Søgan um fyrstu jólagrýtuna

Við bryggjuna í fátækrabýlinginum í San Francisco hevði Frelsunarherurin eina samkomu. Tað vóru niðurgangstíðir, og fíggjarkreppa var í USA.

Samkomuleiðararnir, kapteynarnir Ruth og Joe McFee ógvaðust yvir ta sváru neyð, fólkið var í.

Tey sóu dagliga tey heimleysu, tey arbeiðsleysu og sjúku, svongdin og vónloysi lýsti úr eygum teirra. Øll ynsktu sær arbeiði, men einki var at fáa. Heim teirra var gøtan og einasta troyst í neyðini hjá teim flestu var fløskan við rúsi í.

Joe McFee hevði verið sjómaður og siglt úti sum skipsførari, áðrenn hann byrjaði í Frelsunarherinum.

Nú hitti hann teir aftur, ið hann hevði siglt saman við. Hann orkaði rætt og slætt ikki at síggja sínar fyrrverandi vinir í so ringum umstøðum.

Jólini nærkaðust, og hann avgjørdi saman við konuni at bjóða teimum fátæku og heimleysu í San Francisco til jóladøgurða, men hann visti ikki, hvaðani pengar skuldu koma at gjalda við.

Hann lovaði Gudi, at um hann fekk fíggjarliga hjálp, so skuldi hann syrgja fyri, at 1000 munnar skuldu mettast á jólum.

Ein dagin kom hann at hugsa um, tá hann sum sjómaður vitjaði í Liverpool.

Við eitt vegamót hevði onkur sett eina grýtu fyri at savna inn pening til sosialt endamál.

Dagin eftir fór hann til myndugleikarnar at søkja um loyvi at seta eina stóra grýtu við ferjuleguna, har fólk ferðaðust dagliga millum bústað og arbeiðspláss. Á eini stórari plakat kundu tey lesa: “Keep the kettle boiling!” ella “Haldið grýtuni kókandi!”

Tey ferðandi kundu eisini lesa, at her varð savnað inn peningur til jóladøgurða til tey fátæku.

Stór var frøin millum Frelsunnarherfólkið og ikki minst hjá hjúnunum McFee, tá nóg mikið av peningi var til at metta 1400 persónar.

Hin fyrsta jólagrýtan í San Francisco í 1894 er nú vorðin til grýtur í túsundatali, ið Frelsunarherurin setur upp um allan heim í desember mánaði á hvørjum ári. Nú eisini aftur í Havnini.

Í royndini at bøta um korini hjá teimum, ið ringast vóru fyri, framdi Frelsunarherurin nøkur átøk og hesi jólini varð meira gjørt burturúr, enn vanligt var.

Mamman at jólagrýtuni í Noregi

Othilie Tonning sløkti sigarina, tá bleiv ein nýggj glóð tendra

Jólapotturin er aftur úti á gøtunum í ár. Tað, ið kemur inn fer til tað sosiala arbeiði hjá Frelsunarherinum gjøgnum alt ári.

Jólini 1901 bleiv tann fyrsti jólapotturin settur upp í Kristiania (Oslo) Hugskoti kom frá táverandi leiðaranum fyri sosialu deild hjá Frelsunarherinum Othilia Tonning. Við jólapottin kundu menniskju, sum høvdu pengar ella klæðir, sum tey kundu lata, so á hendan hátt kundu tey koma og geva til tey, ið trongdu til tað. Á hendan hátt blivu slumsystrarnar við sínum jólapotti fingu í lag eina slummstøð.

Tað fyrsta ári við jólapottinum komu 2066 kr. inn. Saman við eini gávu frá Christiania Glasmagasins burturluting fekk Tornning pengar til at geva 400 fátækum eini ljósari jól. Jólapotturin er aftur úti í ár, og setur støðugt nýggj met í innsavningini. Besta úrsliti var síðsta ár, tá komu 24 mill. kr inn til tað sosiala arbeiði hjá Frelsunarherinum. Bólkarnir sum fáa av hesum eru millum annað, fátæk, rúsmisnýtarar og flóttafólk.

Men hvør var mamma at jólagrýtuni?

Gudsnoktarin Tonning

Anna Othilia Tonning bleiv fødd í Stavanger í 1865. Sum barn var hon ávirka av foreldrunum og teirra fatan av kristindóminum.

Hon vaks upp við einum pietistiskum kristindómi og fekk ógvuliga skjótt nokk av honum, sigur oberstloytnant Odd Berg. Í 1996 skrivaði hann eina høvuðsuppgáva, um oberst Othillie Toning

Sum 17 ára gomul byrjaði hon at lesa á miðnámsskúla, nakað, sum ikki var vanligt millum kvinnur tá í tíðini. Tá Tonning var 18, so kvittaði hon barna trúnna, og byrjaði at lesa Darvin og Hegel. Av øllum vilja sínum sóknaðist hon eftir eini nýggjar lívsáskoðan. Fyri at vísa, at hon var frí, so fór hon at roykja sigar, brúka stav og klipti hári stutt, og tók lut í kvinnustríðnum við stórari megi.

Í býnum Tonning læs í, opnaði Frelsunarherurin eina samkomu, Stavanger-korps í aprí 1890. Saman við nøkrum vinkonum fór Tonning inn eitt kvøldi fyri at gera ruðuleika á møtinum. Men tá hendi tað stikk mótsetta, hon bleiv djúpt rørd um boðanina. Tær tvær ungu kvinnurnar boðaðu ein einkultan boðskap um Jesus, sørur fyri fløktum teologiskum boðum, so sum  Tornning var von við heimanífrá. Endamáli hjá Frelsunarherinum var, at boða Evangelii um sunnudagin og út at starvast mánadagin, sigur Berg.

Men Tornnig leyp ikki við báðum beinum og ókritisk út í lívið í Jesusi. Hon gekk til møtir í níggju mánar áðrenn hon boygdi knø. Tá bleiv eisini umvendingin rótgrógvin, og skjótt barð hon búnan hjá Frelsunarherinum við stórum frímóðið. Hon kvittaði sigarina og stavin, men tað  stutta hári hevði hon líka til og bleiv flutt heim í herligheitina. Hon var eisini við í stríðnum um, at kvinnur høvdu rætt til at atkvøða og at javnstøða var millum kynini. Á hendan hátt passaði Frelsunarherurin henni gott, tí í 1865 fingu kvinnur eisini ájavnt við menninar at loyvi til at bera boðskapin fram.