Sunnudagur 06.01.2013

Bert tómleiki

 

 

…bert tómleiki er allur hans hávi… (Sl 39,7)

Jesus segði við Martu: ”Tú gert tær ónáðir og stríð av mongum; 

men eitt er neyðugt.” (Luk 10,41 – 42)

 

            Tíðin er okkara versti fíggindi nú um stundir, men mitt í okkara rokan gloyma mong, at eitt er neyðugt: Tann góði luturin er at sita við Jesu føtur og taka sær tíð til at hoyra, hvat hann hevur at siga við okkum. Virði og pengar eru einki verd, tá lívið er við at renna út. Tí tað er ævinleikin, ið hevur allan týdning. At liva lívið í samfelagi við Guð er, eins og Paulus sigur við korintmenn: ”... við tað at tit vita, at arbeiði tykkara ikki er burturspilt í Harranum!” (1 Kor 15,58)

               

Tað er nakað at síggja fram ímóti, sum fylgir okkum inn í ævinleikan. Tað er eins og ein ósjónligur múrur. Nøkur arbeiða fyri pengar og framburð, men tað gevur bert tómleika, tí hetta eru deyð ting. Onnur velja tað eina neyðuga: At seta Guð fremst í øllum viðurskiftum og takka fyri dagligt breyð og alt tað, vit hava fyri neyðini í tí dagliga. At vera peningaliga ríkur er ikki nøkur synd í sær sjálvum, men tað eigur ikki at fáa fyrsta pláss í lívi okkara, tað má bert hoyra Guði til. 

           

Bert sum ein skuggamynd maður gongur, bert tómleiki er allur hans hávi. (Sl 39,7) Ein skuggi setir sjálvandi ikki spor eftir sær. Bert tað eina neyðuga at hoyra Harranum til hevur ævinligan týdning. Tey, sum hoyra Harranum til eru: ”... eins og træið, plantað við áarløkir.” (Sl 1,3) Tað vil so siga, at tey á ongum sinni skulu koma at mangla gleði og innihald í lívi sínum. Taka vit okkum tíð til at sita við Jesu føtur, so verður tað ikki tómleiki í lívi okkara.

 

 

Leygardagur 05.01.2013

Sigrar

»Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg« (Ják. 2, 8)

 

Vit kunnu knappliga siga: Eg eri óður inn á meg sjálvan! Men tað er mangan á yvirflatini, tað kemur ikki frá dýpinum, tí í botn og grund elska vit okkum sjálv, og okkara súrleiki inn á okkum sjálv, er skjótt at enda komin. Men við somu styrki, sum vit hava kærleika og várkunn yvirfyri okkum sjálvum, á sama hátt skulu vit elska okkara næsta, og á sama hátt bera yvir fyri hansara feilum. Tað er ikki so líti, tann kongaliga lógin áleggur okkum. Og vit vilja so gjarna sannføra okkum sjálv um, at tað er ógjørligt, tað Gud áleggur okkum, og royna tí ikki at liva upp til Guds krøv.

 

Ein ítróttarmaður setur sær mál fyri, og trenar umaftur og umaftur. Og spakuliga nærkast hann tí máli, sum  í byrjanini sýntist ógjørligt. Tað, sum Gud  vísir okkum á, er, at vit skulu verða andaligir ítróttarmenn, sum royna umaftur og umaftur, og ikki blíva troytt av at stunda at málinum. Ein ítróttarmaður eftirkannar síni mistøk fyri at finna útav, hvar hansara feilur liggur. Á sama hátt vil Gud, at vit skulu venja okkum til, at rætta okkara mistøk. Eins og Paulus skrivar: “So renni eg tá soleiðis, ikki líkasum upp á óvist; eg berjist eins og tann, sum ikki slær í bera luft.” (1. Kor. 9, 26)

 

Tað er mangt og hvat vit mugu læra, og at venja okkum til. Hava vit viljan, og lesa í Bíbliuni, so vil Gud við sínum Heilaga Anda vísa okkum á nýggj øki, sum vit kunnu vinna á. Vit mugu á ongan hátt gevast, og vera nøgd við at vera á sama støði. Gud ynskir, at vit skulu stremba eftir, at sigra yvir tí ómøguliga. Eru vit reyst kristin, so má tað vera okkara mál, til eina og hvørja tíð, at stremba eftir nýggjum sigrum yvir okkum sjálvum.

 

 

Mikudagur 02.01.2013

Eg skal fara fram við tær í allari dýrd míni... (2.Mós. 33, 19

Tað er tað, sum er fari fram við tær alt lív títt, líka inntil hendan dag. Lat hugsan tína leita aftureftir til tað tíð, sum farin er. Um tú vilt verða sannur, so mást tú siga: Eg havi veri eins og ein áskoðari, sum havi sæð, á hvønn hátt Gud hevur givið út av síni góðsku, og hevur lati hana streyma mær ímóti. Hansara kærleiki hevur veri ósigandi, Hansara bindindi uttan mørk, og Hansara umsorgan hevur veri ótroyttilig.

Og eins og tað hevur veri til hendan dag, so hevur Hann lova, at tað skal blíva soleiðis allar dagar her í lívinum. Vit eiga tí at siga, at vit hava ein undurfullan Gud. Hann hevur enn meira av tilbúgving til tín. “Eg skal fara fram við tær í allari dýrd míni.” Tað blívur meira gleði í vónini í lívinum okkara sum heild, tá vit hugsa um hetta. Hvat kann so verða tað næsta? Bíða bert eftir Harranum. Tað kemur enn meira av Hansara góðsku til tín. Hvat man bíða tær í dag?

Nýggjársdagur 2013

Og bók Jesaja profets varð honum fingin, og tá ið hann opnaði bókina, fann hann niður á tann staðin, har sum skrivað stóð: »Andi Harrans er yvir mær, av tí at hann hevur salvað meg, til at bera fátækum gleðiboð. Sent hevur hann meg út til at boða fangum frælsi og blindum sjón, til at sleppa neyðstøddum leysum, til at kunngera eitt Harrans náðiár.« (Luk. 4, 17 – 19)

Á ársins fyrsta degi er tað gott, at lesa hesi orð av Jesu egna munni. Tí her hoyra vit Hann sjálvan boða Evangeliið. Eingin kann betur enn Hann greiða okkum frá, hvat hesi orð hava at týða. 

Mong hugsa, at tey vita alt um Evangelii, bert tey hav hoyrt tað tvær til tríggjar ferðir. Men tað er ein misskiljing. Vit verða ongantíð útlærd í hesum evni.

Vit siga mangan, at Evangelii er til umvendilsi og innbjóðing til at koma til Jesus og blíva frelst. Tað er satt, orði um umvending má til eina og hvørja tíð blíva boða. “Um tit ikki venda um og verða eins og børnini, koma tit als ikki inn í himmiríkið.” (Matt. 18, 3)

Men hvat sigur Evangeliið okkum. Lat okkum enn einaferð hyggja eftir ørindunum, sum vit byrjaðu við. Lat okkum seta ljós á máli. Evangeliið er ein boðskapur um, at Guds frelsu lyfti er uppfylt í Jesusi Kristi.

Evangeliið, ella sum týdningurin av orðinum hevur á okkara máli, tey góðu  tíðindini, sum vit gerast glað yvir at hoyra og bera víðari. Vit kunnu taka eitt dømi, so sum Dávid, tá hann vann á Goliat, tá komu gleðiboðini út til tað jødiska fólki, tá tann ræðuligi fíggindi teirra var feldur, so tey nú vóru fría og høvdu gleði og frið. Tey blivu so glað, at tey og sungu og dansaðu av gleði. Á slíkan hátt er Evangeliið frá Gudi eini góð boð, sum eru søgd av ápostlunum um allan heim, og tann sami Dávid stríddist móti synd, deyða og djevlinum og hevur vunnið yvir teimum.

Evangeliið er boðskapurin um, at frelsan er fullkomin. Guds lyfti er uppfylt, synda skuldin er goldin. Jesus er deyður fyri allar syndir. Hann hevur opna ein veg fyri okkum líka inn til Gud, og letur okkum vita, at øll, sum koma í hansara navni, fáa loyvi til at vera hansara kæra barn. Alt er gjørt tilreiðar, so tú ert bjóðaður at vera við! Lurta tú eftir hesum góða boðskapi, so vil Guds Andi gera sín gerning í hjarta tínum, og tú fært náði til at liva í trúgv og Evangeliið!

Nýggjársaftan 2012

Vónin

Sál mín, Harranum lova, og gloym ikki allar vælgerðir hans! (Sl. 103, 2)

 Á ársins síðsta degi standa vit og slota og eru kanska eitt líti sindur óttafull og hyggja inn móti tí nýggja árinum, og hvat tað vil geva okkum ov óndum og góðum. Í árinum í fór, so vóru nakrir dagar góðir og góðu mikla gleði, aðrir sorgir, ja, kanska stórar sorgir, so at vit máttu biðja um hjálp og uggan frá Harranum. Hann hoyrdi bønir okkara, og ein dag, ja, so opnaðist tann stongda farleið, og trupulleikarnir hvurvu, og vit blivu so glað, at vit í okkara gleðirúsi gloymdu at siga Gudi tøkk, tí nú kundu vit alt sjálvi aftur. Vit vita, hvussu langt okkara minni er, tá tað umræður órætt, sum er gjørdur móti okkum. Men við at hugsa gjølla, so mugu vit sanna, at vit eru gloymsk, tá tað er, at takka Gudi fyri hjálp og umsorgan.

 Okkara ár higartil, er eins og ein stór vælgerð frá Gudi. Tí, Hann dró meg upp úr undirgangsins djúpi, úr tí botnleysa díki; hann setti mínar føtur á klettin og gjørdi føst míni fet.”   (Sl. 42, 3)  Og síðan tá hevur Hann hoyrt bønir okkara, og hildið okkum uppi í tungum tíðum eins væl og í góðum tíðum .

 Sálma 103, er ein góður sálmur, tá tað umræður, at læra at takka fyri Guds góðsku og hjálp. Vit mugu ikki gloyma Guds vælgerðir, tí tær eru so mangar, at vit ikki eru før fyri tí. Og við eini hjartans tøkk til Gud, fyri Hansara góðsku í farna árinum, so vilja vit leggja okkara dagar í Hansara hendir við trúgv um, at Hann, ið hevur hjálpt okkum til nú, eisini vil hjálpa okkum í komandi ári.

 

Sunnudagur 30.12.2012

Ver tú trúgvur líka til deyða, og eg skal geva tær lívsins krúnu! (Jóhs. Op. 2, 10)

Jesus Kristus er trúarinnar gripur.

Í dag mælir Hann okkum til, at vera trúgv ímóti Honum. Trúgv líka til deyða. Vit hava ikki nátt málinum enn, sjálvt um vit hava fingið lut í frelsuni, og hava fingið trygd fyri syndanna fyrigeving. Um so er, at vit hugsa á tann hátt, so taka vit feil, tí tað er bert byrjanin! Nei, eftir hetta mugu vit renna – tann langa teinin, har mest umráðandi er at halda út. Tað røkkur ikki til, at vera eldhuga eina tíð, og síðan blíva dølsk og upptikin av minni týðandi lutum. Vit eiga til eina og hvørja tíð, at vera tilreiðar, at stríðast fyri Harran, sum vit skylda  okkara lív og okkara trúgv.

Hvat vil tað veruliga siga, at vera trúgv? Á hvønn hátt skulu vit føra okkum fram, fyri áhaldandi at vera trúgv? Vit skulu áhaldandi verða hjá Jesusi! Tað er alt tað, tað snýr seg um! “Verði tit verandi í mær, so blívi eg eisini verandi í tykkum”, sigur Jesus. Tað hevur tann týdning, at vit dagliga mugu halda okkum tætt inn til hansara, og liva lív okkara í hansara nærveru!

Tað hevur eisini tann týdning, at vit mugu akta Hansara orð, og gera hansara vilja, og lata okkum leiða av Honum, og verða og blíva á tí staði, har Hann hevur sett okkum. Og tæna Honum, við at útinna tær uppgávur Hann hevur givið okkum í hendi. Við øðrum orðum, tað er ikki nokk, at vit eru á veg, vit mugu eisini ganga á vegnum, vit mugu vera í gongd. At vera trúgv, vil tí siga, at vit ikki avnokta Jesus yvir fyri øðrum menniskjum, men játta, at vit hoyra honum til.

Men fyrst og síðst hevur tað tann týdning, at okkara innara samband við Jesus er í ordan. Tí vit eiga ikki at trúgva, at alt veldst um okkara stríð. Tá vit yvirgeva alt okkara lív til Jesus, so er Hann trúgvur líka til deyða okkara. Hann vil bera okkum og gera alt fyri, at vit náa fram til málið, til frelsu fyri sál okkara.  

Hugskot frá møti í Virkinum á Sandi leygarkvøldið 29.12.2012    

Fríggjadagur 28.12.2012

Efesus 4,30.

Og gerið ikki Guds heilaga anda sorg, sum tit eru innsiglaðir við til endurloysingardagin!

Guds heilagi andi tekur búgv hjá tí, sum er blivið Guds barn, við trúnni á Jesus. Andin vil halda samvitskuna eyma og vakna. Hann minnir okkum á,  tað Jesus hevur sagt hann forklárar Kristus fyri okkum. Eitt meira innarligt samfelag kann ikki hugsast enn Guds samfelag við tað hjarta, sum trýr á Jesus.

Andin er Guds Heilagi Andi, sum er eitt við Faðirinum og Soninum, tað er loynidómurin við tríeindin, sum vit ikki kunnu forklára, við okkara egna

forstandið, men sum vit mugu boyggja okkum fyri í trúgv og tilbiðjan.

Andin er ikki bara ein kraft ella ein hugskot eitt tilskot av mergi, sum er eitt íkast til okkara egnu religión kreftir.

Soleiðis mugu vit ikki hugsa. Men tað er sannleika andin, sum  hevur kraft til  at geva Guds børnum kraft til lív, við Gudi. Men lat okkum teinkja uppá Guds ond, sum Gud sjálvan. Guds Heilagi Andi eitt við Faðirinum, og Soninum. Nú kunnu vit taka og lesa orði sum vit begyntu vi.

GER IKKI GUDS HEILAGA ANDA SORG.

Her kunnu vit síggja hvussu djúpt persónligt Guds forhold er.

Var andin bara ein kraftkelda, sum vit kundu stýra og ráða ivir, tá kundu vit ikki sigað, at vit gjørdu honum sorg. Tú kann ikki gera ein stein kedda av tí.

Men vit kunnu koma, at gera teymum, sum eru góð við okkum, og standa okkum nær kedd av tí. Og tað ringasta av øllum, tú kann koma at gera Guds heilaga anda sorg. Sorgin hjá mammuni yvir son ella dóttir, sum ganga sína egna veg; burtur frá foreldrum, burtur frá Gudi, tað er ein djúp innarliga sorg. Enn tá meira vil Guds Heilagi andi merkja sorg, tá vit forsøma Guds orð og bønir, og liva eitt leyslátað lív í forhold til syndina, og verðina, og bert hugsa uppá okkum sjálv, og okkara egna vinning. Tú hevur Guds heilaga anda í tínum hjarta, tú trúgvandi Kristin. Hann fylgir væl við tær.

                                               

                             GERÐ HONUM IKKI SORG.

                                               

                             Ì himmiríkis høll tá vist

                                      vit skoða Faðirin og Krist

                                      og Andan, sum her kraft oss bar.

                                      Tríeinur Guð, prís veri tær!

 

Amen.

 

2. jóladag 2012

Jólagleðin skal varða við

 

Jólini fáa ein enda, men ikki gleðin, um boðini, at okkum er ein Frelsari føddur. Vit møta í  tekstinum til í dag Stefan, sum bleiv steinaður fyri trúgv sína á Jesus, og hvørs andlit skein eins og ein eingils, tá hann stóð yvir fyri sínum fíggindum. Gleðin heldur tí áfram, og kann fáa okkara andlit til at skína av friði og gleði hóast mótgongd og deyða. Stefan stóð yvir fyri einum hørðum deyða. Men hann hevði eyguni vend uppeftir, har hann: sá Guðs dýrd og Jesus standandi við høgru hond Guðs. (Aps. 7, 55)

 

Stefan hevði eina stóra trúgv. Og eisini í dag leggur Gud trúnna niður í hjørtu okkara. Men kanska er okkara hugburður ikki hin sami sum hjá Stefan, men kann blíva tað, um vit lata okkum fylla av tí gávu, ið kom til okkara jólanátt. Vit møta sjúku, deyða ella trupulleikum, men einki kann fjala yvir boðskapin um, at okkum er ein Frelsari føddur, og, sum vil vera hjá okkum gjøgnum tungar og trongar tíðir.

 

Stefan var merktur av boðskapinum um Jesus, so tað kundi hoyrast og síggjast. Vit skulu nokk ikki ganga tann sama vegin sum hann, men kann tó verða vandafullur. Ein fíggindi, sum kemur ímóti okkum opinlýst, hann kunnu vit geva gætur, men tann fjaldi fíggindin, so sum líkasæla kann sigra sjálvt á eini kempu, um so er, at vit ikki halda vakt um trúnna á Jesus. Trúgv tá, ið skýmir umkring teg, sólin er aftan ský; bert lítla løtu - og síðan rísur ein morgun ný. Trúgv, hvat ið tær møtir; heimið so nær jú er. Har skal tú æviga skoða tað, sum tú trúði her!

 

Jólaaftan 2012

    Eg, Harrin…eg skal varðveita teg og gera teg…til ljós fyri heidningarnar. (Jes. 42, 6)

Ísralitar vóru trælkaðir í Bábilon í útlegd. Tá sendi Gud teimum hendan boðskap, at tey ikki vóru gloymd, men vóru eitt amboð í hansara hondum. Og at hansara ljós og frelsa gjøgnum tey skuldi náa alla tjóðina. Tað gekk út, við Jesusi Kristi. Í honum fingu heidningarnir Guds ljós og frelsu. Gud hevði á tann hátt hond við í, hvat hendi Ísralitunum og stýrdi gongdini í hendingunum. Eisini í dag stýrir Gud øllum tíð, sum hendir í Ísrael. Tað lítla landið, sum er so nógv stríð um, og sum øll verðin sýnist at hava áhuga í, er tað land og fólk, sum Gud útvaldi til sítt. Útisetarnir í Ísrael skulu allir venda heim. Og tá »Loysnari vár« kemur vil Gud aftur seta tað land og fólk, sum hann ansar í miðuna. Og Guds ljós vil skína har útfrá til alla verðina.

   Allareiða í dag vita vit, at baði land og fólk er nakað serstakt. Tess søga í nýggjari tíð vitnar um, at Gud spakuliga er við at gera tilreiðar tað, sum skal koma frá hansara hond til hansara tíð. Nøkur hava tað hugsan, at tey kunnu innføra ein nýggjan heims ordan eftir teirra vilja. Men tey kunnu bert skapa órógv tjóðanna millum, til Gud gerð enda á ruðuleikanum, sum hevur fylt jørðina við ruðuleika og dálkaðan. Men trúgva vit, at alt er í Guds hondum, so kunnu vit síggja ljóst uppá framtíðina. Tíð í hansara tíma kemur hann og gerð alt nýtt. Og í tíð nýggja er Ísrael í eini serstøðu, sum Gud hevur víst á í Bíbliuni .

Sunnudagur 23.12.2012

Tað, hann hevur sagt, tað hendir

 

Men tað hendi í teimum døgum. (Luk. 2,1)

 

Vit kundu loyvt okkum at hugsa, at tað var keisarans hugskot, at hann vildi halda manntal, men tann stóri keisarin var bert eitt amboð í Guds ætlan. Messias skuldi, eins og profetarnir høvdu boða frá, blíva føddur í Betlehem. Og fylling tíðarinnar var komin. Fyri at tað kundi ganga í uppfylling, so mátti Gud fáa Jósef og Mariu at fara til Betlehem, sjálv um tað fyri Mariu var eitt sindur tvørligt, nú hon var við barn. Her síggja vit ein av Guds vegum. Hann setti keisaran til at útinna boðini um, at øll skuldu skrivast í manntal, hvør í síni heimbygd. Og so kemur tann gamla profeti, sum reint menniskjaliga sá torfør út, kom hóast alt at ganga út. Gud er nágreiniligur við sínum orði. Tað, hann hevur sagt, tað hendir!

 

Vit trúgva á hendingarnar, sum vit lesa um í Evangeliinum, um Jesu føðing. Men tað er við undran yvir, at kongurin í ríkið Guds skuldi føðast í einum fjósi, og tann undran hvørvur vist aldri. Ella at hann, sum mynda hevur alt við sínum skapandi orði, skuldi verða húsvillur millum okkum, og verða neyðars sonur her í heiminum.

 

Um vit vilja síggja Guds dýrd, so mugu vit boyggja okkum í støvi. Og tað kann ikki sigast við betri orðum enn hesum: O, leitið á eyðmjúkum støðu, for Jesusi gráti á knøum. Tá fáa vit Jesus í talu, tí rósurnar vaksa í dali.

Leygardagur 22.12.2012

Hornasteinurin

Sí, eg leggi álítandi grundarstein í Zion, dýrmætan óvikandi hornstein. (Jes. 28, 16)

Av tí at Gud sendi sín son í heimin við sjónligari æru og dýrd, so bleiv hann ein snávingarsteinur fyri mong, ja sjálvt fyri høvuðsprestarnar og teir leiðandi almennu myndugleikarnar snávaðu um hann við álvarsligum avleiðingum fyri bæði seg sjálvan fyrst og síðan fólkið. Ein ávirkan, sum í fylgi Bíbliuni fyrst vil fáa ein enda í endatíðini, tá tað jødiska fólkið mitt í trongdini miklu umvenda seg, og koma til at síggja dýrdina, ið er um Hann, sum kom til teirra, tá fólkið skuldi skrivast í manntal, og har ikki var pláss til mammu hansara, enn í einum fjósi. Hann, sum teir krossfestu við háan og hatri, so vilja teir síggja Hann sum almátts Harra og Gud. Og ætt eftir ætt vil gráta yvir teirra stóra mistak, og at tey ikki góðkend tann leingi væntaða Messias, tá Hann kom til teirra.

Tann steinur, sum húsasmiðirnir vrakaðu, hann hevur Gud gjørt til hornastein. Og á hesum hornasteini eru allar heimsins samkomur bygdar á. Og í honum liva vit og rørast vit og eru vit, sigur ápostulin, og tí vilja vit í takksemi og gleði halda jólafest fyri honum. Vit vilja gleða okkum yvir, at hetta náði tilboð eisini er komi til okkara. At Jesus er blivin okkara Harri og Frelsari, og hevur givið okkum tað rætta undirstøði fyri at halda jól í Jesu navni .

 

 

Fríggjadagur 21.12.2012

 

Búgvin til ferðar

 

…tí at hitt sjónliga er tímiligt, men hitt ósjónliga ævigt.  (2 Kor 4,18)

Um vit vóru búgvin til ferðar, og ætlaðu á ongum sinni at koma heim aftur, so vildu vit gjørt alt hvat vit kundu, at fyrireika okkum til okkara nýggja bústað. Bíblian lærir okkum, at her í heiminum eru vit fremmand og útlendingar og bert vallarar, sum eru á ferð eina stutta stund. Og at vit í okkara nýggja heimlandi skulu uppliva eina sælu, ið vil verða uttan enda. Men vit eru trek og jarðbundin, og vit hugsa so nógv um tær umstøður vit liva í her og nú, at vit hugsa líti og einki um tað ósjónliga, sum tó er tað týdningarmikla, tí tað er ævigt. Vit kunnu við okkara viti og skili síggja, hoyra og kenna at okkara tímiligi heimur er til, men hin skulu vit nýta trúnna til, um so er, at vit skulu uppliva tann andaliga. Mong síggja trúnna fyri bert at vera eitt hugtak. Men tann, ið lesur Bíbliuna fyri at finna fram til frelsuna og endurføðingina við trúnni á Jesus, uppliva, at tað er ein royndur lutur, ið kann vaksa seg sterkan, so vit við ápostlinum Jóhannes kunnu siga: Vit vita!(1 Jóh 3,2)

Eitt barn við góðum og kærleiksfullum foreldrum, hevur eitt slíkt álit á teimum, at trúgvin hjá tí til teirra hvílir í eini støðu, ið er bygd upp í samlag, sum á ongum sinni hava uppliva bilan. Tað er ein mynd til tey kristnu viðurskifti við Faðirin, Sonin og Heilagan Anda. Tí blíva tey ósjónligu viðurskifti so verulig fyri okkum, at tey blíva ein royndur lutur, ið vit kunnu byggja okkara lív á. Tað gevur gleði, kraft, javnvág og frið, og harvið fær lívið meining. Vit kunnu síggja, at vit her á jørð bert eru á eini gjøgnumferð fyri at náa fram til tað nýggja Jerusalem, har Gud sjálvur vil verða mitt í millum í sín frelsta skara.

 

Ein vallari so lítil

nú fór til Sions stað;

hann hevði føgur klæði,

hann sang eitt gleðilag.

Ei nøkur byrði nívdi –

við krossins fót hon lá.

Hann átti mátt og frímóð,

tí Kristi blóð hann sá.

MS 334, 1

 

Mikudagur 19.12.2012

Og eg seti fjandskap millum teg og konuna, millum avkom títt og avkom hennara; tað skal morla høvur títt, og tú skalt bíta tað í hælin! (1. Mos. 3, 15)

Hetta eru stór orð. Tey, sum lurtaðu eftir vóru bert Ádam, Eva og Sátan. Orðini vóru bert rætta móti tí eina – Sátan – men hevur eitt innihald sum hevur áhuga til alla tíðir, ja, sjálvt fyri andaherliðini í himnarúmdum.

Tað er talan um fíggindaskap. Samstundis er tað orð, ið bera frið við sær, sum øll hava brúk fyri: Guds frið.

Ádam og Eva hoyrdu orðini og fataðu vist ikki so nógv av teimum. Hóast tað, so fataðu tey vist nokk eitt líti sindur hóast alt. Tá Eva føddi sín fyrsta son, Káin, so gav hon til kennar við sterkum orðum, at Gud hevði givið henni hendan sonin. Hon hevði fata, at Gud vildi brúka eitt barn frá eini kvinnu í uppgerðini við Sátan. Tó vísti tað seg, at sáð kvinnunnar var ikki Káin.

Vit vita, hvørt barni er. Fyri 2000 árum síðani, so bleiv kasta ljós yvir tað fyrsta Evangeliið, sum 1. Mós. 3, 15 er kalla. Vit hava hoyrt og lisið frásøgnina um Jesu føðing, hansara lív og blóðigu uppgerð við Sátan. Uppfyllingini av spádóminum liggur avdúkaður fyri okkum.

Men hvussu stóran týdning  hevur tað fyri teg, tú, sum lesur hetta?  

Jesusar deyði á Golgata var eitt óhugnaligt bit í hælin. Men við tí biti bleiv vunnin sigur á Sátan. Biti var í veruleikanum Guds endaligi vreiðis dómur  yvir alt tað, ið setir seg uppímóti honum. Allar óndar kenslur og hugsanir fáa sín dóm. Allur óvilji og mótboð móti Gudi, sjálvgleði og alt hugmóð fær sín dóm.

Tað dømda syndalívið okkara, sum Sátan gleðir seg yvir og sum pínir okkum við skuldarkenslum og ótta fyri Gudi, hevur Jesus sigra yvir.

Ádam og Eva hildu seg til tað sindri, ið var avdúka av Guds frelsu.

Heldur tú teg til tað, sum tú bert hevur lisið um Jesus í hesum stutta stykki, so eigur tú alt tað, sum hnsara frelsu lyfti lovar!

Týsdagur 18.12.2012

Eg orð tíni goymi

 

Navn hans skal verða kallað undur, ráðgevi, veldigur Guð, ævinnar faðir, friðarhøvdingi. (Jes. 9, 6)

 

Vit koma øll í ta støðu, har vit tørva ein ráðgeva. Jesus er ráðgevarin, sum sær í tað innasta í okkara trupulleikum, og sum sær ein greiðan veg út úr teimum. Um so er, at vit ikki fara beinleiðis til hansara, er tað tí, at vit ivast í trúnni,  tá tað umræður, at hyggja til botns í okkum sjálvum. Tað er lætt at trúgva, tá tað umræður onnur, men nógv verri, tá tað umræður okkum sjálv, tí eiga vit at uppbyggja eitt áliti til Gud í teimum døgum, tá tað er kvirt rundan um okkum, og byrðan er løtt at bera. Men vit bíða mangan til neyðin bankar uppá okkara dyr, og har vit ikki vita nøkur ráð. Mong er so knúst undir byrðuni, at tey ikki megnaðu at bera hana, so tey tóku støðu til, at gera ein enda á lívið teirra. Men tað er ein íblástur frá djevlinum, tí hann vil, at vit skulu enda í vónloysi, og á tann hátt fara inn í deyðan.

Vit fáa eina sanna ráðgeving frá Gudi, við at lata Bíbliuna verða tann grundvøll, vit byggja lív okkara á. Tá vil Andi Guds gera orði livandi og ljóst á vegi okkara, har vit skulu ganga. Við hvørjum skal ungur halda leið sína reina? við at halda seg eftir orði tínum.” Og : “Eg orð tíni goymi í mínum hjarta, fyri at eg ikki skal synda móti tær.” (Sl. 119, 9 &11) Goymi í mínum hjarta, fyri at eg ikki skal synda móti tær! Kann tað sigast meira greitt og einkult? Orðið var Guð, og hann er at finna í Bíbliuni. Tí fáa vit tað bestu ráðgeving, ið kann finnast har. Vit skulu bert rætta armin út móti bókahillini, og taka Bíbil okkara fram, og taka Orði til okkara.

 

 

Mánadagur 17.12.2012

Eru vit opin

 

Vit eiga at vera opin yvirfyri Guds orði, tí at Ein og hvør gudinnblásin skrift er eisini nyttulig til lærdóms, til aganar, til rættleiðingar, til uppvenjingar í rættvísi, fyri at Guðs-menniskjan kann verða albúgvin, fullfør til eitt og hvørt gott verk. (2. Tim. 3,16-17) Jesus segði, at tá Hann var farin burtur, so vildi Hann senda ráðgevan, hjálparan, talsmannin og forbiðaran til okkum. Tí er Gud ikki bert uppi í Himlinum, men eisini her á jørð. Heilagi Andi er her hjá okkum, og vil læra okkum betur at kenna Jesus. Og vit vaksa fet fyri fet, um so er, at vit eru opin yvirfyri tí, ið Gud gjøgnum Heilaga Anda hevur at siga okkum.

 

Og gerið ikki Guðs heilaga anda sorg. (Ef. 4, 30) Vit gera Andanum sorg, um so er, at vit ikki taka alla Skriftina til okkum, so sum hon er, sum Guds innblásta orð. Vit hava fyri neyðini at sita á Guds skúlabeinki, so at vit kunnu mennast til góðar gerðir. Gera vit so nakað við hesa andaligu upplæring? Mong steðga upp, og eru nøgd við tað støði, sum tey eru komin til. Men tað er ikki ein regla, sum er komi upp í menniskja hjarta, men Guds boð, at so leingi vit anda og hava skil, so skulu vit hvønn daga vaksa. Og vit eiga at leggja doyin á, at vit verða leidd av Heilagum Anda sum ráðgevi, hjálpara, talsmanni og forbiðjara. Eru vit opin, so lova vit honum inn í lív okkara, og royna at verða hoyrilig, tá vit undir Hansara vegleiðing lesa Guds innblásta orð.

 

 

Sunnudagur 16.12.2012

Undir Guðs vreiði

 

Tess vegna gav Guð teir upp í hjartans girndir teirra... (Rom. 1, 24)

 

Vit lesa her, hvat Gud gerð við tey, sum ikki fylgja boðum hansara. Hann gevur tey upp í teirra hjartans girndir, sum brátt man føra tey niður í dýpi av óreinsku. Tann ónda maktin er so stór, at um so var, at Gud yvirgav menniskjuna til sín sjálvs, so vildi tað ført til, at øll sukku niður í alskyns syndir og skomm. Mong ógvast við, at lesa Bíbliuna og halda, at hon dømir ógvusliga, men gloyma, at tað ikki er hon, men vit, sum eru órein, um so er, at vit venda Gudi baki.

 

Tað er eisini ein ávaring um, at ansa eftir so vit ikki vanvirða tað ljós vit fáa gjøgnum Evangeliið, um Guds frelsu fyri alla menniskja ættina. Ansa vit ikki eftir Orðinum, so geva vit syndini og freistingini maktina yvir okkum, so fáa vit ikki kraft til at liva eitt heilagt lív. Pætur kundi bert halda sær upp, tá hann hugdi uppá Jesus og ikki eftir aldunum, sum brutu rundan um hann. Vit søkka eisini, tá vit flyta fokus burtur frá Jesusi. Tað er hann, ið heldur okkum uppi og heldur syndini burtur frá lívið okkara.

 

Fyrsti kapittul í Rom. br., er ikki nakar blíður lesnaður. Vit vildu helst haft eina vakrari lýsing av okkum sjálvum. Men Gud lýsir okkum sum vit eru, og hvat vit blíva, um vit ikki halda okkum til hansara. Vit fáa ikki Jesus inn í lív okkara við at føra eitt vakurt lív, sjálvt um vit meina, at vit hava tikið ímóti, tí kristna grundvøllinum. Tað er bert ein vegur  til Guds. Umvendilsi og trúgv á Jesus Kristus, sum okkara Frelsara. Síggja vit ikki tað dýpi av synd, sum skilir okkum frá Gudi, so mugu vit biðja Gud um, at vit fáa sjónina til tað. Tá vil hann vísa okkum á hvønn hátt vit kunnu koma til at sannað sannleikan og blíva frelst.

 

 

Leygardagur 15.12.2012

Á hvønn hátt svarar og vegleiðir Gud

 

Av hugmóði standast bert trætur, men hjá teimum, ið taka við ráðum, er vitska. (Orða. 13, 10)

 

Ikki bert við at játta syndir okkara yvir fyri Gudi, men so leiðir Gud eisini okkum mangan til onnur menniskju, sum kunnu veita okum hjálp, og, sum eru rótfest í orðinum, ella sum koma og vegleiða uttan at vit hava spurt. Sjálvandi mugu vit royna slík ráð, um tey eru í samsvar við Skriftina, og um vit kenna frið við Gud, og við at fylgja honum. Ein eldri maður, sum hugdi aftur á tey góðu ráð, sum hann hevði fingið, og sum hann mintist sera væl. Tað var eitt sum hann hevði fingið frá abba sínum á ungum árum. skalt treytaleyst akta Gud, sjálvt um tað, hann biður teg um, sær ómøguligt út!

 

Gud kann eisini tala til okkara í andanum, ella lata ein sterka sannføring ella eggjan koma frá okkara innaru sál. Vit lesa víðari: Eins og djúp vøtn eru ráð í mansins hjarta, men ein maður við viti kann oysa tey.” (Orða. 20,  5) Eggjan mugu vit gjølla hyggja eftir í ljósinum av Guds orði, tí eisini djevulin kann eggja okkum. Tað má vera heilt greitt hjá okkum, at Gud á ongan hátt eggjar okkum til nakað, sum førir við sær, at vit bróta hansara boð. Eg minnist eina unga kvinnu, sum gavst við at lesa fyri heldur at fara í tænastu fyri Gud, tí sum hon segði, Gud vildi, at hon skuldi gifta seg við einum manni, sum gekk sín egna veg, og ikki vildi lova Gudi inn í lív sítt. Tað var ein skeiv eggjan.

 

Fall ikki fyri einum slíkum snildum álopi frá Sátan. Guds leiðbeining i Skriftini er heilt greið, men mangan lata vit okkara kenslur koma fram um, og um so er, tað er eitt hvørt, vit gjarna vilja. Tað loysir seg ikki, at ganga egnar vegir. Í einum ella øðrum tíðarskeiði mugu vit kenna pínuna av okkara ólýdni. Tí skulu vit treytaleyst líða Gud.

 

 

Fríggjadagur 14.12.2012

Gloym ikki at eta!

 

 

Mítt hjarta er sviðið sum grasið og følnað, tí eg mist havi hugin at eta mítt breyð. (Sl. 102, 5)

 

Hesi orð frá sálminum, talar um andaligt hungur. Fær likam okkara ikki nokk av føði, so blíva vit kraftarleys og verða eitt offur fyri trotsjúku. Á sama hátt við okkara andaliga føði. Gloyma vit at eta, so verða vit kraftarleys kristin. “Gev okkum í dag okkara dagliga breyð!” Vit skulu ikki biðja um breyð til alla vikuna, men mugu hvønn dag í samband við Gud, og biðja um dagligt breyð til bæði likam og sál. Hetta veit Sátan, og hann gerð alt fyri at vit skulu gloyma at eta. Hann er íðin at skumpa undir okkum - kanska fyri eina góða søk. Hann veit, at fáa vit ikki stundir til at fáa føði, so hevur hann lættari við at sigra yvir okkum.

 

Jesus sigur klárt og tíðliga: “ Søki fyrst Guds ríkið!” Fyrst! Íðan! Siga vit óivað, tað kunnu vit ikki, tí tað er so mangt annað, sum hevur størri týdning, og sum vit skulu náa, og vit hava so mangt liti upp í hendi, vit hav ov lítið av tíð. Men skulu vit ikki hungra, so okkara hjarta blívur eins og turt hoyggj, so mugu vit eta hvønn dag. Við øðrum orðum, vit mugu seta Jesus sum nummar eitt í øllum førum, tí Hann segði. “Eg eri lívsins breyð!”

 

Hóast vit hava nógv um oyruni, og vit hava nógv at gera í Harrans víngarði, við síðuna av okkara arbeiði, sum gevur okkum pengar til okkara fysiska mat og annað vit treingja til. Men vit mugu á ongum sinnið gloyma at eta av Guds orði , so okkara andi blívur mettaður, so einki trótar av góðum lutum, men kann vaksa og blíva styrktur. Gloym ikki at eta!

Sunnudagur 09.12.2012

Tí at stóra gleði og ugga havi eg fingið av kærleika tínum, av tí at hjørtu teirra heilagu eru vorðin lívgað av tær, bróðir! (Fil. 1, 7)

 

Tað andaliga ríkidømi, sum Gud hevur givið okkum til ognar, er ikki bert til egi brúk. Gud vantar av okkum, at tað eisini verður brúkt til hjálp og nyttu fyri onnur. Tað eru mong, sum treingja til at blíva lívgað í sál og anda, men lívgarin kemur ikki fram til teirra, sum treingja til, at blíva hildin í hondina og verða leidd víðari á tí rætta vegnum. Spyrja vit okkum sjálvi um, nær vit seinast vóru og vitjaðu nakran, so mugu vit óivað við skomm svara, at tað er alt ov long tíð síðan.

 

Óivað royna vit at umbera okkum og siga, at vit hava ikki nakað at geva. Men fylgjast vit við Jesus, og okkara hjarta brennir fyrri Gudi, so hava vit til eina og hvørja tíð ein fløva til onnur heilag. Tað kann vera eitt líti, álitisfult og kærligt orð til daglig dagin. Men mótsett kann eitt orð sagt í tankaloysi ella beiskt orð uttan kærleika gera stóran skaða. Í Kristusi eru vit eitt likam, og skulu tí virka saman - ella eiga at gera. Fjálga vit ikki um hvønn annan, tá høvi er til tað, so koma vit til at líða hungur í okkara kristna lívið. Tað er brúk fyri øllum í Harrans stóra víngarði, tí eigur eingin at ganga fyri einki, ella at bera seg undan tí, sum vit kunnu gera fyri Guds ríkis sakir. At lívgað teimum heilagu, er av størsta týdningi, og má tí ikki gloymast ella hildið at veri lítilsvert.

 

 

Leygardagur 08.12.2012

Hugleiðing um jól

Óttist ikki; tí sí, eg kunngeri tykkum eini stór gleðiboð, sum skulu verða fyri alt fólkið. (Luk. 2, 10)

Tað var nátt á Betlehems fløtum, har hirðarnir hildu vakt um seyðin, so at rovdjór ikki komu at ræna teir. Hesir hirðar, sum hildu vakt, hildu vakt yvir tí seyði, sum skuldi verða offurseyður. Hesir hirðar høvdu ikki nakað vakurt og príðiligt hús at koma heim til, men ein hola var teirra heim. Undrist mangan yvir, at tað var her hesi boðini komu, at Frelsarin var føddur. Men hugsanin um, at teir skuldu verða teir fyrstu, sum fingu loyvi til at tilbiðja Jesus, so liggur tað ikki so fjart, at teir kendu til offur og offurseyð, sjálvt um teir ikki kendu til tað lagnu, sum Jesus skuldi fáa her í heiminum.

Á hvønn hátt taka vit so ímóti boðunum um: Tí at tykkum er í dag ein frelsari føddur, sum er Harrin Kristus í Dávids staði! Hugsi mangan um, at tey boð, sum fara út um okkara land bæði í heimum og samkomum, at Frelsarin er okkum føddur, so eru hesi gleðiboð mangan eins og nakað, sum blívur sagt umaftur og umaftur, og uttan nakra serliga ávirkan á tað andaliga lívið.

Lítla húsið, har meira hjartarúm var enn húsarúm, og har ljós var í hvørjari vrá á jólum, kemur mær mangan í hug, nú tað nærkast til jóla. So kann ein spyrja hví? Jú, jólini vóru høgtíð, har Jesus var settur sum nummar eitt, og har jólafriðurin skuldi verða hildin, tí hetta var Heilagt, og Frelsarin var oss føddur.

Ljósini glampa um kapp á gøtum og í húsum, men hvussu er í hjartanum, er ljóst og friður har? Bíblian sigur okkum um tann friðin, sum Jesus hevur við sær til tann, sum søkir Hann. Paulus skrivar : Men sjálvur harri friðarins gevi tykkum friðin altíð á allan hátt! (2. Tess. 3, 16) Undurfult lyfti, sum vit fáa, tá vit søkja Jesus og halda okkum til hansara, tí Hann fór heim í dýrdina at tilbúgva okkum eitt stað, har Hann livir og er ljós okkara, ja, eisini her í heiminum. Óttast ei, vak og bið, Jesus hevur tær vunnið frið.

Fríggjadagur 07.12.2012

...hann setti meg til tænastu, meg, sum áður var spottari og forfylgjari og yvirgangsmaður; men mær varð miskunnað, tí at eg gjørdi tað óvitandi, í vantrúgv. (1. Tim. 1, 12-13)

 

Paulus bleiv myndaður í Guds hondum, so hann ikki bert fekk eitt nýtt sinn og eina nýggja trúgv, hann bleiv lyftur upp til at fáa innlit í Guds djúpu, og higartil fjaldu loyndarmál og fekk kærleika til Gud, og áræði lagt niður í seg. Hann gloymdi ikki, at hann hevði jagstra Harran Jesus og hansara samkomu. Og sjálvt um hann ikki beinleiðis skrivaði nakað um tað, so eru tað hóast alt mangar smáar ábendingar, ið týðuliga vísa, at hansara ungdómsár lógu eins og ein byrða á honum.

 

Í dag er Paulus bæði hataður og elskaður. Hataður av teimum, sum vilja nútíðargera Bíbliuna og taka nakað vek úr henni, sum hann skrivaði til samkomurnar. Og elskaður, tí vit í hansara brøvum síggja eina undurfulla, greiðing av teimum viðurskiftum, sum komu samkomuni við í teirra lívið og trivna. Og tí hann talaði líka út av posanum, uttan at koma við høgt flúgvandi orðavali, sum hann, sum tann væl lærdi maðurin, hann var, uttan iva hevði kunna. Paulus helt á við, at vera tann eyðmjúki tænarin og hansara lív ein lýsandi fyrimynd um, hvat Gud kann gera, tá Hann fær loyvi at ráða. Tað er ein vitnisburður til okkara í dag um, at keri, ið kann blíva til stórt vælsignilsi, tá Gud fær loyvi til, at mynda tað. Vit eru óivað stundum heldur brá til at seta menniskju í ymiskar básar, men Paulus er ein vitnisburður um, at ein spottari, eltari og yvirgangsmaður kann blíva brúkiligt amboð í Guds ríkis arbeiði. Hann var ein persónur, sum vit skylda eina stóra tøkk, og mugu takka Gudi enn meira fyri.

 

 

 

Hósdagur 06.12.2012

Ein stór bøn

 

Lat tær nú líka at vælsigna hús tænara tíns, so tað má standa støðugt allar ævir fyri ásjón tíni. (2. Sámb. 7, 29)

 

Á hendan hátt bað Dávid. Ein framlig áheitan, ikki bert at biðja Gud vælsigna hann og familjuna, men um eina vælsigning, ið varir um ævigir. og Gud gjørdi eftir bøn hansara!

 

Tá vit biðja, so eru vit mangan bundin av okkara  egna, vánaliga føri. Hava vit lagt lív okkara í Guds hendur, og vilja ganga tann vegin, Hann vísir okkum á, so hevur Hann ikki sett nøkur mørk, men vil, at vit við frímóð skulu tala við Hann, bæði um stórar og smáar trupulleikar. Nakrar bønir kunnu vera líka fram, meðan aðrar kunnu koma spakuliga frá hjarta dýpinum og búnast, so vit ein dag við frímóð bera tær fram fyri Gud. Vit eiga at læra, at vit á ongum sinnið skunda okkum, men hugsa tær ígjøgnum, og vita hvat tað er, ið vit vilja biðja Hann um. Okkara bønir eiga ikki at verða ein ramsa, men hjartans djúpa hugsan. Jesaja skrivar: “Við at venda við og vera kvirr skulu tit verða frelst; í tolinmóði og troysti skal styrki tykkara vera.” (Jes. 30, 15)  Hava vit tað innaru kvirruna, so hava vit styrkina í kvirruni. Og í hesum umhvørvi føðist tann stóra bønin.

 

Bøn Dávids var frá hjarta djúpinum. Og Gud útinti hana, tí hann játtaði og angraði sínar syndir. Kunnu vit eins og Dávid biðja: »Stórum havi eg syndað í tí, sum eg havi gjørt; men fyrigev nú, Harri, misgerð tænara tíns; tí at eg havi gjørt eitt dáraverk!« (2. Sámb. 24, 10)   Á sama hátt kunnu vit við frímóð fara inn fyri Gud, við bønu okkara.

Mikudagur 05.12.2012

Meiningin við lívinum

 

Tíðin steðgar ikki á. Dagar blíva til vikur, mánaðir blíva til ár. Skjótt er eitt heilt lív farið afturvið, og hvat fekst tú so burturúr tí? Er hetta ikki ein spurningur, sum eigur at vera væl umhugsaður: Hví livi eg? Hvat livi eg fyri?

Meiningina við lívinum finna vit bert hjá Jesusi. Hann er svarið! At vísa á nakað annað er falsan.

 

Jesus sigur, at hann er komin at geva lív - í yvirflóð. Lív við meining! Andaligt lív! Meira enn nokk til okkum øll.

Fyll eitt glas við vatni - á tremur - og eitt sindur meira. Vatnið flýtur yvir. Á henda hátt er tað við einum kristnum, ið hevur fingið andaligt lív í yvirflóð. Hann hevur eisini fingið nakað at bera til onnur. Tí Jesus sigur: “Tann, sum trýr á meg, úr lívi hansara skulu, soleiðis sum skriftin hevur sagt, renna løkir við livandi vatni.”   (Jóh 7,38)

 

 

Týsdagur 04.12.2012

Fylgja Jesusi

 

Á ongum sinni hevur Harrin Jesus dult fyri, at tað, at fylgja Honum førir við sær kross og pínu. Mong vilja gjarna fylgja Jesusi, men uttan, at tað skal kosta nakað. Tey vilja gjarna hava øll tey vælsignilsi, ið eru nevnd í Bíbliuni, og trúgva, at tey kunnu taka himmiríkið við storm. Tey vilja hava ríkidømi og heilsu, og meta seg sjálvan eins og gudar, sum kunnu bjóða og mynda við at eftirlíkna Guds myndugleika. Tað er ein stórur vandi í, at avlaga Skriftina, og fáa mong til at fara frá tí sunnu læru, fyri at fylgja nøkrum øðrum.

 

Mong, sum hava gingið himmal vegin undan okkum hava sannað, at tað kostar meira, enn ein av fyrstu tíð hugsaði, tað, at vera trúgvur í tí, sum Gud gevur. Sátan setur alt inn fyri at leiða Guds børn inn á tann skeiva vegin, vek frá fyrigevingini á Golgata krossi. Men júst hendan fyrigeving, gevur okkum ein nýggjan samleika sum eitt barn av Gudi. Tað hevur við sær, at Jesusar sigur er okkara sigur, og tað lív vit liva, liva vit ikki okkum sjálvum, tí Jesus livir í okkum. Jesusar deyði á krossinum, var eisini fyri Paulus eitt høvuðsmál. Tí hann sigur:Tí at eg ætlaði mær einki at vita tykkara millum uttan Jesus Krist og hann krossfestan. 1 Kor 2,2

 

 

Mánadagur 03.12.2012

Guds friður

 

...Guðs friður, sum ber av øllum viti... (Fil. 7, 4)

 

Tann, ið eigur friðin í hjarta og hugi, fær styrki til at sigra yvir freistingum og kraft til at halda út í mótgongds tíðum . Tann, ið upplivir Guds frið, eigur ein dýrgrip, ið er so stórur, at hann ikki kann metast, tí Guds friður kann ikki metast javnt við nakað, tí hann ber av øllum viti. Guds friður hevur ikki nakað við kenslur at gera, men er ein støða, ið ikki kann sigast frá á annan hátt enn, at at samanbera við eitt hav uttan ein einasta gráa á yvirflatuni. Einki kann ávirka, so at ein alda kemur inn í sinnið, ið er fylt við Guds friði.

