.2010

 

Hann sum frelsti okkum og kallaði okkum við heilagum kalli, ikki eftir gerningum okkara, men eftir síni egnu ráðagerð og náðini, sum okkum er givin í Kristi Jesusi frá ævigum tíðum.  (2 Tim 1,9)

Hesi orð vísa okkum greitt, hvussu nógv Gud elskar okkum, ikki bert við einum kærleika, sum er eftirgevandi, sum sær millum fingranar við okkara synd, men við einum heilagarði rættvísis kærleika. Straffin fyri syndina er hørð. Og vit, sum eru bundin av syndini, kunnu ikki lyfta okkum sjálvi upp til nakrað rættvísi. Tíð gjørdi Gud: ”Tann, sum ikki visti um synd, gjørdi hann til synd okkara vegna, fyri at vit skulu verða Guðs rættvísi í honum.” (2 Kor 5,21)

Vit hugsa ov líti - ella ikki um - hvat, tað kostaði Jesusi av angist, tárum, pínu og bønum, at berða allar okkara syndir og at vera uttan Faðirin á krossinum heilt til hansara frelsugerningur var fullgjørdur. Náðin er, at vit eru leyskjept frá syndsins magt yvir okkum, so at vit í Guds eygum eru rættvís.

Hvussu kunnu vit tá fara lætt um hesa náði og partvís liva so sum vit nú einafer hava hug til? Vit eru frelst til at tæna honum, sum keypti okkum fríð, og fyri at vit skuldu berða frugt, Faðirinum til æru, so at onnur við, at hyggja uppá okkum kunnu síggja eina endurspegling av Guds heilagleika. Tað stendur um Stefanus, tá hann stóð framman fyri ráðnum, at fyri teimum at síggja var eins og: “ásjón hansara vera á at líta eins og eingils ásjón.” (Áps 6,15)

Taka vit Guds náði til okkara í fullum álvara, so at eisini okkara andlit vitnar um, hvat Gud hevur gjørt fyri okkum.

 

Á, eg undrist á, at Jesus

niður til mín boygdi seg!

Mína synd hann fyrigav mær,

meg í blóði reinsaði.

Sigurstónar  34

 

Sunnudagur 08.08.2010

 

Men eg sigi tykkum, at menniskjan á dómadegi skal standa til svars fyri hvørjum ógagnsorði, sum hon hevur talað. (Matt 12,36 )

Vit nýta mong orð, sum vit ikki hugsa um, at vit skulu møta aftur. Orð kunnu gerða gott og kunnu leiða til frelsu. Men lygnsins, óndskapsins, órættvísindins, vantrúðar, gudloysins og óflýggjalig orð leiða til undirgangs og dóm, um so er, at vit ikki hava fingið tey fyrigivin. Tá verða tey okkum til byrðu, tí vit hava sagt mong orð, sum vóru betur ósøgd, og fyri øll tey skulu vit standa til svars yvir fyri. Mong av verðsins børnum stroya um seg við orðum, ið vilja tyngja nógv á dómadegi. Tey kalla á satan við ymiskum nøvnum. Háða Jesus og hugna sær við at speireka hansara deyða á krossinum. Og yvir, at vit eru syndarar, sum mugu biða Gud um fyrigeving fyri teirra myseydnaða lív.

Tað kemur ein dagur, tá tað verður ov seint at broyta nakað. Tá skal skuldin gjaldast, og skuldarbrævið er stórt. Áður hava vit kansa undrast yvir á hvønn hátt alt tað, sum vit hava sagt og gjørt kann standa á okkara skuldarbrævið. Men í dag við okkara teknisku vitan, so fata vit kanska ein part av tíð, sum er ein skuggi, av tíð Gud er mentur til. Hann, sum skapaði alt í sínum óendaliga visdómi.

Vit, sum hoyra Kristusi til, vit kunnu ikki annað enn at takka fyri, at okkara skuldabræv bleiv neglt til krossin við Frelsara okkara, sum ein dag vil verða dómari yvir øllum. Hann vil verða okkara talsmaður og vísa okkum sína rættvísi. Og vit skulu verða fríð. Fríð frá eini stórari byrðu av skuld

 

 

Leygardagur 07.08.2010

 

At trúgva, tað er at hvíla í hansara fullgjørda verki

 

Men trúgv er treyst í tí, sum vónað verður, sannføring um teir lutir, sum ikki eru at síggja.

 

(Hebr 11,1)

Trúgv er at hava samband við lívsins keldu, og at hava samband við Gud, og harvið eitt nýtt lív í okkara Harra Jesusi Kristi. Trúgv kemur framman undan eini broyting til at vera lík Kristusi. Trúgv er at ogna sær Guds opinbering í Jesusi Kristi og at byggja alla tilveruna á Guds Heilaga orð og blíva rótfest í øllum, sum Bíblian sigur um áminning og uppbygging. At trúgva er einki minni enn, at hvíla í trúnni á Jesusar fullgjørda verk á Golgata.

Trúgv og lívsáskoðan hava einki til felaga. Lívsáskoðan er nakað, vit kunnu vísa framm, men trúgv er okkum givin frá í erva, og sum einki menniskja av sær sjálvum kann vísa framm. Vitinskapurin kann evna eitt fræ, sum í okkara eygum heilt líkist einum vanligum fræði, men sum ikki hevur evnini til at spíra og vaksa. Á sama hátt kunnu vit ímynda okkum eina deyða trúgv, sum ikki kann brúkast til nakað, tí hon kann einki útinna og er og blívir eins og tað menniskjaliga framleidda fræði, deytt. Hava vit eina Gudsgivna trúgv, so eiga vit at vakja yvir henni, tí hon er meira dýrabarð enn tað størsta ríkidømi, sum forgongur, men trúgvin verður verðandi.

Trúgvin evnar eina brúgv yvir um dýpi, sum berð okkum yvir um tað avgrund, sum er skapt av syndini. Við at trúgva á Gud, var tað rokna Ábrahmi til rættvísi. Og taka vit við trúgv móti boðskapinum um semju við Jesusi Krtisti, so kallar Gud okkum eisini rættvís við trúnni. Trúgvin sær ein veg, har tað fyri okkum er eingin vegur at hóma. Trúgvin er ein gáva frá Gudi.

 

Fríggjadagur 06.08.2010

 

 »Gáa eftir, at tú gert alt eftir fyrimynd, sum tær varð sýnd á fjallinum!« (Hebr 8,5)

Mósen mátti ikki byggja tjaldbúð eftir egnum tykki, men hvør lutur, sjálvt tann minst tíðandi lutur skuldi verða eftir Harrans fyrimynd.

Og á sama hátt skal tað verða við tær. Tú skalt jú verða Guds Tempul. Títt lív skal forma seg eftir Guds vilja. Kristus skal vinna vøkstur í tær. Ver tá ikki ólýðin, tá hann kallar teg inn til sín, um tað enn er trupult fyri teg, ja, eins og ein fjallaklintran. Ver ikki ólýðin móti tíne himmalsku sjón, sum hann vísti tær, meðan tú sat í kirkju, meiniheit ella í loynikamarinum við tíni Bíbil, og tú kendi, at hann kallaði teg til sín gerning, ið jú er tað sama sum tín skylda.

Av og á vísir hann okkum myndir í einum, men mangan smátt um smátt. “Gerð tað barn mítt!” sigur hann “og gerð tað so”. Og mangan fata vit ikki meiningina vi ta sama, men vit eiga altíð at fata tað vi tíðini. “Hvat eg gerði nú, fatar tú ikki, men tú skalt fata tað í frammtíðini.”

Og ver vísur um, at tá í Gud vil hava teg at byggja, so vil hann eisini fáa til vega tilfar.

 

Hósdagur 05.08.2010

 

Ein kongaligur prestaskapur

 
Gev einum hjarta, sum tiga ei kannn, loyvi at siga frá tí, sum tað fann! Tað er mítt rós, og tað vitni eg: Eg eri ein frelstur syndari! (Sigurstónar 31, 4)

Hvørji eru vit tá? Vit “eru ein útvald slekt, ein kongaligur prestaskapur, ein heilag tjóð”(1 Pæt 2,9), sum Gud hevur kalla út úr myrkrinum til sítt undirfulla ljós og klætt okkum í Jesu rættvísi, sum vit til eina og hvørja tíð eiga at varða um, tí tað er okkara dýrabarðasta ogn.

Kristin líkjast øllum øðrum menniskjum, men har heldur líkheitin uppat. Sum Guds børn, so er Himmalin okkara rætta heim, so vit rokna okkum sum útlendingar her á jørð. Eitt heilagt fólk, sum Gud hevur kalla út úr myrkrinum. Bíblian áminnir okkum um, at altíð at hava tað fyri eyga.

Gud hevur hetta krav til okkum, at vit skulu verða “eftirfylgjarar Guðs eins og elskað børn”(Ef 5,1). Tá vit ferðast millum onnur meniskju, so eigur tað at síggjat á okkum hvønn vit hoyra til. Tað er einki pláss fyri fríðtíðar– ella ítrivs– kristindóm. Tað eigur at vera eitt fultíðar arbeiði fyri okkum, at vísa okkum sum tey, vit eru. At vera Gudi líkur, sum hansara elskaðu børn, er stórt. Men Gud krevur ikki meira av okkum, enn hann veit, vit megna. Tann størsta treytin er, at vit eru endurfødd til eitt nýtt lív og hava yvirgivið okkara vilja til Gud, so vit ikki seta okkum ímóti hansara vilja.

 

 

 

Mikudagur 04.08.2010

 

Orðsins tídningur

 

Kortini haldi eg tað vera beint at vekja tykkum við áminning, so leingi sum eg eri í hesum tjaldi. (2 Pæt 1,13)

Í ørindinum frammanfyri áminnir Pætur um tað stóra høvi, sum eitt Guds barn hevur fyri at liva eitt støðugt, ríkari lív. Og hann minnir okkum á, at vaksa og búnast í okkara trúgv á Jesus, so vit kunnu blíva grundfest í sannleikanum. Pætur vildi brúka tíðina meðan hann enn hevði hana, og meðan hann enn mintist tey orð, sum Jesus segði við hann við Tiberiasvatni, at hann skuldi fáa ein bráðan deyða. Tí áminnir hann tey um, tá hann var burtur og ikki meira kundi áminna tey, at tey skuldu halda fast við sannleikan. Hann vísir á, at boðskapurin um okkara Harra Jesus Krist kraft og hansara afturkoma ikki var saman penta møsn, tí hann sjálvur hevði verði eygnavitni til Jesusar guddoms dýrd. Og hann áminti tey til, at geva gætur eftir teimum sonnu profetisku orðunum. Guds orð eru ikki komin av manna hugsan, men drivnir av Heilagum Anda talaðu menniskju, hvat tey fingu frá Gudi.

Vit, sum í dag lesa orð Pæturs, vit treingja eisini til at vera vakt vi hansara áminning. Dølskni treingir seg inn á okkum uttan at vit varnast, so teir gomlu sannleikanir, sum hava verði eins og vitar fyri okkum ikki lýsa vi somu styrki eins og fyrr. Vit lesa kanska minni í Bíbliuni enn fyrr. Men tað, ið Pætur sigur, at vit eiga áhaldandi at lesa í henni fyri at halda okkum vakin og veða ansin yvurfyri Orðsins boðan, annars støggar okkara vøkstur. Orði hevur til eina og hvørja tíð naka nýtt at siga okkum, ið vit hava brúk fyri.

 

Týsdagur 03.08.2010

Harrin, er mín styrki

 

Tí at fikutræið blómar ikki, og víntræið gevur ongan ávøkst, oljugróðurin svitast, og akurlendið gevur onga føðslu, seyðurin er rændur úr støðunum, og neyt eru eingi eftir í fjósunum. Men eg vil gleðast í Harranum og fegnast í Guði frelsu mínar. Drottin, Harrin, er mín styrki; hann ger føtur mínar sum hindanna og letur meg ganga yvir hæddirnar og hevja song við streingjaleiki. (Háb 3,17 – 19)

Um so var, at alt tað, sum um kundi geva okkum inntøku misseydnaðist og einki vísti seg at eydnast fyri okkum, vildu vit tá eins og Habakuk sagt:”at eg vil fegnast , tí Harrin, er mín styrki”! Tað er lætt at siga, til tín Gud, eg havi sett mítt álit, men gera vit nú tað, um regni ikki kemur, so jørin ikki gevur tað, sum er sáða. Ella vit verða rakt av eini sjúku, ella arbeiðloysi?

Um so er, at vit eiga nok av øllum, so er tað lætt at siga, at vit hava álit á Gud. Men sannleikin er nok tann, at vit stóla meira uppá okkara góðs og gull enn á Harran. Dávid hevði eina heilt aðra áskoðan, tá hann skrivaði: Harrans ráð eru rætt, gleða hjartað. Harrans boð eru rein, gera eygað bjart…. Teir eru dýrari enn gull og fjølmangir gripir.” (Sl. 19, 9 & 11)

Seta vit okkara álit á Gud, tá skulu vit ikki blíva til skammar, um so alt tað, vit sjálvi hava samla blívir til einkis. Harrans lóg og orð blíva aldrig burtur. Og er hann bert við okkum og vit við honum, tá er alt gott, sjávt um vit ikki kunnu síggja tað, tí hann er okkara styrki.

Mánadagur 02.08.2010

 

Man nú Guð hava sagt

 

Og hann mælti við konuna: Man nú Guð hava sagt, at tit ikki mega eta av nøkrum træi í aldingarðinum?  (1 Mós 3,1 )

Hesi orð eiga vit at taka við læru av, og taka tey í størsta álvara, tí hetta er fyrsta álop frá satan á menniskju, og her síggja vit inn í tjarnuna av øllum hansara álopum móti okkum og harvið síggja vit eisini tað einasta mótálop móti honum.

Kjarnan í freistingini er júst spurningurin um Guds orð. Er Guds orð álítandi, so at vit í øllum førum kunnu rætta okkum eftir tí, ella eiga vit at hyggja eftir og finna góðar grundir fyri at meina naka annað, enn tað, ið Gud sigur “Man nú Guð hava sagt?” Her stendur stríði, og her verður tað avgjørt, um tú fellur ella stendur!

Her hava vit frágereðingina um, hvussu ein kristin brádliga kann broyta meining, so naka, sum hann helt seg langt burtur frá, tí tað var synd eftir Guds orði, blívur til naka, sum hann ikki sær nakran skeivleika í, ja, kanska byrjar hann beint út at verja tað.

Tað er eisini grund til, at vit upp gjøgnum tíðinar og heilt inn í okkara tíð kunnu síggja dømi um, at menniskju í Guds navni hava gjørt tær mest ræðuligu gerðir, og hava samtíðis bannað gerðum, sum Guds orð á ongum sinni hevur tala um.

Grundin til alt hetta er, at vit heldur enn at lurta eftir Guds orði og rokna vi svarinum frá tí, so byrja vit at hugsa á egin hond. Heldur enn at siga, hvat Gud hevur sagt, so heldur brúka eina vending, har ein sjálvur meinar, hugsar ella dámar, kanska tí ein hevur eina innari kenslu, ella innari rødd, ella meiningina hjá einum øðrum, sum ein er blivin sannførdur um.

Tað er ein neyv lísing av freistingum satans vit síggja, tá kristin missa trúnna og missa álitið og frímóði yvir fyri Gudi, tí hann er farin at gáa eftir sínum syndum og brekum. Hann gloymir heilt, at hava álit á, hvat Gud sjálvur hevur sagt í evangeliienum, og heldur hyggur at sær sjálvum og kann ikki finna eina tí einastu grund til, at Gud skuldi fyrigivi honum.

Stríði stendur og fellur so statt við Guds orð!  Bert orði aleina skal avgerða, hvat í er synd, og hvat er tað góða og heilaga. Bert tað, sum Guds orð bannar beinleiðis ella tað, sum fatar um kærleiksboði, er synd, og bert tað, sum Guds orð bjóðar beileiðis ella kærleiksboði, eru góðar gerðir. Her er okkara ansur og hugburður uttan týdning, tí alt valdast av orðinum!

Hygg uppá Kristus! Hansara einasta vápn móti satan, tá hann bleiv freistaður í oyðumørkini  var: Tað stendur skriva! Tað eigur tí eisini, at vera okkara einasta vápn!

 

Sunnudagur 01.08.2010

 

Eg komi skjótt

 

...tí at menniskjusonurin kemur í teirri stund, sum tykkum ikki varir. (Matt 24,44)

Hesin boðskapur er ein partur av tíð stóru gávu, at Jesus Kristus kom til jarðar fyri at frelsa syndarar. Vit eru ikki latin aleinaði í einum heimi fullur av óndskapi og líkasalu. Jesus kemur aftur í tíð tíma, ið vit ikki vænta. Vit eru húshaldarar yvir Guds skaparverkið og eru okkara medmenniskjunar samtænarar fyri at geva teimum tann andaliga matin, ið skal til, so at tey kunnu verða tilreiðar, tá Jesus kemur aftur og sær, um vit hava verði trúgv móti hansara orði. Men mong eru meira upptikin av jæriskum endamálum. Og fyri tey vil Jesu afturkoma verða yviraskandi og tímiliga ópassandi.

Tað er ikki nok einaferð at hava verði tilreiðar, um so er, at vit ikki eru tað  í dag. Vit eiga at vera trúgv til tað síðst í tíð gerningi, sum vit hava fingið av Gudi. Vit eiga ikki at vera eins og verðsins børn, tað at vera upptikin av mati, drekka og at taka tað róligt, men eiga  at leggja okkum eina við, at okkara partur, at vitna fyri okkara samtíðar menniskjum, so tey eisini kunnu finna frið við Jesus. Og at tey fáa sín andelia mat rættstundis og av tíð rætta slagnum. Hendan tænastan hvílir ikki bert á nøkrum fáum, men øllum kristnum. Jesus kemur aftur og hann hevur løn sína við sær, at gjalda einum og hvørjum, tað hann/hon hevur uppiborði. Tey trúgvu skulu verða saman við honum. Men tey ótrúgvu skulu fáa plás saman við falsarunum, har skal verða grátur og tannagrísl.

 

Ígjøgnum trongdir stundum eg skal gá,

um eg til vin mín, Jesus, fram skal ná.

Við einki stríð ei sigur vinnast kann,

og uttan sigur krúna eingin vann.

MS. 590, 4

 

Leygardagur 31.07.2010

 

Líkasæla

Einki skal kunna skilja okkum frá kærleika Guðs í Kristi Jesusi, Harra okkara. (Róm 8,39)

Tað er ikki bert avstandur, ið kann gerða skilna, tað kunnu meiningar, lívsáskoðanir, misforstáðilsi, óndar kreftir og mangt annað, sjálvt smámál kunnu koma eins og eitt fjall, ið ikki er komandi yvur. Hvat er tað gott, at einki skal kunna skilja okkum frá Guds kærleika í Kristi Jesusi. Men tað er ein fortreyt, at vit vakja og biða, og at vit vilja av hjarta verða Jesu eftirfylgjarar. Líkasæla kann skilja okkum frá Guds og Jesu kærleika. Líkasæla kann sum einki bliva forbannilsi fyri okkum, so vit lata Guds orð og boð liggja og gerða, so sum vit sjálv vilja. Vit eiga at halda fast í Guds lyftum og biðja og bøna: “Harri, halt mær fast, skrykk meg vaknan, um so er, at tú sært, at eg eri ávegis inn í líkasæluna!”

Í einari bók eg las, har hevði ein persónur skriva á eitt blað: “O, Gud, lat einki her meg skilja frá tíni náði. Gerð meg kvirran!” Tað eru mong ár liðin síðani hesi orð vóru skrivaði, men vit standa áhaldandi mitt í stríðnum millum gott og ónt og dovna so lætt og ansa ikki eftir, at vit av øllum mátti halda okkum nær at Gudi.

Ísraels fólk máttu gjalda dýrt, tí tey gingu tann mótsatta vegin, og stýrd av teirra andaligu leiðarum, sum vóru so gudrøknir í egnum eygum, men sum Gud ikki kendist við.

Lat tú góði vinur ikki tað ráma teg, tí tú ert dýrt keyptur, og blóði frá Frelsaranum á Golgata, tað grøðir enn í dag. Ja, ein hvønn í vil boyggja seg fyri Jesusi, og sum leingist eftir at siga: “Jesus takk fyri frelsuna!”

 

 

 

 

Fríggjadagur 30.07.2010

 

At vera rættvísur og rættvísgera

... við tað at Guð í umbæri sínum hevði umborið tær syndir, sum fyrr vóru gjørdar, fyri at sýna rættlæti sítt í teirri tíð, sum nú er, til tess at hann kundi vera rættvísur og rættvísgera tann, sum hevur trúgv á Jesus. (Rom. 3, 26)

Bíblian sigur, at øll menniskju hava syndað. Tað er eingin munur á syndarum. Øll eru vit syndarar og vanta Guðs heiður.

Tí eiga vit øll at koma á sama hátt: Tey ríku og tey fátæku, kongar eins væl og biddarar, hvít og svørt – vit mugu øll koma sum syndarar.

 Spurningurin um, hvør avleiðingin av syndini er, er fyri altíð avgjørdur av Guði. Men frelsan - ella glatanin - er fyri hvønn einkultan og er treytað av tí eina spurninginum: ”Hvat hevur tú gjørt við Jesus Kristus?”

Tú kanst vera tann vánaligasti, lægsti, mest hataði brennivínsmaður, spottandi syndari og lógbrótari. Tú kanst vera forherðaður av synd, teipaður av djevlinum og kenna, at tú ert tann vánaligasti skapningur í allari verðini. Men tá tú í trúgv søkir Jesus og tekur ímóti honum sum tínum persónliga frelsara, verður tú beinleiðis gjørdur til eitt Guðs barn. Alt títt fyrra lív verður útstrikað fyri ævigar tíðir. Tí tú verður rættvísgjørdur!

 Er tað ikki alt ov gott at vera sannleiki? Jú, at skilja tað, tað eru vit ikki før fyri. Men Guð hevur bundið seg við sínum lyftum. Og tá hann altíð er rættvísur, heldur hann eisini síni orð. Tað er júst tað, hesi orð vilja siga við okkum: ”Hann kundi vera rættvísur og rættvísgera tann, sum hevur trúgv á Jesus”. Tað krevst ikki av tær, at tú skalt vísa góðar gerningar ella eitt vakurt lív.

 Góðir gerningar kunnu ikki frelsa okkum. Tað einasta, vit kunnu gera, er í trúgv at flýggja til Jesus, har hann endurloysir okkum. Tí hann hevur goldið endurgjald fyri okkum. Alt tað Guð krevur av okkum fyri at góðtaka okkum, hevur Jesus givið okkum við at doyggja í okkara stað. Syndin er tikin frá okkum, og hann tilroknar okkum rættvísina uttan gerningar, tí: ”Hann rættvísger tann, sum hevur trúgv á Jesus.”……Amen……                 

 

Ólavsøkudagur 29.07.2010

 

Er øll vón úti

 

Á, HUGSA TÆR, UM TÚ OG EG TÁ VERÐA Í LAG VIÐ TEIM, HVØRS OLJA ØLL ER BREND, OG LAMPUR VÁRAR UTTAN LJÓS TÁ BERA, AV BRÚÐGÓMINUM ALDRI VERÐA KEND! (MS. 189, 3)

Tað er betur at vera bangin fyri glatan, enn at liva í líkasælu og fáfongd, so til síðst við ræðslu sanna, at dyrnar til Guds ríkið eru endaliga latnar aftur. Gud hevur givið øllum tíð til at søkja hann, sum er lívsins upphav og bert hann kann frelsa okkum. Men mong misníta lívsins dagar. Og tað umráðandi í boðanini er ikki hoyrd, um frelsu við trúnna á Jesus, tað vildu vit ikki hoyra. Fyri tey er øll vón úti, tá teirra tíð er at enda komin.

Gjøgnum tíðinar hevur Gud ávara um fylgjunar av, at ikki at fylgja hansara avgerðum og boðum. Hann vil, at tann gudleysi skal “venda frá sínum vánda vegi, so at hann má liva.”(Ez 18,23)

Ein umvending er Guds treytir fyri, at vera við í tí skara, hann vil kennast við, tí tað má einki óreint verða í Guds námind. Og utttan, at vit venda um til Gud, er tað eingin møguleiki fyri at blíva frelstur. Einki minni enn Jesus, og bert hann kann taka burtur tað órættvísi, sum vit berða í okkum, tí mugu vit føðast av nýggjum.

Tað er tað, sum Gud vil, at vit skulu náa. Vit eiga tíð ikki at standa uttan eina støðutakan, ja, kanska hálvvegis, men vit eiga at taka eina avgerð, og venda um til Gud, við Jesusi Kristi.

Á, hugs tær, at meðan her vit streva, vit hoyra, at vit kunnu olju fá, sum vil oss ljós á brúdleypslampu geva, so glað vit kunnu fram til portrið gá! v/4

 

Mikudagur 28.07.2010

 

Styrki tykkara

 

...so at tit mega styrkja tykkum til at halda ferðina fram... (1 Mós 18,5)

 

Bíblian sigur tað heilt greitt, at vit koma til at møta roynslum. Annars vildi hon ikki tosa um, at vit eiga at halda út og styrkjast á ferðini. Ein trúgv, ið ikki verður roynd og nerva, er ikki mikið verd. Bert tann, ið trýr, hann kennur til, at vera nervaður. Má tað verða ein uggan fyri teg sum mitt í tínum iva er bangin fyri, at Gud hevur gloymt teg.

