SØGULIGT VIKUSKIFTI Í REYKAJVÍK

21-10-2013

Íslendingar fimm ár í bøn! Skrivað: Poul Jóhan Djurhuus/gjaranes@olivant.fo

Vikuskiftið 28. og 29. september var Laugardalshøllin í Reykjavík karmur um evangeliska fundarrøð, har Amerikanski evangelisturin William Franklin Graham talaði fyri fullsettari høll. Hann er sonur heimskenda evangelistin Billy Graham, og tað má sigast um sonin, at hann gongur dyggiliga í evangelisku fótasporunum hjá pápanum. Hann er 61 ára gamal. Hann og konan Jane eiga fýra børn og 9 barnabørn. Tey eiga tríggjar synir, sum allir virka saman við pápanum.

5 ár í bøn. Í fimm ár hevur ein bólkur við monnum og kvinnum verið í miðvísari bøn fyri andaligari veking í Íslandi. Hetta er tann sokallaði Fríðrikskapel-bønarbólkurin. KFUM í Reykjavík hevur reist eitt lítið skótakapel í býnum, sum hevur fingið navn eftir kenda Íslendinginum Fríðrik Fríðrikson, sum stovnaði KFUM í Íslandi.

Bønarbólkurin er komin saman seinastu fimm árini í Fríðriks-kapellinum til forbøn fyr Íslandi. Tankin um eitt evangeliskt festivalvikuskifti mentist undir hesum bønarmøtum, og endin var, at tey sendu bræv til Franklin Graham, har hann var boðin at tala á hesum festivalinum, sum fekk navnið Hátíð Vónar / Vónarfestivalurin / Festival of Hope.

Fyri fyrstu ferð í Íslensku kirkju- og samkomusøguni hevur Íslenska tjóðin fingið vitjan av einum Evangelisti við eini so breiðari altjóða viðurkenning sum Franklin Graham.
Mótstøðan hevur verið stór í býnum, og mótstøðufólkini hava enntá ognað sær atgongumerkir fyri at onnur ikki skula fáa tey. Trupulleikin varð loystur við at nýggj atgongumerkir vórðu prentaði. Atgongumerkini vóru ókeypis, men gjørdi tað møguligt hjá fólki frammanundan at tryggja sær pláss í høvuðshøllini.

Yvir alla væntan. Tað vóru nokk fleiri, sum fóru til møti í Laugardalshøllini leygarkvødið við einum ferili av iva, um nú Íslendingar fóru at koma á møti: “Fara vit at sita í eini høll við nógvum tómum stólum.....fer nakar at koma fram o.s.v. o.s.v.
Alt hetta varð so sanniliga gjørt til skammar bæði leygarkvøldið og sunnukvøldið. Møtini byrjaðu kl.18.30 bæði kvøldini, og longu ein tíma áðrenn, streymaðu bilar og fólk eftir Laugarvegnum við stevnu móti Laugardalshøllini, har Franklin Graham hevði sett Íslendingum stevnu – og Íslendingar møttu mannsterkir!!!

Tá klokkan var 18.30 leygarkvøldið reistist 100-mannakórið og treiv í kenda sangin hjá John Newton, “Amazing grace.” Tá sótu 2.930 fólk inni í Laugarhøllini, sum var fullsett. Av tí, at talan er um ein Festival, heldur enn eina vanliga evangeliska fundarrøð, so fekk tónleikurin stórt pláss. Eitt breitt úrval av sangarum, solistum og tónleikarum, saman við Íslenska 100-mannakórinum, fylti tann fyrsta 1 ½ tíman við eini breiðari tónleikaviftu til stóra gleði fyri allar aldursbólkar.

Tá klokkan var farin av átta, trein Franklin Graham fram á talarapallin, saman við ungum Íslendingi, sum var tulkurin. Franklin talaði um Zakeus í Lukas kapitul 19. Sunnukvøldið talaði hann um burturvilsta sonin í Lukas kapitul 15, og bæði kvøldini legði hann dent á, at tað hevur skund at venda við og trúgva á Jesus.

Talurnar vóru hvørki stuttar ella langar, og áðrenn Franklin var liðugur at tala, bæði kvøldini, byrjaðu fólk at koma fram, og meðan hann endaði taluna streymaði fólkið fram til talarastólin. Ein blandaður skarði av fólki; nøkur ynsktu at verða kunnaði meira um andalig viðurskifti, nøkur ynsktu forbøn, nøkur komu fram til andaliga endurnýgging, og ikki so fá komu fram til frelsu.