 

Ein maður skuldi málbera seg  á hendan hátt, at við friði í hjartanum kann eitt menniskja møta teymum ringastu upplivingum uttan at vikast. Mín frið gevi eg tykkum! , segði Jesus. Guds friður er soleiðis ein gáva. Men hon fylgir ikki við okkum, um so er, at vit ganga vegir vit sjálv velja, og sum Gud ikki vælsignar.

 

Jesus kennir okkara trupulleikar og veit, at lívið  kann hava við sær tungar løtur. Tí bjóðar hann okkum at koma til hansara, og hann vil geva okkum hvílu. Tey, sum uppliva Guds frið og hvíla í Jesus Kristusi, eru blivin ein partur av helluni, ið ikki kann vikast, sjálvt um stormarnir íla og bylgjurnar bróta móti helluni, tí vit eru fjald í honum, sum er sjálv hellan .

 

 

Leygardagur 01.12.2012

Fylgja Jesusi

 »Meistari, eg vil fylgja tær, hvar tú so fert.« (Matt 8,19)

Ongantíð hevur Harrin Jesus fjalt fyri, at tað, at fylgja honum, førir við sær kross og pínu. Mong vilja gjarna fylgja Jesusi, men uttan, at tað skal kosta nakað. Tey vilja gjarna hava alt ta vælsignilsi, ið verur nevnt í Bíbliuni, og trúgva, at tey kunnu taka himmalin í einum. Tey vilja hava ríkidømi og góða heilsu, og síggja seg sjálvan sum gudar, sum kunnu bjóða og mynda við at eftirgera Guds myndugleika. Tað er við stórari sorg at síggja slíkt, har Skriftin verður umbroytt, so tey fáa mong at fara frá tí røttu læruni og at fylgja sær.

Mong, ið undan okkum eru farin eftir himmal vegnum, hava sanna, at tað kostar meira, enn ein hevði rokna við av fyrstu tíð, tað, at vera trúgvur í tí, Gud gevur okkum. Sátan  setur alt inn fyri, at leiða Guds børn tann skeiva vegin, burtur frá sáttargerðini á Golgata krossi. Men júst hendan sáttargerðin gevur okkum ein nýggjan samleika sum eitt barn av Gudi. Hvat fyri týdning hevur tað so fyri okkum, at Jesusar sigur bleiv okkara sigur, og tað lív, vit liva, liva vit ikki okkum sjálvum, tí tað er Jesus sum livir í okkum. Jesusar deyði á krossinum var eisini fyri Paulus eitt høvuðsmál. “ Eg eri krossfestur við Kristi; og tað eri ikki longur eg, sum livi, men Kristus livir í mær. Men tað sum eg nú livi í holdinum, tað livi eg í trúnni á Guðs son, sum elskaði meg og gav seg sjálvan upp fyri meg.” (Gal 2,20) Máttu hesi orð eisini verði okkum nokk, og til stóra uggan og signing í lívið okkara.

 

Sunnudagur 25.11.2012

Ein skuggamynd

 

Bert sum ein skuggamynd maður gongur . (Sl. 39, 7)

 

Jesus segði við Mariu: Tú gert tær ónáðir og stríð av mongum; men eitt er neyðugt.” (Luk. 10, 41-42)   Skundur er eitt av okkara tíðar eyðkennum, men mitt í allari stákan, so gloyma mong, at eitt er neyðugt, tann góði luturin, at sita við Jesu føtur, og taka sær tíð til at hoyra, hvat Hann hevur at siga okkum. Ognir og pengar eru einki verd, tá lívi er við at koma til endans. Har afturímóti er tað eina neyðuga av størsta týdningi. At liva lívið í samfelagi við Gud, er eins og Paulus málber seg: “Tit vita, at arbeiði tykkara ikki er burturspilt í Harranum!” (1. Kor. 1, 58) Tað er nakað, at síggja framímóti, og sum fylgir okkum inn í ævinleikan. Tað er eitt ósjónligt mark. Nøkur arbeiða fyri pengar onnur fyri at fáa eitt betri og hægri arbeiði, men tað gevur bert tómleika, tí tað eru bert tómleiki, tí tað er bert deyðir lutir. Onnur velja tað eina neyðuga , at seta Gud fyrst í øllum málum, og takka fyri dagligt breyð og alt, ið vit hvønn dag hava fyri neyðini. At vera ríkur, er ikki í sær sjálvum nøkur synd, men tað má ikki fáa fyrsta plássi í lívið okkara, tað má bert verða Guds pláss.

 

“Bert sum ein skuggamynd maður gongur, bert tómleiki er allur hans hávi.” Ein skuggi setur ikki fótafet eftir sær. Bert tað eina neyðuga, tað at hoyra Harranum til hevur ævinleikans virði. Tey, sum hoyra Harranum til, eru eins og eitt træ, ið er gróðursett við løkin. Tað vil so siga, at tey á ongum sinni koma at mangla gleði og innihald í lívi teirra. Taka vit okkum stundir, at sita við Jesu føtur, so verður eingin tómleiki í lívi okkara.

 

 

Hósdagur 22.11.2012

Gud veit alt um okkum

 

Áður enn orðið er mær á míni tungu, tú, Harri, tað kennir til fulnar. (Sl. 139, 4)

 

Tað  er einki, sum Gud ikki veit um okkum. Hann kennir okkara orð, áður enn vit hava tala, og hevur skil á, hvar vit ganga ella liggja. Eisini allar okkara vegir kennir Hann fult út. Um so er, at vit eru á ferð higar ella hagar, Gud veit tað, og fylgir okkara hugsanum og orðum. Tað er ov stórt fyri okkum at fata. Bert trúgvin kann fata, at vit hava ein so stóran almáttugan Gud. Men hvussu mangan gloyma vit ikki tað. Hugsa vit, at Gud altíð kennir okkara orð og hugsanir, so vildu vit skamma okkum, og uttan iva hugsa meira um, hvat vit siga og gera.

 

Gud er ikki ein Gud, sum er langt vek, men er hjá okkum og í okkum. Jesus segði: Jesus svaraði og segði við hann: »Elskar nakar meg, tá varðveitir hann orð mítt, og faðir mín skal elska hann, og vit skulu koma til hansara og gera okkum bústað hjá honum. (Jóhs. 14, 23) Tað átti ikki at verði fremmand tala fyri okkum, men verði ein kelda til gleði og tøkk. Tað er so stórt, at vit kunnu ikki rúma hugsanini, at Harrin Gud Almáttugi, sum himmalsins Himmal ikki kann rúma, vil koma og taka búgv í okkum og fylgja okkum so nágreiniliga, at Hann kennir okkara orð, áðrenn tey eru talaði. Gud meinar tað, tá Hann sigur, at Hann elskar okkum við einum inniligum kærleika. Á kundu vit bert givið Honum eitt greitt aftursvar. Tað er tann einasti háttur, vit kunnu vísa okkara takksemi uppá.

 

 

Mikudagur 21.11.2012

Tann dulda syndin

 

Eygað er ljós likamsins. Er tí eyga títt frískt, verður alt likam títt ljóst; men er eyga títt sjúkt, verður alt likam títt myrkt. Um tí ljósið í tær er myrkur, hvør stórt verður tá myrkrið! (Matt, 6, 22-23)

 

Frá duldum meinum reinsa tú meg! Bað sálma skaldi. Guds náðar sól treingir inn í tey fjald horn og sær lutir, sum enn tá eru  fjaldir fyri okkum sjálvum. Tann heimur, sum vit skulu liva í, er fullur av so mongum vandum, at vit hava ikki yvirlit yvir teir allar. Tann loynigrøv, sum vit falla í, eru ymiskar frá einum menniskja til annað. Men sátan aftrast ikki fyri, at brúka ljótar atburðir fyri at fremja sítt verk, og fyri at fylla okkara sinn við óhumsku, fyri at fáa okkum til at falla.

 

Tað at vera ein kristin er ikki at vera makligur, ella ein behagiligari lívsháttur, men eitt stríð fyri at halda hjarta og sinn reint. Vit mugu ikki troyttast av at stríðast fyri, at halda eyga og sinn reint. Ikki bert hjá okkum sjálvum, men eisini fyri øllum, sum viðurferst manna millum. Vit mugu ikki standa tigandi, tá úlvurin tekur tey smáu lombini.

 

Vit eru sum oftast óvirkin. Jóhannes Doyparin var ikki bangin fyri at siga við landsins leiðara, at tað, hann gjørdi, ikki var loyvt. Stríðast vit ikki fyri reinleika fyri eyga og sinn so gott, sum vit nú kunnu, so vil tað óreina koma til okkum eftir gøtum, vit minst hugsa ella vanta tað, og blíva harvið tikin av bóli av tí óreina, um so er, at vit ikki eru bardagabúgvin  hvørja stund. Tí mugu vit biðja bønina: Frá duldum meinum reinsa tú meg! So vit síggja klárt, so vit bæði kunnu og vilja avvísa tað óreina.

 

 

Týsdagur 20.11.2010

Bønin er morgunlykil og kvøldarlás

 

Byrja vit dag okkara við at takka Gudi fyri tann nýggja dagin, og biðja vit um hansara vælsignilsi yvir hann? Og enda vit hann við at takka og biðja um náttarhvíld og Guds vernd móti øllum óndum? Vit eru víst meira ella minni tengd av, at berast undan á hesum øki. Men vit eiga at leggja okkum eftir, at bøn letur upp fyri loyndum vælsignilsi. Og at bønar-lás letur aftur hurðar fyri teimum óndu maktunum. Hvat hava vit ikki brúk fyri at steingja tær óndu maktirnar úti! Vit síggja ikki teirra álop á okkara lív, og hvat tær oyða fyri okkara kæru, tí tær eru myrkursins arbeiðarar, men vit síggja árinið av gerningum teirra.

Vit hava brúk fyri at biðja um vælsignilsi yvir okkum sjálv og okkara arbeiði, og at tala við Gud um okkara gleði og trupulleikar. Gud hoyrir bønir í størri mun, enn vit hugsa okkum. Mangt av tí góða, sum vit hugsa, at vit hava havt ávirkan á, er ein gáva av Guds hond. Og tey góðu hugskot, vit breggja okkum av, eru eisini givin av honum. Tí eigur okkara tøkk ikki at tagna.

Vit liva í eini tíð, sum er fátæk fyri bøn, og eru ikki eins og tey eldru, ið hildu seg til Gud og høvdu eitt heilagt lív, ið vit sjáldan síggja í dag. Tey kundu biðja og trúgva í úthaldni ár eftir ár, og áhaldandi halda fast í teirra bønarevnum. Og tey fingu loyvi at síggja fruktirnar av teirra bønum. Tey upplivdu stórar vekingar og eina leitan eftir Gudi, ið vit ikki síggja í dag. Latum okkum tí verða meira áhaldandi at brúka bønina, ið letur upp fyri tí loyndu vælsigningini .

 

Mánadagur 19.11.2012

Rættvísur av trúgv

 

Men nú, tá ið trúgvin er komin, eru vit ikki longur undir agara. (Gal. 3, 25)

 

Luther segði: Ein Kristin er ikki eitt menniskja, sum onga synd hevur, men eitt, har synd ikki er írokna. Kristin hava serstakan framíhjárætti, og tað er, at vit á ongum sinni kunnu dømast eftir lógini. Um so var, at vit skuldu, so náddu vit á ongum sinni at blívi frelst. Men ikki nokk við tí, at vit eru fríaði frá lógini, Gud kannar okkum rættvísi. Tann er sælan, sum Guð tilroknar rættvísi uttan gerningar. Sum rættvís standa vit rein inni fyri Gud, Hann hyggur ikki eftir okkara syndum, og tað okkum fattast, men at vit trúgva á Jesu rættvísi. So er tá nú eingin fordøming fyri tey, sum eru í Kristi Jesusi. Sátan kann vísa okkum á okkara syndir, men hann hevur ongan rætt til at døma okkum, tí vit eru rættvísgjørt við trúgv á Jesus. Tað er ein ósigandi stór náðigáva, at blíva rættvísgjørt av trúgv og ikki meira eru undir lógini, og at vit á ongum sinni kunnu siga Gudi nokk takk fyri tað, um vit enntá høvdu eina tøkk á okkara vørrum hvørja løtu vit vóru vakin.

 

Vit eiga at læra, at hava álit á Guds lyftir. Trúgv hevur eisini tann týdning, at vit hava álit á Gud og eru líðin, og at vit seta okkara vilja til at ganga trúðarvegin. Men vit mugu ikki gloyma raðfylgjuna. Trúgvin fyrst, og alt hitt lagar seg eftir umstøðunum. Tá verða vit knýtt tættari til Gud.

 

 

Leygardagur 17.11.2012

...Og meðan tey eyðmjúk biðja, leiði og føri eg tey... (Jer. 31, 9)

 

Tað er ikki tey andaligu sovandi ella tey, sum halda seg vera góð nokk, ið Gud leiðir, men tey eyðmjúku biðjandi, sum í áliti leggja dagin og vegin í Hansara hond, tí tey vita, at tey ikki sjálv kunnu. Málið fyri reisu okkara er so vandafult og illgongt, at tað eru mong, sum ikki náa fram, tí tey hava meira álit á egnan mátt og ikki í eyðmýkt lata Gud leiða tey.  Vit kenna enn ikki tann vegin, vit skulu ganga í dag, og vit eru umgird av ósjónligum maktum, sum vilja tarna okkum á vegnum. Men Gud vil leiða okkum fet fyri fet, um so er, at vit biðja Hann um tað í eyðmýkt. 

 

Men vit eru eins og smábørn, sum skjótt gloyma tær skeinur, sum tey hava fingið, og fara skjótt aftur í tað sama vandamikla, sum tey vóru komin úr. Tað liggur í okkara lindi, at trilvandi og haltandi royna  vit sjálv at finna vegin, sum vit skulu ganga. Men eins og við børnunum, sum detta og fáa pínu av fallinum, á sama hátt við okkum. Hvat skuldu vit gjørt, um so var, at Gud lat okkum liggja og ikki reisti okkum uppaftur? Men Gud er eins og leirkerasmiðurin, tá eitt ílat miseydnaðist, so eltur Hann leirin saman aftur og byrjara av nýggjum. Vit eru eisini miseydnað, so Gud mátti byrja av nýggjum við okkum. Lesa vit í Bíbliuni og eru vit tilreiðar, at læra av okkara føllum, so læra vit sum árini ganga, at biðja um Guds leiðslu. At vera undir Hansara leiðslu og sanna Hansara góðvilja, er at vera eydnusamur.  

 

 

Mánadagur 12.11.2012

Hvør vil fara  

»Hvønn skal eg senda? Hvør vil vera ørindreki okkara?« (Jes 6,8)

Gud ynskir sjálvboðin, at fara ørindi fyri seg. Men vit berast undan ella meina kanska ikki, at vit hóska til slíkt arbeiði. Men eingin er óbrúkiligur, tá Gud fyrst fær eitt menniskja reinsa. Móses og Jeramia umbóru seg eisini, tá Harrin kallaði teir. Tann eini helt ikki, at hann hevði førleika, og hin hann meinti, at hann var ov ungur. Men Jesaia segði: »Her eri eg — send meg!« Viðvíkjandi at finna uppá umberingar, so eru vit mest lík Móses og Jeramia. Tað er ikki av lítillæti, vit royna at umbera okkum, men av óhugi til at bera byrðar og gera nakað gott fyri Gud. Vit hyggja uppá okkara undanburð og at vit eru óegnað, heldur enn, at hyggja uppá Guds makt til at virka gjøgnum okkum.

Uppgávan hjá Jesaja var ikki nem. Hann skuldi bera boð til eitt fólk, sum var hart, og sum herdi seg meira og meira. Men hann helt út meðan fýra kongar ráddu. Ein jødisk frásøgn sigur frá, at hann undir tí ógudiliga Manasse hevði fjalt seg í einu træi, og at tað var saga tvørturav. Hettar er bert ein frásøgn, sum eingin váttan er um, men vit vita, at hann var ein trúfastur Guds tænari, sum hóast fólksins vantrúgv og mótstøðu gjørdi sína profeta tænastu, sum Gud hevði kalla hann til. Á sama hátt mugu vit eisini vera trúgv í tí, sum Gud hevur sett okkum til.

 

Sunnudagur 11.11.12

Bert Guds kraft

Men henda dýrgripin hava vit í leirkeri, fyri at hin ovurmikla kraftin skal vera Guðs og ikki frá okkum... (2 Kor 4,7)

Vit blíva mangan mint á, at vit grunda á syndina,  bæði í likam, sál og anda eru eins og veik leirkerið. Men í øðrum lagi kann hetta leirkerið blíva fylt við kraft frá Gudi, tá okkara harða hjarta blívur umvent, og vit taka ímóti Jesusi sum okkara frelsara og lata okkum mynda í hansara hondum. Hendan kraft er gudgivin. Og eru vit fús til at brúka hana á rættan hátt, so kann tað veika menniskja avrika tað mest ótrúliga. Paulus kendi sín veikleika, men sá hann sum sín fyrimun, tí at so visti hann, at hann mátti vóna við tí styrki, Gud vildi geva honum til at fullføra tær uppgávur Gud hevði lagt honum á.

Vit kundu trúð, at Gud hevði fingið mest burturúr einum sterkum persóni. Men Guds vegur kann verða undarligur. Hann sigur í staðin: Mín kraft er fullkomin í máttloysi! Vit fata hetta ikki, men Gud vil ikki, at vit skulu byggja á egna kraft, tí tá vildu vit blivið freista til at trúgva ov nógv um okkum sjálv. Tann stóri boðskapurin, um frelsuna av trúgv, var ikki boðaður av sterkum persónum ella av virdum vísindamonnum, men av persónum, sum aftur og aftur máttu gjalda við teirra blóði fyri at náa fram við Guds boðum.

 

 

Hósdagur 08.11.2012

Myrkur ella ljós

...menniskjuni elskaðu myrkrið meira enn ljósið... (Jóh 3,19)

Hesi orð vísa okum greitt á grundina fyri Guds dóm yvir menniskjuni. Jesus kom í heimin, ikki at døma heimin, men at heimurin skal verða frelstur við honum. v/17. Harvið kom ljósi í heimin, so at øll kunnu síggja munin á góðum og óndum. Hygg eftir, hvar vegurin førir teg til, ella har tað eingin vegur er. Hví ganga ikki øll á tí vegnum, har Guds ljós skínur á, og taka ímóti Guds frelsu? Bíblian sigur, at tað er tí, at menniskjuni elskaðu myrkrið meira enn ljósið. Dómadagur! Hvør hugsar um hann? Tað gera øll, ið avnokta boðanina um ljósi, sum kom í heimin.

Tað er eitt støðugt valg millum ljósins gerningar og myrkursins. Og vit freistast mangan til at taka framum eitt sindur hálvaskýmt, tí gerningar okkara klára ikki Guds bjarta ljós. Vit royna at ugga okkum sjálvi við, at vit hóast alt  næstan kunnu tola ljósi. Men vit mugu ikki lumpa okkum sjálv. Gud brúkar bert tvey heiti um okkara gerðir. Antin blíva teir gjørdir í ljósi ella í myrkri! Men heimurin flokkar synd eftir síni egnu fatan. Tað vil til eina og hvørja tíð verða tungt at halda kósini yvir tað vandafulla heimshav, til ævinleikans strond á hinari síðuni. Vit kunnu bert halda tí røttu kósina, um so er, at vit stýra eftir Bíbliunnar leiðbeiningum. Tá kunnu vit umgangast tey fjaldu sker, har so mong fara á land.

Týsdagur 06.11.2012

Troyst

Harm mín hevur sjálvur tú talt, tár míni eru goymd í tíni skál og bók. (Sl 56,9)

So leingi, sum tað gongst okkum gott, so sigur hetta ørindi okkum ikki so nógv. Men ikki øll hava viðgongd og eydnuna við sær, men kunnu gjøgnum longri tíðir fáa sorg sum gest. Til tey eru hesi orðini av Dávidi søgd. Og mong hava sanna, at gleðin á morgni er endaður við gráti á kvøldi. Lívsmynstri broytist alla tíðina, og mong av okkum hava haft tíðarskeið, har tár eru fallin.

Tey tár, ið eru skriva í Guds bók, eru ikki hvørji sum helst tár. Heimsins tár mugu vit telja sjálv, harafturímóti eru angursins tár yvir syndir okkara dýrabar fyri Gudi, tí tey væta Guds akur, so hansara orð fáa betri umstøður at nørast. Mitt í mótgangi og í sorgar løtum, kunnu vit fáa troyst hjá Gudi.

Bíblian vísir okkum greitt á, at Gud er nær hjá tí, sum er sorgarbundin. Vit síggja hansara umsorgan fyri okkum, tá hann sigur: “Óttast ikki!”, tá vit eru full av angist. Gud hevur umsorgan fyri okkum til tann minsta lut. Sjálvt hárini á høvdinum telur Hann, og okkara tár eru á sama hátt tald, og eru skrivaði í bók hansara. Tá hann hevur kunnleika um so nógvar lutir, so eiga vit at trúgva, at Hann í tí minsta smáluti eisini kennir alt annað í lívi okkara.

Mánadagur 05.11.2012

Áhugaloysi  

»Eg eri ríkur og havi fingið almikið og havi onga neyð« (Opb 3,17)

Við ánna Lykos lá býurin Laodikea sum ein stórur, ríkur handilsbýur. Um leið seksti á eftir Jesu føðing bleiv hann lagdur í oyðu, av einum jarðskjálvta, men íbúgvarnir vóru so ríkir, at teir kundu endurreisa hann. Men í dag liggja allir marmor bygningarnir í skelja sori, ikki so frætt sum ein smátta er eftir. Og fátækir geitahirðar lata fylgini eta millum tofturnar av teimum stásiligu gomlu og prýðuligu borgum og sjónleikarahúsum.

Samkoman í Laodikea lurtaði ikki eftir Guds metan av trúgv teirra. Tey hildu ikki seg sjálvan vera ein andaliga fátæka samkomu, og sóu ikki, at hon var flógv. Tey fylgdu ikki Harrans boðum, men hildu áfram teirra egna veg. Ikki bert andaliga vóru tey spýtt út úr Guds munni, men eisini teirra stásiligi býur forfall, eins og tey sjálvi.

Vit líkjast kanska hesum fólki meira enn vit trúgva. Tey sóu ikki at tey vóru flógv. Tey trúðu, at tey vóru rík og sóu ikki, at tey vóru vesallig og syndarlig, fátæk, blind og nakin. Gera vit tað?

Í Orðt. 23, 26, stendur: “Gev mær hjarta títt, og lat vegir mínar falla væl eygum tínum.” Men mangan halda vit hánt um Guds boð og Hansara vegir, og royna at hampa uppá her og har. Tað er byrjanin til líkasælu. Vit eiga at vara okkum fyri henni!

Sunnudagur 04.11.2012

Valgið er títt

Ikki samstundis  “bæði ja og nei.” (2 Kor 1,18)

Paulus er avgjørdur, tá hann sigur, at tað, vit siga ikki samstundis kann vera ja og nei. Siga vit ikki eitt greitt ja til Gud, so má hann royna okkum, fyri at finna útav, hvat vit meina. Móses segði við Ísrael: “Og tú skalt hava í huga, hvussu Harrin, Guð tín, í hesi fjøruti árini hevur leitt teg í oyðimørkini, til tess at eyðmýkja teg og royna teg og vita, hvat ið mundi búgva tær í hjarta, hvørt tú vildi halda boðorð hans ella ikki.” (5 Mós 8,2) Lívi er ein avbjóðing, sum krevur eitt svar, og vit kunnu ikki lumpa Gud við at gykla við ja ella nei samstundis.

Menniskjan hevur gjøgnum tíðirnar máa stríðst fyri at halda fast við tað mál tey hava valt. Ísraels fólk blivu sett uppá pláss, við eini oyimarkargongd, har tey upplivdu í øllum førum, at vera bundin av Gudi, og fingu lært, at eitt skiftivís ja ella nei bert førdu tey til enn meira eyðmýking.

Vit mugu biðja um eitt sinnalag, ið kann bera vónbrot og eyðmýkjan, annars eru vit ikki før fyri, at halda fast um okkara ja til Gud. Vit mugu kenna okkara pláss sum tænarar, sum sigur ja og gerð, sum Harri hansara vil. Kristindómurin er ikki skiftivís at siga ja ella nei, men er at taka eina avgerð, tá Gud kallar okkum, og eftir tað at stríðast av allari megi fyri at halda fast við okkara ja til Hansara, eisini gjøgnum vónbrot og eyðmýking. Vel í dag, hvønn tí vilt lýða. Vel í dag, um tú vilt stríða. Vel í dag, um tú vilt eiga. Vel í dag, um sál tín tváast. Vel í dag! Kanska í morgin tú ei longur velja kann, teg ei verjir fjallaborgin, deyðin finnur hvønn ein mann. (MS. 289)

 

 

Leygardagur 03.11.2012

Harrin er mín styrki

Tí at fikutræið blómar ikki, og víntræið gevur ongan ávøkst, oljugróðurin svitast, og akurlendið gevur onga føðslu, seyðurin er rændur úr støðunum, og neyt eru eingi eftir í fjósunum. Men eg vil gleðast í Harranum og fegnast í Guði frelsu mínar. Drottin, Harrin, er mín styrki... (Háb 3,17 - 19)

Um so var, at alt tað, sum vit fingu okkara úrtøku av, gleppur, og einki eydnast hjá okkum, kundu vit tá sagt eins og Hábakukk segði, at vit vilja gleðast í Harranum, og at Hann er okkara styrki? Tað er so  lætt at syngja: Til tín, o Gud eg álit havi!, men gera vit nú tað, um so er, at regni ikki kemur, og grøðin svíkir. Ella, um vit verða rakt av sjúku ella, av arbeiðsloysi?

Um so er, at vit hava pengar nokk, er tað lætt at siga, at vit hava álit á Gud. Men sannleikin er nokk tann, at vit hóast tað, hava meira álit á pengunum enn á Harranum. Dávid var av eini heilt aðrari fatan, tá hann yrkti og skrivaði: “Harrans ráð eru rætt, gleða hjartað. Harrans boð eru rein, gera eygað bjart. Tey eru dýrari enn gull og fjølmangir gripir.” (Sl. 19, 9 & 11) Kjarnan av sonnum gudsótta er, at eygfara Harrans boð at vera meira verd enn dýrastu gimsteinar. Seta vit okkara álit á Gud, so verða vit ikki til skammar, um so er, at alt tað, ið vit sjálvi hava samla verður til einkis. Harrans boð og orð blíva á ongum sinni vek. Og er hann bert við okkum og vit við Honum, tá er alt gott, sjálvt um vit ikki síggja tað, tí Hann er okkara styrki.

 

Hósdagur 01.11.2012

Stríðist fyri at koma inn ígjøgnum hinar trongu dyrnar... (Luk 13,24)

Guds ríkis dyr verða ein dag afturlatnar, hóast ta stendur ein skari uttanfyri, sum sigur: »Vit hava etið og drukkið fyri eygunum á tær, og tú hevur lært á gøtunum hjá okkum.« Nøkur lurta eftir Guds orði, og hava kasta mangar syndir yvirborð, men ikki allar. Tí tey bera í bøtuflaka fyri teimum og hava ikki viðgingið, at tað er synd. Onnur hava elska at hoyrt um Jesus, men hava elska aðrar lutir, hjúnafelaga, vinir ella virðing, hægri enn Jesus. Tá Jesus segði Far! So segði hjúnafelagin Blív! Og tey blivu. Uppaftur onnur hava eins og tann ríkið unglingin verði bundin so fast at teirra ríkidømi, at tey á ongan hátt hava givið Jesusi fyrsta pláss í lívi teirra. Jesus segði við hann, at hann mátti geva alt hann átti frá sær. Tað rakti hann fast, tí hansara ynski var, at fylgja Jesusi. Men hann setti ríkidømi hægri.

Men tað var so mangt, sum gjørdi, at teirra tráan hóast alt ikki bleiv til nakað, ella sagt á ein annan hátt, tað bleiv ikki meira enn hálvhjarað. Jesus sigur, at vit skulu stríðast fyri at koma inn um tær trongu dyrnar. Tað skal verða ein ávaring, sum vit skulu taka í álvara, tí Jesus gevur ikki nakra ávaring uttan grund.

Mikudagur 31.10.2012

Hav samband

Um nakar ikki verður verandi í mær, verður hann kastaður út sum ein grein og følnar... (Jóh 15,6)

Tað fyrsta, ið hendir, tá sambandi millum menniskja og Jesus ikki er í ordan, er at vit eru andaliga støðga upp. Um so er, at ein grein brotnar av trænum, so hon ikki meira fær føðslu frá stammuni, so vilja bløðini skjótt følna, og eginleikin at nørast doyr, ja, øll greinin doyr. Tað er á sama hátt við okkum, sigur Jesus. Um so er, at vit ikki hava samband við Hann, so vilja vit torna upp, og verða eins og skróvandi bløð, tá vit ávirkast av Anda Guds.

Mong byrja við frískum, grønum sprotum, sum vitna um eitt gott samband við træið, Jesus Kristus. Men so sníkti áhugaloysi seg inn, og uttan at varnast tað, so byrjaðu bløðini at følna, og tann andaliga trongdin til at vera í samband við Jesus broyttist til holdsliga tráan, ja eftir heimsins tilboðum. Og tey turru bløðini vitna um eina grein, sum er brotna av stammuni, og sum ikki meira fær føðslu frá trænum. Tað álvarsama er, at tað kemur ein dagur, har urtagarðsmaðurin sker hesar følnaðu greinar av, og samlar hana saman, fyri so at blíva brend.

Við hesi frásøgn vísir Jesus á, hvussu neyðugt tað er, at blíva verandi í Honum og fáa kraft, so øll okkara bløð kunnu grønkast og bera frukt. Vit eig tí hvønn dag at hyggja eftir okkara bløðum. Eru tey frísk og grøn, og eru tað spírar til nýggjar fruktir? Vit eiga ikki at sláa okkum til tols við, at vit einaferð høvdu samband við Jesus. Vit mugu eisini hava tað í dag, og ikki góðtaka, at tað koma følna bløð á okkara grein.

 

 

Mánadagur 29.10.2012

Øll eru bjóðaði við

Hann heldur til hjá einum, sum eitur Símun, einum garvara... (Áps 10,6)

Garvarar vóru ikki høgt í metum hjá jødum, tí teirra arbeiði var hildið at vera óreint, og ein rætttrúgvandi jødi hevði á ongum sinnið vilja verði gestur hjá einum garvara. Teir fingu ikki loyvi til at búseta seg í býnum, tí búði Símun við sjógvin. Pætur var í læru hjá Gudi, og hevði lært at síggja við nýggjum eygum, so ikki alt tað, hann áður hevði hugsa sum óreint, so var tað ikki meira nú. Og nú búði hann hjá einum garvara.

Men vit kunnu hugsa okkum, hvat tað hevur kosta Pætur at ganga Guds veg. At búgva hjá einum garvara mátti vera fyri hann, at søkka djúpt. Men hann gjørdi tað, kanska enntá við gleði. Tað vildi óivað veri okkum ímóti, um so var, at Gud bað okkum hava samveru við ein, sum allur býurin meinti var eitt útskot. Men sum ein rættur Jesu eftirfylgjari, so skulu vit, eins og Pætur verða tilreiðar at broyta okkara sjónarmið. Jesus vísti okkum vegin, við at vísa okkum á syndaran og tollaran. Tað sigur okkum kanska ikki so nógv, tí vit kenna ikki tað áskoðan, sum ráddi í Ísrael á Jesu døgum. “Hampa” fólk hildu avstand frá slíkum menniskjum, men Jesus vísti teimum á, at Hann helt bæði syndarar, tollarar og skøkjur, vera verdigar til at taka ímóti Guds innbjóðing. Hann tók ikki lut í teirra lívshátt, men vísti teimum á, at dyrnar til Gud vóru opnar fyri teimum. Og tí samlaðust tey um Hann. Vit mugu læra at síggja, at ein og hvør sál er dýrabar í Jesu eygum, og at øll skulu hava innbjóðingina til at koma, so sum tey eru, og taka ímóti Hansara frelsu. “Far út á bygdavegirnar og út at gørðunum, og noyð tey at koma inn...” (Luk 14,23)

 

Sunnudagur 28.10.2012

 

Gleðin í Harranum rekur óttan burtur 

Gleðið tykkum í Harranum altíð! (Fil 4,4)

Grundtónin hjá Guds fólki skal vera gleði og aftur gleði. Jesus sigur: “Sæl eru tit” og ikki, at vit einaferð skulu blíva sæl. Lívið saman við Jesusi er sjálvt í tungum tíðum eitt lív í gleði. Men sonn kristin, hava til allar tíðir veri ein forðan fyri heiminum. Kenna vit ikki til heimsins mótstøðu, sum eisini førir til jagstran, er tað tí, vit liva okkara kristna lív fyri okkum sjálvi og ikki fara til arbeiðis í Guds víngarði, og tala Guds søk. Royn at tala ella skriva greitt um bíbiltrúgvan sannleika um ta kristnu trúnna, ella tak avstand frá nøkrum av tí, ið heimurin elskar, tá vilja vit skjótt kenna, at mótstøðan harðnar. Men sjálvt tá er gleðin okkum  nær, og orðini: “Sæl eru tit, tá ið tey spottreka tykkum og forfylgja tykkum og við lygnarorðum tala alt ilt um tykkum fyri mínar sakir.” (Matt 5,11), fáa ein serligan týdning. At vera ein kristin er at seta trúnna á Jesus høgt á eina stong, so at øll kunnu síggja hana. Og av teirri grund blívur samvitskan hjá teimum vantrúgvandi órógva, og mong fara í mótstøðu móti okkum.

Víst so kenna kristin til mótgongd og líðingar, men gleðin í at hoyra Harranum Jesusi til skuggar ikki fyri líðingunum, tí vit vita, at vit eru ávegis til tað æviga landi, har líðingar ikki finnast, og har vit um ævir koma at hvíla í Jesusi og saman við Jesusi. Sælasta vissa! Jesus er mín! Hann er mín hirði, nevnir meg sín. Sælasta vissa! Bjartasta mál! Jesus meg keypti likam og sál. Jesus mín gleði, lovsongur mín ljóða skal altíð, altíð til  tín. Heima hjá Gudi æviga tíð sál mín skal frøðast, fegin og frí.

 

 

Leygardagur 27.10.2012

Men, meg, sum áður var spottari og forfylgjari og yvirgangsmaður; men mær varð miskunnað, tí at eg gjørdi tað óvitandi, í vantrúgv. (1 Tim 1,13)

Paulus bleiv myndaður í hondum Guds, so hann ikki bert fekk eitt nýtt lyndi og eina nýggja trúgv. Hann bleiv lyftur upp til at fáa innlit í Guds djúpa, higartil fjaldu loynidómar og fekk kærleika til Gud og treystleika lagdan niður í seg. Hann gloymdi á ongum sinni, at hann hevði jagstra Harran Jesus og hansara samkomu. Og sjálvt um hann ikki beinleiðis skrivar nakað um tað, so er tað hóast tað, mangar ábendingar, sum týðiliga vísa, at hansara ungdómsár lógu sum ein tung byrða á honum. 

Í dag er Paulus bæði hataður og elskaðu. Hataður av teimum, ið vilja nútímans gera Bíbliuna, so hon kann vera tíðarhóskandi, og at taka nakað burtur, sum hann hevur skriva til samkomunnar. Og elskaður, tí vit í hansara brøvum síggja ein undurfulla greining av teimum vandamálum, sum viðkoma samkomunum um teirra trivna og lív. Og av tí grund, at hann talar líka út, og uttan at koma við uppgjørdum orðsniði , sum hann, tann vællærdi maður hann var, sum hann uttan iva hevði kunnað.

Paulus helt áfram at vera tann eyðmjúki tænari, og lív hansara eitt lýsandi dømi um, hvat Gud kann, tá hann fær loyvi at ráða. Tað er ein vitnisburður til okkum í dag um “karið”, ið kann blíva til stórt vælsignilsi, tá Gud fær loyvi til at mynda tað. Vit hava kanska lyndi til, at meta og seta í bás, men Paulus er ein vitnisburður um, at ein háðari, meinsøkjari og yvirgangsmaður kann blíva eitt nýtuligt amboð í Guds ríkis arbeiði. Hann var ein persónur, sum vit hava nógv at takka og mugu takka Gudi fyri.

 

 

Týsdagur 23.10.2012

 

Styrki tykkara

 

...so at tit mega styrkja tykkum til at halda ferðina fram... (1 Mós 18,5)

 

Bíblian sigur tað heilt greitt, at vit koma til at møta roynslum. Annars vildi hon ikki tosa um, at vit eiga at halda út og styrkjast á ferðini. Ein trúgv, ið ikki verður roynd og nerva, er ikki mikið verd. Bert tann, ið trýr, hann kennur til, at vera nervaður. Má tað verða ein uggan fyri teg sum mitt í tínum iva er bangin fyri, at Gud hevur gloymt teg.

 

Álop er ikki eitt tekin um veika trúgv. Tí bert tann livandi og virkna trúgvin verður álopin. Í sálma 42 møta vit einum persóni, ið er álopin. Har stendur millum annað:»Hví hevur tú meg gloymt? Hví skal eg sorgarklæddur ganga, av fíggindum kúgaður?« (Sl 42,10)  Sum hjørtur tráar eftir rennandi áum, so tráar mín sál eftir tær, o Guð!” (Sl 42,2) Tann longsul og troyst eftir Gudi, ið vit møta í hesum sálma, vitnar um stórt álit - um eitt menniskja, sum fyri hann hevur Gud alt at siga.

 

Vit eiga at taka roynslunar av Guds hond. Jákup skrivar: “Haldið tað, brøður mínir, fyri bera gleði, tá ið tit verða staddir í ymsum freistingum, við tað at tit vita, at roynslan av trúgv tykkara virkar tolmóð.”(Ják 1, 2 - 3) Tá okkara trúgv verður roynd, so førðir tað til úthaldni. Vit eiga tí ikki at standa misnøgd og spyrjandi yvir fyri Gudi, tá hann førir okkum út í nakað, ið seinri í lívinum vil blíva okkum eitt dýrabart minni. Tá vit umsíðir náa málinum og koma heim til Gud, tá skulu vit síggja alt, ið er hent í hansara ljósi. Og tá vilaja vit verða eins takksom fyri tær myrku og stormandi stundir sum fyri viðgongd og ljósar dagar. Vit læra aloftast og kenna Guds nærveru sterkast í myrkri og mótgongd.

 

Máttu vit haft styrki til, at halda út í roynslum og ikki gloyma lívsins sigurskrans, sum hann hevur lova øllum teimum, ið elska hann.

 

Mánadagur 22.10.2012

 

Syng lovsong

Og teir hava vunnið á honum (djevlinum) vegna blóð lambsins... (Opb 12,11)

Vit síggja mangan, at vit ongan sigur vinna uttan stríð. Tann gamla slangan, sátan, roynir at vevja rundan um okkum eina rúgvu av lygnum, sviki, óndskapi og snildi fyri at fáa okkum at vingla í trúnni. Ella hann kann binda okkara frímóð, við at fáa okkum til at synda og aftaná koma og siga: Tú ert ein syndari, tú kanst ikki loyva tær at vera glað/ur og virkin kristin, tað vil jú bert kasta skugga yvir Guds navn! Minn teg sjálvan á tínar syndir!

Men vit eiga ikki at lata okkum binda av hansara lygnum. “Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.” (1 Jóh 1,9)  Og “Og tó at onkur syndar, tá hava vit ein talsmann hjá faðirinum, Jesus Krist hin rættvísa...” (1 Jóh 2,1) Ta kann verða okkara brynja, tá sátan setur síni óndu álop inn fyri at lata munn okkara aftur. Vit hava loyvi til, at hava frímóð, tí Jesus er við okkum, og ikki ímóti okkum. Tí vilja vit stríðast og siga við djevulin. Steðga tínum álopum, tí annars má eg biðja dupult so nógv! Sátan hevur ikki hugna í biðjandi menniskjum. Og jú meira vit biðja, tess meira hatar hann okkum. Jesusar blóð ber prógv um, at Hann hevur endurloyst okkum og goldið fyri syndir okkara. Og vit vita, at vit kunnu sigra við trúnni á Lambsins blóð. Vit eru ikki meira trælir hjá djevlinum, men eru keypt frí og hoyra nú Gudi til. Má Gud sjálvur leggja lovsongin í okkara hjørtu, so vit av røttum kunnu takka og lovprísa Honum. Syng lovsong og Harran tilbið, tú útvalda sál, og ver glað, av hjartanum takk honum sig, at sannleikan tú hevur sæð! (Sigurstónar 291, 5)

 

Hósdagur 18.10.2012

Vit eru leyskeypt frá?

Bíblian tosar um, at vit eru leyskeypt. Hvat er tað, ið vit eru leyskeypt frá? Vit eru leyskeypt frá lógarinnar krøvum. Gud kann ikki víkja frá tí minsta flindur av lógini, men kravi frá henni er so stórt, at einki menniskja kann uppfylla hana, tá máttu vit á sama hátt eins og Jesus verði fullkomin. Hann uppfylti lógina, tí Hann var uttan synd. Vit finna eitt avgerandi úttalilsi “Men tá ið fylling tíðarinnar kom, sendi Guð son sín, føddan av kvinnu, føddan undir lóg, til tess at hann kundi keypa tey leys, sum vóru undir lóg, so at vit kundu fáa sonarættin.” (Gal 4,4 - 5) Øll lógarkrøv og byrðar blivu løgd á Jesus, og Hann uppfylti tey. Paulus sigur, at við trúnni á Hann, blivu vit krossfest við honum og uppreist við honum sum nýggj menniskju. Jesus leyskeypti okkum frá lógarinnar banning, og at vit fáa lut í tí rættvísini, sum Jesus vann, við at uppfylla hana. Tí kann Gud fyrigeva okkum og geva okkum barna kor hjá sær. Deyðin, hevur mist sína megi, grunda á tann stóra sigur Jesus vann okkum á Golgata. Tað bíðar eingin dómur, fyri tann, ið trýr á Jesus.

Tá vit síggja, hvat vit eru leyskeypt frá, tá kemur lovsangurin av sær sjálvum í okkara innara menniskja. Vit hava ein stóran Gud, sum í kærleika tekur sær av okkum. Tað, sum vit ikki megnaðu, tað gjørdi Hann við at senda son sín til okkara. Vit vóru øll í Ádam, ta hann fall í synd, og í Jesusi, tá Hann vann okkum æviga endurloysn. Ein gleði boðskapur er tað, at vit eru leyskeypt frá Guds lóg, sum bert kann tykta, og á ongan hátt frelsa.

 

 

Mikudagur 17.10.2012

Hav Gud við uppá ráð

Men ráð Harrans standa føst allar ævir, hans hjartans hugsan ætt eftir ætt. (Sl 33,11)

Og vit lesa víðari, at “Sæl er tann tjóð, ið hevur Harran til Guð.” Tað visti tann gamli guds maðurin alt um, fyri hálvt triðja túsund árum síðani, men er tað nakað, sum vit geva gatur, og setur dám á lív okkara í dag? Teir, ið leiða fólki og politikarar, teir síggja sum sína uppgávu av gera tær gøtur, vit øll skulu fylgja og gloyma, at Harrans ráð stendur fast og er óbroytt ætt eftir ætt. Vit hava sætt, hvussu skjótt nakað, sum vit hava bygt upp, og heilt vistu fór at halda í komandi tíðir, sum uttan nakra serliga grund fellur. “Men ráð Harrans standa føst allar ævir” Alt kemur at ganga, sum Gud í síni ætlan hevur lagt fast, og sum er grunda á rættvísi, við tað at Hann frammanundan sær, hvat menniskjan gerð í teirra óndskapi og fráfalli.

Tað er til einkis, at vit byggja og taka avgerðir, um so er, at vit halda Gud uttanfyri okkara lógir og avgerðir. Tað kemur ein dagur, tá alt fellur saman í einum, um so er, at tað er bygt upp fyri bert at hugna hjarta okkara og hugmyndum. Gud er Gud, um enntá øll standa honum ímóti. Og Hann er Harri hóast vit sjálv vilja vera tað. “Um Harrin ikki húsið byggir, tá til einkis smiðirnir starva; um Harrin ikki staðin varðar, tá til einkis vaktarin vakir.”  (Sl 127,1) Fær Gud loyvi til at byggja, og verða á varðhaldi yvir landi og heimi okkara? Eg nígi tí niður í bøn til tín Gud: hin heilagi friður mær falli í lut! Lat sál mína tváa sær í tíni dýrd, so torir hon vága, av - Gudi væl skírd - at bera tað merki, sum eyðkennir verkið, ið varðveitir Føroyar, mítt land! Skriva mikudagin 17.10.2012 í Szczecin í Polandi

Týadagur 16.10.2012

Og hvat tit so biðja um í navni mínum, tað skal eg gera. (Jóhs. 14, 13)

Vit eiga at geva okkum far um orðini: Í navni mínum!, sum sigur okkum um alla tað framferð Jesus hevur og hansara heilagleika. Tá vit biðja um nakað í Jesu navni, so mugu vit kasta okkara egnu ynskir aftur um bak, og gjøgnum hugsa tað, sum vit biðja um. Eru  tað sjálvsøkin ynskir, ið liggja aftanfyri? Er grundin ikki heilag og rein? Fyri at biðja rætt í Jesu navni, so mugu vit verða eins og himmal spegli í mold, eins og vit syngja tað í einum sangi. Eru vit ikki tað, so náa vit ikki upp undir lofti, so bøn okkara kann blívur ein ósjálvsøkin bøn. Vit mugu tó biðja um eitt ella annað, sum er til frama fyri okkum sjálv. Jesus lærdi okkum at biðja um dagligt breyð, og alt tað, ið hoyri til tað dagliga. Tá tað eru so mong, sum ganga svong, so er tað ikki Gud, sum ikki gevur matin, men heimsins leiðara skipan, sum á mangan hátt gongur ímóti Guds vilja. Gud hevur veitt okkum eitt algongt sjálvstýri. Tí kunnu vit ikki lasta hann, fyri at maturin blívur goymdur í rúgvuvís á nøkrum støðum, meðan onnur einki hava.

Faðirvár er bønin yvir allar bønir. Her læra vit, at okkara bønir mugu hava eitt endamál til frama fyri Guds heilagleika, at hansara ríkið má koma, og at tað er Guds vilji, sum má henda. Tá vit biðja og vit blíva vónbrotin, er tað tá ikki tí, at vit biðja út frá týdninginum av, at tað skal verða í Jesu navni, og at egin ynskir skugga fyri, hvat er Guds vilji? Mátti Jesus ikki biðja í Genesarets urtagarði: Ikki mín, men tín vilji! Eisini í hesum lutum mugu vit læra at fylgja í hansara fótasporum.

 

Hósdagur 11.10.2012

 

Eftir Harranum bíða! Hav gott troyst, tak mót í hjarta og Harranum bíða!”

Bíða merkir, at tú kanska kemur at vænta leingi og eftir øllum at døma til onga nyttu.

Men tað er ikki til fánýtis! Tað er Guð, ið roynir okkara trúgv, fyri at vit skulu vaksa í náði og kunnskapi várs harra og frelsara Jesu Krists.

Men tá hann roynir okkum, merkist tað ikki sum ein roynsla, men sum um hann vrakar okkum og gevur okkum upp, og sum um tað er tann einasta rættvísa fylgja av okkara synd og ótrúskapi. Um tað ikki merkist á henda hátt, so varð tað eingin verulig roynsla fyri trúnna.

Í hesi støðu er tað Harrin sjálvur, ið biður okkum um at líta á hann. Eftir Harranum bíða! Hav gott troyst, tak mót í hjarta og Harranum bíða! (Sálm. 27:14) 

Ger tað, og tú vilt koma til at vera nærri bundin at Jesusi. Og tá tú minst væntar tað, opinberar hann seg aftur fyri tær, og hann fyllir títt hjarta við gleði og takksemi.