 

Álop er ikki eitt tekin um veika trúgv. Tí bert tann livandi og virkna trúgvin verður álopin. Í sálma 42 møta vit einum persóni, ið er álopin. Har stendur millum annað:»Hví hevur tú meg gloymt? Hví skal eg sorgarklæddur ganga, av fíggindum kúgaður?« (Sl 42,10)  Sum hjørtur tráar eftir rennandi áum, so tráar mín sál eftir tær, o Guð!” (Sl 42,2) Tann longsul og troyst eftir Gudi, ið vit møta í hesum sálma, vitnar um stórt álit - um eitt menniskja, sum fyri hann hevur Gud alt at siga.

 

Vit eiga at taka roynslunar av Guds hond. Jákup skrivar: “Haldið tað, brøður mínir, fyri bera gleði, tá ið tit verða staddir í ymsum freistingum, við tað at tit vita, at roynslan av trúgv tykkara virkar tolmóð.”(Ják 1, 2 - 3) Tá okkara trúgv verður roynd, so førðir tað til úthaldni. Vit eiga tí ikki at standa misnøgd og spyrjandi yvir fyri Gudi, tá hann førir okkum út í nakað, ið seinri í lívinum vil blíva okkum eitt dýrabart minni. Tá vit umsíðir náa málinum og koma heim til Gud, tá skulu vit síggja alt, ið er hent í hansara ljósi. Og tá vilaja vit verða eins takksom fyri tær myrku og stormandi stundir sum fyri viðgongd og ljósar dagar. Vit læra aloftast og kenna Guds nærveru sterkast í myrkri og mótgongd.

 

Máttu vit haft styrki til, at halda út í roynslum og ikki gloyma lívsins sigurskrans, sum hann hevur lova øllum teimum, ið elska hann.

 

Mánadagur 26.07.2010

 

...men dugnaskapur okkara er frá Guði, honum, sum eisini gjørdi okkum dúgligar til at vera tænarar fyri nýggjum sáttmála... (2 Kor 3, 5 - 6)

Tænastan eftir tíð gamla sáttmálanum var long og tung, og gav hartil bert boðini: “Tú skalt!” og “Tú mást ikki!” Lóðin stillaði krøv omaná krøv, men gav ikki nakra kraft til at halda hana. Men við tíð nýggja sáttmálanum komu hesi undursomu orðini: “Tað er fullgjørt!” Lóðin bleiv við innsetanini av tíð nýggja sáttmálanum uppfylt til tann minsta bókstav, av tíð, at Jesus doyði í okkara stað. Við at viðganga, at vit hava synda, at vit angra okkara syndir og taka ímóti Jesusi, so eru vit frelst av Guds náði. Tað nítist ikki nakar dugnaskapur, eingi kostbar offur, ongar tímalangar bønir og eingin foring fyri svøvni, hvílu, mati ella drekka.

Vit eru tíð tænarar hjá tíð nýggja sáttmálanum. Sum Guds hjálparar, eiga vit at vitna um, hvat Jesus hevur og gerð fyri okkum. Ein og hvør við byrðum av synd, kann koma og fyri einki, at taka ímóti rættvísini og Heilagum Anda frá Gudi. Og hann gevur okkum á sama hátt endurføðingina og ein undursaman møguleika at siga farval til alt tað gamla í okkara lívið. Vit skulu tíð ikki verða trælir undir verðsins ljósi, men verða fríð, undurfult fríð, so vit kunnu tæna Gudi í anda og sannleika.

Men tann, ið ikki vil verða fríður, vil áhaldandi verða bundin av synda leinkjunum, og stríðast við tað gomlu byrðuna uttan syndana fyrigeving, og uttan tað nýggja lívið í frælsi og gleði.

 

Tú, sum leinkjur slítur,

loysir trælabond,

bráka rør ei brýtur,

grøðir særda ond,

sál mín til tín gongur,

eigur besta lut,

ei ein trælur longur,

men títt barn, o, Gud

MS. 713, 1

 

Sunnudagur 25.07.2010

 

Friðurin, ið berð av øllum friði

 

...hann er friður okkara... (Ef 2,14)

Gud ynskir at fylla okkara bangna hjarta við sínum undirfulla friði.

Hvørt eitt menniskja, sum ynskir tað, kann fáa lut í hesum friði. Bíblian sigur, at Jesus Kristus hevur gjørt tað gjørligt fyri okkum at fáa frið. Hann kom at boða frið. Og hann gjørdi á krossinum semju millum Gud og tí falnu ætt.

Jesus er okkara friður! Tíð kann eingin annar og einki annað geva okkara bangna hjarta frið. Tað er týdningarmiki, at vit minnast tað! Tað er ikki tínar innaru kenslur, ikki tín iðran, tínnar bønir ella tín heilaggering, ið er tín friður. Men Jesus sjálvur er friðurin!

 “Frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum...” (Jóh 14,27)  Sigur Jesus. Tá vit halda fast um tað, so vil friðurin í okkara hjørtum vera líka so óbroyteligur, eins og Jesus er óbroyteligur. Sjálvt um friðurin í okkara hjørtum verður órógva í hesum friðleysa heimi, so eiga vit áhaldandi friðin í Honum, tí tann friðarsáttmáli, ið hann undirskrivaði við sínum egna  blóði, á ongum sinni kann broytast!

Tá tú ert ekkamikil og bangin, tá í heimsins kaldi vindur herjar á teg, og tú ikki longur kanst merkja, at tú hevur frið, so hugsa um Jesus Kristus. “Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir.” (Hebr 13,8)  Og latum okkum minnast til, at hann er okkara friður!

Rættvísgjørd av trúgt hava vit tí frið við Gud, við Jesusi Kristi! Tú kanst ikki fáa naka størri og meira enn Jesus! Í honum hava vit alt. Tess meira tú hugsavnar teg um hann og hansara fullgjørda verk, tess týdningamiklari og dýrdarríkur verður tín friður.

Tú kanst ganga frammtíðini í møti í álitinum á Jesus. Tú kennir hansara undurfulla kærleika og leiðslu til dagin í dag. Hann vil eisini verða tann sami í døgunum, sum koma. Óttast tí ikki - hann vil verða tín friður.

 

Friðleysa hjarta, sum verðin bert skaðar,

tú, sum teg gremur í órógv´ og klagar,

Jesus, tín frelsari, eymliga spyr teg nú:

:,: Kemur tú ei brátt? :,:

MS. 291, 1

 

 

Leygardagur 24.07.2010

…bert tómleiki er allur hans hávi… (Sl 39,7)

Jesus segði við Martu: ”Tú gert tær ónáðir og stríð av mongum; men eitt er neyðugt.” (Luk 10,41 – 42)

Tíðin er okkara versti fíggindi nú um tíðir, men mitt í okkara rokan gloyma mong, at eitt er neyðugt tann góði luturin er at sita við Jesu føtur, og taka sær tíð til at hoyra hvat hann hevur at siga við okkum. Virðir og pengar er einki vert, tá lívið er við at renna út. Tross tað, at tað eina hevur ævinleika tídning. At liva lívið í samfelagi við Gudi, er eins og Paulus sigur við korintmanna: ”við tað at tit vita, at arbeiði tykkara ikki er burturspilt í Harranum!” (1 Kor 15,58) Tað er nakað at síggja framm ímóti, sum fylgir okkum inn í ævinleikan. Tað er eins og ein óðsjóligur múrur, nøkur arbeiða fyri pengar og frammburð, men tað  gevur bert tómleika, tí tað eru bert deyð ting. Onnur velja tað eina neyðuga, at seta Gud fremst í øllum viðurskiftum, og takka fyri dagligt breyð og alt tað vit hava fyri neyðini í tí dagliga. At vera ríkur er ikki nøkur synd í sær sjálvum, men tað eigur ikki at fáa fyrsta pláss í lívið okkara, tað máa bert hoyra Gudi til.

 Bert sum ein skuggamynd maður gongur, bert tómleiki er allur hans hávi. (Sl 39,7) Ein skuggi setir ikki spor eftir sær. Bert tað eina neyðuga at hoyra Harranum til hevur ævinleika tídning. Tey, sum hoyra Harranum til eru: ”eins og træið, plantað við áarløkir.” (Sl 1,3) Tað vil so siga, at tey á ongum sinni skulu koma at mangla gleði og innihald í lívið teirra. Taka vit okkum tíð til at sita við Jesu føtur, so blívir tað ikki tómleiki í lívið okkara.

Fríggjadagur 23.07.2010

 

Gleðin um Frelsaran

 

Harrin, Guð tín, man vekja upp av brøðrum tínum profet, tílíkan sum meg; hann skulu tit lýða á. (5 Mós 18,15)

Uttan at vera føddur til, at geva lív sítt til endurloysn fyri mong, so var Jesus eisini profetur, kongur og høvisprestur til ævigar tíðir. Frelsarin sjálvur var barn eins og vit, men uttan synd. Men um hann var barn eins og vit, so barð hann tað tungu byrðu, at vita, hvat, ið bíðaði honum. Verðin hevði í øldir rópt efti einum frelsara. Og í fylling tíðarinnar sendi Gud son sín, Jesus Kristus, til okkum sum Frelsara og fyrigeving, og fyri at geva okkum kunnleika um Gud og um meiningina við lívið okkara.

Tað er tíð til at gera hjarta tilreiðar fyri tí komandi stóru hátíð. Ein syndafull ætt, sum vit eru, so fingu vit ein gest í okkara miðu, ein gest frá tí høga, ið setti seg so lágt, og lat seg føða eins og vit inn undir okkara viðurskifti, fyri at frelsa okkum. Vit vilja biða hann um at vera í okkara mittu, og vilja tilbiða, takka, æra og lovprísa fyri hansara komu, tí uttan hann er tað eingin frelsa og eingin vón. Mong eru  tey, sum ikki gleðast yvir Jesu komu, men vit vilja vísa okkara gleði við hesus orðum: Tey gleðiboð frá himna høll har einglaskarin vítt um vøll; um náðiborð úr Dávids stað tí syngja vit enn hjartans glað. (MS. 104, 4)

 

Mikudagur 14.07.2010

Miss ikki Jesus úr eygsjón

 

Brøður, eg haldi ikki meg sjálvan enn hava gripið tað, men eitt geri eg: eg gloymi tað, sum er aftan fyri bak, og eg rætti meg fram eftir tí, sum er fyri framman, og skundi soleiðis at málinum, til tann sigursgrip, sum Guð hevur kallað okkum til úr erva í Kristi Jesusi. (Fil 3,13 -14)

Gogngur tað nú við stórum fetum uppeftir hjá okkum? Man tað ikki mangan verða eins og við sniglaferð, ella vit standa heilt still, ella vit glíða tann skeiva veg? Paulus vísir okkum á, at tað er umráðandi, at rætta okkum eftir tí sum eg fyri framman. Er tað okkur, sum vit gjarna vilja eiga, so kunnu vit strekkja okkum rætteliga langt. Rætta og strekkja vit okkum langt nokk fyri at fáa størri ríkidømi hjá Guði? Á hvønn hátt kunnu vit gerða tað? Vit eiga fyrst og fremst ikki at blíva troytt av at lesa í Bíbliuni, og at biða til Guð. Vit eiga á ongum sinni at gevast, men halda út í trúnni, at tað, Guð hevur sagt, er hann eisini mentur at útinna. Um vit ikki eru før fyri, at koma framm við stórum fetum, so koma vit tó framm við mongu smáumm fetum. Tað, sum umræður er, at vit við ivri rætta frammm móti málinum.

 

Vit eiga eisini at økja um fartin, so at einki má ella kann støgga okkum, men at vit náa málinum við fullari ferð. Eru tað mong, sum stríðas frammeftir, so vil tað verða enn fleiri, sum fylgja aftaná. So náa vit har til, at vit kunnu taka stór fet og verða áhaldandi í gongdini framm móti málinum. Miss ikki Jesus úr eygsjón!

 

 

Leygardagur 03.07.2010

Búgvin til ferðar

 

…tí at hitt sjónliga er tímiligt, men hitt ósjónliga ævigt.  (2 Kor 4,18)

Um vit vóru búgvin til ferðar og á ongum sinni, at koma heim aftur, so vildu vit gjørt alt, hvat vit kundu, at fyrireika okkum til okkara nýggja búðstað. Bíblian lærir okkum, at her í heiminun eru vit fremmand, og útlendingar og bert vallarar, sum eru á ferð eina stutta stund. Og at vit í okkara nýggja heimlandi skulu uppliva eina sælu, ið vil vera uttan enda. Men vit eru treyðu og jærðbundin og hugsa so nógv um tær umstøður vit liva í her og nú, so vit hugsa líti og einki um tað ósjónliga, sum tó er tað týdningarmikla, tí tað er ævigt. Vit kunnu við okara vit og skil síggja, hoyra og kenna, at okkara tímeligi heimur er til, men hin skulu vit níta trúnna til, um so er, at vit skulu uppliva tann andeliga. Mong síggja trúnna fyri bert at vera eitt hugtak. Men tann, ið lesur Bíbliuna fyri at finna framm til frelsuna og endurføðingina vi trúnna á Jesus, uppliva, at tað er ein royndur lutur, ið kann vaksa seg sterkan, so vit við apostlinum Jóhannes kunnu siga: Vit vita!(1 Jóh 3,2)

Eitt barn við góðum og kærleiksfullum foreldrum hevur eitt slíkt álit á teimum, at trúgvin hjá tí, til teirra hvílir í eini støðu, ið er bygdur upp í samlag, sum á ongum sinni hava uppliva bilan. Tað er ein mynd til tey kristnu viðurskifti við Faðirin, Sonin og Heilagan Anda. Tí blíva tey ósjónligu viðurskifti so verulig fyri okkum, at tey blíva ein royndur lutur, ið vit kunnu byggja okkara lív á. Tað gevur gleði, kraft, javnvág og frið, og harvið fær lívi meining. Vit kunnu síggja, at vit her á jørð bert eru á eini gjøgnumferð fyri at náa framm til tað nýggja Jerusalem, har Gud sjálvur vil verða mitt í millum sín frelsta skara.

 

Ein vallari so lítil

nú fór til Sions stað;

hann hevði føgur klæði,

hann sang eitt gleðilag.

Ei nøkur byrði nívdi –

við krossins fót hon lá.

Hann átti mátt og frímóð,

tí Kristi blóð hann sá.

MS 334, 1

 

Fríggjadagur 02.07.2010

 

Gud er ikki blindur

 

Men Guð sýnir kærleika sín til okkara av tí, at Kristus doyði fyri okkum, meðan vit enn vóru syndarar. (Róm 5,8)

Rættvísi Gud, sum elskar øll menniskju, hóast vit hava verði ótrúgv móti honum á  mangan hátt, so sendi hann son sín fyri at avtaka lógina, so at vit kundu verða loyst í honum. Gjøgnum alla søguna hevur hann fylgt við menniskjanar stríði og byrðum av teirra egnu vánaligheit.

Golgata vísir sjálvt tí mest yvandi, at Gud ikki er blyndur fyri okkara vónleisu støðu, men at Gud sjálvur er tilreiðar, at taka líðinganar saman við okkum. Guds stóri kærleiki til menniskju bleiv vístur á krossinum, har hansara miskun fyri øllum menniskjum bleiv vístur likamliga gjøgnum Jesus Kristus: “...við tað at tað var Guð, sum í Kristi gjørdi heimin sáttan við seg...” (2 Kor 5,19)

Ivast ikki um Guds kærleika. Profeturin Jeramia skrivar:  “Í fjarlegd birtist Harrin honum: Við ævigum kærleika havi eg elskað teg, tí vart tú leiddur av miskunn míni.” (Jer 31,3)

Paulus sigur um Gud, at hann er ein, sum er ríkur í miskun. Tí hann elskar okkum við stórum kærleika. Tað var Guds kærleiki, sum førdi Jesus til krossin.

Ung menniskju hugsa nógv um kærleikan. Teir flestu av teirra sangum er um kærleika. Tann størstan eydnan í lívinum er, at kenna seg elskaðan. Bíblian sigur okkum, at Gud er kærleiki og at Gud elskar teg. At vera greiður um hetta, er av størsta tídningi. Einki er meira umráðandi. Við at elska teg, so hevur Gud stórar ætlanir við lívi tínum. Hvør annar kann leggja so góðar ætlanir, og vísa tær veg, sum hann.

 

 

 

Sunnudagur 27.06.2010

…gloym ikki allar vælgerðir hans! (Sl. 103, 2)

Á ársins síðsta degi standa vit spent og kanska eitt sindur fjálturstungin og hyggja inn í tað nýggja ári, hvat tað hevur at bjóða okkum av óndum og góðum. Í árinum, sum fór, so vóru nakrir dagar við gleði, aðrir við sorg, ja, kanska so stórari, at vit vóru noydd at søkja okkum hjálp og troyst frá Harranum. Hann hoyrdi okkara bønir, og ein dag, so vóru okkara trupuleikar loystir, og vit blivu so glað, at vit í okkara gleðisrúsi gloymdu at siga Jesusi takk, tí nú kundu vit skjálvi aftur. Vit vita hvussu langt okkara minni røkkur, um tað er ein í óðrættar okkum á ein ella annan hátt. Men mugu við nærri umhugsan ásanna, at vit eru gloymsk, tá tað umræður at takka Jesusi fyri hjálp og umsorgan.

Okkara ár eru til nú, eins og ein lang góðgerð frá Gudi. Tí,  ”Hann dró meg upp úr undirgangsins djúpi, úr tí botnleysa díki; hann setti mínar føtur á klettin og gjørdi føst míni fet.”(Sl. 40, 3)  Og síðani hevur hann hoyrt okkara bønir og hildi okkum uppi í teimum tungu løtunum.

Sálma 103, er ein góður sálmur, tá tað umræður at læra at takka fyri Guds góðsku og hjálp. Vit eiga ikki at gloyma allar hansara vælgerðir, tí tær eru so nógvar, at vit ikki eru før fyri tíð. Og við eini innarligari tøkk til Gud fyri hansara góðsku í tí farna árinum, so vilja vit leggja okkara dagar í hansara hendur í álitinum um, at hann, sum hevur hjálpt til nú, eisini vil hjálpa okkum í tí nýggja árinum.

 

Eg kann ikki telja øll saman,

tey prógv um Guds góðsku, eg fann,

so føgur sum sólarrisglæman

í ótaldum døggdropum brann

MS.37, 1

Mikudagur 23.06.2010

Tó at hann ikki læt seg sjálvan uttan vitnisburð, við tað at hann gjørdi gott og gav tykkum regn og gróðurríkar tíðir av himni, og mettaði hjørtu tykkara við føði og fagnaði.  (Áps 14,17 )

Mong menniskju hava eina ivandi trúgv og umberða seg við, at Gud ikki opinberðar seg og letur seg verða sjónligan í gerningum fyri teimum. Tey eru eins og Tummas, sum fyrst vildi síggja, áður enn hann kundi trúgva. Men ein slík umbering byggir á ov lítla kunning. Gud opinberar seg í natúrsins undrum. So sum sólini og tær milliónir av stjørnum, sum røkka longri út í universi, enn vit við okkara háteklogie kunnu síggja og hoyra. Og í teimu mongu planetunum, ið fylgja teirra leið uttan at stoyta saman. Í blomstrun og trøðum, sum ”sova” um veturin, men vakna upp til nýtt príði hvørt vár, tá sólin hitar jørina og luftina. Í blomstrunum, fuglunum, fiskunum og tær mongdir av djóra og flogkyktum. Í okkara fingra avtrykkið, har einki av milliardum er eins. Og hugsa um menniskja. Tað samanspæl, ið er millum likam, sál og anda. Eingin annar skapningur er gjørdur í Guds mynd, og við tíð, hava samfelag við Gud. Vit kunnu halda uppá, at alt hetta stýrist av sær sjálvum, men er ein sjónligur vitnisburður um, Guds gerning.

Eisini í sínum orði hevur Gud opinberða seg sjónliga, at tann, ið vil ásanna sannleikan, ikki kann koma uttanum at síggja Guds almátt og alvit. Eina helst, tá vit hugsa um tað profetiska umhvørvi, har Harrin vísir, at hann hevur vitan, sum røkkur frá æviheit til æviheit. Einki er fjalt fyri honum. Lat tað fylla okkum við gleði og tøkk, at vit hava ein slíkan Gud, ið heldur okkum í sínum hondum og leiðir okkum til sína frelsu.

Mánadagur 21.06.2010

Tí at frá honum og við honum og til hansara eru allir lutir.  (Róm 11,36)

Vit læra her, við fáum orðum, at lívsins gáta altíð hevur sín uppruna í Gudi. Lívið er gingi út frá Gudi vi eini rúgvu av klókskapi og í eini fjølbroytni í skapi, sum vit undrandi yvur kann virka. Men vit eiga ikki at undrast, tí tað er Gud, ið stendur aftanfyri alt. Við allari okkara vitsku blíva vit so lætt tøla og gloyima, hvat vit kunnu lesa í teimum fyrstu versunum í Bíbliuni. Paulus skrivaði orðini, ið vit byrjaðu við. Og hann heldur framm: ”Honum veri dýrd um ævir allar! Amen.”

Gud hevur eina langtíðar ætlan, við hvørjum einstakum av okkum, sum byrjaði langt áðrenn alt var skapað: ”líkasum hann útvaldi okkum í honum, áðrenn grundvøllur heimsins varð lagdur”.(Ef 1,3) Gud hevur mynda okkum til eitt lív saman við honum. Og okkara hjørtu verða áhaldandi óttafull og misnøgd, til vit finna hvíluna í hansara hondum.

Tað liggur til okkara, at spyrja spurningin: ”Hví!” ”Hví!”,  men Gud kann gev okkum svar, hvat hann vil við lívið okkara. Gud sá frammanundan alla gongdina í heimssøguni, ja, sjálvt syndafalli, men vildi kortini skapa menniskja framurskarandi og vakurt, sum krúnan á skaparverkinum. Hann avgjørdi frammanundan, at vit skuldu frelsast, halgast og rættvísgerðast við trúnni á Jesus.”við honum eru allir lutir til.” hansara ætlan fevnur um í dag, í morgin, ja, alt okkara lív.

So er spurningurin: Vilja vit verða í Guds ætlan, ella vilja vit ganga egnar leiðir?

 

Leygardagur 19.06.2010

…Tí at tit eru ein roykur, sum eina stutta stund er sjónligur og so hvørvur burtur. (Ják. 4, 14)

Tað liggur okkum mangan á, at leggja ætlanir uttan Gud. Eins og Jákup eisini skrivar: ”Í dag ella í morgin skulu vit fara…tit sum ikki vita, hvat ið verða skal í morgin!” Vit vita heldur ikki hvussu mangar dagar okkum er avmált, og endin á lívið okkara er kanska nærri enn vit hugsa. Tí eiga vit at gerða eins og sálmaskaldi skrivar: ”Á hvørjum degi vil eg teg prísa og navni tínum lova um aldur og ævir!”(Sl 145,2)

Vit eiga at læra at liva ein dag ísenn. Tá okkara byrðar blíva ov tungar fyri okkum at berða, so er tað tíð, at vit vilja berða byrðar fyri fleiri dagar samtíðis. Vit eiga at leggja tilrættis sum ein, sum er á eini stuttari vitjan frá vøggu til grøv, og altíð verða tilreiðar at fara. Tí eiga vit ikki lata nakað, sum kann gerðast í dag bíða til seinri. Vit eiga heldur ikki lata sólina seta yvur okkara vreiði, meinhuga ella nag. Ver altíð tilreiðar! Tað átti at verði okkar aðalmál, tí tað er avgerandi, at vit eru tilreiðar tá Gud kallar.

At læra at hava álit á Gud, má roynast. Vit hugsa, at vit eru nakað í okkum sjálvum og kunnu alt sjálv, og verða lætt freista til at leggja ætlanir langt framm í tíðina fyri lív okkara. Men lív okkara er eins og roykur í stilli. Tí eiga vit at taka ávaringina í álvara um, at vera tilreiðar, so vit gerða okkum tilreiðar, vit, sum eru eins og ein roykur eiga at minnast, tá vit gerða ætlanir, so eiga vit at leggja afturat: Um Gud vil!

 

Sum ein roykur, í stilli man standa,

so er menniskjalívið á fold;

vinur skilir tú ikki tín vanda?

Tínir javnlíkar leggjast í mold.

Sigurstónar 69, 1

Fríggjadagur 18.06.2010

…Eg eri hin fyrsti og hin síðsti, og umframt meg er eingin Guð til. (Jes. 44, 6) …hann, sum er, og sum var, og sum kemur, hin alvaldi. (Opi. 1, 8)

At Gud sigur, at hann er tann fyrsti og tann síðsti, má vera eitt annað orð fyri hansara almakt. Hann hevur til allar tíðir bæði tað fyrsta og tað síðsta orði at siga. Og hann sigur okkum, at hann sá okkum í móðirlívið meðan vit á ein undirfullan hátt vóru samansett í móðirlívi og fastsett okkara dagar og veg okkar á jørðuni.  

