Vesterbro anno 2016

Frásøgn frá Vesterbro

Til døgurða hjá Frelsunarherinum

Ein frásøgn frá Kim Greiner - Týtt JD

 

Frelsunarherurin, tað eru tey, sum syngja og spæla á gøtunum og boða Evangeliið og samla pengar inn, og so er tað eisini nakað við jólapakkum til tey, sum ikki hava so nógv til dagin og vegin. Ógvuliga sjálvspeiandi hava tey innsavnings byssur standandi runt um í handlunum við orðunum: “Gev ein styrk – ella vit syngja”.

 

Tað, ið tú nú hevur lisið, var tað, sum eg visti um Frelsunarherin inntil eg fór inn á teirra mikið upplýsandi heimasíðu, og las millum annað um stovnaran William Booth, hvørs herróp var: “Suppa, Sápa og Frelsa”. William hevði funnið útav, um hann skuldi frelsa sálir, so dugdi  tað ikki nakað, at magin á hylkjunum hjá sálini skríggjaði eftir mati.

 

Í okkara døgum er Frelsunarherurin eitt nýmótans viðurkent hjálparfelagsskapur, sum hevur fótin innanfyri í 126 londum, og teir eru á staðnum, tá ólukkur henda runt um í heiminum. Herurin byggir á næstakærleika, so um somu tíð, sum evangeliið blívur boða, so blívur samla inn pengar til sosialt arbeiði. Og ikki bert til jólapakkar, men so sanniliga eisini til kreppumiðstøðir, herbergi, vøggustovur, barnagarðar og støð har matur verður givin út.

 

Í míni ótroyttiligu leitan eftir at koma inn undir húðina á Vesturbrúgv hevði eg snodda meg fram til, at tað hvønn 1. hósdag í mánanum bleiv bjóða til eina heita máltíð av mati í nøkrum av tí allar heilagasta eg kenni til aftaná Roskilde Dómkirkju, júst tað, sjálvt Templet hjá Frelsunarherinum. Templet er ein stórur vakur bygningur fyri endanum á Fredriksberg Allé næstan niðri við Vesterbrogade, og har hevur tann danski parturin av Frelsunarherinum havt høvuðsstøð í yvir 100 ár.

 

Eg havi mangan gingið framvið Templet og hugsa um, hvat sker har inni, so nú skuldi tað verða sjón fyri søgn, tá eg tann fyrsta hósdagin í einum mána opnaði hurðina til Templi og fór innar. Eg kom inn í eina ljósa forstovu og víðari inn í ein stóran vakran sæl, har tað í miðjuni var uppsett eitt langt borð. Borði var upp dekka, og runt um tað sótu u.l. 20 menniskju av eitt sindur eldri árgangi, men tó vøkur menniskju. Tað var ein stórur pallur fyri endanum á rúminum við tónleika førum og eitt pláss til eitt kór, men tíanverri var eingin at spæla uppá hendan dagin.

 

Tað mánaðarliga møti kallast “Hyggeklubben” og tað byrjar kl. 11, men grunda á arbeiði var eg ikki har fyrrenn 11.30, so hugnin var longu byrjaður tá eg kom. Fyri ikki at órógva setti eg meg stillisliga niður heldur aftarlaga og byrjaði at lurta eftir einum manni, sum óivað var majorur, men navn hansara var tó Jørgin, og var leiðari fyri toymi, sum sóknast eftir menniskjum. Tað fekk eg at vita seinri.

 

Majoruein fortaldi skemtisøgur, so eg kom mitt inn í søguna um hjúnini, sum eftir royndir í áravís høvdu roynt at fingið børn, og sum nú vóru farin til Rom fyri at fáa hjálp frá hægri maktum. Tey komu á tal við ein prest, sum lovaði at tendra eina strípu av voks ljósum, og at biðja til, at tey fingu børn. Lagnan vildi so til, at presturin møtti konuni í teirra heimbýi, og presturin spurdi spentur um tey tíggju ljósini høvdu hjálpt. Konan svaraði, at tey høvdi haft eina fantastiska ávirkan, tí nýggju mánar aftaná høvdu tey fingið tvillingar, og tað høvdu tey fingið tvær reisur enn, umframt fleiri einkult børn, so nú vóru tey uppiá 10. Presturin hugdi seg um og spurdi, hvar maðurin hjá konuni var henni. “Jú, hann er farin til Rom at sløkkja ljósini.”