 

Týsdagur 09.10.2012

Trúgvin

Trúgvin er fullvissa um frelsuna, sum einki menniskja kann taka sær av sær sjálvum, ella vinna sær sjálvum. Vit eiga tí, at fara um trúnna við umhugsni, og verja hana sum ein dýrabaran lut í leirkerið. “Men henda dýrgripin hava vit í leirkerið”. (2 Kor 4,7) Um so er, at trúgvin ikki verður brúkt, so verður hon ónýtilig, og hon tekur skaða, um so er, at vit standa “á syndara vegi og ei situr í spottara lagi.” Vit skulu styrkja trúnna við, at “hugur (okkara) stendur til Harrans lóg og yvir lóg hans grundar dag og nátt.” (Sl 1, 1-2)

Trúgvin ber okkum út um alt skil. Hon gevur okkum ein góðan grundvøll, at seta okkara álit á lutir, ið vit ikki síggja. “Men uttan trúgv er tað ómøguligt at toknast honum.” (Hebr 11,6) Og. “Tíðin mundi ikki rokkið til, um eg skuldi sagt frá Gideon, Bárak, Samson, Jefta og Dávid og Sámuel og profetunum, sum við trúgv vunnu sigur á kongaríkjum, útintu rættvísi, fingu fyrijáttanir, byrgdu munnin á leyvum, sløktu eldsmegi, komust undan svørðseggjum, vórðu sterkir aftan á veikleika, gjørdust veldigir í stríði, fingu fíggindaherar at víkja...Aðrir vórðu lagdir á pínubonk, og tóku ikki móti útloysingini, fyri at teimum kundi lutast ein betri uppreisn. Aðrir fingu at royna háðir og húðfleingjur, ja, hartil bæði fjøtur og fongsul; teir vórðu steinaðir, teir vórðu sagaðir sundur, teir vórður freistaðir, teir vórðu dripnir við svørði, teir flakkaðu um í seyðaskinnum og geitaskinnum, neyðstaddir, attrongdir, illa viðfarnir, — heimurin var teimum ikki verdur — teir reikaðu um oyðimerkur og fjøll, og hildu til í hellum og jarðholum.” (Hebr 11,32-39) Trúgvin er ein gáva, sum, um hon verður brúkt kann yvirvinna alt. Men okkara vitska tekur mangan megina og heldur okkum aftur frá, at sigra. Skili metir um, við okkara máli, trúnna við Gud, og fyri hann er einki ógjørlig. “Við trúgv fata vit!”, (Hebr 11,3) at Gud er góður.

 

Sunnudagur 07.10.2012

Harrin heldur heiti sítt

...orð mítt, ið fer av mínum munni, ikki venda aftur við ongum, men útinna tað, sum mær líkar, og fremja tað, sum eg sendi tað til. (Jes 55,11)

Hesi stóru lyftir um Orðsins kraft, sum umfatar bæði ta einstaka menniskjans umvending, og at Guds ríkis boðan í heiminum, er av størsta týdningi. Sáa vit orði, sum ein sáðmaður sáar sítt korn, so hevur Gud lova, at geva okkum vøkstur. Tí má ein hvør boðan hvíla í, hvat Orði hevur at læra okkum, so alt Guds fólk fær teirra “teig”  stroyddan víð sáði, sum er Guds Orð. Tá vilja vit blíva leidd tann rætta vegin og fáa kraft til andaligan vøkstur og at búnast. Jesus lærir okkum: “Tað er andin, sum lívgar; holdið gagnar einki. Orðini, sum eg havi talað til tykkara, eru andi og eru lív.” (Jóh 6,63)

Í Aps. 6. kap. lesa vit, at allir lærusveinarnir søgdu: “Tað sømir seg ikki, at vit skulu geva Guðs orð yvir fyri at tæna við borðini.” (Áps 6,2) Teir útvaldu sær æðrar til, at gera teirra arbeiði, og blivu sjálvir við bønina og Orðsins tænastu. Og í v/7, lesa vit um tað ávirkan tað hevði. “Og Guðs orð vann fram og talið á lærusveinunum í Jerúsalem øktist í stórum...” (Áps 6,7) Hvussu stór ávirkanin av Orðinum var, ta kunnu vit lesa um í Aps. 19, 17, og er umrøtt, at grunda av Orðsins kraft bleiv Jesu  navni hálova. Mong trúgvandi stigu fram og greiddu frá, hvat tey høvdu gjørt. “Mong av teimum, sum fingust við gand, komu eisini berandi við teirra bókum og brendu tær fyri eygunum á øllum...So stóra framgongd høvdu Harrans Orð, og vístu sína megi.” Orði hevur somu megi í dag, um so er, at vit opna okkum fyri tí. Og eins og í tíðini hjá Ápostlunum, so mugu vit boða Orði fyri øllum. 

leygardagur 06.10.2012

Í dag, um tit hoyra rødd hansara, tá forherðið ikki hjørtu tykkara... (Hebr 3,7 - 8)

Tá Ísraels fólk gingu gjøgnum oyðimørkina heim til tað lovaða landi, so settu tey Gud uppá prøva aftur og aftur, hóast tey høvdu sæð hansara gerningar í so mong ár. So látast tey  sum einki, hvørki um hansara orð ella gerningar, so forherðað vóru tey. Tá segði Gud:  »Í heilum teir villast í hjørtum sínum.«...»Sanniliga, teir skulu ikki ganga inn til hvíld mína.« ( Hebr 3, 10-11)  Í Heb. 1, 1., lesa vit: “Eftir at Guð í forðum mangar ferðir og á mangan hátt hevði talað til fedrarnar gjøgnum profetarnar, hevur hann við endan á hesum døgum talað til okkara gjøgnum sonin.” (Hebr 1,1) Ísrael lat seg ikki ávarað, og við tí fingu tey  ikki loyvi til, at fara inn til hvílu Guds. Hesi orð eru eisini vend móti okkum. Vit kunnu taka ímóti orðunum ella gera eins og Ísrael, og vera hildin uttanfyri. Eingin veit hvussu long náðitíðin er, ið okkum er givin. Áður enn vit halda, so hevur herðingin so sterkt tak í okkum, at vit ikki meira megna at venda um til Gud. Tá hóska hesi orðini gott: “Í heilum teir villast í hjørtum sínum. Men teir kendu ikki vegir mínar...” ( Hebr 3,10)  Mugu tey innleiðandi orðini føra til, at vit lata Orðsins og Heilaga Andans ljós vegleiða okkum til sannleikan um okkum sjálvi. Sjálvur Jesus rættir hendur móti tær í hesi stund: “Sig mær, hví tú úti stendur, á, tað hevur slíkan skund!”

 

Fríggjadagur 05.10.2012

...skiftu sannleika Guðs um við lygn... (Róm 1,25)

Vit vilja gjarna umbera okkum fyri at fjala yvir tí, ið vit eru, ella fjala, hvat vit áttu at verði, ella tora ikki at vísa tað sanna andlit. Men inni fyri Gudi hava vit onga umbering, og kunnu ikki fjala, hvat vit hava aftanfyri skortin, tí fyri honum er einki fjalt. Vit hava onga umbering fyri, at vit ikki kenna og halda hansara lógir. “Tí at hin ósjónliga veran hansara, bæði hansara ævigi máttur og guddómleiki, er sjónlig frá skapan heimsins...” (Róm 1,20) Tað hjálpir einki, at halda sannleikanum niðri, ella at mótprógva Guds tilveru. Ein russiskur rúmdarfari meinti, at tá Gud ikki kundi síggjast í alheiminum, so er tað eingin Gud. Men Gud er og var og blívur, meðan vit eru eins og roykur, ið er sjónligur eina løtu, og síðani blívur burtur.

Gud vil, at vit skulu kenna, æra og takka honum sum almátts Gud, og taka ímóti hansara kraft, so at vit ikki geva eftir fyri teimum mongu syndigu freistingum, sum eins og sníkur leypa á okkum og fær okkum til at falla fyri freistingunum, og seta okkum í miðjuna heldur enn Gud.

Gjøgnum hetta stykki í Rómverjabrævinum, letur Gud okkum fata, at vit øll eru uttan umbering, um so er, at vit velja synda vegin. Muður teirra vantrúgvandi vil á dómadegi vera teptur. Allar tær umberingar, at vit hava lati okkum leitt av vantrúgv, eru einki verdar. Tað er heldur eingin umbering fyri tey kristnu, sum eru flógv. Gud hevur ávara okkum um fylgjurnar, tí eiga vit, at vera á vakt og hjálpa hvørjum øðrum til, ikki at fjala okkum aftanfyri umberingar.

 

Mánadagur 01.10.2012

Kongsins innbjóðing

Men tey løgdu einki í tað... (Matt 22,5)

Kongurin gjørdi eitt brúdleyp fyri syni sínum, við at halda eitt gildið, sum skuldi blíva kent av øllum í landinum, og har einki bleiv spart. Við glaðum andlitum fóru tænararnir út, at bjóða inn. Men so vísti tað seg, at fólk ikki brýggjaðu seg um at koma. Tey høvdu nokk í sínum egna, og tímdu ikki at lata seg í veitslu búnan. Var tað løgi, at kongurin bæði bleiv vreiður og syrgin?  

Jesus segði, at á hendan hátt vildi tað vera við Guds ríkið. Gud hevur í stórum givið seg allan, fyri at gera eina brúdleypsveitslu fyri alt fólkið. Og tænararnir, ja, teir bjóða einum  og hvørjum at koma við. Heldur ikki í dag brýggja fólk seg um at koma, men vilja heldur verða við sína jørð ella pengakassa. Nøkur eru eisini, sum skelda tænararnar út, og royna á tann hátt, at taka móti frá teimum. Eisini Gud blívur sorgarbundin. So nógv hevur hann gjørt fyri, at alt skal vera tilreiðar til brúdleypsveitsluna hjá syni sínum!

Hendan brúdleypsveitslan skal verða, tá Guds heilagu eru tikin heim. Og tá talan er um, júst, eitt brúdleyp, so er tað tí, at tað er talan um trúskap millum Gud og menniskju. Vit eiga ikki at elska nakran annan enn Jesus, tí hann hevur givið seg sjálvan fyri at keypa okkum leys. Brúdleypsveitslan í Himlinum vil bera av øllum, ið vit ikki kunnu ímynda okkum. Tá vilja tár og sorgir verða gloymd, og Gud vil verða alt í øllum. Tí vilja vit við gleði taka ímóti innbjóðingini fyri at vera við til tann stóra dagin. Lat okkum vera heilt viss um, at vit við tøkk hava tikið ímóti innbjóðingini og gjørt okkum tilreiðar at koma. O tann dag, tá Jesus kemur. Nýggja heim hann okkum bjóðar. Stóra lið at heimi gongur. Fyri trónuni vit standa, nýggjan song vit syngja har: “Heilagur ert tú, Guds sonur”, brúsar songurin heima har.

 

Leygardagur 29.09.2012

Tær trongu dyrnar

»Harri, eru tað fá, ið verða frelst?« (Luk 13,23)

Bíblian sigur, at tað bert er ein lítil flokkur, ið letur seg frelsa. Men eftir útsagnum frá fleiri jarðarferðum, og á gravsteinum, so koma  vit til eitt annað úrslit. Har møta vit mangan orðunum sum: Tann æviga hvílan! Ella: Farin heim til Gud! Er tað tí, at vit vilja fjala sannleikan, ella vita vit ikki betur? Í báðum førum eru vit syndarlig, tá vit ikki hava ásanna ella kanna sannleikan.

Jesus gevur svar uppá um tað bert eru fá, ið blíva frelst, við at siga: “Stríðist fyri at koma inn ígjøgnum hinar trongu dyrnar...” (Luk 13,24) At stríðast hevur tann týdning her, sum um tað ráddi um títt lív. Ein álvarsom útsøgn fyri tað stríð, vit eru ein partur av, um so er, at vit vilja inn gjøgnum tær trongu dyrnar. Og vit fáa eina fatan av, at tað er ein ómetaliga stórur mótpartur, ið vil fora okkum at koma inn um dyrnar. Tær trongu dyrnar lýsa umvendingar stríði, og tað  tunga í, at fáa tað gamla menniskja boygt, so tað í trúgv tekur ímóti Jesusi, og harvið fær kraft til at kvitta við heimsins taluhátt, sum leggur eitt óminni yvir deyðans sannleika, við at látast sum um alt er í lagi, hóast tað ikki er tað. Tað er bert tann, sum sóknast, ið finnur, og bert tann, sum stríðist, sum vinnur. Jesus sigur, at mong vilja royna, at koma inn, men ikki megna tað. Tí mugu vit leggja alla okkara styrki í, og stríðast og stríðast, til tann seinasti sigurin er vunnin, og “til tann sigursgrip, sum Guð hevur kallað okkum til úr erva í Kristi Jesusi.” (Fil 3,14)  Og tá tú niðurboygdur við opnar gravir stóð, hvør bankaði Harrin ikki tá! Tá ævinleiki, deyði við ræðslu sinnið slóð, tú segði: Eg dyrnar opna má!

 

Fríggjadagur 28.09.2012

Síggja vit Guds

Men tá ið teir venda um til Harrans, verður skýlið tikið burtur. (2 Kor 3,16)

Tað skal umvending til fyri at fáa innlit í, hvat Bíblian hevur at siga okkum. Sjálvt um mangir lutir eru opinberir, so fjalist Guds dýrd fyri vantrúgvum  og navna kristnum, og tey fata ikki tann djúpa samanhangin. Hann er fjaldur undir einum skýlið.

Paulus visti hvat hann tosaði um. Skýlið hevði fjalt dýrdina í nýggju pakt fyri honum, so hann hevði jagstra tey kristnu og volt teimum stórar kvalir. Hann sá millum annað uppá við gleði, tá Stefanus bleiv dripin fyri trúar skuld sína. Fyrst tá Gud tók skýlið frá eygum hansara, og hann tók ímóti Jesusi sum sínum Frelsara, sá hann tað dýrd Skriftin talar um.

Pætur, Jákup og Jóhannes fingu loyvi til at fylgjast við Jesusi uppá fjalli, har hann bleiv umbroyttur fyri eygum teirra, og teir sóu hann í ljóma. “Og klæði hansara vórðu skínandi bjørt, hvít sum fann, hvítari enn nakar maður á foldum, sum hevur klæði á bliki, kann fáa tey.” (Mark 9,3) Jesus er ikki í dag sjónligur fyri okkara eygum, men vit hava hans orð, fyri at vit kunnu velja at trúgva á hann og fylgja honum, hóast vit bert kunnu síggja tann frálíka boðskap um Hann gjøgnum “trúar eyguni”.

Síggja vit ikki Guds dýrd í Bíbliuni, so er tað tí, vit ikki rokna við, at finna hana har. Og tí vit ikki granska Skriftina, so skýli meira og meira hvørvur. Ynski um, at síggja Jesu dýrd má fylla okkum í so stóran mun, at vit hvønn dag mugu hava orð frá Bíbliuni á sama hátt sum likam  okkara má hava føði. Eisini her geldur tað, at tann sum leitar, skal finna. Og tann, sum biður um, at skýlið yvir boðskapinum í Evangeliinum má blíva tikið burtur, og blíva bønhoyrd.  

 

Týsdagur 25.09.2012

Roynslur og trongdir

...vit eiga at ganga inn í Guðs ríki gjøgnum mangar trongdir. (Áps 14,22)

Bíblian fjalir ikki fyri okkum, at vegurin, ið førir til Gud, er smalur við nógvum trongdum og trupulleikum. Tað gongur hann við til, fyri at vit kunnu herðast og enn meira sannførd um, at vit vilja fylgja tí vegi Jesus gekk.

Sátan fær loyvi til, at sálda okkum eins og hveiti, fyri at Gud kann síggja, um tað er vilji til staðar, at standa fastur við játtingina. Dávid og Pætur blivu sáldaðir og máttu gráta sorgartár við pínu. Onnur mugu gjøgnum ólukkur, um ikki so álvarsamar eins og tær hjá Job. Onnur hava dagligt stríð við samvitskubiti, fyri at halda fast við trúnna á Jesus. Ábraham fekk boð um, at ofra tann son, sum hann hevði longst eftir í mong ár, og sum Gud hevði knýtt rík lyftir til. Jákup mátti sakna sín elskaða son Jósef í mong ár, tí brøður hansara høvdu selt hann sum træl. Jóhannes Doyparin mátti sita í Heródesar fangahúsið, við stórum samvitskubiti. Og ikki bert hann, men eitt stórt ókent tal, ið máttu lata lív grunda á teirra trúgv. 

Her vekist ein undran: Hví? Elskar Gud okkum ikki? Jú, júst tí! Men hann hevur ongar betri ráð til at teppa tað gamla lyndi í okkum, sum vit hava arva frá  Ádam, enn at føra okkum gjøgnum trongdir. Tí eiga vit at gleðast, og takka Gudi, sum heldur okkum verdug til, at blíva roynd, so at tað vakra í okkum má koma fram, honum til æru og okkum til æviga nyttu.

Sunnudagur 23.09.2012

 

 

Álit á Harran

 Men trúgv er treyst…teir trúðu skriftini og tí orði, sum Jesus hevði sagt. (Heb. 11,1 & Jóh. 2,22)

Var stýrimaður við einum skipi og vit vóru við snellu undir Íslandi. Vit høvdu havt góðan fiskiskap, og høvdu fingið fulla last og nógv á dekki. So var sett kós heim. Men nú átti eg vakt aleinaður og eg visti, at teir næstu 12 -15 tímarnar sá eg ongan. Veðurlíkindini vóru ikki góð og beint frammaná. Tá eg kom í stýrhúsið og var blivin aleinaður, so hugsaði eg, at tað hevði verði gott við nakað av tónleiki, so eg tók niður í ein kassa, sum vit høvdu bond í, og hvat, eg setti bandið í bandspælaran og hvat hoyrdi eg, jú: ”Sig, hví byggir tú Nóa ein bát, eins og dárin so bert tú teg at, móti fjøllinum fert, langt frá sjónum tú er, hvussu kunnu vit skilja títt verk.” Hesin sangur kom til at vera mær ein stór uggan hesa nátt, sum var sera drúgv og sum er ein góður vitnisburður um uggan frá Jesusi. Eg visti um Jesus, hevði lært um hann, men tað persónlig, sum kom mong ár eftir hetta, hevði eg ikki.

Tann stóri munur, sum er ímillum vantrúgv og kristin, er, at tann fyrri bólkurin ikki trýr Skriftini, men hin bólkurin ger. Skriftin er ikki til nakra hjálp í neyð, um so er, at álitið á hana ikki er. Tað vildi verði tað sama sum, at ikki at hava álit á ferðaætlanum, koyrireglum o.ø. Ein dag komu lærusveinarnir har til, at teir kundu trúgva Skriftini og øllum tí, sum Jesus hevði sagt. Tað frígjørdi Guds kraft í teimum og var byrjanin til eina stóra broyting, har henda kraftin bleiv meira og meira sjónlig í teirra gerningi sum ápostlar.

Sama kraft er í Skriftini í dag, tí hon kann ikki takast burtur frá Jesusi Kristi, so sum Jóhannes í innganginum til sítt evangeliium nevnir: ”Orðið”. Lesa vit Bíbliuna, uttan at hon sigur okkum nakað, er tað tí, at vit lesa hana sum nakað, sum ikki kemur okkum við og sum vit ikki trúgva á. Lesa vit ferðaætlanir, koyrireglar og sjóreglar o.a. á sama hátt, so vilja vit skjótt sanna, at tað endar galið. Tað gongur eisini galið, um so er, at vit ikki trúgva Orðinum, sum er av stórsta týdningi. So leingi, vit ikki trúgva tí, Gud sigur okkum í sínum orði, so nevna vit hann beinleiðis fyri ein lygnara.

Vit eiga at venda um, so vit ikki longur hava ryggin móti Gudi og hansara orði, men vera eins og lærusveinanir at trúgva Skriftini. Tá hendir eitt óskiljandi undur. Tann kraft, sum er goymd í Guds orði, hon setir okkum í fríheit. Og  Orðið sigur okkum, hvat vil henda: »Sí, eg geri allur lutir nýggjar!«(Opb. 21,5)

 

Leygardagur 22.09.2012

Takið okkum revarnar, smá revarnar, ið víngarðarnar spilla, tí at víngarðar standa í blóma. (Hás 2,15)

 

Ein myndatala, íð sigur ein sannleika, sum er lættur at fata og er líka út. Teir smáu revarnir síggja so óskyldigir út, tí teir síggja so smáir og fittir út, at vit síggja ikki at teir eru sera vandamiklir. Men ein vakran dag, ja, so oyðileggja teir alt fyri okkum. Tað kann vera okkara trúgv á Gud, ella trúgvin hjá øðrum á okkum. Djevulin sendir smáar revar inn í lív okkara fyri at oyðileggja frímóð okkara og álit á, at vit kunnu gera nakað av týdningi fyri Gud. Hann kann til tíðir fáa ein av okkara næstu, ella familju, at bera fram jantelógina. Tú skalt ikki trúgva, at tú ert nakað! Tú skal ikki trúgva, at tú kanst nakað! Teir smáu revarnir oyðileggja okkara blómandi urtagarðar. Tá blomstrini oyðileggjast, so koma á ongum sinni drúvur. Tá bera vit altso onga frukt til Guds æru og okkum sjálv og onnur til gagns. Orð okkara kunnu verða eins oyðileggjandi sum teir smáu revarnir eru. Vit merkja kanska ikki, at vit bíta blomstur leggirnar av á víntrænum hjá næsta okkara, og harvið oyðileggja grøðina. Teir smáu lutirnir hava kanska ikki so stóra ávirkan, hugsa vit kanska mangan. Men tað eru teir smáu lutirnir, sum oyðileggja teir stóru. Og tá teir stóru lutirnir eru oyðilagdir, so halda vit fast um, at tað hava vit einki haft við at gera.

 

Teir smáu revarnir spjaða oyðilegging, og vit eiga at vera á vakt yvir fyri teimum í okkara egna víngarði og eisini ansa eftir, at vit ikki loyva nøkrum av teimum at koma inn í lív næstans ella familju. Vit skulu ansa eftir okkum sjálvum, so vit ikki koma at seta nakran til síðis, ella leggja ov lítla áherðslu á tað tænastu, Gud hevur kalla okkum til, tí tá hava teir smáu revarnir megna at oyðileggja nakað dýrabart.

Hósdagur 20.09.2012

Tann vandamikli tómleiki

Tað eru nøkur, sum hóast kristna-navni støðugt eru holdsliga kristin, tí tey hava ikki lati seg fylt av Andanum. Tey trúgva á Jesus sum frelsara, men ikki sum Harra. Tað hevur tann týdning, at tey gjarna  vilja móttaka frelsuna, men sjálv vilja avgera hvussu tey liva. Tey kunnu ikki av heilum huga siga, at Jesus er blivin nummar eitt, og vil tað so siga, at hann er Harri í lívinum hjá viðkomandi. Tann, ið støðugt er á tí holdsligu síðuni, hann er í tómleikanum.

Bíblian talar nógv um, at vit skulu lata okkum fylla av Andanum og lata Gud blíva Harra okkara. Vit eru keypt dýrt av Jesu Kristi dýrabara blóði, og hoyra honum til. Hann hevur tí rættin til at vera Harri. Taka vit ímóti Jesusi sum Frelsara og Harra, so koma vit at sanna, at vit fyllast av Anda Guds. Okkara tómleiki verður fyltur út, okkara longsul verður mettaður, og vit fáa tað mál fyri lív okkara, at vera har, ið Gud vil hava okkum.

Tá Heilagi Andi hevur fylt okkara lívs tómleika, so eru vit eins: “...og træið, plantað við áarløkir, ið aldin gevur í tøkum tíma, og hvørs leyv ei følnar...” (Sl 1,3)

 

Mikudagur 19.09.2012

Samvitskan

Martin Luther segði hesi kendu orð: “Mín samvitska er fanga í Guds orði, og tað er ikki ráðiligt at gera nakað ímóti síni samvitsku!” Samvitskan skal verða  fanga í Guds orði, og er tá varamaður, sum er alvakin og fær okkum at hugsa um, hvat vit siga og gera. Tað er vandamikið ikki at hoyra røddina á henni, tí hvørja fer vit ikki hoyra hana, so blívur hon veikari og veikari og til seinast so hoyra vit hana ikki. Tí eiga vit at vera á varðhaldi, so vit ikki gera ímóti samvitskuni. Tá alt blívur nýtt, tá vit venda um til Jesus sum okkara frelsara, so fevnir tað eisini um okkara samvitsku.

Bíblian minnir okkum á, at vit til eina og hvørja tíð skulu hava eina: “...óskadda samvitsku...” (Áps 24,16) Til at: “...stríðir hitt góða stríðið, og at tú hevur trúgv og góða samvitsku...” (1 Tim 1,18 - 19) Og ótroyttiligt arbeiða uppá okkara egnu halgan. Sjálvt um vit fáa eitt langt lív, so hevur Guds orð støðugt eina dýpd, sum vit til eina og hvørja tíð kunnu læra nakað nýtt av. Vit hava tørv fyri tí, tí Gud vil, at tað frá okkum skulu flóta streymar av livandi vatni til tey, sum tysta.

Mánadagur 17.09.2012

Vit vita

Vit vita, at vit eru komnir frá deyðanum yvir til lívið... (1 Jóh 3,14)

Jesus sigur: “Tann, sum hoyrir orð mítt og trýr honum, sum sendi meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóms, men hann hevur stigið yvirum frá deyðanum til lívið.” (Jóh 5,24) Bíbliunnar boðan er tí: Vit vita! Og ikki eitt møguliga! Tað er ikki ein vánaligur grundvøllur vit byggja á, men á orðsins hellubotn. Jóhannes legur áherðslu á sín vitnisburð við at siga: Vit vita! Og hann legði afturat, “tað, sum vit skoðaðu og hendur okkara numu við...” (1 Jóh 1,1) Og í Áps. Lesa vit: “Og vit eru vitni um hesar lutir, og heilagi andin, sum Guð hevur givið teimum, sum eru honum lýðin.” (Áps 5,32)

Orði er tí givið víðari av persónum, sum kunnu siga: Vit vita, at tað er ein sannur boðskapur, ið verður borin víðari, tí teir sjálvir hava sæð, hoyrt, og nomið Jesus. Og tað er á teirra og Heilaga Andans vitnisburð, vit byggja okkara trúgv á. Tann, sum trýr á Jesus, hevur ævigt lív og er farin frá deyðanum til lívið og kemur ikki fyri dómin. Okkara mál er tí hægri enn heimsins mál, tí nakað størri mál enn at vera hjá Gudi í ævinleikanum kann ikki gevast. Eg veit, á hvønn eg trúgvi, tá alt gleppur, á hann eg líti, hann mær ikki sleppir. Bert Kristus gevur frið for sálarlongsli, tá ongan veg eg veit úr synd og trongsli.

Sum eitt framhald av tí boðan, sum var í missiónhúsinum á Sandi, tá Bróðurringurin á havinum hevði møti har sunnudagin 16.09.2012. Har áherðsla bleiv løgd á, at tað, sum okkara forfedrar høvdu boða fyri okkum, ta áttu vit at bera víðari.   

Leygardagur 15.09.2012

Matur mín er at gera vilja hansara

 

...Faðir mín arbeiðir til nú...  (Jóh 5,17)

Vit hugsa okkum mangan Faðirin sitandi óvirknan í tí himmalska hásæti við eingla skærum rundan um seg. Men Jesus sigur, at Faðirin arbeiðir, og at hann eisini arbeiðir. Alt tað, hann hevur skapað fær ikki loyvi til at vera uttan eftirlit. Guds skapandi máttur heldur øllum uppi, til hann vil, tað skal falla. Hann fylgir vegi okkara, hann sær hugsanir okkara og gevur okkum mátt, tá vit ferðast eftir ókendum gøtum, sum føra til glatan, og hann fylgir okkum, tá vit ganga tann vegin, sum hann vísir á og vælsignar.

Tann endaligi sigurin yvir mótstøðuni, sátan, kemur ikki av sær sjálvum, men gevur Gudi nógv arbeiði. Hann hevur sagt í sínum orði, at sigurin er hansara, men tað má alla tíðina umskipast, grunda á tað, at sátan voldir bæði Gudi og hansara heilagu ónáðir. At arbeiða fyri Gud, er av so stórum týdningi, at Jesus ikki helt seg aftur fyri, at grøða ein mann um hvíludagin. Í hesum sambandi var tað, at Jesus segði: “Faðir mín arbeiðir til nú; eg arbeiði eisini.”, og vísir til, “at tað, sum hann ger, tað ger eisini sonurin somuleiðis.” (Jóh 5,19) Gud hvílir ikki, áðrenn hansara arbeiði sigrandi er  komi at enda. Á sama hátt setti sonurin alt inn fyri, at gera Guds gerning, og segði: “Matur mín er at gera vilja hansara, sum meg sendi, og at fullføra gerning hansara . (Jóh 4,34)

Vit eru luttakandi í hesum arbeiði, og at tað verður útint. Tað er greitt sagt til okkum, at vit eru sendiboð í Kristi stað, og at vit skulu fara út, og gera øll fólkasløg til lærusveinar hansara. Og tá alt er tilreiðar, tá fara øll Guds fólk til hansara sabbatshvílu. Og sum vit eisini lesa: “Ja, sigur andin, teir skulu fáa hvíld frá møði síni, tí at gerningar teirra fylgja teimum.” (Opb 14,13) Faðirin, Sonurin og Heilagi Andi arbeiða, og vit eru kallaði til, at arbeiða við. Arbeið, tí náttin kemur, arbeið, tá rísur sól, arbeið um middagstíð, arbeið, tá setur sól, arbeið, tá myrkri sígur yvir skýmdan hól. Liva til Harrans æru, nýt hvørja løtu væl, so skal, tá náttin kemur hvíldin vera sæl. (MS. 616)

 

 

 

 

Hósdagur 13.09.2012

Sigrandi trúgv

Tann, sum sigrar... (Opb 2,7)

Í okkara lívs gongd skulu vit halda út í trúnni á Jesus og áhaldandi stríðast fyri at vinna sigur. Vit kunnu ikki sláa okkum til tols við at siga: “Eg avnokti djevulin og allar gerningar hans, og allan atburð hans!” Okkara lív skal vitna um sigrar, ikki bert um gerningar, sum hava íblástur frá djevlinum, men eisini við hansara veruhátti. Og vit skulu ikki verða nøgd við bert at sigra í teimum stóru lutunum, tí eisini teir smáu lutirnir gera stóran skaða.

Tann, sum sigrar! Gud sigur, at vit kunnu og skulu sigra, og vísir okkum á í sínum orði á hvønn hátt vit kunnu sigra. Jóhannes skrivar: “tit hava vunnið sigur á hinum illa.” (1 Jóh 2,14) “Tí at alt, sum er føtt av Guði, vinnur sigur á heiminum...” (1 Jóh 5,4) Vit eiga at taka hesi orðini til okkum, og ikki lata okkum  verða nøgd við tað, ið vit hava náa, men stremba eftir at liva lívið við Gudi, og áhaldandi vaksa í kunnleika og royndum um týdningin av Heilagum Anda.

Vit kunnu ikki í okkum sjálvum koma til at siga, at vit sigraðu. Men taka vit ímóti boðskapinum um, at Jesu blóð reinsar frá allari synd, og at vit trúgva í hjartanum, at Jesus er deyður og upprisin fyri at vinna frelsu til tann, sum trýr á hann, tann vil sigra, um so er, at hann livir og doyr í hesi trúgv.

 

Mikudagur 12.09.2012

Hvat er eitt heim uttan Jesus

Sátan veit, hvussu stóran týdning eitt heim hevur, har Jesus er Harri, tí roynir hann av øllum alvi at bróta tað niður, so tað fer í upploysn. Hann roynir at bróta tey bond hjúnalagið er sett saman av, og setur skilna millum foreldur og børn, millum ung og eldri, og millum tey, ið eiga heimsins góðs, og tey, ið einki hava. Hann skilir sundur fólkaflokkar og kemur við nýggjum religiónum, sum eru í hansara hondum, sum betur eru førar fyri, at seta fólki upp ímóti hvørjum øðrum. Tað eru eingi mørk fyri, hvussu hann kann hugkveikja fólk og tjóðir til, so mørkini millum teir einkultu íbúgvarnar og land vilja blíva, og sum ikki er vinnandi á.

Vit skulu elska næsta okkara eins og okkum sjálv. Sátans arbeiði er, at mótarbeiða hesum, við at uppbyggja ein heim, har tað einkulta menniskja er sær sjálvum nokk. Vilja vit standa honum ímóti, so mugu vit víga okkara heim til Jesus, og sjálv stremba eftir at liva eitt heilagt lív. Tað er eitt stríð um heims maktirnar, og um, hvønn anda teir stóru mannaskararnir skulu lata seg hugkveikja av. Hetta stríð er komi inn í heimini, skúlarnar, samkomurnar og inn í fjølmiðla heimin. Tí skulu vit hvønn dag vera á varðhaldi, og standa ímóti teimum óndu ætlanum, sum hin óndi hevur borðreitt við, og reisa okkum aftur, og um so er, at hann hevur haft eitt sniðálop á okkum í einum hvørjum, sum vit ikki høvdu sett vernd um. So er eitt at gera, og tað er, at fara til Jesus, og biðja hann um at grípa inn, og biðja djevulin víkja í Jesu.navni.

Týsdagur 11.09.2012

Tað eru tveir vegir út úr lívinum

 

Tann eini vegurin út úr lívinum eitur frelsa, hin eitur glatan. Og tað er okkara áskoðan her í heiminum, ið avgerð hvar okkara pláss er í ævinleikanum. Mong eru tey, sum ikki vilja hoyra um glatan, men velja heldur, at trúgva á sálarferðing, ella eina áhaldandi ringrás, ella at trúgva á oyðing. Onnur trúgva, at øll koma í himmalin. Men Jesus hevur tala tíðliga um deyðan, og tað, sum kemur aftaná, so eingin eigur at vera í iva um, ella gykla sær nakað annað. Vilja vit kenna sannleikan, so er hann lætt lesandi í Bíbil okkara. Tey, ið doyggja uttan at vera frelst, vilja verða hildin aftur til dómadag. Og eftir dómin, so vilja tey koma í sama stað, sum djevulin og einglar hansara koma. Men tey, sum eru frelst við trúnni á Jesus koma í Himmalin.

 

Tað eru mangar sokallaðar deyða upplivilsi, sum øll vísa seg, at ganga út uppá, at tey koma inn í eitt bjart ljós, har tað er gott at vera. Men tá Jesus segði frá ríkamanni og Lazarus, so var tað ein heilt onnur mynd, hann vísti á. Tann ríki maðurin lat eyguni upp í deyðaríkinum, har hann var í pínu. Pínan byrjaði líka so skjótt, sum hann kom í deyðsríki. Tí má tað boðast aftur og aftur, hvussu týdningarmikið tað er, at vit her í lívinum taka ímóti Jesusi og frelsu hansara, og harvið liva ævigt. Les Bíbliuna enn eina fer, og hugsa um hvat har stendur.

 

Mong vraka Jesus, men vita ikki, hvat tey vraka og trúgva bert, at tá so mong onnur vraka Jesus, so er tað tískil svar nokk. Men tað er ævinleikin tað umræður. Valgið, sum vit taka her í lívinum er avgerandi. Tak tí ímóti Jesusi, ja, enn tá í dag, ja meðan tað enn eitur í dag.

Fríggjadagur 07.09.2012

Náðin er Guds átak

Far út á bygdavegirnar og út at gørðunum, og noyð tey at koma inn, fyri at hús mítt kann verða fult. (Luk 14,23)

Fyrst bjóðaði Harrin gestum sínum mat og drekka fyri einki, men øll svaraðu við harman og umbering. Tað gjørdi Harran óðan, og hann tók støðu til, at halda veitslu fyri teimum fátæku, ófullføru  , og øllum teimum, sum livdu av tí, ið tey kundu finna í ruskíløtum á gøtum og skotum. Tá tænarin hevði savna so mong sosial útskot, sum hann kundi til veitsluna, so segði hann við Harra sín: Harri, gjørt er, sum tú skipaði fyri, og enn er rúm.” (Luk 14,22)

So eiga vit at leggja til merkis, hvat Harrin so ger. Hann biður tænarar sínar fara út á bygdavegirnar og fram við gørðunum fyri at finna fleiri fátæk og ófullfør og noyð tey at koma inn. Hvat var so Harrans ætlan? Hann vil so gjarna hava húsi fylt, hann er ikki nøgdur við minni.

Í hesum líknilsinum brúkast Harrans náði ikki uppá tey, sum hava tað uppiborið, men uppá tey, sum ikki hava tað uppiborið. Tey ikki viðurkendu! Tey, sum ikki áttu at vera innboðin. Og Gud bjóðar sína náði til øll – ikki tey stoltu, men tey eyðmjúku.

Guds náði er ikki ein atburður uppá, hvat menniskju gera. Guds náði er eitt guddómligt fyritaksemi, sum einki hevur at gera við menniskjans ágóða. Og ikki bert er náðin Guds átak, men eitt so rótgrógvið átak, at tey mongu menniskju vilja halda, at tað er nakað fyri seg, um ikki vitleyst. Men er tað ikki Gudi líkt, at vísa  at hansara dárskapur er klókari enn menniskjans vísind, og hansara veikleiki er sterkari enn menniskjans styrki.

Faðir, takk, tí tú sendi tænara tín Jesus út at sóknast eftir mær, og finna meg og føra meg inn til títt veitsluborðhald.

Hósdagur 06.09.2012

Eitt pláss við veitsluborðhaldið

»Komið, tí at nú er alt tilgjørt!«...leið inn higar fátæk og kryplingar og blind og hølt. (Luk 14, 17 – 21)

Evangeliið ljóðar eins og ein ólukka: Doyggj sjálvur, fyri at kunna liva. Frelsan ljóðar eins og vánalig tíðindi. Vit verða ikki frelst tí vit eru djørv, rein, ella høgt í metum, men tí vit eru deyð, og okkara lív er fjalt við Kristusi í Gudi. Stutt sagt. Tey góðu boðin, hava tí einki at gera við, at broyta ónd menniskju til góð, men deyð menniskju til lívs.

Tað er einki at undrast yvir, at Evangeliið virkar so óbehagiligt, og so særandi. Tað er mest særandi fyri menniskju, sum meta, at tey hava alt, sum menniskju kunnu ynskja sær at halda fast um, alt tað, sum tey hava vunnið sær í hesum heimið. 

Tí er evangeliið bert gott fyri tey, sum síggja seg sjálvan sum taparar. Um tað er ein kranførari ella daman við posunum, skúlalærarin ella narkomanurin, tennisstjørnan á ferð um heimin, ella drykkjumaður, ið livir á gøtuni. Øll somul mugu síggja seg sjálvan sum taparar, um so er, at tey ynskja sær eitt pláss til kongsins veitsluborðhald. Og prísurin fyri eitt pláss? At ein og hvør doyr sær sjálvum.   

Prísurin fyri frelsuna er høgur, so tú átti at sett teg niður, og rokna út útreiðslurnar. Men tá tú ert liðugur við útrokningarnar, so ert tú heilt sannførdur um, at alt, ið tú eigur, vísir seg at vera tann rætti prísurin fyri eitt pláss við veitsluborðhaldið. Tað einasta tú skalt vera, ivaleysur í, at tú ert ein tapari, so vil Gud senda sín tænara, Jesus, fyri at hála teg inn í hús sítt.

Eg afturhaldi einki. Jesus gevur tær alt. Jesus, tú sigrara.

Týsdagur 04.09.2012

Framíhjárættur

Tí at við hjartanum verður trúð til rættvísi... (Róm 10,10)

Mong kristin hava eitt støðugt stríð móti ivanum uttan heilt at vinna sigur á honum. Tí kenna tey einki til gleðina og tryggleikan í trúnni á Jesus. Guds ríku lyftir kunnu tey ikki gleðast yvir, tí tey halda, at tað er talan um nakað, sum ikki er sagt til tey á rættan hátt. Men tað stendur: “Men so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn hansara.”  (Jóh 1,12) Bíblian hevur grøðing fyri ivan, um so er, at vit biðja Gud lata dyrnar aftur fyri ivanum, og geva okkum kraft til at sigra yvir vantrúnni. Tí ivin er vantrúgv!

Í Jóhs. Ev. 1, 12., er ein greið ábending um hvat orði “mátt”, hevur at siga, tað er “myndugleiki” ogella “framíhjárætt”, at blíva Guds børn.

Gud rættir okkum frelsu sína eins og eina gávu, og tey, sum taka ímóti hesi gávu, ja, tey eiga hana. Og tínæst skulu vit taka stríði upp móti teimum álopum, sum djevulin setir inn og vísir okkum á, og vísa honum á, hvat Gud hevur sagt, at øll, sum hava tikið ímóti honum, hava fingið myndugleika og mátt til at vera nevnd Guds børn. Vit mugu taka burtur ivan, og takka Gudi fyri frelsuna. Tí, at “tann, sum trýr á hann, skal als ikki verða til skammar.” (1 Pæt 2,6) Vit blíva ikki til skammar og eingin kann ríva okkum út úr Guds hond. Frelsa okkara er á ongum sinni mannaverk, men byggir á, tað, sum Gud hevur gjørt. Tað mugu og skulu vit seta okkara vilja til, at halda fast um.

Sunnudagur 02.09.2012

Guðs fólk gloymi ikki hvørji  tit eru

Hvørji eru vit tá? Vit, “eru ein útvald slekt, ein kongaligur prestaskapur, ein heilag tjóð, eitt ognarfólk.” (1 Pæt 2,9) , sum Gud hevur kalla út úr myrkrinum til sítt undurfulla ljós, og tínæst læti okkum í Jesusar rættvísi, sum  vit til eina og hvørja tíð verja, tí tað er okkara dýrasta ogn.

Kristus líkist einum og hvørjum øðrum menniskja, men harvið endar ein og hvør líkheit. Sum Guds børn hava vit borgararættindi í Himlinum og mugu tí rokna okkum sum fremmand her á jørðini, so vit føra okkum fram, sum eitt heilagt fólk, sum Gud hevur kalla út úr myrkrinum. Bíblian áminnir okkum um, at hetta eiga vit til eina og hvørja tíð hava fyri eyga.

Gud setur sum krav til okkum, at vit skulu líkjast honum: “eins og elskað børn” (Ef 5,1). Tá vit eru saman við øðrum menniskjum, so eiga vit at bera okkum at í samsvar við okkara høgau tign. Tað er ikki pláss fyri frítíðar - ella ítriv - kristindóm. Tað eigur at vera eitt fulltíðar yrki, so vit standa fram sum tey, ið vit eru. At skula líkjast Gudi, sum hansara elskaðu børn, er avbera størst. Men Gud krevur ikki meira av okkum, enn hann veit, vit kunnu megna. Tann allarfyrsta treyt er, at vit verða endurfødd til eitt nýtt lív, og yvirgivið okkara vilja til Gud, so vit ikki seta okkum uppímóti hansara forskriftum. Eg eri Guds barn, í trúgv og stríði hitt stríði, sum Harrin meg hevur kalla til, og fram eg gangi við Jesu síðu, og hann til sigurs meg leiða við.

 

 

Fríggjadagur 31.08.2012

Virði

Men um einhvør byggir oman á grundvøllin gull, silvur, dýrar steinar, træ, hoyggj, hálm, tá skal verkið hjá einum og hvørjum verða eyðsýnt... (1 Kor 3,12 - 13)

Trúgvin hjá einum og hvørjum á Gud skal vera bygt á grundvøllin Jesus Kristus. Men ikki øll byggja víðari við haldgóðum evni. Ein partur brúkar skil, makt, æru, egna rættvísi, egnar gerningar ella heiðursverda kristna støðu. Men alt hetta samanlíknar Paulus við  træ, hoyggj, hálm, sum við Harrans eldroynd vil blíva brend upp.

Onnur byggja víðari á grundvøllin, Jesus Kristus, við eyðmýkt, trúskap. lýdni og kærleika til Skriftina. Paulus samanlíknar hetta við gull, silvur, dýrar steinar, sum ikki brenna upp, tá okkara gerningar skulu gjøgnum eldroyndina inni fyri Guds dómi, har allir brennandi gerningar kolast upp. Paulus skrivar, at “Um verkið hjá einumhvørjum brennur upp, tá skal hann missa hana; men sjálvur skal hann verða frelstur, men tó sum úr eldi.” (1 Kor 3,15) Og eitt annað stað skrivar hann: “Tí at vit mega øll verða opinberað fyri dómstóli Krists, fyri at ein og hvør kann fáa afturgoldið tað, sum er útint við likaminum, eftir tí sum hann hevur gjørt, annaðhvørt gott ella ilt.” (2 Kor 5,10)

Hesin dómur kemur ikki teimum frelstu vit, tí í trúnni á Jesus eru vit rættvísgjørd. Jóhannes skrivar: “Tann, sum hoyrir orð mítt og trýr honum, sum sendi meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóms, men hann hevur stigið yvirum frá deyðanum til lívið.” (Jóh 5,24) Men hann viðvíkir teimum, á tann hátt tey hava liva lív sítt. Vit eiga at vera á vakt, so at vit ikki fylla lív okkara við træ, hoyggj, hálmi, sum óivað sær vakurt út, men sum brennir upp inni fyri Guds dómstóli, har bert tað  dýrabara kemur at standa sína roynd.

 

Hósdagur 30.08.2012

Vit halda

 

...Tí at tit eru ein roykur, sum eina stutta stund er sjónligur og so hvørvur burtur. (Ják 4,14)

 

Tað liggur okkum so nær at leggja ætlanir uttan Gud. Eins og Jákup skrivar:» “Í dag ella í morgin skulu vit fara...tit sum ikki vita, hvat ið verða skal í morgin!” Vit kenn heldur ikki teir dagar, sum eru okkum tilætlaðir, og endin á lívi okkara er kanska nærri, enn vit hugsa. Tí eiga vit at taka til okkum tað orði sálmaskaldið skrivaði: “Á hvørjum degi vil eg teg prísa og navni tínum lova um aldur og ævir!” (Sl 145,2)

 

Vit eiga at læra okkum at liva ein dag í senn. Tá byrða okkara blívur ov tung fyri okkum, er ta tí, vit vilja bera byrðarnar fyri fleiri dagar í senn. Vit eiga at tilrættisleggja sum ein, sum bert er á ferð frá vøggu til grøv, og á hvørji stund vera tilreiðar til fráferð. Tí eiga vit ikki at drála við tí, sum skal gerast í dag, og lata tað bíða til seinri. Og vit eiga heldur ikki at lata sólina seta yvir vreiði okkara, beiskleika ella agg. Ver tilreiðar hvørja stund! Átti at veri okkara lívs loysnarorð, tí tað er avgerandi, um vit eru tilreiðar, tá Gud kallar.

 

At læra at hava álit á Gud má roynast. Vit halda, at vit eru nakað í okkum sjálvum og kunnu alt sjálvi og freistast lætt til at leggja ætlanir langt fram í tíðina fyri lív okkara. Men lív okkara er eins og roykur í stilli man standa. Tí eiga vit at taka ímóti ávaringunum um, at vera tilreiðar til okkum, so vit skipa okkum eftir, at vit eru eins og roykur, sum bert er til sjóndar eina stutta stund, men vit eiga til eina og hvørja tíð hava hesa hugsan: »Um Harrin vil, og vit liva, tá skulu vit gera hetta ella hatta!« (Ják 4,15)  Hetta eina tú gjølla kanst síggja: Ikki altíð tú vera skalt her; søk tí Gud og ei longur hann skíggja! Hann hin trúfasti vinurin er. (Sigurstónar 69, 3)

 

Týsdagur 28.08.2012

 

Jesus kjósar sær Levi til lærusvein

Og eftir hetta fór hann út aftur, og hann sá tá ein tollara, nevndan Levi, sitandi við tollbúðina, og hann segði við hann: »Fylg mær!« Og hann fór frá øllum, stóð upp og fylgdi honum. (Luk 5,27 - 28)

Jesus ynskti, at teir skuldu reisast og fylgja honum. Hann møtti teimun einsæris. Ein dag var tað Levi. Maðurin frá Nazaret hugdi við kærleika uppá hann og segði róliga: »Fylg mær!« Bert tvey orð, men hygg eftir hvørja ávirkan tey høvdu! Beinavegin reistist Levi upp, og fór frá øllum og fylgdi honum.

Á tann mynduleiki, og tað ræði, ið var í Jesu orðum! Uttan at koma við spurningum um treytir og uttan samráðingar, so yvirgav Levi seg og vígdi sítt lív til at fylgja og í tænastu fyri Frelsaran. So fór Jesus heim til hús við Levi. Familian skuldi verða tey fyrstu, sum fingu lut í tí gleðiligu nýggheit.

Men tað komu eisini nógvir arbeiðsfelagar fyri at síggja, hvat í tað var, ið Levi hevði uppliva. Tað stendur at lesa: “Og tað bar so til, tá ið hann sat til borðs heima við hús, sí, tá komu mangir tollarar og syndarar og settust til borðs saman við Jesusi og lærusveinum hansara.” (Matt 9,10) Tey ótu saman, og hildu veitslu saman. Tann stóra gleðin skuldi sermerkjast og dagurin skuldi verða minneligur.

Seinri mátti Levi ganga gjøgnum sorg og gleði, ósigur og sigur, men alla tíðina í fylgi við Jesusi. Jesus slepti honum ikki uppá fjall. Hann var við Levi alla tíðina, eins og hann hevði lova. “Eg eri við tykkum allar dagar!”

Eisini í dag møtir Jesus menniskjum við sínum kalli. Eins og tá, so kallar hann ein og ein. Averðin um at fylgja Jesusi má takas av hvørjum einstaka. Tað kann ikki gerðast samla. At siga nei til kalli er at vera ólýðin móti honnum, sum kallar.

Eydnusamur er hann, sum vil váða at leggja lív sítt og sína frammtíð í Jesu hendur.