 

”Tí at tú hevur nýru míni gjørt, hevur meg vovið í móðurlívi!  Eg tær lovi, tí á undurfullan hátt eg varð skaptur, undurfull verk tíni eru, og sál mín fullvæl tað veit. Bein míni vóru ei fyri tær huld, tá ið eg varð gjørdur í duldum, myndaður í jarðardjúpum. Forløg míni eygu tíni sóu, og í tína bók vórðu skrivaðir allir teir dagar, ið avmáldir vóru, áður enn nakar av teimum var til.” (Sál. 139, 13 – 16)  

 

Tí er einki menniskja lív meiningsleyst, men kann blýva tað um vit velja syndavegin og ganga uttanfyri Guds ætlan. Tá eiga vit at venda um til Gud og við hansara makt slíta tey sterku bond, sum eingin megnar aleinaður. Gud gerð alt nýtt, eisini eitt lív, sum kennist uttan meining.

 

Men stríði kann vera hart og mong eru tey, íð bukkaundir á tí nýggja vegnum heim til Gud, sjálvt um tey eru byrjaði á honum, tí satan kemur við sínum lygnum og sigur, at tað er tíðarspill og av kreftum. Tí ein, ið er komin so langt út í synd kann Gud ikki hjálpa. Men Gud bæði kann og vil hjálpa, tá vit biða um hansara náði og frelsu og yvirgeva okkum til Jesus. Hann, sum er tann fyrsti og tann síðsti og hevur almakt, so eingin kann ríva okkum út úr hondum hansara um vit velja at liva lív okkara í hansara ætlan. Tá fáa vit eitt ríkt lív í samfelagi við hann.

 

Mikudagur 16.06.2010

Ein álvarsom ávaring

 

...eingin maður í Ísrael var fríðari enn hann...   (1 Sám 9,2)

Saul var hægstur og fríðasti maður í Ísrael, og valdur til at ráða yvur Harrans fólki og frelsa tað frá teirra fíggindum. Andi Harrans var við honum og byrti eldhuga í honum. Gud var við honum og hann æraði Gud.

Men Saul bleiv sjálvráðin og treiskur móti Gudi. Sámuel segði við hann, at hansara sjálvræði var ein líka so stór synd eins og gandur og eins álvarsligt sum at tilbiða avgudar. Men Saul broyttist ikki. Tá segði Sámuel við hann: “Av tí, at tú hevur vraka Harrans orð, hevur Gud vraka teg!” Og Andi Harrans fór frá Saul, og hann góðtók, at ein óndur andi plágaði hann. Nú, tá Heilagi Andi ikki meira var yvir Saul, hevði hann onga verju móti óndum kreftum. Og hansara óndskapur tók til, so hann var tilreiðar, at drepa Dávid, tann einasti, sum við sínum tónleiki kundi lætta hansara myrka sinni.

Frásøgan um Saul talar álvarsamt til okkara. Hann byrjaði gott og gav Gudi æruna. Men tá hann mentist og bleiv sterkur, so setti hann sítt álit á, hvat hann sjálvur megnaði, og var ikki bundin av, at biða Gud um hjálp og ráð. Og eisini síðestillaði hann, hvat Gud hevði boði honum. Gud er neyvur vi, at hansara orð vera akta, og leggja vit hetta burtur úr við vilja, so tekur hann Anda sín aftur, og síðani opnast tað fyri teimum óndu andunum.

 

Heilagi andi, rek ivan úr sinni,

tak allan ótta og vantrúna við,

tak alla forðan í sálini inni,

úthell Guds náði, hans kæeleik´ og frið!

Heilagi andi, tú einans kann veita

ivandi syndarum frelsandi trúgv;

bønandi, biðandi til tín vit nú leita:

frels oss, o, faðir, fest í okkum búgv!

MS. 9, 3

Mánadagur 14.06.2010

Ein lítil synd kann blíva eins og ein hóttandi, vaksandi sprunga

 

Tessvegna skal henda misgerð verða tykkum eins og sprunga, sum í háreistum borgargarði víðkast og veksur, til hann brádliga, alt í einum, raplar; hann smildrast eins og brotið leirker, ið eirindaleyst verður sorlað, so at av molunum fæst ikki leirbrot so frægt, at eldur kann takast av grúgvuni ella vatn verða oyst úr kelduni við tí. (Jes 30,13 – 14)

 

Tað kann eisini koma sprunur í okkara viðurskifti við Gud, um so er, at vit ikki ansa teimum smáu ávaringum, sum bæði okkara samvitska og Heilagi Andi minnir okkum á. So skjótt sálarfíggindin sær sjálvt tað minstu sprungu setur hann ein kíla inn, og skjótt er hon blivin til eina stóra sprungu, ið kanska ikki er til at bøta aftur. Mong av okkum hava kanska sæð, tá menn kíla grót, har fyrst blív settir smáir kílar í, men so ein stórur, og tá hendir tað við eitt brak, at alt knúsast. Vit vita kanska, at tann lítla sprungan er har, men hugsa okkum, at hon ikki er so stór, at hon voldir kvalir, og fyri ikki at vera mint um hana, so kálka vit útyvir hana. Men sprungan er har støðugt og blívur kanska grund fyri, at okkara Guds viðurskifti ein dag uttan ávaring falla saman og smildrast, so at vit ikki longur kunnu taka gløður av Harrans altari. Meðan enn tíð er, so eiga vit at biða:  ”Kanna meg, Guð, og kenn mítt hjarta, rannsaka meg og kenn mína hugsan! Vita, um eg gangi á glatunarvegi og leið meg hin æviga vegin!” (Sl 139,23 – 24)  Vit eiga ikki at biðja, at vit skulu verða fríðtikin fyri Guds roynslur og aga, sum við tíðin kann lekja tað lítlu sprunguna á okkara Guds viðurskiftum.

Sunnudagur 13.06.2010

Hirðans rødd

 

Men tit trúgva ikki, tí at tit eru ikki av mínum seyðum. (Jóh. 10,26)

 

Hesi orð eru á fyrsta sinni søgd av Jesusar munni til ein skara av menniskjum, sum vóru ivandi yvir fyri Jesusi. Jesus staðfesti, at tað var ein skilnaður millum hesi fólkini og hann. Hann kendi tey gott, hann hevði haft sálarrøkt saman við teimum í tíðini frammanundan, tá hann vísti teimum vegin til tað æviga lívið við trúnni á hann sjálvan.

Hesin skarin av menniskjum var nokk ikki so ymiskur í útsjónd og dagliga yrki. Tey høvdu eisini øll hoyrt um Jesus, givið honum somu spurningar og lurta eftir hansara svari.

Og tó var langur avstandur ímilllum tey og Jesus. Jesus hevði gjøgnumskoða tey: “Tit eru ikki av mínum seyðum”. Orsøkin er at finna í teirra manglandi sjálvsjáttan. Synd var fyri tey avmarkað til tað, tey ikki sjálvi megnaðu í lívinum. Hetta avgjørdi teirra hátt at lurta eftir tí, Jesus hevði at siga teimum. Tey trúðu ikki!

Men Jesus talar eisini um ein annan skara av menniskjum. Hann kallar tey: “Mínir seyðir” og tey sum “Hoyra reyst mína”.

Millum teirra ert tú, sum við tungum hjarta má sanna, at tú gert mistøk í mongum og ert veikur eins og ein seyður. Tú megnar ikki sjálvur at stríðast móti tí, sum leiðir teg avvegis. Tað er ein uppliving, ið eyðmíkir aftur og aftur. Um tað er nakað, eg havi brúk fyri, so er tað ein, sum vil vera hirði fyri meg og vil leiða meg gjøgnum lívið, hugsar tú.

Júst hendan játtan opnar títt sinni og hjarta fyri Jesu orðum. Tú hoyrir orðini, sum blíva persónlig fyri teg. Orðini av Jesusar munni: “Eg vil vera hirði fyri teg, eg vil vera tín Frelsari”.

Sóknast tú eftir Jesusar orðum, tí tú treingir til hann, tá hoyrir tú rødd hansara og ert hansara barn.

Leygardagur 12.06.2010

Á morgni nærkar mín bøn sær til tín! (Sl. 102, 1)

Byrja vit dag okkara við at takka Gudi fyri tann nýggja dagin, og biða hansara vælsignilsi yvir hann? Og enda vit dagin, við at biða um náttat hvíldina og hansara verju móti tí ónda? Vit eru kanska meira gáloysin hesum vivíkjandi. Men vit eiga at leggja okkum á sinni, at bøn letur upp fyri tí loynda vælsignilsinum. Og at bønarinar lás letur hurðar aftur fyri teimum óndu maktunum. Hvat hava vit ikki brúk fyri, at fáa hesar hurðar latnar aftur. Vit síggja ikki teirra álop í lívi okkara, og hvat ringt tær gerða móti okkara kæru, tí tær arbeiða í myrkri, men vit síggja fylgjurnar, av teirra gerningi.

Vit hava fyri neyðini at biða um vælsignilsi yvir okkum sjálv og okkara arbeiði, og at tala við Gud um okkara gleði og trupuleikar. Gud hoyrir bønir betur enn vit kunnu hugsa okkum. Mangt av tí góða, sum vit halda at vit hava gjørt okkum ómak við, er ein gáva av Guds hond. Og tey góðu hugskot, vit breggja okkum av, er eisini frá honum. Tí eiga vit ikki at gevast við, at takka honum.

Vit liva kanska í eini bønar fátakati tíð, og eru ikki eins íðin og tey eldru, ið hildu seg til Gud og livdu eitt heilagt lív, ið vit sjáldan síggja í dag. Tey kundu biða og trúgva áhaldandi ár eftir ár og hildu fast í teirra bønarevnum. Og tey fingu loyvi til, at síggja frugtinar av teirra bønum. Tey upplivdu stórar vekingar og eina sóknan eftir Gudi, sum vit ikki síggja í dag. Latum okkum vera meira íðin til at brúka bønina, ið letur upp fyri tí loynda vælsignilsinum.

Tísdagur 08.06.2010

 

 

Gloyma vit tíðina

Við tað at vit ikki líta at hinum sjónliga, men hinum ósjónliga, tí at hitt sjónliga er tímiligt, men hitt ósjónliga ævigt.  (2 Kor 4,18)

 

             Dagarnir fara framvið okkum ein fyri og annar eftir. Vikur blíva til ár, og fyri hvørja stund, ið gongur, styttist okkara lívslongd eitt kut. Men hvat fylla vit tíðina við? Er tað sjónligt ella ósjónligt, tað ið hoyrir Guðs ríki til, og sum vit fara inn í deyðan til, um vit hava livað í vónini á Jesus, er tað tað, vit eru mest upptikin av?

Hugurin hjá børnum stendur til at spæla, og tá tað er eitt hvørt áhugavert, so gloyma tey tíðina. Men eisini vaksin, íroknað kristin, kunnu lættliga gloyma tað dýrabaru tíð, ið er okkum givin. Bíblian er bert ein bók, Lívsins breyð, men hava vit lisið hana? Mong hava ikki ta fatan, at tað er Lívsins breyð, og koma tey tí at líða hungur. Við at  lesa Bíbliuna vendast okkara eygu móti tí óforgongiliga og ósjónliga og búgvast til tann stóra dag at flyta frá jarðar-lívinum. Tíðin her á jørð er givin okkum sum ein fyrireikingartíð, fyri at vit kunnu velja at tæna Guði, og búnast til tað komandi æviga lívið heima í Guðs dýrd og gleði.

Søpla vit lív okkara burtur, ella brúka vit tað, sum Guðs orð vísir okkum á? Tað er spurningurin ein og hvør má seta sær sjálvum og dagliga kanna. Jesus er vegurin, sannleikin og lívi.

Fylgja vit honum, so eru vit á rættari kós móti Himlinum.

 

Mikudagur 02.06.2010

Eingin má  glatast

  

Tí eigur tú at vita, at tey, ið liggja tær á sinni, og sum tú elskar og biður fyri, tey elskar hann við einum ævigum kærleika. Hann elskar nógv meira, enn vit skilja og skyna á.

             Lat okkum hvíla í hesum, tá okkara hjørtu tyngjast av gremjan fyri okkara “ burturmistu” seyðum. Lat okkum vera áhaldandi í forbøn í álitinum á, at tann almáttugi Guð ikki ynskir, “at eitt einasta av hesum smáu skal farast.”, men at tey øll verða frelst. Soleiðis hevur himmalski faðir tykkara ikki vilja til, at eitt einasta av hesum smáu skal farast. (Matt 18,14)

Vit eru vist mong, sum bera uppá tað pínu, at tað er ein ella fleiri av okkara kæru, ið ikki hoyra Jesusi til. Vit biðja dagliga fyri teimum, at tey mugu lata seg frelsa. Tú biður fyri einum barni, einum pápa ella mammu, einum vini ella granna. Men av og á so kemur hetta í hugsan okkara: Hjálpir tað nakað? Og so blíva vit mótfallin, tí tað hendir í veruleikanum einki.

Tú, sum kennist við hetta, skalt vita, at tað tú ynskir fyri tey, sum tú biður fyri, er heilt í samljóð við Guðs vilja. Guð ynskir ikki: “at eitt einasta av hesum smáu skal farast.”

Guðs hægsta ynski er at grípa inn til frelsu. Tað er ikki nakað, tú skalt noyða hann til. Tann vitnisburð hava vit frá Guðs egna soni, Jesusi Kristi, sum júst kom til jarðar fyri at frelsa glataðar syndarar. Hann bar fram líknilsi um teir burturvilstu seyðinar, og um hvussu hirðin setti alt inn fyri at finna, bjarga og frelsa júst hesar: “...og fer at leita eftir tí burturmista, inntil hann finnur hann? Og tá ið hann hevur funnið hann, leggur hann hann fegin á herðarnar.”   (Luk 15,4 - 5)

Ein slíkan “samgongumann” hevur tú, sum í trúgv og áliti leggur tíni kæru, aftur og aftur fram fyri Guð. Tað er vist nógv, vit í dag ikki skilja ella fáa svar uppá. Men tað er vist, at tann hirðin, ið ikki spardi seg sjálvan, men ofraði lív sítt fyri seyðinar, hann sparir heldur ikki seg sjálvan í dag.

 

Tísdagur 01.06.2010

Guð kann broyta eina støðu, í eini handavending, 

og Guðs lyftir halda!

 

 

Verið reystir og hugdjarvir og óttist ikki og verið ikki ræddir fyri teimum, tí at Harrin, Guð tín, vil sjálvur fara við tær; hann skal ikki sleppa tær og ikki geva teg yvir. (5 Mós 31,6)

 

Her hava vit av sonnum eitt gott lyfti, sum Móses gevur til ísraelska fólkið, tá tey standa á gáttuni til tað lovaða landi. Borgararnir í landinum fara ikki at standa og heilsa teimum vælkomnum, nei tvørturímóti, teir vilja berja niður ein og hvønn, sum roynir at seta fótin inn um. Men ísraelsmenn hava fingið eitt lyfti frá Guði gjøgnum Móses, og tað lyfti sigur jú alt: At tey skulu vera reyst og hugdjarv, at Guð sjálvur, skapari himmals og jarðar, vil vera við teimum, ja hann skal ikki sleppa teimum og ikki geva tey yvir. Og við Josva við síni ágrýtnu megi á odda verða tey ikki til skammar. Teir fingu alt landið eins og Guð hevði sagt: “Landið, sum Harrin svór fedrum teirra at geva teimum”, tí har, sum Guð setur fót sín, har mugu øll boyggja seg.

Sama lyftið er galdandi fyri okkum. Vit kunnu eisini blíva fylt við mótloysi, tá vit hugsa um tað land, vit hava mist, og tað, sum skal takast.

Fíggindin er altíð tilreiðar at forða okkum, men tá kunnu vit taka Guðs lyfti til okkara og “taka landið” og fáa at sanna, at Guð kann broyta eina støðu í eini handavending. Tí Guðs lyftir eiga at fylla okkum við áliti. Vit eiga at fyllast við tøkk og lovsangi, tí Guð í sínum kærleika hevur givið fólkið sínum seravtalur (lyftir) í tað óendaliga. ”Tann, ið takklæti ofrar, veitir mær æru, og tann, ið heiti síni heldur, lati eg skoða Guðs frelsu.” (Sl 50,23)

Trúgv kann flyta fjøll, siga vit mangan. Og tað er rætt. Trúgvin flytir Guðs hond.

Lat okkum í dag trúgva á hetta lyfti, fyri okkara landi, fyri okkara landstýri og løgtingi, fyri okkum sjálv og okkara kæru.

 

 

Sunnudagur 30.05.2010

Rokningin er goldin

 
Og strikaði út skuldabrævið, sum kom okkum við, og var skrivað við boðorðunum, tað sum var okkum ímót, og hann beindi fyri tí, við tað at hann negldi tað á krossin. (Kol 2,14)

 

Tað eru mong av okkum, ið ikki brýggja seg um at fáa eina rokning. Í gomlum døgum keypti man uppá borg, sum tað bleiv sagt. Hvørja ferð farið varð til handils, so bleiv tað skrivað uppí eina bók. Eina ferð um mánaðin bleiv gjørt upp, og so kundi ein byrja aftur av nýggjum at skriva uppá borg. Um so var, at ein einki hevði at gjalda við, so vaks bara skuldin meira og meira. Tað var ein vandastøða at koma í, tí til seinast bleiv skuldin so stór, at ein kundi á ongan hátt gjalda hana.

 

Okkara skuld hjá Guði er her samanlíknað við eitt skuldarbræv - eina rokning. Hvørja ferð vit synda, so verður tað skrivað uppá okkara rokning.

 

Tá vit so verða kunnað um okkara rokning, so hjálpir tað einki at látast, sum vit ikki síggja hana. Loysnin er heldur ikki at skræða hana. Tí tað kemur bert ein nýggj. Tað finnst bert ein háttur er at sleppa av við rokningina, og tað er at gjalda hana. Tað avgerandi er ikki, hvør tað er, sum rindar rokningina, men tað at hon er goldin.

 

Tann rokning, vit menniskju hava hjá Guði, er so stór, at eingin av okkum er førur fyri at gjalda hana. Men Jesus hevur goldið hana fyri okkum. Tað gjørdi hann við at negla hana á krossin. Og ein kvitterað rokning er ikki vandamikil, óansæð hvussu stór upphæddin er, ið stendur á henni. Guð biður ikki um gjald tvær ferðir.

 

Í tí stund vit vóru endurfødd, so bleiv tað í Guðs stóru bók sett ein strika yvir okkara skuld. Og tað, ið Guð hevur gjørt, er gjørt til fulnar, so eg ikki noyðist at vera bangin fyri at dylja eftirstandandi skuld.

 

Hósdagur 27.05.2010

…við blóði tínum keypti tú Guði menniskju av øllum ættargreinum og tungumálum og tjóðum og fólkasløgum, og gjørdi tey fyri Guði okkara til kongaríki og til prestar, og tey skulu vera kongar á jørðini! (Opb, 5, 9 – 10)

Ein undurfull hugsan – Gud hevur keypt okkum! Ikki bert nøkur fá útvald, men allar jærarinnar ættarbólkar, tungumál og fólkasløg. Vit eru keypt við Jesu blóði. Satan hevur ikki meira nakran rætt ella magt til at krevja okkum eftir nøkrum, um so er, at vit hava givið Gudi loyvi til at seta okkum í fríheit fyri at hoyra honum til og tæna honum. Tað er ræðuligt at hugsa, at stórar fjøldir av menniskjum ikki vilja vit av, at Gud hevur keypt tey frí, so at tey kunnu liva eitt lív í hansara vælsignilsi, friði og gleði, og ikki vilja taka ímóti hansara frelsu, men liva við rygginum vendum móti honum. Og ein ræðulig hugsan, at mong ikki hava møguleikan at hoyra um Guds kærleika og um frelsuna í Jesusi Kristi. Tey eru verri fyri enn tann burturvilsti sonurin, sum hevði tann møguleikan at venda heim til Faðirin. Mong hava kasta teirra lív út í ein óðriggjaligan levna, har at vera trælur hjá syndini og eru ikki sjálv harrar yvur, hvat tey vilja, og mugu síggja seg sjálvan við stórum fetum á veg niðureftir til størri og størri vónloysi. Men eisini hesi menniskju eru keypt til frælsi, og einum ríkum lívi saman við Gudi. Og vit eru tey, ið eiga at boða og vitna fyri teimum um tað. ”Kornið er fingið til høldar og aldinskurður at enda, men vit, vit eru ikki frelstir!”(Jer 8,20)  Hvør vil berða vitnisburð eins og Jeramia og ikki óttas naka, tí,”far allar staðir, hvar eg so sendi teg, og tala alt tað, sum eg bjóði tær.”(Jer 1,7)

 

O, góði Gud gloym ei mítt syndafongsul,

í neyð mær hjálp - tú stilli sálarlongsul, -

tú hoyrdi rópið, sum kom hjarta frá.

MS. 250, 1

Mánadagur 25.05.2010

 

...men dugnaskapur okkara er frá Guði, honum, sum eisini gjørdi okkum dúgligar til at vera tænarar fyri nýggjum sáttmála... (2 Kor 3, 5 - 6)

Tænastan eftir tíð gamla sáttmálanum var long og tung, og gav hartil bert boðini: “Tú skalt!” og “Tú mást ikki!” Lóðin stillaði krøv omaná krøv, men gav ikki nakra kraft til at halda hana. Men við tíð nýggja sáttmálanum komu hesi undursomu orðini: “Tað er fullgjørt!” Lóðin bleiv við innsetanini av tíð nýggja sáttmálanum uppfylt til tann minsta bókstav, av tíð, at Jesus doyði í okkara stað. Við at viðganga, at vit hava synda, at vit angra okkara syndir og taka ímóti Jesusi, so eru vit frelst av Guds náði. Tað nítist ikki nakar dugnaskapur, eingi kostbar offur, ongar tímalangar bønir og eingin foring fyri svøvni, hvílu, mati ella drekka.

Vit eru tíð tænarar hjá tíð nýggja sáttmálanum. Sum Guds hjálparar, eiga vit at vitna um, hvat Jesus hevur og gerð fyri okkum. Ein og hvør við byrðum av synd, kann koma og fyri einki, at taka ímóti rættvísini og Heilagum Anda frá Gudi. Og hann gevur okkum á sama hátt endurføðingina og ein undursaman møguleika at siga farval til alt tað gamla í okkara lívið. Vit skulu tíð ikki verða trælir undir verðsins ljósi, men verða fríð, undurfult fríð, so vit kunnu tæna Gudi í anda og sannleika.

Men tann, ið ikki vil verða fríður, vil áhaldandi verða bundin av synda leinkjunum, og stríðast við tað gomlu byrðuna uttan syndana fyrigeving, og uttan tað nýggja lívið í frælsi og gleði.

 

Tú, sum leinkjur slítur,

loysir trælabond,

bráka rør ei brýtur,

grøðir særda ond,

sál mín til tín gongur,

eigur besta lut,

ei ein trælur longur,

men títt barn, o, Gud

MS. 713, 1

 

2.Hvítesunnudagur 24.05.2010

Hvør tykkara, sum hevur hundrað seyðir og hevur mist ein teirra, letur ikki teir níggju og níti vera eftir í haganum og fer at leita eftir tí burturmista, inntil hann finnur hann? Og tá ið hann hevur funnið hann, leggur hann hann fegin á herðarnar; og tá ið hann kemur heim, kallar hann saman vinmenn sínar og grannar og sigur við teir: ”Samgleðist við mær…” (Luk. 15, 4 – 6)

Tað var stór fest hjá seyðabóndanum. Hann vildi samgleðast saman við sínum vinum og grannum. Eydnusamur er hann, sum hevur so gott samband vi sín nábúgva. Gleðin blývir so nógv størri, tá tú hevur onnur at deila hana vi. Tað kom seyðabóndi eisini til at uppliva, tá hann hevði funni tann burturvilsta seyðin og bjóðaði til fest.

Kanska saknar tú meira gleði í tínum kristinlívið? Tað er kanska tí, at tú eftirheldur tí ”glaða boðskapinum”, og hevur hann bert fyri teg sjálvan?

Gleðin hjá seyðabóndanum kom ikki bara dalandi niðiur úr erva. Nei, hon kom aftaná sorg, pínu og stríð. Var hann bara blivin sitandi heima í lenistólinum, so bleiv tað til onga gleði og onga fest. Men hann fór út og leitaði eftir sínum seyði - og helt á inntil hann fann hann.

Gud sendi Jesus, fyri at hann skuldi leita eftir tær. Hevur hann funni teg? So er tað blivin fest í himlinum. Har gleða tey seg yvir teg.! Og tann himmalska gleiðin breiðir seg til meiniheitina á jørðuni. Tað finst eingin størri gleði í Jesusar meiniheit, enn tá menniskju blíva frelst.

Á sama hátt, sum Gud sendi Jesus, sendir hann okkum, at leita eftir teimum burturvilstu. Kans tú síggja meiningina? Fyrst er tað tey, sum blivu vekk. So um strýði fyri at finna tey, og at føra tey aftur á beint. So er tað gleðin kemur framm, og tað bjóðast inn til gleðisfest.

Vit hava ymiskar festir heima og í meiniheitini. Møguligt eru tað for fáar festir í gleði um, at tey, ið vit hava leita eftir, eru blivin funnin?

Tað sigst at gleði smittar. Hon skapar nýtt lív og nýtt mót í tænastuni. Lat okkum tí, gerða eins og seyðabóndin. Av og á mátti hann ríma frá teimum níggu og níti. Á sama hátt eiga vit javnan, at fara frá meiniheitini og fara út at leita eftir teimum burturvilstu. Tað skal mangan nógv til, tí tey koma ikki aftur av sær sjálvum. Møguligt eiga vit at hugsa annarleiðis enn fyrr? So blývir tað kanska meira av gleðisfestum?

