Koyrir taxa fyri Jesus

 

Adil koyrir hýruvogn fyri Jesus

  Adil tók støðu til, at fylgjast við Jesusi, so var tann ringasta avleiðingin tann, at teir flestu møguleikar fyri at fáa eitt gott arbeiði burtur. Sum so mong onnur í  meðystri, so stríddis Adil við at fáa endanar at røkka saman.

Adil kom í samband við eitt hjálparfólk hjá Åbne Døre, og saman fóru tey, at kanna eftir hvørjar møguleikar Adil hevði at vinna sær til lívsins uppihald. Tað endaði við, at Åbne Døre hjálpti honum at keypa ein hýruvogn. Hýruvognurin hevur stóran týdning, so at Adil kann byrja á einum nýggjum vegi í lívi sínum. Og á hesum nýggja og áhugaverda vegi hevur “hýruvogns førarin fyri Jesus” havt nakrar góðar upplivingar saman við menniskjum, ið hann møtir á síni leið.

“Ein dag ver tað ein, ið bílagdi eit túr, men eg var ótryggur við, um eg skuldi taka hann ella ei. Telefon bíleggingin kom frá einum ótyggum umráði í útjaðarinum av býnum, sum er kendur fyri sín kriminalitet. Eg bað til Gud, og kendi á mær, at eg skuldi koyra har út, so tað gjørdi eg” greiðir Adil frá.

Meðan Adil leitaði eftir adressuni har hann skuldi avheinta kundan, ja, so fekk  hann brek við bilinum. “Eg spurdi Gud, hví júst eg, av øllum støðum hevði lati meg koyra her út. Eg kendi meg á ongan hátt tryggan, og eg hevði onga hóming av, hvat eg skuldi gerða. Frá mótsattu síðuni á gøtuni kom ein maður gangandi móti mær. Hann kom yvur til mín og spurdi hvør trupuleikin var. Tað vísti seg, at hann var bilsmiður og kundi tí siga mær, hvat, ið var áffat við bili mínum. Eitt undur,” sigur Adil glaður. Men tað vísti seg ikki at vera tað størsta undri hendan dagin.

Eyguni hjá bilsmðinum fangaðu krossin, sum Adil hevði hangandi í bili sínum. Hann hugdi forvitin uppá Adil og spurdi. “Hevur tú eina Bíbil, ið eg kann fáa?” Adil nikkaði. Eitt ella annað pláss aftanfyri í bili sínum hevur hann altí einar tvær Bíbliur liggjandi. “Eg havi hoyrt søguna um Harran Jesus, og eg visti, at eg var noyddur at hava eina Bíbil fyri at vita meira um hann. Eg tordi ikki at biða um eina Bíbil í mínum umráði. Tað er for vandamikið”, greiður bilsmiðurin frá. Júst tann morgunin hevði bilsmiðurin, eins og Adil, hesa somu kenslu, at hann skuldi fara til gongu til hendan býðarpartin. Hann visti ikki presiss hví. Og eins og Adil, so visti hann, at umráði var ótrygt at ferðast í. Hann fór hóast alt. “Gud er undursamur! Hugsa tær, at hann í loyndum førdi meg til ein trúgvandi, sum hevði Bíbliur í sínum bili,” segði bulsmiðurin. “Eg var tilreiðar, at bøta um bil hansara á staðnum, og Gud gav mær hansara orð. Tað er eitt undur.”