 

Mánadagur 27.08.2012

Gud er alvitandi

Hvørt eg gangi ella liggi, tú tað kannar, tú gjølla veitst um vegir mínar allar. Áður enn orðið er mær á míni tungu, tú, Harri, tað kennir til fulnar. Tað er mær ov undurfult at skilja, ov høgt, eg eri ei fyri tí førur. (Sl 139,3 - 4 & 6)

Vit kundu yngst okkum, at mangar av okkara hugsanum vóru fjaldar. Okkara gamla menniskja sendir áhaldandi streymar av hugsanum gjøgnum okkara heila, sum vit helst ikki eru so stolt av at hava. Men Paulus skrivar, at vit ikki eiga at vera bangin fyri nøkrum, men lata okkara ynski koma fram fyri Gud undir takkargerð: “men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Guð í ákallan og bøn við tøkk, og Guðs friður, sum ber av øllum viti, skal varðveita hjørtu tykkara og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.” (Fil 4,6 - 7)

Tann friður, sum er umtalaður her, hevur tann týdning, at vakt er umkring umráði. Vit eiga at stunda eftir Guds friði í hjørtum várum, so tað er vaktarhald um okkara hugsanir og kenslur. Jákup skrivar: “Haldið tykkum nær at Guði, so skal hann halda seg nær at tykkum.” (Ják 4,8) Og Pæturs brævi stendur: “Kastið alla sorg tykkara á hann; tí at hann hevur umsorgan fyri tykkum.” (1 Pæt 5,7) Vit eiga ikki at flýggja fyri Guds rannsakandi alvitan,  men lata hansara frið seta varðhald um hugsanir okkara. Tá blívur tað okkum til gleði, at Gud veit um alt tað, ið rørist í okkum, og tað hevur tann týdning, at hann kann hjálpa okkum fult út, tí hann kennir, hvaðan álopini koma frá. Tá kunnu vit hvíla í tí, sum Gud hevur lovað, at hansara friður heldur vakt um okkum.

Leygardagur 25.08.2012

Vel í dag

Tað er betur at vera bangin fyri glatan, enn at liva í líkasælu og holdbundin fyri til seinast við ræðslu at sanna, at dyrnar til Guds ríki eru lætnar aftur fyri altíð. “Og Harrin læt aftur eftir honum.” (1 Mós 7,16) Ein greið tala! Gud hevur givið øllum tíð til, at søkja hann, sum er upphav til alt lív her á foldum, og sum er mentur at frelsa. Men mong níta ikki hendan møguleika, og gera ikki brúk av teimum døgum, sum Harrin hevur givið teimum. Og tann størsti boðskapurin um frelsu við trúnna á Jesus Krist, ja, hann hav tey ikki haft áhuga í at hoyra. Fyri tey er øll vón úti, tá teirra tíðarskeið er at enda komi.

Gjøgnum tíðirnar hevur Gud ávara um fylgjurnar av, at ikki at halda hansara viðtøkur og boð. Hann vil, at tey gudleysu skulu: “venda um frá sínum vánda vegi, so at hann má liva.” (Ez 18,23) Ein umvending er Guds treytir fyri, at vit kunnu verða við í tí skara, hann vil kennast við, tá hann kemur, tí tað má einki óreint koma nær til Gud. Og uttan at vit venda um til Gud, er eingin møguleiki fyri at frelsast. Einki minni enn Jesusar blóð, kann taka burtur tað órættvísa, sum vit bera í okkum, tí mugu vit føðast av nýggjum. “Eingin kann síggja Guðs ríki, uttan hann verður føddur av nýggjum.” (Jóh 3,3)

Tað er tað, sum Gud vil, vit skulu náa. Vit mugu tí ikki blíva standandi og himprast, við øðrum beininum í tí andliga og hinum í heiminum, men taka eina støðu og venda um til Gud, við Jesusi Kristi.

Fríggjadagur 24.08.2012

Eg leikaði mær á jarðarkringi hans og hevði yndi mítt av menniskjunnar børnum. (Orðt 8,31)

Við synda fallinum eydnaðist slanguni, at broyta fatanina av Gudi, so at mong enn í dag ikki síggja hann sum tann kærleiksfulla hjálpara og frelsara, men sum ein strangan dómara, ið stillar krøv. Men frá byrjanini hevur Gud staði menniskjunum nær og hevur hugna í, at vera menniskjum nær. Allar aðrar verur komu til við hansara skapandi orði, men menniskja likami myndaði Gud, og blásti sín lívgevandi anda í tey. Og Bíblian umtalar tað við æru: “Og Gud skapaði tey í síni mynd!”

Um so var, at vit kundu tikið ein túr gjøgnum tíðina, sum gamla pakt sigur frá, so høvdu vit komi at sæð, á hvønn hátt Jesus eisini var har fyri at bjarga tí falnu manna ætt. Hann vitjaði Hagar í húsi Abrahams, og talaði blídliga og troystandi við hana. Hann kom til Mamrelund. Til Betel. Og var í tí brennandi tornarunni. Gideon sá hann undir einum eikitræið. Og ikki at gloyma var hann í ský og eld súluni, tá ísaralittarnir fóru út úr Egypten. Í dag vita vit øll, at Jesus kom til okkum sum menniskjusonur og var faðirsins boðberi um tann nýggja sáttmála. Tí kunnu vit syngja lovsang og prísa honum, um hansara stóra verk, hann gjørdi fyri okkum. Frá heimsins byrjan hevur Guds hond verði yvir okkum. Og hann sleppur okkum ikki, hvørki í lívið ella deyð, um so er, at vit halda okkum til hansara

Týsdagur 21.08.2012

Álit

 

Sælur er maður, ið lít sína hevur til Harrans... (Sl. 40, 5)

Sum árini gingu, so bleiv lovsongur Dávids meira inniligur, og tað merkir, at “...orð hans vóru mær á tungu løgd.” (2 Sám  23,2) Hansara orð og lovsangur fingu tað fyllu, tí hann støðugt søkti nærri og nærri inn til Gud. Fyri hann var sæla, ikki bert eitt orð, men ein støða, sum kundi fáast við, at vera lýðin móti Guds orði: “Sæl er tann tjóð, ið hevur Harran til Guð...” (Sl 33,12) Árini hjá Dávidi saman við Gudi, høvdu lært hann, at tað, at hava álit á Gud, leiddi til sælu. Og at tað kundi seta síni spor, um so var, at ein heil tjóð hevði valt, at tæna Gudi.

Vit hava lætt við at síggja Dávid sum ein lýsandi  vitnisburð um, hvør sæla eitt lív kann verða. Hansara brek eru næstan fjald í hansara opinlýsa trúskapi og kærleika til Gud. Ikki løgi, at Gud havnaði brøðrum hansara til konga, tá teir reyðu kjálkarnir á seyðadronginum høvdu slíkt skap, at hann kundi blíva maðurin eftir Guds hjarta.

Vegurin til hesa sælu, Dávid tosar um, er eisini opin fyri okkum. Leingjast vit eins og hann eftir at mettast av henni, so mugu vit sama veg og læra at vera lýðin móti Guds orði og hvíla í hansara lyftum. Men leingjast vit ikki eftir at mettast og at sløkkja tostan av Guds sælu og hvíluna í honum, so er tað ikki Guds feilur, men okkara egni. Vit eiga fyrst av øllum, at søkja Guds ríki og hansara rættvísi og til eina og hvørja tíð hava Guds orð fyri eyga. Tá vilja vit sanna, sælur er maður, ið lít sína hevur til Harrans.

 

 

Mánadagur 20.08.2012

Faðirsins kærleiki

Síggið, hvussu miklan kærleika faðirin hevur sýnt okkum, at vit skulu verða kallað Guðs børn; og tað eru vit. (1 Jóh 3,1)

Ápostulin situr og undrast og grundar yvir á hvønn hátt hann skal lýsa Guds kærleika og fáa tað niður á blað, og finnur onga betri grund enn, at hann (Gud) gevur okkum loyvi til, at vit kunnu kallast Guds børn. Tað, at vera barn av Gudi, er ein framíhjárættur, sum tey, ið bert kenna heimin, ikki fata. Tann týdning hevur tað tó, at vit ikki alt í einum eru syndafríi, men at vit taka frástøðu frá syndini, tí hon skilir okkum frá Gudi. Tí eigur tað at vera okkara mál, at stríðast ímóti syndin á ein hvønn hátt.

Jóhannes skrivar víðari: “Elskaðu tit, nú eru vit Guðs børn... Og ein og hvør, sum hevur hesa vón til hansara, reinsar seg sjálvan.” (1 Jóh 3,2 - 3) Tann, ið er ein sannur kristin, hann gerð ikki synd, men pínist av henni - syndin er blivin ein pína og plága, ein líðing fyri øll tey, sum hava valt, at tæna Harranum í lívið teirra!

Hví er tá syndin í lívinum hjá tí kristna? Paulus skrivar: “Tí at holdið girnast móti andanum, og andin móti holdinum; tí at hesi standa hvørt móti øðrum, fyri at tit ikki skulu gera tað, sum tit vilja.” (Gal 5,17)  Jesus kann ikki áhaldandi hava ein vana syndara, men ein, sum hevur ein støðugan, sterkan vilja til, at sigra yvir tí ónda, og fáa tað vek út úr lívi sínum. Og Bíblian sigur, at vit kunnu liva eitt sigrandi lív, um so er, at vit halda okkum tætt at Gudi. Guds kærleiki, tú ríki, stóri, tí hædd og dýpd og longd. Tær prísar ævigt einglakórið og øll hin frelsta mongd.

 

Fríggjadagur 17.08.2012

Trúgv líka til deyða

Við áhaldni tykkara skulu tit vinna sálir tykkara. (Luk 21,19)

Í Heb. 10, 36 stendur skriva: “Tí at tykkum er tørvur á úthaldni, fyri at tit, tá ið tit hava gjørt Guðs vilja, kunnu ognast fyrijáttanina.” Og í Johs, Op. 2, 10 áminnir Jesus um at: “Óttast ikki fyri tí, sum tú skalt koma at líða!” Hesi orð eru til tey, sum vilja ganga Guds veg. Men tá tað verða givnar so mangar ávaringar, so má tað vera tí  tað eru so nógvir vandar á vegnum, og at vit ikki eru før fyri at halda út tann mótgang vit møta aleina. Eru vit tey somu í dag, sum tá vit komu til trúgv? Tað kostar at vera ein kristin. Kanska ikki altíð líka nógv, men nokk til, at tað mangan skal mót til at játta okkara Kristnu trúgv. Hava vit mót?

Um so er, at vit fara ímóti tí ógudiliga, so koma vit at merkja við tað sama, at vit koma til at standa yvir fyri einum anda, sum háðar okkara dýrabaru trúgv á Jesus. Men við at halda út skulu vit vinna. Tað vil siga, at vit aftur og aftur skulu stríða tað sama stríði, og standa ímóti tí somu andaligu ávirkan. Mong blíva troytt og geva upp í stríðnum og royna at goyma teirra trúgv fyri frið skyld. Men tað er vandamikið, tí tað er bert við at fara ímóti tí ónda, at vit áhaldandi hava stríðsanda. Við flýggjan blívur okkara treystleiki støðugt minni. Og spurningurin er, um Jesus tá vil kalla okkum trúgv líka til deyða. Vit mugu taka mót í hjarta, og eina avgerð um, at vit halda út og ikki verða afturhaldandi í arbeiðinum fyri Gud. Tí Stefan helt út, ja sjálvt tá steinarnir heglaði niður yvir hann, so bleiv hann ein sterkur vitnisburður um Jesus. Vit kunnu eisini verða ein vitnisburður. Men bert um Jesus er við okkum, og vit eru við honum. Hoyr tó, hvat hann sjálvur sigur: Um tú skammast nú við meg, tá skal eg á høga Himli heldur ikki kenna teg; men vilt tú við navn mítt kennast fyri monnum - ansa væl! - Fyri Gudi og hans einglum eg við navn títt kennast skal.

Hósdagur 16.08.2012

Eri eg góður nokk til roynslur

Undrist ikki á tann eldin, sum er komin millum tykkara til roynslu tykkara... (1 Pæt 4,12)

Um so er, at vit ikki blíva roynd, so eiga vit í angist at spyrja okkum sjálv, um vit taka so líti lut í Guds ríkis arbeiði, at Gud ikki heldur okkum verdig til at blíva roynd. Og skriva stendur: “At allir, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi, skulu verða atsøktir.” (2 Tim 3,12) Og Pætur skrivar: “Tit skulu heldur gleða tykkum í sama muni, sum tit hava lut í líðingum Krists.” (1 Pæt 4,13) Og vit kunnu lesa í v/4, at vit eiga ikki at undrast, tá vit blíva spotta , tá vit saman við øðrum ikki  leypa  “út í hitt sama skammloysis díkið.”

Vit vita av royndum, at tann, sum ikki vil verða við til heimsins gleim, hann fær at hoyra fyri tað. Happing kann verða so álvarsom, at hon ikki er til at halda út, og uttan iva eru tað mong, sum bukka undir fyri tí ágangi, sum happing førir við sær. Tað kann kosta dýrt, at hugsa annarleiðis enn fjøldin. Mong, sum liva teirra lív í kvirruni, kunnu kanska ikki merkja, at tað kann kosta nakað at vera ein kristin. Men øll tey, sum standa fast á Bíbliunnar sjónarmið, og vilja verða tað, tí tað tolir heimurin ikki. Og tey vilja eisini fáa mótgangin at føla.

Heimurin drap Jesus, tí ljósi frá honum var for bjart, og teirra egna samvitska fekk tað ringt. Hvat var so lættari enn, at drepa Jesus, heldur enn at broyta teirra lív? Tey valdu at drepa Jesus! Jesus segði, at eins og heimurin hevði veri ímóti honum, á sama hátt vil heimurin verða móti teimum, sum fylgja Jesusi eftir. Hugsa bert um hansara ápostlar! Tað krevur hugdirvi at vera við, har Jesu-navni lýsir og verður æra og elska, óansæð hvat tað kostar. Tess meira vit fylgja Jesusi, tess størri er háan og spottan. Men uttan kross, eingin krúna.

 

Mikudagur 15.08.2012

Biðið, og tykkum skal verða givið...tí at hvør tann, sum biður, hann fær. (Luk. 11, 9 - 10)

Jesus vísti lærisveinunum á, á hvønn hátt teir skuldu níta, fyri at vera áhaldandi í bønini, og vísti teimum tvey dømir frá dagligdegnum, sum teir vóru kendir við. Hann hevur mangan víst á, at vit skulu verða áhaldandi í bønini og ikki gevast. Frásøgan um tað kánaneisku - kvinnuna  hóast sýtan um bøn sína, so helt hon á inntil Jesus sá, hvussu stór hennara trúgv var. Tað lærir eisini okkum, at ikki eiga vit at gevast, men verða áhaldandi í bønum okkara.

Man Gud ikki á sama hátt royna okkum mangan? Um so var, at hann vildi givið okkum heilt út í tað óendaliga, uttan so var, at vit vístu trúgv og ágrýtni, so vildu vit skjótt blivið eins og forkela børn. Tí drálar Gud til tíðir, at geva okkum tað, vit biðja Hann um. Gud svarar ikki bert okkara bønum viðvíkjandi okkara  halgan og um framgongd í hansara ríkið. Eisini okkara persónligu trupulleikar í stórum og smáum hava vit loyvi til við frímóðið at bera fram fyri Hann í bøn.

Jesus sigur ikki bert, at vit mugu ella kunnu biðja, men at vit skulu biðja. Tí uttan bønarinnar  halgandi ávirkan, so hava vit ov líti av megi til, at standa ímóti Sátans álop. Jesus sjálvur bað nógv. Hansara lív var eins og ein keta av bønum líka til tann dagin Hann gav upp anda á Golgata krossi. Vilja vit verða Jesusar eftirfylgjara, so eiga vit at læra, at bera alt fram í áhaldandi bøn til Gud.

Týsdagur 14.08.2012

Á rætta vegnum

Men vit vónaðu... (Luk 24,21)

Tað vóru um leið 15 km. frá Jerusalem til Emmaus, men hetta vegastrekki bleiv tó  ógloymandi fyri tveir av Jesusar lærusveinum, sum á vegnum til Emmaus tosaðu um alt tað, ið var hent í Jerúsalem. Teir høvdu lurta eftir Jesusar orðum, og sæð allar hansara mongu gerningar, og tó søgdu teir: “Men vit vónaðu, at hann var tann, ið skuldi loysa út Ísrael.” Men vónin var brostin. Jesus var blivin tikin av prestunum, sum við hjálp frá Pilatus so at teir fingu Hann dømdan til deyða á krossi eins og ein røvara. Sjálvt vitnisburðurin frá kvinnunum, sum søgdu, at tær høvdu sæð tað tómu grøvina og einglarnar hjá henni, tað hevði bert lopi ótta á teir. So nú flýggjaðu teir burtur frá staðnum har morð var framt, so at næsta vónbroti ikki skuldi verða verri enn tað fyrsta.

Jesus, sum kennir alt og veit alt kom til teir tveir lærusveinarnar á vegnum í einum øðrum líki. Hann greiddi teimum frá allari Skriftini, og vísti teimum á, at Hann átti at lýða og doyggja og fara inn í dýrdina. Tá byrjaðu hjørtu teirra at brenna í teimum. Og teir vendu aftur til Jerúsalem, og funnu felagar teirra samlaðar, og søgdu við teir: “Sanniliga er Harrin upprisin”. v/34

Jesus byrjaði við Mósesi og øllum profetunum, og legði út fyri teimum, hvat stóð í Skriftini um hann.  “Tá opnaðust eygu teirra, og teir kendu hann.” v/31  Vit mugu eisini fara í Skriftina og hyggja eftir, hvat tað heilt frá Mósesi og til Jesus stígur fram sum Frelsarin, sum skuldi koma. Tá vil eisini okkara hjarta byrja at brenna í okkum, tá vit fara í Skriftina og lesa um Hann, við Heilaga Andans hjálp, tí tað førir við sær, at vit finna Jesus og kunnu siga eins og lærusveinarnir. “Sanniliga er Harrin upprisin.”

Leygardagur 11.08.2012

 

Stórleikin í mátti hansara

...hin ómetaligi stórleikin í mátti hansara er viðvíkjandi okkum, sum trúgva, samsvarandi kraftini í veldis megi hansara. (Ef 1,19)

Tey heilagu í Efesus høvdu fingið fyrijáttan um Heilagan Anda, sum var teimum eitt veðhald um arv teirra. Men tað var nakað, sum tey ikki høvdu. Paulus bað um, at Guds máttur mátti geva teimum vísdóm og opinberingar anda, og vísti teimum á, “hvør hin ómetaligi stórleikin í mátti hansara er viðvíkjandi okkum, sum trúgva, samsvarandi kraftini í veldis megi hansara, sum hann sýndi í Kristi, tá ið hann vakti hann upp frá deyðum og setti hann við høgru hond sína á himnagrundum.” (Ef 1,19 - 20)

Eru vit nøgd við tað, sum vit vit longu vit um Gud? Ella leita og sóknast vit eftir meira og ynskja, at tann kraft, sum reisti Jesus upp frá teimum deyðu, eisini er virkin í okkum, ikki fyri at gera okkum stór, men til gagns bæði fyri okkum sjálv og onnur, sum vit tá betur kunnu hjálpa.

Mong kenn á sær, at tey mugu vitna, men vita ikki á hvønn hátt. Tey eiga at vitna, at Gud hevur umsorgan fyri fólki sínum, og at hann vil, at øll skulu vita meira um hann og um kraft hansara. Vit eiga ikki at vera nøgd við tað, sum vit hava fingið, tí Guds gáva til okkara er so ovurhonds stór, rík og stórtøkin, at vit á ongum sinnið náa til endan á  gávum hansara. Hann vil útbúgva okkum, so at vit kunnu standa ímóti teimum mongu ørkymlandi røddum, ið ljóða til okkara alt lívið ígjøgnum. Sátan vil villleiða, ræna og herja, oyðileggja og drepa, bæði andaliga og likamliga. Tí mugu vit búgvast út, við øllum herklæðum Guds, so at vit kunnu standa ímóti, og standa á trúarinnar fasta klett, og á  Guds mongu ríku lyftir. Vit vita, at Gud á ongum sinnið vil svíkja okkum, og at eingin megnar at ríva okkum út úr hansara hondum.

 

Fríggjadagur 10.08.2012

Vegurin - Sannleikin - Lívið

Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. (Jóh 14,6)

Tá Jesus sigur: Eg eri vegurin! So er tað ein annar háttur at siga, at tað ikki er nøkur góð loysn at finna eina annan veg, tí hann finst ikki. Mong siga, at tey vilja gjarna tæna Gudi, men Jesus hava tey ikki brúk fyri. So er øll teirra leitan eftir Gudi til einkis, tí uttan vegin, so finna vit ikki vegin heim til Gud.

Tá Jesus sigur, at hann er sannleikin, so sigur hann okkum, at tað finst eingin annar sannleiki. Bert hann er sannleikin. Í Jesusi Kristi kom sannleikin til jarðar í mannalíki, og hann talaði sannleika fyri øllum. Tí blivu prestarnir, teir skriftkønu og mong onnur óð og vildu drepa hann. At enda bleiv lygnin teirra hjálpari, so tey við henni kundu krossfesta hann, sum var sjálvur sannleikin. Tí at alt, sum er satt, tað hevur sítt upphav í honum.

Og Jesus sigur um seg sjálvan, at hann er lívið. Hann kom ikki bert við einum parti av tí æviga lívinum, men var sjálvt lívið, og kundi geva ævigt lív til tey, sum tóku ímóti honum, sum tað, at hann var sonur Guds, sannur Gud frá ævina byrjan. Hvør kann siga, at hann er vegurin, sannleikin og lívið, um hann ikki er Gud? Vit koma nú til tað ræðuliga. Hann, sum kundi siga soleiðis, og var Gud, hann bleiv farin illa við í tey ár, hann gekk her í heiminum og talaði um Gud og ævinleikan, so til seinast at vera krossfestur. Sjálvt um hann gjøgnum sínar gerningar vísti á, hvør hann var, so trúði fólki ikki honum. Í dag skulu vit velja, um vit vilja trúgva og taka ímóti honum, sum er, vegurin, sannleikin og lívið. Sig tað aftur við meg, Jesus, sig: Eg eri friður tín! Sig tað, tá ið vreiðar bylgjur hótta veika bátin mín! Sig tað, meðan stormur leikar, tá ið harðnar lívsins stríð, at hin sami, sum í forðum, ert tú enn og alla tíð! (Lina Sandell)

 

Týsdagur 07.08.2012

Harri, Guð mín, eg troysti á teg! Hjálp mær frá hvørjum, ið vil mær ann, og bjarga mær, so hann ikki sum vargur skal slíta og skræða mína sál, og eingin er, ið bjargar. (Sl 7,2 - 3)

Dávid, sum hevði veri hirði, hann visti av royndum hvussu hjálparleys lombini eru, tá løvan jagstrar. Hann biðir Gud um, at verja seg, so hansara fíggindar ikki fáa loyvi til, at fara við honum á hendan hátt. Eitt slíkt “rovdjór” er baktala, sum verður send út av tí ónda fyri av ríva okkum sundur. Okkara góða navn verður álopi. Tað blíva brúktar nógvar kreftir fyri at forsvara okkum við, og mong eru tey, sum koyra troytt og fáa á ongum sinnið frímóð til at byrja av nýggjum, at arbeiða í Guds ríkis víngarði.

Hin óndi hevur mangar ætlanir um, at oyðileggja Guds fólk. Lygnir fara í skundi frá munni til munn, og eingin veit til síðst, hvar lygnin byrjaði og hvar hon endar, og at steðga henni er eins og at sláa í tóman heim. Mong blíva so bangin, at tey tora ikki at opna munnin, og tosa ímóti tí ónda.

Dávid eggjar okkum í hesum Sálma til, at ikki at vera bangin, men hava álit á Gud, og halda á í lívið okkara, at trúgva á hann. Tey gudleysu vilja halda á við, at loypa á teg, og trúgv tína á Gud. Men teirra brennandi pílar vilja falla niður á teirra egna høvvur, og teirra órættur vil raka tey sjálvi. Dávidsa skjøldur var Gud, sum frelsir tey við ærligum hjarta. Máttu eisini vit valt Gud sum okkara skjøldur, so at vit kunnu sigra við at halda okkum til hansara, so djevulin ikki kann ríva okkum sundur, tá vit minst varna tað. Kristus er hin góði Hirði, tí hann setti lívið til; kemur úlvurin, sum myrðir, hann sítt egna verja vil.

 

Sunnudagur 05.08.2012

 

...Æra faðir tín og móður tína... (Matt 15,4)

Hesi orð endurgevur Jesus frá tí 5. boðnum. Í 2. Mós. 21, 17, stendur, at tann, sum heldur líti um hetta boð, skal týna lívið. Paulus skrivar: “Æra faðir tín og móður tína, — hetta er hitt fyrsta boðið við fyrijáttan.”(Ef 6,2) Og Paulus skrivar víðari um tað sama: “Men um einhvør ikki hevur umsorgan fyri sínum egnu og serstakliga fyri húsfólki sínum, tá hevur hann avnoktað trúnna og er verri enn vantrúgvur.” (1 Tim 5,8) Gjøgnum tíðirnar hevur hendan áminning mist nógv  av  sínum boðskapi fyri mong. Men ikki fyri Gudi. Jesus segði, at fyrr skuldi himmal og jørð ganga undir, enn eitt flindur av lógini.

Tað5. boði er ikki ein byrða, sum er løgd á okkum, men ein gáva, fyri at einki menniskja skal verða uttan Gud og menniskjans kærleika og umsorgan. At tað í dag ikki er á hendan hátt , kann benda á, at vit hava eitt hart hjarta, og bert hugsa um okkum sjálvi og ikki um, at vit bróta Guds boð. Vit kunnu ikki lova Guds kærleika inn í sál og sinn okkara, um vit ikki geva kærleikan víðari til tey, sum treingja til hann. Tess meira vit geva av kærleika til onnur, tess meira fáa vit aftur. Við at vísa øðrum kærleika, so vísa eisini kærleika til Gud.
"Æraskalt tú faðir tín, æra skalt tú tína móður, so tær fylgir signing mín. Landi gevi eg tær tá, leingi tú har liva má, fólki títt tá skal eg kenna, meðan øld um øldir renna.”

 

Fríggjadagur 03.08.2012

Fráfall 

 

...í komandi tíðum skulu summir falla frá trúnni... (1 Tim 4,1)

Nøkur vilja falla frá trúnni, “og halda sær at villandi andum og lærdómum”. Vit eru fongd við sjálvsvirðis kenslum, sum heimsins børn eru fongd við, og trúgva, at vit kunnu alt, sjálvt tá talan er um: “at halda sær at villandi andum og lærdómum”. Men vit eru umringaðir av hesum Sátans sendiboðum, sum hava til uppgávu at villleiða menniskju og lumpa tey í felluna hjá harra teirra. Alt hetta kann eydnast teimum sum heild, vitnar tann stóra fjøldin um, sum í stoltleika trínur fram við teirra mótsigandi bíbil tulking.

Í anda heiminum er stríði um mannasálirnar av eini slíkari stødd, at vit ikki kunnu  fata tað. Frá fyrst til síðst greiðir Bíblian okkum um tær royndir djevulin hevur fyri at lumpa, tøla og villleiða, so enntá ta gudgivna skil er sett til síðis. Djevulin er ein mordari frá byrjan, og hansara framferð ber brá av morðið í tí følsku læruni. Og hann fær mong til at ivast ella til eitt andaligt myrkur, sum endar kanska við, at taka teirra egna lív. Og í dag, við okkara stóra tíðindaflutningi, er vandin eyka stórur, so hann har ígjøgnum útbreiðir sína følsku læru, og førir seg fram sum ljósins eingil ella sum ein úlv klæddur eins og ein seyður. Trúgv tí ikki einum og hvørjum boðskapi, men royn um tað er full út í samsvarað við Bíbliuna.

 

Hósdagur 02.08.2012

Áminning

Kortini haldi eg tað vera beint at vekja tykkum við áminning... (2 Pæt 1,13)

          Í tí fyrra ørindinum minnir Pætur okkum á teir ríku møguleikarnar, sum eitt hvørt Guds barn hevur fyri at kunna liva eitt støðugt ríkari lív. Og hann áminnir okkum at vaksa og búnast í trúgv okkara á Jesus, so vit kunnu blíva grundfest í sannleikanum. Pætur vildi brúka tíðina, meðan hann hevði hana, alt meðan hann minnist orðini, sum Jesus segði við hann við Genesaret sjógvin, at hann skuldi fáa ein bráðan deyða:  “Tá ið eg veit, at tjald mítt brátt skal verða niður tikið, soleiðis sum sjálvur vár harri Jesus Kristus hevur latið tað birtast fyri mær.” (2 Pæt 1,14) Tí ávarar hann tey um, at tá hann er farin heim og at hann ikki meira er at áminna tey um, at tey eiga at halda fast við sannleikan. Hann vísir á, at boðskapurin um okkara Harra Jesus Kristus kraft og at hansara afturkoma ikki er nakar heilaspuni, tí hann sjálvur hevði veri eygnavitni til Jesusar guddómleika. Hann áminnir tey eisini um, at geva gætur eftir tí profetiska orðinum. Guds orð er ikki komi upp í nøkrum mannahjarta ella hugsan, nei, men menn drivnir av Heilagum Anda boðaðu orði um tað, ið teir fingu frá Gudi.

          Vit, sum lesa Pætursa orð í dag, vit treingja eisini til at vakna við hansara áminning. Dølskni treingir spakuliga inn á okkum, so teir gomlu sannleikarnir, sum hava verði eins og vitar fyri okkum, teir lýsa ikki við somu styrki, eins og áður. Vit lesa kanska minni í Bíbliuni enn áður. Men tað, ið Pætur sigur er, at vit eiga áhaldandi at lesa í henni fyri at halda okkum vakin og verða á varðhaldi yvir fyri tí, ið Orði hevur at siga okkum, tí annars støðgar okkara vøkstur upp. Orði hevur alla tíðina nakað nýtt, at siga okkum, sum vit hava brúk fyri. Minn, minn meg á Getsemane, minn, minn meg á tí tronga veg, minn, minn meg á, tú elskar meg, leið meg til Golgata!

Mikudagur 01.08.2012

Tað rætta ferðalag

Men tað hendi, meðan teir vóru á ferð... (Luk 10,38)

Við at hyggja aftur á lív okkara, so síggja vit, at mong av okkara fetum vóru til einkis, tí vit gingu í blindum. Tað eru tveir vegir, sum vit kunnu ganga á, men eins fyri teir  báðar er, at vit taka tað fyrsta feti sjálv. Men tað kunnu verða støður, har vit ikki hildu at tað hevði nakran týdning, og sum ikki kom okkum til hugs, men, sum vísti seg seinri at tað barð móti glatan, og hava ein ævinleikans týdning fyri okkum. Um avgerðina, at tæna Gudi, og verða við í hansara fylgi var fyrsta feti ávegis til Paradís. Vit eru á ferð móti einum av hesum málunum. Vit eiga áhaldandi, at hyggja rundan um okkum, og vita um, vit eru á rættari leið.

Tað kann verða so skjótt, at vit fara av tí rætta vegnum, um so er, at vit ikki fylgja teimum ávísingum, sum Gud hevur givið okkum um vegin. Tí vegurin gjøgnum heimin er mangan kronglutur, av og á gjøgnum blómuteigar, og so inn har ókrút valdar, og so har, ið grýtut er.  Sólin kann skína so fagurt, og skýggj kunnu leggja ein svartan skugga, vegurin kann føra heim, og vegurin kann føra burtur, vegurin gjøgnum heimin er kronglutur, og kann verða vandamikil at ferðast á.

Vit eiga tí, at ansa eftir hvar vit seta fót okkara, og hava ein sum førir og leiðir okkum. Bíblian er okkara leiðari, og eru vit líðin móti tí ávísing vit fáa frá henni, so sigra vit móti teimum væl fjaldu freistingum vit møta. Vit eiga ikki at ganga sum best ber til ella eftir hissini ávísingum, men eftir tí vegi, sum Bíblian sigur, at har er gott gangandi, áðrenn vit taka fyrsta feti  á honum. Tú ferðamaður til halgan stað, miss ikki Jesus úr eygsjón! Ei villist tú í hans ferðalag, miss ikki Jesus úr eygsjón!

Fríggjadagur 27.07.2012

Álit á Gud

Teir líta á teg, ið kenna títt navn... (Sl 9,11)

Guds dýrabara navn stendur sum endaleys miskunn. Tey, sum hava álit á Gud, kunnu tí seta lít sína á hann og hvíla í, at tey hava ein almáttugan Gud, sum ikki gloymir tey, ið søkja hann. Eisini tá tær tíðirnar koma við tungum byrðum, so kunnu vit í áliti hvíla í Guds umsorgan, og ikki hoykna undir teimum tungu byrðum.

Gjøgnum øldir hevur Guds navn veri eitt skjól, har mong hava flýggja til í tungum tíðum. Dávids sálmar eru fullir av áliti til Guds umsorgan. Hann kundi gloyma fíggindar, byrðar og trupulleikar og lata seg fylla av gleði og hava gleði sína í Gudi og lovprísa navni hansara, og siga: “Harrin er teimum neyðstøddu skjól, skjól í neyðartíðum.” (Sl 9,10)

Fyri Dávid var lovprísan av Guds navni nakað sjálvsagt, og at tað var ein partur av hansara dagliga gerningi. Tað eigur at læra okkum ikki bert at hyggja uppá trupulleikarnar, sum plága okkum, men at hyggja uppá Gud, og at hann ikki svíkir nakran av okkum, ið kenna hann, og, sum kalla á navn hansara. Harvið kann Guds fólk verða sterkt, har onnur eru veik. Okkara djúpa hjartasuff í mótloysi broytist til áliti á Guds navn, sum vil lyfta okkum og verða okkara verja og tann sterka borg, har vit kunnu flýggja til við okkara trongdum. Lat okkum eins og Dávid fyllast av lovprísandi áliti. Í Jesus navni uttan líka full náði, troyst og sæla er, hans dýrd - ei einglar kenna slíkar, og Himmalin hans lov fram ber. Í tær Guds fylling øll jú býr - fullkomin hvør, sum á teg trýr.

Hósdagur 26.07.2012

Tí at av fylling hansara hava vit allir fingið, og tað náði oman á náði. (Jóh 1,16)

Ein og hvør hevur sambært síni trúgv tikið ímóti fylling Guds. Í okkum sjálvum eru vit ikki før fyri nøkrum, men í kraft av Guds fylling kunnu vit siga: “Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan.” (Fil 4,13) Og í Ef. 2, 6 lesa vit, at sjálvt um vit liva okkara lív her í heiminum, so umtalar Paulus okkum sum um vit vóru uppreist við Jesusi, har tað er givið okkum pláss í tí himmalska heiminum. Og: “Lovaður veri Guð og faðir várs Harra Jesu Krists, sum hevur vælsignað okkum við allari andligari signing á himnagrundum í Kristi. (Ef 1,3) Og hann skrivar víðari: “Tí at borgaraskapur okkara er á himnum, haðan sum vit eisini vænta sum frelsara Harran Jesus Krist.” (Fil 3,20) Og við trúnni hava vit fingið atgongd til Zions-fjøll, sum eru umgird  av tí himmalska Jerusalem, við einum høgtíðs dámi av einglum í túsunda tali.

Av fylling hansara hava vit øll fingið - ella hava vit? Tað er ikki Guds orsøk, um so er, at vit ikki hava tað. Alt, ið kann gerast frá hansara síðu er tilreiðar, men vit fáa ikki, tí vit ikki biðja um hansara fyllu, og tí vit kenn alt ov líti til hansara lyftir, sum hann hevur givið okkum í sínum orði.

Tey fyrstu kristnu blivu lærd , at gjøgnum Skriftina kundu tey ogna sær teir stóru andaligu sannleikarnar. Hugsa bert um hvussu nágreiniliga læran fór fram í samkomunum í Rom, Korint, Galatia Efefus og Tessalonika, o.f. Eisini vit kunnu læra á sama hátt eins og tey og taka ímóti fylling Guds. Vit eiga bert at taka ímóti Skriftini við gleði og í áliti, at Gud eisini í dag er við okkum, tá vit halda okkum til hansara Orð.

 

Týsdagur 17.07.2012

          Harranum lovið! Tí góður hann er, tí miskunn hans varir um ævir! So tala tey, ið Harrin loysti, ið hann út úr neyð hevur loyst. (Sl 107,1 – 2)

          Vit savna saman greinar, og annað, sum er brennandi, so koyra vit eitt sindur av einum hvørjum eldfimum á tað, ið brennast skal, og so festa vit eld í báli. Vit ganga mangan og halda, at vit kunnu hjálpa okkum sjálvum fram til eitt betri lív sum kristin. Men gloyma vit ikki nakað, tá vit hugsa á hendan hátt. Miskunn, ella fyrigeving er tað ikki tað vit mangla, tá vit halda at vit eru før fyri at hjálpa okkum sjálvum nærri Jesusi. Tá vit lesa tekstin umaftur, og hyggja nærri at honum, so síggja vit, at vit ikki eru til nakra nyttu, tá umræður frelsuna í Jesusi. Tað einasta vit gera er, at vit koyra meira á báli so tað brennir enn betur. Jesus fór á Golgata fyri okkara syndir, og har segði hann, tað er fullgjørt, ikki hálvgjørt. At liva í áliti um, at Jesus hevur gjørt alt tilreiðar fyri okkum kann ljóða sum um hann hevur gjørt alt, og tað hevur hann. Vit eru mong, sum kunnu vitna um, at Harrin leiddi okkum út úr tí træla húsi, sum vit vóru leinkjaði til. Vit eru so mong, sum kunnu siga eins og Dávid sigur í Sl. 40: “Hann seg boygdi til mín og hoyrdi mítt róp. Hann dró meg upp úr undirgangsins djúpi, úr tí botnleysa díki; hann setti mínar føtur á klettin og gjørdi føst míni fet. Ein nýggjan song hann legði í mín munn, ein lovsong fyri Guði várum; mangir tað sóu, fullir av ótta, og fingu álit til Harrans.” (Sl. 40, 2 – 4)  

          Tað lív, sum Harrin Jesus veitti okkum á Golgata við deyða sínum, og at hann reis upp Páskamorgum sum ein undirskrift kunnu vit siga um, at hetta havi eg gjørt fyri teg. Latum okkum tí liva í náðin, sum hann vann okkum og sum varir allar ævir. Eiga vit ikki, at lovsyngja honum, og prísa honum fyri alt, tí í okkum sjálvum eru vit ikki ment at bjarga, men í álitinum á hann, so letur alt seg gera. Tí hann hevur gjørt alt til reiðar fyri okkum. Og tá vit ganga ørindi fyri hann, so óttast ikki, tí vit ganga í liðugt gjørdum gerningum. Vit eru sendiboð í hansara stað. Latum okkum ikki gloyma tað!

 

Mánadagur 16.07.2012

Drekk av kelduni

Guðs løkur er fullur av vatni.  (Sl 65,10)

Nú turkur hevur veri í longri tíð, og hagi og bøur eins væl og djór og vit treingja til vatn. So er ikki nógv at ivast í, at mong eru, sum fáa hesa somu hugsan  eins og eg: “Guðs løkur er fullur av vatni.”  Eins og regn frískar tann turra bøin upp, á sama hátt Guds lívgevandi vatn streymar til okkum, so vit ikki nýtast at lýða andaligan tosta, ella drekka av dálkaðum vatnskeldur. Eins og okkara likam tørvar vatn fyri at liva, so skal okkara innara menniskja hava livandi vatn fyri ikki at forfarast. Ein sangur sigur tað so gott: “Far væl, tit rivnu brunnar á heimsins turra veg; eg keldu havi funnið, sum leska hevur meg, eg drekki har hvønn morgum, hvørt kvøld og ljósan dag.” Sælur er tann, sum finnur hesa keldu!

Ella vit kunn spyrja, er hjarta okkara vent móti kelduni, sum vit drekka av, og rennur ikki útav, so vit kunnu leska eina tystandi sál. Í einum sangi stendur: “Míttt hjartans ynski, Harri, tað er at tæna tær, eg biði teg, o, Harri, tú sjálvur meg tað lær; kom tú við tínum anda og tíni veldis makt, sum tú í tínum orði jú sjálvur hevur sagt.” Máttu veit veði tað ker til Guds æru, sum ber vatn frá Guds løki til tey tystandi.

Guds løkur, ið er fullur av livandi vatni, og er atkomuligur fyri ein og hvønn, ið tystir. Vit eiga bert at taka ímóti frelsuni við trúnna á Jesus. Og hvat er lívið uttan Jesus? Sum myrkasta myrkur, at líkna saman við tann bjartasta sólskinsdag. Kom tí til Guds løk og fá endurnýggjan, so tað kann streyma vælsignilsi út til tey mongu, sum treingja til at fáa teirra andaliga tosta sløktan. “Skal heimur verða vunnin, tað verður ei við makt, men bert við tínum anda, sum tú jú hevur sagt; á Golgata, o, Harri, tú gjørdi hetta verk, og eina bert í hesum vit kunnu standa sterk.

Sunnudagur 15.07.2012

Tvørlynt hjarta

Komið og latum okkum... (1 Mós 11,3)

Syndaflóðin var løgd afturum, men syndin var ikki vek. Menniskjuni vóru ikki líðin móti Guds orði um, at fylla jørðina, men tóku sær ta valg, at blíva á einum stað, men í treiskni bygdu tey sær eitt sterkt og stórt torn, hvørs tindar skuldu kneysa beint upp móti himmalinum, og sum seinri fekk navni Bábeltorni, ruðuleika torni. Hetta torn var eitt ólýdniðs tekin og eitt fylkingartekin, sum skuldi gera tey navnfram. Og har vildu tey so tilbiðja tær himmalsku maktir, sum tey valdu sær til gudar. Harrin mátti grípa inn, tí ta, hesi menniskju vóru í fer við at gera, var ónt. Hann spjaddi tey tí við, at tey ikki meira tosaðu sama mál. Men hvar tey enn so settust niður, so byrjaðu tey við ta sama, at gera sær sínar egnu gudar, og áhaldandi í treiskni at standa ímóti Gudi.

Hetta tvørlynta og treiska var ikki bert í fortíðini. Í dag tysja fram nógv ymiskt, sum vit kunnu kalla avgudar við nógvari ferð. Avgudar, sum gjøgnum tíðirnar hava  verði brúktir sum tilbiðingar í eystanlondunum, hava nú eisini fingið fótafesti í mongum vestanlondum, har bæði ung og eldri tíverri taka sær sum religión. Vit standa yvir fyri einum valgið, antin at tilbiðja hesa óreinu religión, ið hevur sín uppruna í myrkursins maktum, ella vit siga eins og Josva segði: “Eg og hús mítt, vit vilja tæna Harranum!”

 

 

Leygardagur 14.07.2012

 

»Hví standa tit her allan dagin fyri einki?« (Matt 20,6)

Í líknilsinum hava vit eina mynd av víngarðs harranum, sum fleiri ferðir um dagin tók nýtt fólk í arbeiði. "Og um hálvgavestur fór hann út og hitti nakrar aðrar, sum stóðu har fyri einki, og hann sigur við teir: »Hví standa tit her allan dagin fyri einki?«” Vit mugu síggja líknilsi sum eina mynd av Guds víngarði, har ta er arbeiði fyri øll. Eingin eigur at ganga fyri einki. Men millum kristin er ta ikki tann lítli flokkur, sum stendur stillur. Men tann lítli flokkur, sum arbeiðir, meðan tann stóri gongur fyri einki. Vit kunnu ikki umbera okkum við at siga, at eingin hevur sett okkum í arbeiði, tí Gud hevur kalla okkum, og ta er arbeiði til okkum øll. Um vit longu nú kunna hoyrt hvat eigarmaðurin av víngarðinum hevði at siga um ta, at so mong gingu fyri einki, so vildu vit óivað hoyrt hann siga, at mangar plantur eru køvdar av ókrúti og vínviðargreinarnar er ikki skornar, og bera tí ikki ávøkst, grunda á, at vit svíkja.

Hvønn týdning hevur ta so í roynd og veru? Tað tørvar innbjóðarar til ta, ið fer fram í samkomunum. Ta tørva nøkur til at taka sær av gomlum og menniskjum, sum búgva aleina, so tey ikki kenna seg gloymd. Og ta tørva nøkur til at leiða ung og børn til Jesus. Ta er ikki gjørligt at nevna øll tey mongu arbeið, ið bíðað eftir at vera gjørd. Spurningurin er, um vit í trúgv taka hesi arbeiði á okkum, og útinna tann gerning, sum Gud hevur lagt á okkum fyri at menna Guds ríkið. Vit eiga at gera gerningar hansara, sum sendi meg, meðan dagur er; nátt kemur, tá ið eingin kann arbeiða.” (Jóh 9,4)

 

 

Fríggjadagur 13.07.2012

Ákallan og bøn

Tí at hvør tann, sum ákallar navn Harrans, skal verða frelstur. (Róm. 10, 13)

Í hesum orðum hava vit ein einfalda og greiða leiðbeining um, á hvønn hátt vit kunnu fáa lut í frelsuni. Eitt menniskja kann vera heil sannførd um, at frelsan er neyðug, men kann ikki síggja og fata, hvat so eigur at vera gjørt.

Frelsan er bert bygd á Guds náði. Fyrigevingina og rættvísgerðina byggir bert á Kristi sáttargerð. Og skal Kristi offur blíva ein veruleiki fyri teg, so mást tú ogna tær ta við trúnni, ta vil so siga, at tú mást taka ímóti Jesusi í lívi tínum.

Í teimum innleiðandi orðunum lesa vit, at hetta er á tann hátt, at vit ákalla navn Harrans. Harrans navn er Jesus Kristus. Stutt undan, at Jesus var føddur, tá fekk Jósef hesi boð frá Gudi: Jesus skalt tú kalla navn hansara, tí at hann skal frelsa fólk sítt frá syndum teirra.” (Matt. 1, 21) Navni Jesus hevur tí ta merking “frelsa!” Tí er ta hann, sum tú skalt ákalla.

Hvat vit ta so siga, at “ákalla” ?. Ta vil siga, at tá mást venda tær til Jesus í bøn, tú mást tosa við Jesus um tína frelsu. Bønin nýtist ikki at vera long ella væl orða. Ta er ikki tað, ið telur. Jesus hyggur eftir, um tú meinar nakað við ta, ið tú ber fram í bønini, og um tú biður í trúgv. Ta eru nøkur menniskjur, ið eru religiøs og sóknast, og ynskja at vera ta, men sum ikki koma víðari, tí tey veruliga ikki ynskja at finna. Ta standa tvey álvarsom ørindi hjá Jeramia: “Spyrja tit eftir mær, skulu tit finna meg; og leita tit eftir mær av heilum huga, skal eg lata tykkum finna meg, sigur Harrin.” (Jer. 29, 13 – 14) Harrin hevur givið tær sítt lyfti, at hann vil lata seg finna, men ta er ein treyt, at tú vilt søkja hann av øllum hjarta tínum.

Um so er, at tú ynskir at ákalla Harrans navn av heilum huga, og at tú gjarna vilt finna hann, og at geva honum heilt títt hjarta, so vil ta eisini eydnast tær. Hann hevur jú lova, at hann vil lata seg finna.

Mikudagur 11.07.2012

 

Jesus kjósar sær Levi til lærusvein

Og eftir hetta fór hann út aftur, og hann sá tá ein tollara, nevndan Levi, sitandi við tollbúðina, og hann segði við hann: »Fylg mær!« Og hann fór frá øllum, stóð upp og fylgdi honum. (Luk 5,27 - 28)

Jesus ynskti, at teir skuldu reisast og fylgja honum. Hann møtti teimun einsæris. Ein dag var tað Levi. Maðurin frá Nazaret hugdi við kærleika uppá hann og segði róliga: »Fylg mær!« Bert tvey orð, men hygg eftir hvørja ávirkan tey høvdu! Beinavegin reistist Levi upp, og fór frá øllum og fylgdi honum.

Á tann mynduleiki, og tað ræði, ið var í Jesu orðum! Uttan at koma við spurningum um treytir og uttan samráðingar, so yvirgav Levi seg og vígdi sítt lív til at fylgja og í tænastu fyri Frelsaran. So fór Jesus heim til hús við Levi. Familian skuldi verða tey fyrstu, sum fingu lut í tí gleðiligu nýggheit.

Men tað komu eisini nógvir arbeiðsfelagar fyri at síggja, hvat í tað var, ið Levi hevði uppliva. Tað stendur at lesa: “Og tað bar so til, tá ið hann sat til borðs heima við hús, sí, tá komu mangir tollarar og syndarar og settust til borðs saman við Jesusi og lærusveinum hansara.” (Matt 9,10) Tey ótu saman, og hildu veitslu saman. Tann stóra gleðin skuldi sermerkjast og dagurin skuldi verða minneligur.

Seinri mátti Levi ganga gjøgnum sorg og gleði, ósigur og sigur, men alla tíðina í fylgi við Jesusi. Jesus slepti honum ikki uppá fjall. Hann var við Levi alla tíðina, eins og hann hevði lova. “Eg eri við tykkum allar dagar!”