Hvítesunnudagur 23.05.2010

 Teir reypaðu av at vera vísir, men vóru fávitskutir. (Róm 1,22)

Havi verði mong ár á sjónum, og við mongum skipum, men bert við einum, har hildin var sunnudagur. Sunnudag var eftir døgura, har allir hjáptu til lisin lestur og sungi, og ikki minst bønin, sum er andadráttur hins trúgvandi. Hetta várið, sum eg var við einum línubáti undir Íslandi var nógvur fiskur, men tað, sum er tað mest undrunarvert er, at vit fyltu skipi hvønn túr, men høvdu fleiri setur minni enn hinir bátanir. Eg havi mangan hugsa um hetta várið við takksemi, men komi altíð til somu niðurstøðu. Tað var bert einum at takka fyri, okkara Harra og Frelsara Jesus Kristus eina.

Tey flestu gerða sær eina mynd av Gudi. Tann, sum kennir Bíbluna, hann heldur seg til tað, Gud opinberðar um seg sjálvan. Gerða vit ikki tað, so blíva vit fávitskut, og byggja upp eina sjálvsmynd, sum hóskar til okkara hugsunarhátt. Ártúsindir eru gingin, við at royna, við okkara vitan at kanna um Gud er til, og um so er, hvat hann vil meina um tað eina ella annað. Men gjøgnum allar hesar royndir eru slíkir blivnir fávitskutir. Teirra vitan, hevur leitt teir á villini veg, og teirra vitann um Gud er bert myrkur.

Mong kanna hvat finst efrit deyðan. Hví ikki fara í Bíblina, har Gud hevur sagt mangt um deyðan og tað, sum er aftaná. Men mong vilja heldur trúgv út úr likaminum upplivingar heldur enn tað, ið stendur í Bíbliuni. Tann persónur, sum doyr uttan at hava ratt hendur sínar framm móti Jesusi, hann kemur ikki til Himmals, har tað er gott at vera sigur Bíblian.

Tað eru vist mangir hattir, sum kunnu gerða ein fávitskutan. Tann beini vegurin er, at avsiga Guds orð og gerða sær sína egnu trúgv, og andaligu leið, sum hvílir í, hvat vitið kann góðtaka. Lat okku velja tað Gudgivnu vitan, tí,  ”Ótti fyri Guði er upphav at vísdómi, og at kenna hin heilaga er vitska.”  (Orðt 9,10)

Hósdagur 20.05.2010

Sælasta vissa!

Sælur er hann, hvørs misbrot er fyrigivið, hvørs synd er kvittað. (Sl 32,1)

Guds fólk er alt ov tigandi fólk. Vit áttu at tosa hart um, hvussu undurfult tað er, at tann synd, ið lá eins og ein byrða á okkum, nú er fyrigivin og vekk, so at vit aldrig skulu møta okkara missbrotum, ið vit vitandi ella óvitandi hava gjørt. Sálmaskaldi talar eitt stað um ungdómssyndir. Tað er ikki lætt at vera ungur, har freistinganar eru nógvar og royndirnar eru fáar. Og har tað uttan at hugsa seg um, er gjørt nakað, sum seinri í lívinum merkist tyngri og tyngri at berða. Mensælur er hann, hvørs misbrot er fyrigivið! Gud fyrigevur og gevur okkum lovyvi til, at fyrigeva okkum sjálvum og liva eitt nýtt lív í gleði og takksemi yvir hansara ósigandi gávu, Jesus Kristus, við hansara sárum fingu við grøðing fyri syndir okkara.

Dávid upplivdi hesa sælu á ein undurfullan hátt, at hansara lív var eins og ein langur lovsongur fyri Guds góðsku og náði. Sjálvt í tungum løtum misti hann ikki sambandi við Gud, men gleddist um, at Gud var við honum. Og kanska hevur einki annað menniskja tala so vakurt um Gud sum hyrðan og Frelsaran eins og Dávid. Vilja vit tæna honum líka so heilhjarta, so vilja vit eisini fáa lovsong inn í okkara lív.


Sælast vissa! Jesus er mín!

Hann er mín hirði, nevnir meg sín.

Sælasta vissa! Bjartasta mál!

Jesus meg keypti, limam og sál.

Hjarta er tváað, goldin mín skuld,

synd mín í havsin dýpi er huld.

MS.438, 1-3

 

Mánadagur 17.05.2010

Men Jesus kallaði lærusveinar sínar til sín og segði: »Mær tykir hjartaliga synd í hesi mannamúgvu, tí at longu í tríggjar dagar hava tey nú dvølt her hjá mær, og einki hava tey at eta. Og lata tey fara fastandi avstað frá mær, vil eg ikki, fyri at tey ikki skulu fáa maktarloysi á veginum.« Matt. 15, 32

 

Hvussu kann Gud gloyma tað hann hevur skapað? Nei ikki eitt tað einasta menniskja er gloyimt av Gudi! Tá vit hugsa okkum allar tær milliardir av menniskjum, ið liva á jørðuni, kann hann so minnast til mín. Og havi eg nakran tídning fyri Hann.

Á henda hátt hugsa vit. Men Gud hugsar annarleiðis. Fyri honum er hvør sál dýrabar. Tá Jesus kallar lærusveinanar til sín og sigur vit teir, at fólki er svangt, hvat hugs vit so um. Jú hansara faðirhjarta er við fólkinum. Gott hevði tað verið, um hann hevði metta sálir teirra, men nú bleiv tíðin so long og tann likamligi tørvurin setti inn. Harrin vildi ikki, at tey fingu maktasloysi á veg heim. Og meðan vit eru ávegis heim, ja, so treingja vit føði bæði til likams og sálar. Hvat hevur Harrin so kalla teg til, at gerða fyri seg.

Hvat tað so enn er, og falli okkum í lut at gera, so lat okkum vera rík í Harrans gerningi. Gud lovar, at tað ikki skal vera til einkis

Tað er ríkidømi at kunna bera eini boð til onnur menniskju. Einahelst um tað bert er mann og mann ímillum og hjálpa vikomand eitt stykki á vegnum. Tað er ríkidømi, at standa saman við trúgvandi menniskjum, um tær uppgávur sum eru til at loysa saman. Og tað er ríkidømi í tænastuni, at síggja Guds stórleika og at hann stendur við sítt orð, og uppfyllir síni lyftir. Tað er ríkt, at síggja Gud vælsigna arbeiði.

Tænastan fyri Gud vil  geva okkum byrðar at bera, og tíðum vil tað vera tungt. Men gleðin og takksemi yvir at fáa loyvi til at verða við, og yvir at vera brúgtur, vil altíð skína bjartari enn nakað annað.

Sunnudagur 16.05.2010

 

Persónlig játtan

 

»Hvør nam við klæði míni?«  (Mark 5,30 )

Ein kvinna, sum hevði verði sjúk í tólv ár hugsaði, at um hon bert kundi koma til, at nema við klæðini hjá Jesus, so kundi hon verða grødd.

Og, tað var henni fyri. Hon nam við kapppan hjá Jesusi, og var frísk. Tað merkti Jesus, tí tað gekk ein kraft út frá honum, og hann vendi sær á, og spurdi: »Hvør nam við klæði míni?«

Jesis visti hvør tað var í nam við hann. Tað var ikki tí, at hann ikki visti hvørt tað var, ið nam við han. Tað var fyri kvinnunar skuld. Hann vildi hava hana framm í ljósi. Øll, ið vóru tilstaðar, skuldu síggja og vit, hvat, ið var hent við hesi kvinnu. Hon skuldi játta sína trúgv og álit á Jesus meðan øll fjøldin hoyrdi.

Um Jesus ikki hevði spurgt og ikki hevði rópt hana aftur til sín, so hevði hon óðiv verði grødd og fari frá Jesusi. Men naka meira hevði hon ikki fingið. Nú vildi Jesus, at hon játtaði sína trúgv á hann, og tað hevði við sær, at hon kundi fáa meira enn grøðing. Hann fekk givi henni sjálva frelsuna, og hon kundi fara frá Jesusi bæði frísk og sum eitt nýtt menniskja. Frelst av Jesusi.

Her síggja vit virkningin av eini persónligari játta, tá eitt menniskja byrjar at trúgava á Jesus. Sjálvt lívið í einum menniskja hjarta, andaliga tala, byrjar við trúnni á Jesus. Men hetta lív má koma til sjóndar yvir fyri øðrum menniskjum. Ger tað ikki tað, so er tað eins og ein spíri undir svørðinum. Hann hevur sjálsagt lív, men kemur hann ikki upp úr svørðinum og framm í dagsljósi, so følnar hann aftur.

Tað er ikki gjørligt, at halda trúnna á Jesus loyneliga og samstundis áhaldandi at hava eitt lív í Gudi. Trúgvin má koma til úttrykk gjøgnum munnin hjá tí kristna, og á annan hátt í hansara lívið, annars følnar hann vekk aftur.

Tað vísir hvussu stóran tídning, tann persónligi vitnisburðurin um Jesus hevur fyri  okkum, ið trúgva á hann. Og á sama hátt, vil tað føra við sær, ein vitnisburð til tey, sum enn ikki eru komin til trúgv á Jesus.

 

 

Fríggjadagur 14.05.2010

Guð kallaði

 

 
Tí sigi eg tykkum, at Guðs ríki skal verða tikið frá tykkum, og verða givið einum fólki, sum ber tess fruktir. (Matt.21,43)

 

             Tað er ein, sum hevur sagt, at Jesus ikki kom fyri at geva missiónsboðini, men at taka tey frá jødunum og geva tey til nøkur onnur. Jødarnir vóru jú Guðs útvalda fólk, fyri at hansara vegur til frelsu við teimum skuldi verða kendur um allan heim. Men í staðin fyri at brúka Guðs vælsignilsi til tænastu til tað besta fyri onnur, hildu tey seg sjálvan vera nóg góð og meintu, at vælsignilsi kundi brúkast til egnan vinning. Tá Jesus, Guðs Sonur, ið er uppfylling av øllum lyftum, kom, tóku tey ikki ímóti honum. Jesus, sum í Bíbliuni verður kallaður aðalhyrningssteinurin , vildu tey ikki góðtaka. Tí vildu tey heldur ikki byggja Guðstrúnna á hann.

 

Jødanir vildu - við farisearunum á odda - byggja teirra Guðstrúgv á, hvat tey sjálv kundu útinna. Tí var tað ikki rúm fyri Jesusi í teirra trúgv. Tey vildu sjálv og roknaðu Guðs ríki sum teirra privatu ogn, sum tey kundu fara við, eftir sum teimum lysti. Tí komu tey í stríð móti kallinum, tey høvdu fingið.

 

Guð kallaði Ísrael til at vera sína ogn. Men tey vendu alt á høvdið og gjørdu Guðs ríki til teirra ogn, sum tey sjálv kundu njóta fruktinar av. Tá Jesus kom, kundi hann ikki geva jødunum  missiónsboðini, boðini um at byggja Guðs ríki út um alla jørðina. Hann mátti tí taka Guðs ríki frá teimum og geva tað til onnur fólk, sum vildu bera tess fruktir. Tí gav Jesus missiónsboðini til apostlarnar, menniskju, sum høvdu bygt teirra Guðstrúgv á Jesus Kristus. Harvið blivu apostlarnir grundvøllurin fyri tað nýggja Guðsfólkið. Og eftir teimum eru øll sonn kristin tað fólk, ið ber tess fruktir.

 

 

Hósdagur 13.05,2010

…Eg sýni heilagleika mín á teimum, ið mær standa nær… (3 Mós 10,3)

Í síni síðstu bøn brúkti Jesus hesa vending, at hansara gerningur var eydnaður. ”Eg havi dýrmett teg á jørðini við at fullføra tann gerning, sum tú fekst mær at gera.” (Jóh 17,4) Og Dávid skrivar:  ”Ikki okkum, Harri, ikki okkum, men navni tínum gevi tú æru fyri miskunnar tínar, fyri trúfesti tínar sakir!”(Sl 115,1)  Tann andadráttur, ið tú tók, meðan tú læs tekstin frammanfyri, var givin við einum endamáli, at tú skuldi grunda á Guds herliheit. Tá Gud útvaldi sær Móses til at leiga Ísrael, tá kendi hann seg ikki at duga til tað, men hann bað: »Lat meg tó síggja dýrd tína.«(2 Mós 33,18) Vit fara yvir um eitt martk tá vit úttala eitt slíkt ynski. Tá okkara djúpasta suff ikki geldur um gávur frá Gudi ella Guds náði, men Gud sjálvan, tá hava vit broti niður ein verjugarð. Minni av okkum sjálvum í brennideplinum, men meira av Gudi. Minni av okkum – meira av honum. Tað deyðar okkara egna og flytur okkum burtur av tí skeiva vegnum. Tað er ein sannleiki, vit áhaldandi eiga at minna okkum á. ”Tí at frá honum og við honum og til hansara eru allir lutir. Honum veri dýrd um ævir allar! Amen.” (Róm 11,36) Og fyri at sláa tað heilt fast: ”So er fyri okkum tó bert ein Guð, faðirin, sum allir lutir eru frá, og sum vit hoyra til, og ein Harri, Jesus Kristus, sum allir lutir eru vorðnir til við, og vit við honum.” (1 Kor 8,6) Hví melur jørðin runt? Tað vegna av Gudi. Hví hava vit gávur og møguleikar? Fyri hansara æru skuld. Hvørs orð hava tídning? Hansara. Hvørs vilji skal henda? Hansara, ikki okkara. Guds minnisblað til okkara inniheldur eitt einasta evni. ”Vís mína dýrd.” Himmalins endamál  út í odd og egg. ”Boða Guds dýrd.” Alt og øll liva fyri at vísa Guds dýrd – tú íroknaður! Gloym ikki tað!

 

Mikudagur 12.05.2010

 

Men hann hugdi upp til himmals, fullur av heilagum anda, og sá Guðs dýrd og Jesus standandi við høgru hond Guðs. (Aps. 7, 55)

             Í Skriftini umtalast Jesus næstan altíð sitandi við Guðs høgru hond. Bert eina ferð lesa vit, at hann hevur reist seg upp. Hann reisti seg fyri Stefanusi, tá hann sum tann fyrsti kristni pínsluváttur bleiv steinaður til deyðis.

Vit kundu vist eisini havt hug til at reist okkum fyri Stefanusi. Hann var ein maður, ið var fyltur av Anda Guðs og við frímóði boðaði evangeliið. Og hann gjørdi tað ikki bert í orðum. Hann var tann fyrsti, sum var settur til at býta út mat og hava ábyrgd fyri og miskunnsemi millum tey minni mentu. Hann hevði umsorgan fyri øllum Guðs børnum. Hann útinti sína tænastu í trúfesti og kærleika.

Tað bleiv ov mikið fyri teir jødisku leiðararnar. Tann dómur,  teir løgdu á hann, var ræðuligur: Stefanus skuldi steinast! Og tað bleiv hann. Tað var í tí løtuni, meðan steinarnir heglaðu niður yvir hann, at hann lyfti eyguni móti himli og slapp at síggja tað, sum gav honum ómenniskjaliga megi og gleði mitt í allari pínu og neyð. Hann sá, at Jesus hevði reist seg upp!

Tað, sum merkir Stefanus, er ikki pína og neyð, men tann frímóðiga trúðargleðin. Tí hann sá Jesus upphevjaðan í dýrd, og hann sá einahelst eisini, at hann skuldi ganga saman við Jesusi inn til dýrdina.

Vit undrast vist yvir, at Jesus ikki sendi einglar sínar og við tí kundi steðga steiningini. Stefanus nýttist ikki at doyggja! Hví kundi Jesus, sum stóð við Faðirsins høgru lið ikki koma honum til hjálpar - nú ástóð - sum so mangan fyrr?

Jesus sær okkum í hesi verð. So eiga vit eisini við frímóði at trúgva, at tá vit eru í stórari neyð, so reisir hann seg, og vit fáa hann at síggja. Tá Jesus sjálvur leið, leit hann fram móti tí gleði, ið bíðaði honum. ”Við tað at vit líta til upphavsmann og fullkomnara trúarinnar Jesus”.(Heb. 12, 2)

Vit skulu ikki hyggja uppá blóðvitnini sum idealir í teirra stríði og líðingum. Men vit skulu gleðast yvir, at í okkara svárastu neyð og pínu reisir Jesus seg fyri teimum, sum eru hansara. Hann ikki bert opinberar sína dýrd, men hann førir okkum inn í hana – til ævigan sigur!

 

Leygardagur 08.05.2010

Miss ikki gleðina

 

…eingin skal taka gleði tykkara frá tykkum. (Jóh 16,22)

Vit eru øll meira ella minni íðin til at taka gleðina frá hvørjum øðrum, vitandi ella óvitandi. Vit hugsa meira um okkum sjálvi enn um tey, vit tosa við. Tað liggur eins og ein spíri í okkum sum í okkara barnaárum, har eitt barn bleiv øvundsjúk, um so var, at onnur børn høvdu naka, tey sjálv ynsktu sær, og tí beindu fyri tíð. Sum vaksin, so heldur hesin atburður ofta framm. Um ikki annað er at ræða við, so er altíð tann møguleikin at sáa eina eitrandi viðmerking.

Men Gud hevur nakað at geva okkum, ið ikki kann takast frá okkum. Tað er tann gleði og friður, vit fáa í tí stund, vit loyva Jesus, at koma inn í lív okkara. Tá blívur okkara tilvera hevja upp frá tí jarðbundna, og vit kunnu skoða frammeftir og uppeftir og vita, at tær trongdir, sum okkara tíð her á jørð kann føra við sær, bert vara stutta tíð. Gleðin kann yvirvinna okkara trongdir, sjúku ella sorg. Tey, ið liva fyri heiminum, hyggja uppá teirra dýrgripir við harmi, tí tey vita, at tey skjótt skulu skiljast frá teimum. Men tann dýrgripur tann kristni eigur í Himlinum, har einki kann skaða tey, og ikki kann takast frá teimum.

Latum okkum gleðast og frøast og takka Gudi fyri hendan dýrgrip, hansara óðsigandi náðigávu í Jesusi Kristi

Hósdagur 06.05.2010

 

At vera rættvísur og rættvísgera

 

... við tað at Guð í umbæri sínum hevði umborið tær syndir, sum fyrr vóru gjørdar, fyri at sýna rættlæti sítt í teirri tíð, sum nú er, til tess at hann kundi vera rættvísur og rættvísgera tann, sum hevur trúgv á Jesus. (Rom. 3, 26)

             Bíblian sigur, at øll menniskju hava syndað. Tað er eingin munur á syndarum. Øll eru vit syndarar og vanta Guðs heiður.

Tí eiga vit øll at koma á sama hátt: Tey ríku og tey fátæku, kongar eins væl og biddarar, hvít og svørt – vit mugu øll koma sum syndarar.

 Spurningurin um, hvør avleiðingin av syndini er, er fyri altíð avgjørdur av Guði. Men frelsan - ella glatanin - er fyri hvønn einkultan og er treytað av tí eina spurninginum: ”Hvat hevur tú gjørt við Jesus Kristus?”

Tú kanst vera tann vánaligasti, lægsti, mest hataði brennivínsmaður, spottandi syndari og lógbrótari. Tú kanst vera forherðaður av synd, teipaður av djevlinum og kenna, at tú ert tann vánaligasti skapningur í allari verðini. Men tá tú í trúgv søkir Jesus og tekur ímóti honum sum tínum persónliga frelsara, verður tú beinleiðis gjørdur til eitt Guðs barn. Alt títt fyrra lív verður útstrikað fyri ævigar tíðir. Tí tú verður rættvísgjørdur!

 Er tað ikki alt ov gott at vera sannleiki? Jú, at skilja tað, tað eru vit ikki før fyri. Men Guð hevur bundið seg við sínum lyftum. Og tá hann altíð er rættvísur, heldur hann eisini síni orð. Tað er júst tað, hesi orð vilja siga við okkum: ”Hann kundi vera rættvísur og rættvísgera tann, sum hevur trúgv á Jesus”. Tað krevst ikki av tær, at tú skalt vísa góðar gerningar ella eitt vakurt lív.

 Góðir gerningar kunnu ikki frelsa okkum. Tað einasta, vit kunnu gera, er í trúgv at flýggja til Jesus, har hann endurloysir okkum. Tí hann hevur goldið endurgjald fyri okkum. Alt tað Guð krevur av okkum fyri at góðtaka okkum, hevur Jesus givið okkum við at doyggja í okkara stað. Syndin er tikin frá okkum, og hann tilroknar okkum rættvísina uttan gerningar, tí: ”Hann rættvísger tann, sum hevur trúgv á Jesus.”……Amen……                 

 

Hósdagur 29.04.2010

Tí at frá honum og við honum og til hansara eru allir lutir. (Róm 11,36) 

Vit læra, at lívsins gáta altíð hevur sín uppruna í Gudi. Lívið stavar frá Gudi, frá eini keldu av vísdómi og í einum fjølbroytni, sum vit  undrast yvir kann virka. Men vit eiga ikki at undrast, tí tað er Gud, ið stendur aftanfyri. Í allari okkara vitsku blíva vit skjótt tøla og gloyma tað, vit hava lisið í hesum versi. Og hann tilskilar:Honum veri dýrd um ævir allar! Amen.”

Gud hevur eina langtíðar ætlan við hvørjum einstakum av okkum, ið byrjaði áður enn alt var skapa. Í Kristi útvaldi Gud ”okkum í honum, áðrenn grundvøllur heimsins varð lagdur..” (Ef 1,4) Gud hevur skapa okkum til eitt lív saman við honum. Og okkara hjørtu verða órólig og ónøgd, til vit hava funni hvílu í hansara hondum. Tað er okkum so nærliggjandi, at seta spurningar: Hvar frá? Hví? Men bert Gud kann svara, hvat hann vil við lívi okkara. Gud sá frammanundan gongdina í heimssøguni írokna syndafalli, men vildi hóast tað skapa menniskja frammúrskarandi og gott, sum krúnan á skaparverkinum. Hann tók tað støðu frammanundan, at vit skuldu frelsast, halgast og rættvísgerðast við trúnni á Jesus, tívið honum eru allir lutir til. Hansara ætlan fevnir um í dag, í morgin, ja alt okkara lív. So er spurningurin: Vilja vit verða við í Guds ætlan, ella vilja vit ganga egnar leiðir?

Tísdagur 27.04.2010

Men verið góðir hvør við annan, miskunnsamir, so at tit fyrigeva hvør øðrum, eins og Guð hevur fyrigivið tykkum í Kristi.  (Ef 4,32)

Um hetta skriftstað sigur Luther: ”Kristi ríkið er eitt fyrigevingar ríkið!” Har fyrigeving er millum menniskju, er gott at vera, tí har er friður og kærleikið. Vit eiga ikki at hyggja eftir feilum hjá hvørjum øðrum og teimum skeivleikum, sum nú eina fer finnast, men altíð verða tilreiðar at fyrigeva. Tí hevur Gud skipa so fyri, at hansara ríkið er eitt fyrigevingar ríkið.

Kunnu ella vilja vit ikki fyrigeva, so kunnu vit ikki verða íbúgvi í Guds ríki. Tí er bønin um fyrigeving eisini við í Faðirvár. Tað er av stórum tídningi, at læra, at har tað ikki er kærleiki og fyrigeving, har blívir tað ein táradalur og ein byrjan til helvedi. Har tað harafturímóti finst fyrigeving, er tað eins og ein byrjan til Himmeríkið og er gott at vera.

Pætur var í iva um, hvussu ofta hann skuldi fyrigeva bróðir sínum, men Jesusar svar vísir okkum á, at marki er so langt úti, at tað ikki kann røkkast. Læra vit tann torføra kynstur, so eru vit komin langt áleiðis, at Guds ríkis sæla so smátt kann merkjast í tíð umhvørvi vit ferðast. Eins og eitt skip hevur kjalarvørr, so gerða vit eisini ein kjalarvørr eftir okkum, og mátti hesin kjalarvørrur verði merktur av, at vit hava lært at fyrigeva.

 

Fyrgev teim faðir, eymt biður hann,

alt meðan blóði frá honum rann,

bað fyri teimum, sum drupu hann, -

hvør uttan Jesus elska so kann?

Sigurstónar 262, 2

 

Leygardagur 24.04.2010

…Tí at tit eru ein roykur, sum eina stutta stund er sjónligur og so hvørvur burtur. (Ják. 4, 14)

Tað liggur okkum mangan á, at leggja ætlanir uttan Gud. Eins og Jákup eisini skrivar: ”Í dag ella í morgin skulu vit fara…tit sum ikki vita, hvat ið verða skal í morgin!” Vit vita heldur ikki hvussu mangar dagar okkum er avmált, og endin á lívið okkara er kanska nærri enn vit hugsa. Tí eiga vit at gerða eins og sálmaskaldi skrivar: ”Á hvørjum degi vil eg teg prísa og navni tínum lova um aldur og ævir!”(Sl 145,2)

Vit eiga at læra at liva ein dag ísenn. Tá okkara byrðar blíva ov tungar fyri okkum at berða, so er tað tíð, at vit vilja berða byrðar fyri fleiri dagar samtíðis. Vit eiga at leggja tilrættis sum ein, sum er á eini stuttari vitjan frá vøggu til grøv, og altíð verða tilreiðar at fara. Tí eiga vit ikki lata nakað, sum kann gerðast í dag bíða til seinri. Vit eiga heldur ikki lata sólina seta yvur okkara vreiði, meinhuga ella nag. Ver altíð tilreiðar! Tað átti at verði okkar aðalmál, tí tað er avgerandi, at vit eru tilreiðar tá Gud kallar.