 

Tað vóru fleiri søgur av sama slag, og so fóru vit yvir til spurnakapping, har vit eftir besta førimuni svaraðu uppá almannavitan, og har, sum eg visti svari, so kundi eg ikki tiga, og svaraði tá hini ikki vistu svar. Gott undirhald faktisk, og tá hann var komin at enda so kundi hugsa mær at klappa, men tá hini ikki lótust um vón, ja, so lat eg eisini ver við tí.

 

Eg fór yvir til majorin og segði hvør eg var, og hví eg var komin, og at eg var ein ævintýrari á ferð, og var úti fyri at kanna umstøðurnar har. Eg bleiv bjóðaður vælkomin, og fekk goldið 25 kr., so settu tey eitt borð upp afturat, og settu bestikkið, sum hoyrdi til eisini. Eg trúgvi nokk, at Jørgin var ein gestaleikari, tí annars var tað major Jens, sum leiddi gongdini.

 

Eg bleiv settur við síðuna av míni gomlu vinkonu Birthe, sum eg hevði møtt á Kontaktstedet, og til hina síðuna hevði eg eina ógvuliga gamla damu (sjey ár eldri enn eg), sum hevði navni Kirsten. Maturin kom á borði, og tað var glasert landskinke í stóru mongdum, eitt sindur av kókaðum eplum, grønmeti og sós, og alt í alt sera gott. Kirstin hevði eitt sindur trupult við at oysa upp, so eg hjálpti henni, og tað var hon sera glað fyri. Birthe teskaði til mín, at Kirstin var heilt klár í høvdinum, men um eg ikki forstóð hvat hon segði, so var tað tí, at tað var okkurt galið við framtonnum. Eg mátti eisini viðganga, at tað var trupult at halda snakkið við líka, tí næstan alt, sum hon segði, kundi eg ikki fata.

 

Eg hevði fingið loyvi frá major Jens at taða nakrar myndir, og nakað at tí, sum eg forstóð av tí sum Kirstin segði, so vildi hon gjarna keypa eina mynd har hon var uppiá. Eg játtaði so at eg skuldi taka eitt við næstu ferð eg kom. Og sjálvandi skal hon ikki gjalda fyri tað.

 

Major Jørgin reistist og segði frá, at vit høvdu ein serligan gest millum okkum í dag, og eg hugdi meg um, men hann meinti við meg, so við allari æru mátti eg reisa meg upp og siga eitt sindur um meg sjálvan.

Áðrenn kaffe var tað sangur, og tónarnir blivu spældur á klaver, og ein av teimum eldru tók mín sann munnharpuna fram, og so bleiv sungið. “Da må min  sjæl  í lovsang bryde ud”. Og til seinast kom tað ordiligur futtur í sangin og tónleikin.

 

So var tíðin komin til kaffe og okkurt omaná, og Birthe avdúkaði, at tað var hon, sum hevði gjørt eplakakuna. Tó hevði hon ikki sjálv flust eplini, tí hon enn hevði trupulleikar við skøvninginum, tí síðsta ár var hon í eini ódn tikin av vindinum uppum eitt hegn og inn í ein pylsuvogn og hevði fingið heilaskjálvta og broti skøvningin fleiri staðir. Birthe er eisini sera kløn, so eg trúði henni næstan um hennara flýggjan yvir girðingina. Nå, men eplagreyturin var keyptur í einum posa, og mangan meðan vit ótu máttu vit rósa tí útmerkað góðu eplakæku, so tað hevði ongan týdning, um eplin vóru hond flust ella ikki. Eplakækan fall eisini í góða jørð runt umkring, tí ein annar við borði fekk sett fíra verður til lívs.

 

So fingu vit enn einaferð eitt Guds orð við á vegnum, og í kvirr fyri Gudi skulu vit bíða eftir honum, og vit skulu hava álit á Harran, so kemur hann til okkara, og vit skulu fyrigeva øðrum, so fáa vit sjálv fyrigeving.

 

Sjálvt um eg eri avgjørdur ateist, so bað eg hátíðarliga til endans felags bønina, tí sjálvt um man ikki trýr uppá nakað guddómligt, so havi eg hoyrt, at bønin hjálpir hóast alt, og skaða kann hon heldur ikki gera.

 

Major Jens takkaði major Jørgin fyri undirhald, men nú vildu tey ikki síggja hann aftur til møtini – ikki uttan hansara konu.

 

Eg fekk sagt pent farvæl við teir tveir majorarnar og til tey, eg hevði siti saman við, og tað hevði bæði veri hugnalig og lærurík saman við Frelsunarherinum. Og so fekk eg eisini tevja meg til, at Frelsunarherurin í Thorsgate 50 hvønn týsdag kl. 12.30 hevur borðhald fyri gudsóttandi og svongum menniskjum, so tað má eg eisini fara at hyggja uppá ein dag.