Eisini í dag møtir Jesus menniskjum við sínum kalli. Eins og tá, so kallar hann ein og ein. Averðin um at fylgja Jesusi má takas av hvørjum einstaka. Tað kann ikki gerðast samla. At siga nei til kalli er at vera ólýðin móti honnum, sum kallar.

Eydnusamur er hann, sum vil váða at leggja lív sítt og sína frammtíð í Jesu hendur.

 

Leygardagur 07.07.2012

Ov seint

Og Harrin læt aftur eftir honum. (1 Mós. 7, 16)

Hesi orð eru søgd í sorgblídni. Fyri u.l. 1656 ár eftir at Ádam var myndaður vóru ta fyri mong menniskju, at bleiv ov seint, tí tey vrakaðu Guds ávaring, sum gjøgnum 120 ár hevði ljóða í oyrum teirra. Tey sóu trúarmannin Nóa byggja eitt risa skip uppi á landi, ja, so langt frá øllum vatni. Og tey sóu hann samla øll djórini tvey og tvey av hvørjum slag. Og at enda lasti Nóa dyrnar innan. Og Gud lasti dyrnar uttan, so at vatnflóðin og teir hørðu streymar, sum máttu koma ikki vóru førir fyri at fáa dyrnar upp. Tey mongu menniskju, sum uttanfyri stóðu, og sum høvdu háða Nóa, og ikki høvdu hirt um ávaringar hansara, ja, tey fórust í flóðini miklu. Hvat mundu hesi menniskju hugsa tá tey klatraðu longur og longur upp eftir fjallasíðuni, meðan vatni fylgdi teimum í hølunum fyri síðan at fløða heilt upp um fjallatindarnar? Fyri hesi mongu menniskjuni var ta ov seint!

Ta ljóðar á sama hátt ein ávaring til okkara í dag. Men tey flestu bera seg eins og menniskjuni á Nóasa døgum og eru bert áskoðarar, meðan onnur gera seg tilreiðar. Sjálv gera tey einki. Á tann sorgarleikur, at misbrúka lívið, so ta blívur og seint, at taka ímóti Guds frelsu. Dyrnar hjá Gudi standa enn á víðan vegg. Tá lívið her er at enda komi, so er náðitíðin ta eisini. Antin er lívsins mál náa, ella er ta ov seint, at taka ímóti Guds tilboð um frelsu.

Ein er vegurin smalur, ein breiður;
nú, mín vinur, hvør vegur er tín?
Einans annar til Himmalin leiðir;
valið sett er til tín og til mín.
Enn í dag stendur alt til at bøta;
hoyr tí frelsunnar orðini greið!
Nú, júst nú er ein lagalig løta,
men í morgin – tað vita vit ei.

 

Týsdagur 03.07.2012

Altíð Harran eg havi fyri eygum mær... (Sl 16,8)

“Við tað at vit líta til upphavsmann og fullkomnara trúarinnar, Jesus, hann sum fyri ta gleði, sum honum var fyri sett, bar kross við toli, og virdi einki um skemd, og er setstur høgrumegin hásæti Guðs.” (Hebr 12,2) Lat okkara eygu vera vend móti Jesusi, sum okkara trúgv er knýtt at, frá byrjan til endan.

Tað er ein innilig áheitan, at hava okkara eygu vend móti Harranum. Tí har frá sprettir trúgv okkara frá. Og tað er Gud, ið gerð, at vit varðveita hana so hon ikki syndrast og blívur til einkis. “Uttan trúgv er ta ógjørligt at toknast Gudi.” lærir Bíblian okkum. Og uttan trúgv kunnu vit á ongan hátt taka ímóti Guds fyrigeving, ella taka ímóti, at Guds sonur bleiv krossfestur, sum bót fyri syndir okkara. Og at vit eru stigin yvirum frá andaligum deyða til andaligt lív, sum á ongan hátt kann skilja okkum frá Gudi.

Skulu vit veruliga síggja hann aleina, so mugu vit ikki lata nakran villleiða okkum, ella gera okkum mótleys ella gera okkum hugmóðig, men bert vóna á Hann, tí tað er bert Jesus, sum lyftir upp mítt høvur. Ta má verða okkara mál fyri dagin, ja fyri alt lívið. Hygg burtur frá øllum tí, ið kann draga teg burtur frá Jesusi. Hygg uppá Jesus og liv, hann sum byrjaði okkara trúgv og fullger okkara trúgv. O, ta lukku, tann frið,  ja, ófatandi sum eg fái, tá Jesus er við.

 

 

Fríggjadagur 29.06.2012

Sannleikans andi...skal...vegleiða tykkum til allan sannleikan... (Jóh 16,13)

Andans gerningur er fyrst og fremst, “at...sannføra heimin um synd...” (Jóh 16,8) Og ta menniskja, sannleikans Andi  fær loyvi til at vegleiða, fær eina rætta mynd av sær sjálvum. Tey, sum ikki vilja verða leidd av sannleikans Anda geva sær sjálvum æruna, og blíva kensluliga rørd av egnum mátti. Men hin vegin, tann, sum veru aldur upp av sannleikans Anda veit, at øll æra og tøkk hoyrir Gudi til, sum hevur vælsigna okkum. Heimsins børn kunnu hava góð ráð og kunnu gerast kend, men tó hava eitt tómt lív uttan Guds vælsignilsi og uttan Guds frið í hjørtum teirra. Meðan tann, ið tænir Gudi og takkar fyri hansara vælsignilsi, harvið fáa Guds vælsignilsi inn í lív sítt.

Tey, ið liva uttan Gud, útfylla tómleikan í lívið teirra við tí, ið er forgeingiligt. Men tað kemur ein dagur, har alt hetta er uttan týdning. Tann, sum hevur óttast Gud, hevur haft nakað at liva fyri, hvørs dygd blívur størri sum árini ganga. Tað hevur veri meining við lívinum, og tá lívið fjarðar út, so skulu hesi virði ikki leggjast eftir, men eru ein ævigur skattur, sum blívur enn størri og múgvandi í tí ævigu samveru við Gud.

Hvørja stund hava vit brúk fyri sannleikans Anda, Heilagum Anda, at vit mugu blíva leidd til sannleikan.

Leygardagur 23.06.2012

Eg veit um gerningar tínar, at tú eitist at liva, men ert deyður. (Opb 3,1)

 

Tú eitist at liva, men ert deyður! Hetta eru sorgtung orð. Men tað er tó vón, Jesus sigur: ”Vakna og styrk alt hitt, sum er við at doyggja… Minst tí til, hvussu tú tókst ímót og hoyrdi, og varðveit tað og vend um!” (Opb 3, 3)

 

So illa stóð til hjá meinigheitini í Sardes. Tó vóru tað nøkur fá, sum vóru óspilt av syndini, og um tey sigur Jesus: “Og teir skulu ganga við mær í hvítum klæðum, tí at teir eru tess verdir... og eg skal ikki strika navn hansara út úr lívsins bók, og eg skal kennast við navn hansara fyri faðir mínum og fyri einglum hansara.” (Opb 3, 4-5)

 

Tað vóru nøkur í Sardes, ið skjálv trúðu, at tey enn vóru livandi í trúnni, sum tey einaferð tóku ímóti og ikki varnaðust hvussu tey vóru gliðin frá Gudi. Tað sama kann vera okkum fyri. Tað kann henda uttan at vit merkja broytingina í okkara samfelagi við Gud, so tann andaligi deyðin er vendur aftur meðan vit bert liva víðari í tíð vanabundna, og biðja tær vanabundnu bønir. Men Jesus sigur: ”Eg veit um gerningar tínar... tí at eg havi ikki funnið gerningar tínar fullførdar fyri ásjón Guðs míns.” (Opb 3, 2)

 

”Vakna! Vend um!” Vit eiga at spyrja okkum sjálv: Eri eg vakin? Haldi eg fast við Guds orð, ella eri eg ávegis til líkasælu, ið hvat Guds orð hevur at siga? Vit eiga altíð at hava fyri eyga, at okkara kærleiki til Guds kólnar, so vit í líkasælu sova inn í ein andaligan deyða. Tá mugu vit venda um, og stríðast fyri, at vit ikki gevast í okkara heilaggering.

 

Tað lið er trongt, tann gøtan smøl man vera,

sum ber til lívs, so hevur sannur mælt.

Ei kunnu vit ta gøtu breiða gera,

um enn vit royna megn og vitið alt.

Bert einans leið til lívið ber,

og trongt er liðið, smøl tann gøtan er.

SLB. 473,1

Týsdagur 19.06.2012

 

»Her er ein smádrongur, sum hevur fimm byggbreyð og tveir fiskar; men hvat munar tað hjá so mongum?« (Jóh 6,9)

 

Í Jesu fylgi vóru ta meira enn fimm túsund menniskju, og ta var eingin møguleiki fyri, at fáa mat til tey øll. Tá spurdi Jesus Filip á hvønn hátt hann vildi fáa mat til tey øll. Jóhannes skrivar, at hetta gjørdi Jesus fyri at royna hann, tí sjálvur visti hann, hvat hann ætlaði at gera.

 

Tá vit hava ein trupulleika, sum er óyvirlítandi, so kundi hugsast, at Jesus eisini til tíðir drálar við at vísa okkum á loysnir fyri at royna okkum. Og ta kundi hugsast, at vit mangan skunda okkum at gera nakað, sum forbronglaði ta heila. Men lívsins trupulleikar eru ikki eitt spæl. Loysa vit teir á skeivan hátt, so kunnu fylgjurnar tyngja okkum í langar tíðir framyvir. Eiga vit ikki av teirri grund, at vera bangin fyri at byrja uppá nakað? Nei, men vit eiga í hvørjum føri sær, at leggja trupulleikarnar fram fyri Gud og biðja hann um, at loysa teir ella geva okkum tær røttu hugsanirnar, so vit kunnu loysa teir á rættan hátt.

 

Jesus sá ein møguleika í drongsins fimm breyðum og tveimum fiskum, alt meðan Filip roknaði út, hvussu mangir denarir skuldu til, um so var, at skuldu hann keypa breyð fyri at metta øll menniskjuni. Á sama hátt í dag vildi Jesus sæð okkara trupuleikar á ein heilt annan hátt, enn vit síggja hann. Skulu vit fylgja Jesusi, so mugu vit neyðturviliga hava trúgv. Eingin annar kundi sæð ein møguleika í fimm breyðum og tveimum fiskum. Og so var ta harumframt so nógv, at hópurin kundi eta seg mettan, og so var ta harafturat uppá 12 fyltar tægur til avlops.

 

Mánadagur 18.06.2012

Men fólk mítt ei hoyrdi mína reyst...Tá læt eg teir fara í tvørlyndi teirra, læt teir ganga eftir teirra egnu ráðum. (Sl 81, 12 - 13)

 

Her síggja vit, hvat er tann ytsta avleiðingin av, tá eitt menniskja áhaldandi avvísir Gud og gerð Heilaga Andanum sorg.

Gud hevur jú gjørt alt av ævigum, óskiljandi kærleika. Hann hevur sent okkum sín einborna son, sum við øllum lívi sínum og deyða sínum tænti okkum, sum vit áttu at tænt honum. Hann hevur uppfylt lógina fyri okkum og tikið straffina fyri allar okkara misgerðir. Hann hevur gjørt semju við Gud fyri okkum og givið okkum barnarættindi hjá honum. Harnæst hevur Gud givið okkum orði og Heilagan Anda, sum áhaldandi bjóðar okkum samlag við Gud.

Men avvísa vit alt hetta, so bæði Guds náði og Guds ávaringar eru týdningarleys fyri okkum, tá má Gud lata okkum fylgja okkara egnu ætlan – yvirgeva okkum til okkara hjartans treiskni.

 

Hetta er ein óhugnalig støða at koma í! Tá Gud á hendan hátt yvirgevur eitt menniskja til sín sjálvs, so blívur tað forherðað. Tá kann menniskja halda fram í syndini, og Guds orð er honum so innarliga líkamikið. Hvørki lógarinnar harða avdúking ella náðinnar vælsignaðu lyftir hava ikki nakað árin, tí man hevur í andaligum høpi mist kenslurnar – man er líkaglaður, kaldur og uttanfyri Guds orðs ávirkan. Tann týdning hevur ta eisini, at man hevur mist evnini til tær kenslur um angur yvir fortíðar syndir, ella til at bera ótta fyri syndirnar í framtíðini.

Lat okkum bert brúka eina dagliga mynd, so vit kunnu fata hetta. Eitt deytt likam merkir púrt einki, heldur ikki um eitt gløðandi stykki av koli, ið verður á tað. Ella hugsa um eina hellu. Óansæð hvussu regni dýnur niður, so treingir ikki ein tann einasti dropi inn í hana. Á sama hátt er tað við tí, sum er forherðaður.

Hann kann fara til gudstænastu, verða saman um orðsins boðan, dóp og altargongd, jarðarferðir, men tað rakar ikki hann! Tú kanst greiða honum frá himmalsins dýrd, men hann gleðist ikki, tú kanst siga honum frá teimum helvitis pínslum, sum eru í væntu, men tú fært hann ikki at óttast. Óansæð um ta eru vinir ella teir, ið boða orði, ið ávara hann og vísa honum á hin krossfesta, so er hann óvikandi, tí hann er so herdur. Ein óhugnalig støða at koma í!

 

Um so er, at tú áhaldandi ert bangin fyri tær sjálvum og ævinleikanum, og um tú áhaldandi ávirkast av Guds orði, so tú leitar inn undir hansara náði og ynskir at vera hansara barn, tá skal tú vita, at tú ikki ert forherðaður! Djevulin vil minna teg á, at Gud er farin frá tær grunda á tínar syndir, men ta er ikki satt, lat teg ikki villa. Syndin plágar á sama hátt øll kristin eins og ein sjúka, og gerningur Heilaga Andans er at røkta sjúkar syndarar! Kristi ríki er eitt ríki av syndarum!

 

Harri, og Gud okkara, tak ikki tín Heilagan Anda frá okkum!   Sannleikans andi, lat sannleikans ljós títt oss skína, send oss í myrkrinum himmalsku ljósstrálu tína; sannleikans sól fram til Guds hátignarstól lati tú leið okkum sýna.

 

Sunnudagur 17.06.2012

Næstan ein kristin

 

Mong av okkum hava roynt, at koma ov seint til strandfaraskipið ella bygda bussin, líka við, men ikki. Tað dugir ikki við næstan, antin náa vit tað ella náa vit tað ikki.

Tað er mangt og hvat vit ynskja at náa her í lívinum, men, sum vit bert næstan náa. Ein av teimum, sum vit eru heilt vís í at náa, um vit vilja tað ella ikki, tað er deyðin. Og áðrenn tað kann ein vera komin so langt, at hann ella hon er næstan ein kristin. Men her ræður tað eisini um, at antin náa vit at blíva ein kristin, ella ikki. Tað syrgiliga er at verða nær við, og so ikki náa tað. Tí eiga vit at hugsa um okkara frelsu á ungdómsdøgum okkara, har vit hava lættari við, at skifta kós. Tað kann verða tungt, ja, næstan ómøguligt sum eldri. Sátan veit tað og tí roynir hann at billa okkum inn, at tað er lættari at taka støðu til umvendingina seinri. Fyrst mást tú fáa sum mest burturúr lívinum, tú mást njóta alt tað heimurin hevur at bjóða, og so kanst tú taka støðu tá tú gert eldri. Sum ung lærir og uppfatar ein nógv betur, hvat Bíblian sigur, enn tá vit sum eldri skulu byrja at fata alt tað ríka innihald, sum hon hevur at bjóða okkum.

 

Á, ja, hvør ein lygnari, sátan er, frá einum enda í annan. Eg veit av egnum royndum, at koma fram til, at taka støðu til frelsuna, sum Jesus hevur at bjóða okkum, og sum  eldri er ikki lætt at taka støðu. Tað koma allar heimsins umberingar um, hví og ikki. Men eri glaður í dag, at Harrin kallaði meg, sjálvt um eg vart 48 ár, so havi eg haft eitt ríkt og trygt lív síðan. Men sátan kann enn líða mær í oyra tú vart ov gamal og mín framtíð er kanska ótrygg, so minni eg hann á, at hansara framtíð er fyri langari tíð síðan avgjørd, hann er dømdur, so hann hevur onga framtíð.

 

Eitt næstan er ikki nokk, tá tað umræður at koma til trúgv á Jesus. Vit vita ikki, á hvørji stund deyðin bankar uppá. Nærum ei bøtir teg, nærum bert svíkur teg - nærum ei frelsir teg - ov seint, ov seint.

 

 

Fríggjadagur 15.06.2012

Títt er ríkið valdi og heiðurin

 

Tann treytaleysi máttur er bert Guds: “Eina ferð med alla Guð hevur talað..., at mátturin er Guðs. (Sl 62,12) “...og  Guð vár tó er á himni og ger alt tað, ið hann lystir!” (Sl 115,3) Heidningarnir óttast avgudarnar og vita ikki, hvat ónt teir gera. Men Harrin er alvitandi, fullur av kærleika, náði og rættvísi.”Hjá Harranum eina,...er rættferð og vald.” (Jes 45,24)

 

Guds almakt er sjónlig í hansara skaparaverki, í menniskjanum, krúnan á verkinum, og í, at hann hevur hildið skil á øllum í so langa tíð, ið ætlan hansara varar. Øll heimsins ríkir standast ella falla eftir hansara vilja, hann hevur tey øll í síni almátts hond.

 

Harrin er ikki ein Gud, ið er langt vek, sum vit ikki kunnu koma í samband við, men er mitt ímillum sítt fólk og í okkara hjørtum, og sum trívur inn í alt, sum kemur hansara børnum við. Øll søgan hjá mannaættini er løgd føst við hansara vilja og megi. Hetta kann kanska vera ringt at fata, tí hvar vit enn síggja hann, so tikist alt at vera ein ruðuleiki, og antikrist andi tikist alt meira sjónligur fyri hvønn ein dag. Men vit eiga ikki at vera mótfallin: “Eg eri Alfa  og Omega, sigur Harrin Guð, hann, sum er, og sum var, og sum kemur, hin alvaldi.” (Opb 1,8)

 

Alt tað, ið heimurin kallar makt, hevur bert veri til láns. Ein dag kallar Gud hesa makt aftur og fellir dóm yvir sínar fíggindar. “Tá er bert Harrin Gud stórur og mætur. Nú er komin frelsan og mátturin og ríki Guðs várs og veldi hins salvaða hansara...” (Opb 12,10) Vit kunnu trygt leggja lív okkara og alt vit eiga í í hansara almátts hond, tí einki kann ríva okkum úr hansara tryggu hond. Lat nú ríki títt við frið, fara yvir land og bylgju, veita vilstum sálum grið, kalla tær upp í títt fylgi, har at finna hvíldarhavn, boyggja knø í Jesu navn.

 

Mánadagur 11.06.2012

Tann lítla sprunga

Ein lítil synd skal verða eins og sprunga, sum í háreistum borgargarði víðkast og veksur (Jes 30,13)

“Av tí...at troysta á krókut og kronglut og styðja tykkum við tí, tessvegna skal henda misgerð verða tykkum eins og sprunga, sum í háreistum borgargarði víðkast og veksur, til hann brádliga, alt í einum, raplar; hann smildrast eins og brotið leirker, ið eirindaleyst verður sorlað, so at av molunum fæst ikki leirbrot so frægt, at eldur kann takast av grúgvuni ella vatn verða oyst úr kelduni við tí.” (Jes 30,12 -14)

Tað kunnu koma sprungur í viðurskiftini við Gud, um so er, at vit ikki ansa eftir teimum smáu ávaringunum, sum bæði okkara samvitska og Heilagi Andi minnir okkum á. Líka so skjótt okkara sálarfíggindi sær ta minstu sprungu, so setur hann ein kíla inn, so ta verður til eina stóra rivu, sum kanska er ómøgulig at bøta uppá. Vit vita óivað, at tann lítla sprungan er har, men hugsa ikki um, at hon kann verða vandamikil, og fyri ikki at vera mint um hana, so leggja vit eina bót á, so hon ikki minnir okkum á, at hon er har og kann órógva okkum. Men sprungan er har støðugt og blívur kanska orsøk til, at okkara viðurskiftir við Gud ein dag rapla og blíva knúst, so at vit ikki kunnu heinta gløður av Harrans altari. Meðan tíð er, so eiga vit at biðja: “Kanna meg, Guð, og kenn mítt hjarta, rannsaka meg og kenn mína hugsan! Vita, um eg gangi á glatunarvegi og leið meg hin æviga vegin!” (Sl 139,23 - 24) Vit eiga á ongum sinnið at biðja um, at vera fría frá Guds roynslum og uppvenjing, ið til tíðir kann lekja ta lítlu sprunguna  í okkara viðurskiftum við Gud. Harri, ger meg stillan, lat meg vera nýteligan tænara hjá tær; tú meg sjálvan máttleysan mást gera, tá nóg mikið náðin er hjá mær.

 

Fríggjadagur 08.06.2012

Gud arbeiðir áhaldandi fyri at gera okkum nýtilig í hansara tænastu 

 

...man Guð tín, sum tú áhaldandi dýrkar, hava verið mentur at frelsa teg frá ljóðunum? (Dán. 6, 21)

 

Eina náttina, har svøvnurin ikki vildi tað eg hevði hug til, tað at sova, so lá eg og hugsaði um, hvussu nógv arbeiði Gud hevur við okkum áður enn vit eru nýtilig til at vera hansara útrætta hond og boðberi. Hansara endamál er, at gera okkum sterk og blíva hóskandi tilbúgvin til at fara inn í ta andaliga kríggið. Ikki bert fyri at vit skulu sigrað, men eisini tí hann hevur brúk fyri sterkum hermonnum, sum hann kann seta inn, har ta er fyri neyðini. Vit skulu brynjast til, so vit fáa møguleikan, at seta okkum inn í trupulleikarnar hjá øðrum, so vit kunnu syrgja fyri teimum, ið hava tað tungt. Men eisini gleðast saman við teimum, ið hava ta gott. Og eisini, at gera seg tilreiðar, at greina har ímillum.

 

Gud vil, at vit skulu læra at hugsa greitt, so vit á rætta hátt kunnu hugsa um, og bera fram kunnleikan út frá Guds orði. Harvið kunnu vit standa fastir á Bíbliunnar læru og ikki lata okkum tøla av einari ella aðrari hissini læru. Vit skulu á ta aðru síðuna hava rúmd fyri heilagari vreiði og hava andstygd yvir fyri syndini í heiminum. Men vit eiga eisini at vita, at vit eiga at tálma okkara vreiði og vera fylt av góðvild og miskunnsemi, so vit kunnu stýra tí vandamáli, tað, at kunna fyrigeva, ikki bert útvortis, men av øllum okkara hugi. Vit eiga at hava tað rætta orði til tey, sum tróta vissuna um Guds fyrigeving, og leiða tey til trúnna á Gud.

 

Á sama hátt eiga vit at vegleiða tey, sum í líkasælu misrøkja bíbliu lesnaðin og bønina, og av teirri grund onga kraft hava at standa ímóti við, tá freistingarnar herja á. Gud arbeiðir við øllum, ið hoyra honum til. Fyri nøkur tekur upplæringin langa tíð, og Gud má byrja forfrá. Onnur eru meira nærløgd og tekur styttri tíð. Men øll mugu vit søkja eftir meira kunnleika til tann gerning, sum Gud hevur til okkum í sínum víngarði.

 

 

Mikudagur 06.06.2012

Lívsins bók Lambsins

 

...eina teir, sum skrivaðir eru í lívsins bók lambsins. (Opb 21,27)

 

Vit hava yvirhøvur umsorgan fyri, at okkara trygging, pass og konto kort og annars alt tað vit hava fyri neyðini av neyðugum pappírum, eru í ordan. Um so er, at vit ikki vísa sama áhuga fyri lívi okkara saman við Gudi, so kunnu vit við andaligum leti blíva sletta út úr Lívsins bók. Eingin ella heilt fá vilja viðganga teirra líkasælu, og tað er heldur ikki nakað, sum ein velur at blíva. Tað kemur heilt av sær sjálvum, heilt stillisliga eins og í svøvni, tá vit eru troytt. Tí er tað neyðugt, at taka tað andaliga stríði upp, og vit eru miðdepilin í ein nógv álvarsligum máli enn vit gera okkum far um. Var tað eitt sjónligt kríggj vit vóru ein partur av, so vildu vit verði á varðhaldi alla tíðina. Men stríði um sál okkara, ið hevur nógv størri týdning enn mangt annað, ta kemur langt aftaná, har mong virka heilt dølsk, sjálvt um tey luttaka á møtum.

 

Sátan liggur uppá lúr eftir einum møguleika, at gera okkum dølsk og líkasæl, so vit verða strika út út Lívsins bók. Vandin fyri tí er altíð tilstaðar, og vit blíva alvorliga ávara gjøgnum Bíbil okkara um, at vakja og biðja. Vit eiga alla tíðina at hyggja frameftir, so at vit í dag eru longri frammi enn í gjár. Tað er tann einasti háttur, sum vit kunnu halda okkum ígongd uppá. Tí eiga vit dúgliga at arbeiða við tekstum frá Bíbliuni, sjálvt um vit hugsa, ta er so nógv av ymiskum, sum vit ikki hava brúk fyri ella at vita. Men Gud vil gjøgnum alt samalt gera okkum dúglig, so vit kunnu skilja ímillum tær smáu broytingar í kunnu verða millum sannleika og lygn. Ta er av størsta týdningi, at megna tað í tí stóra stríðnum.

 

 

Mánadagur 04.06.2012

Náðigur Guð

 

        Harrin er mildur og náðigur, hevur umbæri og mikla miskunn .  (Sl 103,8)

 

                      Tú hevur kanska ilt við at kenna aftur lýsingina av Guði í hesum ørindi. Tú heldur ivaleyst, at Guð er á hendan hátt móti mongum menniskjum, men ikki móti tær! Tú kennir teg kveistraðan burtur av honum, og tú finnur onga kraft, tá tú sóknast eftir honum í Orðinum, og tá tú roynir at biðja, so merkir tú hansara vreiði og ikki hansara náði og bønarsvar.

                      Men hoyr nú Guðs Orð og verð fullvísur í, at um hetta er tín mynd av honum, so er hon følsk, ja, hon er ein mynd av Sátan, komin frá honum og tínum egna villeidda hjarta. Tí tann sanna myndin av Guði kemur til sjóndar her: Harrin er mildur og náðigur, hevur umbæri og mikla miskunn. Hann vil ikki altíð seta at okkum og ikki goyma vreiði sína um ævir. (Sl 103, 8-9)  

                      Einki er at ivast í, at tað er satt, at Harrin kann ákæra teg og vísa tær, at hann er vreiður og kann fjala seg fyri tær, ja, sjálvt gjøgnum longri tíðir, men hann kann ikki varðveita hesa støðu um ævir. Tí gev gætur eftir hesum: Frá fyrstu til síðstu síðu í Bíbliuni sannast tað, at hann ongantíð hevur vrakað menniskju, sum vildu lata seg vegleiða og verða beind á rætta leið, og sum í máttloysi og neyð síni róptu til Guð og vildu verða hansara børn. Bert menniskju, sum í sjálvsáliti og sjálvræði hava vanvirt og sagt Guð frá sær, eru blivin víst burtur av honum.

                      Hoyr her hvat Harrin sigur: Tí at so sigur hin hátt hevjaði, sum valdið hevur um ævir og eitur hin heilagi: Eg búgvi á høgum, heilagum staði, hjá hinum sundurbrotna, hvørs hugur er niðurnívdur, til tess at lívga hug hinna niðurnívdu og hjarta hinna sundurbrotnu. Tí at eg seti ikki ævinliga at og reiðist ikki um allar ævir, annars mundi andin ørmaktast fyri mær, tær sálir, sum eg sjálvur havi skapað.( Jes 57, 15 - 16)

                      Á henda hátt ljóðar Guðs orð. Tú kanst hava álit á hesum orðum heldur enn tínum egnu kenslum og tí, sum tú kennir á tær! Tí eigur tú ikki at lata Sátan tekna eina falska mynd av Guði. Tað er títt lív og tín frelsa, ið stendur uppá spæl.

                      Opna títt sinni fyri hesum, at Guð ikki um ævir vil ákæra teg og fjala seg fyri tær, men at hann veruliga er miskunnsamur. Hann eymkar seg yvir menniskjunnar neyð og tolir ikki, at vit til einkis rópa eftir honum, so sum Jesus sjálvur segði: Og man tá Guð ikki lata síni útvaldu fáa rætt, tey, sum rópa til hansara dag og nátt? Og hevur hann ikki tol við teimum? (Luk 18,7)

                      Harrin er miskunnsamur. Hann letur ikki okkara synd avgera, á hvønn hátt hann skal fara við okkum. Nei, hann ger eftir tí sáttmála, hann sjálvur hevur reist við okkum í Kristusi. Og so er hann avgjørt seinur til vreiði. Hann fer ikki beinleiðis til verka og lønir aftur, men hann bíðar í tolni og vísir okkum miskunn.

                      Hetta er tann einasta sanna myndin av Guðs lyndi óansæð hvussu mangar aðrar ímyndir, vit kunnu billa okkum inn!

 

 

Sunnudagur 03.06.2012

Hetta sigur tann

 

 

...tú eitist at liva, men ert deyður. (Opb 3,1)

 

Eitist at liva, men ert deyður! Eini syndarlig orð. Men tað er tó ein vón, Jesus sigur: “Vakna og styrk alt hitt, sum er við at doyggja...Minst tí til, hvussu tú tókst ímót og hoyrdi, og varðveit tað og vend um!” v/ 2 - 3

 

So illa stóð ta til víð meinigheitini í Sardes. Tó vóru ta nøkur fá, sum høvdu hildið seg frían av syndini, og høvdu ikki dálka klæðir síni, og um tey sigur Jesus: “Teir skulu ganga við mær í hvítum klæðum, tí at teir eru tess verdir...eg skal ikki strika navn hansara út úr lívsins bók, og eg skal kennast við navn hansara fyri faðir mínum og fyri einglum hansara.” (Opb 3, 4 - 5)

 

Tað vóru nøkur í Sardes, sum sjálv trúðu, at tey áhaldandi vóru livandi í trúnni, sum tey einaferð høvdu tikið ímóti og løgdu ikki til merkis, á hvønn hátt tey vóru gliðin burtur frá Gudi. Tað sama kann umfata okkum. Ta kann henda, uttan at vit leggja ta til merkis, at ta koma broytingar í samfelagi við Gud, so tann andaligi deyðin er vendur aftur, meðan vit bert liva víðari í okkara tilgjørdum siðum, og biðja tær somu bønirnar. Men Jesus sigur: “Eg veit um gerningar tínar...tí at eg havi ikki funnið gerningar tínar fullførdar fyri ásjón Guðs míns.”

 

“Verð vakin! Umvend teg!” Vit eiga at spyrja okkum sjálvi: Eri eg vakin? Haldi eg fast um Guds orð, ella eri eg ávegis til at blíva líkasælur yvirfyri, hvat Orði sigur? Vit eiga til eina og hvørja tíð hava ótta fyri, um okkara kærleiki til Gud blívur kaldur, so vit í líkasælu snork sova í einum andaligum deyða. Tá mugu vit umvenda okkum, og stríðast fyri, at vit ikki støðga upp í okkara heilaggering. Far væl, tit rivnu brunnar á heimsins turra veg; eg keldu havi funnið, sum leskað hevur meg, eg drekki har hvønn morgun, hvørt kvøld og ljósan dag. Tað kostaði Guds sonar blóð at frelsa meg ein dag. (MS. 340, 4)

 

 

Leygardagur 02.06.2012

Um Gud vil

 

…Tí at tit eru ein roykur, sum eina stutta stund er sjónligur og so hvørvur burtur. (Ják. 4, 14)

 

Tað liggur okkum mangan á, at leggja ætlanir uttan Gud. Eins og Jákup eisini skrivar: ”Í dag ella í morgin skulu vit fara…tit sum ikki vita, hvat ið verða skal í morgin!” Vit vita heldur ikki hvussu mangar dagar okkum er avmált, og endin á lívið okkara er kanska nærri enn vit hugsa. Tí eiga vit at gera eins og sálmaskaldið skrivar: ”Á hvørjum degi vil eg teg prísa og navni tínum lova um aldur og ævir!” (Sl 145,2)

 

Vit eiga at læra at liva ein dag ísenn. Tá okkara byrðar blíva ov tungar fyri okkum at bera, so er tað tí, at vit vilja bera byrðar fyri fleiri dagar samtíðis. Vit eiga at leggja til rættis eins og ein, sum er á eini stuttari vitjan frá vøggu til grøv, og altíð verða tilreiðar at fara. Tí eiga vit ikki at lata nakað, sum kann gerast í dag bíða til seinri. Vit eiga heldur ikki lata sólina seta yvir okkara vreiði, meinhuga ella nagg. Ver altíð tilreiðar! Ta átti at verði okkara aðalmál, tí tað er avgerandi, at vit eru tilreiðar tá Gud kallar.

 

Og læra at hava álit á Gud, ta má roynast. Vit hugsa, at vit eru nakað í okkum sjálvum og kunnu alt sjálv, og verða lætt freista til at leggja ætlanir langt fram í tíðina fyri lív okkara. Men lív okkara er eins og roykur í stilli. Tí eiga vit at taka ávaringina í álvara um, at vera tilreiðar, so vit gera okkum tilreiðar, vit, sum eru eins og ein roykur eiga at minnast, tá vit gera ætlanir, so eiga vit at leggja afturat: Um Gud vil!

 

Sum ein roykur, í stilli man standa,

so er menniskjalívið á fold;

vinur skilir tú ikki tín vanda?

Tínir javnlíkar leggjast í mold.

Sigurstónar 69, 1

Mikudagur 30.05.2012

Ein álvarsom ávaring

 

...eingin maður í Ísrael var fríðari enn hann...   (1 Sám 9,2)


Saul var hægstur og fríðasti maður í Ísrael, og valdur til at ráða yvur Harrans fólki og frelsa tað frá teirra fíggindum. Andi Harrans var við honum og byrti eldhuga í honum. Gud var við honum og hann æraði Gud.


Men Saul bleiv sjálvráðin og treiskur móti Gudi. Sámuel segði við hann, at hansara sjálvræði var ein líka so stór synd eins og gandur og eins álvarsligt sum at tilbiða avgudar. Men Saul broyttist ikki. Tá segði Sámuel við hann: “Av tí, at tú hevur vraka Harrans orð, hevur Gud vraka teg!” Og Andi Harrans fór frá Saul, og hann góðtók, at ein óndur andi plágaði hann. Nú, tá Heilagi Andi ikki meira var yvir Saul, hevði hann onga verju móti óndum kreftum. Og hansara óndskapur tók til, so hann var tilreiðar, at drepa Dávid, tann einasti, sum við sínum tónleiki kundi lætta hansara myrka sinni.


Frásøgan um Saul talar álvarsamt til okkara. Hann byrjaði gott og gav Gudi æruna. Men tá hann mentist og bleiv sterkur, so setti hann sítt álit á, hvat hann sjálvur megnaði, og var ikki bundin av, at biða Gud um hjálp og ráð. Og eisini síðestillaði hann, hvat Gud hevði boði honum. Gud er neyvur vi, at hansara orð vera akta, og leggja vit hetta burtur úr við vilja, so tekur hann Anda sín aftur, og síðani opnast tað fyri teimum óndu andunum.

 

Heilagi andi, rek ivan úr sinni,

tak allan ótta og vantrúna við,

tak alla forðan í sálini inni,

úthell Guds náði, hans kæeleik´ og frið!

Heilagi andi, tú einans kann veita

ivandi syndarum frelsandi trúgv;

bønandi, biðandi til tín vit nú leita:

frels oss, o, faðir, fest í okkum búgv!

MS. 9, 3

Týsdagur 29.05.2012

 

Við trúgv

...hann helt á, eins og sá hann hin ósjónliga. (Hebr 11,27)

Tað er so lætt at bera seg undan eini uppgávu, ið er løgd út til tey kristnu. Vit freistast mangan til, at hyggja mest uppá okkum sjálvi, og koma tí ongantíð í gongd, at arbeiða í Guds víngarði. Móses meinti heldur ikki, at hann var egnaður og bar seg undan so leingi, at Gud bleiv vreiður. Men tá Gud fekk sett Móses uppá pláss “tá helt hann á, eins og sá hann hin ósjónliga.” Sjálvt um Móses bert hevði veri seyðahirði tey seinastu 40 árini, so lærdi Gud hann, at vera sín nýtiliga tænara. Á sama hátt útvaldi Jesus sær fiskarar og tollarar til lærusveinar. Og teir blivu so dugandi manna fiskarar, at tann kristna trúgvin eftir stutta tíð bleiv boða víða um í fleiri londum, har ta komu fleiri meinigheitir, tí lærusveinarnir í trúnni sóu Jesus við teirra síðu.

Øll skulu hava møguleikan fyri, at taka ímóti ella vraka frelsuna í Jesusi. Í dag kallar Gud ikki menniskju á sama hátt við stórum undrum, sum tá hann leiddi Ísraels fólk gjøgnum oyðimørkina, men hevur litið upp í hendi ta uppgávu, at vera hansara sendiboð. Vit hava ikki øll somu førleikar og møguleikar. Men Gud vónar, at vit eru trúgv og brúka teir førleikar, ið vit hava fingið, tá tað eru einar opnar dyr og høvi býðst. Og tá vilja vit í trúnni síggja Jesus við okkara síðu. Vit mugu á ongum sinni koma so langt, har vit í sjálvsáliti og í egnum dugnaskapi tala um Guds frelsu veg, men eiga at biðja Heilagan Anda leiða okkum til, at tala júst tey orð, ið kunnu fáa atgongd hjá tí ella teimum, sum vit tosa til. Vit eiga eins og Móses, at halda út og vera trúgv í tí smáa sum um vit síggja hin ósjónliga.

 

Leygardagur 26.05.2012

 

Gævi, at eg visti, hvussu eg kundi finna hann... (Job 23,3)

Tað er óivað mong, sum suffa tungliga, og biðja hesa somu bøn eins og Job: “Gævi, at eg visti, hvussu eg kundi finna hann...” Nakrir trúboðarar bera ein greiðan boðskap um vegin til frelsu, ærir ikki. Tað stendur ikki mát, at  orða eina teologiska  talu, um so er, at hon ikki vísir vegin til trúnna á Jesus, og fær áhoyrararnar at tráa eftir at liva eitt heilagt lív. Til tey, ið leingjast eftir Gudi, má sigast frá, hvar vegurin til hansara gongur. Kom! sigur Jesus, eg eri vegurin! Um vit koma tá Jesus bjóðar okkum og vit loyva honum inn í lív okkara, og biðja hann leiða okkum, so skulu vit heldur ikki siga: Åh! men Tak! Tí tá hava vit funnið hann, sum er vegurin, sannleikin og lívið.

Bíblian talar álvarsamt til øll, ið kenna vegin, um at vísa øðrum sama vegin, og at taka hond um tey, ið leita eftir honum. Jesus talar um tann burturvilsta seyðin og um gleðina, tá hann bleiv funnin. Hava vit Jesu sinnalag, so vilja vit eisini royna at finna tey, ið eru vilst í hesum heimsins andaliga myrkri. Vit eiga í Kristi stað biðja tey. Ver sátt við Gud! Øll menniskju eru á veg, antin tann rætta ella tann skeiva vegin. Og mong hava brúk fyri einum vegvísara, fyri at finna tann rætta vegin. Tí eiga vit at lata okkum brúka av Gudi, og við gleði vera vegvísari til Harran. Eg tær ein boðskap frá Jesusi beri, gleðilig boð til hvønn syndara her; við sínum deyða hann vann okkum frelsu, syndin er strika, hann náði tær ber!

 

Mikudagur 23.05.2012

Jesus kjósar sær Levi til lærusvein

Og eftir hetta fór hann út aftur, og hann sá tá ein tollara, nevndan Levi, sitandi við tollbúðina, og hann segði við hann: »Fylg mær!« Og hann fór frá øllum, stóð upp og fylgdi honum. (Luk 5,27 - 28)

Jesus ynskti, at teir skuldu reisast og fylgja honum. Hann møtti teimum einsæris. Ein dag var tað Levi. Maðurin frá Nazaret hugdi við kærleika uppá hann og segði róliga: »Fylg mær!« Bert tvey orð, men hygg eftir hvørja ávirkan tey høvdu! Beinanvegin reistist Levi upp, og fór frá øllum og fylgdi honum.

Á tann myndugleiki, og tað ræði, ið var í Jesu orðum! Uttan at koma við spurningum um treytir og uttan samráðingar, so yvirgav Levi seg og vígdi sítt lív til at fylgja og í tænastu fyri Frelsaran. So fór Jesus heim til hús við Levi. Familjan skuldi verða tey fyrstu, sum fingu lut í tí gleðiligu nýggheit.

Men tað komu eisini nógvir arbeiðsfelagar fyri at síggja, hvat í tað var, ið Levi hevði uppliva. Tað stendur at lesa: “Og tað bar so til, tá ið hann sat til borðs heima við hús, sí, tá komu mangir tollarar og syndarar og settust til borðs saman við Jesusi og lærusveinum hansara.” (Matt 9,10) Tey ótu saman, og hildu veitslu saman. Tann stóra gleðin skuldi sermerkjast og dagurin skuldi verða minniligur.

Seinri mátti Levi ganga gjøgnum sorg og gleði, ósigur og sigur, men alla tíðina í fylgi við Jesusi. Jesus slepti honum ikki uppá fjall. Hann var við Levi alla tíðina, eins og hann hevði lova. “Eg eri við tykkum allar dagar!”

Eisini í dag møtir Jesus menniskjum við sínum kalli. Eins og tá, so kallar hann ein og ein. Averðin um at fylgja Jesusi má takas av hvørjum einstaka. Tað kann ikki gerast samla. At siga nei til kalli er at vera ólýðin móti honum, sum kallar.

Eydnusamur er hann, sum vil váða at leggja lív sítt og sína frammtíð í Jesu hendur.

 

 

Mánadagur 21.05.2012

Navni yvir øllum nøvnum

Hetta navni, sum “hvørt knæ skal boyggja seg” fyri!... (Fil 2,10)   Hesi boð koma okkum øllum við, tí í onkrari støðu, har, ið ástendur blíva vit bangin. Nøkur eru bangin fyri, hvat lívi hevur at bjóða ella fyri at liva víðari. Onnur er bangin fyri at doyggja. Men tá vit eru bangin, so lýsir boðskapurin sterkari, at tað er eitt navn, ið er yvir øllum nøvnum. Við at halda fast við hetta navni, so hava vit eitt hvíldarstað fyri okkara bangnu sál.

Eg var blivin bangin fyri konu míni, tí hon, sum hevði veri ein íðin kvinna til at koma til Guds orð, og at vitna um sín Frelsara Jesus Kristus, var tagna.  Tá, ið ein, sum hevur veri virkin í samkomu lívinum brádliga støðgar upp, hvat so? Hvat er til ráða at taka? Vit hava bert tann eina vegin, sum vit kunn fara at biðja um hjálp, nevniliga Jesus. Tá, so tað var bøna og biðji, ja, so kom svarið. Jesus letur ongan av sínum aleinaðan, tí hann hevur umsorgan fyri einum og hvørjum av okkum. “Men henda dýrgripin hava vit í leirkeri, fyri at hin ovurmikla kraftin skal vera Guðs og ikki frá okkum, trongdir sum vit eru í øllum førum, men tó ikki innibyrgdir; ivafullir, men tó ikki ráðleysur; atsøktir, men tó ikki uppgivnir; feldir, men tó ikki týndir.” (2 Kor 4,7 - 9) 

Hjá mongum brennir tað kristna ljósi veikari og veikari. Mong koma av teirri grund ikki at kenna navni, har hvíla er at finna fyri bangnar sálir. Mong hava roynt í sær sjálvum, men eru koyrd troytt, og meina, at tey ikki meira klára at halda tyngdina av byrðunum út. Bangilsi brýtur út í ljósum loga, og hvat so? Nei, ta er ov tungt at hugsa um, at nøkur ikki læra, at kenna navni Jesus. Men ta eru tó nøkur, sum kunnu taka undur við hesum og siga halleluja: Tí, “Guð hátt upphevjað hann og givið honum navnið, sum er yvir hvørjum einum navn.” (Fil 2,9)   Bert tað, at teska hetta navni, kann geva vón og ljós fyri komandi tíðir. Tí eiga øll, ið kenna hetta dýrabara navni, lyfta ta upp eina og ein heilagt hermerki, so øll kunnu síggja og renna til og fáa lut í tí hvílu, ið er í hesum navninum.  Jesunavnið aldri bliknar, slítist ei av tíðar tonn, Jesunavnið aldri viknar, Guðs orð eru ævigt sonn. Tað ber boð til ung og gomul, gevur lív og frið í sál, og tað savna kann øll somul, leiðir sálir fram á mál! Eg má elska Jesunavnið; frelsu, frið í tí eg fann andans eld fekk í hans favni. Eingin frelsir uttan hann!

 

 

Leygardagur 19.05.2012

Liva av trúnni og hini góðu læruni... (1 Tim 4,6)

 

Lygnin kann mangan verð framførd á ein slíkan hátt, at hon ljóðar sum sannleiki. Og tað kann fáa mong til í gleði, at viðurkenna sær eina falska læru. Sannleikans vegur, ið er ein avnoktandi, uppvenjandi og rannsakandi vegur, sum ikki kann gangast uttan áhaldandi, at ganga í Jesu fótasporum, sum mong kanska á ongum sinni finna.

 

Stríði ímóti tí følsku læruni blívur meira og meira ágangandi sum tíðin líður. Vit lesa í 1. Tim. 4, 1, at hetta stríð ikki er ímóti menniskjum, men “bardagi okkara er ikki móti blóði og holdi, men móti valdunum, móti ráðunum, móti heimshøvdingunum í hesum myrkri, móti andaherliðum illskaparins í himnarúmdum.” (Ef 6,12)   Og hesi vald vilja yvirvinna okkum, um so er, at vit ikki halda okkum til Guds sannað orð, sum bert er ført fyri at seta okkum frí av hesum taki.

 

Okkara størsta vápn er, at íklæða okkum Guds  herklæði og brynju rættlætisins.” Tí eiga vit at læra okkum, at bert at byggja á tað, sum minst tvey ella trý skrift ørindi bera fram sum sannleika. Tað er djevulsins uppfinning, at skræða orði út úr tí rætta samanhanginum. Av teirri grund eru mangar falskar lærur komnar fram. Vit vilja kenna sannleikan, har Gud í sínum orði hevur lovað, at vit skulu finna hann. Gud hevur kunngjørt okkum tann sanna vegin, Jesus Kristus fyri okkum, so vit vita, við Heilaga Andans vegleiðing vita ta røttu leið.

 

Hósdagur 17.05.2012

 

Guds náði

 

Tí, um onkur er í Kristi, er hann nýggjur skapningur; hitt gamla er farið, sí, tað er vorðið nýtt!  (2 Kor. 5, 17)

Mon hava ringt við at fata, at eitt gudshuga menniskja ikki altíð er ein Kristin. Tað finnast trúgvandi menniskju, ið liva eitt lív, sum eingin kann seta ein fingur á. Men tað heldur ikki! Hvat enn vit koma fram til Gud við, so vil alt tað heila verða undir Guds dómi. Tað er bert eitt, ið kann rættvísgerða okkum inni fyri Gudi, so vit ikki eru dømd sek á dómadegi. Trúgvin á Jesus Kristus, sum bleiv gjørd semja við fyri syndir okkara!

Tað er ræðuligt, at hugsa um tey mongu, sum ikki kunnu síggja, at teirra egna góðska og gudshugur ikki er nok. Hava hesi ikki tikið móti Jesusi sum Frelsara, so vilja tey saman við gudsnoktarum dømast til glatan. Tað átti at gjørt okkum meira áhuga og inntreingjandi í at bjóða øðrum til at taka ímóti Guds frelsu. Tað er ein fjøld av menniskjum, sum sum einki ella næstan einki vita um kristindóm. Ella teirra vitan er ein skeiv læra frá persónum, sum ikki sjálv kenna vegin til Guds. Teimum eiga vit at vísa vegin til Jesus Kristus.

Tí, um onkur er í Kristi, er hann nýggjur skapningur. Tað, sum tá krevst er eitt inntriv frá Gudi, sum Bíblian nevnir endurføðing. Fyrst við eini  nýggjari føðing blíva vit nýggir skapningur og kann Guds náði standa fyri honum á dómadegi.

Guds náði, hon er sum eitt verðaldarhav,

so botnleys og endaleys við.

Lat ganga tí teymin, høgg landtogi av,

og legg út, har ið náðin er frí!