At læra at hava álit á Gud, má roynast. Vit hugsa, at vit eru nakað í okkum sjálvum og kunnu alt sjálv, og verða lætt freista til at leggja ætlanir langt framm í tíðina fyri lív okkara. Men lív okkara er eins og roykur í stilli. Tí eiga vit at taka ávaringina í álvara um, at vera tilreiðar, so vit gerða okkum tilreiðar, vit, sum eru eins og ein roykur eiga at minnast, tá vit gerða ætlanir, so eiga vit at leggja afturat: Um Gud vil!

 

Sum ein roykur, í stilli man standa,

so er menniskjalívið á fold;

vinur skilir tú ikki tín vanda?

Tínir javnlíkar leggjast í mold.

Sigurstónar 69, 1

Hósdagur 22.04.2010

Stríðist fyri at koma inn ígjøgnum hinar trongu dyrnar… (Luk 13,24)

Jesus møtir einum, ið fegin vil vita, um tað bert eru fá, ið blíva frelst. Hann svarar ikki beileiðis uppá spurningin, men minnir á, at stríðast fyri at koma inn um tær smølu dyrnar inn á vegin til Himmals. Tað eru mong, ið royna at koma inn gjøgnum dyrnar, men megna tað ikki, tí tey trúgva, at dyrnar standa á víðan vegg, og at tey uttan umvendilsi og trúgv kunnu koma ígjøgnum og trúgva at teirra lýtaleysa og óvinnandi liveháttur vil bjarga teimum frá Guds dómi.

Jesus nevnir á øðrum stað, at vit skulu ganga inn um tær røttu dyrnar, Jesus Kristus. Tað er, at vera í hansara orði, sum talar um ”hinar trongu dyrnar og eitt heilagt lív”(Gal. 5,24) Ella eins og Paulus nevnir tað: ”…tey hava krossfest holdið við lystunum og girndunum.” Ella eins og her: ”arbeiði upp á tykkara egnu frelsu við ótta og bivan.”(Fil 2,12)

Ísaels fólk vóru tey fyrstu, ið lærdu, at Gud er heilagur og at eingin kann nærkast honum uttan heilagleika. Tí máttu tey læra at venda sær burtur frá tí órættvísa og syndini. Men fjøldin meinti, at hesin boðskapur ikki kom teimum við. At tey í Guds eygum øll vóru syndarar, høvdu tey onga fatan av og takkaðu í staðin fyri, at tey ikki vóru eins og syndarar.

Tí var tað, at tollarar og syndarar, sum tóku ímóti Jesus og fylgdu honum, tí teir vistu, at teir høvdu tørv fyri Guds frelsu. Á hendan hátt blivu teir síðstu teir fyrstu, og teir fyrstu síðstir.

Týsdagur 20.04.2010

Vit eiga at liva “av trúnni og hini góðu læruni” (1 Tim 4,6)

Lygn kann koma fram sum eftirfarandi. Og tað fær mong við eldhugi at viðurkenna eina falska læru. Sannleikans vegur, ið er ein sjálvsnoktan, uppvenjing  og ransóknar vegur, sum ikki kann gangast uttan áhaldandi at ganga í Jesu fótasporum, annars finna eingin vegin framm. Stríði móti ranglæru blívur harðari og haraðari sum tíðin gongur. Vit lesa: Men andin sigur beinan vegin, at í komandi tíðum skulu summir falla frá trúnni og halda sær at villandi andum og lærdómum av illum andum”. ( Tim 4,1)   og  “tí at bardagi okkara er ikki móti blóði og holdi, men móti valdunum, móti ráðunum, móti heimshøvdingunum í hesum myrkri, móti andaherliðum illskaparins í himnarúmdum.” (Ef 6,12)   Hesin máttur vil vinna á okkum, um so er, at vit ikki halda okkum til Guds sanna orð, sum bert kann fríðgerða okkum av teirra taki.

Okkara týdningamiklasta vápn er at íklæðast Guds herklæði og trúarskjøldurin á lofti. Okkara egna megi er veik og fíggindin kann okkum lættliga falla, er ein veruleiki í stríðnum, ið kann tøla okkum við illum andum og falsi. Tí eiga vit at læra, bert at byggja á tað, sum minst tvey ella trý skriftstøð ummæla, er sannleiki. Tað hevur satan funni uppá, at taka orð út úr teirra rætta høpi. Harvi eru mangar villandi lærur komnar framm. Vilja vit kenna sannleikan, so hevur Gud lova í sínum orði, at vit eisini skulu finna hann. Gud hevur skilliga greina tann rætta vegin, ið er Jesus Kristus, fyri okkum, so vit við Heilaga Andans vegleiðing ikki kunnu villast.

Leygardagur 17.04.2010

…sum hava yvirbragd av gudsótta, men hava avnoktað kraft hansara… (2 Tim 3,5)

Tað er ein myrk, men beinrakin og neyv lýsing av teimum síðstu tíðum, sum vit lesa um her í brævinum. Spottsom, óhoyrilig móti foreldrum, ótakksom, er saman vi hinum, sum Paulus skrivar til Timotius okkara tíðs eyðkenni. Vit festa okkum helst við orðini: ”sum hava yvirbragd av gudsótta, men hava avnoktað kraft hansara”. Tað vil siga, at kristindómurin ikki longur vitnar um Kristus, men er ein deyður siðaarvur, har eginkærleikin og mangt annað fáa loyvi at trívast. Vit berða kristinnavni, men hava avnokta kraft hansara. Eitt álvarsamt tíðartekin um kærleikan, ið er blivin kaldur hjá teimum flestu.

Eru vit við til, at seta dám á tann tíðaraanda, so hava vit ikki Krists hug, sum Paulus skrivar. Ella eru vit merkt av peningagirnd í er rót til alt tað, sum ilt er. Ein livandi trúgv er, eins og tað liggur í orðinum, virkin og kann hoyrast og síggjast. Hon er ikki bert eitt andlit ella liviháttur, men sæst við at vera jarðarinnar salt og ljós heimsins. Hevur kristindómurin bert yvirbragd, so manglar ljós og salt. Og andin í heiminum áleggur ólýdni og eginkærleika. Hann vinnir á teimum, ið stríðast fyri at halda fast um trúnna á Gud, sum eina livandi og virkna trúgv.

 

Tað kemur ein tími, og mást tú tá tó

í tíð um tað hugsa og minnast,

tá eingin, sum vanvirdi Kristi blóð,

í Himlinum inni skal finnast!

Sigurstónar 72, 6

Fríggjadagur 16.04.2010

Verðið í mær! - Verðið verandi í kærleika mínum.  (Jóhs. 15, 4 & 9)

Í Jóhs. Kap. 15 verður tala ikki minni enn 10 ferð um, at vit eiga at vera í honum, so tað má liggja ein álvarsamur boðskapur í hesum orðum, tá Harrin Jesus, so mangan endurtekur hann. Legg til merkis, at hann ikki sigur: ”Blív í míni tænastu!” ella:”Blív mín eftirfylgjari!” Nei hann sigur: ”Verðið í mær!” ella: ”Um so er, at tit verða verandi í mær”  Á hvønn hátt kunnu vit tá verða verandi í honum? Loyva vit orði hansara at koma inn í okkara hjarta, huga og sinn, so tað blívir ein natúrligur partur av okkum, so hava vit gjørt eina góða byrjan. Men eisini bert eina byrjan. Vit eiga at lova Jesusi inn í lív okkara, og játta yvir fyri øðrum menniskjum, at vit hava gjørt tað. Heilagi Andi vil tá, tá vit gera naka skeift minna okkum um tað. Og taka vit móti hansara ávaring, so vilja vit fáa kraft til at liva eitt heilagt lív.

Eins og okkara likam skal hava mat, so skal okkara sál og andi eisini støðugt hava føði. Vit eiga tí tíðum, at fara í okkara Bíbil, fyri at fáa andaliga føði og harvi menna okkara kunnleika um Guds ríkið. Harvið vaksa vit til tað støði, sum Paulus skrivar um í Gal. 2, 20: ”Eg eri krossfestur við Kristi; og tað eri ikki longur eg, sum livi, men Kristus livir í mær. Men tað sum eg nú livi í holdinum, tað livi eg í trúnni á Guðs son, sum elskaði meg og gav seg sjálvan upp fyri meg.”(Gal 2,20)

 

Hann skal fylla teg so hjarta flýtur yvir.

Jesus kallar: Kom til mín,

øll mín signing er til tín.”

Hann skal fylla teg so hjarta flýtur yvir,

av Guds halga andans kraft.

Sigurstónar 112

Hósdagur 08.04.2010

Síðan segði Harrin: ”Kom og statt her í námind hjá mær, har á klettinum.” (2. Mós. 33, 21.)

 

Móses kundi ikki bert sláa seg til tols við, at ein eingil var undan teimum. Harrin hevði ikki sagt, hvønn hann vildi senda at verða við teimum, bert tað, at ein eingil vildi verða frammanfyri tey.

So fer Móses í eina barnsliga bøn um, at Gud má sjálvur ganga undan. Harrin vil gjarna, at vit eru innulig í bønum okkara, og tað mót hevði Móses. Og hetta lyfti var Móses kendur við. Tí vit lesa í almanna brævi Jákups kap. 5, 16. Megna bøn av rættvídum manni er miki ment. Vit lesa so gott um systranar hjá Lasarus, tá hann var sjúkur, at tær sendu boð til Jesus, og søgdu: ”Harri, sí, tann sum tú elskar, er sjúkur.” Á sama hátt vendir Móses sær til Gud, við tí sama tanka. Harri tú elskar meg. Ja, á sama hátt vil eitthvørt Gudsbarn fara í bønarkamp. Vit kunnu bert stiða okkum til Harrans lyftir. Tað er ein fastari botnur at byggja á, enn okkara lítla og svikaliga kærleika til hansara.

Hvussu mangan hevur Harrin ikki kallað á okkum, og bjóða okkum at koma at standa á klettinum. Vit hava vist mangan sitið undir orðinum, hvar tað hevur talað harliga til okkum, men hvat gjørdu vit við tað. Skúgvaðu vit tað burtur, tí vit vóru bangin fyri hvat fólk fóru at hugsa um okkum. Sat tú kanska við grátinum í hálsinum og piprandi, og lat Guds kall fara fram við tær. ”Hvat gert tú við Jesus” tá hann bjóðar tær inn til sín. Tí hann sigur tað so væl í: 1 Kor. 10v/4 ...og drukku allir hin sama andliga drykk; tí at teir drukku av hinum andliga kletti, sum fylgdi teimum; men kletturin var Kristus. Her formanar Paulus Korintmenn um, at forfedranir allir, sum komu út av Egyptalandi, drukku av tí sama kletti, men tað var eitt stórt men, tað vóru ikki allir, sum blivu frelstir. Hví, jú teir høvdu betur hugna í avgudunum hjá Egyptum, heldur enn at drekka av lívsins vatni, sum er Jesus, og teir longdust aftur til trælaokið og kjøtgrítunar í Egyptalandi.

Hvussu er tað við tær vinur mín? Leingist tú aftur til tað verðsliga, tað, sum eyga hevur hugnað í, ella sigur tú, eg vil fylgja tær, men ikki nú! Men hoyr hvar Jesus sjálvur sigur til tað, at bíða inntil vit hava tíð. Men hann segði við hann: »Lat hini deyðu jarða síni deyðu; men far tú og boða Guðs ríki!« Men eisini ein annar segði: »Eg vil fylgja tær, Harri, men lova mær fyrst at heilsa teimum heima við hús hjá mær!« Men Jesus segði við hann: »Eingin, sum leggur hondina á plógvið og lítur aftur um seg, hóskar til Guðs ríki.« Lukas 9, 62. Hvat er tað, sum vit eru so bangin fyri? Er tað: Tora vit ikki, at sleppa tí, sum er fari. Neyðhalda vit tí, er tað sum við tí ríka unglingingaum. Kanska ríkidømi, eginvilji, stoltleikið. Tað er so mangt sum heldur eftir. Ella eru vit bangin fyri frammtíðini. Hvat vil møta okkum. Men hví, tá Jesus hevur lovað at vera við okkum líka til deyðan og í gjøgnum deyðsskuggans dal. Um so er, at tað er mannaótti, sum mangan er ein stór foran, so sigur JESUS hesi vælkendu orð í: Matt 10,32 Hvør tann, ið tí vil kennast við meg fyri monnum, hann vil eisini eg kennast við fyri faðir mínum, sum er í himlunum. Skammast tí ikki við Jesus og hansara fullgjørda verk á Gálgata, tí ein dag kemur Jesus aftur, og tá er tað sum Dómari. Vónandi vil hann kennast við teg  og meg tann dagin, tá hann kemur.

 

 

Vilt tú vága uttan Jesus

liva lívið her á fold,

uttan Gud og uttan vónir

fara í ta svørtu mold?

Minst, at um á jørð tú vrakar

Jesus sum tín frelsara,

skal tú hann við ræðslu síggja

eina ferð sum dómara

Lina Sandell.  Victor Danielsen.

M.S. 278, 3.

Tísdag 06.04.2010

Ikki vantrúgvin, men trúgvandi

 

           »Kom higar við fingri tínum og síggj hendur mínar, og rætt hond tína higar og legg hana í síðu mína, og ver ikki vantrúgvin, men trúgvandi.« (Jóh 20,27)

 

          Tað, eg ikki havi sæð, tað kann eg heldur ikki trúgva á, siga menniskju mangan. Mong krevja prógv. Vilja bert trúgva tí, tey kunnu taka í og føla.

 

          Um kvøldi á uppreisnardegnum vitjaði Jesus sínar ræddu lærusveinar. Brádliga stóð hann mitt í millum teir og segði: »Friður veri við tykkum!« Hann tosaði við teir og vísti teimum sárini á sínum hondum og síðu. Men ein av teimum, Tummas, var ikki tilstaðar. Tá hinir søgdu honum frá: »Vit hava sæð Harran!« kundi hann ikki trúgva tí. Hann vildi hava prógv: »Síggi eg ikki naglamerkini í hondum hansara og fái eg ikki lagt hond mína í síðu hansara, vil eg als ikki trúgva tí.«

 

          Tað gingu átta dagar. Man Tummas ikki hava tað tungt við seg sjálvan hesa tíð?. Men so fekk hann ein nýggja møguleika og eitt nýtt tilboð um bæði at síggja og føla. Jesus var aftur saman við sínum lærusveina hópi. Og eftir at hann hevði givi teimum sína friðarheilsan, sigur hann við Tummas:»Kom higar við fingri tínum og síggj hendur mínar, og rætt hond tína higar og legg hana í síðu mína, og ver ikki vantrúgvin, men trúgvandi.« Nú kundi Tummas trúgva, og hann sigur: »Harri mín og Guð mín!« So sigur Jesus: »Av tí at tú hevur sæð meg, hevur tú trúð. Sælir eru teir, sum ikki sóu, og trúðu tó!«

 

          Á hendan hátt er tað við øllum Jesu lærusveinum, uttan undantak. Á sama hátt við tær. Tú kanst verða ivandi, skelka og óttafull. Men Jesus veit, hvussu tú hevur tað. Hann kennur tína neyð, tín iva og títt stríð. Og nú stendur hann hjá tær – mitt í tíni neyð. Hann rættur sínar gjøgnustungnu hendur móti tær og vil gerða teg til ein glaðan lærusvein.

 

          Tú ert jú myndaður í hansara hondum!

2. Páskadagur 05.04.2010

Andans gerningur

 

Og tá ið hann kemur, skal hann sannføra heimin um synd og um rættvísi og um dóm. (Jóh 16,8)


Heilaga Andans gerningur er at sannføra okkum. Jesus er ikki komin í heimin fyri at noyða nakran til at umvenda seg. Heilagi Andi noyðir heldur ongan, men arbeiðir áhaldandi fyri at sannføra. Andin ræðir heldur ongan inn í Guds ríkið. Hann sannførðir bert. Men tað gerð hann afurfyri nágreineliga. Einki menniskja kemur í tað ævigu glætan, uttan at Heilagi Andin fyrst hevur sannført tað um synd og náði.


Jesus Kristus er komin í heimin fyri at frelsa syndarar – eisini teir størstu. Á Goltata krossi gjørdi hann allan rokniskapin upp fyri okkum. Hann mátti gjalda alla okkara skuld við sínum blóði. Heilagi Andi vil sannføra okkum um, at tann størsta syndin av øllum er ikki at vilja trúgva á Jesus, og at venda honum ryggin, tá hann kemur og spyr eftir áliti. Jesus kallar okkum frá einum lívið í synd til eitt lív í trúgv. Og tá hann kallar, tá hava vit tveir møguleikar: trúgv ella vantrúgv.


Tann, ið trír á Jesus, hann kemur ikki at svara fyri seg sjálvan á dómadegi. Jesus hevur jú svara fyri hann. Tað er okkara bjarging.


Hvat vil tú gerða, tá Andin sannførðir teg? Vilt tú bíða og vóna, at tað ferð at henda naka meira? Vilt tú bíða, at Gud skal noyða teg til at umvenda teg? Tað vil hann ikki gerða. Hann hevur bert eitt háttarlag til tína frelsu, og tað er at sannføra teg. Vilt tú ikki fylgja hesi sannførðing, sum Andi Guds hevur virka hjá tær, so kann Gud heldur ikki bjarga tær. ”tann, sum er syninum ólýðin, skal ikki síggja lívið”. (Jóh 3,36)


Við at halda fast um okkar gyklaða rætt, so kunnu vit skjótt koyra okkum føst. Men vit kunnu eisini lata okkum sannføra av Andanum.

Langa fríggjadagur 02.04.2010

Náðigur Gud

 

Harrin er mildur og náðigur, hevur umbæri og mikla miskunn.  (Sl 103,8)

 

Tú hevur kanska ringt við, at kenna aftur lýsingina av Gudi í hesum versi. Tú mást viðganga, at Gud er á hendan hátt yvirfyri mongum menniskjum – men ikki yvirfyri tær! Tú kennir teg avvístan av honum, tú finnur onga kraft, tá tú sóknast efgtir honum í orðinum, og tá tú roynir at biða, so merkir tú hans vreiði og ikki hansara náði og bønarsvar.

Men hoyr nú Guds orð og verð fullvísur um, at tín mynd av honum er følsk – ja, er ein mynd av satan, lýst av satan og tínum egnna villeida hjarta. Tí tann sanna myndin av Gudi kemur til sjóndar her: ”Harrin er mildur og náðigur, hevur umbæri og mikla miskunn. Hann vil ikki altíð seta at okkum og ikki goyma vreiði sína um ævir.” (Sl 103, 8 – 9)

 

Tað er einki at ivat í, at tað er satt, at Harrin kann ákæra teg og vísa tær, at hann er vreiður og kann fjala seg fyri tær – ja, sjálvt gjøgnum longri tíðir, men hann kann ikki varveita hesa støðu um ævir. Men gev gætur eftir hesum: Frá fyrstu til síðstu síðu í Bíbliuni váttast tað, at hann ongantíð heilt hevur vraka menniskju, sum vildu lata seg vegleiða og beina og sum í máttloysi og neyð til Gud vildu verða hansara børn. Bert menniskju, sum í sjálvsáliti og sjálvsræði og fasthugsin hevur vanvirt og avsagt Gud, eru blivin avvíst av honum.

 

Hoyr her á hvønn hátt Harrin sigur: ”Tí at so sigur hin hátt hevjaði, sum valdið hevur um ævir og eitur hin heilagi: Eg búgvi á høgum, heilagum staði, hjá hinum sundurbrotna, hvørs hugur er niðurnívdur, til tess at lívga hug hinna niðurnívdu og hjarta hinna sundurbrotnu. Tí at eg seti ikki ævinliga at og reiðist ikki um allar ævir, annars mundi andin ørmaktast fyri mær, tær sálir, sum eg sjálvur havi skapað.”(Jes 57, 15 – 16)

Á hendan hátt ljóðar Guds orð. Tú kanst hava álit á frammum tínar egnu kenslur og tað, sum tú kennir á tær! Tá eigur tú ikki lata satan tegna eina falska mynd av Gudi. Tað er títt lív og tín frelsa, ið stendur uppá spæl.

 

Lat tað tí treingja inn hjá tær, at Gud ikki um ævir vil ákæra teg og fjala seg fyri tær, men at hann veruliga er miskunsamur. Hann eymkar yvir mennisjunar neyð og tolur ikki, at vit rópa til einkis eftir honum, so sum Jesus sjálvur segði: ”Og man tá Guð ikki lata síni útvaldu fáa rætt, tey, sum rópa til hansara dag og nátt? Og hevur hann ikki tol við teimum?” (Luk 18,7)

 

Og Harrin er miskunsamur. Hann letur ikki okkara synd avgerða, á hvønn hátt hann skal fara við okkum. Nei, hann gerð eftir tí sáttmála, hann sjálvur hevur reist við okkum í Kristusi.

Og so er hann avgjørt seinur til vreiði. Hann fer ikki beinleiðis til verka og afturlønir, men bíðar í tolni, og heldur vísa okkum miskun.

 

Hetta er tann einasta sanna myndin av Guds lyndi – óansæð hvussu mangar aðrar myndir, ið verða skapaðar í okkara innara!

Skírisdagur 01.04.2010

Veit mær aftur gleði um frelsu tína. Sl. 51, 14

 

Gleðin yvir frelsuna í Kristusi er tann stórsta, reinasta og mest ektaða gleði, vit kunnu koma at uppliva. Eingin onnur gleði kann metast við frelsugleðina, tí eingin gleði kemur henni nær. Men frelsugleðin er sárbar og eym. Hon kann lættliga blíva órógva ella blíva heilt burtur.

Tá Dávid biður Harran av nýggjum at gleða hann við síni frelsu, so sigur tað okkum, at hann hevði mist frelsugleðina.

Frelsugleðin er ein av Andans fruktum. Um vit gera Guds Anda sorg, so missa vit her og nú gleðina. Syndin er fíggindi hjá gleðini. Bert ein lítil synd kann útihýsa gleðis andan í okkum. Og blívir tað ikki gjørt upp sum skjótast, so vil tað verða ein stórur meinbogi fyri gleðina.

Frelsisgleðin kann bert halda, um vit liva í ljósinum. Vit eiga tí dagliga at rannsaka okkum yvir fyri Harranum. Dagliga eiga vit at koma fram fyri hann við okkara syndum, og biða hann um at fáa hana ella tær fyrigivnar.

Dávid hevði syndað móti Gudi, og beinanveg var gleðin vekk. Hann visti gott, at treytirnar fyri fornýggjan av frelsugleðini, var eitt reint hjarta. Tí bað hann: ”Skapa, Guð, mær hjarta reint, gev mær av nýggjum fastan anda mær í brósti!” v/12 í s.kap.

Gud bønhoyrdi Dávid, og gav honum bæði eitt reint hjarta, eina javna ond og fornýggjaða frelsugleði. Hann bleiv ikki vrakaður, og Gud tók ikki sín Anda frá honum. Dávid upplivdi eitt heilt ígjøgnum fornýggilsi, tí var hann, sjálvt um hann var fallin frá – maðurin eftir Guds hjarta.

Við til fornýggilsi hoyrir eisini tann dagliga umsorganin fyri sálini. Tað andaliga lívið eigur at fáa føði. Regluligur lesnaður av Guds orði, bøn og samverða við onnur kristin, er ein fyritreyt fyri, at vit regluliga kunnu verða fornýggjaði, og verða før fyri at behalda frelsugleðina.

Mikudagur 31.03.2010

Tann smali vegurin

 

Hava vit valt at fylgja Jesusi, so sanna vit skjótt, at vegurin er smalari, enn vit á fyrstu tíð høvdu hugsa okkum. Og skulu vit ikki slakka av í okkara føstu avgerð um, at ganga á tí smala vegnum, so mugu vit altíð hava orðini frá sálmanum fyri eyga og sum grundvøll undir okkara fótum: “Altíð Harran eg havi fyri eygum mær, við honum til høgru handar mær eg fastur standi.” (Sl 16,8)

Á tí smala vegnun skulu vit ganga við ótta og bivan uttan at missa okkara fríðmóð. Verð glaður í Harranum uttan tilgjørda gleði. Lat alt yvir til Gud uttan at leggja hendurnar í fangi. Hav mynduleika í Kristi uttan at okkara sjálvsupphevjan kemur framm. Bert brennandi fyri at onnur koma til frelsu uttan at vera dømandi. Tráa eftir málinum uttan at magtast. Og verða sannleikanum trúgvur uttan at missa kærleikan til næstan. Tað er lætt at lesa hesi punkt í skundi, ið vísir, hvussu smalur vegurin er. Og at liva eftir hesum punktum er eitt stríð løtu eftir løtu, tí tey skulu øll lærast í verunleikanum saman við mongum øðrum. At ganga vegin uttan at Gud er við okkum, tað megna vit ikki. At ganga á tí smala vegnum hevur sum mál, at vit meir og meir koma til at líkjast Jesus, okkar Harra og Meistara, og lata tað nýggja, sum er lagt niður í okkum, tá vit komu til trúnna, vaksa, so tað kann berða frugt, Gudi til æru.