Sigurstónar: 164, 1

 

Mikudagur 16.05.2012

...tú slættar gøtur hjá hin um rættláta. (Jes 26,7 )

Vit trúgva, at vit í okkara egna megna at gera ymiskt av okkum sjálvum. Men Bíblian lærir okkum, at skild frá Jesusi: “tí at uttan meg kunnu tit als einki gera.” (Jóh 15,5) Tað stóra er, at Gud vil samstarva við okkum. Paulus skrivar: “Arbeiði upp á tykkara egnu frelsu við ótta og bivan; tí at tað er Guð, sum virkar í tykkum bæði at vilja og at virka...” (Fil 2,12 - 13) Og Jesus sigur: “Arbeiðið ikki fyri tann matin, sum forferst, men fyri tann matin, sum varir við til ævigt lív, sum menniskjusonurin skal geva tykkum; tí at hann hevur faðirin, Guð sjálvur, innsiglað.” (Jóh 6,27) Vit skulu stríðast fyri frelsu okkara, sjálvt um hon er givin av Gudi sum ein gáva fyri einki. (Ella av náði!) Vit eiga kanska - at arbeiða nógv harðari - fyri tann mat, sum gevur ævigt lív. Vit lesa í Jóhs. 1, 12, at “so mongum, sum tóku ímóti honum, teimum gav hann mátt til at verða Guðs børn, teimum, sum trúgva á navn hansara”. (Jóh 1,12) Ella sum vit lesa á øðrum stað, at vit eiga at grípa ta, ið Gud gevurokkum. Eru vit óvirkin fáa vit einki. Vit eiga at taka ímóti, ja grípa boðskapin um Guds frelsu. Eins og vit syngja í sanginum: “Eingin vinnur fram til tann æviga frið, sum við ídni fram strevast.” ( MS.404, 1)

Tað, vit eru, eru vit av Guds náði. “Tí at vit eru verk hansara, skapaðir í Kristi Jesusi til góðar gerningar, sum Guð frammanundan hevur skipað fyri, at vit skuldu leggja okkum eina við teimum.” (Ef 2,10)

 

Leygardagur 12.05.2012

Tann, sum hoyrir orð mítt...hann hevur stigið yvirum frá deyðanum til lívið. (Jóh 5,24)

 

Bíblian brúkar stundum sterk orð eins og her, at vit hava stigið yvirum frá deyðanum til lívið. Ella sum vit lesa í Kol. 3, 1, ”Tí at tit eru deyðir, og lív tykkara er fjalt við Kristi í Guði.” Í útsjónd eru vit lík okkum sjálvum. Men ta er tað, sum vit ikki síggja, ið er blivið nýtt. Vit vóru andaliga deyð, men uppreist gjøgnum trúnna á Jesus til, at vera andaliga livandi. Nú kunnu vit biðja í anda og sannleika og blíva inniliga sorgarbundin, tá Gud minnir okkum á eina synd, sum vit hava gjørt. Halda vit fast um gávuna, sum tann nýggja føðing er, so fáa vit ein serligan longsul eftir, at koma til at kenna Skriftina betur, fyri harvið at fáa andaligan vísdóm og styrki til at avvísa alla falska læru og djevulsins álop. Skriftin er okkara andaligi matur, og skulu vit áhaldandi vaksa, so mugu vit liva at einum mati, sum inniheldur nógv gott og stimbrandi. Gud vil, at vit skulu eta av hansara orði alla tíðina, á sama hátt sum vit eta fyri at likami skal trívast. Og sjálvt um vit lesa Orði hvønn dag, so koma vit ikki á botn í Guds ótømandi ríkidømi.

 

Vit fara ígjøgnum trý skifti í lívi okkara: Vit velja, vit búnast, og vit heysta. Og tað er galdandi fyri bæði trúgvandi og vantrúgvandi. Skal okkara heyst verða gott, so mugu vit støðugt vera í víntrænum, Jesusi Kristi. Tí eiga vit at stremba eftir at liva eitt heilagt lív. Og til eitt heilagt lív kunnu vit fáa styrki frá Skriftini, ja, bæði í GT og NT.

 

Fríggjadagur 11.05.2012

Bert ein kraft til Frelsu

 

»… hvat eigi eg at gera, at eg kann verða frelstur?« (Aps. 16,30)

    Tað er í sannleikanum ein viðkomandi spurningur: Hvussu fái eg lut í náði Krists?

  Tú kann vera fullvísur um, hvussu Gud elskar heimin, at hann gav sín einborna son, sum vildi verða í okkara stað og gera tað, sum vit áttu at hava gjørt, og líða tað, sum vit áttu at liði. Tú kann vera vísur um, at tað ikki er nakar annar grundvøllur at byggja sína frelsu á: ”Tí at annan grundvøll kann eingin leggja enn tann, sum lagdur er, og hann er Jesus Kristus.” (1 Kor.3, 11)

  Men eftir stendur spurningurin: Hvussu fái eg fatur á  hesum undursama? Tað er lætt nokk fyri okkum at fata, at ein dýrabarur skattur ikki kemur honum til góða, sum ikki sóknast eftir honum, ella sum sóknast á teimum røttu støðunum .

 

 Vit vildu verði fult og heilt hjálparleys í hesi søk, um ikki Gud sjálvur hevði opinberað okkum svarið. Hann er komin til eina æviga niðurstøðu um, hvat tað skal verða, sum gevur atgongd til hansara himmal, og hann hevur opinberað tað avgerð fyri okkum í sínum heilaga orði. Og svarið er: ”trúgv!”

  Tað er so avgjørt ikki tað svar, vit væntaðu, um so er, at vit sóknast eftir svari í okkara egnu fornuft og við mongum inviklaðum tonkum. Tvørturímóti  hendir tað, at mong menniskju koma fram á tað lítla og einkisigandi orðið trúgv, og halda at tað rúmar ógvuliga nógv í Bíbliuni. Alla tíðina verður tað tala um frelsu við trúgv, í trúgv, av trúgv osv. – og mong halda sum so, at tað skuldi ikki verði nøkur presentatión, so kann tað ikki verða allur sannleikin!

 

  Men tað er júst kjarnin í sakini, sum stendur ævigt og óvikandi fast í Guds frelsisætlan: Hann sendi son sín í okkara stað, og hann hevur gjørt alt fyri okkara frelsu. Tí skulu vit ikki gera nakað yvirhøvur fyri at vinna náðina, ella gera okkum fortjent til Guds kærleika; tvørturímóti skulu vit móttaka frelsuna sum hon er: ”ein gáva!” Evangeliið er givið okkum sum Guds orð og lyftir, og ein slík gáva kann bert takast ímóti í trúgv og áliti á, at orðini og lyftini eru sonn!

  Frelsisgrundlógin ljóðar tí soleiðis:  ”Tí av náði eru tit frelstir, við trúgv, og tað er ikki tykkum at takka, tað er Guðs gáva.” (Ef. 2, 8) Lyklaorðið er her eins og altíð í skriftini: náði, trúgv og Guds gáva! Soleiðis undirstrikaði Jesus tað eisini, tá hann við fáum orðum úttrykkir Guds frelsuætlan: ”Tí at so elskaði Guð heimin, at hann gav son sín, hin einborna, til tess at ein og hvør, sum trýr á hann, ikki skal glatast, men hava ævigt lív.” (Jóhs. 3, 16) – umaftur: Tað er Guds gáva til frelsu okkara, og vit fáa heilt einkult lut í gávuni, tá vit móttaka hana í trúgv eins og fangavørðurin gjørdi tað hesa myrku nátt: ”Og hann tók teir til sín hesa somu náttarstundina og vaskaði sár teirra eftir sløgini, og hann varð sjálvur doyptur og øll hansara tá við tað sama.” (Aps. 16, 33)  Neyðin var stór hjá fangavørðinum í Filippi. Hann var deyðaræddur fyri, at fanganir skuldu flýggja, tá Gud sendi ein jarðskjálvta, sum loysti leinkjurnar og opnaðu dyrnar. Neyðin inni í honum var víst nógvar ferðir størri. At hava samvitskubit er sera ringt.

  Gud hevði talað sterkt til hansara hesa nátt. Hoyrdi hann ikki lovsang frá tí innasta klivanum, har, sum Paulus og Silas sótu? Og tað var eitt undur, at eingin av fangunum vóru flýggjaðir. So gekk hann yvir til Paulus og Silas í síni neyð, teir, sum sótu fangar fyri Jesu skuld.

  Paulus og Silas góvu honum hjálp. Teir fóru við fangavørðinum heim. Har fingu teir vaska og bundi um teirra sár aftaná pískasløðini, men hesa nátt var tað fangavørðsins egnu sár, sum fingu mest umsorgan og røkt. Hann, sum hevði bundi um, Paulusar og Silasar likamligu sár, fekk lekidóm fyri síni innaru sár.

  Við dópi og trúgv bleiv hann vaskaður reinur. Hetta stórvask føddi eina stóra gleði í fangavørðsins heimi og familju. Tey upplivdu dópsins reinsandi bað, bæði til endurføðing og fornýggjan við Heilaga Anda. Tað er meira enn at vaska kropsins ytru sár! Við dópi og trúgv blíva vit sameind við Jesus.

  Tað galt ikki bert fangavørðin, men alla familjuna. Familju dópur var vanligur í teimum fyrstu meinigheitunum. Vit vita ikki hvussu gomul børnini vóru, men Gud hevur einki aldursmark. Familjan gleddist yvir at hava fingið trúnna á Gud. Trúgvin er Guds gáva – ein gáva, ið ikki byggir á vit ella skil, men á Guds náði.

  Tað er gott, tá onkur kann vaska og lekja sárini á kroppinum. Men tað stóra vask og reingerð hendir við dópinum. Har lekjast tey sár, sum syndin hevur viðført. Tey kunnu ikki lekjast á annan hátt, enn við at vit við dópi og trúgv sameinast við honum, sum fór í deyðan við okkara synd, og sigraði á deyðans veldigu makt fyri okkum.

  Lukkuligur er tann, ið hevur møtt honum, sum ikki bert ger tað ytra reint, men sum reinsar hjartað, og sjálvur setur búgv í tí.

 

 

Hann dró meg úr dýpinum, dró meg at sær,

á ævinnarklettin hann leiddi meg har,

har er eingin vandi, har finni eg frið,

um verðin enn leikar, er Jesus við.

        M. S.  366, 2

Mánadagur 07.05.2012

...eingin skal taka gleði tykkara frá tykkum. (Jóh 16,22)

 

Vit eru øll meira ella minni góð til, at taka gleðina frá hvørjum øðrum, vitandi ella óvitandi. Vit hugsa meira um okkum sjálv, enn um hann ella tey, vit tosa um. Tað liggur eins og ein spíri í okkum eins og í barnadøgunum, har eitt barn bleiv øvundsjúkt, um so var, at onnur børn høvdu nakað, sum tey ikki høvdu, og tí gjørdu enda á tí. Sum vaksin, so heldur hendan framferð mangan áfram. Um ikki annað kann rína á, ja, so er altíð ein møguleiki, at sáa nøkur eitrandi orð út.

 

Men Gud hevur nakað at geva okkum, sum eingin er førur fyri at taka frá okkum. Ta er tann gleðin og friðurin, sum vit fáa í tí stund, tá vit loyva Jesusi inn í lív okkara. Tá blívur okkara lívsháttur hevjaður upp frá tí jarðbundna, og vit kunnu hyggja frameftir og uppeftir og vita, at tær trongdir, sum okkara tíð her á jørð kann føra við sær, bert eru eina stutta tíð. Gleðin kann yvirvinna okkara trongdir, sjúku ella sorg. Tey, ið liva fyri heiminum, hyggja eftir teirra ognum við stúran, tí tey vita, at tey skjótt skulu fara frá teimum. Men dýrgripurin hjá teimum kristnu er í Himlinum, har einki kann skaða tey, og ikki kann takast frá okkum. Lat okkum gleðast og frøast, og takka Gudi fyri tann dýrgrip, og hansara náðigávu, sum vit fingu í Jesusi Kristi. Jesus, mín gleði, lovsongur mín ljóða skal altíð, altíð til tín. Heima hjá Gudi æviga tíð sál mín skal frøast, fegin og frí.

 

 

Sunnudagur 06.05.2012

Ikki vantrúgvin, men trúgvandi

 

           »Kom higar við fingri tínum og síggj hendur mínar, og rætt hond tína higar og legg hana í síðu mína, og ver ikki vantrúgvin, men trúgvandi.« (Jóh 20,27)

 

          Tað, eg ikki havi sæð, tað kann eg heldur ikki trúgva á, siga menniskju mangan. Mong krevja prógv. Vilja bert trúgva tí, tey kunnu taka í og føla.

 

          Um kvøldi á uppreisnardegnum vitjaði Jesus sínar ræddu lærusveinar. Brádliga stóð hann mitt í millum teir og segði: »Friður veri við tykkum!« Hann tosaði við teir og vísti teimum sárini á sínum hondum og síðu. Men ein av teimum, Tummas, var ikki tilstaðar. Tá hinir søgdu honum frá: »Vit hava sæð Harran!« kundi hann ikki trúgva tí. Hann vildi hava prógv: »Síggi eg ikki naglamerkini í hondum hansara og fái eg ikki lagt hond mína í síðu hansara, vil eg als ikki trúgva tí.«

 

          Tað gingu átta dagar. Man Tummas ikki hava tað tungt við seg sjálvan hesa tíð?. Men so fekk hann ein nýggja møguleika og eitt nýtt tilboð um bæði at síggja og føla. Jesus var aftur saman við sínum lærusveina hópi. Og eftir at hann hevði givi teimum sína friðarheilsan, sigur hann við Tummas:»Kom higar við fingri tínum og síggj hendur mínar, og rætt hond tína higar og legg hana í síðu mína, og ver ikki vantrúgvin, men trúgvandi.« Nú kundi Tummas trúgva, og hann sigur: »Harri mín og Guð mín!« So sigur Jesus: »Av tí at tú hevur sæð meg, hevur tú trúð. Sælir eru teir, sum ikki sóu, og trúðu tó!«

 

          Á hendan hátt er tað við øllum Jesu lærusveinum, uttan undantak. Á sama hátt við tær. Tú kanst verða ivandi, skelka og óttafull. Men Jesus veit, hvussu tú hevur tað. Hann kennur tína neyð, tín iva og títt stríð. Og nú stendur hann hjá tær – mitt í tíni neyð. Hann rættur sínar gjøgnustungnu hendur móti tær og vil gerða teg til ein glaðan lærusvein.

 

          Tú ert jú myndaður í hansara hondum!

Dýrabiðjidagur 04.05.2012

Frímóðiga trúðargleðin

 

Men hann hugdi upp til himmals, fullur av heilagum anda, og sá Guðs dýrd og Jesus standandi við høgru hond Guðs. (Aps. 7, 55)

 

Í skriftini verður Jesus næstan altíð sitandi við Guds høgru hond. Bert eina fer lesa vit, at hann hevur reist seg upp. Hann reisti seg fyri Stefanusi, tá hann sum tann fyrsti kristni pínsluváttur bleiv steinaður til deyðis.

 

Vit kunnu vist eisini hava hug til at reisa okkum fyri Stefanusi. Tað var ein maður, ið var fyltur av Anda Guds, og við frímóð boðaði Evangeliði. Og hann gjørdi tað ikki bert í orðum. Hann var fyrstur, sum var settur til at bíta út mat, og hava ansvar fyri og miskunsemi millum tey minni mentu. Hann hevði umsorgan fyri øllum Guds børnum. Hann úinti sína tænastu í trúfesti og kærleika.

 

Tað bleiv for mikið fyri teir jødisku leiðarinar. Tann dómur, sum teir løgdu á hann, var grúsamur: Stefanus skuldi steinast! Og tað bleiv hann. Tað var í tí løtuni, meðan steinanir heglaðu niður yvur hann, at hann lyfti eyguni móti himli og fekk at síggja tað, sum gav honum ómenniskiliga megi og gleði mitt í allari pínu og neyð. Hann sá, at Jesus hevði reist seg upp!

 

Tað sum merkir Stefanus er ikki pína og neyð, men tann frímóðiga trúðargleðin. Tí hann sá Jesus upphevjaðan í herliheit, og hann sá einahelst eisini, at hann skuldi ganga saman við Jesusi inn til herliheitina.

 

Vit undrast vist yvir, at Jesus ikki sendi einglar sínar og við tí kundi støgga steiningini. Stefanus níttist ikki at doyggja! Hví kundi Jesus, sum stóð við Faðirsins høgru síðu ikki koma honum til hjálpar nú ástóð, sum so mangan fyrr?

 

Jesus sær okkum í hesi verð. So eiga vit eisini við frímóð trúgva, at tá vit eru í stórari neyð, so reisist hann seg, og vit fáa hann at síggja. Tá Jesus sjálvur leið, leit hann framm móti tí gleði, ið bíðaði honum. ”Við tað at vit líta til upphavsmann og fullkomnara trúarinnar Jesus”. (Heb. 12, 2)

 

Vit skulu ikki hyggja uppá martyranar, sum idealir í teirra stríði og líðingum. Men vit skulu gleðast yvit, at í okkar svárastu neyð og pínu reisur Jesus seg fyri teimum, sum eru hansara. Hann ikki bert opinberar sína herligheit, men hann førir okkum inn í hana – til ævigan sigur!

Leygardagur 28.04.2012

Gangið, meðan tit hava ljósið, at ikki myrkrið skal koma á tykkum... (Jóh 12,35)

 

 Meðan tit hava ljósið, tá trúgvi á ljósið... (Jóh 12,36) Vit hava mangan eina vissu í okkum um, hvat, ið er hitt rætta, men seta okkum fyri hóast tað, at tosa við onkran annan um tað. Tíðin gongur - stutt ella long - men tá samrøðan hevur verði, so er ljósi mangan vek og á sama hátt sannføringin um, hvat var tað rætta. Vil Gud, at vit skulu deila okkara ljós og okkara sannføring við nakran, so vil hann ikki, at vit skulu ivast um tað. Mangan vil hann, at vit ikki spyrja hold og blóð um ráð, men handla í áliti í tí stund, sum Gud vil.

 

Hvør kennir ikki til, at í einum bestemtum føri var ta lætt at siga ella gera tað, vit skuldu? Men tá tíðin var farin framvið, so var tað heil ógjørligt  og vit siga, at stundin var farin. Gud gevur okkum ljós og innlit til at gera ta rætta. Men um so er, at vit ikki vilja ella trúgv, at tíðin er hin rætta, ella ein onnur umbering, so kann koma tann dagur, har vit kanska gjarna vilja, men ikki kunnu.

 

Jóhannes vísir okkum á, at jødarnir ikki vildu trúgva og til endans endaðu har, ið teir ikki kundu trúgva. Hann sigur eisini, at enn tá vóru tað nakrir ráðharrar, ið trúðu á Jesus, men ikki brúktu ta ljós um Jesus sum Frelsara, sum teir høvdu fingið, og fingu tí ikki byrja at fylgjast við honum. Hava vit í dag ljós til at gera nakað, so drála ikki, men gerð tað. Annars blívur tað ikki gjørt.

 

 

Flaggdagin 25.04.2012

Tel Guðs gávur!

 

Blóðið skal vera tykkum tekin...  (2 Mós 12,13)

 

        Tær fyrstu páskirnar, tá Guð við sterkari hond leiddi Ísraels fólk út úr trælaokinum í Egyptalandi, bað hann tey strúka blóð av einum lambið á durastavirnar. Tá so deyðseingilin fór gjøgnum býin fyri at straffa Farao og fólk hansara við at sláa í hel tann frumgitna í hvørjum húsi, vildi deyðseingilin fara um tey hús, har hann sá blóðið á durastavinum. Við seinri ofringum í templinum og ígjøgnum alt GT lærdi Ísrael, at tað var ikki fyrigeving fyri nakra synd uttan við úthelling av blóði.

                     

          Men at hetta blóð bert var ein fyrimynd, bleiv aftur og aftur boðað teimum frá. Jóhannes kallar Jesus fyri: “Guðs lambið!”Tað var Jesusar deyði og blóð, sum ofringarnar í GT vístu á. Hann vann okkum æviga endurloysn, so vit nú hava fría atgongd inn í halgidómin. Men hesin durur er einans opin fyri okkum, um so er, at vit hava tikið ímóti rættvísini, sum Guð gevur teimum, sum í trúgv fáa part í reinsingin við Jesu blóði.

                     

          Vit eiga at hava frímóð til at boða fyri øllum, at við trúnni á Jesus er vegurin opin til náðitrónuna. Øll, sum iðra seg um synd sína, kunnu koma við allari syndabyrðuni og fáa lut í Guðs rættvísi. Hvør kann tá siga nei til eitt slíkt tilboð: At verða rættvísgjørdur og at syndabyrðan verður tikin frá einum? Drála ikki! Tí tá tú ikki ert meira millum tey livandi, er tað ov seint at venda um!

 

So ígjøgnum stríðið, um tað enn er hart,

miss ei mótið, um tú ongan útveg sært!

Tel Guðs gávur! Einglar skulu fylgja tær,

til títt eyga peluportrið opið sær.

Mikudagur 18.04.2012

Jesus er .... Dyrnar

Ikki ein og hvørjar dyr, men dyrnar til Guds ríkið

Eg eri dyrnar hjá seyðunum. (Jóh 10,7)

Av og á kunnu vit fáa ta hugsan, at um bert Jesus hevði gingið runt í Havnar gøtum, so var tað so mikið lættari, at trúgva tí, hann hevði at siga. So kundu vit jú gingi og tosa við hann andlit til andlits og sett honum spurningar, um alt ta vit ganga runt og eru í iva um.

Men á hendan hátt er ta bara ikki. Í hesum teksti møta vit nøkrum menniskjum, sum vóru har, sum Jesus var. Tey hoyrdu hvat Jesus hevði at siga og vóru saman við honum “live”, men tey fataðu ikki, hvat tað var, hann talaði til tey um, ja, á hendan hátt stendur tað í tekstinum. So fyri okkum kann ta verða ein troyst, at tey heldur ikki altíð fataðu hvat Jesus hevði at siga teimum, ja, sjálvt um hann var hjá teimum og tey kundu síggja hann og nerta við hann.

Jesus segði “Eg eri dyrnar”. Hvørjar dyr og hvar føra dyrnar til. Jesus talar her í myndatalu, so sum hann so mangan gerð. Øll myndin her umfatar eina seyðarætt, ein hirða og nakrar seyðir. Seyðurin eru vit menniskju, rættin er staði har Jesus er, Guds ríkið og hirðin er Jesus. Hirðin er eisini tann, ið kennir inngongdina/dyrnar til rættina og tí eiga seyðirnir at finna ta rætta staði at fara inn.

Kanska er hetta eitt sindur tungt at fata, men vit mugu royna at fata hvat Jesus hevur at siga okkum.

Hann sigur at hann veit og kennir tann rætta vegin til Guds ríkið, sum vit mugu fylgja honum, og ganga inn gjøgnum tær røttu dyrnar, ið førir til Gud og dyrnar eru Jesus.

Ta hevur tann týdning, at vit skulu koma til Jesus fyri at koma til Gud. Vit hava brúk fyri Jesus, hansara orði, hansara góðu vegleiðing, hansara deyða á krossinum og hansara uppreisn. Allir hesir lutir og mikið meira sum jesus gevur okkum. Tað hava vit brúk fyri, fyri at koma heim til Gud í ríkið hansara.

Jesus er dyrnar, og ígjøgnum hesar dyr, Jesus, kunnu vit koma til Gud.

Til seinast í hesum teksti sigur Jesus, at, “eg eri komin til tess, at teir skulu hava lív og hava yvirflóð.” Lív er ikki bara lív. Vit kunnu verða meira ella minni glað fyri lív okkara. Tað kunnu verða meir ella minni góðir og vánaligir tilburðir í lívið okkara.

Jesus er komin fyri at geva okkum eitt heilt serligt lív, eitt gott og trygt lív her á jørð. Ikki eitt lív uttan trupulleikar, og bert eitt eydnuríkt lív, men eitt lív, har vit kunnu fáa troyst og góð ráð hjá Gudi. Men eisini eitt ævigt lív, ta hevur tann týdning, at vit koma til at doyggja her á jørð, men lívið vil halda fram heima hjá Gudi. Ta er undurfult og gott.

 

Týsdagur 17.04.2012

Náðigur Gud

 

Harrin er mildur og náðigur, hevur umbæri og mikla miskunn.  (Sl 103,8)

 

Tú hevur kanska ringt við, at kenna aftur lýsingina av Gudi í hesum versi. Tú mást viðganga, at Gud er á hendan hátt yvirfyri mongum menniskjum – men ikki yvirfyri tær! Tú kennir teg avvístan av honum, tú finnur onga kraft, tá tú sóknast eftir honum í orðinum, og tá tú roynir at biðja, so merkir tú hans vreiði og ikki hansara náði og bønarsvar.

Men hoyr nú Guds orð og verð fullvísur um, at tín mynd av honum er følsk – ja, er ein mynd av sátan, lýst av sátan og tínum egna villeidda hjarta. Tí tann sanna myndin av Gudi kemur til sjóndar her: ”Harrin er mildur og náðigur, hevur umbæri og mikla miskunn. Hann vil ikki altíð seta at okkum og ikki goyma vreiði sína um ævir.” (Sl 103, 8 – 9)

 

Tað er einki at ivat í, at tað er satt, at Harrin kann ákæra teg og vísa tær, at hann er vreiður og kann fjala seg fyri tær – ja, sjálvt gjøgnum longri tíðir, men hann kann ikki varðveita hesa støðu um ævir. Men gev gætur eftir hesum: Frá fyrstu til síðstu síðu í Bíbliuni váttast tað, at hann ongantíð heilt hevur vraka menniskju, sum vildu lata seg vegleiða og beina og sum í máttloysi og neyð til Gud vildu verða hansara børn. Bert menniskju, sum í sjálvsáliti og sjálvræði og fasthugsin hevur vanvirt og avsagt Gud, eru blivin avvíst av honum.

 

Hoyr her á hvønn hátt Harrin sigur: ”Tí at so sigur hin hátt hevjaði, sum valdið hevur um ævir og eitur hin heilagi: Eg búgvi á høgum, heilagum staði, hjá hinum sundurbrotna, hvørs hugur er niðurnívdur, til tess at lívga hug hinna niðurnívdur og hjarta hinna sundurbrotnu. Tí at eg seti ikki ævinliga at og reiðist ikki um allar ævir, annars mundi andin ørmaktast fyri mær, tær sálir, sum eg sjálvur havi skapað.” (Jes 57, 15 – 16)

Á hendan hátt ljóðar Guds orð. Tú kanst hava álit á framum tínar egnu kenslur og tað, sum tú kennir á tær! Tá eigur tú ikki lata sátan tekna eina falska mynd av Gudi. Tað er títt lív og tín frelsa, ið stendur uppá spæl.

 

Lat tað tí treingja inn hjá tær, at Gud ikki um ævir vil ákæra teg og fjala seg fyri tær, men at hann veruliga er miskunnsamur. Hann eymkar yvir menniskjunnar neyð og tolir ikki, at vit rópa til einkis eftir honum, so sum Jesus sjálvur segði: ”Og man tá Guð ikki lata síni útvaldu fáa rætt, tey, sum rópa til hansara dag og nátt? Og hevur hann ikki tol við teimum?” (Luk 18,7)

 

Og Harrin er miskunnsamur. Hann letur ikki okkara synd avgerð, á hvønn hátt hann skal fara við okkum. Nei, hann gerð eftir tí sáttmála, hann sjálvur hevur reist við okkum í Kristusi.

Og so er hann avgjørt seinur til vreiði. Hann fer ikki beinleiðis til verka og afturlønir, men bíðar í tolni, og heldur vísa okkum miskunn.

 

Hetta er tann einasta sanna myndin av Guds lyndi – óansæð hvussu mangar aðrar myndir, ið verða skapaðar í okkara innara!

Mánadagur 16.04.2012

Hvør sleppur inn

Stríðist fyri at koma inn ígjøgnum hinar trongu dyrnar... (Luk 13,24)

Jesus møtir einum, sum gjarna vil vita, um tað eru fáa, ið blíva frelst. Hann svarar ikki spurninginum, men minnir hann á, at stríðast fyri at koma inn ígjøgnum tær trongu dyrnar inn á vegin til Himmals. Tey eru mong, ið royna at koma inn gjøgnum dyrnar, men náa tí ikki, tí tey trúgva, at dyrnar eru so breiðar, at tey uttan umvending og trúgv kunnu koma ígjøgnum og vóna, at teirra stílreina og vakra lív vil ein dag bjarga teimum frá Guds dómi.

Jesus sigur eisini á øðrum stað, at vit skulu fara inn gjøgnum tær røttu dyrnar, Jesus Kristus. Ta vil siga, at vit áhaldandi skulu verða í orði hansara, sum talar um hitt tronga portri og eitt heilagt lív. Ella, eins og Paulus málber seg: “tey hava krossfest holdið við lystunum og girndunum. (Gal 5,24)  Og: “arbeiði upp á tykkara egnu frelsu við ótta og bivan.” (Fil 2,12)

Ísrael var ta fyrsta fólki, ið lærdi, at Gud er heilagur, og at eingin kann nærkast honum uttan heilagleika. Tí máttu tey læra, at venda sær burtur frá allari órættvísi og synd. Men tey mongu meintu, at hesin boðskapur ikki var til teirra. At tey í Guds eygum øll vóru syndarar, tað høvdu tey onga fatan av, og takkaðu heldur fyri, at tey ikki vóru eins og syndararnir. Tí vóru tað tollarar og syndara, ið tóku ímóti Jesusi og fylgdu honum, tí tey vistu, at tey høvdu brúk fyri Guds frelsu. So á hendan hátt blivu tey síðstu tey fyrstu, og tey fyrstu tey síðstu.

 

 

Sunnudagur 15.04.2012

Harrin, er mín styrki

 

Tí at fikutræið blómar ikki, og víntræið gevur ongan ávøkst, oljugróðurin svitast, og akurlendið gevur onga føðslu, seyðurin er rændur úr støðunum, og neyt eru eingi eftir í fjósunum. Men eg vil gleðast í Harranum og fegnast í Guði frelsu mínar. Drottin, Harrin, er mín styrki; hann ger føtur mínar sum hindanna og letur meg ganga yvir hæddirnar og hevja song við streingjaleiki. (Háb 3,17 – 19)

 

Um so var, at alt tað, sum kundi geva okkum inntøku miseydnaðist og einki vísti seg at eydnast fyri okkum, vildu vit tá eins og Habakuk sagt:”at eg vil fegnast , tí Harrin, er mín styrki”! Tað er lætt at siga, til tín Gud, eg havi sett mítt álit, men gera vit nú tað, um regni ikki kemur, so jørðin ikki gevur tað, sum er sáða. Ella vit verða rakt av eini sjúku, ella arbeiðsloysið?

 

Um so er, at vit eiga nokk av øllum, so er tað lætt at siga, at vit hava álit á Gud. Men sannleikin er nokk tann, at vit líta meira uppá okkara góðs og gull enn á Harran. Dávid hevði eina heilt aðra áskoðan, tá hann skrivaði: Harrans ráð eru rætt, gleða hjartað. Harrans boð eru rein, gera eygað bjart…. Teir eru dýrari enn gull og fjølmangir gripir.” (Sl. 19, 9 & 11)

 

Seta vit okkara álit á Gud, tá skulu vit ikki blíva til skammar, um so alt tað, ið vit sjálvi hava samla blívur til einkis. Harrans lóg og orð blíva aldri burtur. Og er hann bert við okkum og vit við honum, tá er alt gott, sjálvt um vit ikki kunnu síggja tað, tí hann er okkara styrki.

 

Skíris hósdagur 05.04.2012

Harrin til arbeiðis bjóðar

Tess vegna, mínir elskaðu brøður, verið fastir, óvikiligir, altíð framtøknir í Harrans verki, við tað at tit vita, at arbeiði tykkara ikki er burturspilt í Harranum! (1 Kor 15,58)

Vit hugsa vist mangan, at eitt arbeiðis átak fyri Gud, ikki hevur verði til nakra nyttu, og spyrja troytt og mótlítil: Hví? Men vit eiga at hugsa um lyfti í Jes. 55: “...orð mítt, ið fer av mínum munni, ikki venda aftur við ongum, men útinna tað, sum mær líkar, og fremja tað, sum eg sendi tað til.” (Jes 55,11) . Guds orð vendir ikki tómt aftur. Gud gevur ikki æru sína til onnur, men hvussu mangan hendir ta ikki, at vit gera gerningar í navni Guds, við tí baktanka langt inni í okkum, at vit sjálvi vilja hava rós og viðurkenning? Ella vit føra fram so nógva menniskja vitan, at ta vit siga, vendir meira móti okkum sjálvum, enn móti Gudi. Er ta tí, vit síggja so lítlan ávøkst?

Paulus sigur, at arbeiða fyri Harran, er ikki til einkis. Vit lesa í 1. Kor. 3, 13, at í Guds tíma skal eld royndin vísa hvussu arbeiðarin hevur gjørt verk sítt. “Um verkið hjá einumhvørjum brennur upp, tá skal hann missa hana; men sjálvur skal hann verða frelstur, men tó sum úr eldi.” (1 Kor 3,15)   Nógv av okkara arbeiði vísir seg at kunna brenna upp eins og hoyggj og strá í Guds royndar eldi. Og tá er ta eingin ágóði til okkum. Og sjálvt um vit blíva frelst, so koma vit at standa sum ónýtir tænarar, sum ikki hava brúk fyri teimum evnum, ið Gud gav okkum.

Tað er so mangt, ið bíðar eftir at vera gjørt, og vit eru óivað íðin eftir at vera við, men hugsa mangan, at tað dugir einki, ella hjálpir einki. Vit eiga í tí sambandi at minnast, at bøn er ein stórur partur av arbeiðinum í Guds ríkis víngarði. So kunnu vit ikki annað enn, at verða við til at biðja fyri Guds ríkis arbeiði. Harrin til arbeiðis bjóðar, kall títt er dýrt og hátt, stórt er verkið at inna, dagur líður brátt. (SB. 257, 1)

Mikudagur 04.04.2012

Samkensla

 

Lovaður veri Guð og faðir várs harra Jesu Krists, faðir miskunnar og Guð allar troystar.

(2 Kor 1,3)

Hvørji orð lýsa tað best, á hvønn hátt merkir tú, tá tú sært ein góðan vin, sum pínist. Hvørji orð lýsa best tínar kenslur, tá tú á skýggjanum sær eina mynd av svøltandi og flýggjandi menniskjum í Afrika ella har jarðskjálvti eins og á Haiti? Eina helst er tað orði ”samkensla”

Vit nýta mangan orði, men hugsa nokk ikki so nógv yvir týdningin av tí. Tá tú merkir samkenslu, so sannar tú, hvat Kristus kennir. Og tá tú sigur, at tú hevur samkenslu við nøkrum, so stendur tú við síðuna av tí menniskja og lýðir saman við honum eins og var tú í hansara stað. Eins og Jesus  lat seg hanga á krossin í títt stað, so vísa vit samkenslu, tá vit taka krossin uppá okkum, sum ein annar ber.

Gud ynskir ikki, at tú bert skal hava djúpa samkenslu við einum menniskja í djúpastu neyð ella støðu. Ert tú ikki glaður fyri, at Jesus ikki helt tað verða nokk, bert at hava samkenslu við tær í tíni stóru synd? Hann fór nógv longur, enn at hava samkenslu við okkara vánaligu støðu. Hann setti seg sjálvan í okkara stað, og hansara kærleiki hevur givið orðinum ”samkensla” nýggja merking í lívið mínum.

”…latum okkum ikki elska við orði og ikki elska við tungu, men í verki og sannleika.” (1 Jóh 3,18)

Sunnudagur 01.04.2012

...men vit rósa okkum eisini av Guði við harra okkara, Jesusi Kristi, sum vit nú hava fingið sáttargerðina við. (Róm 5,11)

Vit hava okkara errinskap í Gudi sjálvum! Ápostulin hevur  her fatur á nøkrum, ið er eitt tað størsta og vakrasta, ein kristin hevur, nevniliga ikki bert Guds gávu – men Gud sjálvan. Vit hava Gud sum okkara vin og Faðir, og tann vinskapur er tann veruliga kelda til gleðina hjá teimum trúgvandi longu nú, her í lívinum.

Við Guds vinalag fylgir harvið allar hans gávur. Hann gevur okkum okkara rættvísi, styrki, frið og troyst. Tí vit eru hansara børn og harvið eisini hansara arvingar eins og Paulus skrivar:  “Hann, sum ikki spardi sín egna son, men gav hann upp fyri okkum øll, hví skuldi hann ikki eisini geva okkum alt við honum?” (Róm 8,32)

Tá hevur tú eina serliga grund til at vera eydnusamur! Við tí vinalagi til tann almáttuga hevur tú heimsins størsta ríkidømi, hvussu fátækur tú enn er, hvussu vánaligur og hataður tú enn er, hevur tú ta størstu æru, ert tú tann mest einsamalli, so hevur tú til eina og hvørja tíð, ta vakrasta vinalag við Gud.

Í tí Gamla Testamentinum lesa vit millum annað. Dávid brúkar hesa vending um hetta ríkidømi, æru og gleði, sum øll kristin hava í Gudi: “Harri, klettur mín, borg mín, høli mítt, Guð mín, vernd mín, har eg fái lívd; skjøldur mín, virki mítt, horn mítt, har eg fái frelsu.” (Sl 18, 3)

Legg eisini til merkis, hvussu ápostulin enn eina ferð slær fast, at vinalagi við Gud eina og aleina er grunda á Jesusar gerning á Golgata fyri okkum. Vit eru sátt við okkara Harra Jesus Krist. So skjótt tú gloymir hetta og vendir eyguni móti tær sjálvum og tínum egna arbeiði, so vil tú missa móti grunda á tínar mongu syndir, og tú vilt ikki longur hava tín stoltleika í Gudi.

Grundarlagi fyri náðini er altso eina og aleina semja við Kristus, ikki nakra góðgerð ella nakað sum helst annað hjá okkum sjálvum. Tað er og blívur Guds ævigi kærleiki, sum myndar grundvøllin fyri felagsskapin millum hann og okkum. Hann gav okkum júst semju, meðan vit enn vóru fíggindar, meðan vit enn vóru ógudiligir syndarar.

Tann grundvøllur hvørki ridlar ella fellur, heldur ikki tá vit snáva ella falla! Hoyr ta bert enn eina ferð. Tá Gud heilt uttan eggjan gjørdi ta størsta av øllum. Gjørdi fíggindar til vinir, so er tað einki, sum kann fora honum at rætta hond sína út móti okkum – sjálvt um vit eru køld og avvísandi. Vit eru keypt dýrt, og tí sær Gud ikki longur syndir okkara og dømir okkum eftir lógini. Nei hann ynskir at vera mildur og náðigur móti okkum og leiða okkum ígjøgnum til ta sælu, sum hann hevur skapt og ta semju hann hevur gjørt fyri okkum!

Hósdagur 29.03.2012

Tann smali vegurin

Hava vit valt, at fylgja Jesusi, uppdaga vit skjótt, at vegurin er smalri enn vit høvdu hugsa okkum. Og skulu vit ikki slaka í okkara avgerð, at ganga á tí smala vegnum, so eiga vit hvønn dag at hava orðini frá Sálmanum sum grundvøll undir fótum okkara: “Altíð Harran eg havi fyri eygum mær, við honum til høgru handar mær eg fastur standi.” (Sl 16,8)

Á tíð smala vegnum eiga vit at ganga í ótta og bivan og ikki missa okkara fríðmóð. Ver glað í Harranum uttan tilgjørt kæti. Flyt alt yvur á Gud uttan sjálv(ur) at leggja hendurna í fangi. Ver avgjørdur í Kristusi, uttan at hevja teg sjálvan upp. Og verð brennandi fyri at frelsa onnur. Og stríðast framm móti málinum uttan at troyttast. Og verða trúgvur í sannleikanum, uttan at missa kærleikan til okkara næsta.

Hesar fyrisetningar, sum vísa, hvussu smalur vegurin er. Og  at liva eftir teimum er eitt stríð løtu fyri løtu, tí teir skulu lærast av erfaring saman við mongum øðrum. Og at ganga hann, uttan at Gud er við okkum, megna vit ikki. At ganga eftir tí smala vegnum hevur sum mál, at vit meira og meira koma til at líkjast Jesus okkara Harra og Meistara, og at lata tað nýggja, sum er lagt niður í okkum, tá vit komu til trúgv, vaksa, so tað kann berða frugt, Gudi til æru. At túgva er at halda í hendur frelsarans og lata andan valda á leið til himnalands. MS. 502, 6

Mikudagur 28.03.2012

At fylgja við streyminum

At Paulus skrivar til fillippimanna, at teir skuldu arbeiða við ótta og bivan uppá teirra frelsu, so er ta ásannan av, at teir tá og vit nú eru í vanda fyri at steðga upp og ikki longur stríðast fyri at vera á himmal vegnum. Í brævi sínum til korintmanna skrivar Paulus, at tað, at vera ein kristin kann líknast saman við ein persón, ið rennir á einum bana fyri at vinna. Og um seg sjálvan sigur hann: “Men eg temji likam mítt og kúgið tað, fyri at ikki eg, sum havi prædikað fyri øðrum, sjálvur skal verða rikin aftur.” (1 Kor 9,27)  

Vit hoyra mangan orðafelli, at fylgja við streyminum. Eisini fyri ein kristnan er tað lættari at fylgja við streyminum. Mest sum av sær sjálvum trúgva vit, at har sum tann stóri streymurin gongur, har er tann rættasti vegurin. Men vit eiga ikki bert at fylgja við. Tað er okkara skylda gjølla at vita, at Bíblian eisini peikar tann vegin, sum streymurin rekur. Gjøgnum tíðirnar hava mong veri noydd til at venda um og gingið  móti streyminum. Var tað nakar, sum gekk ímóti streyminum, so var tað Paulus, og seinri Luther og mong, mong onnur. Heb. 11, er ein long frágreiðing um menniskju, sum vóru líðin móti trúnni á Gud, og ikki bert fóru tann vegin, sum fjøldin gekk.

Vit mugu mangan sjálv ganga ímóti streyminum. Tann trúðarvegur, sum víst verður á í Bíbliuni, er áhaldandi undir álopi, við hvørt frá tí einu síðuni og so frá hini síðuni. Vit eiga ikki treytaleyst, at fylgja við streyminum, men til eina og hvørja tíð royna ta, vit hoyra, í ljósinum av, hvat Bíblian sigur, og fyrst og fremst byggja á, hvat hon lærur.

 

Týsdagur 27.03.2012

 

Andaliga ljósi

 

Tað fólkið, sum gongur í myrkri, skal síggja stórt ljós...(Jes 9,2)

 

Tað andaliga myrkur, sum lá tungt yvir Guds útvalda landi, sum hevði sæð so nógv av hansara góðgerðum, og har so mong trúføst høvdu verði lýðin móti Guds boðum og fyriskipanum. Myrkri hevði yvirtikið ljósi. Men lyfti um eitt barn, ið vildi koma við tí sanna ljósinum til jarðar, var nær síni tíðarfyllu. “Tí at barn er okkum føtt, sonur okkum givin”. (Jes 9,6) Gjøgnum øldir hava fjøldir av trúgvandi menniskjum biðið: “Tíð, at títt er ríkið, valdi og heiðurin!” Og Jesaja profeteraði langt undan Jesu føðing: “...á herðum hans skal høvdingadømið hvíla...frá nú og um allar ævir.”(Jes 9,7)

 

Tað ljós, sum Jesaja greiðir frá her sum eitt stórt ljós, tað hava vit fingið náði til, at liva okkara lív undir. Í tí, kunnu vit síggja vegin til frelsu og rættvísi, so vit í okkara hjørtum kunnu tilbiða hann sum konganna Kongur, á hvørs herðum høvdingadømið hvílur. Eina fer um árið, er Jesus mittpunkti í okkara gleðifest, men skjótt vendir daglidagurin aftur, og Jesus blívur ikki longur á sama hátt bjóðaður vælkomin, at vera okkara høvuðsgestur. Men Jesu navni er tað kærasta, ið vit eiga, tí bert við tí navninum kunnu vit Frelsast, og vera lyft upp frá einum innihalds tómum lívið. Bert  í hesum navninum, hava vit frið í lívið og deyð. Og bert hetta navni gevur gleði, hátíð og tøkk hvørja ferð vit samlast ella eru einsamøll. Lat okkum altíð takka Jesus fyri gávuna hann barð okkum inn í ein myrkan og kalda heim, og lyfta Jesu navni hátt.

 

Navnið, sum av øllum ber, er Jesus,

tað lýsir framman fyri stavn.

Tí einki annað navn kann okkum frelsa

einki, einki annað navn.

MS. 82, nl.

 

Fríggjadagur 23.03.2012

Tí at vit hava eisini fingið gleðiboðini boðað líka so væl sum hinir; men orðið, sum teir hoyrdu, gagnaði teimum einki, tí at tað ikki rann saman við trúnni hjá teimum, sum hoyrdu tað. (Hebr 4,2)

Mong hava hoyrt evangeliið, men trúgva ikki at ta er Guds orð. Ta er syndarligt, tí alt er tilgjørt til teirra frelsu frá tí at heimsins grundvøllur var lagdur. Ta eru eisini mong kristin, ið liva av hungursmati, tí at djúpt í teirra hjarta liggur vantrúgvin, ið hindrar trúnni í, at hvíla í Guds lyftum. Ein slík vantrúgv gerð, at lívið saman við Gudi ikki nær til ta støði av trúgv og heilagleika, so sum Bíblian vísir okkum á, er Guds ætlan fyri sítt fólk. Uttan trúgv er boðanin um Gud uttan virði. Tí er so nógv andaliga flógv í millum okkum. Paulus talar um, hvussu stóran týdning tað hevur at kenna Guds orð, tí uttan kunnleika um hann, so er eingin trúgv. “Hvussu skulu tey tá ákalla tann, sum tey ikki trúgva á? Og hvussu skulu tey trúgva á tann, sum tey ikki hava hoyrt um? Og hvussu skulu tey hoyra, uttan at onkur er, sum prædikar?” (Róm 10,14)

 Men fyri at fáa tey røttu viðurskiftini við Gud, so eiga vit av øllum hjarta, at leggja okkum eina við, at alt verður gjørt heilhjartað, tí ta flógva førir ikki til nakað. Ta má verða ein bøn, eitt neyðarróp frá hjartanum, so Gud sær, at vit í álvara ynskja frígering frá syndini og fáa part í frelsuni við trúnni á Jesus Kristus. Vit kunnu gera hetta ørindi til okkara bøn: Klettur, klovin fyri mær, lat meg fáalívd hjá tær! Lat tað vatn og blóð, sum fleyt hjarta frá, tá dagur treyt, tváa rein øll misbrot vár, syndasekt og syndasár! (SB. 173, 1)

Hesi orð, eru sum ein nýggj umvending fyri meg! Ta sigur amen í hjartanum, tá eg hugsi um alt tað, sum Jesus mátti ígjøgnum fyri at frelsa okkum, og eina helst í hesi føstutíð, har vit hoyra um líðingarsøguna um Hann.

 

Hósdagur 22.03.2012

Um undurverk øll hans mælið..., ið Harran dýrka... (Sl. 105, 2 - 3)

Bert ta, at halda eini Bíbil í sínum hondum er eitt undur. Mangt er gjørt fyri at oyðileggja hana, men Gud hevur varðveitt hana. Jesu lív og gerningur á jørðini var eitt undur - eitt satt mannalív, men uttan synd! Hansara deyði og uppreisn var eitt undur. At vit kunnu verða fødd av nýggjum er eitt undur. At koma til, at hvíla í, at syndin er fyrigivin við trúnni á Jesus, er eitt undur. Og at Gud kann broyta eitt menniskja er eitt undur so stórt, at vit kunnu ikki fata ta.

Undurverk Guds er á hvørji stund okkum fyri eyga. Eins og tað stendur í sálminum: “Upp alt, ið Harrin hevur gjørt!”, er ein sterkur vitnisburður um Guds skapandi undur. Ta lítla blaði á eininotu, er eitt undur so stórt, at um allir kongar gingu fram á rað og vístu megi mesta, teir megnaðu ei minsta blað á notulegg at festa. Men ta størsta undur er, at eitt menniskja er samansett av anda, sál og likam og ikki er mynda til eitt stutt lív her á jørðini, men til ævir, at liva í Guds námind. Men grunda á syndina í heiminum og í okkum hava vit mist tann gudgivna reinleika, og mugu tí, um so er, at vit um ævir vilja verða saman við Gudi. Føðast av nýggum! Tað er tað, ið hendir í tí nýggju føðingini. “Eingin kann síggja Guðs ríki, uttan hann verður føddur av nýggjum.”  (Jóh 3,3)

Tá vit síggja øll Gud undur, so mugu vit gleða okkum yvir hansara skapandi stórleika í øllum, hvat vit hoyra og síggja. Og ikki minst, at hann út av einum miseydnaðum menniskja kann reisa eitt elskuligt, gott og gudsóttandi menniskja. Halleluja! Gud mikil er! Og himin: Amen! Svari.

Mikudagur 21.03.2012

Jesus kom fyri at leita eftir og frelsa ta burturmista

Eingin kann arbeiða seg inn í Himmalin, ella bert at velja sjálvur vegin fyri at náa hann. Jesus sigur: “Eg eri vegurin og sannleikin og lívið. Eingin kemur til faðirin uttan við mær.” (Jóh 14,6) Sakeus kom til forstáilsi um hetta og tók ímóti Jesusi av øllum hjarta. Jesus segði um hann: »Í dag hevur frelsa verið hesum húsi fyri, við tað at eisini hesin maður er sonur Ábrahams; tí at menniskjusonurin er komin at leita upp hitt farna og at bjarga tí.«  (Luk 19,9 - 10)

Jesus spurdi ikki, um Sakeus var ein góður, virdur íbúgvi. Hann sá, at Sakeus visti, at hansara  frelsa ikki var tengd av, hvat hann kundi ella vildi, men Jesus. Og hann visti, at við Jesusi vildi ta koma rættvísi inn í lív hansara. Tí var hann eisini tilreiðar til meira enn at gjalda aftur ta, hann sum tollari hevði kravt ov mikið frá, enn hann hevði krav til.

Jesus kemur ikki til tey sjálvrættvísu, men til tey, sum angra teirra syndir, og játta, at tey hava brúk fyri Guds frelsu og biðja hann koma inn í hjørtu teirra. Gev einum hjarta, sum tiga ei kann, loyvi at siga frá tí, sum tað fann! Tað er mítt rós, og tað vitni eg: Eg eri ein frelstur syndari! (Sigurstónar 31, 4)

 

 

Leygardagur 17.03.2012

Persónlig játtan

 

»Hvør nam við klæði míni?«  (Mark 5,30 )

Ein kvinna, sum hevði verði sjúk í tólv ár hugsaði, at um hon bert kundi koma til at nema við klæðini hjá Jesus, so kundi hon verða grødd.

Og, tað var henni fyri. Hon nam við kappan hjá Jesusi, og var frísk. Tað merkti Jesus, tí tað gekk ein kraft út frá honum, og hann vendi sær á, og spurdi: »Hvør nam við klæði míni?«

Jesus visti hvør tað var í nam við hann. Tað var ikki tí, at hann ikki visti hvørt tað var, ið nam við hann. Tað var fyri kvinnurnar skuld. Hann vildi hava hana fram í ljósi. Øll, ið vóru tilstaðar, skuldu síggja og vit, hvat, ið var hent við hesi kvinnu. Hon skuldi játta sína trúgv og álit á Jesus meðan øll fjøldin hoyrdi.

Um Jesus ikki hevði spurt og ikki hevði rópt hana aftur til sín, so hevði hon óivað verði grødd og fari frá Jesusi. Men nakað meira hevði hon ikki fingið. Nú vildi Jesus, at hon játtaði sína trúgv á hann, og tað hevði við sær, at hon kundi fáa meira enn grøðing. Hann fekk givið henni sjálva frelsuna, og hon kundi fara frá Jesusi bæði frísk og sum eitt nýtt menniskja. Frelst av Jesusi.

Her síggja vit árini av eini persónligari játta, tá eitt menniskja byrjar at trúgva á Jesus. Sjálvt lívið í einum menniskja hjarta, andaliga tala, byrjar við trúnni á Jesus. Men hetta lív má koma til sjóndar yvir fyri øðrum menniskjum. Ger tað ikki tað, so er tað eins og ein spíri undir svørðinum. Hann hevur sjálvsagt lív, men kemur hann ikki upp úr svørðinum og fram í dagsljósi, so følnar hann aftur.

Tað er ikki gjørligt, at halda trúnna á Jesus loyniliga og samstundis áhaldandi at hava eitt lív í Gudi. Trúgvin má gera seg til kennar gjøgnum munnin hjá tí kristna, og á annan hátt í hansara lívið, annars følnar hann vek aftur.

Tað vísir hvussu stóran týdning, tann persónligi vitnisburðurin um Jesus hevur fyri  okkum, ið trúgva á hann. Og á sama hátt, vil tað føra við sær, ein vitnisburð til tey, sum enn ikki eru komin til trúgv á Jesus.

 

 

Mikudagur 14.03.2012

Veðhald uppá arv okkara

 

Hann sum er pantur um arv okkara, til endurloysingar av ognini... (Ef 1,14)

So leingi, vit eru her í likaminum, so mugu vit taka til takka við veðhaldinum, sum Gud hevur givið okkum frammanundan, sum forskot, hvat hann seinri vil geva okkum í Himlinum, í ríkiligum máti. Sjálvt tá vit eru fylt av Guds Anda, so er hetta veðhald tó bert ein ábending um ta sælu, ið er so undurfult, at vit ikki vilja skifta við nakað, sum hesin heimur hevur at bjóða. Hetta er ein ábending um tað komandi, sum Gud hevur goldið fyri, fyri at keypt okkum leys frá einum træla lívið av ótta fyri tí ókendu og óndu makt. Í tungum døgum kunnu vit hóast alt lyfta okkara høvur og venda eygu okkara móti himli og takka Gudi, tí sigurin er hansara, og vit eru í honum. Hansara sigur er eisini okkara sigur, og vit eru borgarar í hansara ríkið gjøgnum trúnna á Jesus. Ja, Andin, sum vit hava sum veðhald, er ein vitnisburður um, at vit kunnu kalla tann heilaga, Almáttuga Gud fyri Faðir okkara.

Kann ta síggjast á okkum, at hava eitt slíkt veðhald í hjarta okkara? Yvir alt har sølufólk koma, so viðganga tey, hvat tað er tey selja. Men millum kristin kann man mangan vera saman við teimum í longri tíð uttan at leggja merki til, at tey eru kristin. Er ta á sama hátt hjá okkum, so hava vit grund til at vera bæði sorgarbundin og smoykin. Skulu vit, sum hava eitt ófølnandi veðhald í okkara hjarta um, at Gud hevur tikið ímóti okkum, eiga vit so ikki bæði at vera stolt, glað og takksom, og siga frá við stoltleika og frímóðið til onnur? Og hvussu andaliga rík vit eru, kunnu vit lesa um í Efesusbrævinum fyrsta kap. Gud hevur givið okkum náði omaná náði í Jesusi Kristi.

 

Sunnudagur 11.03.2012

Faðir, í tínar hendur... (Luk 23,46)

 

Í einum sálma sigur Dávid: “Tær í hond gevi eg anda mín. Tú vilt mær bjarga, Harri, tú trúfasti Guð.” (Sl 31,6)  Okkara Frelsari, sum kendi Skriftina út og inn segði hesi orðini av Dávidi sum síni síðstu orð á krossinum áðrenn hann andaðist. Er ta ikki vakurt, tá lív okkara svinnur burtur, tá at vita, at Jesus hevur gingið vegin undan okkum og hevur broti deyðans megi. Hann, sum er uppreisnin og lívið, hevur sigra á deyðans makt, sum gjøgnum ártúsund hevur hildið mong sum fanga av ótta og ræðslu. Men vit sum trúgva á tann upprisna Frelsara, vit hava einki at óttast. Deyðin hevur mist brodd sín, og kann ikki stinga okkum meira.

 

Mong eru vist tey, sum teirra síðstu ár biðja um, at við teirra deyð mugu koma at æra tann Frelsaran, sum tey hava tænt. Og tey eru mong, sum hava sagt frá, tá tey við deyðasongina hava siti, at ta er blivin til ein grípandi vitnisburðar um, at Gud hevur sent sítt náðiljós, so  tann doyggjandi við einum smíli hevur rætt hendurnar fram móti - hevur ein varhugan av - Guds eingli, ella okkara Harra Jesusi sjálvum.

 

Deyðin kann óvænta verða á vitjan hjá okkum, tí ræður tað um, at vit til eina og hvørja tíð eru  tilreiðar til ferðina og dag og dagliga yvirgeva anda okkara í Guds hendur. Skulu vit, tá Jesus kemur, honum møta frelst og frí, síggja glað hans ásjón mildu, koma tá hans ríki í? Hesi vónríku orð yrkti Horace Louis Hastings, og hann livdi millum 1831 og 1872. Og eru tey líka áleikandi í dag, nú hálvtannað hundrað ár seinri. Ta er vert at taka til umhugsunar, hvar skal eg verða hin eina dag. Ta eru bert tvey støð, at velja ímillum, og hevur ein ikki valt Himmalin, og Frelsuna í Jesusi, so hevur hann valt helviti.

 

Leygardagur 10.03.2012

Harrin kennir menniskjunnar hugsan, at hon bert ein fáfongd er. Í hjartans tunga móði mínum uggaðu sál mína troystarorð tíni! (Sl. 94, 11 & 19)

 

Vit kenna øll til, at ta koma tungar tíðir, har ófriðar hugsanir ávirka okkum, og har ótti treingir seg á. Sálmaskaldið kennir eisini til ófriðar hugsanir, men eisini kennir hann til, at Guds uggan gerð hann glaðan. Vit elska ta spegilsblanka vatni, har alt andar frið, og lívið glíður spakuliga framvið sum vanligt. Tá er tað ikki so tungt, at siga Gudi takk fyri dagin. Men tá ta kvirra vatni øsist upp av stormi og brotini ganga høgt og skola inn yvir okkum, tá er ta ikki so lætt at vera róligur meira. Vit eiga at fara meira inn fyri Guds náðitrónu fyri at læra, at sjálvt um vit eru órólig uttan, so kunnu vit verða rólig innan, tí vit seta okkara álit á, at Gud, ið hevur hjálpt til nú, at hann vil hjálpa okkum framyvir.

 

Sátan fyllir okkum gjarna við gremjan, um hann fær loyvi til tess, og leiðir okkum út hagar, sum vit ikki longur kunnu síggja nakran veg. Men vit eiga at fara ímóti honum og siga, at vit hava sett okkara álit á Gud. Á hvønn hátt tað enn gongst okkum, so eru vit í hansara hondum. Men Gud gevur loyvi til við hvørt, at vit verða roynd, so at vit kunnu styrkjast og síggja, at tann, ið setur álit sítt á Gud ikki verður týndur, men kemur ígjøgnum trongdirnar við enn størri áliti á hann. Kanska hann ikki hjálpir á tann hátt, ið vit vónaðu, men førir okkum eftir eini aðrari gøtu, um so er, at vit fylgja honum, og halda okkum nær til hansara. Styrki tú fært, um bert royna tú vilt; før tey á beinan veg, leið tey í tolni, sig teimum lívsins orð skilliga, stilt! (Sigurstónar 388, 4)

 

Mikudagur 07.03.2012

Alt hetta vil eg geva tær... (Matt 4,9)

 

Tað er gamalt, at djevulin er snúin fyri at fáa okkum til at trúgva, at hann vil geva okkum nakað. Hann gevur okkum einki slett einki, men letst sum um, at hann gerð tað. Tá eitt ungt menniskja hoyrir kalli til umvendingarnar, so sigur hann: Tú fært einki burtur úr tínum ungdómi, og alt tað, ið er vert at liva fyri. Bíða til tú blívur gamal! Ella hann teskar okkum í oyru: Tey kristnu eru so keðilig. Gerð teg leysan og liv lívið!

 

Onnur lumpar hann til at trúgva, at jarðiska góðsi gevur lívinum innihald, og fær okkum til at jagstra eftir tí, ið er forgeingiligt, og ikki síggja ta óforgeingiliga, sum Gud gevur okkum í Jesusi Kristusi. Snítarin stillar okkum eins og uppá eitt fjall og bjóðar okkum alla heimsins gleði fyri at freista okkum. Hann biður okkum ikki um beinleiðis tilbiðjan, men hann veit, at tá vit ikki liva í einum innarligum samfelag við Gud, og andaliga liva í hansara orði, so vil frástøðan til Gud blíva longri og longri. Og at lata verða við at tilbiðja og takka Gudi er ein óbeinleiðis tilbiðjan av djevlinum.

 

Alt hetta vil eg geva tær, fatar eisini um tann falska átrúna. Tey bjóða fram eina stjørnumynd og illum andum, ið skal geva teimum alt, men sum heldur tømir okkum fyri andaligt ljós og setir í staðin myrkur.   

 

Djevulin var ein lygnari og mordari frá byrjan. Og ta er bert við at lesa Bíbliuna, vit kunnu fáa andaligt ljós inn í sál okkara, so vit kunnu síggja, at hann er ein snítari. Vit eiga ikki at trúgva honum, tá hann sigur: “Alt hetta vil eg geva tær!”  Bjarga teim doyggjandi, reis tey, ið falla, rív tey í miskunn av fíggindans hond, far eftir burturvilstum, bundnum og særdum – Jesus vil frelsa tey, loysa øll bond!

 

Leygardagur 03.03.2012

Lít á Harran  

 

Lítið allar ævir á Harran, tí at hann er ævigur klettur. (Jes 26, 4)

 

At líta á Harran hevur ikki tann týdning, at vit bert skulu sita hendur í favn og ikki arbeiða fyri okkara egnu sælu og fyri Harran, tað tíð, hann gevur okkum loyvi til at virka her í heiminum. Paulus skrivar, at vit skulu arbeiða uppá okkara egnu frelsu við ótta og bivan,  “tí at tað er Guð, sum virkar í tykkum bæði at vilja og at virka, eftir sínum tokka.” (Fil 2,13), tað hevur tann týdning, at vit hava eina persónliga ábyrgd, og ikki kunnu geva øðrum skylduna, um so er, at vit ikki vaksa andaliga.

 

 Vit frelsast ikki av nøkrum, sum vit sjálv kunnu, men við at “líta inn í hina fullkomnu lóg frælsisins og heldur á við tí.” (Ják 1,25) Okkara egni vilji kann ikki leiða okkum fram til, at taka ímóti Guds frelsu. Tað er Gud, sum má leiða okkum, so vit trygt náa fram til bæði at vilja og kunna. Tínæst hendir ta við Hansara stóra inntriv ein spakulig broyting í okkum, so okkara egni vilji meira og meira falla saman við Hansara og alast upp til at blíva Guds ólastandi børn við at lata okkum leiða av Guds Anda og trúgv á Jesus.

 

Tann, ið hevur álit á Harran, vil til eina og hvørja tíð hava eina lykt fyri fótum sínum, ið upplýsir tann rætta vegin fyri okkum. “Vitið, at Harrin er Guð! Hann okkum skapaði, og hansara vit eru, hans fólk og tað fylgi, hann røktar.” (Sl 100, 3)

 

 

Hósdagur 23.02.2012

Eingin krossur eingin krúna

 

....vit eiga at ganga inn í Guðs ríki gjøgnum mangar trongdir. (Áps 14,22)

 

Ta finst einki betur enn, at velja Jesus sum Frelsara og Harra, tí allir hansara vegir eru fullir av náði og sannleika. Har onnur bert finna tómleika, har møta vit, sum fylgjast við Jesusi, lív og gleði. Men lívið saman við Jesusi er ikki uttan stríð, Jesus tosar um, at hansara eftirfylgjarar fyri hansara skuld mugu gjøgnum mangar trupulleikar. “Og fyri landshøvdingar og kongar skulu tit verða førdir fyri mínar sakir til ein vitnisburð fyri teimum og fyri heidningunum.” (Matt 10,18)  Vit eiga ikki at trúgva, eins og nøkur boða, at vit kunnu bjóða yvir trupulleikunum, so teir hvørva.

 

Jesus møtti nógvum trupulleikum, og gekk sigrandi gjøgnum teir allar - ikki uttanum teir. Tann sama vegin mugu vit ganga, um so er, at vit skulu inn í Guds Ríkið. Bíblian sigur heilt greitt: “...so framt sum vit líða við honum, til tess at vit eisini skulu verða dýrmett við honum.” (Róm 8,17) Slíkar trongdir eru av dupultum slag. Ta koma freistingar frá okkara gomlu ílegu, sum í sær sjálvum er vantrúgv, hørð og treisk, og áhaldandi hevur hug til syndina. Og ta eru trongdir frá hesum heimi, sum krossfesti Jesus, og síðani hava stilla seg tvitin yvirfyri Jesu eftirfylgjarum. Játta vit trúnna á Jesus, so er heimsins spott og háan ikki langt vek.

 

Skuldu vit tá ynskt, at ta vóru ongar trongdir? Nei! Paulus skrivar: “...men vit rósa okkum eisini av trongdunum, við tað at vit vita, at trongdin virkar tolmóð.” (Róm 5,3)  Uttan trongdir eingin krúna. Lovaður veri Gud fyri eitt hvørt menniskja, ið gongur í Jesusar fótafetum!

 

Mánadagur 20.02.2012

 

Eins og seyðahirði goymir hann at teimum og savnar tey við arminum; lombini tekur hann upp í føvningin og leiðir ærnar lagaliga. (Jes 40,11)

 

Jesus talaði mangan til ta stóru fjøldina - ja enntá til lærusveinar sínar - í myndatalu, tí teir stóru sannleikarnir á hendan hátt blivu lættari at fata. Í hesum stykki, sum eg skrivi í dag, so vilja vit hyggja eftir eini myndatalu frá GT, har vit verða líkna saman við eina seyðagongu, sum hevur sjálvan Harran sum hirða. Og vit hava brúk fyri einum hirða við Guds kunnleika, megi og kærleika, tí rundanum seyðafylgi eru ta rovdjór, sum til eina og hvørja tíð eru til reiðar at fáa ein ella annan út úr fylginum.

 

Hví verða vit líknaði saman við eitt seyðafylgi? Seyður er millum tey djór, ið eru tey mest verjuleysu og kend fyri teirra manglandi kunnskap. Menniskju eru, tá tey ganga teirra egna vegir, ikki betur stødd. Mitt í okkara kunnskapi eru vit ikki før fyri at stýra uttan um Sátans gørn og selja okkara sál til svikafullar hugborgir. Tí hava vit brúk fyri einum hirða, sum bæði heldur vakt og leiðir okkum: “Á grasgóðum fløtum hann letur meg liggja, til hvíldaráir hann leiðir meg. Og fyri navn sítt meg beinir á rætta leið.”(Sl 23, 2 - 3) Tí Gud vil verða okkara hirði, og harvið ein hirði, ið hevur umsorgan fyri øllum seyðafylginum, so ber hann “og lombini tekur hann upp í føvningin og leiðir ærnar lagaliga.”(Jes. 40, 11) Hann sær tørvin hjá hvørjum einkultum og hevur umsorgan fyri, at øll skulu hava verju og kunnu verða í hansara námindum, har: “tín stavur og tín keppur, teir ugga meg.” (Sl 23,4) Harrin er hirði mín, ongan sakn eg kenni. (Sl 23,1)

 

Sunnudagur 19.02.2012

Tel Guðs gávur!

 

Blóðið skal vera tykkum tekin...  (2 Mós 12,13)

 

        Tær fyrstu páskirnar, tá Guð við sterkari hond leiddi Ísraels fólk út úr trælaokinum í Egyptalandi, bað hann tey strúka blóð av einum lambið á durastavirnar. Tá so deyðseingilin fór gjøgnum býin fyri at straffa Farao og fólk hansara við at sláa í hel tann frumgitna í hvørjum húsi, vildi deyðseingilin fara um tey hús, har hann sá blóðið á durastavinum. Við seinri ofringum í templinum og ígjøgnum alt GT lærdi Ísrael, at tað var ikki fyrigeving fyri nakra synd uttan við úthelling av blóði.

                     

          Men at hetta blóð bert var ein fyrimynd, bleiv aftur og aftur boðað teimum frá. Jóhannes kallar Jesus fyri: “Guðs lambið!”Tað var Jesusar deyði og blóð, sum ofringarnar í GT vístu á. Hann vann okkum æviga endurloysn, so vit nú hava fría atgongd inn í halgidómin. Men hesin durur er einans opin fyri okkum, um so er, at vit hava tikið ímóti rættvísini, sum Guð gevur teimum, sum í trúgv fáa part í reinsingin við Jesu blóði.

                     

          Vit eiga at hava frímóð til at boða fyri øllum, at við trúnni á Jesus er vegurin opin til náðitrónuna. Øll, sum iðra seg um synd sína, kunnu koma við allari syndabyrðuni og fáa lut í Guðs rættvísi. Hvør kann tá siga nei til eitt slíkt tilboð: At verða rættvísgjørdur og at syndabyrðan verður tikin frá einum? Drála ikki! Tí tá tú ikki ert meira millum tey livandi, er tað ov seint at venda um!

 

So ígjøgnum stríðið, um tað enn er hart,

miss ei mótið, um tú ongan útveg sært!

Tel Guðs gávur! Einglar skulu fylgja tær,

til títt eyga peluportrið opið sær.

Leygardagur 18.02.2012

Bønarinnar

loyndardómur

 

Um tit hava trúgv sum eitt sinopskorn, tá kunnu tit siga við hetta fjallið: »Flyt teg hiðani og hagar,« og tað skal flyta seg, og einki skal verða ógjørligt hjá tykkum. ( Matt. 17, 20).

 

                      Alt lívið er ein loyndardómur. So er tað ikki so undrunarvert, at bønarlívið eisini hevur sín loyndardóm.

                 Hvussu kann bønin avrika so stór verk, tá hon sjálv er so veik?

                 Ole Hallesby skrivar soleiðis í bókini “Fra bønnens verden”:

                 Fyri tann, sum fer lætt um, kann hesin spurningur tykjast óviðkomandi. Tað stendur jú skrivað, at um man bert hevur trúgv, so kann ein flyta fjøll. Tað velst bert um trúgv. Bønin verður so kravmikil, tí tann biðjandi er sterkur í trúnni. Og er tann biðjandi ikki sterkur trúnni, so koma tað heldur ikki nøkur kraftarverk út frá bønini.

                 Ja, so eintáttað kann tað tykjast fyri nøkur. Men soleiðis er ikki fyri tey, sum hava aðrar royndir frá bønarinnar loyndarfulla heimi. Tey eru ikki hjálpt við so lætta loysn. Tey vita av sonnum, at stórar og kraftamiklar hendingar koma eftir eina trúarstyrkjandi bøn. Bønarandin teskaði inn í teirra hjarta: Bið um tað nú, so skalt tú fáa tað.”Og so var ein heilt vísur í at vera bønhoyrdur, áður enn ein hevði biðið.

                 Men ofta gekst ikki so gott, tvørturímóti. Tí tey mest óvanligu bønarsvar fingu tey, júst tá tey bæði áðrenn og undir og eftir bønina vóru uttan vissuna, ja sum tey sjálv hildu — vóru uttan trúgv. Tá svaraði Gud við teimum størstu og mest undrunarverd bønarsvarum.

                 Hetta verður ikki skrivað um í dagbløðunum, men tað eru mangar upplivingar í kvirruni saman við systkjunum, av Harrans smáu og fátæku vinum. Lov og tøkk!

                 Fyri slík biðjandi menniskju blívur hetta undrunarvert: “Hvussu kann bønin avrika so himmalsk ting, tá hon sjálv er so veik?”

                 Loysnin á gátuni liggur í sjálvari samansetingini av bønini.

At biðja er at lata upp fyri Jesusi, so at hann kann koma inn í okkara neyð við sínum almátti. Tá sanna vit, at tað er ikki bundið av okkara vissu ella frímóðið ella nøkrum øðrum, men bert av einum: At vit lata upp.

                 Og tað er, eins og vit fyrr hava sæð, ikki ein spurningur um kraft, men um vilja. Vil eg hava Jesus inn í mína neyð?

                 Men tann spurningurin er tengdur at mínum hjálparloysi. Tí er bønin eitt loyndarfult amboð, ið bert kann brúkast við fullari ávirkan til at fáa mest burturúr hjá tí hjálparleysa.

                 Hetta kann samanlíknast við eina mynd frá okkara  daglig-degi. Tað er nóg mikið til av el - kraft. Men streymurin má setast til. Og nú hava vit ein lítlan lut, ið vit kalla fyri “avbrótari”.

                 Bert við at trýsta á knøttin, so er kraftin loyst og fer um alt húsið. Og sum vituligt er, skal ikki nógv megi til at ávirka avbrótaran.

                 Við syndafallinum bleiv ikki bert okkara sál loyst frá Gudi, men allur kraftkaðalin bleiv  lagdur í oyði. Fyri at fáa hann umvældan, mátti Jesus líða og doyggja. Men leidningurin varð afturgjørdur. Og vit kunnu øll koma innaftur og fáa part í teimum himmalsku kreftum. Og bønin er tann lítli loyndardómurin, har vit kunnu setast til aftur, so frelsunnar mongu kreftir kunnu streyma inn í okkara sál og okkara likam og gjøgnum okkum víðari út til onnur, so langt sum okkara umsorgan og úthaldni røkkur til.

 

 

Hósdagur 16.02.2012

Tí at Guðs starvsfelagar eru vit ...(1 Kor 3,9)

Guðs starvsfelagar! Tann hugsan er so stór, at vit næstan ikki í álvara kunnu fata, at tað kann verða rætt. Hann, tann øgiligi, almáttugi Harri og Skapari, kann brúka eitt støv - sum vit eru í tí stóra heimi - sum starvsfelaga. Men Skriftin sigur, at vit eru tað - ella skulu verða tað. Nøkur fáa nógv undir hond, fyri so, at gera eitt stórt arbeiði, onnur minni uppgávur. Nøkur samla teir stóru skararnar, onnur skulu kanska brúkast í tænastuni til forbøn. Men ta týdningarmikla er, at vit kunnu brúkast til tað uppgávu, sum Gud bjóðar okkum. Tey eydnusomu eru tey, sum við gleði kunnu siga, at tey eru Guds  starvsfelagar  og royna at vera trúgv í tænastuni, ið er løgd fyri tey.

Øll, sum hoyra Gudi til, hava fingið eina tænastu, men ta eru mong, sum ikki taka tænastuna í álvara, men bert hava  umsorgan fyri sær sjálvum. Í Jesusar  seinastu bøn segði hann, at hann: “Eg havi dýrmett teg á jørðini við at fullføra tann gerning, sum tú fekst mær at gera.” (Jóh 17,4) Kunnu vit koma so langt, at vit kunnu siga tað sama, at Hann kann gleðast yvir tann gerning, ið liggur aftaná okkum. Og fær tá loyvi til, at hoyra tey vælsignaðu orðini. “Tú vart trúgvur í tí smáa, eg vil seta teg yvir nógvum.” Lat so náðar vitar tendrast yvir land, Harrin sjálvur seti hvørja sál í brand! Tá vit vinna sigur yvir fíggindan. Breiði krossins merki út!

 

Týsdagur 14.02.2012

Hjarta

 Bíblian nýtir orðið “hjarta” nógv. Skulu vit siga tað við fáum orðum, kunnu vit siga, at “hjartað” er staðið, har okkara kenslur, okkara samvitska og okkara trúgv hevur búðstað.

         Tað er ikki talan um okkara fysiska hjarta, ella nakað ávíst stað í menniskjanum. So vit kunnu ikki ávísa, at hjarta er í okkara anda, sál ella likami. Tað er ein partur av okkara “eg”, og hevur stóra ávirkan á alt menniskjað.

Í  fyrsta brævi Jóhannesar verður hjarta nokk brúkt har, sum samvitskan hevur ein stóran leiklut. Samvitskan kann so lætt fordøma okkum, fyrst av øllum við at avdúka allar okkara feilir og eftirlæti, og tað ið okkum tørvar. Tí hava vit brúk fyri  sterku orðunum hjá Jóhannesi um, at Gud er størri enn hjarta okkara og kennir allar lutir.

Vit eiga tí at siga við okkara samvitsku, at hon til ein ávísan mun hevur rætt viðvíkjandi  øllum okkara feilum (samvitskan er langt frá lýtaleys) - men Gud hevur tað síðsta og størsta orðið at siga: Orðið um fyrigeving .

Og tað orðið um fyrigeving eigur tí at sissa okkara samvitsku, so vit aftur kunnu hava fríðmóð fyri Gudi!

Bert Guds náði og fyrigeving kann fáa hjarta okkara at vera kvirt.

 

Fríggjadagur 10.02.2012

Sál mín, Harranum lova...Hann fyrigevur øll misbrot tíni... (Sl. 103, 2-3)

Trýrt tú hesum? Ella sigur tú: “Ja, eg kann kanska trúgva syndanna fyrigeving, um ta ikki var fyri eini heilt ávísari, ófyrigevandi og ónærisligari synd, sum eg stríðist við”?

Ta er rætt, at ta er trupult at stríðast móti eini slíkari synd, men gev hesum orðum gætur, sum vit byrjaðu við, at Gud fyrigevur allari skuld – sjálvt ta, sum tú heldur er ófyrigevandi! Kristus lærir okkum, at ta bert er ein synd, sum ikki kann fyrigevast, og ta er spottan av Heilagum Anda, og tey, ið fremja ta, tey søkja ikki Guds fyrigeving.

Alt annað kann fyrigevast – sjálvt háðan av Gudi, og øðrum ræðuligum syndum. Gud sjálvur sigur:   Um syndir tykkara eru sum skarlak, kunnu tær verða hvítar sum mjøll; um tær eru reyðar sum purpur, kunnu tær verða hvítar sum ull.” (Jes 1,18) So trúgv honum tó, uppá hansara orð, og gerð ikki Hann til lygnara!

Kanska hevur tú trupult við at trúgva, at ta fevnir um teg, tí tú longu ert blivin ein kristin, og hevur fingið náði og fyrigeving, men tú hevur synda aftur, og tú meinar ikki, at Gud ikki áhaldandi kann fyrigeva. Men hygg enn einaferð eftir, hvat Guds orð sigur: Tað stendur ikki, at Hann fyrigav tær allar syndir tínar, og so var ta at enda komi, nei, Hann gav tær fyrigeving fyri allar syndir tínar – aftur og aftur. Annars var ta ikki ein tann einasti, sum hevði ein møguleika at vera frelstur, tí okkara gamla ílega er full av syndum, og tær koma fram aftur fer eftir fer í gerðum okkara.

Gud havi lov, at hann áhaldandi fyrigevur okkum, annars vildi syndin dómfelt okkum.

Ta besta dømi um, at tað er satt, er Dávid kongur. Hann var í sannleikanum eitt menniskja, sum kendi Guds náði og hevði liva undir Guds ríka vælsignilsi, og so var hann eisini eina av Guds stóru profetum.

Júst hann, sum var so upplýstur og náðaður, hann fall í einum í tveimum av teimum álvarsomu syndum: hjúnabandsbrot  og morð! Gjørdi Dávid nakað serligt fyri at sættast við Gud, og fáa fyrigeving? Nei, hann var tvørturímóti ógvuliga tvørur til at játta síni misbrot, men í sama eygnabragdi hann gjørdi ta, so fekk hann fyrigeving! Hann skrivar sjálvur: “Meðan eg tagdi, tærdust míni bein av míni stynjan tann líðilanga dag; tí tungt lá á mær hond tín bæði nátt og dag... Tá segði eg tær mína synd og duldi ei misbrot míni. Eg segði: »Fyri Harranum eg vil kennast við misgerðir mínar;« og tú, tú fyrigavst mær syndasekt mína.” (Sl. 32. 2-5)

Tá Gud á hendan hátt beinanvegin í einum kundi fyrigeva Dávid, so er ta, ta sama við tær í dag! Hvussu stór tin synd enn er, so er hon fyrigivin eins væl og syndin hjá Dávid, hon er fyrigivin í Kristusar blóði!

“Tí at eg havi onga gleði av deyða syndarans, sigur Harrin, drottin. Snúgvið tí við, so at tit mega liva!” (Ez 18,32)

Hví skal eg lúta høvur mítt, hví skal eg ikki hyggja frítt, hví skal eg sorgarbundin gá og vita hvørki veg ei ráð, tí hann, sum skapti heimin her, hann góður faðir øllum er . (SB: 479, 1)

Hósdagur 09.02.2012

...náðin, sum okkum er givin í Kristi Jesusi frá ævigum tíðum. (Tim 1,9)

 

Hesi orð vísa okkum á, hvussu nógv Gud elskar okkum. Ikki við einum lagaligum kærleika, ið sær gjøgnum fingrarnar við syndum okkara, men við einum heilagum rættvísum kærleika. Revsingin fyri syndina er hørð. Og vit, ið eru bundin til syndina, vit kunnu ikki lyfta okkum sjálv upp til nakra rættferð. Tí gjørdi Gud, “tann, sum ikki visti um synd, gjørdi hann til synd okkara vegna, fyri at vit skulu verða Guðs rættvísi í honum.” (2 Kor 5,21)

 

Vit hugsa mangan ov líti - ella so avgjørt ikki - um, hvat ta kostaði Jesus av angist, tárum, pínu og bønum, at bera allar okkara syndir, og har Faðirin var farin frá honum á krossinum, til hansara frelsu gerningur var at enda komin. Náði er, at vit eru keypt frí frá synda megini, sum lá á okkum, so at vit eru rættvís í Guds eygum at síggja. Hvussu kunnu vit tá fara lætt um syndina, tá vit hugsa um ta stóru náðina, og partvís liva eftir okkara egna vilja. Vit eru frelst fyri at tæna honum, sum keypti okkum, og fyri at vit skulu bera fruktir, Faðirinum til æru, so at onnur kunnu hyggja eftir okkum og síggja eitt endurskin av Guds dýrd. Tað stendur at lesa um Stefan, tá hann stóð inni fyri ráðnum, at fyri teimum at síggja var ta eins, “og teimum tóktist ásjón hansara vera á at líta eins og eingils ásjón.” (Áps 6,15)   Taka vit Guds náði til okkara í fullum álvara, so at eisini okkara andlit vitna um, hvat Gud gevur gjørt fyri okkum?

Týsdagur 07.02,2012

Syndin skilir

Í bókini Útlegdin langa, sum Leo Tolstoj, hevur skriva stendur ein stuttsøga, ið ber navni “Steinarnir”. Í hesi søgu greiðir hann frá tveimum kvinnum, sum komu til ein vísmann. Onnur var heilt niðurundir komin av trega, og vantaði sær ikki fyrigeving grunda á eina stóra synd, sum hon hevði gjørt. Hin kvinnan, hevði hildið tað hon visti øll Guds boð, og visti seg á ongum sinni, at hava synda.

Við konuna, sum græt segði vísmaðurin: Far tú út og leita eftir einum stórum steini, so tungan sum tú kanst kneykra higar til mín. Við hina konuna segði hann: Og tú skalt gera á sama hátt, men tú skalt bera mær so nógvar smásteinar, sum tú ert ment at bera. Tann fyrra kom aftur við einum stórum steini, men hin við einum posa av smásteinum aftur. So segði vísmaðurin fari og leggi steinarnar á sama pláss, sum tit tóku teir. Tann fyrra hevði ongar trupulleikar, at leggja tann eina steinin aftur, men hjá tí seinru var ta ómøguligt.

Tá segði vísmaðurin: “Syndir okkara eru eins og steinarnir. tær stóru syndirnar gáa vit væl um, og tær fáa okkum skjótt at iðra okkum. Tú, sum bart tann stóra, tunga steinin, tú noyddist at kneykra undir dómi menniskjunnar og ringari samvitsku. Og tú ert nú fræls. Men tú, sum komst aftur við posanum, fullum av smásteinum, tú eigur tær smáu syndirnar, men veitst ikki, nær ella hvar - tú minnist ikki syndir tínar og fært ikki iðra teg um tær. Tú dømdi aðrar syndarar, men tínar smáu syndir gáaði tú ikki um.”

...tað eru misgerðir tykkara, sum hava gjørt skilnað millum tykkara og Guðs... (Jes 59,2)
Tað er ikki væl umtókt at tosa um synd í dag.

·         Nútíðar menniskju fata ta ikki.

·         Vit trýsta menniskju frá okkum, tá vit tosa um synd.

·         Ta er kanska heldur ikki so álvarsamt, tá tala verur um tað frá prædikastólinum.

·         Á henda hátt ljóða umberingarnar, og vit kundu allarhelst funnið mangar slíkar.

Men Guds orð tekur syndina í størsta álvara: “Tað eru syndir tykkara, ið skilja tykkum frá Gudi tykkara.”

Guds orð avdúkar eina óhugaligan veruleika, at vit øll eru syndarar. Ta vil ikki siga at vit øll eru stempla sum brotsfólk, men at vit í okkara synd í okkara gerðum eru meira upptikin av okkum sjálvum enn av okkara medmenniskjum og av Gudi. Vit eru mangan tilreiðar, at bróta Guds boð.

Guds orð er beint fram, tá talan er um synd. Og sjálvt um vit gera mangt og hvat fyri at fjala hana, og royna at hava eina vakra framferð, so er veruleikin ikki minni av tí grund.

Guds orð talar um skilna millum Gud og okkum, og æviga glatan.

Hetta er tann óhugnaligi veruleiki, og tað er lívsneyðugt fyri okkum, at vit boyggja okkum fyri hesum sannleika. Tann fríski – ella tann, ið trýr, hann er frískur – hevur ikki brúk fyri lækna, men ta hevur tann sjúki.

Tað er ikki væl umtókt at tosa um, at vit eru syndarar, men tað er neyðugt. Jesus er jú komin fyri, at frelsa syndarar, tey glataðu. Ikki teimum væleydnaðu, teimum góðu, men júst syndarum.

Hvat er ta ikki gott vita, at ta, ið skilir okkum frá Gudi, hevur Jesus tikið burtur. Hann frelsir slík sum okkum.

Mánadagur 06.02.2012

Ein sonn trúgv á Jesus setur mark

Har, ið Guds ljós og heimsins myrkur møtast, har verður tað eitt andaligt stríð, sum styrkist, tess bjartari Guds orðs ljós skínur. Sátan hatar Guds orðs ljós so nógv, at hann skírir einki ráð, fyri at forða fyri, at ljósi hansara skína í hansara andaliga myrkri. Ta er ein av orsøkunum til, at “vit eiga at ganga inn í Guðs ríki gjøgnum mangar trongdir.” (Áps 14,22) Og Paulus leggur afturat, at á sama hátt, sum hann er forfylgdur so skulu “allir, sum vilja liva gudiliga í Kristi Jesusi, skulu verða atsøktir.” (2 Tim 3,12)

Jú meira vit elska Jesus og arbeiða fyri hansara søk, tess meira hatar sátan okkum og leggur allar hugsandi trupulleikar á veg okkara, sum vit mangan ikki hugsa um, kunnu koma frá honum. Hann ynskir at gera okkum mótleys og óvirkin og sløkkja Guds ljós í hjørtum okkara. Vit kunnu ikki umgangast at kenna sátans illvilja, um so er, at vit hava valt at tæna Gudi, og halda okkum til hansara. Tí við eini sannari trúgv á Jesus, har verður sett mark millum kristin og vantrúgvandi.

Vit eiga ikki at missa móti, men tvørturímóti hyggja frameftir og uppeftir og gleða okkum yvir ta endurloysn, sum Gud hevur givið okkum í Jesusi Kristi. Vit eiga at óttast djevulsins álop, men á aðru síðuna kunnu vit sigra yvir honum so leingi, vit hava Jesus á okkara síðu. Tí eiga vit at takka og lovprísa navni hansara, og brúka hvørja løtu har vit einki annað hava til at taka, at boða Guds orðs ljós, so at mong á henda hátt kunnu síggja ljósi og hava andstygd fyri myrkrinum. Vit spurdu so ofta: “ Hví hendi tað meg?” og vildu ei ganga tann rætta veg; men gøtuna gjørdu oss breiða, Guds frið vit tá kundu eiga. (MS. 526, 2)

 

Sunnudagur 05.02.2012

...Tí at tit eru ein roykur, sum eina stutta stund er sjónligur og so hvørvur burtur. (Ják 4,14)

 

Tað liggur okkum so nær at leggja ætlanir uttan Gud. Eins og Jákup skrivar:» “Í dag ella í morgin skulu vit fara...tit sum ikki vita, hvat ið verða skal í morgin!” Vit kenn heldur ikki teir dagar, sum eru okkum tilætlaðir, og endin á lívi okkara er kanska nærri, enn vit hugsa. Tí eiga vit at taka til okkum tað orði sálmaskaldið skrivaði: “Á hvørjum degi vil eg teg prísa og navni tínum lova um aldur og ævir!” (Sl 145,2)

 

Vit eiga at læra okkum at liva ein dag í senn. Tá byrða okkara blívur ov tung fyri okkum, er ta tí, vit vilja bera byrðarnar fyri fleiri dagar í senn. Vit eiga at tilrættisleggja sum ein, sum bert er á ferð frá vøggu til grøv, og á hvørji stund vera tilreiðar til fráferð. Tí eiga vit ikki at drála við tí, sum skal gerast í dag, og lata tað bíða til seinri. Og vit eiga heldur ikki at lata sólina seta yvir vreiði okkara, beiskleika ella agg. Ver tilreiðar hvørja stund! Átti at veri okkara lívs loysnarorð, tí tað er avgerandi, um vit eru tilreiðar, tá Gud kallar.

 

At læra at hava álit á Gud má roynast. Vit halda, at vit eru nakað í okkum sjálvum og kunnu alt sjálvi og freistast lætt til at leggja ætlanir langt fram í tíðina fyri lív okkara. Men lív okkara er eins og roykur í stilli man standa. Tí eiga vit at taka ímóti ávaringunum um, at vera tilreiðar til okkum, so vit skipa okkum eftir, at vit eru eins og roykur, sum bert er til sjóndar eina stutta stund, men vit eiga til eina og hvørja tíð hava hesa hugsan: »Um Harrin vil, og vit liva, tá skulu vit gera hetta ella hatta!« (Ják 4,15) Hetta eina tú gjølla kanst síggja: Ikki altíð tú vera skalt her; søk tí Gud og ei longur hann skíggja! Hann hin trúfasti vinurin er. (Sigurstónar 69, 3)

 

 

Leygardagur 04.02.2012

At hoyra og at gera er hvør sítt

 

Men verðið slíkir, sum gera eftir orðinum og ikki bert hoyra tað og við tað svíkja tykkum sjálvar. (Ják 1,22)

Tað eru tey fáu, sum ikki vit, hvat tey áttu at gjørt. Og tey lumpa seg sjálvan, um so er, at tey latast sum einki, um tað vitan, hvat er rætt og hvat er skeivt. Jesus gerð eina mynd av hesum menniskjum, og samanber tey við dárar, sum byggja hús sítt á sand, har stormur og regn vil fáa húsi at falla.

Hvussu hevur tað so gingist við teimum góðu nýggjárs lyftunum um, at hyggja í Guds orðs spegil, og ikki blivin troytt av, at rætta uppá skeivleikarnar hjá sær sjálvum? Eru tey komin í gildi? Ella gongst við teimum, sum undanfarnum árum, at tey skjótt vóru gloymd og løgd av vegnum? Eingin, sum hevur hugt í Guds orðs spegil, og fúsur broytir tey, hann verður á ongum sinni tann sami. Vit fáa at síggja, at vit ikki mugu verða sjálvsøkin. Tað eru nøkur, sum treingja til eitt smíl og eitt blítt orð. Og sum vilja fáa eina sólstrálu av gleði, um so er, at tey kenna, at tey ikki eru aleinað og gloymd.

Hann, sum hevur megi til at frelsa okkum, hann hevur eisini megi til at geva okkum kraft til at spreiða ljós  og gleði rundanum okkum. Tá hjálpa vit ikki bert øðrum, men eisini okkum sjálvum. Dagarnir og árini blíva annarleiðis, tá Guds ljós fær loyvi til, at lýsa gjøgnum okkum. Og vit fáa meira og meira hug til at hoyra, hvat Gud hevur at siga okkum, og meira kraft til, at útinna tann gerning, hann hevur lagt okkum á sinnið.

 

 

Fríggjadagur 03.02.2012

Tveir brøður

 

Tí hyggi tann, sum heldur seg standa, um seg sjálvan, at hann ikki fellur! (1 Kor 10,12)

Tað vóru tveir brøður, har vegirnir skiltust. Tann yngri fekk sín arv útgoldnan og fór burtur í annað land, men hin eldri bleiv heima hjá Faðirinum og gjørdi tað, ið ta var álagt honum. Tað gekst ikki tí yngra soninum so gott, sum hann hevði vanta. Og hann endaði við, at ansa eftir svínum í størstu armóð. Tá kom hann til at hugsa um heimið, sum hann var farin frá, har, sum var nokk av øllum. Og hann hugsaði: “Eg vil standa upp og fara til faðirs míns...” (Luk 15,18) Men tá tann heimagangandi bróðurin sá hin yngra bróðuri koma heim, so bleiv hann firtin og vildi ikki vera har, tá Faðirin beyð soninum hjartaliga vælkomnan heim og gav honum bæði klæðir og mat.

Tað eru mong, ið eins og tann yngri sonurin eru farin burtur frá Guds Faðirhúsið, og sum andaliga svølta og liva eitt vánaligt lív. Men tá ein slíkur er ávegis heim til Faðirhúsið, eru vit tá ikki mangan eins og tann eldri sonurin misnøgd? Nú hava vit gjørt so nógv fyri Gud í so mong ár, og so blívur ta gjørt meira burturúr, tá ein niðurundirkomin syndari kemur heim, heldur enn av okkum! Hava vit ta á hendan hátt, so eiga vit at ansa eftir okkum. Vit halda okkum standa, men slíkar hugsanir kunn skjótt fáa okkum at falla. Faðir okkara syrgir yvir eitthvørt menniskja, sum ikki finnur vegin heim til hansara. Tí eiga vit ikki at standa í vegin, men samgleðast við Faðirinum yvir tann burturmista, men afturfunna seyðin.

 

Hósdagur 02.02.2012

Stórum eg gleðist í Harranum, um Guð mín fegnast mín sál, tí at hann hevur latið meg í frelsubúna. (Jes. 61, 10)

 

Mangan hoyra vit orðini: ”Eg gleði meg!” Jú, víst hava vit loyvi til, at gleða okkum yvir alt tað, Gud loyvir okkum at uppliva. Tann gleði, ið fyllir okkkum, hevur mangan sína rót í nøkrum forgongeligum, eins og tað stendur í einum sálma: ”So ymiss fellur lívsins tíð hjá eldri og hjá yngri, ein løtan hørð, ein onnur blíð, ein løtt, ein onnur tyngri. Ja, stundum gerst oss sinnið kátt, so aftur falla vit í fátt og góða Gud vár gloyma.” Tann gleðin, vit hava í Gudi, er ikki skiftandi eins og sólskin og skíggja, tí Guds náðis sól skínir altíð.

 

Mín sál skal frøast, sigur sálmaskaldi: ”Lat teir fegnast og gleðast í tær, allar, ið søkja til tín! Lat teir, ið elska frelsu tína, allar tíðir siga: »Hálovaður veri Guð!« (Sl. 70, 5)   Hvør vil ákæra okkum, tá vit eru umgyrd av Guds rættvísi, og okkara skitni, syndigi búni, er umbýttr við frelsu búnan? Eg gleði meg yvir Guds mongu tímiligu vælsignilsir, men mest yvir, at hann hevur klætt meg í frelsu búnan og gyrt meg við rættferar skikkju.

 

Mikudagur 01.02.2012

Syng lovsong

 

Og teir hava vunnið á honum (djevlinum) vegna blóð lambsins... (Opb 12,11)

Vit síggja mangan, at vit ongan sigur vinna uttan stríð. Tann gamla slangan, sátan, roynir at vevja rundan um okkum eina rúgvu av lygnum, sviki, óndskapi og snildi fyri at fáa okkum at vingla í trúnni. Ella hann kann binda okkara frímóð, við at fáa okkum til at synda og aftaná koma og siga: Tú ert ein syndari, tú kanst ikki loyva tær at vera glað/ur og virkin kristin, tað vil jú bert kasta skugga yvir Guds navn! Minn teg sjálvan á tínar syndir!

Men vit eiga ikki at lata okkum binda av hansara lygnum. “Um vit játta syndum okkara, tá er hann trúfastur og rættvísur, so at hann fyrigevur okkum syndirnar og reinsar okkum frá allari órættvísi.” (1 Jóh 1,9)  Og “Og tó at onkur syndar, tá hava vit ein talsmann hjá faðirinum, Jesus Krist hin rættvísa...” (1 Jóh 2,1) Ta kann verða okkara brynja, tá sátan setur síni óndu álop inn fyri at lata munn okkara aftur. Vit hava loyvi til, at hava frímóð, tí Jesus er við okkum, og ikki ímóti okkum. Tí vilja vit stríðast og siga við djevulin. Steðga tínum álopum, tí annars má eg biðja dupult so nógv! Sátan hevur ikki hugna í biðjandi menniskjum. Og jú meira vit biðja, tess meira hatar hann okkum. Jesusar blóð ber prógv um, at Hann hevur endurloyst okkum og goldið fyri syndir okkara. Og vit vita, at vit kunnu sigra við trúnni á Lambsins blóð. Vit eru ikki meira trælir hjá djevlinum, men eru keypt frí og hoyra nú Gudi til. Má Gud sjálvur leggja lovsongin í okkara hjørtu, so vit av røttum kunnu takka og lovprísa Honum. Syng lovsong og Harran tilbið, tú útvalda sál, og ver glað, av hjartanum takk honum sig, at sannleikan tú hevur sæð! (Sigurstónar 291, 5)

Mánadagur 30.01.2012

 

Jesus kjósar sær Levi til lærusvein

Og eftir hetta fór hann út aftur, og hann sá tá ein tollara, nevndan Levi, sitandi við tollbúðina, og hann segði við hann: »Fylg mær!« Og hann fór frá øllum, stóð upp og fylgdi honum. (Luk 5,27 - 28)

Jesus ynskti, at teir skuldu reisast og fylgja honum. Hann møtti teimun einsæris. Ein dag var tað Levi. Maðurin frá Nazaret hugdi við kærleika uppá hann og segði róliga: »Fylg mær!« Bert tvey orð, men hygg eftir hvørja ávirkan tey høvdu! Beinavegin reistist Levi upp, og fór frá øllum og fylgdi honum.