Hvar ert tú, mín kære vinur, staddur, gongur tú á smala vegi fram? Kvika tær; ja, lat tað verða skundur, rópa: kæri Jesus, bjarga mær! (MS. 285, 3&5)

 

 

 

 

Sunnudagur 28.03.2010

Fylg mær

 

Og hann fór frá øllum, stóð upp og fylgdi honum. (Luk. 5, 28)

Levi eisini nevndur Matteus, sat í tollbúðini og grundaði yvir, hvat vildi verða kraft av honum, um so var, at at hann av álvara gjørdi av at fylgja Jesus. Og meðan hann situr við sínum arbeiði, so hendi tað ótrúliga: Jesus kom framvið, hugdi uppá hann, og segði við hann: »Fylg mær!«

Hansara byrjan saman við Jesusi var, at tað bleiv gjørd ein fest, og tey innbodnu vóru tollarar og tey minni virdu í samfelagnum. Farisearinir og teir skriftlærdu vóru ikki fegnir um, at Jesus át saman við tollarum og syndarum, men hann segði við teir: ”Tí at eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar.” (Matt 9,13)

Tá Jesus sigur við okkum: »Fylg mær!« eiga vit eisini at siga: ”Kosta hvat tað kosta vil, eg vil hoyra Jesusi til”,sjálvt um tað hevur tann tídning, at tað verða broytingat í míni lívsførslu! Eitt lív saman við Jesusi kann hava tann tídning, at tað eru vinir, sum vit ikki longur kunnu hava nakað til felags við. Tað kann verða annað, vit hava tikið lut í, sum er ímóti tí natúr vit eru í nú. Og tað eru vanar, ið mugu broytast ella heilt koyrast vekk. Tí, tað at hoyra Jesusi til, tað ávirkar alt vit taka okkum fyri. Umvending er ikki bert at kvitta við tað gamla eins og tollarin Levi, men eitt ”valg”, at fylgja Jesusi. Við at taka ímóti Jesusi, so henda tað stór undur, at vit blíva ein nýggjur skabningur. Gud gevur okkum mót og kraft til at kvitta við, alkahol, narko ella minni sjónligar leinkjur. Syndafríð blíva vit ikki, men syndin missir megi sína, sum hevur sítt fasta tak í okkum, við at reisast og fylgja Jesusi eftir.

Hósdagur 25.03.2010

Ver tí íðin at sáa.....

 

 

 

Kasta breyð títt út á vatnið; tí at langa tíð eftir skalt tú finna tað aftur. (Præd. 11,1)

 

Hevði mær ein dagin eitt ørindi innar í ein handil. Meðan hesin ungi maðurin avgreiðir tað, sum eg var komin at keypa, so sigur hann við meg: ”Eg hugsi, eg kenni teg aftur!” Jú, so var. Hann hevði verið til møti, har eg hevði vitna um, tá eg var við einum skipi, sum gekk burtur.

 

Eg var við einum skipi, sum fór at leka alvorliga og vit sóu rættiliga skjótt, at skipið ikki var til at bjarga. Støðan var hættislig og vit fingu bert tað eina boðið um, at vit trongdu til hjálp. Tað var eitt skip, sum var langt frá okkum, men teir kundu so seta seg í samband við land. Vit blivu bjargaðir á hesum sinni.

 

Tað, sum hesin ungi maður hevði fangað, var: ”At eg var líka við at ganga burtur í Atlantarhavinum, men eg var eisini við at ganga burtur á lívsins havið”. Hetta hevði gripið tann unga mannin.

 

Tað er so vælsigna at møta menniskjum, sum erliga viðganga: ”Jú, eg eri eisini eitt menniskja í neyð”. So er grund fyri at tosa saman og biðja saman. Men tað bestu hjálpina fáa vit, tá vit seta okkum í samband við Harran sjálvan í okkara neyð. Á ein hvønn hátt, tú ert staddur í neyð, so kann tú altíð koma fram fyri Harran í bøn. Sig honum alt. Gud veit alt frammanundan, hann vónar og ynskir álíkaval, at tú opnar teg fyri honum og greinar fyri honum um tína neyð. Hann vil lurta eftir tíni bøn og hann vil geva tær svar í sínum tíma.

 

Bíðar Gud við sínum svarið, so kanst tú álíkaval við frímóði halda áfram at biðja. Minn Harran á hansara lyfti. Ikki tí hann er gloymskur, men tí tín veika trúgv má støðugt verða í samband við hann:.. ”Tit, ið áminna Harran, unnið tykkum onga hvíld og gevið honum ongan frið, fyrr enn hann hevur bygt upp aftur Jerúsalem”...(Jes. 62, 6-7)

 

Guds orð eggjar okkum til at vera áhaldandi í bønini, og í hesum er ein tryggleiki, at hann vil bønhoyra okkum! Kanska í einum tíðspunkti og á ein annan hátt enn tað, vit høvdu vænta. Men tað vil gera okkum trygg. Vit vita jú, at tann háttur Harrin svarar okkara bønum á, og tað tíðspunkt, hann svarar, altíð er tað besta.

 

Sunnudagur 21.03.2010

Komin at frelsa

 

…tí at eg eri ikki komin at døma heimin, men at frelsa heimin. (Jóh 12,47)

Eingin kann arbeiða seg inn í himmalin, ella bert sjálvur velja sær vegin fyri at náa hann. Jesus sigur: Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær.”(Jóh 14,6) Zakeus kom til at fata hetta og tók ímóti Jesusi av øllum sínum hjarta. Jesus sigur um hann: ”Í dag hevur frelsa verið hesum húsi fyri…tí at menniskjusonurin er komin at leita upp hitt farna og at bjarga tí.”(Luk. 19, 9 – 10)

Jesus spyr ikki, um Zakeus var ein góður, virdur ýbúgvi. Hann sá, at Zakeus visti, at hansara frelsa galt ikki, hvat hann kundi og vildi, man av Jesusi. Og hann visti, at við Jesusi vildi tað koma rættvísi inn í lív hansara. Tí var hann eisini tilreiðar, at gjalda meira aftur, um so var, at hann av órøttum hevði tikið ov nógv frá onkrum enn kraft var. Tí tollarir vóru kendir fyri at krevja nógv meira enn lóðin kravdi.

Jesus kemur ikki til tey sjálvrættvísu, men til tey, sum iðra seg um synd teirra og ásanna, at tey hav brúk fyri Guds frelsu og biða hann koma inn í hjarta teirra.

 

Av kærleika til tín hans hjarta brennur,

hann vil teg frelsa nú, tí bankar hann;

og um ei her tin frelsara tú kennir,

ei allar ævir sál tín frelsast kann.

Sigurstónar 147, 5

Leygardagur 20.03.2010

 

Kendur av Jesus


...eg kenni teir...
(Jóhs. 10, 27)

Tey menniskju, sum Jesus her talar um, hava øll tikið ímóti honum sum Harra og Frelsara. Millum tey hoyrir eisini tú til, ið mátti geva teg yvur við øllum tínum egna, og hevur lagt alt lív títt í Jesu hond. Tú hevur sanna syndamegina í tínum lívið og hevur tíð brúk fyri Jesusar reinsandi blóð til reinsan frá synd og skuld. Til tín sigur Jesus: “eg kenni teg!” Hugsa tær til, tín frelsari vil siga júst ta til tín, at eg kenni teg. Tað, at vera kendur av honum, tað stingur ikki grunt og er ikki lætt keypt, men sum hevur dýbd og innihald, ið ikki líkist nøkrum ørum tú kennur. Tað, at vera kendur av honum, kann samanberast við viðurskiftini millum Gud og Jesus. Aftanfyri hetta liggur Jesusar kærleiki og offurvilji, sum er fyri okkum heilt óskiljandi. Ein kærleiki, ið er fullkomin, sum elskar óendaligt og ofrar alt. Sítt egna lív var Jesus tilreiðar, at seta inn fyri okkum.

Er tað naka, ið kann binda okkum til Jesus og gerða okkum bundin av honum, so er tað at hoyra og hugsa yvur, at Jesus kennir okkum sum síni. Tað er hann, sum sjálvboðin bjóðar okkum sín kennskap. Á hendan hátt byrjar tað, og á sama hátt heldur tað framm alt lívið. Tá okkara kærleiki blívur kaldur, kunnleikin grunnskygdur og frelsan av minni tídningi, so tekur Jesus aftur sjálvboðin avgerð um, at kalla og draga okkum inn til sín.

Og tá vit lesa hesi orð, ið ugga eitt hvørt hjarta: “Mínir seyðir hoyra reyst mína, og eg kenni teir, og teir fylgja mær, og eg gevi teimum ævigt lív, og teir skulu allar ævir ikki glatast, og eingin skal slíta teir úr hond míni.” (Jóh 10,27 - 28)

 

Fríggjadagur 18.03.2010

 

Blóðið skal vera tykkum tekin...  (2 Mós 12,13)

Tær fyrstu páskinar, tá Gud við sterkari hond leiddi Ísraels fólk út úr trælaokinum í Egyptalandi, tá bað hann tey strúka blóð av  einum lambið á durastavinar. Tá so deyðseingilin fór gjøgnum býðin fyri at straffa Farao og fólk hansar, við at sláa í hel tann frumgitna í hvørjum húsi, tá vildi deyðseingilin fara forbið tey hús, har hann sá blóði á durastavunum. Við seinri ofringar í templunum og ígjøgnum alt Gt. tíðinar lærdi Ísrael, at tað var ikki fyrigeving fyri nakra synd, uttan úthelling av blóði. Men at hetta blóð bert var ein fyrimynd, bleiv aftur og aftur boða teimum. Jóhannes kallar Jesus fyri: “Gugs lambi!” Tað var Jesusar deyði og blóð, sum ofringanar í GT. vístu á. Hann vann okkum æviga endurloysn, so vit nú hava fría atgongd inn í halgidómin. Men hesin durður er einans opin fyri okkum, um so er, at vit hava tikið ímóti rættvísini, sum Gud gevur teimum, sum í trúgv fáa part í reinsingini við Jesu blóði.

Um vit áttu fríðmóð til  at boða fyri øllum, at við trúnni á Jesus, er vegurin opin til náðitrónuna. Øll, sum ira seg um synd sína kunnu koma við allari syndabyrðuni og fáa lut í Guds rættvísi. Hvør kann tá siga nei til eitt slíkt tilboð, at vera rættvísgjørdu og at syndabyran verður tikin frá einum? Drála ikki! Tá tú ikki ert meira millum tey livandi, er tað ov seint til, at venda um!

 

So ígjøgnum stríðið, um tað enn er hart,

miss ei mótið, um tú ongan útveg sært!

Tel Guds gávur! Einglar skulu fylgja tær,

til títt eyga peluportrið opið sær.

 

 

Týsdagur 16.03.2010

 

Rokningin er goldin


Og strikaði út skuldabrævið, sum kom okkum við, og var skrivað við boðorðunum, tað sum var okkum ímót, og hann beindi fyri tí, við tað at hann negldi tað á krossin.
(Kol 2,14)

Tað eru mong av okkum, sum ikki brýggja seg um at fáa eina rokning. Í gomlum døgum keypti man uppá borg, sum tað bleiv sagt, tá tað var fari til handils. Hvørja ferð tað bleiv fari til handils, so bleiv tað skriva uppí eina bók. Eina fer um mánan, so bleiv gjørt upp, og ein kundi byrja av nýggjum, at skriva uppá borg. Um so var, at ein einki hevði at gjalda vi, so vaks bara skuldin meira og meira. Tað var ein vandastøða at koma í, tí til seinast bleiv skuldin so stór, at ein kundi á ongan hátt gjalda hana.

Okkara skuld hjá Gudi er her samanlíkna við skuldarbræv - eina rokning. Hvørja fer vit synda, so verður tað skriva uppá okkara rokning.

Tá vit so verða kunna um okkara rokning, so hjálpir tað einki, at látast sum um vit ikki síggja hana. Loysnin er heldur ikki, at skræða hana. Tað kemur bert ein nýggj. Tað er bert ein háttur at sleppa av við rokningina, og tað er við at gjalda hana. Tað avgerandi er ikki hvør tað er, sum rindar rokningina, men tað, at hon er goldin.

Tann rokning, vit menniskju hava hjá Gudi, er so stór, at eingin av okkum er førur fyri at gjalda hana. Men Jesus hevur goldi hana fyri okkum. Tað gjørdi hann, við at negla hana á krossin. Og ein kvittera rokning er ikki vandamikil, óansæð hvussu stórt upphæddin er, ið stendur á henni. Gud biður ikki um gjald tvær ferðir.

Í tíð stund, vit vóru endurfødd, so bleiv tað í Guds stóru bók sett ein strika yvir mína skuld. Og tað, ið Gud hevur gjørt, er gjørt til fulnar, so eg ikki noyðist at vera bangin fyri at dylja eftirstandandi skuld.

 

Mánadagur 15.03.2010

 

Gloyma vit tíðina


Við tað at vit ikki líta at hinum sjónliga, men hinum ósjónliga, tí at hitt sjónliga er tímiligt, men hitt ósjónliga ævigt. 
(2 Kor 4,18)

 

Daganir fara frammvið okkum tann eini eftir annan. Vikur blíva til ár, og fyri hvørja stund, ið gongur styttist okkara lívslongd eitt kut. Men hvat fylla vit tíðina  við? Er tað sjónligt ella ósjónligt, tað, ið hoyrir Guds ríkið til, og sum vit fara inn í deyðan til, um vit hava liva í vónini á Jesus, er tað tað vit eru mest uptikin av?

 

Hugurin hjá børnum at spæla og tá tað er eitt hvørt áhugavert, so gloyma tey tíðina. Men eisini vaksin, írokna kristin, kunnu lættliga gloyma tað dýrabaru tíð, ið er okkum givin. Bíblian er bert ein bók, Lívsins breyð, men hava vit lisi hana? Mong hava ikki ta fatan, at tað er Lívsins breyð, og koma tí, at líða hungur. Við at  lesa Bíbliuna vendast okkara eygu móti tí óforgongeliga og ósjónliga og búgvast til, tann stóra dag, at flyta frá jarðarlívinum. Tíðin her á jørð er givin okkum sum ein fyrireikingar tíð, fyri at vit kunnu velja at tæna Gudi, og búnast til tað komandi æviga lívið heima í Guds dýrd og gleði.

 

Søpla vit lív okkara burtur, ella brúka vit tað, sum Guds orð vísir okkum á? Tað er spurningurin ein og hvør má seta sær sjálvum og dagliga kanna. Jesus er vegurin, sannleikin og lívi.

Fylgja vit honum, so eru vit á rættari kós móti Himlinum.

 

Sunnudagur 14.03.2010

 

Hann tekur ímóti tær

 

Í dag, um tit hoyra rødd hansara, tá forherðið ikki hjørtu tykkara, (Hebr 3,7-8)

 

Kæra sál! Hevur tú sanna, at tú treingir til Frelsaran? Tað eru so mong, sum játta tað vi munninum, men lumpe seg sjálvan, tí tey ikke søkja hann av hjarta, men bert tala um hann.

Tey sum treingja frelsu, eru tey sum eru í neyð. Nær sást tú tína andaliga sakn, og  fekk neyð fyri, at sálin bleiv frelst?

Hugsa í álvar um hendan spurning og gev svar uppá spurningin. Hevur tú verði í sálarneyð, og ert komin í meira og meira neyð, og ert blivin minni og minni í tær sjálvum, tá er tað maðurin við navninum Jesus, sum er blivin stórur fyri tær í hjartanum størri enn alt bæði jørðin og himmalin, tá er hann blivin tín besti vinur, tí hann er syndara vinur, tí hann frelsir tað glataða.

Men tá eigur tú eisini at seta títt alit á hann, at hann er vinur tín, tí hjá honum er eingin mannamunur. Hann tekur líka kjerliga móti øllum. Hann tekur ímóti tær eins og hann tók ímóti Pætur og Jóhannes, tá teir kendu seg glataðan eins og tú kanska kennir teg í dag, og hann vil frelsa teg frá øllum tínum syndum.

Tá tú hevur fingi alit á hesum, so gerð hann teg stóran, tú blívir eitt Guds barn, ein arving til ævigt lív og sælu. Ja hugsa tær! Ein slíkur frelsari er Jesus! Er hann tín kæri vinur?

Hvat hjálpir alt annað her á jørð, tá Jesus ikki er tín! Verðin við sínum glimri skal forganga, men tann sum eigur og elskar Jesus, er sælur fyrst her og so í ævinleikanum.

At søkja hann og hann finnur teg, og tá hann hevur funni teg, so halt honum fast.

 

Leygardagur 13.03.2010

 

Mátturin í Evangeliienum

 ...Fingu tit andan av lógargerningum ella av at hoyra trúnna boðaða? (Gal 3,2)

Hesi orð eru talaði til nøkur kristin, sum høvdu lurta eftir eini boðan, sum hevði ført tey inn í óvissu og iva. “Eru vit sonn kristin?” , spyrja tey seg sjálvan. Skal tað ikki naka meira til? Er tað veruliga so, at vit sjálv einki eiga at gera fyri frelsuna? Og so hugsa tey í Galatien m.a., um umskering og jødiskar matvanar.

Hugsa um fortíðina, sigur Paulus. Hvussu bleiv trúðar lívið til hjá tykkum? Tað hendið við tað, at boðskapurin bleiv talaður til teirra. Men tað var ikki ein og hvør boðskapur. Tað var ein boðskapur, har Jesus Kristus bleiv lýstur fyri teimum sum krossfestur. Tað var Evangeliie, ið var boða. Tað og bert tað. Hvørki meira ella minni. Galatarinir høvdu einki gjørt. Ikki eina einastu gerð høvdu teir at vísa framm, fyri at fáa deil í Andanum. Teir høvdu ikki so miki sum lagt tvey hoystrá pá tvørs fyri at blíva frelstir.

Galatarnir vóru blivnir frelstir vegna, “at hoyra í trúgv.”

Evangeliie er undurfult. Tað hevur frelsandi megi í sær. Tað fevnur um alt, hvat ein syndari hevur fyri neyðini, fyri at standa reinur, heilagur og fullkomin yvirfyri Gudi. Tað opnar himmalin fyri tí burturvilsta.

Og so myndar tað, tað frelsandi trúgv hjá tí, ið lurtar eftir tí. Tað berð Jesus til ein syndara, og trúgvin føðist. Tessvegna, um tú leingist eftir frelsuni, so mást tú hoyra Evangeliie. Lurta eftir tíð, les um tað, syng um tað, tosa við onnur um tað, tá vil trúgvin føðast í tínum hjarta.

 

Friggadagur 12.03.2010

 

Eingin má  glatast

Soleiðis hevur himmalski faðir tykkara ikki vilja til, at eitt einasta av hesum smáu skal farast. (Matt 18,14)

Vit eru vist mong, sum berða uppá tað pínu, at tað er ein ella fleiri av okkara kæru, ið ikki hoyra Jesusi til. Vit biða dagliga fyri teimum, at tey mugu lata seg frelsa. Tú biður fyri einum barni, einum pápa ella mammu, einum vini, ella granna. Men av og á, so kemur hetta í hugsan okkara, hjálpir tað nakað og so blíva vit mótfallin, tí tað hendir í veunleikanum einki.

Tú, sum kennist við hetta, skal vita, at tað, tú ynskir, fyri tey, tú biður fyri, er heilt í samljóð við Guds vilja. Gud ynskir ikki: “at eitt einasta av hesum smáu skal farast.”

Guds hægsta ynski er, at grípa inn til frelsu. Tað er ikki naka tú skalt noyða hann til. Tann vitnisburð hava vit frá Guds egna soni, Jesus Kristus, sum júst kom til jærðar fyri at frelssa glataðar syndarar. Hann barð framm líknilsi um teir burturvilstu seyðinar, og um hvussu hyrðin setti alt inn fyri at finna, bjarga og frelsa júst hesi: “...og fer at leita eftir tí burturmista, inntil hann finnur hann? Og tá ið hann hevur funnið hann, leggur hann hann fegin á herðarnar.”  (Luk 15,4 - 5)

Ein slíkan “samgongumann” hevur tú, sum í trúgv og áliti leggur tíni kæru, aftur og aftur framm fyri Gud. Tað er vist nógv, vit í dag ikki forstanda, ella fáa svar uppá. Men tað er vist, at tann hyrðin, ið ikki spardi seg sjálvan, men ofraði lív sítt fyri seyðinar, hann sparir heldur ikki seg sjálvan í dag.

Tí eigur tú at vita, at tey, ið liggja tær á sinni og sum tú elskar og biður fyri, tey elskar hann við einum ævigum kærleika. Hann elskar nógv meira, enn vit skilja og skyna.

Lat okkum hvíla í hesum, tá okkara hjørtu tingjast av gremjan fyri okkara “burturmistu” seyðum. Lat okkum verða áhaldandi í forbøn í álitinum um, at tann almáttugi Gud ikki ynskir, “at eitt einasta av hesum smáu skal farast.”, men at tey øll verða frelst.

 

Mikudagur 10.03.2010

 

Eitt er neyðugt 


Men Harrin svaraði og segði við hana: »Marta, Marta, tú gert tær ónáðir og stríð av mongum; men eitt er neyðugt. Maria hevur valt hin góða lutin, sum ikki skal verða tikin frá henni.« 
(Luk 10,41 - 42)

Tú gert tær  gremjan og ónáðir av mongum. Kennur tú teg sjálvan aftur í hesum orðum? Tú spyrt kanska: Hvat vil frammtíðin bjóða mær?Skal eg kanska fáa eitt arbeiði? Kann eg fáa heilsuna aftur? Ella: Kann eg standa mát í tænastuni fyri Guds ríkið?

Hoyr, hvat Jesus hevur at siga við teg: Eitt er neyðugt. - Tað er naka, ið fyrst og fremst stendur til tín. Tí eigur tú at gera eins og Maria gjørdi. Hon setti alt annað til síðis. Tí nú var Jesus komin at vitja í hennara heimið. Maria hevði sanna, at tað var eitt serligt høvi. Tí mátti hon hoyra, hvat Jesus hevði at siga. Og tí mátti hon taka sær tíð til kvyrruna.

Tú ert eisini bjóðaður við til kvyrruna í hesi andakt. Hevur tú eina Bíbil, so royna at lesan frásøgnina um Martu og Mariu. Tak tær tíð til eina stund í kvyrruni.

Kanska sigur tú: Eg havi ikki tíð til meira enn hesa andaktina í dag, tí tað er so nógv eg skal náa. - Má eg spyrja teg ein spurning? Hevur tú rá til at vera tað fyri uttan, ið er mest neyðugt, tað, sum Jesus kallar tað mest neyðuga. Jesus vil møta tær gjøgnum Bíbliunar orð.

 

Týsdagur 09.03.2010

 

Gott at takka


Gott tað er Harranum at prísa, og tínum navni at lova, tú hægsti, árla at boða av góðsku tíni, og á náttartíð av trúfesti tíni,
(Sl. 92, 2 - 3)

Vekjarin ringjur. Tú vaknar, og líka so skjótt tóna dagsins gerningar framm fyri tínim innara eyga. Alt tað, ið tú skalt náa. Alt tað, ið setur krøv til tín.

Áðrenn tú fert út í dagin, og skal byrja uppá alt tað tú hevur hugsa tær, so hugsa um nakrar veruleikar. Hugsa um, at Gud er, júst tann sami í dag eins og hann var í gjár. Gud, sum var hjá tær í gjár, hann vil eisini verða hjá tær í dag. Takka honum fyri hansara orð um, at hansara náði er nýggj á hvørjum morni. Og í dag fevnir tað um, at tað er eingin fordøming fyri tey, ið eru í Kristi Jesusi. Og altíð ásanna, at Harrin er rundan um teg. Tú kanst syngja eins og kong David: - Eg vakni - og enn eri eg hjá tær.

Guds náði fylgir Guds børnum. Av náði hevur hann vakt teg til ein nýggjan dag. Í síni náði vil hann leiga teg allan dagin.

Tað er blivi seint á kvøldi, og kvyrran hevur lagt seg um alt húsi. Tú hugsar um alt, sum er farist framm gjøgnum dagin. Hvussu gekst hann?

Kanska ikki so, so sum tú hevði vænta. Ætlanir fóru fyri einki. Tú bleivst vónbrotin. Tú bleivst offarin. Tú bleivst uggaður. Tú bleivst ørkimlaður. Men her í bakspeglinum hómar tú, at Gud tó var við tær. Eisini í tí, sum tú ikki fatar. Gud leiðir teg

 

 

Máanadagur 08.03.2010

 

Gleðinar grundvøllur


Ein nýggjan song hann legði í mín munn, ein lovsong fyri Guði várum...
(Sl 40,4)

Mong av okkum skóru í gleðisróp, tá Føroyska landsliði vann sín fyrsta dyst móti  Eysturíki og teir gleðis daganar aftaná. Allastaðir í Føroyum kundi koma fyri, at ein spontanur gleðissangur ljóðið yvit úrsliti í Landskrona.,

Gleðin var haldgóð nok, men hon vardi bert skamma stund. Rómurin var skjótt yvir staðin og sangurin tagnaði. Vit máttu ásanna, at hóast alt, so var tað bert fótbóltur.

Skulu vit eiga eina gleði, ið heldur, so kunnu vit ikki bert taka til takka við fótbólti.

Tann einasta gleðin, ið heldur, má hava sín akkersbotn í nøkrum ævigum. Nøkrum óvikandi. Nøkrum, ið ikki forgongur, um so himmal og jørð ganga undur.

Ein slík gleði finst. Og tú kanst fáa lut í henni. Gud ynskir at læra teg ein nýggjan sang, ein øðrvís enn allir aðrir sangir í finnast. Tað er sangurin um Jesus!

Jesus er Guds klettur í einum heimi fullur av synd og evju. Hann er tann kletturin, sum tú mást seta føtur tínar á. Hann er tann kletturin, sum tú mást søkja skjól hjá. Alt í hesum heimi berð brá av eini fyribils skipan. Navni Jesus er ævigt. Himmal og jørð skulu ganga undur ein dag, men Jesusar umboðandi gerð fyri teg heldur - eisini á hinum degi!

Leita eftir hesum kletti. Søk tær lývd hjá honum. Tá leggur Gud tær ein nýggjan sang í tín munn, sum tú ikki troyttast av at syngja. Sangin um frelsuklettin Jesus. Tann sangur er ein lovsangs kelda. Og hon tornar ikki upp. Gud vil sjálvur endurnýggja hann, tá tú møtir honum í Orðinum, sum hann hevur tala.

 

Sunnudagur 07.03.2010

 

Ein effektivur felagsskapur


Tí at í Kristi Jesusi hevur hvørki umskering ella yvirhúð nakað at týða, men trúgv, sum er virksom í kærleika.
(Gal 5,6)

Tann kristni felagsskapurin er ikki bert eitt felag fyri menniskju, sum treingja til sosiala samverðu. Ikki tíð, at tað er naka skeift í tí, tí øll menniskju treingja til at koma saman av og á. Men tí, at Gud hevur skapt meiniheitina sum eitt felags arbeiðs øki, ið er virkin í missión og virksemi í umsorgan fyri næstans likamlia, sálarliga og andaliga tørv.

Men virksemi er ikki bert tóm stákan, men hon er virkin fyri Kristus. Tað er jú hann, vit eru felags um. Og tað er hann, ið altíð er virkin fyri syndarar.

Tað finst ein angist fyri at hava ein virknan lut, sum er likamlig, fyri at fylgja í Jesusar fótafetum. Tað finst ein andaligur dovinskapur, ið meinar, at leti er ein fylgja av náði. Men tað er tvørturímóti: Kristus vann okkum tað fríu náðina. Men vit skylda ikki longur Gudi naka. Tí eru vit frí til at virka og tæna næsta okkara.

Tann kristni felagsskapurin kann ikki liva eitt dovi lív - til tess eru tað alt ov mong menniskju, ið ikki hava hoyrt um Jesus. Tann kristna meiniheitin kann á ongum sinni taka sær av løttum, tá hon sær neyðina í heiminum. Hon má veða tilreiðar, at linna líðinganar í hjá tíð einstaka.

Men tað kann ikki blíva trýst framm. Tá kristitiligt arbeið nækrar tíðir gongst strilti, kann orsøkin verða, at vit gloyma hvussu nógv vit fingu. Vit eru mangan blind yvir fyri, hvussu nógv gott Gud hevur givið okkum. Bert gjøgnum støðuga ásannan av tí ríkidømi, sum vit fingu lut í, kunnu vit virka í sannleika fyri Kristus í kærleika.

Ella við Jesusar egnu orðum: “Fyri einki hava tit fingið tað, fyri einki skulu tit geva tað.” (Matt 10,8)

 

Týsdagur 02.03.2010

…vit sum tæna Guði í anda hansara og rósa okkum av Kristi Jesusi og ikki troysta á holdið. (Fil 3,3)

At lýta á Harran, hevur ikki tann týdning, at vit bert skulu sita hendur í favn og ikki arbeiða fyri okkara egnu sælu og fyri Harran tað tíð, hann gevur okkum loyvi at arbeiða her á jørð. Paulus skrivar, at vit skulu arbeiða uppá okkara egnu frelsu við ótta og bivan,  ”tí at tað er Guð, sum virkar í tykkum bæði at vilja og at virka, eftir sínum tokka.” (Fil 2,13) Tað hevur tann týdning, at vit hava eina persónliga ábird og ikki kunnu latat nakran annan ellan geva nøkrum øðrum skyldina, um vit ikki vaksa andaliga.

Vit frelsast ikki av nøkrum, ið vit sjálvi kunnu útrætta, men tann, ”ið lítur inn í hina fullkomnu lóg frælsisins og heldur á við tí.” (Ják. 1, 26) Okkara egni vilji kann ikki leiða okkum framm til, at taka ímóti Guds frelsu. Tað er Gud, ið má føra okkum, so vit veruliga náa framm til bæði at vilja og kunna. Tínæst hendir tað við hansara stóra intrivi ein spækulig broyting í okkum, so okkara egni vilji meira og meira kemur at lýkjast hansara og ælast til, at blíva Guds ólastandi børn við at lata okkum leiða av Guds Anda og trúgv á Jesus.

Tann, ið lýtur á Harran, hann hevur altíð eina lygt fyri fótum sínum, sum lýsir á tann rætta vegin, har vit eiga at ganga. ”Vitið, at Harrin er Guð! Hann okkum skapaði, og hansara vit eru, hans fólk og tað fylgi, hann røktar.” (Sl 100,3)

Mánadagur 01.03.2010

…og bóru fram fyri Harran fremmandan eld… (3. Mós. 10, 1)

Í eini tíð, har mong verða rivin við, ”…sum kastast og rekast higar og hagar av hvørjum lærdóms vindi av falslótum manna…” (Ef. 4, 14) ”…tá ið teir ikki skulu tola hina heilnæmu læruna…” (2. Tim. 4, 3), er tað neyðugt við sjálvransókn fyri at síggja, um vit eru brennandi í andanum, ella um vit berða framm ein fremmandan eld framm fyri Harran. Nadab og Abihu hildu ikki, at tað sakaði nakað um teir broyttu mannagongd í mun til tað Harrin hevði boði teimum. Men vreiði Harrans slerdi út frá tí fremmanda eldi og gjørdi teir til einkis.

At broyta Bíbliunar læru og seta inn meiningina hjá menniskjum, tað er at líkna við fremmandan eld, sum veldir vreiði Guds.

Standa vit fast við orðsins grundvøll, ella eru vit tikin við av einum ella øðrum lærdómsvindi, sum ikki er rótfest í Skriftini? Vit hava ábyrd av, at spyrja okkum sjálvi, um vit halda fast við læru apostlana. Okkara tíð er fongd við, at vit vilja ráða á hvønn hátt Skriftin skal tíðast og um nakað er gamalt og forolda so tað er uttan tídning í dag. Hava vit gloymt, at vit eiga at ristast og skelva fyri ikki at broyta nøkur av Guds boðum? Vit verða noydd til at spyrja okkum sjálvi um tað er eldur Heilaga Andans, sum reinsar út í okkum, ella tað er ein fremmandur eldur, ið brennir fyri at vit kunnu verða nøgd.

Sunnudagur 28.02.2010

Og teir styrktu sálir lærusveinanna og ámintu teir um at vera fastar í trúnni, og søgdu teimum, at vit eiga at ganga inn í Guðs ríki gjøgnum mangar trongdir. (Áps 14,22)

Tað finst einki betur enn, at velja Jesus sum Frelsara og Harra, tí allir hansara vegir eru fullir av náði og sannleika. Har onnur bert finna tómleika, har møta vit, sum fylgja Jesus, lív og gleði. Men lívið saman við Jesusi er ikki heilt uttan stríð. Jesus tosar um, at hansara eftirfylgjarar fyri hansara skuld eiga at ganga ígjøgnum mangar trongdir. Vit mugu ikki halda, at eins og nøkur boða, at vit eru frítikin fyri trupuleikar og sum harvið hvørva.

Jesus møtti trupuleikum og gekk sigrandi ígjøgnum teir – ikki rundan um teir. Tann sama vegin eiga vit at ganga, um so er, at vit skulu inn í Guds Ríkið. Bíblian talar greitt um tað: ”So framt sum vit líða við honum, til tess at vit eisini skulu verða dýrmett við honum.”  (Róm 8,17)  Slíkar trongdir eru av dupultum tídningi. Tað koma freistingar frá okkara gomlu natúru, sum í sær sjálvum er vantrúgv, sum er hørð og tvør og áhaldandi hevur hug til syndina. Og tað eru trongdir frá hesum heimi, ið krossfestu Jesus, og síðan hava stilla seg treyðugan yvir fyri Jesu eftirfylgjarum. Játta vit okkara trúgv á Jesus, er heimsins há og spott ikki langt vekk.

Skuldu vit tá ynskt, at ongar trongdir vóru? Nei! Paulus skrivar: ”vit rósa okkum eisini av trongdunum, við tað at vit vita, at trongdin virkar tolmóð”.  (Róm 5,3)

Uttan trongdir eingin krúna. Lovaður verði Gud fyri hvørt menniskja, ið gongur í Jesusar fótasporum!

Sunnudagur 21.02.2010

…Frá hesum degi veiti eg signing.  (Hagg 2,19)

Guds ætlan var, at hansara útvalda fólk skuldi endureisa templi. Men tey funnu uppá umberingar og útsettu tað aftur og aftur. Tá tók Gud signing sína aftur og lokaði himmalin yvir teimum, so alt følnaði. Men tá skiltu tey, at tey ikki bæði kundu hava Guds signing og gerða sum tey sjálvi vildu, og byrjaðu uppá at byggja templi. Frá tí av byrjaði tann turra jørð at grønkast og alt blómaði. Og Gud segði:Frá hesum degi veiti eg signing!”

Vit líkjast nógv teimum alsamt umberandi íbúgvum í tí gamla Ísrael. Vit útseta eisini mangt, sum átti at hava veri gjørt fyri Guds ríkis søk. Ja, ikki bert áttu, men skulu. Tað útvalda fólki sóðu við egnum eygum, at Guds signing ikki var við teimum. Og tey skiltu, at tey máttu venda sær í lýdni til Gud, og gerða tað, hann ynskti. Koma vit til somu niðurstøðu og sannføring, tá vit gjøgnum ólýdni hava mist Guds signing? Okkara eygu døkkast av tíðarinnar matrialistiska hugburði. Og tí hevur Gud trupuleikar við, at tala til okkum, enn til sítt fólk fyrr í tíðini.

Vit lesa fleiri fer, at Gud signar til ávísar tíðir ella dagar. Eins og her: ”Í dag fari eg undir at gera teg til stórmenni í eygum alra Ísraelita, so at teir mega vita, at eg eri við tær, eins og eg var við Mósesi.(Jós 3,7) og  ”Hesin dagur skal vera tykkum minningardagur; og tit skulu halda hann sum hátíð fyri Harranum; ætt eftir ætt skal tað vera tykkum ævigt lógboð at halda hann.”(2 Mós 12,14) og ”Frá hesum degi skal eg lata allar tjóðir undir himninum bera ótta og ræðslu fyri tær; um tær hoyra teg gitnan, skulu tær skelva og nøtra fyri tær.”(5 Mós 2,25)  Tað hava vist eisini verði ávísir dagar, har vit týðeliga hava kent, at Guds signing var yvur okkum – ella at hon grunda á okkara ólýdni er horvin. Gud er ein hjástaddur Gud. Átti hann so ikki mikið meira, at reagera uppá, hvat vit gerða? Lat okkum tíð geva Orðinum ans, og lata tað verða ein vegleiðing og biða um hansara signing yvur okkum sjálv, okkara heim og so langt okkara trúgv uppá forbøn røkkur.

Leygardagur 20.02.2010

Og andin og brúðurin siga: »Kom!« Og tann, sum hoyrir, sigi: »Kom!« Og tann, sum tystur er, hann komi! Hvør, sum vil, hann taki lívsins vatn fyri einki!« Op. 22, 17

 

  Gud noyðir ikki nakran til at koma. Hann brúkar ikki makt. Hann bjóðar okkum inn av kærleika. Hann dregur okkum til sín, við sínum anda. Tað er upp til okkum sjálvi, um vit vilja koma – ella ikki. Um eitt menniskja, er uppsett uppá, at standa Guds kalli ímóti, so kann tað lata seg gera. Men valinum koma vit ikki uttanum.

  Um so er, at vit koma, vil hann hava okkum júst, so sum vit eru. Tað er ikki neyðugt – og heldur ikki møguligt – fyri okkum fyrst at broyta okkum, blíva rein og góð, fyri at vit kunnu tora at vísa okkum fyri Gudi. Hann vil hava okkum, so sum vit eru.

  Tað eru ongantí tey mongu, ið koma. Tey flestu fara, tá Jesus kemur. Tey mongu siga nei til innbjóðingina. Jesus er óvikomandi fyri tey.

  Men nøkur koma. Tey eru imisk. Avstandurin frá teimum og til Kristus var ikki líka langur. Syndaerkennilsi var heldur ikki líka stórt, tey høvdu ikki líka nógva trúgv. Men felags fyri tey øll var hetta: Tey komu! Felags fyri tey var eisini, at tey øll var vóru mótikin av Jesus Kristus, tá tey komu. Hann koyrdi ongan burtur frá sær. ”Og tann, sum kemur til mín, vil eg als ikki reka burtur.” Jóhs. 6, 37. Og tey koma enn til hansara, dag fyri dag, tí tey kunnu ikki vera hann fyri uttan. Hann er vórin teirra eitt og alt. Ein dag skal tað ljóða til teirra: ”Komið higar, tit hini vælsignaðu hjá faðir mínum, og fáið ríkið tað í arv, sum tykkum hevur verið lagað” Matt. 25, 34.

  Enn í dag kallar Gud. Andin og brúðurin siga: Kom! Men mong lata vera við at gera alvor av hesi alvorligu søk. Og eina ferð vil Jesus blíva noyddur til at siga tey sorgtungu orð til teirra: ”Tit vildu ikki!”

  Men tað er ein stór troyst í seinru helvt av hesum versi, tað er tað lívgevandi vatni, sum er Guds orð: ”Og tann, sum tystur er, hann komi! Hvør, sum vil, hann taki lívsins vatn fyri einki!« Eins og likami ikki kann vera vatn fyri uttan, kann sálin ikki klára seg uttan tað livandi vatni. Gods orð! Lívsins vatn gevur kraft til lívsins stríð, til heilaggering, til arbeiði og úthaldni. Lívsins vatn er ikki bert nógv vert, tað er óumveruligt.

  Í dag sigur Jesus, at vit eiga at koma til hansara og drekka av kelduni og móttaka lívsins vatn heilt gratis. Jesus er sannleikans, reinleikans og kærleikans kelda. Tað umráðandi er, at vit liva í hansara nærveru. Vit kunnu ikki framleiða reint vatn burtur úr ongum. Men vit kunnu vera har, hvar vatni rennur, og sum vit kunnu drekka av. Á sama hátt eiga vit at liva tatt við kelduna - Jesus Kristus.

Lívsins vatn fáa vit, tá vit lesa Orði og grunda á tað, Jesus hevur at siga við okkum. Okkara tankar vera sannir, reinir og góðir, tá vit drekka av kelduni. Okkara natúra er annars so hátta, at vit helst hugsa einans uppá okkum sjálv og okkara besta. Men Gud gevur okkum eina níggja natúru, við níggjum hugsanum, so vit fáa hug til at vera góð móti okkara narmastu. Tá vit vera mint um, at vísa øðrum góðvilja, so sprudlar kærleikans kelda í okkara hjarta.

  At liva á henda hátt kunnu vit bert, um vit dagliga eru í Jesu nærveru og drekka av kelduni. ”Av frelsunnar keldu skulu tit oysa vatn við gleði.” Jes. 12, 3  ”Men tann, sum drekkur av tí vatninum, sum eg vil geva honum, skal um ævir ikki tysta; men vatnið, sum eg vil geva honum, skal verða í honum ein kelda av vatni, sum vellir fram til ævigt lív.” Jóhs. Ev. 4, 14.

  Dýbdina og týdningin av lívsins keldu forstanda vit fyrst tídningin av, tá vit eru komin til tað niðurstøðu, at vit hava onga arða keldu at fara til.

 

Jesus Kristus er blivin tann einasti fyri okkum.

 

Týsdagur 16.02.2010

Verðið í mær! - Verðið verandi í kærleika mínum.  (Jóhs. 15, 4 & 9)

Í Jóhs. Kap. 15 verður tala ikki minni enn 10 ferð um, at vit eiga at vera í honum, so tað má liggja ein álvarsamur boðskapur í hesum orðum, tá Harrin Jesus, so mangan endurtekur hann. Legg til merkis, at hann ikki sigur: ”Blív í míni tænastu!” ella:”Blív mín eftirfylgjari!” Nei hann sigur: ”Verðið í mær!” ella: ”Um so er, at tit verða verandi í mær”  Á hvønn hátt kunnu vit tá verða verandi í honum? Loyva vit orði hansara at koma inn í okkara hjarta, huga og sinn, so tað blívir ein natúrligur partur av okkum, so hava vit gjørt eina góða byrjan. Men eisini bert eina byrjan. Vit eiga at lova Jesusi inn í lív okkara, og játta yvir fyri øðrum menniskjum, at vit hava gjørt tað. Heilagi Andi vil tá, tá vit gera naka skeift minna okkum um tað. Og taka vit móti hansara ávaring, so vilja vit fáa kraft til at liva eitt heilagt lív.

Eins og okkara likam skal hava mat, so skal okkara sál og andi eisini støðugt hava føði. Vit eiga tí tíðum, at fara í okkara Bíbil, fyri at fáa andaliga føði og harvi menna okkara kunnleika um Guds ríkið. Harvið vaksa vit til tað støði, sum Paulus skrivar um í Gal. 2, 20: ”Eg eri krossfestur við Kristi; og tað eri ikki longur eg, sum livi, men Kristus livir í mær. Men tað sum eg nú livi í holdinum, tað livi eg í trúnni á Guðs son, sum elskaði meg og gav seg sjálvan upp fyri meg.”(Gal 2,20)

 

Hann skal fylla teg so hjarta flýtur yvir.

Jesus kallar: Kom til mín,

øll mín signing er til tín.”

Hann skal fylla teg so hjarta flýtur yvir,

av Guds halga andans kraft.

Sigurstónar 112

Mánadagur 15.02.2010

…Eg eri hin fyrsti og hin síðsti, og umframt meg er eingin Guð til. (Jes. 44, 6) …hann, sum er, og sum var, og sum kemur, hin alvaldi. (Opi. 1, 8)

At Gud sigur, at hann er tann fyrsti og tann síðsti, má vera eitt annað orð fyri hansara almakt. Hann hevur til allar tíðir bæði tað fyrsta og tað síðsta orði at siga. Og hann sigur okkum, at hann sá okkum í móðirlívið meðan vit á ein undirfullan hátt vóru samansett í móðirlívi og fastsett okkara dagar og veg okkar á jørðuni.  

 

”Tí at tú hevur nýru míni gjørt, hevur meg vovið í móðurlívi!  Eg tær lovi, tí á undurfullan hátt eg varð skaptur, undurfull verk tíni eru, og sál mín fullvæl tað veit. Bein míni vóru ei fyri tær huld, tá ið eg varð gjørdur í duldum, myndaður í jarðardjúpum. Forløg míni eygu tíni sóu, og í tína bók vórðu skrivaðir allir teir dagar, ið avmáldir vóru, áður enn nakar av teimum var til.” (Sál. 139, 13 – 16)  

 

Tí er einki menniskja lív meiningsleyst, men kann blýva tað um vit velja syndavegin og ganga uttanfyri Guds ætlan. Tá eiga vit at venda um til Gud og við hansara makt slíta tey sterku bond, sum eingin megnar aleinaður. Gud gerð alt nýtt, eisini eitt lív, sum kennist uttan meining.

 

Men stríði kann vera hart og mong eru tey, íð bukkaundir á tí nýggja vegnum heim til Gud, sjálvt um tey eru byrjaði á honum, tí satan kemur við sínum lygnum og sigur, at tað er tíðarspill og av kreftum. Tí ein, ið er komin so langt út í synd kann Gud ikki hjálpa. Men Gud bæði kann og vil hjálpa, tá vit biða um hansara náði og frelsu og yvirgeva okkum til Jesus. Hann, sum er tann fyrsti og tann síðsti og hevur almakt, so eingin kann ríva okkum út úr hondum hansara um vit velja at liva lív okkara í hansara ætlan. Tá fáa vit eitt ríkt lív í samfelagi við hann.

Sunnudagur 14.02.2010

Farið tí

 

Og Jesus steig fram og talaði til teirra og segði: »Mær er fingið alt valdið í himli og á jørð. Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar. (Matt. 28, 18 - 19)

 

Tað er vist fyri mong torført at skilja, at missiónsboðini hava eitt natúrligt samanhang við alt annað, ið Jesus hevur sagt og gjørt. Nøkur vilja nok siga, at missiónsboðini eru heft til evangeliie, sum nakað, tey ikki heilt fata.

 

Nei, missiónsboðini eru ikki nakað Jesus bara segði, tí hann meintin, at hann skuldi siga nakað, sum tey seinastu orð til sínar lærusveinar.

 

Nei, missiónsboðini eru hæddarpunktini í tí Jesus hevur tala. Tað er krúnana á verkinum. Tað er ein víðariføring og fullføring av tí kalli, ið Abraham fekk frá Gudi. Jesus stríddist móti satan og vann á freistingunum. Hann stríddist víðari og sigraði yvir syndini á Golgata. Og hann stríddist til endans og sigraði á deyðanum, tá hann reis upp páskamorgum.

 

Tá hann stóð við sigrinum, sendi hann lærusveinanar út í verðina, fyri at teir skuldu boða um tann sigur yvir øllum, og berða Guds ríkið við sær út um allan heimin. Tá vit tosa um missión í dag, so er tað ikki ein søk vit eiga at lata liggja. Tað er ikki nakað sum er heft við til evangeliie. Nei, tað er sjálv tjarnan fyri Guds fólk á jørðuni.

 

Jesus kom fyri at frelsa heimin, ikki bert nøkur einkult serstakt menniskja.

 

Jesus hevur magt í himlinum, men eisini á jørðuni. Og Jesu kærleiki er so stórur, at hann er nok til øll. Sólin skínir á okkum í Føroyum, og vit kenna eins og vit eru í kjarnini fyri sólini, tí sólin skínir á hvønn einkultan av okkum – á henda hátt uppliva vit tað. Men á sama hátt merkja tey tað eisini í Australia. Bæði har og allar staðir skínir sólin á tey.

 

Á sama hátt er Jesus fyri hvørt einkult menniskja á jørð

Hósdagur 11.02.2010

 

Og eg sá nýggjan himmal og nýggja jørð  (Opb 21,1)

Tað er ikki nógv vit lesa í Guds orði, sum gevur okkum loyvi til at síggja inn í ævionleikan. Men tað vit síggja, tað styrkir okkara vón um sigur meðan vit ganga her nirri. Har skal deyðin, sorgin og pínan ikki verða meira. Har skal Guds undirfulla ljós ljóma, tíð hvørki sól ella máni verða meira. Tað verður eingin, sum longur hungra og leingist eftir lívsins vatni. Tíð “hann vísti mær á við lívsins vatni, skínandi sum krystal, og hon rann frá hásæti Guðs og lambsins. Mitt á gøtuni í staðinum og hvørjumegin ánna var lívsins træ...” (Opb 22,1—2)  Men tað er nakað, sum vit ikki eiga at gloyma: “...einki óreint skal koma inn í hann, ei heldur tann, sum fremur andstygd ella fer við lygn; eina teir, sum skrivaðir eru í lívsins bók lambsins.” (Opb 21,27) Og uttanfyri eru tey: “...ræddu og ótrúgvu og andstyggiligu og manndráparar og horkallar og gandakallar og skurðgudadýrkarar og allir lygnarar...” (Opb 21,8)

At fáa loyvi til, at hyggja inn í herliheitina, sum Gud hevur gjørt okkum tilreiðar fær okkara heimlongsul til at vaksa, men eisini angist fyri at ikki at vera trúgv til tað seinasta. Tað eru mangir vandar á vegnum, og kanska tað, at blíva lunkin, sum kann taka okkum í sítt drepandi favntak. Vit eiga at halda okkum nær til Guds orð, um so er, at vit áhaldandi halda fast við tað livandi trúnna, til okkara gongd her á jørð eru at enda komin, tá vit skulu uppliva ein nýggjan himmal og eina nýggja jørð.

 

Hatar meg verðin, hvat ger so tað!

Skjótt kemur boð úr Himmalsins stað:

Kom til mítt heim, eg bygt havi her,

kom, tú, sum syrgir, troystaður verð!

Sigurstónar: 352, 3

 

Mikudagur 10.02.2010

Halleluja! Gott tað er at leika fyri Guði várum, tí yndisligt tað er, og lovsongur væl høvir.

(Sl 147,1)

Tað hevur mangan verði sagt, at eingin syngur so nógv sum tey Kristnu. Er tað nú satt? Ella eru vit nøgd við tann tilgjørda lovsangin frá stereohátalarum?

Orði frá sálma 147, er enn í gildi. Tað er gott at syngja Harranum lov! Sum menniskju eru vit jarðbundin av lyndi. Tíð minnir Gud okkum mangan á í sínum orði, at venda okkara sinni móti honum.

Í lovsanginum takkar tú Gudi fyri, hvør hann er, fyri hvat hann hevur gjørt, og hvat hann dagliga gevur tær. Tú fært vent eyguni burtur frá tær sjálvum og yvur á hann, tú skyldar alt.

Tað er ein frígerandi kensla, á hendan hátt at summa seg og hugsa um Guds almátt, og tú lyftist upp frá øllum tí, ið tingir og kennist tungt. Takka Gudi fyri, at hann er alkønur í sínum yvirbliki og kunnleika. Lovsyng honum fyri at hann støðugt hevur umsorgan fyri tær. Prísa honum fyri ta náði, sum tú støðugt stendur í sum eitt Guds barn. Takka honum, at hann vil føra teg eftir tí rætta vegnum. Lovsangur gerð teg glaðan um hjarta.