Á tann mynduleiki, og tað ræði, ið var í Jesu orðum! Uttan at koma við spurningum um treytir og uttan samráðingar, so yvirgav Levi seg og vígdi sítt lív til at fylgja og í tænastu fyri Frelsaran. So fór Jesus heim til hús við Levi. Familian skuldi verða tey fyrstu, sum fingu lut í tí gleðiligu nýggheit.

Men tað komu eisini nógvir arbeiðsfelagar fyri at síggja, hvat í tað var, ið Levi hevði uppliva. Tað stendur at lesa: “Og tað bar so til, tá ið hann sat til borðs heima við hús, sí, tá komu mangir tollarar og syndarar og settust til borðs saman við Jesusi og lærusveinum hansara.” (Matt 9,10) Tey ótu saman, og hildu veitslu saman. Tann stóra gleðin skuldi sermerkjast og dagurin skuldi verða minneligur.

Seinri mátti Levi ganga gjøgnum sorg og gleði, ósigur og sigur, men alla tíðina í fylgi við Jesusi. Jesus slepti honum ikki uppá fjall. Hann var við Levi alla tíðina, eins og hann hevði lova. “Eg eri við tykkum allar dagar!”

Eisini í dag møtir Jesus menniskjum við sínum kalli. Eins og tá, so kallar hann ein og ein. Averðin um at fylgja Jesusi má takas av hvørjum einstaka. Tað kann ikki gerðast samla. At siga nei til kalli er at vera ólýðin móti honnum, sum kallar.

Eydnusamur er hann, sum vil váða at leggja lív sítt og sína frammtíð í Jesu hendur.

 

Sunnudagur 29.01.2012

At trúgva 

 

...bindindi í góðum verki... (Róm 2,7)

Ta er bert trúgvin á Jesus, ið frelsir, men tann trúgv uttan gerningar er deyð. Tí eiga vit at taka hetta í størsta álvara, um vit hava bindindi til góðar gerðir. Trúgv er at hvíla í syndanna fyrigeving, og í álitinum á, at vegurin heim til Gud er opin. Og út frá hesum áliti bera vit fruktir,  sum uppkoma av kærleika til Gud og næsta okkara.

Nøkur kallast til eitt uppofrandi lív fyri tey, sum hava ta tungt. Onnur tæna í tí silla. Men fyri okkum øll ræður ta um, at trúgvin livir og styrkist fyri at koma til at gera góðgerðirnar. Trúgv kann ikki yvirliva uttan at vera virkin. Trúgva vit, so tosa vit eisini, tí trúgvin kann ikki steingjast inni og livir bert, tá Heilaga Andans ávirkan kann frítt breiða seg út. Trúgvin á Gud tekur fastatøkur á okkum og leiðir okkum, so vit frá tí eina staðnum til eitt annað vita, hvat vit kunnu og ikki kunnu. Trúgvin er Heilaga Andans amboð. Og ein virkin trúgv vísir, at Guds Andi arbeiðir í okkum. Í Heb. 11., lesa vit um alt ta, trúgvin megnar at gera, tá hon fær loyvi til, at brúka okkara hendur og vilja. Uttan trúgv er ta ómøguligt at hava hansara (Guds) góðtokka.”

At trúgv er at níga við  krossins dýra fót. At trúgva er at selja sín egna stórleika. At trúgva er at grunda sítt lív á Harrans orð. At trúgva er at hvíla og líta á hans verk. At trúgva er at takka Guds vegur náði er. At trúgva er at halda í hendur frelsarans og lata andan valda á veg til himnalands. (MS. 502)

Leygardagur 28.01.2012

Máli fyri einhvønn kristnan

...men ein og hvør, sum er fulllærdur, skal verða sum meistari hansara... (Luk 6,40)

Meðan Jesus enn var millum sínar lærusveinar, so royndi hann at broyta hesar menn, so teir komu til at hugsa sum hann. Hann lærdi teir, at teir skuldu meta um seg sjálvan, og at teir skuldu síggja betur síni egnu brek, heldur enn næstans. Hann lærdi teir, at eins og fariseararnir avvíst hann, á sama hátt vildu teir blíva avvístir . Og at tann gerningur, hann lærdi teir til, áhaldandi skuldi vaksa og á ongum sinni skuldi halda uppat. Lærusveinarnir sóu ta eyðmjúku framferð teirra meistari legði fyri dagin og lærdu, at “ikki er ein húskallur størri enn húsbóndi hansara” (Jóh 13,16)

Vit syngja: Tú ferðamaður til halgan stað, miss ikki Jesus úr eygsjón! Ei villist tú í hans ferðalag´, miss ikki Jesus úr eygsjón! (MS. 424, 1)  Hava vit kanska Jesus fyri eyga í øllum tí, sum vit luttaka í dagliga? Máli tykist kanska so langt burtur, at vit gloyma at fylgja meistaranum. Hví skal nakar hava loyvi til, at traðka á meg, uttan at eg svari aftur? Vit eru eynæm í heimsins livihátti, men tíverri  tornæm, at taka læruna um Jesus til okkum, og at venda hin kjálkan til. Vit hava heldur ikki lætt við, at biðja fyri okkara óvinum ella teimum, ið baktala okkum og gera dagar okkara truplar. Men máli fyri ein hvønn kristnan er, at vit skulu fylgja Jesusi eftir í øllum tí, hann hevur lært okkum. Vit vilja gjarna sleppa at rósa okkum eitt sindur um hvussu langt vit eru nádd, men er ta tó ikki stutt, sjálvt eftir so mong ár sum Jesu eftirfylgjari!

 

Hósdagur 26.01.2012

Ávaring til tíð okkara

 

Men hoyr nú kortini tað, sum eg vil siga bæði tær og øllum fólkinum. (Jer 28,7)

 

Jeremia sigur frá, hvussu djúpt fólki var falli. Gud hevði velt rundan um víntræið, Ísrael, fyri at fáa ta at bera frukt. Men fruktin kom ikki. Tí mátti broytingar til, at fáa træið, at bera frukt.

 

Hvørt vit eru ávegis til eina líknandi vanlukku, tað kann bert Gud geva svar uppá. Men vit hava góðar grundir fyri at vera óttafull, at ta ikki stendur so val til í landi okkara, hvat gudsótta viðvíkur. Vit hava á nøkrum økjum veri á odda millum londini í gudloysi. Gud vísir okkum týðuliga í orði sínum, at hann fylgir nágreiniliga við fólkasløgunum. Og at tað kemur ein dagur, har máli fyri landsins gudloysi er náa. Vit hava góða grund fyri at óttast. Tí mong ung í dag kenna einki til kristna trúgv, men eru tilbiðjarar av rúsevnum, loynispeki, sex, sjálvmorð, og ein partur er enn tá komin so langt, at tilbiðja sátan.

 

Vit eiga at biðja um, at vit sjálv ikki blíva ávirka av landsins gudloysi. Vit eiga at biðja fyri okkara familju, okkara heimstað, og øllum landi okkara. Ta land, ið hevur Gud á síni síðu er eitt vakurt land. Ta eru mangir gamlir forbiðjarar, og sum tíðin líður falla frá. Koma ta so í mun til, eins nógvir nýggir afturat?

 

 

Týsdagur 24.01.2012

Eitt vinarligt orð

 

 

...eitt gott orð gleðir... (Orðt 12,25)

 

Eitt vinarligt orð avrikar nógv meira enn vit kunnu hugsa okkum, og prísurin er tó eingin. Kortini halda vit aftur, við teimum vinarligu orðunum, og ikki at tala um tey vinarligu bros. Fyri Jesu eftirfylgjarar átti tað at verði ein sjálvfylgja, sum vit ikki kundu lati veri við, tí blíðskapur og tað glaða brosi bleiv givið okkum, tá Jesus av síni náði gjørdi alt nýtt fyri okkum í einum nýggjum lívið saman við honum. Ta stendur so nógv um gleði í Bíbliuni, men leggja vit áherðslu á, at tað kemur okkum við? Kunnu vit gleða okkum, tá vit verða  hildin verdug til, at blíva vanvird fyri Jesu navn skuld. Jesus segði, at vit skuldu elska fíggindar okkara. At vísa blíðskap og góðvild er ta fyrsta feti til at náa hesum máli. Tí eigur okkara blíðskapur ikki bert at fevna um tey, ið vit kalla vinir okkara.

 

Vit standa mangan uttanfyri afturlatnar dyr, sum vit ikki eru før fyri at opna. Men blíðskapur og eitt bros er mangan ta háttalag, sum kann opna ta rustaðu dyrnar. Eina helst er ta millum eldri menniskju, sum ikki uppliva nógvan blíðskap. Og inni síðan av eini afturlatnari hurð kann vera dapur at hyggja at, dag eftir dag. Tí eiga vit at hugsa um, hvussu einsligt tað er at blíva gamal og sita við sínum mongu árum og hugsa um, hvat bleiv av teimum.

 

Vit eiga at spyrja okkum sjálvi, um vit eru ljós berarar, sum altíð hava eitt vinarligt, hjálpsamt orð. Ella hava vit nokk í okkum sjálvum? Ta er nokk av ljósi og blíðskapi at fáa í Guds goymslubúr. Tí eiga vit ikki bert at taka nokk til okkum sjálv, men nokk til, at vit eisini kunnu bíta út allan dagin til onnur.

 

 

Sunnudagur 22.01.2012

Vegurin til lívs

 

Gangið inn um hitt tronga portrið; tí at vítt er portrið, og breiður er vegurin, ið førir til undirgangs, og mong eru tey, ið ganga inn um tað; tí at trongt er portrið, og mjáur er vegurin, ið førir til lívs, og fá eru tey, ið finna hann. (Matt 7,13—14)

 

Ta er eitt vegamót, sum øll, ið kenna nakað til kristindóm, koma fram til. Tað er tann breiði vegurin, har heimsins falsan bjóðar fram alt ta, ið glitrar og er vakurt fyri eyga. Og tað er trúar vegurin, har eingin følsk lyftir eru givin, tí Gud gevur eingi tóm lyftir.

 

Hesir tveir vegirnir fara meira og meira frá hvørjum øðrum longri vit ganga fram eftir teimum, óansæð hvønn veg vit ganga, um tað er tann smali ella tann breiði vegurin vit ganga. Á tí breiða vegnum uppliva vit aftur og aftur, at heimsins dýrd, ið var okkum lovað, ikki var at finna, og vónbrot eftir vónbrot koma yvir ein, og sorg í staðin fyri gleði. Á tí smala vegnum, sum er valgið, ið er tikið í trúgv, har sanna vit gleði og aftur gleði og dýrd fylgir dýrd. Og byrðarnar, ið verða bornar, tær verða á ongum sinni so tungar, at vallarin ikki er førur fyri at bera tær byrðar, sum annars vildu sorla okkum.

 

Tann, sum gongur á hesum vegi í áliti á Harrans leiðslu, økir um sín vísdóm og fatan, ikki bert um Skriftina, men um tað, ið harmar Gud, av tí vit hava við í skjáttuni frá okkara tíð, tá vil livdu úti í heiminum. Vit hava mangar lutir við okkum, sum lætt kunnu tálma okkum í, at hava tann sanna friðin við Gud. Men ganga vit á tí smala vegnum, so blíva vit viðkvæm, og koma fram til ein dag, og koma at fata, tá vit gera Gud keddan, tá blíva vit eisini kedd í anda okkara.

 

Vilja vit verða Guds vallarar, á veg móti tí gylta staðnum, so eiga vit í áræði at byrja at ganga tann smala vegin, helst í dag heldur enn í morgin. Ein vallari so lítil nú fór til Sions stað; hann hevði føgur klæði, hann sang eitt gleðilag. Ei nøkur byrði nívdi – við krossins fót hon lá. Hann átti mátt og frímóð, tí Kristi blóð hann sá. (MS. 334, 1)

 

 Íblástur á møti í Kvívík leygarkvøldið 21.01.2012

 

Leygardagur 21.01.2012

…Tí at tit eru ein roykur, sum eina stutta stund er sjónligur og so hvørvur burtur. (Ják. 4, 14)

Tað liggur okkum mangan á, at leggja ætlanir uttan Gud. Eins og Jákup eisini skrivar: ”Í dag ella í morgin skulu vit fara…tit sum ikki vita, hvat ið verða skal í morgin!” Vit vita heldur ikki hvussu mangar dagar okkum er avmált, og endin á lívið okkara er kanska nærri enn vit hugsa. Tí eiga vit at gerða eins og sálmaskaldi skrivar: ”Á hvørjum degi vil eg teg prísa og navni tínum lova um aldur og ævir!”(Sl 145,2)

Vit eiga at læra at liva ein dag ísenn. Tá okkara byrðar blíva ov tungar fyri okkum at berða, so er tað tí, at vit vilja berða byrðar fyri fleiri dagar samtíðis. Vit eiga at leggja tilrættis sum ein, sum er á eini stuttari vitjan frá vøggu til grøv, og altíð verða tilreiðar at fara. Tí eiga vit ikki lata nakað, sum kann gerðast í dag bíða til seinri. Vit eiga heldur ikki lata sólina seta yvur okkara vreiði, meinhuga ella nag. Ver altíð tilreiðar! Ta átti at verði okkar aðalmál, tí tað er avgerandi, at vit eru tilreiðar tá Gud kallar.

Og læra at hava álit á Gud, ta má roynast. Vit hugsa, at vit eru nakað í okkum sjálvum og kunnu alt sjálv, og verða lætt freista til at leggja ætlanir langt framm í tíðina fyri lív okkara. Men lív okkara er eins og roykur í stilli. Tí eiga vit at taka ávaringina í álvara um, at vera tilreiðar, so vit gerða okkum tilreiðar, vit, sum eru eins og ein roykur eiga at minnast, tá vit gerða ætlanir, so eiga vit at leggja afturat: Um Gud vil!

 

Sum ein roykur, í stilli man standa,

so er menniskjalívið á fold;

vinur skilir tú ikki tín vanda?

Tínir javnlíkar leggjast í mold.

Sigurstónar 69, 1

Fríggjadagur 20.01.2012

Tí at ikki fingu tit trældómsanda aftur til ræðslu, men tit fingu sonarættaranda, sum vit rópa í: Abba, faðir! (Rom.8, 15)


At hava fingið Heilagan Anda er at fáa eina vissheit um, hvør Gud er. Ein drongur ella genta hava inni í sær eina vissu um, at tey hava ein faðir og eina móðir. Tá tey hava tað gott, so hugsa tey ikki so nógv um, hvar tey eru. Men koma tað trupuleikar, so kemur hugsanin um faðir og móðir beinavegin. Sjálvt um tey ikki kunnu nerta, ella síggja teirra foreldur, so hava børn eitt ósjónligt samband til tey, ið ger, at tey mugu koma ísamband við teirra foreldur aftur – tosa við tey, ella bert at síggja tey fyri at vita hvar tey eru.


Á sama hátt hava ein faðir og móðir inni í sær eitt hjarta fyri teimum børnum, ið tey hava fingið. Tey varnast hvussu tað gongst teirra børnum. Tað er eitt ósjónligt samband til barni, so tey støgut hugsa og merkja eftir, um barni hevur tað gott. Eitt barn er vita um, at tað hevur foreldur. Á sama hátt eru foreldur vitandi um, at rey hava børn – at tað eru nøkur, ið tey hava ábyrd av og skulu syrgja fyri.


Sjálvt um barni ikki sær sín faðir ella móðir, so hevur tað nakað í sær, ið sigur: ”Faðir elskar meg, og tá eg spyrji hann, so vil hann hjálpa mær.”


At hava ein slíkan anda inni í sær er at hava sonarættaranda. Tað er júst á henda hátt, Gud vil, at vit skulu hugsa um hann. Tað er tí vit hava fingið Heilagan Anda.
Gud vil, at vit ikki skulu vera bangin fyri honum. Vit eiga ikki at trúgva, at vit eru trælir, men glað og tryggt hvíla í, at vit fyri Jesus skuld eru Guds børn.

Hósdagur 19.01.2012

Og nú gevi eg tykkum yvir til Guðs og náðiorðs hansara, hann sum er mentur at uppbyggja tykkum og geva tykkum arvalut saman við øllum teimum, sum halgað eru. (Áps 20,32)

 

Vit eiga ikki at freistast til, at skilja sundur Gud og  náðiorð hansara. Vit loyva gjarna Gudi inn í lív okkara, men vilja eisini helst lata partar av Orðinum standa uttanfyri. Men harvið er tað ein ókendur gudur, ið vit tæna. Vit kenna hann ikki, um so er, at vit trúgva, at vit kunnu taka partar, sum vit kunnu brúka, og aðra burturúr eftir okkara egna vilja, um hvat Hann sigur í Orðinum. Vit lata tíðina vit liva í, við sínum feril av frælsisstevnu og nútímans atfinningarsama hátti at tulka Bíbliuna, og sum kann hava eitt vánaligt árin á okkum menniskju. Men tala Bíbliunnar um halgan, frelsu og glatan vil til eina og hvørja tíð vera nútíðarlig. Um so er, at vit vilja trúgva nøkrum øðrum, so snýta vit okkum sjálvi.


Aftur og aftur hevur Gud vissa okkum um, at hann ikki er blivin ein annar, og at hann ikki broytir sína útsøgn. Eins val sum Gud er hin sami, so er Skriftin ta eisini. Men mong í okkara tíð, leggja ikki petti í tað gamla. Vit kunnu forkoma gomlum lutum, og fáa okkum nýggjar, men vit kunnu ikki broyta tann háttin, sum vit blíva frelst við, ella á hvønn hátt Gud vil døma okkum á dómadegi. Vit kunnu ikki siga um Bíbliunnar orð, at tey eru tala og skriva av menniskjum, “tí at onga tíð er nakað profetaorð borið fram av mannavilja, men menn frá Guði talaðu, drivnir av heilagum anda.”
(2 Pæt 1,21) Um profetarnar lesa vit, at “í tí at teir grundaðu um, hvørja ella hvussu vorðna tíð andi Krists, sum var í teimum, vísti fram á, tá ið hann frammanundan vitnaði um líðingar Krists og um ta dýrd, sum har aftaná skuldi koma.” (1 Pæt 1,11)  Kom, andi Guds, við makt og veldi, fyll okkum heilt við halgum eldi, so fús títt verk vit fara til og virka so, sum Gud tað vil. Kom, andi Guds, birt ljósi bjart, lat síggjast, tú við okkum vart. (MS. 192, 4)

 

Týsdagur 17.01.2012

Skriftina sum Guds orð

 

Jesus Kristus er í gjár og í dag hin sami og um allar ævir. (Hebr 13,8)

 

Heimurin hevur gjørt og ger sítt fyri at ávirka okkum og hálar í okkum, fyri at vit skulu líkjast honum í hugsan og gerðum. Fyri at kunna standa ímóti hesum, so mugu vit hava eina sterka livandi trúgv. Jesus er okkara óbroytiligi Harri og Frelsari, sum vit skulu síggja upp til, og fylgja eftir. Eins og hann útlegði Skriftina sum Guds orð, á sama hátt skulu vit taka hana til okkum, og lata hana blíva livandi í okkum sum ein kelda, ið ikki tornar upp. Jesus segði: Skriva stendur!, tá djevulin vildi freista hann at ganga egnar vegir, og harvið vísa, hvat hann megnaði.

 

Jesus fylgdi neyvur vegin í Skriftini. Sjálvt ta tungu gongd við krossinum til Golgata. Á sama hátt eiga vit at fylgja Guds orði. Okkara tíð roynir at seta mong av hesum orðum til síðis, og flokka nøkur sum verri enn onnur. Men eins og Jesus er hin sami, so er Skriftin hin sama. Tí eiga vit at taka Skriftina til okkum við hávirðing, og lata okkum vegleiða av henni. Í henni finna vit Jesus. Og hava vit funnið hann, so blívur Bíblina okkum meira dýrabar. Jesus er hin sami til ævigar tíðir, og um Skriftina segði hann, “at himmalin og jørðin ganga undir, enn at eitt flindur av lógini fellur av.” (Luk 16,17)

 

Jesus situr í dag við Faðirsins høgru hond og røktar tíni áhugamál. Og eins og hann kallaði Skriftina Guds orð, so eiga vit eisini at gera tað. Tá hava vit eisini eitt sterkari livandi svørð, at vinna okkara stríð við, tá djevlinum vil freista okkum til at trúgva lygnini.

 

Íblástur frá sangløtu á Blákross Cafe 16.01.2011

Sunnudagur 15.01.2012

 

...Guðs friður, sum ber av øllum viti... (Fil 4,7)

 

Tann, sum eigur Guds frið í hjarta og sinni, hann fær styrki til, at sigra yvir freistingunum og kraft til at halda í mótgangstíðum. Tann, sum hevur uppliva Guds frið, hann eigur eitt ríkidømi, hvørs stødd ikki kann metast um, tí Guds friður er meira enn alt skil. Guds friður hevur einki við kenslur at gera, men er ein støða, sum ikki kann greiðast frá á annan hátt enn er at líkna saman við eitt stórt hava, sum er blika stilli, har ikki sæst ein gráði á. Einki kann elva til aldur í sinni okkara, ið er fylt við Guds friði.

 

Ein enskur psykiatriker málbar seg á hendan hátt, at við friði í hjartanum kann eitt menniskja møta teimum mest ræðuligu upplivingum uttan at vikast. Mín frið gevi eg tykkum! segði Jesus. Guds friður er tí ein gáva. Men hon fylgir okkum ikki, um so er, at vit ganga sjálv gjørdar vegir, sum Gud ikki vælsignar.

 

Jesus kennir okkara trupulleikar og veit. At lívið kann havan mangar tungar løtur. Tí bjóðar hann okkum at koma til hansara, og hann vil veita okkum hvílu. Tey, sum upplivdu Guds frið og hvílu í Jesusi Kristi, er blivin ein klettur, ið ikki kann vikast, sjálvt um stormarnir koma og brotini ganga høgt, tí vit eru fjald í honum, sum er sjálv hellan. Tí æviga kletti nú hvíli eg á, hann, hann er mín friður í dag; og harvið er himmalin tryggur skal ná, tann stað, sum mín trúgv hevur sæð. (MS. 495, 3)

 

Fríggjadagur 13.01.2012

Gud kann broyta eina støðu, eins væl og man vendir hondini –

og Guds lyftir tey halda!

 

Verið reystir og hugdjarvir og óttist ikki og verið ikki ræddir fyri teimum, tí at Harrin, Guð tín, vil sjálvur fara við tær; hann skal ikki sleppa tær og ikki geva teg yvir. (Mós. 31, 6)

 

Her hava vit av sonnum eitt stórt lyfti, sum Móses gevur til tað Ísraelska fólki, tá tey standa á gáttuni til tað lovaðalandi. Fólki í landinum vildu ikki standa og taka tey í hondina og bjóða teimum vælkomin, øvugt vildu tey berja niður einhvønn, sum setti sín fót inn hagar. Men Ísralittanir høvdu fingið eitt lyfti frá Gudi gjøgnum Móses, og tað lyfti sigur jú alt: At teir skulu verða reystir og hugdjarvir, at Gud sjálvur, skapari himmals og jarðar, vildi verða við teimum, ja, hann vildi ikki sleppa ella fara frá teimum. Og við Josva sum tann berðandi megin blivu teir ikki til skammar. Teir fingu alt landi, eins og Gud hevði sagt: ”tú skalt taka land teirra til ognar”, tí har, sum Gud hevur sett sín fót, har mugu øll onnur boyggja seg.

 

Tað sama lyfti er til okkara. Vit kunnu eisini freistast til at fyllast av mótloysi, tá vit hugsa um tað land vit vit hava mist, og tey, sum skulu takast.

Fíggindin kann stegga okkum, men tá eiga vit at fylla okkum við Guds lyftum, og taka landi, og vit vilja sanna, at Gud er mentur at venda eini støðu í eini handavending. Guds lyftir eiga at fylla okkum við trúgv. Vit eiga at jubla og syngja lovsang, tí Gud í sinum kærleika hevur givið sínum fólkið seravtalur í ríkeligum mát. “Tann, ið takklæti ofrar, veitir mær æru, og tann, ið heiti síni heldur, lati eg skoða Guðs frelsu.” (Sl. 50, 23)

 

Tað verður sagt, at trúgvin kann flyta fjøll. Og tað er satt. Trúgvin ávirkar Guds hond.

Lat okkum í dag trúgva á hetta lyfti fyri okkara land, fyri okkara løgting og landstýrið, fyri okkum sjálv og okkara kæru

 

Hósdagur 12.01.2012

Sí, kongur tín til tín kemur... (Matt 21,5)

 

Tað var við í Guds ætlan, at ein nýggj tíð skuldi koma, tá Jesus sum Frelsari kom inn í heimin. Hann kom ikki eins og Gud kom til Ádam og Evu fyri at lata dyrnar aftur til Edens hava. Boða eina syndaflóð ella ein dóm yvir Soduma og Gomorra. Ella sum á Sinnaði fjalli, har Ísraels fólk fingu tey 10 boðini, og har fólki bleiv bjarga av Guds veldigu hond. Jesus kom ikki fyri at halda roknskap, men sum ein spakførur, kerligur og umhyggin Frelsari. Hann var tænarin, tann eyðmjúki, sum ikki svaraði aftur tá hann bleiv háðaður , og alt sum komu niður yvir hann, tá hann bleiv dømdur av følskum vitnisburðum og órættvíst og ólógligt grundarlag.

Á hendan hátt er myndin av Jesusi, sum vit fáa tað avmynda í evangeliinum. Men tað er eisini ein onnur mynd, sum kemur fram á ein serligan hátt í Jóhs. Op., sum vísir hann sum konga, Harra, tann sigrandi, Harri hjá øllum og tann einasti, sum er verdur at opna bókrulluna, sum hevur tey sjey seglini. Jesus Kristus er opinberari av, hvat, ið vil koma yvir jørðina, tá endi tíðarinnar er komin. Tí byrjar síðsta bók í Bíbliuni við orðunum: “Opinbering Jesu Krists.”

 

Hann, sum opnar bókina við teimum sjey seglunum, hevur fingið lati upp í hendur, at halda dóm á tí stóra degi, tá roknskapurin skal leggjast fram. Men hann er eisini okkara høvuðsprestur, sum gongur í forbøn fyri øll, sum hava tikið ímóti hansara frelsu. Hann er okkara talsmaður á hæddini, og vil tí búgva við trúnni í hjørtum várum.

Mikudagur 11.01.2012

Tó at hann ikki læt seg sjálvan uttan vitnisburð... (Áps 14,17)

 

Mong hava eina ivandi trúgv og umbera seg við, at Gud ikki opinberar seg og letur seg síggja sjónliga í sínum gerningum fyri tey. Tey eru eins og Tummas, ið fyrst vildu síggja, áður enn hann vildi trúgva. Men ein slík umbering byggir á fávitsku. Gud opinberar seg í teimum undrum í natúruni. So sum sólin og tær milliardir av stjørnum, sum hava ein avstand frá okkum, ið ikki kann málast, og sum vit við okkara framkomnu tøkni ikki kunnu síggja og hoyra. Og í teimum mongu óteljandi knøttum, sum fylgja teirra bana uttan at stoyta saman. Í  plantum og trøum, sum sova um veturin, men vakna upp til eitt nýtt prýði hvørt vár, tá sólin hitar jørð og luft. Í blomstrunum, fuglunum, fiskunum, djórunum og mongdirnar av smákyktum. Í okkara fingramerki, har einki av teimum mongu milliónunum eru eins. Og hugsa um menniskja. Og hugsa um tað samanspæl, ið er millum likam, sál og anda. Eingin annar skapningur er skaptur í Guds mynd og harvið hava samfelag við Gud. Vit kunnu ikki tvíhalda um, at alt hetta stýrir sær sjálvum, men er ein sjónligur vitnisburður um Guds gerning.

 

Eisini í sínum orði hevur Gud opinbera seg greitt, at tann, ið vil viðganga sannleikan, ikki kann umgangast at síggja Guds almátt og alvitan. Ikki minst á tí profetiska økinum, har Harrin vísir, at hann hevur vitan, sum røkkur frá ævinleika til ævinleika. Einki er fjalt fyri honum. Lat tað fylla okkum við gleði og tøkk, at vit hava ein slíkan Gud, sum heldur okkum í sínum hondum og leiðir okkum til sína frelsu í Harranum Jesusi Kristi.

 

 

Týsdagur 10.01.2012

Lurta ikki eftir teimum skeivu røddunum

 

Blíva Bíbliunnar orð ikki ein partur av okkara dagliga breyði, so vit á tann hátt læra, á hvønn hátt Gud talar til okkara, so koma vit heilt av sær sjálvum, at hoyra eina skeiva rødd. Sátan er ein meistari í at snýta við at eftirlíkna Guds rødd. Í Eden, har eingin synd var, har lurtaði Eva eftir tí skeivu røddini. Og vit liva í einum heimi fullari av synd, sum hevur snýtarin djevulin sum konga, tí hevur hann lætt við, at níta óljóð, so vit hava ringt við, at hoyra Gud tala til okkara, men Sátans, hansara hoyrist klárt og týðiliga.

 

Á hvønn hátt kundi Eva, tó trúgva Sátans følsku freisting? Hon hevði jú alt, sum hon ynskti sær, og Gud sjálvur kom og tosaði við hana. Bert eitt var ikki loyvt, men hesin eini lutur var nokk til, at hon fall í freisting. Freistarin hevur á annan hátt møguleikar at freista okkum enn Evu. Skulu vit sigra á honum, so skulu vit læra Bíbliuna at kenna. Ikki bert ein vissan kunnleika, men boðskapurin skal blíva livandi fyri okkum, so Heilagi Andi kann taka partar ella ørindi fram hjá okkum tá tað krevst.

 

Stríði um okkum er nógv harðari og rúgvismikið, enn vit kanska fata. Ikki eitt umráði av lívið okkara sleppur undan, og freistingarnar koma eisini harfrá vit minst vanta tær, og har okkara verja er veikast. Vit kunnu ikki á nakran hátt verða uttanveltað. Velja vit ikki síðu, so hava vit valt, tí bert tann, sum vitandi tekur ímóti Guds frelsu við trúnni á Jesus, hevur valt lívið og ævinleikan saman við honum. Innan gátt, ella uttan gátt, hvar skal tú standa tann dag? Uttanfyri er myrka nátt, inni øll syngja glað!

 

 

Mánadagur 09.01.2012

»Tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg!« (Matt 22,39)

 

Vit kunnu av og á mæla fyri munni: “Eg eri óður inn á meg sjálvan!” Men tað botnar ikki so djúpt, tí í botn og grund elska vit okkum sjálv, og okkara vreiði inn á okkum sjálv gongur skjótt yvir. Men við sama styrki, sum vit hava í kærleika og fyrigeving yvir fyri okkum sjálvum, so skulu vit elska og fyrigeva okkara næsta á sama hátt, og bera yvir við feilum teirra. Tað er ikki so lítið, tann kongaliga lógin áleggur okkum. Og vit vilja gjarna royna, at sannføra  okkum sjálvum um, at tað er ómøguligt, ta Gud krevur av okkum, og roynd og veru ikki at liva upp til Guds krøv.

 

Ein ítróttarmaður setur sær eitt mál og venur ferð eftir ferð. Og spakuliga nærkast hann tí máli, sum í byrjanini sá næstan ómøguligt út. Tað, sum Gud vísir okkum á, er, at vit skulu verða andalig ítróttsfólk, sum royna umaftur og umaftur og ikki troyttast av, at royna at strevast móti málinum. Eitt ítróttsfólk gjøgnumgongur sína venjing fyri at finna útav, hvar hansara feilir finnast. Á sama hátt vil Gud, at vit hyggja rundan um okkum og leita eftir okkara brekum, og rætta okkara brek. Paulus skrivar: “So renni eg tá soleiðis, ikki líkasum upp á óvist; eg berjist eins og tann, sum ikki slær í bera luft.” (1 Kor 9,26) Tað eru mangir lutir, sum vit skulu venjast uppí. Hava vit viljan, og lesa vit í Bíbliuni, so vil Gud við Heilaga Anda sínum vísa okkum á nýggj umráðir, har vit skulu sigra saman við honum. Vit mugu bert ikki geva upp, og sláa okkum til tols við, at vit áhaldandi eru á sama støði. Gud ynskir, at vit áhaldandi skunda eftir at sigra á tí “ógjørliga”. Eru vit røsk kristin, so má tað verða okkara mál, til hvørja tíð, at skunda eftir nýggjum sigrum yvir okkum sjálvum.

Sunnudagur 08.01.2012

Gakk í trúgv

 

Far á føtur og gakk til Ninive...Men Jónas fór í teirri ætlan...at flýggja  burtur frá ásjón Harrans. ( Jón 1, 2 - 3)

 

     Eini boð frá Guði skuldu berast til tann stóra býin, Ninive. Sum amboð til hesa uppgávu hevði Guð valt sær Jónas. Hann kallaði hann og gav honum innihaldið av boðunum. Tað var ein avbjóðing, tí Jónas skuldi bera eini álvarsom boð til ein ógudiligan bý. Tað var nokk eisini tí, hann bleiv ivandi og royndi at bera seg undan. Hann hugsaði, at tað var ógjørligt fyri hann at fara til Ninive.

 

     Tíverri fór hann í felag við nakað, ið var meira ógjørligt og óhugnakent: “Hann flýggjaði burtur frá ásjón Harrans.” Men tað kunnu vit menniskju ikki gera. Og tað eiga vit heldur ikki at gera, tí tað kemur ikki nakað gott burtur úr tí. Vit vita, hvussu Jónas fór inn í myrkur og kvøl, og hvussu hann setti eina heila skipsmanning í vanda og sjálvur var við at missa lívið. Men Harrin steðgaði hansara flýggjan og bjargaði lívi hansara.

 

     Men Jónas fekk enn ein møguleika. Fyri aðru ferð segði Harrin við hann: “Far á føtur og gakk til Ninive,” hina miklu borg, og rópa út yvir hana, tað “eg” sigi tær. Og nú fór Jónas. Hann bar Harrans boð til íbúgvarnar í tí miklu borg, og úrslitið lat ikki bíða eftir sær. Tað bleiv veking, og íbúgvarnir vendu um frá teirra ónda vegi.

 

     Hava vit ikki eisini roynt at flýggja frá Guði, tá hann vildi nýta okkum í síni tænastu? Var tað ikki hinu ferð ella hesa ferð, har vit skuldu ofra nakað ella átaka okkum eina tænastu? Men tað var so nógv lættari at lata vera, og so flýggjaðu vit! Ein slíkur atburður vil til eina og hvørja tíð føra myrkur og sálarkvøl við sær. Vit sanna fyrr ella seinni, at vit svíkja. Og so angra vit tað.

 

     Guð gævi, at vit, eins og Jónas, fáa ein nýggjan møguleika, og at vit tá eru lýðin móti Harranum og fara til gongu, tí hann gongur undan, og vit ganga í liðugt gjørdum gerningum!

 

Leygardagur 07.01.2012

Trúgvir húshaldarar

Annars verður her kravt av húshaldarum, at ein og hvør má roynast trúgvur. (1. Kor. 4, 2)

Gud metir ikki um, eins og vit menniskju gera, grunnskygd og partísk og eftir dugnaskapi ella lukku, men bert eftir, um vit eru trúgv og brúka okkara evnir, sum vit hava fingið. Paulus sær aftur á lív sítt og sigur: “Tí at eg veit einki við mær sjálvum, men fyri tað eri eg tó ikki rættvísgjørdur; men tann, sum dømir meg, er Harrin.” (1 Kor 4,4)  Tað er mangan neyðugt, at meta um seg sjálvan, og opna okkara hjartans hugsanir og fjaldu gerðir út fyri okkara rættvísa dómara og biðja hann um ljós yvir okkara fjaldu syndir, og ljós yvir, um vit brúka okkara megi til Guds æru. Møguliga rósa menniskjum okkum, meðan Harrin peikar á nakað, ið er honum ímóti. Tað eiga vit at stremba eftir, at rætta og gera, hvat vit kunnu í trúgv móti Gudi, brúka tey evnir, hann gevur okkum. Okkara evnir mennast við brúk, men følna, har tey ikki eru í brúk.

Tað kemur ein dagur, har Gud eftirkannar okkara lív, óansæð um vit hava tikið ímóti Jesusi ella ikki. Hava vit tikið ímóti honum, og áhaldandi blíva í honum, so er okkara frelsa ein ósvitalig sannroynd. Men tann løn, sum Gud gevur, og sum fyri ævir vil lýsa um okkum, kemur at vera ógoldin, um so er, at vit ikki brúka okkara evnir í trúskapi móti honum. Lat okkum ikki hyggja niður á áminningarnar, um ikki at gera, sum vit sjálv vilja, men vera trúgv til deyðan. Og Gud skal geva tær lívsins krúnu!  (Opb 2,10)

Fríggjadagur 06.01.2012

Men eg sigi tykkum, at menniskjan á dómadegi skal standa til svars fyri hvørjum ógagnsorði, sum hon hevur talað. (Matt 12,36 )


Vit nýta mong orð, sum vit ikki hugsa um, at vit skulu møta aftur. Orð kunnu gera gott og kunnu leiða til frelsu. Men lygnin, óndskapur, órættvísi, vantrúgv, gudloysi og óflýggjalig orð leiða til undirgangs og dóm, um so er, at vit ikki hava fingið tey fyrigivin. Tá verða tey okkum til byrðu, tí vit hava sagt mong orð, sum vóru betur ósøgd, og fyri øll tey skulu vit standa til svars yvir fyri. Mong av verðsins børnum stroya um seg við orðum, ið vilja tyngja nógv á dómadegi. Tey kalla á sátan við ymiskum nøvnum. Háða Jesus og hugna sær við at speireka hansara deyða á krossinum. Og yvir, at vit eru syndarar, sum mugu biðja Gud um fyrigeving fyri teirra miseydnaða lív.


Tað kemur ein dagur, tá tað verður ov seint at broyta nakað. Tá skal skuldin gjaldast, og skuldarbrævið er stórt. Áður hava vit kanska undrast yvir á hvønn hátt alt tað, sum vit hava sagt og gjørt kann standa á okkara skuldarbrævið. Men í dag við okkara teknisku vitan, so fata vit kanska ein part av tíð, sum er ein skuggi, av tíð Gud er mentur til. Hann, sum skapaði alt í sínum óendaliga vísdómi.


Vit, sum hoyra Kristusi til, vit kunnu ikki annað enn at takka fyri, at okkara skuldarbræv bleiv neglt til krossin við Frelsara okkara, sum ein dag vil verða dómari yvir øllum. Hann vil verða okkara talsmaður og vísa okkum sína rættvísi. Og vit skulu verða fríð. Fríð frá eini stórari byrðu av skuld

 

 

Hósdagur 05.01.2012

Vend títt eyga á Jesus

 

Eru eygu okkara vend móti: “... hinum ósjónliga, tí at hitt sjónliga er tímiligt, men hitt ósjónliga ævigt.”   (2 Kor 4,18)

Dagarnir fara fram við, tann eini eftir annar. Vikur blíva til ár, og fyri hvørja stund verður eitt stykki tikið av okkara lívslongd. Men hvat útfylla vit tíðina við? Er tað við tí sjónlig ella tí ósjónliga, tað sum hoyrir Guds ríkið til, og sum vit ganga inn í við deyðanum, um so er, at vit liva í trúnni á Jesus, og sum okkara tíð verður útfylt við.

Børn verða lætt upptikin av spæli og øðrum, so tey gloyma tíðina. Men eisini vaksin írokna tey kristnu, kunnu gloyma tað dýrmettu tíð, ið gevst okkum. Heildin av Bíbliuni er bert ein bók, Lívsins breyð, men hava vit lisið hana? Nøkur hava ikki forstáilsi fyri, at tað er Lívsins breyð og koma tí til at hungra. Við at lesa Bíbliuna vendist eygu okkara móti tí óforgeingiliga og ósjónliga og gerð okkum tilreiðar til tann stóra flytingar dag frá hesum jarðarlívinum. Tíðin her á jørð er givin okkum sum ein fyrireikingar tíð, fyri at vit kunnu velja at tæna Gudi, og gera okkum tilreiðar til tað komandi æviga lívið heima hjá Gudi í dýrdini og gleðini.

Spilla vit okkara lív burtur, ella brúka vit tað, sum Guds orð vísir okkum á? Tað er ein spurningur, øll eiga at seta sær sjálvum, og dagliga vissa seg um. Jesus er vegurin, sannleikin og lívið. Fylgja vit honum, eru vit á rættari kós til Himmals.

 

Skjótt hin seinasti lúður skal ljóða,

Jesus aftur í luftini sæst;

Standi vakin, Guds børn, til ta løtu.

Tá hann heinta skal síni við hast!

SGF. 674, 4

 

Mikudagur 04.01.2012

At hoyra og at gera er hvør sítt

 

Men verðið slíkir, sum gera eftir orðinum og ikki bert hoyra tað og við tað svíkja tykkum sjálvar. (Ják 1,22)

Tað eru tey fáu, sum ikki vit, hvat tey áttu at gjørt. Og tey lumpa seg sjálvan, um so er, at tey latast sum einki, um tað vitan, hvat er rætt og hvat er skeivt. Jesus gerð eina mynd av hesum menniskjum, og samanber tey við dárar, sum byggja hús sítt á sand, har stormur og regn vil fáa húsi at falla.

Hvussu hevur tað so gingist við teimum góðu nýggjárs lyftunum um, at hyggja í Guds orðs spegil, og ikki blivin troytt av, at rætta uppá skeivleikarnar hjá sær sjálvum? Eru tey komin í gildi? Ella gongst við teimum, sum undanfarnum árum, at tey skjótt vóru gloymd og løgd av vegnum? Eingin, sum hevur hugt í Guds orðs spegil, og fúsur broytir tey, hann verður á ongum sinni tann sami. Vit fáa at síggja, at vit ikki mugu verða sjálvsøkin. Tað eru nøkur, sum treingja til eitt smíl og eitt blítt orð. Og sum vilja fáa eina sólstrálu av gleði, um so er, at tey kenna, at tey ikki eru aleinað og gloymd.

Hann, sum hevur megi til at frelsa okkum, hann hevur eisini megi til at geva okkum kraft til at spreiða ljós  og gleði rundanum okkum. Tá hjálpa vit ikki bert øðrum, men eisini okkum sjálvum. Dagarnir og árini blíva annarleiðis, tá Guds ljós fær loyvi til, at lýsa gjøgnum okkum. Og vit fáa meira og meira hug til at hoyra, hvat Gud hevur at siga okkum, og meira kraft til, at útinna tann gerning, hann hevur lagt okkum á sinnið.

Týsdagur 03.01.2012

Komið og lýðið á! Latið meg greina, øll tit, ið óttast Guð, hvat hann hevur sál míni gjørt!  (Sl 66,16)

Hesin sálmur er góður at byrja tað nýggja ári við. Hann eggjar allan heimin til, at lovsyngja Gudi fyri hansara stóru góðgerð. Broytingarnar høvdu veri mangar fyri sálmaskaldið. Gud hevði ført hann bæði gjøgnum: “eld og vatn; men tú førdi okkum út í frælsi.” (Sl 66,12) Fyri hann er hetta so stórt, at øll skulu hoyra um tað, tí sigur hann: “Komið og lýðið á!”

Orðini í sálma 71, er eisini verd at taka við og hoyra um: “Mín muður skal boða um rættvísi tína, allan dagin um frelsu tína, tí eg veit ikki tal hará. Harrans stóru verk vil eg taka fram, Harri, eina um rættvísi tína vil eg boða! Guð, tú hevur lært meg upp frá ungdómi mínum, og til hesa stund eg kunngeri undurverk tíni! Og um eg verði gamal og gráur, vilt tú ikki fara frá mær, Guð, so at eg fyri komandi ætt kann boða av armi tínum!” (Sl 71, 15 - 18) Á hetta eiga vit at byggja okkara álit á í hesum ári. Alt annað kann broytast frá tíð til æðra, men Guds rættvísi og frelsa broytist ikki, hann vil eisini í tí nýggja árinum vegleiða okkum og ikki svíkja, hvat so enn ári hevur at bjóða okkum.

Tí kunnu vit ikki annað enn, at vera fylt av gleði, og við tøkk vitna um, hvussu gott tað er at sanna Guds frelsu, og uppliva hansara góðgerðir. Sálmaskaldið sigur: “Komið og lýðið á!” og vit: “Mín muður skal vitna!” Jesus hevur lovað okkum, at keldan vit oysa av, á ongum sinni skal blíva tóm. Og hann hevur lovað, at frá okkum, sum kenn hansara náði, skulu tað flóta streymar av livandi vatni, tá vit opna munn okkara, og vitna um, hvat Gud hevur gjørt fyri sál okkara.

 

Mánadagur 02.01.2012

...tit skuldu liva sum tað er sámiligt fyri Guði, sum kallaði tykkum til ríki sítt og dýrd sína. (1 Tess 2,12)

Tað tróta ikki ábendingar í Bíbliuni um, á hvønn hátt vit eiga at liva lívið sum Guds børn. Men okkum mangla viljan til, at útinna hesar ábendingar. Er tað tí vit líkjast heimsins bønum, ið seta sína egnu meining yvir, hvat Gud sigur? Ella er tað andaligt leti, ið ger, at vit ikki gera eitt ódnartak fyri at hækka okkara kristna støði? Gud krevur ikki tað ógjørliga av okkum, men at vit heilhjartað vilja ganga hansara veg. Og hann gevur okkum brøður og systrar, sum hann vil, og sum kunnu veita hjálp, so vit alla tíðina kunnu hjálpast at, og til at lyfta hvønn annan upp, tá vit gera okkurt, ið vit ikki áttu at gjørt. Gera vit ikki tað, er tað so, at vit mangla beinasemi og næstakærleika og kanska enntá  beinasemi, tað at fyrigeva og gloyma? Liggur tað kanska eitt ella annað frá fortíðini, so sum agg, eg kann/vil ikki hjálpa, og sum Gud hevur álagt okkum í sínum orði. Og tá ganga vit ikki Gudi til heiðurs, men eru við okkara atferð verri enn tann, ið snávar í eini roynd, at liva sum ein kristin. Tann sum í gáloysni syndar, hann verður tikin á bóli, av sínum gamla eg. Men tann, sum bert partvís fyrigevur, hann gerð tað vitandi.

Vit eru við Guds uppílegging blivin eitt nýtt menniskja, og skulu taka hesa Guds uppílegging til okkum, sum ein dýrmetin gáva. Paulus vísir okkum á, á hvønn hátt vit skulu taka Guds brynju á okkum, so at vit kunnu sigra, tá álopini koma. Vit eru ikki kallaði til andaligt leti, men til, at gera tað til eina lívs uppgávu, at tæna Gudi, við at fram elskað eitt hægri, andaligt støði hjá okkara næsta og teimum, sum vit ferðast ímillum.

 

Sunnudagur 01.01.2012

Ger støðuna upp

Hvar er hetta ári tó blivið av? Tað hoyra vit mangan sagt. Júst, sum eg hevði vant meg til at skriva tað rætta árstalið, so skal eg til at skriva eitt nýtt.

Tað er tí eitt gott høvi til, at hava eina løtu, at gera støðuna upp. At hugsa aftur á ári í fór, og spyrja seg sjálvan: Náddi eg teimum málum, ið eg hevði sett mær fyri, ella í tí minsta nøkrum av teimum? Helt eg míni lyftir, ið hvørt fall tey, ið eg kann minnast? Eru míni viðurskifti við mína familju, og mínar vinir blivnir sterkari? Bleiv mítt lív í okkara Harra Jesusi Kristi inniligari og ríkari? Um eg spurdi ein góðan vin, vildi so viðkomandi siga, at eg havi broytt meg til tað betra?

Eg seti ikki hesar spurningar ikki fyri at tú skalt kenna teg raktan. Tað er bert gott, um tú fært viðurskiftini í lagi, av tí gamla, og at tú fært knýtt allar teir leysu endarnar saman, og at tú endar tað gamla ári, áður enn tú byrjar tað nýggja.

Set tí nakrar minuttir av til at gera støðuna upp. Hugsa um hvørt av fylgjandi spurningum og lat tað fjara út í bøn, meðan vit saman standa á gáttini til tað nýggja ári.

*       Havi eg bundi meg til, at gera nakað uttan at hava gjørt tað? Harri, gev mær mót til at rætta teir feilir eg havi gjørt móti øðrum menniskjum. Hjálp mær at loysa út míni lyftir.

 

*       Vitnaði eg um Frelsaran á mínum arbeiðsplássi: Harri, hjálp mær at tosa og liva sum ein kristin, har, sum eg havi mítt starv, tí eg ynski, at vera ljós og salt fyri menniskju, sum eg umgangist dagliga.

 

*       Vísi eg takksemi móti familju og vinum? Harri, fy rigev mær tær óloystu trupulleikar og tey skeldarí, ið blivu hangandi í luftini. Hjálp mær til eitt eyðmjúkari vinalag, við ein hvønn í mínari familju og við ein hvønn, ið eg ferðist ímillum .

 

*       Gleddist eg um, at vera aleinaður saman við Harranum i farna árinum? Harri, minn meg áhaldandi á, at tær kvirru stundir saman við tær, ið eru keldan til styrki mína. Tá eg seti mær fyri at biðja og granska í Bíbliuni eina ásetta tíð, so hjálp mær at halda tað. Lat meg hálova tær í árinum, sum kemur!