Lovsangur sømir seg. Hvør hevur uppiborði, at vit geva gætur, fagna og tilbiðan, um ikki hann? Gud er verdur at æra, takka og prísa.

Lovsyng Gudi heima, á arbeiðsplássinum, á sjonum ella heim frá arbeiði. Tá vil Gud gleðast. Gud frøðist yvur eitt takksamt barn, ið heldur eygum sínum vend móti honum, til hvørs alt er skapt, og har øll hjálp kemur frá.

Týsdagur 09.02.2010

Heilt fríður

 

Um tí sonurin fríar tykkum, tá skulu tit verða av sonnum frælsir.   (Jóh 8,36)

 

Ein trúðboðari kom á vitjan hjá einum manni, sum var bundin av alkahol. Fyri at vísa á, hvussu tað var at vera leinkjaur og bundin av alkaholi, so tók maðurin lítla son sín, og bant hann til ein køksstól við einum reipi og rópti: ”Reis teg!”Drongurin fór at gráta og segði: ”Tað kann eg ikki.”

 

”Á sama hátt er tað við mær” segði maðurin. ”Leinkjaður og bundin – tað eri eg!”

 

Tá tók trúðboðarin knívin úr lummanun og skar reipi av, sum bant dreingin, og við eitt nú, so var drongurin fríður. ”Tú skart reipi yvur?” segði maðurin. ”Ja” svaraði trúðboðarin, ”tí tað er komin ein, sum skar reipi yvir, sum bindir okkum!”

 

Jesus loysir okkum

 

Tað er Jesus vit tosa um.

 

“Um tí sonurin fríar tykkum, tá skulu tit verða av sonnum frælsir” , sigur Jesus. Hann segði tað við menniskju, sum trúðu, at tey vóru fríð, men sum vóru fjøtraði og sótu føst í synda garninum. Í dag sigur hann tað til tín og til mín, sum á ein ella annan hátt eru fanga og bundin eins og drongurin. Trælir av syndini.

 

Men Jesu líðingar, deyði og uppreisn gevur fríðheit! Eisini fyri teg, hóast tú ert eitt sindur bundin.

Sunnudagur 07.02.2010

 

     Far á føtur og gakk til Nineve...Men Jónas fór í teirri ætlan...at flýggja  burtur frá ásjón Harrans. (Jón 1, 2 - 3)

 

     Eini boð boð frá Gudi skuldu berðast til tann stóra bý, Nineve. Sum amboð til hesa uppgávu hevði Gud valt sær Jónas. Hann kallaði hann og gav honum innihaldi av boðunum. Tað var ein avbjóðing, tí Jónas skuldi berða eini álvarsom boð til ein ógudeligan bý. Tað var nok eisini tí, hann bleiv ivandi og royndi at berða seg undan. Hann hugsaði, at tað var ógjørligt fyri hann at fara til Nineve.

 

     Tíverri fór hann í felag við nakað, ið var meira ógjørligt og óhunakent: “Hann flýggja  burtur frá ásjón Harrans.” Men tað kunnu vit menniskju ikki gerða. Og tað eiga vit heldur ikki at gerða, tí tað kemur ikki nakað gott burtur úr tí. Vit vita, hvussu Jónas kom inn í myrkur og kvøl, og hvussu hann setti eina heila skipsmanning í vanda og sjálvur var við at missa lívið. Men Harrin støggaði hansara flíggjan, og bjargaði lívið hansara.

 

     Men Jónas fekk enn ein møguleika afturat. Fyri aðru fer segði Harrin við hann: “Far á føtur og gakk til Nineve,” tí miklu borg, og rópa útyvur hana, tað “eg” sigi tær. Og nú fór Jónas. Hann barð Harrans boð til íbúgvanar í tíð miklu borg, og úrsliti lat ikki bíða eftir sær. Tað bleiv veking, og íbúgvanir vendu um frá teirra ónda vegi.

Hava vit ikki eisini roynt at flíggjs frá Gudi, tá hann vildi nýta okkum í síni tænastu? Var tað ikki hinu fer, ella hesu fer, har vit skuldu ofra nakað, ella átaka okkum eina tænastu? Men tað var so nógv lættari, at lata vera, og so flýgjaðu vit! Ein slíkur atburður vil til eina og hvørja tíð føra við sær myrkur og sálarkvøl. Vit sanna fyrr ella seinri, at vit svíkja. Og so angra vit tað.

 

     Gud gævi, at vit eins og Jónas, fáa ein nýggjan møguleika, og at vit tá eru líðin móti Harranum og fara til gongu, tí hann gongur undan, og vit ganga í liðugt gjørdum gerningum!

 

Leygardagur 06.02.2010

 

...men dugnaskapur okkara er frá Guði, honum, sum eisini gjørdi okkum dúgligar til at vera tænarar fyri nýggjum sáttmála... (2 Kor 3, 5 - 6)

Tænastan eftir tíð gamla sáttmálanum var long og tung, og gav hartil bert boðini: “Tú skalt!” og “Tú mást ikki!” Lóðin stillaði krøv omaná krøv, men gav ikki nakra kraft til at halda hana. Men við tíð nýggja sáttmálanum komu hesi undursomu orðini: “Tað er fullgjørt!” Lóðin bleiv við innsetanini av tíð nýggja sáttmálanum uppfylt til tann minsta bókstav, av tíð, at Jesus doyði í okkara stað. Við at viðganga, at vit hava synda, at vit angra okkara syndir og taka ímóti Jesusi, so eru vit frelst av Guds náði. Tað nítist ikki nakar dugnaskapur, eingi kostbar offur, ongar tímalangar bønir og eingin foring fyri svøvni, hvílu, mati ella drekka.

Vit eru tíð tænarar hjá tíð nýggja sáttmálanum. Sum Guds hjálparar, eiga vit at vitna um, hvat Jesus hevur og gerð fyri okkum. Ein og hvør við byrðum av synd, kann koma og fyri einki, at taka ímóti rættvísini og Heilagum Anda frá Gudi. Og hann gevur okkum á sama hátt endurføðingina og ein undursaman møguleika at siga farval til alt tað gamla í okkara lívið. Vit skulu tíð ikki verða trælir undir verðsins ljósi, men verða fríð, undurfult fríð, so vit kunnu tæna Gudi í anda og sannleika.

Men tann, ið ikki vil verða fríður, vil áhaldandi verða bundin av synda leinkjunum, og stríðast við tað gomlu byrðuna uttan syndana fyrigeving, og uttan tað nýggja lívið í frælsi og gleði.

 

Tú, sum leinkjur slítur,

loysir trælabond,

bráka rør ei brýtur,

grøðir særda ond,

sál mín til tín gongur,

eigur besta lut,

ei ein trælur longur,

men títt barn, o, Gud

MS. 713, 1

 

Hósdagur 04.02.2010

Samkensla

 

Lovaður veri Guð og faðir várs harra Jesu Krists, faðir miskunnar og Guð allar troystar.

(2 Kor 1,3)

Hvørji orð lýsa tað best, á hvønn hátt merkir tú, tá tú sært ein góðan vin, sum pínist. Hvørji orð lýsa best tínar kenslur, tá tú á skýggjanum sær eina mynd av svøltandi of flýggandi menniskjum í Afrika ella har jarðskjálti eins og á Haiti? Eina helst er tað orði ”samkensla”

Vit nýta mangan orði, men hugsa nok ikki so nógv yvir tídningin av tí. Tá tú merkir samkenslu, so sannar tú, hvat Kristus kennir. Og tá tú sigur, at tú hevur samkenslu við nøkrum, so stendur tú við síðuna av tí menniskja og lýður saman við honum eins og var tú í hansara stað. Eins og Jesus  lat seg hanga á krossin í títt stað, so vísa vit samkenslu, tá vit taka krossin uppá okkum, sum ein annar berð.

Gud ynskir ikki, at tú bert skal hava djúpa samkenslu við einum mennikja í djúpastu neyð ella støðu. Ert tú ikki glaður fyri, at Jesus ikki helt tað verða nokk, bert at hava samkenslu við tær í tíni stóru synd? Hann fór nógv longur, enn at hava samkenslu við okkara vánaligu støðu. Hann setti seg sjálvan í okkara stað, og hansara kærleiki hevur givið orðinum ”samkensla” nýggja merking í lívið mínum.

”…latum okkum ikki elska við orði og ikki elska við tungu, men í verki og sannleika.” (1 Jóh 3,18)

Mikudagur 03.02.2010

 Tí at Guðs starvsfelagar eru vit… (1. Kor. 3, 9)

Guds starvsfelagar! Tann hugsan er er stór í sjalvum sær, at vit líkavið ikki tora at hugsa um tað, at tað kann vera rætt. Tann máttmikli og almáttugi Harri og Skapari kann brúka eitt bos, sum vit jú eru í tí stóru verð, sum starvsfelagi. Men skriftin sigur, at vit eru tað – ella skulu verða tað. Nøkur fáa mikið álagt fyri at gerða eitt stórt arbeiði, onnur minni. Nøkur samla tað stóru fjøldina, onnur skulu brúkast í forbønartænastuni. Men tað sum hevur tídning er, at vit eru nítelig í tí Gud hevur sett okkum til. Eydnusom eru tey, sum kunnu siga, at tey eru Guds starvsfelagar og av øllum alvi royna at verða trúgv í tí tænastuni, sum er løgd á tey.

Øll, sum hoyra Gudi til, hava fingi eina tænastu, men tað eru mong, sum ikki taka tænastuna í álvara og bert hugsa um sjálvan seg. Í høvispresta bønini segði Jesus: ”Eg havi dýrmett teg á jørðini við at fullføra tann gerning, sum tú fekst mær at gera,” (Jóhs 17, 4)  Kunnu vit koma so langt, at vit kunnu siga tað sama. Kunnu vit gleðast yvir tað arbeiði, ið liggir eftir okkum. Og tú fært loyvi til at hoyra hesi vøkru orð: ”Tú vart trúgvur yvir lítlum, eg vil seta teg yvir nógvum.” (Matt. 25, 21)

Gud vil eins og sólstrálu senda sítt barn út í myrkri. Skína eg skal og vitna, hvussu ljóst tað er hjá Gudi.

Týsdagur 02.02.2010

 

Vend títt eygá Jesus

 

Eru eygu okkara vend móti: “...hinum ósjónliga, tí at hitt sjónliga er tímiligt, men hitt ósjónliga ævigt.”  (2 Kor 4,18)

Daganir fara framm við, tann eini eftir annar. Vikur blíva til ár, og fyri hvørja stund verður eitt stykki tikið av okkara lívslongd. Men hvat útfylla vit tíðina við? Er tað við tí sjónlig ella tí ósjónliga, tað sum hoyrir Guds ríkið til, og sum vit ganga inn í við deyðanum, um so er, at vit liva í trúnni á Jesus, og sum okkara tíð verður útfylt við.

Børn verða lætt upptikin av spæli og øðrum, so tey gloyma tíðina. Men eisini vaksin írokna tey kristnu, kunnu gloyma tað dýrmettu tíð, ið gevst okkum. Heildin av Bíbliuni er bert ein bók, Lívsins breyð, men hava vit lisið hana? Nøkur hava ikki forstáðilsi fyri, at tað er Lívsins breyð og koma tí til at hungra. Við at lesa Bíbliuna vendist eygu okkara móti tí óforgongeliga og ósjónliga og gerð okkum tilreiðar til tann stóra flytidagin frá hesum jarðarlívinum. Tíðin her á jørð er givin okkum sum ein fyrireikingar tíð, fyri at vit kunnu velja at tæna Gudi, og gerða okkum tilreiðar til tað komandi æviga lívið heima hjá Gudi í dýrdini og gleðini.

Sløsa vit okkara lív burtur, ella brúka vit tað, sum Guds orð vísir okkum á? Tað er ein spurningur, øll eiga at seta sær sjálvum, og daglia vissa seg um. Jesus er vegurin, sannleikin og lívið. Fylgja vit honum, eru vit á rættari kós til Himmals.

 

Skjótt hin seinasti lúður skal ljóða,

Jesus aftur í luftini sæst;

Standi vakin, Guds børn, til ta løtu.

Tá hann heinta skal síni við hast!

SGF. 674, 4

 

Sunnudagur 31.01.2010

 

Hann avvápnaði valdini og harradømini og sýndi tey opinberliga fram, tá ið hann vann sigur yvir teimum í honum.  (Kol 2,15)

Hesi orð siga okkum, at satan er ein vunnin fíggindi! Á Golgata krossi  vann Kristus yvir satan og øllum heri hansara. Hann bleiv ikki bert yvur vunnin, men eisini avvápnaður. Tay óndu veldini blivu førd í sigursgongu við Kristusi. Lat okkum altíð minnast tað, tá satan gerð álop á okkum.

Enn er hann ikki heilt bundin. Hann er eins og ein hundur í snóri, hann hevur eitt vist rásarúm, og tí gerða vit tað, ið er skilagott, at vit taka hann alvorligt! Hann er  lúrin og útspekuleraður, tá hann gerð álop á Guds børn. Við hvørt er tað beinleiðis álop, men oftast kemur kann sníkjandi við einum slysálopi. Hann finnur framm okkara veikasta depil, og í einum óvardum eygnabrá lípur hann á.

Vit hava ein vandamiklan fígginda. Vandamiklan, tí hann allierar seg við óndskapsins herlið í himnarúmdum. Tað er ein máttur, vit ikki eiga at undirmeta. Ein ósjónlig styrki av óndum andum, ið bíða eftir okkum. Tíð standa vit í einum stórum andaligum stríði í orðsins rætta tídnigi. Tí er tað umráðandi, at vit standa búnir til hetta stríð, so vit kunnu gerða brúk av teimum andaligu vápnum, Gud hevur givi okkum til nýslu. Av størsta tídning er tí, at vit gerða brúk av Andans svørið: Guds orð. Tí yvir fyri evangeelienum er satan magtasleysur.

Vit eiga eisini dagliga, at søkja skjól við Kristi kross. Har er satan og allur herur hansara vápnaleysir og máttleysur. Har hevur hann mist sín rætt til at kæra Guds útvaldu, tí har er dómurin yvur syndina fullkomin við Jesusi, sum stóð har í okkara stað. “Hvør vil ásaka Guðs útvaldu? Guð er tann, sum rættvísger.” (Róm 8,33)

Tað berð til sigurs fyri tann, ið livur í trúnni á Jesus. Hansara sigur er eisini okkara sigur. Tað er okkara uggi.

 

Leygardagur 30.01.2010

 

Einki skal kunna skilja okkum frá kærleika Guðs í Kristi Jesusi, Harra okkara. (Róm 8,39)

Tað er ikki bert avstandur, ið kann gerða skilna, tað kunnu meiningar, lívsáskoðanir, misforstáðilsi, óndar kreftir og mangt annað, sjálvt smámál kunnu koma eins og eitt fjall, ið ikki er komandi yvur. Hvat er tað gott, at einki skal kunna skilja okkum frá Guds kærleika í Kristi Jesusi. Men tað er ein fortreyt, at vit vakja og biða, og at vit vilja av hjarta verða Jesu eftirfylgjarar. Líkasæla kann skilja okkum frá Guds og Jesu kærleika. Líkasæla kann sum einki bliva forbannilsi fyri okkum, so vit lata Guds orð og boð liggja og gerða, so sum vit sjálv vilja. Vit eiga at halda fast í Guds lyftum og biðja og bøna: “Harri, halt mær fast, skrykk meg vaknan, um so er, at tú sært, at eg eri ávegis inn í líkasæluna!”

Í einari bók eg las, har hevði ein persónur skriva á eitt blað: “O, Gud, lat einki her meg skilja frá tíni náði. Gerð meg kvirran!” Tað eru mong ár liðin síðani hesi orð vóru skrivaði, men vit standa áhaldandi mitt í stríðnum millum gott og ónt og dovna so lætt og ansa ikki eftir, at vit av øllum mátti halda okkum nær at Gudi.

Ísraels fólk máttu gjalda dýrt, tí tey gingu tann mótsatta vegin, og stýrd av teirra andaligu leiðarum, su vóru so gudrøknir í egnum eygum, men sum Gud ikki kendist bið.

Lat tú góði vinur ikki tað ráma teg, tí tú ert dýrt keyptur, og blóði frá Frelsaranum á Golgata, tað grøðir enn í dag. Ja, ein hvønn í vil boyggja seg fyri Jesusi, og sum leingist eftir at siga: “Jesus takk fyri frelsuna!”

 

 

 

 

Tín styrki



               Verið glaðir í vónini, tolnir í neyðini,

áhaldandi í bønini. (Rom. 12, 12.)

 

             Gleð teg! Tann tunga gongdin er skjótt komin at enda, trongdartíðin er skjótt at enda komin. Gleð teg!

             Men meðan vit eru ávegis, hava vit fingið kunnleika, sum vit ikki kundu fingið á annan hátt. Vit læra mest í trongum og myrkum tíðum; tá lýsir evangeliið klárast, og Golgata verður tað kærasta staðið fyri okkum. Tað er eingin størri gleði í lívinum enn tann, vit fáa saman við Jesusi. Vit kunnu lættliga fara burtur frá honum, tað gongur heilt av sær sjálvum. Men í trongdartíðum koma vit honum nær og uppliva av nýggjum hansara stóra kærleika.

Mangan eru vit tungliga suffandi og grenjut undir trongdini, men Guðs Orð vil læra okkum at vera tolin. Verið glaðir í vónini, tolnir í neyðini! Halt út! Aftaná nátt kemur dagur. Tað er ljós fyri framman.

Tá tú koyrir gjøgnum ein tunnil, ert tú inni í einum totalum myrkri, og kortini veitst tú, at myrkrið fær ein enda. Tað er ljós fyri framman. Tí við endan á tunlinum kemur tú út aftur í ljósið. Soleiðis er tað eisini at vera ein kristin, tað gongur upp og niður, og vit syngja : "Eg í ferðini fylgdist við Jesus á leið gjøgnum skiftandi tíðir og kor." Ja, men tað er undurfult, at hann er við allan vegin, bæði tá tað er ljóst, og tá tað er myrkt. Hansara nærvera er eitt tekin um hansara kærleika og umsorgan fyri okkum.

Tað hjálpir okkum at hugsa um málið. Tað ger okkum tolin í trongdini.

Ein dag er stríðið at enda komið, og vit eru frammi við tað himmalska málið: " Sigurin er vunnin! Skjótt eru vit heima og standa fyri trónuni. Hvat ger tað tá, um sólin hevur brent okkum?"

Tá skulu vit takka og lovprísa Guði. Og vit vilja takka honum mest fyri tær myrku og vónleysu dagar í okkara lívi.

Til dig, du min ven, som må kæmpe dig frem,

og stride i kampen så hård.

Du undres vel ofte: "Har Herren mig glemt?"

Du vandrer her ensom og sår.

 

 

Åh, den deiliga Havn

 

Einans Jesus

 

Men tá ið teir hugdu upp, sóu teir ongan uttan Jesus einsamallan. (Matt 17, 8)

Vit her á landi vita um nógv støð, ið vera kallaði við krossi, so sum krossbrekka, krossbakki o.a.t.  Jesaja vísti á tann krossfesta Jesus: “Men hann varð særdur vára synda vegna” Apostulin Pætur rættur sínar hendur út móti Frelsaranum við orðunum: “Hann barð okkara syndir á likaminum upp á krossin, fyri at vit, deyð frá syndini skulu liva fyri rættvínini!” Jóhannes doyparin bendir á sama borði og sigur: “Sí, Guds lambi, ið berð synd heimsins!” Paulus stendur og vitnar: “Við hesum menniskja boðast syndana fyrigeving!”

Tann, ið byggir lív sítt á slík orð, hann byggir á ein grundvøll, sum ikki forgongur, sum ikki skakast sjálvt um stormanir íla. Alt bendir móti okkara Frelsara, Jesus Kristus, ið gav seg sjálvan fyri okkum, fyri at vit kundu ganga fríð. Paulus vildi ikki vit av nøkrum øðrum grundvølli til frelsu, enn tí gerningi, Jesus gjørdi á krossinum. Tað er ikki nakar vegur til frelsu sum eitt nú gjøgnum eitt vakurt lív ella góðgerð, bert gjøgnum trúnna á Jesususar sáttargerð fyri okkum. Tí síggja vit Jesus sum alt var byrja við og er fullgjørt við. Hann sum byrjaði í okkum tann góða gerningin, hann vil eisini útinna hann inn til okkara Harra Jesus Krisi dagur kemur.

 

 

 

Tín styrki



         Verið glaðir í vónini, tolnir í neyðini,

áhaldandi í bønini. (Rom. 12, 12.)

 

             Gleð teg! Tann tunga gongdin er skjótt komin at enda, trongdartíðin er skjótt at enda komin. Gleð teg!

             Men meðan vit eru ávegis, hava vit fingið kunnleika, sum vit ikki kundu fingið á annan hátt. Vit læra mest í trongum og myrkum tíðum; tá lýsir evangeliið klárast, og Golgata verður tað kærasta staðið fyri okkum. Tað er eingin størri gleði í lívinum enn tann, vit fáa saman við Jesusi. Vit kunnu lættliga fara burtur frá honum, tað gongur heilt av sær sjálvum. Men í trongdartíðum koma vit honum nær og uppliva av nýggjum hansara stóra kærleika.

Mangan eru vit tungliga suffandi og grenjut undir trongdini, men Guðs Orð vil læra okkum at vera tolin.Verið glaðir í vónini, tolnir í neyðini! Halt út! Aftaná nátt kemur dagur. Tað er ljós fyri framman.

Tá tú koyrir gjøgnum ein tunnil, ert tú inni í einum totalum myrkri, og kortini veitst tú, at myrkrið fær ein enda. Tað er ljós fyri framman. Tí við endan á tunlinum kemur tú út aftur í ljósið. Soleiðis er tað eisini at vera ein kristin, tað gongur upp og niður, og vit syngja: "Eg í ferðini fylgdist við Jesus á leið gjøgnum skiftandi tíðir og kor." Ja, men tað er undurfult, at hann er við allan vegin, bæði tá tað er ljóst, og tá tað er myrkt. Hansara nærvera er eitt tekin um hansara kærleika og umsorgan fyri okkum.

Tað hjálpir okkum at hugsa um málið. Tað ger okkum tolin í trongdini.

Ein dag er stríðið at enda komið, og vit eru frammi við tað himmalska málið: "Sigurin er vunnin! Skjótt eru vit heima og standa fyri trónuni. Hvat ger tað tá, um sólin hevur brent okkum?"

Tá skulu vit takka og lovprísa Guði. Og vit vilja takka honum mest fyri tær myrku og vónleysu dagar í okkara lívi.

Til dig, du min ven, som må kæmpe dig frem,

og stride i kampen så hård.

Du undres vel ofte: "Har Herren mig glemt?"

Du vandrer her ensom og sår.

 

 

 

Vegurin til lívs

 

Gangið inn um hitt tronga portrið; tí at vítt er portrið, og breiður er vegurin, ið førir til undirgangs, og mong eru tey, ið ganga inn um tað; tí at trongt er portrið, og mjáur er vegurin, ið førir til lívs, og fá eru tey, ið finna hann.   (Matt 7, 13 - 14)

Tað er ein krossgøta, sum øll, ið kennat nakað til kristindóm koma fram til. Tað er tann breiði vegurin, har verðsins falsan bjóðar alla sína glitrandi dýrd. Og tað er trúðar vegurin, har eingin skeiv lýsing er, tí Gud á ongum sinni gevur tóm lyftir.

Tey, sum hava egleitt myndina “Tann breiði og tann smali vegurin”, kunnu síggja, at veginir fara meira og meira frá hvørjum øðrum, tess longur ein kemur fram eftir vegnum. Á tíð breiða vegnum uppliva vit aftur og aftur, at tann lovaða dýrdin ikki er har og vónbrot omaná vónbrot og sorg í staðin fyri gleði. Á tíð smala vegnum, ið bleiv valdur í trúgv, og er tað ein sannroynd, at tað er gleði omaná gleði og dýrd og enn størri dýrd. Og byrðanar, ið berðast, eru ikki tyngri enn at vallarin kann bera tær, tí Harri okkara sjálvur er við og berð tær byrðar, sum annars vildi sorla okkum.

Hann, ið gongur eftir hesum vegi í áliti á  Harrans leiðslu, økja um sín vísdóm og fatan, ikki bert um Skrifrina, men um tað, sum harmar Gud av tí, vit hava við í viðførinum frá okkara tíð í heiminum. Vit hava mangt og hvat við okkum, sum kunnu tálma okkum í, at hava tann djúpara friðin við Gud. Men ganga vit á tí smala vegnum, so blíva vit meira viðkvom og kunnu ein dag í okkara anda skilja, tá naka harmar Gud, tí tá verða vit eisini kedd í okkara anda.

Vit vilja blíva Guds vallari á veg móti tí gylta staðnum, so eiga vit at fáa hugdirvi í okkara bróst og byrja at ganga á tí smala vegnum, heldur í dag enn í morgin.

 

Ein vallari so lítil nú fór til Sion stað;

hann hevði føgur klæði, hann sang eitt gleði lag.

“Ja, heiður verið lambi, sum tók oss foldum frá.”

Hann lítur afturu um seg við gleði rødd og gleim,

hann rópar “Halleluja! eg eri komin heim.”

HS. 334, 1 & 5